2025
Mikudagur 15. jan. 2025 kl. 14:30
40-ára starvsdagur hjá Marjuni, systir Bjarna Restorff, á LS.
Dóttir Marjuna heitti á okkum at syngja nakrar sangir við móttøkuna, sum var á P50 á LS. Hon syrgdi eisini fyri, at vit fingu eitt rúm í Fysioterapi’ini at hita upp í.
Vit vóru 20 mans og Høgni Reistrup stjórnaði okkum hegnisliga:
● Boðar tú
● Jarðareyga
● Eg minnist
● Side by Side
Marjun visti av ongum og var ovfarin og sera fegin.
Hósdagur 23. jan. 2025 kl. 18:00
Sangfelagi okkara Stein Fossá fyllir 70.
Familjan skipaði í loydnum fyri surpice-party á tannlæknastovuni á Óðinshædd.
Manskórið skuldi syngja, og Stein, sum ikki ánaði óráð, var við, men helt, at vit skuldu syngja fyri øðrum tiltaki. Hann varð rættiliga tikin á bóli.
Vit vóru knappliga 20 mans, Jón stjórnaði, og hetta ryggaði stak væl:
● Hálvi (fyri fyrstu ferð á føroyskum)
● Jarðareyga
● Eg minnist
● Side by Side
Hósdagur 6. febr. 2025 kl. 20:00
Fyrrverandi sangfelagi okkara Jóhann Restorff Jacobsen fyllir 90.
Føðingardagshald verður hildið á Hafnia, og vit høvdu avtalað við familjuna, at vit heiðra hann við nøkrum sangum á tiltakinum:
● Gubben er gammal
● Hálvi
● Eg minnist
● Boðar tú
Leygarkvøldið 15. febr. 2025 kl. 20:15
Rynkeby Føroyar heldur árliga galla-døgurðan á Hotel Føroyum at savna pening at stuðla arbeiðinum fyri børnum við lívshættisligum sjúkum..
Tórshavnar Manskór hevur verið við á flestu døgurðatiltøkunum higartil, men áður hava vit sungið í forhøllini, áðrenn farið er til borðs. Hesuferð varð sungið undir borðhaldinum.
Fortreytirnar fyri góðum sangi, sum øll hoyrdu vóru, tískil betri, og tað gekk als ikki so galið, hóast eitt opið ljóðanlegg órógvaði eitt sindur.
Vit vóru einir 40 mans og Jón skipaði:
● Gubben er gammal
● Hálvi
● Eg minnist
● Boðar tú
Leygarkvøldið 22. feb. 2025
Ársveitsla í HB húsinum ou 80 luttakandi.
Leygardagin 1. mars 2025
Konsert saman við Karlakór Eyjafjarðar í Havnar kirkju.
Hósdagin 20. mars 2025
Jarðarferð hjá Petur Eli Person úr Vesturkirkjuni kl. 14:00. Hanus sæt við orglið og fleiri úr kórinum tóku av boðunum og møttu í kirkjuni at syngja fyri. Somuleiðis í kirkjugarðinum.
Hóskvøld 20. mars 2025
Nakrir okkara sungu nakrar sangir á paliativu deild á LS fyri konu, Magrethu Olsen, sum lá til tað síðsta, og sjálv hevði ynskt, at hoyra Manskórið syngja. Sera rørandi og hugvekjandi løta. Magretha doyði 25. mars.
Leygardagin 29. mars 2025 kl. 21:00
8 mans – tveir úr hvørjari rødd – sungu undir leiðslu Hanusar fyri konu uppi í Skotarók, sum helt 60 ára føðingardag sín saman við vinkonunum. Møtt var ein tíma fyri framførsluna heima hjá Hanussi og Brynhild.
Óføra væleydnað og skemtiligt íkast av okkara monnum, sum samstundis gav eitt íkast í kórkassan.
Leygarkvøldið 19. apríl 2025 kl. 20:00
Eitt minni kór undir leiðslu av Hanusi sang nakrar sangir við brúdleypsveitslu hjá og Turið og Magnusi, syni Johan Dals, sum hildin varð í Starvsfelagshúsinum.
Sunnudagin 20. apríl 2025 kl. 11:00
Hátíðarguðstænasta í Dómkirkjuni, har Uni Næs, dómpróvstur, prædikaði. Kirkjan var fullsett og væl tað, og kórið, sum sang á loftinum var vælmannað. Jón var dirigentur og vit sungu
● Sum ígjøgnum sortar skíggja sum inngang eftir kimingina
og
● Páskamorgun eftir prædikuna.
Sunnukvøldið 27. apríl 2025 kl. 19:30
Várkonsert í Vesturkirkjuni.
Trý barnakór – Nova 3 og Stella úr Tórshavnar Musikkskúla og Dreingjakórið undir Brúnni – vóru gestir okkara.
Kirkjan var full longu langt áðrenn konsertin byrjaði, og fólk – serliga skilfólkini hjá børnunum – fóru ikki skuffaði heimaftur.
Jón Festirstein var kórleiðari, og konsertin byrjaði við, at barnakórið saman við okkum sang
● Nú rennur sólin fríð
Síðani sang Manskórið
● Páskamorgun
● Sum ígjøgnum sortar skýggja
● Dreymaspæl – Sámal las yrkingina eftir Karstin Hoydal, sum hann hevur gjørt lag til, og vit framførdu verkið á fyrsta sinni
● Tú hvílir – Hannus hevur umsett úr svenskum
● Kristallen den fina
● Gubben är gamma
● Kom du ljuva
● Føroyar mítt land
● Dimmið
● Jarðareygað
Ari Hammer Joensen spældi síðani á urgu
● Choral Varié sur le thème du Veni Creator Op.4 av Maurice Duruflé
Manskórið sang
● De Profundis
og so vóru børnini aftur á skránni saman við okkum, fyrst við
● Jesu bleibet meine Freunde
og at enda
● Verleih uns Frieden
Fagnaðurin var óførur.
Kári Bæk sendi okkum hesa heilsan við konstruktivum kritikki eftir konsertina:
Takk fyri fína konsert.
Sum heild ljóðaði tað væl. Mest spennandi at hoyra, var Pārt (De Profundis). Honum komu tit væl frá.
Tað eru framvegis alt ov nógvir mans, sum ikki hyggja upp.
Sangurin hjá Sámal klingaði væl, gott við nýggum føriskum tilfari.
Børnini áttu kanska at havt sloppið sjálv at sungið onkran sang, og skorið onkrar av hjá monnunum.
Viðv Jarðareygað: Pausan í seinasta ørindi er framvegis alt, alt ov long!!!
At enda: tey, sum skulu tosa og siga okkurt, eiga at brúka mikrofon.
Heilsan Kári, fyrrverandi dirigerari .
PS: lærið fosturlandssangirnar uttanat!!
Leygardagur 3. mei 2025 kl. 17:15
Kórstevnan 2025 varð hildin í skúlanum í Vestmanna.
Tað gekk eitt sindur strylti at manna kórið, men kl 17:15 stigu 32 av monnunum í kórinum inn á pall í ítróttarhøllini sum 9. kórið av 19.
Framførslan gekk bara heilt væl, hóast sangvalið hesuferð ikki var av tí ramliga manskórsslagnum.
Vit sungu:
● Dreymaspæl
● Tú Hvílir
Leygardagur 17. mei 2025 kl. 17:15
Olavs Menn úr Tróndheimi vitjaðu í Føroyum, og sjálvan norska tjóðardagin, 17. mei, høvdu vit felagskonsert í Klingruni í Norðurlanda.
Klingran var fullsett við fólki, har av stórur partur var veitsluklæddir normenn.
Undir leiðslu av Lars Eggen, og við Matthias Kapnas á flygli, løgdu normenn fyri við fimm sangum. Vit trinu síðani á pall, og við Jón Festirstein á odda sungu nakrar sangir, so høvdu normenn aftur tørn, og at enda sungu við í felag Landkjending eftir Grieg og Bjørnson.
Samanumtikið ein sera væleydnað framførsla.
Eftir konsertina spákaði norskt-føroyska liðið sær í góðveðrinum oman gjøgnum býin og inn á Essabarr, har Manskórið bjóðaði eina tvíflís og okkurt at drekka afturvið. Normenn kvittaðu við at bjóða okkum til Tróndheims at syngja saman við teimum í Nidarós dóminum.
Fríggjakvøldið 6. juni 2025
25 sangarar sundu til gullbrúdleyp hjá Fríðgerð og Jónhard Mouritssen á Panorama fyri okkurt um 120 fólkum. Jón Festurstein stjórnaði. Mentanarkvøld var, so aftaná væleydnan sang til gullbrúdleypsveitslu, funnu vit uppá at syngja nakrar sangir á Tinghúsvøllinum. Tiltakið var væl fagnað av hópi av fólki um savnaðist kring okkum.



Leygardagin 7. juni 2025 kl. 14
2 ferðir 65 ára føðingardagur hjá Augustu og Jón Kragesteen.
Alt manskórið varð bjóða við til stóran føðingardag á skúlanum á Løgmansbø. 35 mans luttóku og sungu undir leiðslu av Hanus Joensen – sum eisini helt røðu – fyri ársungunum og felri enn 200 gestum.
Fríggjadagur 20. juni 2025 kl. 20:15
Fróðskaparrsetur Føroya heldur 60 ára jubeleums veitslu í Silo á Vestaru bryggju, og manskór varð biðið at syngja nakrar sangir undir borðhaldinum. Vit vóru einir 35 og Jón stjørnaði.
Vit sungu:
● Føroyar mítt land
● Dimmið
● Hálvi
● Tersi
● Eg minnist
Rómurin var óførur, og afturfyri nógva lógvabrestin, fekk veitslufólki eykasangin Side by side.
Fríggjadagur 20. juni 2025 kl. 21:15

Men tað er ikki at liggja á boðunum. Vit vóru ikki meiri enn lidnir við framførsluna í Silo, so gekk leiðin út í Sandagerð, har kommunan saman við skótunum skipaði fyri árllgu Summarstólstøðunum, og har vit eru vanir at syngja fyri.
So avbera gott veður og ein deilig løta. Ása og Leo sungu og spældu so vakurt nøkur løg, Silas Olufsen helt ein frálíka røðu við flogi yvir, og vit – so sera vælmannaðir – sungu fyri felagssangin. Nógva fólkið, sum komið varð sman í Sangerði slapp eisini at hoyra Side by side.
Mikukvøldið 25. juni 2025 kl. 19:00
Fyrrverandi kórlimurin Jóhan Restorff og konan høvdu krúndiamantbrúdleyp, og døgurði fyri teimum nærmastu varð hildin heima við hús. Jóhan var í kórinum frá byrjan, men nú eru nøkur ár síðani hann gavst. Tað er bara stutt síðani, vit sungu fyri honum á Hafnia, har hann helt sín 90 ára føðingardag.
Í kvøld vóru vit gott 20 mans, sum við sera stuttum varsli, møttu at syngja fyri Jóhan:
● Boðar tú
● Kom du ljuva
● Einki er sum summarkvøld
Jóhan takkaði við lítlari røðu um kórlív í gomlu døgum.

Fríggjakvøldið 25. juli 2025 kl. 21:00
Dóttir Stein, Marianna Fossá, giftist við Boga Midjord, og veitsla varð hildin í B36-húsinum.
Hanus stjórnaði einum 25 monnum og sungu vit:
● Kom du ljuva
● Koma og dansa
● Hálvi
● Tersi
og Side by Side
Sangurin gekk væl, og setti rættiliga lív í veitslufólkið.
Ólavsøkudagur 29. juli 2025 kl. 11:00
Tórshavnar Manskór hevði í ár tørn at syngja undir Ólavsøkuguðstænastuni, og vit vóru vælmannaðir – knappliga 60 mans – tá vit sum preludium sungu
● Som den gyldne sol / Sum ígjøgnum sortar skýggja
Hetta meðan tey fólkavaldu, landsstýrisfólkini, prestarnir og umboð fyri danska statin gingu inn eftir kirkjugólvinum.
Eftir prædikuna sungu vit
● Gud tú sum øllum býður
og at enda rungaði
● Takkarbøn
At enda sang kirkjuliðið tjóðsangin.
Vit fingu mong rósandi orð fyri okkara sangliga avrik:
“Takk fyri i gjár. Hatta komu tit sku væl frá. Onkur segði at betri sálmasangur hevur ikki verið í Føroyum fyrr” (Leif Hansen)
“… at sita frammi i kór og fáa kórsangin nærmast beint á var ótrúliga gott og flott at hoyra . Eg havi verið við i nógv ár i Havnar kirkju, men
hendan løtan í ár var absolutt toppurin og rørandi- og takkarbøn var bara heilt einastsndandi . Øll tosaðu um manskórið í gjár.” (Johan Dahl)
“… eg var blástur afturav av sanginum hjá manskòrinum í kirkjuni. Sera flott !” (Jóannes Joensen, tingmaður)
“Mergjað!” (tingmaður)
“Mær dámdi heilt ómetaliga væl. Vit vórðu blást umkoll av kraftini, og tað var so vakurt eisini. Gott sangval.” (løgtingslimur)
Dagur.fo | Myndir: Skrúðgonga, gudstænasta og løgmansrøða
Ólavsøkudagur 29. juli 2025 kl. 14:15 Pop-up tiltak framman fyri gl. bókhandil
Framførd var ein løtt skrá við summar- og veitslusangum.
Gekk stak væl, og fitt av fólki savnaðust á Vaglinum at lýða á. Hetta verður gjørt aftur.


Sunnudagur 3. aug. 2025 kl. 16:00 Útiguðstænasta í gjónni við Gjógv
Dagur.fo | Myndir: Gudstænasta og konsert í gjónni
Vit vóru nakrir og fjøruti, sum høvdu leitað okkum norð til Gjáar at syngja undir útiguðstænastuni, sum nú á hvørjum ári verður hildin í gjónni við Gjógv. Guðstænasta og konsert, skuldi eg sagt, tí har var bæði ljómfelag av Eiði sum spældi, og Tóra Vesturgaard sum sang solo, umframt Manskórið og urguleikarin Ari Hammer.
Veðrið var gott, og har var heilt nógv fólk.
Sangur okkara, undir leiðslu av Sámal Matras gekk fínt, og tað ljóðaði væl niðri í gjónni, men við tøknini var tað so sum so, og uppi við spælhúsið hoyrdist kórið als ikki, sungu vit ikki forte fortissimo. Vónandi kunnu upptøkurnar hjá KVF brúkast.
Sangir:
præludium
● Som den gyldne sol / Sum ígjøgnum sortar skýggja
eftir prædiku
● Gud tú sum øllum býður
postludium
● Takkarbøn
Týsdagin 12. aug. 2025 kl. 14:00 Hákun Steingrímsson fór til gravar.
Jarðarferðin hjá kórfelaga okkara, Hákun Steingrímsson, var úr Vesturkirkjuni, og vit mundu vera einir 40 mans, ið stóðu upp við orgli og sungu fyri, og heiðraðu minnið hansara við sangunum. Flestu fylgdu eisini og sungu fyri á gravaarbakkanum
● Tú hvílir
● Takkarbøn
Leygardagin 16. aug. 2025 – Ovastevna
Vit vóru einir 30 mans, sum kl. 17:00 stillaðu upp inni í kór í Nólsoyar kirkju og sungu, sum tað seinasta av 4 kórum.
Kirkjan var stúgvandi full, og fólk hugnaðu sær óført.
Eftir konsertina borðreiddu Joan og Jógvan við avbera góðan nátturða í húsum teirra í Válagøtu 23.

Sunnudagin 31. aug. 2025 – fagnaðarguðstænasta í sambandi við at Vesturkirkjan fyllir 50 ár
Vesturkirkjan hevur alla vikuna hátíðarhildið at kirkjan hevur 50 ár á baki, og hetta var so endabresturin á fagnaðinum, so at siga.
Manskórið undir leiðslu av Jón Festirstein – vit vóru nakrir og fjøruti – sang “Som den gyldne sol/Sum í gjøgnum sortar skýggja” sum preludium, og síðani sang kórið fyri undir sálmasanginum og bønarsvarunum.
Eftir prædikuna sungu vit “Takkarbøn”, og Ari Hammer Joensen spældi á urguna, sum barn hann dugir.
Eitt barn varð borið til dópin, og so var altargongd.
Undir altargongdini sungu vit:
● Locus Iste
● Gud, tú sum øllum býður
● Dagsins eyga
● Boðar tú til allar tjóðir
Ari spældi postludium og vísti veruliga sítt kynstur á urguni.
Hóskvøldið 11. sept. 2025 – Kári Bæk fyllir 75 ár
Vit vóru nakrir og fjøruti mans, sum møttu í garðinum hjá teimum í Tróndargøtu og heiðraðu fyrrverandi dirigent okkara við nøkrum sangum.
Mikukvøldið 17. sept. 2025 kl. 19:30 – høvdu Københavns Politikor og Tórshavnar Manskór felags konsert í Vesturkirkjuni.
Vit byrjaðu við Sangerhilsen og síðans sanga manskórið nakrar fáar sangir, síðani tóku gestirnir yvir, og teir sungu eitt góða blandaða sangskrá í úti við ein tíma. Eini 200 áhoyrarar lýddu á.
Vit endaðu við í felag at syngja I Østen.

Aftaná var óførur sangur og hugni í Havnar Klubba.
Mánakvøldið 6. okt. – Ársaðalfundur
Sí fundarfrágreiðing
Mikudagin 29. okt. 2025 – Sangur á Lágargarði
Oskar fekk nakrar vinir úr manskórinum at syngja nakrar sangir fyri vinmanninum Poul á Barnaheiminum – Poul Hansen – á 75 ára degi hansara. Hugfarslig løta fyri føðingardagsbarnið, búfólk og gestir. Sámal stjórnaði. Oskar segði nøkur væl vald orð, og heimið bjóði drekka og kaku eftir sangin.
Minni enn viku seinni, mánadagin 3. nov. andaðist Poul.
Hóskvøldið 30. okt. 2025 – Sangløta á Boðanesheiminum
Nakrir og tredivu mans møttu á Boðanesheiminum at syngja nakrar sangir fyri bú- og starvfólkinum har. Sámal stjórnaði, og tað riggaði bara heilt væl, hóast onkur ræddin var nakað illa mannað.
Mikukvøldið 19. nov. 2025 – Upptøka til nýggjársguðstænastu
Vælmannað kór møtti í Vesturkirkjuni til upptøku av nýggjársguðstænastu hjá KvF.
Vit sungu:
Preludi: Ver vælkomið Harrans ár
Postludi: Takkarbøn
Leygardagin 22. nov. 2025 – 100 ára føðingardagur hjá Sámal Jákup Petersen
Umleið 20 mans sungu til 100 ára føðingardag í Nesvík kl. 16. Vit sungu undir leiðslu av Sámal:
● Ver vælkomið Harrans ár
● Boðar tú til allar tjóðir
● Gubben er gammal
● Eg minnist úr gomlum søgum
Týsdagin 25. nov. 2025 – Jarðarferð hjá Óla Jákup Müller
Kórið sang til jarðarferðina hjá pápa Poul Müller.
Vit sungu:
I østen stiger
Jarðareygað
Fríggjadagin 28. nov. 2025 – Starvsfólkadagur hjá SEV
33 mans sungu í Smæruni kl. 14:45 fyri starvsfólkunum hjá SEV undir leiðslu av Hanus.
Vit sungu:
● Eg rósu upp sá næla
● Føroyar mítt land
● Hálvi
● Tersi
● Føgur er foldin
● Eg minnist
● Side by Side
Fríggjadagin 5. des. 2025 kl. 11:00 – Jarðarferð hjá Maluni Johannesen
Fríggjakvøldið 5. des. 2025 – Jólahugni í Havnarklubba
Leygarkvøldið 13. des. 2025 – 50-ára føðingardagur á Sandi
Sunnudagin 14. des. 2025 kl. 16:00 – Gestakór á jólakonsert hjá kórinum Eystanljóð í Gøtu kirkju
Sunnukvøldið 14. des. 2025 kl. 19:30 – Jólakonsert í Vesturkirkjuni

Frálík løta, og tøkk fái tey bæði fyri blíðskapin.
Kórið Eystanljóð úr Leirvík og Gøtu við Benjamin Gaasedal sum dirigenti var gestakór og byrjaði konsertina
Undir leiðslu av Jón Festirstein tók manskórið so við og sang
● Ver vælkomið Harrans ár
● Jólaklokkan aftur ringir og
● Eg rósu upp sá næla
Tóra Vestergaard sang saman við kórinum
● Heimlongsul – Tóra hevur sjálv skrivað orð og lag. Jóhannes Andreasen spældi á piano.
Manskórið helt fram við
● Lux Aeterna og
● Noel nouvelet
Tóra og kórið sungu
● Ave Maria
● Nú leggjast fannir
● Kvøld í Viðarlundi. Frumframførsla: Sámal Matras hevur skrivað lagið. Tummas Napolion Djurhuus orðini.
● Hoyr tær bønir
● Dech the Halls
Tóra og Kórið:
● O’ Holy Night og
● Eitt dýpi av dýrari tíð
og so endaði fullsetta konsertin við
● Takkarbøn. Ari Hammer Joensen sat við urguna.
Heri prestur takkaði áhoyrarum og sangarunum og tónleikarunum, og helt fyri, at nú kunnu jólini byrja. Hann bað síðani Faðir vár saman við fjøldini, og við biðisløgunum var frálíka sangløtan liðug.
Finnur Hansen tók upp, og annan jóladag varð konsertin (seinna helvt) send í KVF.
Jólaaftan kl. 11:00 – Jólasangur á Lágargarði
Kórið sang undir leiðslu Jón Festirsteins
● Ver vælkomið Harrans ár
● Jólaklokkan aftur ringir
● Deck the Halls
Jóannes Ejdesgaard læs síðani jólaevangeliið
● Eg rósu upp sá næla
● Føgur er foldin
og vit endaðu við
● Gleðilig Jól
Jólaaftan kl. 1200 – Jólasangur á heiminum við Vallalíð
Sama ská sum omanfyri
2026
Leygardagin 24. jan. 20265 kl. 13:00 – Jarðarferð hjá Onnu Mohr úr Vesturkirkjuni
Anna Mohr var 95 ár, nú hon andaðist. Hon var móðir Kjartans, sála, og vermóðir Hanus Joensen.
Vit vórðu fleiri og tredivu mans úr kórunum, sum sungu undir jarðferð hennara, og Hanus skrivar hetta til okkara eftir jarðarferðina:
K
Kæra TM-limir!
Jarðarferð Onnu Mohr í dag.
Fari við hesum familjunnar vegna at takka tykkum hjartaliga fyri yndisligu framførsluna, sum mong høvdu á orði, av Jarðareyganum, perluni hjá Tummasi og Kára.
Somuleiðis tøkk fyri ljómandi felagssálmasangin. Umframt at hava seráhuga í tí lýriska, so stóð kórsangur og serstakliga manskór (Anna var svorin TM-fjeppari) hjarta vermóður mínar nær. Sum trúgvur kirkjugangari var einki, sum fylti hjarta hennara, meira enn góðu gomlu klassisku sálmarnir, sum hon fekk inn við móðurmjólkini við kingosálmasanginum av Kvíggjarhamri og Tjørnuvík, væl frambornir, umenn í nýggjum hami. Sálmasangurin í dag var veruliga borin á veingjum. Takk skulu tit, mongu møttu, hava fyri tað!
Virðiliga Hanus
Hóskvøldið 12. mars 2026 – 90 ára føðingardagshald fyri Eiriki Ingvardsson í Kiwanishúsunum
20 mans sungu fyri Eiriki, sum í nógv ár sang við Manskórinum.
Vit sungu:
● Boðar tú
● Island øgrum
● Føroyar mítt land
● Eg minnist
● Side by Side
og eftir áheitan sungu vit so eisini fyri í longum heimayrktum kvæði til føðingardagsbarnið.
Leygarkvøldið 14. mars 2026 – 70 ára føðingardagshald fyri Hermani Eysturoy
29 mans høvdu leita sær út á Hamarin á Argjum at syngja fyri Hermani hetta leygarkvøldið. Tó høvdu fleiri – bróðir, svograr v.fl. – ikki longu leiðina, tí teir vóru í veitsluni. Vit hitaðu upp hjá Erlu og Eyvind Emil í grannalagnum, og tøkk fái tey fyri hesa stak lagaligu loysn.
Hanus stjørnaði sanginum og segði nøkur vølvald orð. Vit sungu
● Dimmi
● Eg minnist
● Kom du ljuva
● Hálva
søgdu í felag tillluuukku og endaðu við
● Side by Side
Ikki sørt at føðingardagsbarnið var rørdur.
Leygarkvøldið 28. mars 2026 – 90 ára jubileumveitsla hjá B36
Vit vóru einir 35 mans, sum møttu á Hotell Føroyum kl. 18:45 og fóru beint upp í veitsluhøllina at hita upp og – ikki minst – at fáa “Rennið dreingir …” at sita so nøkunlunda.
Jón dugir sítt handverk til lýtar, og væl var arbeitt. Tí tá teir 300 gestirnir so spakiliga komu inn í veitsluhøllina um 19:30-tíðina, stóð kórið hábarsligt í miðum sali og murraði “Boðar tú til allar tjóðir”.
Murrið fór yvir í sang, og meðan farið var til borðs, sungu vit
● Boðar tú
● Ódn
● Hálva
● Eg minnist (Hanus Højgaard spældi guitar)
og
● Rennið dreingir
Veitslufólkið kendi seg væl undirhildið, og lógvanrestirnir rungaðu og fóru á flog, tá vit, á veg út úr salinum, trivu í
● Side by Side
Páskaguðstænasta í dómkirkjuni sunnudagin 5. apríl
Vit vóru 38 mans, sum møttu í kirkjuhúsunum kl. 10:00 til uphitingar og fóru síðani yvir á kirjuloftið at finna okkum sess.
Kirkjan var stúgvandi full, tá vit eftir kimingina sungu
● Páskamorgun
Vit sungu so fyri, og eftir guðstænastuna varð
● Harra Guð títt dýra navn
sungin, og vit endaðu við
● Locus iste
Ein deilig løta, men heldur long – í føroyskum klæðum – tí 3 børn vórðu borin til dópin.
Leygardagin 10. apríl – 80 ára føðingardagshald hjá Heðini Mortensen
Tiltakið varð hildið á Panorama á Hafnia, har borðreitt var við alskyns breyðbitum við føroyskum viðskera og onkrum góðum afturvið. Gestirnir vóru nógvir, røðurnar góðar, og føðingardagsbarnið í sínum rætta essi.

Eitt tað seinasta innslagið var, tá Tórshavnar Manskór trein á pall um 16:30-tíðina. Vit vóru 40 mans undir leiðslu av Hanussi.
Sangirnir vóru tríggir
● Føroyar mítt land
● Hálvi
● Eg minnist úr gomlum søgum
Sangstjórin bjóðaði Heðini við upp í kórið at syngja hendan síðsta sangin, og hann legðist ikki á boðini.
Ein óføra góð løta.
Leygardagin 11. apríl – Martha Restorff heldur 70 ára føðingardag sín
Vit vóru einir 30 mans, sum møttu í húsunum hjá Ríðingarfelagnum í Havnardali um hálvgum fimm tíðina at syngja fyri gestunum hjá Marthu. Sámal Matras Kristiansen stjørnaði kórinum, og vit sungu:
● Kom drekki
● Eg minnist (Christian Andreasen spældi undir á guitara)
● Orðini
og
● Side by Side
Spell at tenorarnir ikki vóru so nógvir, sum tilmeldaðir vóru.
Leygardagin 18. apríl – Jóannes verður 75 og hevur bjóðað teimum nærmastu á gátt til eina máltíð
Júst farin til borðs, troðkaðu 18 mans úr kóriinum seg inn í húsini, hertóku stovuna, fluttu nakrar av gestunum til viks og trivu í nakrar sangir, Jóannesi til heiðurs.
Jón stjørnað,i og vit sungu
● Boðar tú
● Gubben er gammal
● Dimmið
● Hálva (ikki hálvtalað orð, og snapsurin varð borin monnum)
● Eg minnist (Christian spældi undir á guitara)
Jóannesi varð ynskt tillukku, og kórið fór á dyr.
Føðingardagsbarnið varð tikið á bóli, men løtan var eyðvitað ikki so galin.
Sunnudagur 19. apríl – Konsert í Skála kirkju
Hetta var partur av mentunardøgunum í Runavíkar kommunu, og fyri kórið ein kærkomin møguleiki at royna sangsránna, sum vit framførast skal í Reykjavík komandi vikuskifti.
Vit vóru einir 45 mans, sum funnu okkum pláss innari í kórið í kirkjuni, sum var nærum full av áhoyrarum.
Jón stjørnað,i og Finnur Hansen tók upp.
● Ódn
● Dýrd á vík og vág
● Orðini
● Sekstan
● Thu álfu vorrar
● Sefur sól hjá Ægi
● Olav Tryggvason
● Vár i Fjellgrenda
● Regin Smiður
● Vit eru føroyingar
● Takkarbøn
Fagnaðurin var stórur, og vit takkaðu við
● Boðar tú
Fyri konsertina var kaffi og te at fáa í kirkjuljallaranum, og eftir konsertina vóru kór og áhoyrarar øll boðin til ein drekkamunn við kaku.
Mikudagin 22. apríl – Móttøka í Løgtinginum nú Johan Dahl verður løgtingsformaður

Góðu tit allir , hjartans takk fyri vakra sangin, og at tit komu til móttøkuna fyri mær, tað fløvaði og eg eri sera glaður fyri dagin.
Hetta skrivar Johan til okkara eftir móttøkuna, har einir 30 mans møttu og undir leiðslu Sámals sungu
● Dýrd á vík og vág
● Dimmi
● Boðar tú
24. – 27. apríl 2026
Luttøka á 100-ára haldi hjá Karlakór Reykjavíkur
Sí meiri um sangferðina, síggj myndir og hoyr upptøkur undir uttanlandsferðir.
Leygardagur 2. mai 2026 kl. 16:00
70 ára føðingardagur leygardagin í Dansifrøi
Kona Magnus Paula, Malan Egilstrøð, fyllir ár, og gemaluri vil heiðra hana við manskórs sangi.
Vit vóru einir 30, sumundir leiðslu Jóns Festirstein sungu:
– Í Noreg búðu (útseting hjá Hera Eysturlíð)
– Kom du ljuva
– Takkarbøn við klaverfylgispæli
– Eg minnist
Magnus Pauli spældi sjálvur undir á klaveri.
Leygardagur 9. mei 2026 kl. 12:10
Mads verður 80 og heldur føðingardagin í Hornahúsinum.
Formaðurin bar fram ein lítla heilsu frá kórinum til Mads, og so sungu vit, 16 mans, á miðum gólvi, millum borð og stólar, og undir leiðslu av Jón Festirstein:
● Ódn
● Gubben er gammal
● Jarðareyga
Leygardagur 9. mei 2026 kl. 18:15
Kórstevnan 2026 varð hildin á miðnámi á Kambsdali.
Vit vóru 40 mans, sum møttu á skúlanum kl. 17:00 og stigu pall í høllini undir leiðslu av Jón Festirstein sum 14. kór, tá klokkan var farin av 18.
Vit sungu:
● Ódn
● Vit eru føroyingar
Framførslan gekk stak væl, og fólki dámdi væl, skilst. Heldur ikki ár vóru vit tó í námundi av nakrari virðisløn.
Fríggjakvøld 15. mai 2026 kl. 20
Diamantbrúdleypsveitsluna hjá Anny og Árna Hansen á Panorama á Hafnia.
Umleið 40 mans sungu fyri okkara fyrrverandi pianisti og øðrum bassi undir leiðslu av Jón Festirstein.
Vit sungu:
– I østen
– Olav Trygvason
– Dimmið
– Nú hnigur sól
Hóskvøldið 21. mei 2026 kl. 19:00
MEST hevði tiltak fyri kundum í Kirkjubø, og nakrir okkara sungu nakrar sangir fyri teimum i kirkjuni.
● Boðar tú
● Ódn
● Thu álvu vorrar
● My Wild Irish Rose
● Side by Side
Leygardagin 23. mai 2026 kl. 17:00
40 ára fagnaðar-konsert í Norðurlandahúsinum

Høllin var stúgvandi full.
Gestadirigentar vóru Marit Tøndel Bodsberg frá Den norske Studentersangforening og Friðrik S. Kristinsson frá Karlakór Reykjavíkur.
Heðin Mortensen, varaborgarstjóri, helt røðu og handaði kórinum peningagávu og blómutyssi.
Leygarkvøldið 23. mai 2026 kl. 19:00
40 ára fagnaðar-veitsla í Dansifrøði
Mikukvøldið 10. juni
Norðurlendsk ráðstevna,sangur við døgurða í Skeiva Pakkhúsi
Vinnumálaráðið og Uttanríkis- og fiskimálaráðið skipaðu fyri norðurlendskari ráðstevnu um tilfeingisvinnurnar, og vit vóru bidnir at syngja einar 2-3 sangir við døgurðahald, sum var í Skeiva Pakkhúsi mikukvøldið 10. juni. Luttakarar vóru ráðharrar og embætisfólk, 58 í tali.
Jón skipaði, og vit sungu
● Boðar tú
● Dýrd á vík og vág
● Ódn
Leygarkvødið 20. juni
4 x 50 ára føðingardagur í Sjónleikarhúsinum
Vit møttu til upphiting í Gallarí Havnará kl. 19:30. Fín høli at syngja í.
Um 20 tíðina spákaðu vit oman í Sjónleikarhúsið, har vit sungu
• Ódn
• Hálvi
• Eg minnist
og
• Side by side
Hanus Joensen stjórnar kórinum. Sjónleikarhúsið var stúgvandi fult, og tað var bara so dánt, at tað var pláss fyri okkum o.u. 30 monnum niðast í salinum, men sangurin gekk væl, og vit vóru stórliga fagnaðir.
Mánakvøldið 22. juni
Summarsólstøður í Sandagerði
Vit vóru einir 20 mans, sum í smáregninum hetta mánakvøldið høvdu leitað okkum oman í Sandagerð at syngja fyri undir felagssannginum. Sum altíð ein hugnalig løta.
Leygardagin 27. juni
Jarnbrúdleyp hjá Katrini og Eilifi Samuelsen í SILO
Vit vóru nakrir og 30 mans, sum sungu fyri aldrandi men fríska brúðarparinum og mongu gestum teirra í SILO á Vestarubryggju um trý-tíðina seinnapartin.
Jón stjórnaði:
• Dýrd á vík og vág
• Jarðareyga
og Dimmið
Leygardagin 27. juni
Silvurbrúdleyp hjá Per Busk og konuni í Skeiva Pakkhús
Seinni á degi møttu vit, gott 30 mans, á skrivstovuni hjá Jógvani Thomsen at hita upp, fóru síðani yvir í Skeiva pakkhús, har
Hanus stjónaði sanginum fyri brúðarparinum:
• Hálvi
• Kom du ljuva
• Lat meg siga góða
• Side by side
Sunnudagin 28. juni
Diamantbrúdleyp í hotell KG í Klaksvík
Synirnir hjá parinum, Christian Martini Rasmussen og konuni, sum nú hava verið gift í 60 ár, høvdu biðið okkum koma norð á nýggja hotellið at syngja 2-3 sangir á diamantbrúdleypsveitsluni. Hugsanin var, at hetta skuldi taka brúðarparið og gestirnar á bóli, og tað sýntist at lukkast sera væl. Har var gott at syngja, og sangurin varð væl fagnaður. Christian Martin takkaði og segði, at hetta var stórt, og at tey vóru gleðoliga ovfarin um mongu havnamenninar, sum komu norð at syngja fyri teimum.
Jón stjórnaði 45 mans stórakórinum, og sungu vit
• Boðar tú
• Dimmið
• og Ódn
Fríggjadagin 3. juli
Birita hjá Birgiri verður 70
Børnini hjá Biritu Krossteig spurdu, um nakrir okkara kunnu koma fram við í Jónas Broncksgøtu fríggjadagin at gleða hana við eitt sindur av sangi, nú hon verður 70. Birgir Krossteig, sáli, var dyggur kórlimur øll árini.
Vit møttu gott 20 mans á skrivstovuni hjá Sókn advokatum kl. 17:30 at hita upp. Kl. 18 fóru vit yvir um túnið til Biritu, har nærmasta familjan varð savnað til ein døgurða. Hanus stjórnaði og vit sungu
● Boðar tú
● Kom drekki vínreyða skál
● Dýrd á vík og vág
Hóskvøldið 13. august
Kór við kinesiskum útisetum í Australiu vitjar í Føroyum og høvdu konsert saman við Tórshavnar Manskóri í Hátúni.
Manskórið byrjaði konsertina við nøkrum løgum. Síðani tóku kinverjar yvir og høvdu eina framførslu við sangi, harmonikuspæloð, einsongi og ymsum dansispølum. Áhugavert og annarleiðis. At enda sungu bæði kórini saman:
● Auld lang syne (Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt)
● City og Stars
● …….
Ólavsøkudagur 29. juli 2026 kl. 14:15 støkk-upp tiltak framman fyri gl. bókhandil
Tiltakið á Ólavsøku 2025 eydnaðist so væl, at eingin ivi var um, at hetta skuldi endurtakast.
Vit hittust í koyriskúlanum hjá Árna Andreasen í Sverrisgøtu at hita upp. Undirtøkan var sera góð.
Vit sungu eitt gott bland av við summar- og veitslusangum undir leiðslu av einum væl upplagdum Jón Festirstein.
Hetta verður eyðvitað eitt afturvendandi tiltak.
Leygardagin 15. august
Ovastevna í Nólsoy
Fínasta veður, nógv fólk og blíðskapurin óførur.
Sum síðsta kórið í kirkjuni framførdu vit undir leiðslu av Jón Festirstein:
● Føroyar mítt land
● Dýrd á vík og vág
● Ódn
● Orðini
● Sekstan
● Jarðareyga
● Svefur sól hjá ægi
● Þu álvu vorrar
● Island øgrum skorið
● Vår i fjellgrenda
● Føroyingar sum her nú koma sama
● Kom og dansa
● Tá eg sá teg
og sum eykanummar Side by Side



Manga ferðir tøkk fáið tey.
Leygardagin 29. august
Navigare heldur 60 ára jubileum á hotel KG í Klaksvík og fær nýtt skip Hav Leiti
Heitt var á manskórið um at koma norð at syngja fyri døgurðagestunum, sum vóru einir 250 í talið.
Petur Petersen ordnaði við bussflutningi norð, og tað var ein óførur lætti.

● Føroyar mítt land
● Dýrd á vík og vág
● Ódn
● Tá eg sá teg
Sambært Magnussi segði Jütta Olsen, HR leiðara hjá Navigare, at famførslan var einki minni enn fantastiskt.
Leygardagin 5. september kl 21:00
Sangtiltak á Hotel Føroyum.
NAX skipar fyri – 60 fólk frá danskari vinnufyritøku. 5 sept.
Hanus Joensen stjórnaði
Mánadagin 7. september kl 17:00
Uttanríkis- og Fiskimálaráðið heitti á okkum, um at hava stutta framførslu undir móttøku, sum varð hildin í Skeiva Pakkhúsi.
Móttøkan var fyri 60-80 útlendskum vísindafólkum, ið luttaka á altjóða vísindafundi um fiskiveiðiumsiting.
Filmsklipp á Messenger
Vit vóru einir 30 mans í føroyskum búnað, sum sungu:
● Ódn
● Dýrd á vík og vág
● Boðar tú
og eftir miklan fagnað frá gestunum
● Side by Side
Hanus Joensen stjórnaði.
Mánakvøldið 7. sept. – Ársaðalfundur
Sí fundarfrágreiðing
Hósdag 10. sept. kl. 17
Talgildu Føroyar í Kirkjubø
Fríggjakvøldið 11. sept.
Dóttir Ole Jensen giftist. Sungu í Broncks
Fríggjakvøldið 11. sept
Birgir Sondum 65 ár í Argja skúla
Fríggjakvøldi 26. sept. kl. 20
Petur Øl Petersen helt 60 ára føðingardag saman við sínum nærmastu á Brandan
Vit yvirraskaðu hann og sungu undir leiðsla av Sámal sangirnar:
● Ódn
● Kom du Ljuva
● Gubben er gammal
● Boðar tú
Týskvøldið 29. sept. kl. 18
Heri Joensen, prestur helt 70 ára føðingardag í einum fullum kirkjukjallara í Hoyvíkar kirkju.
Manskórið sang tríggjar sangir undir leiðslu av Høgna Reistrup. Vit sungu:
● Gubben er gammal
● Dýrd á vík og vág
● Boðar tú til allar tjóðir
Magnus Hansen handaði Hera eina lítla gávu – eina nál við logo hjá manskórinum.

Leygardagin 2. okt.
Nakrir okkara sungu á móttøku hjá Thor.
Leygarkvøldið 2. okt. kl. 20
Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, fer frá eftir drúgva tænastu.
Fráfaringaveitsla varð hildin í Skeiva Pakkhúsið og Manskórið sang undir leiðslu av Jón Festirstein:
● Ódn
● Kom du ljuva
● Gubben er gammal
● Boðar tú til allar tjóðir
Vit vóru nakrir og tredivu.
Leygardagin 10. okt. seinnapartin
Norrøna Felagið í Føroyum heldur stórt 75 ára hald í Sjónleikarhúsinum.
Ætlanin varð, at Manskórið í føroyskum klæðum skuldi syngja í tveimum umførum, men setanin dróg út, og tá vit eini trý korter seinni enn ætlað, trinu á pall, varð skráin broytt, og vit sungu allar 9 sangirnar, vandir serliga til høvið, út í eitt.
Jón stjórnað einum 50 sangarumi:
● Sommerpsalm (Åland)
● Till Østerland (Svøríki)
● Nuna asilasooq (Grønland)
● Heyr Himnasmiður (Ísland)
● Olav Trygvason (Noreg)
● I østen stiger solen op (Danmark)
● Finlandia (Finland)
● Sámi eatnan (Sámaland) – Oskar sang solo og Sjúrður Z spældi undir á saxofon. Sámal gjørdi útsetingina.
● Tú alfagra landa mítt (Føroyar)

Fleiri myndir síggjast á Flickr: Norrøna felagið 75 ár 10. okt. 2026 | Flickr
Fríggjakvøldið 30. okt.
Reyði Krossur 100 ár – døgurði fyri innbodnum í Skeiva Pakkhúsið

Manskórið (o.u. 40 mans) sang undir leiðslu av Jón Festirstein:
● Ódn
● Dýrd á vík og vág
● Side by side
Leygarkvøldið 31. okt.
Gunnar hjá Bjarna verður 50.
Veitsla í Næmingarheiminum í Marlknagili.
Manskórið – einir 30 okkara – saungu undir leiðslu av Jón Festirstein:
● Boðar tú til allar tjóðir – Bjarni eigur útsetingina
● Orðini – Bjarni eigur lagið
● Side by side, – Bjarni eigur útsetingina
Sámal, sum var í veitslu, sigur at fólk lótu stak væla at: Framúr og gásarhold.
Leygarkvøldið 7. nov.
Musikklørarafelagið hevur ársveitslu í Kaffihúsinum.
Vit vóru hampiliga vælmannaðir, tá vit trinu um gátt í Kaffifúsininum beint fyri kl. 8 á kvøldi.
Jón Festirstein, sum eisini hesuferð var í veitslu, introdiseraði kórið og greiddi millum annað frá. at hann sjálvur var tikin á bóli, tá kórið fyri fleiri árum síðani – og tá undir leiðslu av Bjarna Restorff – sang á júst somu veitslu. Endin varð, at hann endaði uppi í hópinum, og hygg nú!
● Jarðareyga
● Ódn
● Hálvi
● Side by side,
Jón lat aftaná væl at, at veitslufólkið frøddust um tað, tey hoyrdu.
