Skip to content

Tiltøk 2020 –

2020

1. februar 2020

Leygardagin ella rættari leygarkvøldið tann 1. februar vóru vit við í tiltakinum “Vetrarljós”, sum var um allan býin meginpartin av leygardagnum. Um hálvan januar ringdi Gudmund Mortensen, organisturin í Havnar kirkju, og spurdu, um vit kundu syngja til “Vetrarljós”, tí hann hevði fingið eitt avboð, – tað søgdu vit beinanvegin “ja” til! Frammanundan, fyri einum hálvum ári síðani, spurdu arrangørarnir, um vit kundu syngja til “Vetrarljós” uppi í svimjihylinum, og tað tugdu vit so eitt sindur uppá og takkaðu “nei”, tí akkustikkurin er so vánaligur í svimjihylinum, og skuldu allir 50-60 mennirnir syngja í svimjibuksum, so hevði tað ikki verið nøkur tespilig sjón! Ná,men vit sluppu so ístaðin at syngja í Havnar kirkju klokkan 22:00, og tað var eitt hugnaligt og deiligt kvøld. Peter H. Niclasen hevði lagt skránna, ið vit dugdu rímiliga væl: Kyrie, Boðar tú, Nú hnígur sól, Were you there, I østen, Føroyar mítt land, Dimmið, Mjørkin kemur, Ísland øgrum skorði, Kom du ljuva og eykanummarið var sjálvandi Side by side. Har var hugaligt at syngja, tí nógv fólk møttu, bara spell, at ikki pláss var fyri øllum. Klokkan 22.45 var liðugt og fjøldin kundi fara víðari til næsta tiltak í býnum! Vit vóru: Jógvan Elias, Egon, Helgi, Birgir, Peter, Tór Verland og Oskar. Bárður, Áki, Magnus, David, Helgi J., Sveinur, Viggo, Kári J. og Jørgin Pauli. Jón, Elias, Martin, Christian K., Stein, Jófinn og Suni R. Petur n., Brynjálvur, Hugo, Jóhan Petur, Christian A. Martin Andreas, Kaj, Peter Gram og Rói Ein góð løta og eitt deiligt kvøld!

15. februar 2020

Leygardagin 15. februar kl 18:30 møttu so nógvir mans, sum kundu, á parkeringplássinum við HB-húsinum í Gundadali, har ein bussur (við Johnny sum sjafør) frá “Mouritsen Bussar” bíðaði eftir okkum, tí vit skuldu niðan á Hotel Føroyar at syngja klokkan 19:10. Á Hotel Føroyum var Galladøgurði til frama fyri krabbamein rakt børn í Føroyum. Tiltakið var skipað á tann hátt, at Juice producenturin Rynkeby, sum í staðin fyri at brúka pening til vanligar reklamur, brúkar peningin til krabbarakt børn, og á henda hátt sláa teir “tvær flugur við eitt smekk”, tí miðlaheimurin fylgir Rynkeby óansæð hvat, í jagstranini eftir tíðindum, og í hesum føri skipaðu teir fyri einum Galladøgurða uppi á Hotellinum við vælkomsti, forrætti, høvuðsrætti, dessert og kaffe. Umframt var ein ørgrynna av undirhaldi. Peningurin, sum inn kom, fór allir óskerdir til børn við krabbameini. Tað var í hesum samahangi at vit sungu fýra tríggjar í forhøllini, tá gestirnir høvdu fingið ein vælkomstdrink: Ódn, I got Shoes, og Kom drekkið vínreyða skál. Tað eydnaðist væl og eg haldi, at fólk vóru glað. Síðani fóru vit til Havnar aftur við bussinum hjá “Mouritsen Bussar” og direkta í okkara árliga veitslu, sum Oskar Eiriksson, Hanus Højgaard og Peter Øster “in absentia” so fyrimyndarliga skipaðu fyri.

29. februar 2020

Leygardagin 29. februar kl 20:30 sungu vit í “Silo” á Vestaru Bryggju, har Tummas Hanus Dam helt sín 70 ára føðingardag fyri vinum og kenningum. Tað var Petur (øl) Petersen, sum hevði biðið okkum um at syngja fyri Tummas Hanus, og tað gjørdu vit so. Vit møttu ein hálvan tíma fyrr í kantinuni hjá “MEST”, har vit hitaðu upp og sungu sangirnar, sum vit skuldu syngja fyri Tummas Hanus: “Ódn”, “I got Shoes”, “Eg minnist úr gomlum søgum” og sjálvandi sungu vit til seinast “Side by side”. Tað gekk ikki so galið, men har var sera tungt at syngja, tí 2. bassarnir og 1. tenorarnir líkasum stóðu undir balkonuni. Men líkamikið Petur Øl, sum var við í ballinum segði at fólk lótu væl at, so tað man hava verið á góðari leið. Uppmøtingin var serstakliga góð, tí har vóru møttir ikki færri enn 35 mans. Samanumtikið var tað sera flott, nú ódnarveðrið leikaði í um alt landið, við ódnarmegi.

4. mars 2020

Mikudagin 4. mars kl 20:30 vit í einari føstuguðstænastu í Hoyvíkar Kirkju. Tað var Theodor Olsen, sum ringdi, dagin fyri, og spurdi um í kundu samla nakrar mans, tí leiðarin hjá Kristiliga Sangkórinum, Sámal Matras Kristiansen fekk forfall. Vit samlaðu nakrar fáar mans saman í ein fart, og søgdu “ja”. Inga Dam helt føstuguðstænastuna, og vit sungu tveir sangir: “Boðar tú til allar tjóðir” og “Where you there, when they crucified my Lord”. Sangirnar sum vit sungu eftir prædikuna gingu bara heilt væl, Kári Bæk tók tann fyrra og eg tók tann seinna. Sangararnir vóru: Egon Hansen, Suni Christiansen, Helgi Nielsen, Jógvan Elias Winther poulsen og Hanus Højgaard. Høgni Reistrup. Áki Davidsen og Terji Nielsen. Jákup D. Wardum, Elias Simonsen, Sjúrður Johansen og Nicolai Mohr Balle. Hanus Joensen, Sjúrður Norðbúð, Petur Petersen, Kári Bæk, Hákun Steingrímsson og Bjarni Restorff

29. mars 2020

Sunnudagin 29. mars kl 10:00 møttust 4 mans heima hjá mær, Bjarna Restorff, fyri at hita upp og syngja nakrar sangir, tí vit skuldu niðan til Mogens Wraae og konuna at syngja fyri teimum, tí tey høvdu krúndiamantbrúdlupp. »Birgir Sondum ringdi til mín fyrradagin (altíð í góðari tíð) um hálvgun níggju tíðina um kvøldi og spurdi um Manskórið kundi syngjað fyri Mogens Wraae og konuni Ásu, tí tey høvdu krúndiamantbrúdleyp sunnusdagin. Eg segði, at tað fór nokk at blíva eitt sindur trupult í hesum corona-tíðum. Men tó so hugsaði eg, at eg fyri nøkrum vikum síðani, sang fyri grannunum hjá hjá mær, Børga og Henny Egholm, tá tey høvdu jarnbrúdleyp. Tá vóru vit eg, Peter H. Niclasen (sum eisini var granni) og so fekk eg lokkað Kenneth Samuelsen og Høgna Mikkelsen við. Eg segði við Birgir Sondum, at tað kanska var ein møguleiki, og soleiðis bleiv tað: Vit møttu hjá mær í dag klokkan 10:00 (summartíð) og hitaðu upp, so koyrdu vit niðan til Mogens og Ásu Wraae og sungu tríggjar sangir fyri teimum. Vit fýra stóðu uttan fyri og sungu. Umframt “vit” stóðu eisini fimm familjulimir og Birgir Sondum uttanfyri og lurtaðu. Tíggju fólk uttanfyri og tvey innandura, so tilmælið bleiv fylgt! Sangurin gekk bara heilt væl og sonur Mogens, Andre, gav Kenneth Samulsen nøkur oyru til kórið, eg veit ikki hvussu nógv, men eg segði í hvussu so er “takk fyri”!!! Eg má siga, undarligt! Kaffe, champagna, kransakøkur, Mozart kúlur og alt gott uttanfyri, sum í einum íshúsi. Ja, sjálvt brennandi kaffe bleiv skjótt kalt.

29. mai 2020

Fríggjadagin 29. mai kl 19:00 møttust nakrir mans heima hjá Bjarna Restorff fyri at hita upp og syngja nakrar sangir, tí vit skuldu syngja til tvey tiltøk. Við í sanghópinum vóru Helgi Nielsen, Jón Festirstein og Peter H. Niclasen. Áki Davidsen og Magnus Hansen. Kenneth Samuelsen og Elias Simonsen. Christian Andreasen, Brynjálvur I Johansen og Bjarni Restorff. Vit øvaðu Dimmið, Dýrd á vík og vág og lat meg siga góða og tað gjørdu vit so inntil vit skuldu av stað klokkan 20:00. Fyrsta uppgávan var at syngja fyri Helga Joensen, sum, eftir nógv ár í Balslev, gavst. Samkoma var í Havndverksmeistarafelagnum. har vit sungu fyrrnevdu sangir. Síðani fótu vit út á parkeringøkið á Boðanesheiminum har vit sungu fyri “svigermor”, sum fylti 90 ár. Tað gekk vist heilt væl í báðum støðum!

13. juni 2020

Leygardagin 13. juni kl 19:30 møttust 12 mans heima hjá Bjarna Restorff fyri at hita upp og syngja nakrar sangir, tí vit skuldu út í býin at syngja til tveir føðingardagar Við í sanghópinum vóru Egon Hansen, Jón Festirstein og Peter H. Niclasen. Áki Davidsen og Høgni Mikkelsen. Jákup D. Wardum, Jónfinn Petursson og Elias Simonsen. Christian Andreasen, Brynjálvur I Johansen. Kári Bæk og Bjarni Restorff. Kári Bæk helt, at vit skuldu øva Dimmið, Dýrd á vík og vág, lat meg siga góða og Side by side, og tað gjørdu vit so inntil vit skuldu av stað. Fyrsta uppgávan var at syngja ftil ein 60 ára føðingardag hjá Hans Petur Hansen úti á Fugloyarvegi klokkan 20:30. Vit fóru inn gjøgnum Dalatún og víðari soleiðis sum konan Barbara Samuelsen hevði sagt. Vit stillaðu upp í køkinum og sungu fyrr nevndu sangir. Kári Bæk dirigeraði tveir teir fyrstu, Jón Festirstein dirigeraði tann triðja, meðan eg ornaði tann síðsta. Eg haldi at tað swingaði og fólk vóru glað! Síðani koyrdu vit niðan í Sivjugøtu í Hoyvík og sungu teir somu sangirnar fyri konu Jógvan Elias Winther Poulsen, sum helt sín 50 ára føðingar dag fyri vinum og kenningum. Tað riggaði bara heilt væ! klokkan 21:30 vóru vit heima aftur.

26. juni 2020

Fríggjadagin 26. juni kl 11:00 møttust so nógvir mans, sum kundu, í Vesturkirkjuni. Orsøkin var, at Per Højgaard, journalistur, doyði, og jarðarferðin varð úr Vesturkirkjuni. Ynski var at fáa okkum, at syngja onkran sang hjá Evert Taube og tað bleiv “Nocturne”, sum byrjar við orðunum “Sov på min arm”. Kári Bæk ornaði fyri: venjing á Argjum kvøldið fyri, upphiting fríggjamorgun við tíggjutíðina, felagssangur og kórsangur í Vesturkirkjuni, – alt gekk sum tað skuldi. Vit sungu sjálvandi á grøvini eisini, og tað gekk eisini væl.

4. juli 2020

2019/20 gjørdist eitt heilt serligt sangár fyri Tórshavnar Manskór. Í staðin fyri at hava eina várkonsert fór Tórshavnar Manskór á eitt “roadtrip”, sum vit hava valt at kalla tað, og konsertirnar vóru allar uttandura. Roadtrippið varð leygardagin 4. juli. Vit byrjaðu leygarmorgunin klokkan 11:15 á Boðanesheiminum har ein lítil bólkur sang nakrar sangir fyri búfólkunum og Kemm Poulsen, sum hevði gjørt ein sang »Árstíðirnar«. Palle Hansen gjørdi lag til sangin, sum vit , umframt aðrar sangir, eisini sungu. Klokkan 14:00 fóru vit í tveir bussar hjá MB og kórið steðgaði í trimum støðum. 1) Í Norðragøtu, har Tróndardagur blivu hildnir í gamla býlinginum. Vit sungu klokkan 15.30 í oysandi regni, men tað gekk. 2) Síðani gekk leiðin til Fuglafjarðar, har varmakelda var, har sungu vit klokkan 17:00. Meiningin var at syngja úti, men heldigvís sluppu vit inn í Mentanarhúsið at syngja. 3) Síðani gekk leiðin til Klaksvíkar, har vit, um 18:15 tíðina, sungu á Norðoya Røktarheimi og á Sambýlinum undir Heygnum. Meiningin var eisini, at syngja uttandura við húsið hjá Nólsoyar Páll, men tað pissaði niður og fótbóltur var, so vit droppaðu tað. Í staðin fingu vit eina stutta frágreiðing frá Archibald Black um projektið hjá honum viðvíkjandi Nólsoyar Páll og hansara fornminnir, so tað var ikki so galið! Klokkan 19:30 fingu vit okkurt til matna í Bowlinhøllini í Lorvík áðrenn vit fóru til Havnar. Ein vátur, men góður túrur!

27. juli 2020

Mánadagin 27. juli kl 12:00 møttust so nógvir mans, sum kundu, í Havnar kirkju. Orsøkin var, at Bussførarin hjá okkum í nógv ár, Mogens Wraae, doyði og jarðarferðin varð úr Havnar kirkju. Ynski var at fáa okkum, at syngja sangin “Blomstre som en rosengård” til jarðarferðina og tað gjørdu vit so. Sangurin var ikki tøkur fyri manskór, men longu fríggjadagin fór eg í holt við at arrangera hann, og hann var liðugur sunnumorgun um fýra tíðina. Mennirnir øvaðu sangin á Argjum klokkan fimm seinnapartin sunnudagin, men tá vóru ikki nógvir møttir, so vit øvaðu aftur klokkan 10:30 í kirkjuhúsinum áðrenn vit fóru inn í kirkjuna at syngja sangin. Sangurin var nakað ferskur, men tað gekk OK. Síðani fóru nakrir av okkum út at hjálpa til við sanginum á grøvuni. Prestur var Bergur D. Joensen, og ervið var á Hvonn. Eg vóni at familjan var nøgd við arrangementið, tí eg hevði í hvussu so er gjørt mær ómak, har millum annað Peter H. Niclasen Sang solo í báðum teim fystu versunum.

6. des. 2020

Jólakonsert í Vesturkirkjuni saman við Elin Heinesen
https://www.youtube.com/watch?v=A1yvWf5P5NI

2021

Leygardagin 8. Mars 2021:
Sungu vit til tiltakið hjá Rynkeby, sum í ár bleiv hildi upp i í nýggja Hotellinum Hilton. Tað hevur annars verið hildi á Hotel Føroyum ølll árini, men ssíðani corona kom, hevur næsta einki verið sum tað skal. Vit møttu upp klokkan 18:30 í bygninginum, sum Dimmalætting lat byggja, har Sansir í dag heldur til. Vit sluppu inn har, tí Tór Verland Johansen rekur virkið. Vit hitaðu upp og sungu sangirnar. Kári Bæk tók Føroyar mítt land og Jarðareyga, Jón Festirstein tók Tu alfvu vorrar yngsta land, meðan eg tók Boðar tú og Side by side. Klokkan 19:05 stóðu vit á trappuni inni í Hotel Hilton har vit síðani sungu sangirnar.
Klangurin var sera harður á trappuplattinum, kanska hevði verið betri at staði longur niðri í trappuni!?
Klokkan 19:20 vóru vit leysir, og teir 212 gestirnir kundu fara til borðs. Vit vóru rímuliga væl mannaðir:
Helgi, Jógvan Elias, Emil, Hanus, Peter, Jón og Tór Verland á 1. tenor. Viggo, Áki, Høgni Mikkelsen, Jørgin og Líggjas á 2.tenor. Suni, Stein og Elias á 1 bass.Kaj, Mads, Brynjálvur, Eirikur, Peter Gram og Petur Nielsen á 2. bass.

Hósdagin 6. mai 2021:
Sungu vit uttanfyri hjá Mads A. Winther í sambandi við hansara 75 ára føðingardag.

Hósdagin 29. apríl 2021.
Sungu vit á Landsverk fyri Ole Jensen .

Fríggjadagin 23. apríl 2021.Sungu vit í Klubbanum.

Mánadagin 19. apríl 2021.
Tóku vit upp í høllini í Tórshavnar Musikkskúla. Elin Brimheim Heinesen spurdu okkum í heyst um vit kundu syngja við á einum sangi, sum hon hevði fingið innspælt av symfoniorkestrinum í Prag. Enzo de Rosa hevði lagt til rættis. Sjálvandi vildu vit tað. Vit møttu klokkan 20:00 og Finnur Hansen tók upp í 3 1/2 tímar, – næstan út í eitt. Sangurin riggaði væl. Vit brúktu okkara mikrofonir og Finnur brúkt fyri tað mesta síni egnu amboð.

Páskadag 4. apríl 2021.
Sungu vit í Havnar kirkju til páskguðstænastuna klokkan 11:00. Vit Høvdu frá Gudmund fingið ein heilan manual, hvussu farast skuldi fram, og hvørjar sálmar vit skuldu syngja og versiklar og alt møguligt. Sálmarnir vóru einki serliga væl valdir og tí máttu vit øva teir. Vit Møttu í kirkjuni klokkan 10:00 har vit tóku alt í gjøgnum, síðani fóru vit oman í Bátafelagið at syngja og øva okkara sangir: Páskamorgun og Kyrie.

Mánadagin 31. mai 2021.
Sungu vit uppi á Traðarvegnum, klokkan eitt sindur yvir 7 um morgunin, fyri Petur Nielsen og Eriku, tí tey høvdu silvurbrúdleypsdag. Vit sungu tríggjar fittar sangir og eftir tað fingu vit morgunmat við øllum lekrum uttanfyri.

Leygardagin 19.juni 2021
Klokkan 17:00 høvdu vit konsert uppi í Hoyvíkar kirkju. Konsertin var á heilt góðari leið, og fólk vóru væl nøgd. Men tað var ikki uttan avbjóðingar, sum tað so pent eitur, tí vit skuldu upprunaliga hava konsertina 11. juni í konsertsalinum á Musikkskúlanum í Havn, men av tí at har eru ávísar avbkjóðingar, sum tað so pent eitur, so blivu vit tveittir út beint áðrenn konsertina tí konsertsalurin skuldi reparerast!!
Vit fingu í staðin Hoyvíkar kirkju til 11. juni, men so hendi tað, at corona aftur fór at gera um seg ,so tað bleiv eisini avlýst!! Konsertin bleiv síðani flutt til 19. juni, og tað gekk bara heilt væl, sjálvt um fleiri mans ikki kundu møta av ymsum grundum: feria, arbeiði, føðingardagur, studentarveitslu og annað. So við eitt sindur skerdum manskóri og fýra dirigentum gjøgnumførdu vit eina rímuliga góða konsert. Kári Bæk dirigeraði einar fimm sangir, Bjarni Restorff dirigeraði fýra sangum, Jón Festirstein dirigeraði tveimum sangum og Hanus Joensen dirigeraði einum. Nakrir solistar vóru við: Høgni Reistrup sang solo í ”Søknuður” og Peter Hentze Niclasen sang solo í My Song, meðan ein kvartett við Óskar Eiriksson, Líggjas Høgnesen, Kenneth Samuelsen og Jan Arge sungu í ”Gute Nacht”.

Mánadagin 21. juni 2021.

Sungu vit enn einaferð til Summarsólstøður hjá Tórshavnar Kommunu í Sandágerði. Jákup Simonsen var toastmastari og hann valdi tríggjar sangir áðrenn taluna og tríggjar sangir eftir taluna. Skótarnir høvdu sum vant bál á sandinum og útsølu av kakao. Jens Marni sang nakrar sangir um níggju tíðina.

Hósdagin 8. juli 2021.
Sungu teir sum kundu í Kirkjubømúrinum, og tað ljóðaði væl. Tað var kona Sigmund Olsen, sum býr á Støðni á Velbastað, sum fylti hálvthundrað ár. Tiltakið var sum so í Stokkastovuni, har Jóannes Patursson var vertur, hjá teimum innbodnu. Av tí at veðrið var av tí allarbesta var av gjørt at syngja í Kirkjubømúrinum, og tað var kanska ikki so býtt! Vit sungu fýra sangir fyri selskapinum, og eg haldi, at tey vóru væl nøgd.

Fríggjadagin 30. juli 2021.
Sungu vit í Hósvíkar kirkju til jarðarferðina hjá Trúgva Hansen, sum bráddliga doyði sunnumorgunin 25. juli. Hann sang við manskórinum í fleiri ár inntil hann gavst vegna sjúku. Hann var so seint sum 19. juni til konsertina, sum vit høvdu í Hoyvíkar kirkju, har sonurin Janus Trúgvason sang við og eisini sang tvær soloir, sum pápin, Trúgvi, var stoltur av. Trúgvi fór úr Hósvíkar kirkju klokkan 14:00 og vit vóru væl mannaðir: Helgi Nielsen, Suni Christiansen, Tór Verland Johansen, Bent Tommy Linklet, Peter H. Niclasen og Jón Festirstein. Áki Davidsen, Høgni Mikkelsen, Sveinur Tróndarson og Viggo A. Hansen. Christian Kruse, Elias Simonsen, Jón Kragesten, Peter Østergaard, Stein Fossá og Jónfinn Petursson. Mads A. Winther, Brynjálvur I. Johansen, Sjúrður Norðbúð, Petur Nielsen, Hanus Joensen, Petur Petersen og Christian F. Andreasen. Vit sungu ein sang, sum inniheldur alt um lívið, tað varð »Jeg vil mig Herren love« og hann gekk væl! Peter H. Niclasen sang soloina. Til Jarðarferðina var Emil Olsen prestur og hann annonceraði okkum virðiliga!

Mánadagin 2.august 2021.
Sungu vit enn einaferð til eina jarðarferð! Hesaferð var tað Eivind Warberg, sum eisini doyði sunnumorgunin 25. juli, sum fór til gravar úr Vesturkirkjuni klokkan 13:00. Sjálvur var eg biðin um at spæla nøkur hóskandi klaverstykkir, tá fólk komu inn í kirkjuna, so tað gjørdi eg. Umframt luttók manskórið til jarðarferðina við einum sangi eftir fyrsta sálm, ”Jeg vil mig Herren love”, har Peter H. Niclasen sang solo. Sangurin gekk væl. Umframt so stuðlaðu vit felagssanginum í kirkjuni og síðani sungu vit fyri úti á grøvini. Nevnast skal, at Tróndur Bogason Hansen og Eivør eisini luttóku við einum sangi. Manskórið var væl mannað: Tór Verland Johansen, Peter H. Niclasen, Egon Hansen, Eivind Emil Joensen, Jógvan Elias Winther Poulsen og Jón Festirstein. Áki Davidsen, Høgni Mikkelsen, Sveinur Tróndarson og Viggo A. Hansen. Christian Kruse, Elias Simonsen, Jón Kragesten, Peter Østergaard og Sune Rasmusen. Brynjálvur I. Johansen, Sjúrður Norðbúð, Petur nielsen, Hanus Joensen, Hákun Steingrímsson, Jan Arge Jacobsen, Kaj Kallsberg, Peter Gram og Christian F. Andreasen.

Fríggjadagin 13. august 2021.
Sungu vit í múrinum í Kirkjubø. Tað var Christian Andreasen, sum spurdi mikudagin um vit kundu syngja fyri luttakarunum á eini norðurlendskari ráðstevnu fyri venjarar og spælaramennarar, sum FSF skipaði fyri. Luttakararnir eisini hava okkurt gott til matna frá Jóannes Patursson í Stokkastovuni. Vit fyngu mannað eitt so mikið gott lið, at eg hevði hug at royna ”Jeg vil mig…” í einari katólskari kirkjuruin.
Vit sungu sangirnar: ”Boðar tú til allar tjóðir”, ”Jeg vil mig Herren love”, ”Kom du ljuva”, ”þu alfvu vorrar yngsta land” og út eftir gólvinum sungu vit ”Side by side”. Peter H. Niclasen sang solo í ”Jeg vil mig Herren love” meðan Jón Festirstein dirigeraði ”þú alfvu vorrar yngsta land”. Vit møttu á
Advokatstovuni á Frúutrøð klokkan 18:30 har vit sungu sangirnar og hitaðu upp. Meiningin var at syngja klokkan 19:30. Vit vóru til tíðina, men tíverri var tiltakið forsinka í nærum trý korter. Eg var ikki heima aftur klokkan 20:30, men eftir fylgjandi segði Christian Andreasen, at :»Hatta var framúr, tit komu við.
Ljóðaði ómetaliga væl og onkur bleiv so rørdur, at hann fór at tára. Hatta var krúnan á verkinum«. Teir sum sungu við vóru: Poul Müller, Peter H. Niclasen Jón Festirstein, Óskar Eiriksson og Egon Hansen. Sveinur Tróndarson, Áki Davisen og Magnus Hansen. Stein Fossá, Georg Egholm, Elias Simonsen, Óla Jákup Tvørfoss og Peter Østergaard. Mads Winther, Petur Nielsen, Peter Gram, Hanus Joensen, Christian Andreasen og Kaj Kallsberg.

Leygardagin 21. august 2021.
Sungu vit á Hotellinum Hilton, sum Atlantic Airways lat byggja. Tað var André Johannesen úr Lorvík, sum fyri langari tíð síðani spurdi, um Manskórið kundi syngja fyri honum, konuni og vinfólki nú hálvtrýss ár eru liðin síðani hann og konan blivu gift. Helgi Nielsen sendi eina umbøn til mennirnar, og
tað vísti seg at verða undirtøka. Vit møttust á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til eina stutta venjing klokkan 19:15 og síðani fóru vit yvir á Hilton har vit sungu á leið klokkan 20:15. Vit sungu ”Boðar tú til allar tjóðir”, ”Føroyar mítt land”, ”Jeg vil mig Herren love” og síðst ”Side by side”. Eg má siga, at við øllum teim ládnu teppunum í veitsluhølunum hjá Hilton, sungu menninir einastandandi væl, man føldi at mennirnir dugdu sangirnar væl. ”jeg vil mig Herren love” er ikki nakar veitslusangur, men André vildi hava hann, og tað fekk hann. Solistar vóru í fyrstu strofu Janus Trúgvason, í aðru strofu Peter H. Niclasen og so sungu teir saman í tríðju og fjórðu strofu, tað riggaði sera væl!!! Teir sum sungu fyri gullbrúðarparinum André og Anny Johannesen vóru: Poul Müller, Peter H. Niclasen, Moutitz Mohr, Óskar Eiriksson, Hanus Højgaard, Jógvan Elias Winther Poulsen og Egon Hansen. Sveinur Tróndarson, Áki Davisen, Bárður í Baiastovu og Viggo A. Hansen. Jákup Wardum, Janus Trúgvason, Georg Egholm, Elias Simonsen, Peter Østergaard, Jófinn Petrsson, Ole Jensen og Peter Østergaard. Mads A. Winther, Brynjálvur I. Johansen, Peter Gram, Christian Andreasen og Sjúrður Norðbúð. Tó møttu fimm, sum høvdu teknað seg ikki upp, men tað gekk álíkavæl væl!!

Friggjadagur 10. september 2021.
Sungu vit í Havnar Kirkju í samband við mentunarnáttina, sum skuldi verða fyrr í ár, men sum útsett vegna corona. Í Havnar kirkju vóru tiltøk klokkan 19.30, 20:30, 21:30 og klokkan 20:30. Tiltøkini vóru skipaði soleiðis, nú Arnes Minde blívur umvælt, at ein hálvur tími varð til uppseting og upphiting, og
síðani varð framførslan. Hjá okkum var uppmøtingin góð og vit høvdu avgjørt at symngja 9 sangir: ”Østerlensvisan”, ”Wanderes Nachtlied”, ”Die Nacht”, ”Jeg vil mig Herren love”, ”Deo Gloria”, ”Thu Alfvu vorrar yngsta land”, ”My Song”, ”Søknuður” og ”Boðar tú….” Tað sum undraði meg var, at Kirkjan var stúgvandi full, men tað var deiligt at hon var tað, og eg haldi at vit sungu ikki so galið. Jón Festirstein dirigeraði tveimum sangum, Kári Bæk dirigeraði fýra sangum og Bjarni Restorff dirigeraði trimum sangum. Solistar vótu fleiri: Peter H. Niclasen, Janus Trúgvason, Høgni Sigrunnarson Reistrup og Bjarni spældi klaver. Alt í alt, eitt gott kvøld!

Leygardagur 11. september 2021.
Sungu vit í Vesturkirkjuni til jarðarferðina hjá Sten Balle. Tað var okkara sangari Nicolai Balle. sonur Sten Balle, sum spurdi um vit kundu syngja ”I østen stiger solen op” og tað gjørdu vit so eftir sálmin ”Eg skar mítt navn”. Bæði kórsangurin, felagssanginir og sangurin úti á grøvini gekk væl. Og forrestin, jarðarferðin var klokkan 13:00 og prestur var Heri Joensen.

Sunnudagin 26. september 2021.
Sungu vit á Eystaru bryggju har ”Faroe Ship” heldur til. Meinigin var upprunaliga, at vit skuldu syngja klokkan 14:00 á sjálvari bryggjuni, men av tí at veðrið var so vánalig bleiv tað útsett til klokkan 19:30 í einum av pakkhúsunum hjá ”Faroe Ship”. Vit skuldu syngja har tí skipið hjá teimum, Brúðafossur, skuldi doypast. Vegna corona bleiv tað doypt eitt ár for seint. Stjórin á Faroe ship, Bogi Nielsen bað okkum koma at syngja tríggjar sangir, og tað gjørdu vit: ”Føroyar mítt land”, ”Thu alfvu vorrar yngsta land” og ”Boðar tú til allar tjóðir”. Eftir eina stutta talu frá Boga sungu vit, og tað var sera deiligt at syngja har. Manningin var góð einir 32 mans høvdu teknað seg.

Fríggjadagur 1. oktober 2021.
Møttu fleiri okkara á Frúutrøð, har vit hitaðu upp og sungu nakrar sangir áðrenn vit klokkan 20:15 skuldu syngja í gomlu politistøðini í Jónas Broncksgøtu. Tað var Heðin Thomsen og konan, sum hildu ávikavist 70 og 60 ára føðingardag fyri vinum og kenningum. Bindiklubburin hjá konuni hevði biðið okkum um at syngja Jarðareygað hjá Kára Bæk, Kom du Ljuva, Kom drekki vínreyða skál og Side by side fyri gestunum og føðingardagsbørnunum, og tað gjørdu vit so. Tað riggaði bara heilt væl sjálvt um man stendur nokk so illa. Heðin og konan reistu seg upp við vínglasinum hægst, smíltust, takkaði og vóru glað fyri okkara sang, so tað má absolutt hava verið á góðari leið. Vit vóru: Peter H Niclasen, Helgi Nielsen, Oskar Eiriksson og Egon Hansen. Sveinur Tróndarson, Áki Davidsen, Bárður í Baianstovu, Kári Justinussen og Jørgin Pauli Johannesen. Jón Kragesteen, Elias Simonsen, Jónfinn Petursson og Stein Fossá. Petur Petersen, Mads Winther, Kaj Kallsberg og Brynjálvur I. Johansen.

Leygardagur 2. oktober 2021.
Møttu fleiri okkara á Frúutrøð, har vit hitaðu upp og sungu nakrar sangir áðrenn vit klokkan 20:00 skuldu syngja í gomlu saltsiloina á Vestarabryggju. Tað var Heðin Thomsen og konan, sum hildu ávikavist 70 og 60 ára føðingardag fyri vinum og kenningum. Bindiklubburin hjá konuni hevði biðið okkum um at syngja Jarðareygað hjá Kára Bæk, Kom du Ljuva, Kom drekki vínreyða skál og Side by side fyri gestunum og
føðingardagsbørnunum, og tað gjørdu vit so. Tað riggaði bara heilt væl sjálvt um man stendur nokk so illa. Heðin og konan reistu seg upp við vínglasinum hægst, smíltust, takkaði og vóru glað fyri okkara sang, so tað má absolutt hava verið á góðari leið. Vit vóru: Peter H Niclasen, Jógvan Elias Winther Poulsen, Hanus Højgaard, Oskar Eiriksson og Egon Hansen. Sveinur Tróndarson, Áki Davidsen, Bárður í Baianstovu, Kári Justinussen og Jørgin Pauli Johannesen. Jón Kragesteen, Jákup Dahl Wardum, Elias Simonsen, Jónfinn Petursson og Stein Fossá. Petur Petersen, Mads Winther, Kaj Kallsberg og Brynjálvur I. Johansen.

Leygardagur 16. oktober 2021.
Sungu vit á Parnassinum á Hotel Hafnia til eitt brúdleyp, sum hevði verið fyrr um dagin uppi í Lívdini. Tað var sonur Christian Andreasen, Ragnar, sum bleiv giftur við Solveig. Christian Andreasen spurdi um vit kundu syngja tveir sangir ”Boðar tú til……” og ”I østen stiger solen op” og tað gjørdu vit so. Sangararnir vorðu 12 í tali: 4 fyrstu tenorar (Peter H. Niclasen, Jógvan Elias Winther Poulsen, Jón Festirstein og Eivind Emil Joense), 2 aðru tenorar (Magnus Hansen og Áki Davidsen), 2 fyrstu bassar (Kenneth Samuelsen og Jónfinn Petursson) og 4 aðru bassar (Bjarni Restorff, Mads Winther Christian Andreasen og Sjúrður Norðbúð). Sangurin gekk sera væl tá vit sungu fyri teim innbodnu gestunum. Vit møttu ein hálvan tíma áðren fyri at hita upp, uppi á ”Loftinum” á Hotel Hafnia.

Sunnujdagur 17. oktober 2021.
Klokkan 14:00 fór bussur úr Havn norður til Eiðis kirkju, har vit klokkan 14:00 skuldu hava eina lítla konsert uppá ein hálvan tíma, men tað bleiv tó munandi longri enn tað. Dirigentar á túrinum vóru Kári Bæk og Bjarni Restorff, sum høvdu hvør sína helvt av skránni. Skráin var henda Enn minnist meg tey høgu fjøll, Summarkvøld, Østerlensvisa, Jeg vil mig Herren love, Regin Smiður, Die Nacht, Wanderers Nachtlied, Thu álfvu vorrar yngsta land, Dimmið og Boðar tú til allar tjóðir. Solistar vóru Janus Trúgvason og Peter H. Niclasen. Kirkjan var ser, sera góð at syngja í og speglaðist aftur við tað at menninir sungu sera væl, so tað var faktiskt eitt satt fornøjilsi at hoyra teir, og eg haldi, at eiðisfólk eisin
vóru væl nøgd. Eftir konsertina fingu vit kaffe, te og kakur í langum banum áðrenn MB-Bussar við Magna Mouritsen kom eftir okkum aftur. Ein góður dagur!

Fríggjadagin 22. oktober 2021.
Sungu vit til jarðarferð hjá verpápa mínum, Jóhan Petur Johansen, sum brádliga andaðist týsdagin 19. oktober. Vit sungu við í felagssálmunum í kirkjuni og eftir fyrsta sálmin sungu vit ”Boðar tú til allar tjóðir”, sum kmanskór. Tað gekk heilt væl, og vit vóru sera væl mannaðir einir 30 mans møttu í kirkjuni. Fleiri av okkum fóru við út á grøvina, har vit eisini sungu fyri. Veðrið var av tí allar besta. Prestur var Uni Næs, meðan Gudmund Mortensen var organistur í kirkjuni.

Leygardagin 30. oktober 2021.
Sangbólkurin, sum Jákup Wardum vandi næstseinasta vár (vegna corona) sang henda dagin niðri í gomlu politistøðini í Jónas Broncksgøtu, sum nú blívur kallað fyri »Broncks«. Tað var Mamma Jákup Wardum, Edith Dahl, sum hevði rundan føðingardag og í tí sambandi hevði hon bjóða vinum og kenningum oman í Broncks í veitslu. Bólkurin, undir leiðslu av Jákupi hitaði fyrst upp í gamla skúlanum á Frúutrøð og síðani
gingu teir oman í Broncks har teir sungu nakrar sangir fyri Edith og gestunum. Hvat teir sungu minnist eg ikki, men man tað ikki vera okkurt hjá Billy Joel. So vítt eg veit gekk tað sera væl.

Týsdagin 30. november 2021.
Sungu vit uppi á Láarvegnum hjá Hugo Samuelsen. Hugo helt sín 75 ára føðingardag heima hjá sær sjálvum fyri heilt fáaum fólkum: Har vóru brøðirnir, sum kundu koma, børnini hjá Hugo og Sannu við makum og børnum og kanska onkur annar, kanska eini 17 íalt. Vit sungu bara kendar sangir: »Thu alfvu vorrar yngsta land«, sum hann hevur lært okkum at úttala á íslendskum, »I østen stiger solen op« eftir sum hann er á donskum og til seinast tjóðsangin í Fuglafirði, »Boðar tú til allar tjóðir«. Uppmøtingin var góð , eini 30 mans. Nýggi formaðurin hjá okkum, Petur Nielsen, gav Hugo tvær gávur: eina fløsku Diplomatico og bókina »Norska Løva«, sum Hugo var við til at rættlesa fyrst í árinum.

Leygardagin 11. december 2021.

Sungu vit í Hornahúsunum fyri Wenzel Kamban og frúuni, tá tey hildu sín diamantbrúdleyp fyri vinum og kenningum, men í hesum coronatíðum varð gesralistin reduceraður frá umleið 40 til 27 gestum. Øll skuldu vísa at tey vóru coronafrí! Svigarsonur Wenzel og frú, Helgi Arnthorsson, bað okkum um at syngja ,og tað gjørdu vit so, fyrst ”Boðar tú…”, ”Nú andra….” og síðani ”Dimmið” eftir ynski. Vit vóru bert fáir: Helgi Nielsen, Jógvan Elias Winther Poulsen, Peter H. Niclasen. Bárður í Baianstovu, Høgni Mikkelsen, Elias Simonsen, Jón Kragesteen, Brynjálvur I. Johansen, Sjúrður Norðbúð og Petur Nielsen. Sangurin gekk hamuligt so tað var OK!

2022


Leygardagin 15. januar 2022.
Henda dagin sungu vit í Havnar kirkju klokkan 12:00. Tað var soleiðis, at mikudagin rindgi Uni Næs til mín og spurdi, um vit kundu syngja til jarðarferðina hjá kirkjutænararnum Anfinn Johansen, sum doyði. Eg segði, at Manskórið ikki hevði sungi saman í fleiri mánaðir vegna corona, men eg skuldi prøva at bera umbønina fram tá nevndin, seinni um kvøldið skuldi hava fund úti hjá mær. Tað gjørdi eg so og teir
spurdu mennirnar og har vóru einir 20, sum teknaðu seg. Vit sungu ”Boðar tú ……” uttan upphiting, tí kirkjuhúsið er undir umvæling, og kirkjufólkið møtir so tíðliga, so tað bar snøgt sagt ikki til at hava eina upphiting. Sangurin gekk væl og teir vanligu sangararnir ornaðu sangin uppi á grøvini í Hoyvík.

Mikudagin 2. februar 2022.
Henda dagin sungu vit í Havnar kirkju klokkan 12:00. Tað var soleiðis, at vermóður mín Anna, sum doyði leygardagin skuldi jarðast úr Havnar kirkju. Spurt varð um vit kundu orna sangin og tað gjørdu vit so. 14 mans høvdu sagt ”ja, so vit sungu fyri og enntá tóku vit ein fýra ræddaðan sang eftir sálmin eftir prædukuna. Sangurin gekk væl, – eisini úti á grøvini.

Sunnudagin 27. mars 2022.
Henda dagin sungu vit í Havnar kirkju klokkan 15:00. Tað var soleiðis, at Russland fóru í kríggj móti Ukraina fyri einum góðum mánaði síðan, og kirkjunar høvdu henda dagin stuðulskonsert til frama fyri teimum úr Ukraina, sum bæði hava mist hús og heim. Uni spurdi okkum, um vit kundu syngja tveir sangir og tað gjørdu vit so. Vit byrjaðu konsertina við ”Jeg vil mig Herren love” og síðani sungu vit ”Thakkarbæn” saman við orgli á fyrsta sinni. Gudmund spældi orgul. Báðir sangirnir gingu sera væl, ja, faktisk ordiliga væl. Eftir okkum spældi og sungu millum annað Edith Dahl og Allan, Lív Næs og Tróndur Enni, ein kvartett spældi við hjá Liv og Trónda, og kvartettin spældi eisini okkurt sjálv, onkur felagssálmur, – og mangt annað. Tíverri var ikki fult hús bert 150 fólk høvdu leita sær oman í kirkjuna, men tey, sum komu, hoyrdu góðan musikk og nøkur góð orð!!

Leygardagin 29. apríl 2022.
Kórstevnan sum plagar at verða á hvørjum ári, men sum tó ikki hevur verið í tvey corona-ár, bleiv í ár hildin í Norðurlandahúsinum. Aftur í ár var tað ein kapping har áhoyrarar kundu velja sítt kór, og eit dómarapannel við triðmum damum Andrea Heindriksdóttir, Edith Dahl og Tóra Vestergaard. Hvørjar treytir tær hava fingið at døma út frá, veit eg ikki, men valgið fall á damubólkin Silvitni, Tórshavnar Kamarkór og síðani Tarira. Tað mundi vera eini tólv kór við á kórstevnuni og vit vóru kór nummar 10 á pallin, har vit sungu Ave Maria hjá Biebl við fimm solistum: Janus Trúgvason, Súni Christiansen, Martin A. Kruse, Peter H. Niclasen og Jónfinn Petursson. Okkara sangur gekk væl, men tað býtta var, at mikrofonirnar stóðu aftan fyri solistarnar! Eftir Ave Maria tók Kári Bæk spiritual-sangin »Little Lamb«, hann gekk eisini væl. Konsertin var klokkan 16:00 leygardagin við teim ymsu kórunum og eisini felagskórinum, sum Tóra Vestergaard øvað.

Sunnudagin 1. mai 2022.
Sunnudagin 1. mai bleiv nýggja orglið í Hoyvíkar kirkju vígt og alment tikið í brúk til guðstænastuna. Seinni um kvøldið, klokkan 19:30, varð konsert har Anita Elendersen, Albert ?, Ari Hammer Joensen, sluppa at vísa síni kynstur á orglinum. Umframt var barnakórið á musikkskúlanum við Joannu Johansen og Edith Dahl, Glymur við Hans Olivur Joensen, tórshavnar Manskór við Bjarna og Kára Bæk og til seinast var ein messingkvartett við Ólavi Olsen, Trónda Olsen, Jens Knudsen og Maria ?. Vit sungu fyrst á konsertini Thakkarbæn har Ólavur Jøkladal spældi orgul. Eftir tað sungu vit Ave Maria hjá Biebl (Bjarni), Litle Lamb (Kári Bæk) og Søknuður hjá Viljómsson (Hanus Joensen). Sangirnir gingu stak væl. Síðani stuðlaðu vit Glymur í sangum teirra saman við orglinum ein svenskan sálm, ein føroyskan sálm, og ein norskan sálm saman við messingkvartettini. Eitt sera gott kvøld!

Leygardagin 7. mai 2022.
Sungu vit uppi í Norðurlandahúsinum í tí stóra salinum Tað var ferðastovan Green Gate, sum í Norðurlandahúsinum skipaði fyri einum matartiltaki fyri umleið 250 teldukønum fólkum úr Danmark. Salurin var tikin niður og matarborðini vóru fínt dekkaði upp við øllum møguligum góðum til matna. Har var eisini undirhald av ymsum slag, millum annað skuldu vit syngja 4 sangir í stívasta puss, og tað gjørdu vit so. Eg valdi »Føroyar mítt land«, »I østen stiger solen op« og »Dimmið« og »Side by Side«, men har var so nógvur larmur, at vit máttu syngja »Eg minnist úr gomlum søgum« i staðin fyri »Dimmið«, men sambært Petur Nielsen var Edvard, sum hevði biðið okkum um syngja, væl nøgdur. So tað var bara gott! Uppmøtingin var góð ,einir 6-7 á hvørjari rødd.

Leygardagin 7. mai 2022.
Sungu vit uppi í Dansifrøði har Robert Vilhelmsen og konan Maria hildu kombinerað gullbrúdleyp og 70-ára føðingardag fyri vinum og kenningum. Robert, sum arbeiðir hjá Formula Føroyar, hevur í nógv ár arbeitt fyri Electron og vit vóru ein gáva til gullbrúðarparið. Vit sungu »Dimmið«, »Eg minnist úr gomlum søgum«, »Kom du ljuva« og »Side by Side« Har vóru rættiliga nógv fólk, – men vit fingu so eitt pláss i hjørninum har skráningurin til rullustólarnar er. Tað riggaði bara væl og vónandi vóru tey glað fyri sangin! Uppmøtingin var góð, einir 6-7 á hvørjari rødd.

Leygardagin 21 mai 2022.
Tórshavnar Manskór á konsertferð í SALT á Drelnesi. Leygarkvøldið 21. mai 2022 hevði Tórshavnar Manskór konsert í SALT á Tvøroyri. Við á konsertini, sum var væl vitjað ( um 170-180), vóru eisini Edvard Nyholm Debess og Eyðun Mohr Hansen við tveimum løgum. Frásøgumaður vóru Mouritz Mohr
og Edvard Nyholm Debess. Solistar vóru Janus Trúgvason, Høgni Reistrup, Súni Christiansen, Jónfinn Petursson, Peter H. Niclasen, Martin Andreas Kruse og Mouritz Mohr. Dirigentar vóru Ari Hammer Joensen, Jón Festirstein, Kári Bæk og Bjarni Restorff. Ljóðviðurskiftini vóru nokk so góð – ikki 100%, tí ljóðið var eitt sindur ókonsentrerað í tí stóra og sera flotta rúminum, – kanska burdi man kunna stýrt ljóðinum eitt sindur betri. Ná men, eftir konsertina við ”standandi applaus” fingu vit øll ein betri bita, sum Gutti Winther serveraði okkum, og hann var góður! Forrættur, høvuðsrættur og desert við kaffe. Sjálvandi var okkurt leskilig við. Magnus Magussen var borðstýrari meðan bróðurin Rasmus Magnussen var okkara dansiorkestur. Tað riggaði alt sera væl uttan tað, at brandalarmurin fór í gongd í heilum soleiðis at fleiri fóru í Klubban ella heim. Magnus Hansen líkasum setti tað heila í gongd við ljósmanni og videomanni, so kanska okkurt gott verðu at síggja og hoyra. Ein sera goður dagur!!!

Leygardagin 28. mai 2022.
Burdu vit sungið á Hotel Føroyum har Rynkeby hevði sín árliga galladøgurða til frama fyri sjúk børn, men tað vóru bert 13, ið høvdu teknað seg og so kundu vit sostatt ikki luttaka, – og tað var nakað lort, tí vit hava verið við øll árini! Ná , men eitt plástur á sárið var tað at Magnus Hansen bað okkum syngja fyri Peter Øster og Hallgerð, sum blivu víg í Havnar kirkju klokkan 16:00 Gudmund spældi orgul, Prestur var Uni Næs, og Jógvan Martin Mørk var degnur. Vit vóru 11 mans: Helgi, Jógvan Elias og Peter. Áki og Magnus. Jónfinn, Kenneth og Elias. Bjarni, Kári og Sjúrður. Vit sungu “Til konu mína“ og “Kom du ljuva“, beint eftir vígsluna, og tað ljóðaði væl!

Sunnudagin 5. juni 2022.
Hvítusunnudag høvdu vit eina konsert í Gøtu kirkju. Vit brúktu somu skrá, sum vit høvdu í SALT 21. mai, og tó var Edvard Nyholm Debess og Eyðun Mohr Hansen ikki við, umframt at vit høvdu ongan steðg í konsertini, sum vardi umleið ein tíma og fimm minuttir. Tað var sera lekkurt at syngja í Gøtu kirkju, sum man vera millum bestu konserthøllum í landinum, og sjálvt um kvinnukórið ”Silvitni” hevði konsert í Fuglafirði klokkan 15:00 so møttu um 100 til 150 áhoyrarar upp klokkan 17:00.

Leygardagin 11. juni 2022.
Henda dagin høvdu vit fingið uppgávuna at syngja, – fyru fyrstu ferð nakran tíð, og tó eg haldi, at vit sungu fyri Jørn Astrup tá hann fór frá í Føroya Banka -, í Bank Nordik (fyrrverandi Føroya Banki)! Veitsla var, í samband við starsfólkadag, fyri føroyingum og umframt grønlendingum í starvi í grønlendsku avdeilingini av Bank Nordik. Vit sungu fýra sangir meðan gestirnir fingu forrættin serveraðan. Sangirnir vóru ”Kom drekkið vínreyða skál”, ”Dimmið”, ”Eg minnist úr gomlum søgum” og sjálvandi ein sang um pengar nevniliga ”Side by Side”. Uppmøtingin var góð: Jón Festirstein, Peter H. Niclasen, Poul Müller, Jógvan Elias Winther Poulsen, Hanus Højgaard, Bárður Joensen, Hans Pauli Joensen ?. Viggo A. Hansen, Áki Davidsen, Helgi Arthórsson, Jørgin Pauli Johanessen ?. Kenneth Samuelsen, Jón Kragesteen og Stein Fossá. Petur Nielsen, Petur Petersen, Brynjálvur I. Johansen, Martin A. Kruse, Mads A. Winther Hákun Steingrímsson?. Poul Müller og Hanus Højgaard spældi guitar í ”Eg minnist….”. Sangurin gekk væl sjálvt um vit stóðu eitt sindur illa undir úthanginum.

Fríggjadagin 17. juni 2022.
Tá sungu vit um 8 tíðina á Panorama á Hotel Hafnia, har fastir Suna Christiansen hevði boððið vinum og kenningum til sín 90 ára føðingardag. Suni vildi hava okkum at syngja 4 sangir fyri henni og tað gjørdu vit so. Uppmøtingin var einki serlig, men tað gekk.

Týsdagin 21. juni 2022.
Vóru vit í Sandagerði har summarsólstøður varð hildin til, við báli kakao, bollum, sangi, røðum og føroyskum dansi. Fyrst av øllum var tað Eyðun Nolsø, sum spældi og sang eini 4 løg um 9 tíðina. Síðani stuðlaðu vit felagssanginum við tveimum sangum, so kom anfinn brekkstein við sínari røðu, síðani sungu vit aftur einar fimm sangir eftir at eldurin varð kyndur í plattarnar, síðani var farið upp á gólv ella rættari ”sand”. Elsa Johanna Høgenni var frásøgukvinna. Samanumtikið má sigast at tað var sera kalt og keðilgt veður, bálið sá meira út sum eitt svart skíggj frá einum bumbuálopi, men hvat, vit gjørdu tað vit skuldu og tað gekk væl.

Leygardagin 9. juli 2022.
Vóru vit undir Gráasteini nummar 29, har Marjun Dalsgaard býr. Grundin var tann einfalda at hon vildi hava okkum at syngja fyri sínum gestum í sambandi við, at Marjun hevði hálvtrýss ára føðingardag. Kári Bæk var dirigentur hetta kvøldið, og í tí sambandi høvdu vit samla 17 sangarar: Helgi Nielsen, Jógvan Elias Winther Poulsen, Hanus Højgaard, Eyvind Emil Joensen, Bent Tommy Linklett og Poul Müller. Viggo A. Hansen, Jørgin Pauli Johannessen og Høgni Mikkelsen. Kenneth Samuelsen, Jón Kragesteen, Elias Simonsen og Stein Fossá. Petur Nielsen, Eirikur Hofgaard, Sjúrður Norðbúð og Martin A. Kruse. Teir sungu fýra sangir ”Dýrd á vík og vág”, ”Dimmið”, ”Boðar tú til allar tjóðir” og ”Side by Side” og Kári segði, at teir stóðu í køkinum og sungu og at tað ljóðaði ógvuliga væl, tí har va góður akkustikkur. Frammanundan framførsluna høvdu teir verið á Musikkskúlanum og hita upp og sungið sangirnar ́ígjøgnum.

Leygardagin 23. juli 2022.
Tá møttu vit uppi á Hoterl Føroyum klokkan 20:00 har vit hitaðu upp og royndu nakrar sangir, sum vit skuldu brúka millum annað ”Lat meg siga góða”. Grundin var tann, at Brynjálvur I Johansen hevði biðið okkum um at syngja til 50? ára føðingardagin hjá Heina Zachariasen (beiggi Martin og Per Zachariasen og sonur Petur Zachariasen), sum var hildin fyri vinum og kenningum á Hotel Føroyum, – ein stórur og mest sum ein internationalur føðingardagur við gestum úr øllum heiminum.Vit sungu um níggju tíðina ”Føroyar mítt land”, ”Kom drekkið vínreygað skál”, ”Lat meg siga góða” og seinast ”Side by Side”, og má siga, at har var góður stemningur so vit fingu standandi ovatión millum hvønn einasta sang, vit sungu.
Vit vóru: Jógvan Elias Winther Poulsen, Poul Müller, Peter H. Niclasen og Bent Tommy Linklett. Høgni Reistrup, Bárður í Baianstovu, Viggo A. Hansen og Kári Justinussen. Jón Kragesteen, Georg Egholm, Elias Simonsen og ? Mads A Winther, Petur Nielsen, Brynjálvur I. Johansen, Kaj Kallsberg, Martin A.
Kruse.

Mikudagin 27. juli 2022.
Sungu vit til eina vígslu í Vesturkikjuni. Vígslan skuldi verða klokkan 14:00, so eg bað manskórið, – teir sum høvdu sagt ”ja”, møta klokkan 13:30, – ein hálvan tíma áðrenn fyrr, fyri at hita upp og syngja ”Kom du ljuva”. Vit vóru bert 10 mans Helgi Nielsen, Peter H. Niclasen og Jógvan Elias Winther Poulsen . Bárður í Baianstovu og Magnus Hansen. Jón Kragesteen og Elias Simonsen. Brynjálvur I Johansen, Petur Nielsen og Christian Andreasen. Tíverri varð vígslan næstan trý korter forsinka, so har var panikkur í, tí onkur av monnunum skuldu til arbeiðis aftur. Men lukkuliga helt prestur Bergur Debes Joensen at vit kundu syngja okkara ”Kom du ljuva” fyrst, tá brúðurin endiliga var komin fram (meiningin var, at vit skuldu syngja eftir vígsluna). So eftir vóru Eg Petur Brynjálvur of Christian og stuðlaðu felagssanginum. Eg haldi at tað gekk ikki so galið!

Leygardagin 30. juli 2022.

Vit møttu uppi á Hoterl Føroyum klokkan 19:30 har vit hitaðu upp og royndu nakrar sangir í einum av rúmunum, sum vit høvdu fingið tillutað frá Hotellinum. Mads hevðið biðið okkum um at syngja fyri einum brúðarpari, sum fyrr um dagin vóru blivin vígd í múrinum í Kirkjubø, – heppin hava tey verið, tí veðrið var gott ta løtuna. Um kvøldi var so veitsla fyri innbodnum úr Brasilia, Portugal, Danmark, Føroyum ja snøgt sagt allastaðni frá. Tað var sonur Hildigunn og Anders Berg, Bogi Berg, sum bleiv giftur við Paula Coimbra úr Brasilia ættað úr Portugal búsitandi í Danmark. Tey hildu brúðarveitslunua á Hotel Føroyum, og vit vóru so gávan frá Mads og Hildigunn. Vit sungu um hálvgun níggju tíðina og vit sungu: ”Føroyar mítt land”, ”Dimmið”, ”Kom du ljuva” og seinast ”Side by Side”, og eg má siga, at har var góður stemningur so vit fingu standandi applaus til allan tann síðsta sangin, og hetta er altso triðu ferð: fyrst 21. mai, 23. juli og nú 30 juli! Vit vóru: Jógvan Elias Winther Poulsen, Poul Müller, Peter H. Niclasen og Helgi Nielsen. Høgni Mikkelsen, Sveinur Tróndarson og Viggo A. Hansen. Jón Kragesteen, Georg Egholm, Elias Simonsen, Janus Trúgvasson og Sjúrður Johansen. Mads A Winther, Petur Nielsen, Brynjálvur I. Johansen, Christian Andreasen, Hanus Joensen, Sjúrður Norðbúð og Hákun Steingrímsson.
Enn ein góður dagur!

Leygardagin 3. september 2022.
Møttu vit klokkan 12:15 í Bátafelagnum, nú kikjuhúsið »Arnesminde« verður umvælt, fyri at hita upp, tí klokkan 13:00 skuldu vit syngja í Havnar kirkju til jarðarferðina hjá Hugo Lindeskov Samuelsen, sum sang við í Manskórinum frá byrja í 1986 til 2021. Prestur var Ann og Anna Sofía var klokkari. Vit sungu Thakkarbæn saman við orglinum, sum Ari Hammer Joensen spældi uppá. Sjálvandi struðlaðu vit sanginum í kirkjuni og vit sungu eisini fyri úti á grøvini. Uppmøtingin var góð og sangurin gekk væl, men týsdagurin var syrgiligur: Hugo Samuelsen, Nicolina av Karinum og Gorbatjov fóru øll sama dag.

Mikudagin 5. oktober 2022.
Møttu vit klokkan 14:30 uppi í kappellinum á Lágargarði, har vit, við trý tíðina, skuldu syngja nakrar sangir fyri búðfólkunum og gestum í sambandi við at Lágargarður helt sín 35 ára føðingardag. Vit vóru nokk so væl mannaðir uttan tað, at bert ein 1. bass, Christian Kruse, møtti til tíðina, tí hinir, Ole Jensen og Elias Simonsen, høvdu gloymt tað. Vit ringdu eftir teimum og teir møttu so klokkan trý, ein hálvan tíma seinni enn hinir, men tað gekk eisini. Vit sungu ”Føroyar mítt land”, ”Dimmið”, ”Eg minnist úr gomlum søgum” og seinast sjálvandi ”Side by Side”. Bæði Hanus Højgaard og Høgni Mikkelsen spældu guitar og tað riggaði væl! .

Leygardagin 29. oktober 2022.
Møttu vit klokkan 19:30 í ”Tinnan” úti í nýggja Musikkskúlanum fyri at hita upp og syngja nakrar sangir. Orsøkin var tann at samtakið hjá ”Smyril Line” hildu eina stóra veitslu í sambandi við, at tað vóru 40 år síðani at Norrøna hjá samtakinum fór undir at sigla. Veitslan bleiv fildin í nýggja skúlanum á Fløtum og har vóru um 600 gestir bodnir við úr Íslandi, Danmark, Týsklandi, Hollandi, Føroyum og aðrastaðni. Vit skuldu syngja á leið klokkan 20:30 fyri gestunum, og tað gjørdu vit so. Vit sungu ein føroyska, ein íslendska og ein danskan sang eftirsum Norrøna siglir til londini, og sjálvandi sungu vi ”Side by Side” sum eyka nummar. Sangurin gekk væl í tí stóra rúminum tí har vóru ljóðmenn við mikrofonum og moitorum soleiðis, at tað hoyrdist.

Leygardagin 5. november 2022.
Møttu vit klokkan 19:00 uppi á Glaðsheyggi hjá SMJ har vit hitaðu upp og øvaðu ein sang: ”Nú sólin sær søkir hav”, sum Jens Eli Ellefsen hevur skrivað orð til lagið ”Drink to me only”. Orsøkin var tann at vit klokkan 19:20 skuldu koyra við MB-bussi til Miðvágs har stór sang-og heiðursløta var í bygdahúsinum. Tað var Jens Eli Ellefsen, sum bleiv heiðraður og við á veitsluni fleiri aðrir matir persónar, td. Høgni Hoydal, Torbjørn Jacobsen, Jørgin Niclasen, Jákup Símun Simonsen, Hans Jørgensen og fleiri. Vit vóru í bygdahúsinum í Miðvági okkurt um 20:20 tíðina og vit sluppu framat beinanvegin har við sungu ”Føroyar mítt land”, ”Nú sólin sær søkir hav”, ”Boðar tú til allar tjóðir” og síðst ”Thu alfvu vorrar yngsta land”. Vit vóru ikki so ógvuliga væl mannaðir, men vit vóru so fýra 1. tenorar: Peter H Niclasen, Eivind Emil Joensen, Hendrik Rubeksen og Bent Tommy Linklett. Fimm 2. tenorar: Sveinur Tróndarson, Høgni Mikkelsen, Viggo A. Hansen, Jógvan Ellefsen og Kári Justinussen Fýra 1. bassar: Kristin Vang, Elias Simonsen, Stein Fossá og Ole Jensen. Fimm 2. bassar: Mads A. Winther, Hanus Joensen, Peter Gram, Petur Nielsen og Brynjálvur I. Johansen. Peter Nikclasen sang solo í tveimum versum í ”Nú sólin sær sækir hav”. Eg haldi at fólk vóru væl nøgd og vit blivu bodnir bæði eitt og annað. Vit koyrdi so aftur til Havnar, við MB-bussinum, har vit vóru eitt sindur áðrenn klokkan 22:00.

Leygardagin 12. november 2022.
Henda leygardagin bleiv Jens Pauli Heinesen heiðraður við musikki, upplestri, interviewum og øðrum, nú hann, um hann hevði livað, hevði fylt 90 ár. Tiltakið, sum var hildið í Norðurlandahúsinum, var sera umfatandi við FøroyaSymfoniorkestri, Tarira, Tórshavnar Manskóri, og okkara uppgáva var at syngja við í ”Sóleyan” og ”Eitt dýpi av dýrari tíð” í útgavuni hjá ávikavist Enzo de Rosa og Søren Hyldgaard. Vit sungu longu fyri 20 árum síðani ”Eitt dýpi av dýrari tíð”inn uppi í Útvap Føroyua uppá band, Finnur Hansen tók upp. Og mánadagin 19. apríl 2021 tóku vit Sóleyan upp úti á Musikkskúlanum í Havn, tað var aftur Finnur Hansen, sum tók upp. Longu tá fingu vit at vita frá Elin Heinesen, at Jens Pauli Heinesen (pápi Elin), skuldi heiðrast leygardagin 12. november 2022. Eitt spurnarblað, við tilmelding, varð sent út til menninar, og tað vísti seg at vera um 20 tilmeldingar rímuliga væl fordeilt á teim ymsu røddunum. Vit øvaðu so mánadagin 7. november, men tá vit hósdagin skuldu royna saman við Elin og
Symfoniorkesrtinum, var stórt mannfall. Har var bert eitt at gera, nevniliga at ringja til nakrar sangarar sum dugdu at syngja og biðja teir vælsignaðar vera við í tiltakinum, og tað riggaði rímuliga væl. Tó má nevnast at beiggi Høgna Mikkelsen doyði fríggjadagin, so har misti eg ein sera góðan 2. tenor til royndina fríggjadagin saman við Elin og Symfoniorkestrinum, men tað gekk hampuligt, sjálvt um fleiri manglaðu. Vit skuldu hava aðalroynd Leygardagin klokkan 10:30 saman við Elin og Symfoniorkestrinum, og tástani tá vóru vit fullmannaðir, (enntá Høgni Mikkelsen møtti upp!). Og tað gekk rímuliga væl. Seinni leygardagin, klokkan 20:00, byrjaði tiltakið/konsertin, og vit (Manskórið) skuldu møta klokkan 20:45. Eg
fór niðan í góðari tíð klokkan 20:00 og har møtti ein sangari, sum ikki hevði verið til eina einastu venjing, upp. Eg helt, at tað var óforskammað, men vit tóku sangirnar ígjøgnum, hitaðu upp og fingu justerað stólar og fingu annars tað besta burturúr, og eg haldi, at tað gekk heilt væl undir leiðslu Bernharð Wilkinssons. Vit vóru lovaði eitt afterparty á Oy við einum snapsi, einari øl og snacks, men tað má sigast beinanvegin, at tað var eitt fiasko, men vit fingu so eina øl ella tvær beint áðrenn klokkan 12:00, tá OY stongdi! Teir sum luttóku vóru: Óskar Eiriksson, Egon Hansen, Peter H. Niclasen, Bergtórur Bjarkhamar og Jógvan Elias Winther Poulsen. Áki Davidsen, Sveinur Tróndarson, Høgni Mikkelsen, Viggo A. Hansen, Jørgin Pauli Johannesen og Magnus Hansen. Kenneth Samuelsen, Kristin Vang, Stein Fossá, Elias Simonsen og Jón Kragesteen. Bjarni Restorff, Petur Nielsen, Peter Gram, Eyðun Hvannastein, Christian Andreasen, Sjúrður Poulsen, Sjúrður Norðbúð, Mads A. Winther og Brynjálvur I. Johansen

Mikudagin 16. november 2022.
Henda mikudagin skuldi nýggjársguðstænastan takast upp til Sjónvarp Føroya. Vit (manskórið) blivu bidnir um at vera við til guðstænastuna og tað høvdu vit sagt ”ja” til. Vit skuldu syngja inngangin ”Ver vælkomið harrans ár”og útgangin ”Locus iste”, umframt vóru onnur musikals innsløg millum annað Nagata trioin, Albert Patursson uppá orgul sama við Johan Hentze og teim føstu kirkjusangarunum, prestur var Begtórur Bjarkhamar.Vit møttu klokkan 18:00 tí upptøkurnar skuldu longu byrja klokkan 19:00. Upprunaliga var eg eitt sindur ivasamur um man skuldi siga ”ja”, tí Sjónvarpið brúkar vanliga eitt C-lið til upptøkur av guðstænastunum, men Bertórur Bjarkhamar (prestur) hevði garanterað mær at
Alexandur Gaard fór, at taka ljóðið upp, og tað var eg nøgdur við. Alexandur Gaard tók eisini ljóðið upp, men tó hevði hann fingið strangar ordrar, at uppstillingin ikki skuldi órógva myndatøkurnar. Úrslitið varð at høvuðsmikrofonirnar (omni) stóðu í knæhædd, meðan tvær stuðulsmikrofonirnar (nýra) stóðu við 10 metrum ímillum, aftanfyri ljóskastarunum hjá sjónvarpinum. Eg bað um at fáa mikrofonirnar frá knæhædd upp í áleið 2 metur hædd, men tað fekk eg ikki. Tummulfingaregulin sigur: at tað man ikki sær, hoyrur man heldur ikki. Tað merkir, at fremsta rað í manskórinum hoyrist væl, men 2. og 3. ikki hoyrist so væl. Tað er tó ein troyst, at Alexandur er ein dugnaligur teknikari, so kanska hann fær okkurt brúkiligt burturúr. Uppstillingin favoriseraði Nagata-trioina eitt sindur, tí tær stóðu beint frammanfyri høvuðsparið, men eisin her kom kukkur í tí Comb Filter Effektina ljóðið soleiðis, at upptøkurnar máttu gerast umaftur. Ná men samanumtikið haldi eg, at vit sungu væl og uppmøtinging var eisini góð, tó at nakrir nanglaðu. Eg vóni, at áhoyrararnir fingu eina góða løtu, – eg haldi ikki at vit gera hetta aftur soleiðis.

Leygardagin 3. december 2022.
Høvdu vit advents/jóla konsert uppi í samkomuhøllini »Lívdini« saman við Karlakór Reykjavík, sum, vegna vánaligt veður, lendu nakað seint fríggjakvøldið. Høvuðorsøkirnar til at vit høvdu konsertina í Lívdi var at vit máttu fáa onkrar inntøkur soleiðis, at vit kundu fíggja Íslandsprojektið hjá okkum, men ein onnur orsøk var, at royna nýggju høllina, sum er eitt gott alternativ til Norðurlandahúsið, sum oftari og oftari blívur blokkerað av ymsum tiltøkum. Vit høvdu roynt høllina nakrar í nakrar vikur og starvsfólkini í Lívdini loystu trupulleikarnar viðvíkjandi scenuni og ljóðinum til fulnar. Umleið 400 billettir á 200,- kr. blivu seldar umframt at fleiri komu inn fyri einki, so har var fult hús. Deiligt!!! Stemningurin var sera góður, tí fólk vóru glað fyri konsertina. Karlakór Reykjavíkur sang fyrst 8 sangir , tí teir vóru okkara gestir, síðani sungu vit 8 sangir og til allarseinast sungu vit 3 sangir saman, millum annað »Þakkarbæn« har Ari Hammer Joensen spældi klaver. Bárður Lydersen dokumentaraði hesa konsertina (og allar hinar fimm) upp á video í HD- góðsku. Sjálvur tók eg konsertina upp í samstarvi við Karl Johannesen og Tór Arni Samuelsen, men mikrofon
uppstilling bleiv ikki heilt sum eg kundi hugsað mær, men næstan.

Sunnudagin 4. december 2022.
Endurtóku vit konsertina frá Lívdini, men hesaferð í Fríðrikskirkjuni inni á Toftum, har vit vóru í góðari tíð eftir guðstænastuna sum vit luttóku í Vesturkirkjuni klokkan 11:00, soleiðis, at vit kundu øvað og prøvað kirkjuna. Rúmið hevur ein deiligan klang við nokk so nógvum rúm klangi, sum man skal venjast við. Suni í Hjøllum borgmeistari á Toftum sponsoreraði, eftir eina stutta talu, ein grýturætt til okkum sangarar, og tað kom væl við. Konsertin var klokkan 16:00 og kirkjan var full. Tey hoyrdu sama programm sum í Lívdini. Konserrtin var góð!

Sunnudagin 4. december 2022.
Endurtóku vit konsertina frá Fríðrikskirkjuni, men hesaferð í Vesturkirkjuni úti á Landavegnum í Havn, har vit vanliga plaga at hava okkara jólakonsert, vit vóru í góðari tíð, soleiðis, at vit kundu prøvað kirkjuna. Konsertin var klokkan 19:30 og kirkjan var stúgvandi full. Tey hoyrdu sama programm sum í Lívdini. Men hesaferð má eg siga at konsertin kanska var tann besta av teim øllum, uttan at siga at hinar vóru vánaligar. Eg bleiv rørdur í nøkur sekund av sanginum Ave Maria! Inn kom nakað av peningi so vit kanska hava skinni á nøsuni í sambandi við Íslandsprojektið hjá okkum. Samanlagt hava eini 1200 til 1500 áhoyrarar lurta eftir okkum í Føroyum.

Leygardagin 10. december 2022.
Til Íslands flugu vit fríggjadagin um morgunin so vit sluppu inn á Center Hotels ”Plaza” í miðbýnum í Reykjavík har øll búðu. Leygardagin høvdu vit konsert í tí flottu Hallgrímskirkjuni, har vit vóru í sera góðari tíð fyri at øva og prøva kirkjuna. Konsertin var tann sama sum í Føroyum uttan tað at vit vóru gestir og tí fyrstir at syngja, síðani kom karlakór Reykjavíkur árenn vit sungu saman tríggjar sangir teir somu sangirnir sum í Føroyum, men hesaferð slapp Ari Hammer Joensen at uppá stóra orglið í Hallgrímskirkjuni undir leiðslu Fríðrik S. Kristinsson. Konsertin varð klokkan 17:00 og kirkjan var stúgvandi full, sjálvt um onkur dystur í VM í fótbólti var samstundis.

Sunnudagin 10. december 2022.
Vit endurtóku konsertina frá leygardegnum í tí flottu Hallgrímskirkjuni. Vit vóru aftur í sera góðari tíð fyri at øva og prøva kirkjuna, sum vit høvdu sungið í til guðstænastuna klokkan 11:00. Konsertin var tann sama sum í Føroyum uttan tað at vit vóru gestir og tí fyrstir at syngja, síðani kom karlakór Reykjavíkur árenn vit sungu saman tríggjar sangir teir somu sangirnir sum í Føroyum, men hesaferð slapp Ari Hammer Joensen at uppá stóra orglið í Hallgrímskirkjuni undir leiðslu Fríðrik S. Kristinsson. Konsertin varð klokkan 17:00 og kirkjan var ikki bara full, men stúgvandi full og neyvan hevði nakar passa inn afturat, sjálvt um dystir í VM í fótbólti var samstundis. Konsertin var góð, kanska betri enn tann frá leygardegnum, uttan at hon var vánalig.

Sunnudagin 10. december 2022.
Vit endurtóku konsertina frá sunnudegnum seinnapartin klokkan 17:00, í tí flottu Hallgrímskirkjuni. Vit vóru aftur í sera góðari tíð fyri at øva og prøva kirkjuna, sum vit høvdu sungið í til guðstænastuna klokkan 11:00. Konsertin var tann sama sum í Føroyum uttan tað at vit vóru gestir og tí fyrstir at syngja, síðani kom karlakór Reykjavíkur árenn vit sungu saman tríggjar sangir teir somu sangirnir sum í Føroyum, men hesaferð slapp Ari Hammer Joensen at uppá stóra orglið í Hallgrímskirkjuni undir leiðslu Fríðrik S. Kristinsson. Konsertin varð klokkan 20:00 og kirkjan var ikki bara full, men stúgvandi full og neyvan hevði nakar passa inn afturat, sjálvt um dystir í VM í fótbólti var samstundis. Samanlagt hava eini 1800 til 2000 áhoyrarar lurta eftir okkum í Hallgrímskirkjuni í Reykjavík, – ikki lítið. Konsertin var góð, kanska tann besta vit nakrantíð hava havt!!!

Fríggjadagin 16. december 2022.
Sungu vit, sum so oftani fyrr, í Havnar Klubba, har limirnir fingu gløgg, um teir vildu. Vit sungu áleið klokkan 19:30 í ein hálvan tíma ella so. Veðrið var stak vánaligt, nógvur vátakavi datt niður, ringt var eisini at koyra í tí váta og hála kavanum. Avleiðingin var at ikki nógvir limir høvdu leitað sær oman í Havnar Klubba hetta kvøldið, men sum altíð var stemningurin góður. Vit sungu: Ver vælkomið Harrans ár, Maria var moyggin, Sum ein føgur rósulund, Boðar tú til allar tjóðir, Føroyar mítt land, Kom drekkið vínreyga skál við mær, Tú alfvu vorrar yngsta land, Gleðilig jól og sum eykanummar sungu vit I østen stiger solen op, til heiðurs fyri Axel Lützhøft. Manningin var hampulig í tali (ca. 25), men góð í góðsku – klokkureint!

Leygardagin 24. december 2022.
Sungu vit, sum so oftani fyrr, uppi á Lágargarði fyri búðfólkunum. Búðfólkið fekk døgurða klokkan 12:00 og ein lítil jólaandakt var klokkan 13:30 har Jóhan Restorff Jacobsen spældi orgul, meðan Emil Olsen helt andaktina. Vit møttu longu klokkan 13:00 í kappellinum har vit sungu nakrar sangir áðrenn vit skuldu inn at syngja fyri búðfólkunum. Vit sungu: Ver vælkomið Harrans ár, Maria var moyggin, Føgur sum ein rósulund og Mítt hjarta tilhald hevur. Meiningiun var at syngja Gleðilig jól afturat, men tað helt ovasta sovjettin, hvør so hon er, ikki, so fóru vit bara heim aftur.

2023

Leygardagin 5. januar 2023.
Sungu vit í Vesturkirkjuni klokkan 15:00 til eina jarðarferð hjá Bárður Heinason úr Gøtu, sum doyði gamlaárskvøld í heiminum úti á Landvegnum. Bárður helt saman við Anniku Árting, men annars arbeidi hann á teknistovuni hjá MEST, og tað var í grundini Mouritz Mohr, sum bað okkum um at syngja. Jarðarferðin var ikki heilt almindelig tí líkið skuldi niður til Danmark at kremerast, og síðani skal øska troyast út yvir Gøtu vík. Vit sungu ”Boðar tú…” eftir prædikuna hjá Ova Brim har hann fortaldi, at Bárður plagdi at sita og lurta eftir Tórshavnar Manskór tá teir sungu í Havnar Klubba undan jólini.

Leygardagin 11. februar 2023.
Møttu vit fyrst klokkan 18:00 upp i í Elektron har vit hitaðu upp og øvaðu nakrar sangir. 29 mans høvdu teknað seg til at syngja á Hotel Føroyum, nú Rynkeby hevði sítt tiltak við góðum og dýrum kuvertum, har yvirskotið fer til tey sjúku. Klokkan 18:50 fóru vit í bussin hjá KE, sum koyrdi okkum niðan á Hotel Føroyar, har vit sungu tríggjar sangir (Ódn, Love Me Tender og Side by side) klokkan 19:10 og vóru lidnir umleið klokkan 19:24. Síðani fóru vit í aftir bussin hjá KE, sum hevði staðið og bíða eftir okkum meðan vit sungu. Bussurin koyrdi okkum oman aftur á Elektron, teir flesru vóru longu heima aftur klokkan 19:40. Teir í møttu upp vóru: Egon Hansen, Jógvan Olsen, Tór Verland Johansen, Jógvan Elias Winther Poulsen, Helgi Nielsen Hendrik Rubeksen og Hanus Højgaard. Helgi Arnthórsson, Jørgin Pauli Johannesen, Høgni Mikkelsen, John Dalsgarð og Viggo A. Hansen. Jógvan Thomsen, Jón Kragesteen, Jónfinn Petursson, Christian Kruse, Elias Simonsen og Ole Jensen. Sjúrður Sakarisson, Peter Gram, Sjúrður Norðbúð, Petur Nielsen, Brynjálvur Johansen og Martin A. Kruse. Teir sum ikki møttu vóru Bárður í Baianstovu, Janus Poulsen, Sveinur Tróndarson, Óla Jákup Tvørfoss og Magnus Hansen.

Leygardagin 18. mars 2023.
Møttu vit fyrst klokkan 13:30 upp i á kontórinum hjá Mogens og Heina Lützen uppi á Skeiva Pakkhús.
Sjúrður Norðbúð bað okkum koma at syngja fyri konuni og sær, tí tey høvdu bjóða vinum og kenningum
oman í lokalið hjá Lützen monnunum til ein betri bita nú tey bæði runda teimum hálvfjers. Vit hitaðu upp
á kontóriinum og klokkan tvey fóru vit at syngja fyri gestunum og føðingarbørnunum. Dimmið, Island
øgrum, Jarðareygað og Kom du ljuva sungu vit (teirra ynski). Tá vit høvdu sungið fingu tey eina fløgu við
Grow old with me hjá John Lennon, sum nakrir úr manskórinum sungu fyri nøkrum árum síðani fyri
Mads Anlise. Uppmøtingin var góð sjálvt um symfoniorkesturkórið, har fleiri mans eru við, hevði úr at
gera sama dag.

Leygardagin 9. apríl 2023
Vóru nakrir í manskórinum uppi í Mariu kirkjuni klokkan 11:30 og sungu til jarðarferðina hjá Marjun
Magnussen,konu Heina Gaard, sum andaðist 48 ára gomul. Tað var Helgi Nielsen sum stóð fyri at skaffa
sangarar til jarðarferðina og hann fekk stuðul frá 7. monnum, sum var nokk í einari so lítlari kirkju. Ari
Hammer Joensen spælldi orgul, meðan Helgi Nielsen, Bárður í Baianstovu, Peter Gram, Christian Kruse,
Brynjálvur I Johansen, Jógvan Elias winther Poulsen og Terje Nielsen stuðlaðu felagssanginum og sungu
fyri úti á grøvini. Sálmarnir í kirkjuni vóru: Mín hirði, góður Harrin er, Takk guð fyri, alt sum hendi,

Uttan teg og Jesus til várt sálagagn. Úti á grøvinum vóru sálmarnir: Nú dagurin at enda er og Tað er ein
stutt og stokkut løta.

Sunnudagin 10. apríl 2023
Páskamorgun sungu vit í Havnar kirkju til páskaguðstænastuna, sum Uni Næs helt. Organisturin í
kirkjuni, Leif Hansen, spurdi um vit kundu syngjað til guðstænastuna, men eg bar meg undan. Petur
Nielsen helt at Hanus Joensen kanska kundi takað yvir, og tað kundi hann. Hanus Joensen vildi hava teir
27 menninar, sum høvdu sagt ja, um at møta klokkan 9:30 í kirkjuni, fyri at øva! Á skránni var »Sum í
gjøgnum sortar skýggja« og »Where You there«, sum vóru teir sangirnir, ið blivu sungnir »a cappella« til
guðstænastuna. Sjóvarpið og útvarpið tóku upp og sendi ”live” frá tiltakinum og sjálvandi bleiv tað eisini
endursent nakrar tímar seinni. Av tí at kirkjan er nakað lítil, hava teir flestu kirkjugangararnir hugsað, at
kirkjan fór at verða stúgvandi full til høgtíðina, so fleiri teirra hava allarhelst valt at lurta efttir útvarpinum
ella hyggja eftir sjónvarpinum, í staðin fyri at standa í kø í kirkjuni, við tí úrsliti at kirkjan var illa nokk
var hálvfull. Hanus Joensen stýrdi monnunum væl havi eg hoyrt, so at tað ljóðaði væl! Teir, sum vóru við
vóru:

Leygardagin 29. apríl – Kórstevnan 2023 í Fuglafirði
Kórstevnan 2023 varð hildin í Fuglfjarðar skúla. Ein hópur av kórum luttóku, og so var eisini stóra
felagskórið á palli.
Vit vóru 6. kórið á skránni, og vit valdu at avmarka luttøkuna á stevnuni til okkara framførslu. Tvs. vit
komu beint áðrenn, vit fóru á pallin, og fór avstað aftur beinanvegin, vit vóru lidnir.
Onkur viðmerkingin var um hetta.
Vit hittust á Elektron, og flestu okkara koyrdu í leigaðum bussi norð og suður.
Sangir:
Bjørneskytten
Were You there
Manningin var á góðari leið.

Hósdagin 11. mai 2023 kl 20.00
Vóru einir 24 mans úr manskórinum heima á Garði í Kirkjubø og sungu tríggjar sangir
Boðar tú.., Island Øgrum .. og Eg minnist úr gomlum søgum fyri einum bólki av íslendskum ferðafólki – eini 16 í tali.
Hanus Joensen stjórnaði, og Hanus Hoygaard spældi guitar undur Eg minnist ..
Hetta gekk óføra væl og Íslendingar, sum allir høvdu slitið barnaskógvarnar á Ísafirði, vóru sera væl nøgdir, vildi Høgni R, sum skipaði fyri, vera við.
Sangararnir vóru:
Tenorur 1: Helgi N, Mourits, Hanus H., Bárður J., Suni, Egon, Poul
Tenorur 2: Jørgin, Bárður í B., Høgni R, Sveinur, Viggo, Áki
Bassar 1: Sjúrður J., Ole, Jón K, Jónfinn, Óli Jákup
Bassar 2: Hanus J.Eirikur, Sjúrður N., Mads, Martin Andreas, Petur N.

Leygarkvøldið 13. mai 2023
Vóru nakrir í manskórinum og sungu fyri o.u. 80 kátum danskarum á Panorama á Hafnia undir leiðslu av
Jón Festurstein. Hetta var eitt ferðalag hjá NAX.
Upprunaliga skuldu vit syngja seinni, men best sum vit hitaðu upp í gongini hjá SMJ, vóru boð eftir okkum, og klokkan var knapliga farin av átta, tá liðugt var.
Vit sungu:
Boðar tú.., I Østen .., Eg minnist úr gomlum søgum og Side by Side

Sangararnir vóru:
Tenorur 1: Jón F, Helgi N, Mourits, Bárður J., Suni, Eivind Emil
Tenorur 2: Bárður í B., Høgni R. sum spældi guitara, Sveinur, Viggo, Áki
Bassar 1: Sjúrður J., Ole, Jón K, Jónfinn, Óli Jákup
Bassar 2: Kaj, Eirikur, Mads, Petur N.

Dan Knudsen bað okkum syngja, og hann skrivar aftaná:
De var rigtig tilfredse. For flere var det faktisk et af højdepunkterne 👍 De var meget begejstrede.
Tak for denne gang.

Mikudagin 17. mai 2023

FSF – Christian Andreassen – bað nakrar menn úr manskórinum at syngja í Múrinum í Kirkjubø kl. 16:00.
Hetta eru UEFA fólk, sum hava ráðstevnu í Føroyum.
Jónfinn skipaði fyri, at vit fingu hitað upp í hølunum hjá Artic Import við gl. Velbastaðarvegin.

Veðrið var einki serligt, og tí varð farið inn í kirkjuna, heldur enn at syngja í Múrinum.
Hetta gjørdist drúgvt. Ferðalagið var ikki í Kirkjubø, fyrr enn klokkan var farin av 17, men hóast drúgvu bíðitíðina var sangurin góður og væl móttikin.
Vit sungu: Boðar tú.., Eg minnist úr gomlum søgum, I Østen og Side by Side
Sangararnir vóru: Bassar 2: Christian. sum eisini spældi á guitara, Eirikur, Mads, Peter Gram, Sámal, Hanus, Brynjálvur og Petur N.
Tenorur 1: Mourits, Bárður J., Eivind Emil, Poul, Hanus H og Bent Tommy
Tenorur 2: Høgni R, Sveinur, Viggo, Áki, Jørgin Pauli og John Dalsgarð
Bassar 1: Jónfinn, Óli Jákup og Jógvan Thomsen

Fríggjakvøldið 2. juni 2023
Mentunarnátt, og manskórið átti tørn kl. 20.00 í Dómkirkjuni.

Kirkjan var fullsett, tá vit gingu inn eftir kirkjugólvinum murrandi Alta trinita, og komnir innar í kór og vendir móti kirkjufólkinum, sungu vit sálmin. Jón stjórnaði.
Síðani: Jeg vil mig Jón stjórnaði. Janus T. og Peter sungu fyri á loftinum.
Sum ígjøgnum, Hanus stjórnaði
Locus iste, Jón
Were you there, Jón
Land mítt, har grasið, Hanus
Kvøld, Hanus
Aftenstemning (C. Nielsen), Jón
Bjørneskytten, Jón
Aftenstemning (Grieg), Jón
Smávinir fagrir, Jón
Søknuður, Hanus stjórnaði. Høgni R. sang solo, og Jón (violin), Christian A. (el-bass) og Ari (klaver), spældu undir.
Eg minnist úr gomlum søgum. Hanus stjórnaði, Høgni M. og Christian A. spældu á guitara.
Side by side. Jón stjórnaði, og tá 1. ørindi varð sungið, fór kórið út á gólvið millum stólarøðini og sang sangin á tamb.
Mourits var frásøgumaður. Kórið var vælmannað, og áhoyrararnir hugnaðu sær.

Sunnudagur 11. juni 2023
Olga Kallsberg – Olga hjá Kaj – fór til gravar úr kirkjugarðskapellinum. Kórið, sum stóð inni við kistuna, yvir av teimum avvarðandi, sang:

Nú hnígur sól
I Østen

Sangararnir vóru:
Bassar 2: Brynjálvur, Petur G., Sjúrður N, Martin Andreas og Jan
Tenorur 1: Egon, Jógvan Elias, Hanus H., Hendrik, Súni og Peter
Tenorur 2: Høgni M, Jørgin Pauli, Magnus og Helgi A.
Bassar 1: Óli Jákup, Christian K., Elias og Sjúrður J.

Hósdagin 22. juni 2023 kl. 15:00
Fráfaringarhald fyri Hans Paula Joensen, adjunkti, og manskórslimi í Kongshøll.
Nógv fólk varð samankomið at heiðra Hans Paula. Vit vóru fyrstir á skránni og vórðu væl fagnaðir, og
sangurin gekk væl, hóast har var sum at syngja í eina dýnu. Hans Pauli var við í fyrsta lagnum.
Sámal Matras Kristiansen stjórnaði.
Sangir: Land mítt, har grasið
Smávinir fagrir
Side by side
Sangararnir vóru: Bassar 2: Brynjálvur, Petur G., Petur N, Sjúrður N, Eirikur, Mads, Jóannes og Jan
Tenorur 1: Jógvan Elias, Hanus H, Helgi, Mouritz og Hans Pauli (1. sangin)
Tenorur 2: Magnus, Hannus, Sveinur og John
Bassar 1: Óli Jákup, Elias

Hósdagin 22. juni 2023 kl. 21:00
Summarsólstøður, sum vórðu útsettar frá kvøldinum fyri, tá tað regnaði av grimd.
Nú viðraði nógv betur, og fitt av fólki varð møtt upp. Vit mundu vera einir 14 mans, og sungu vit 6 (av 7)
sangum úr heftinum, sum kommunan hevði gjørt til høvið.
Sámal skipaði.

Hósdagin 13. juli 2023 kl. 19:45
Vit sungu fyri einum 200 gestum við døgurðaveitslu, sum hildin varð í sambandi við, at nýggi
trolarin Emerald er komin til landið.
Mortan Johannesen, gamli reiðarin, hevði føðingardag, og tí sungu við Til lukku til tín, meðan
gingið varð inn.
Sangirnir annars: Boðar tú
Føroyar mítt land
Dimmið
Eg minnust úr gomlum søgum
og Side by side

Jón stjórnaði.
Sangararnir vóru: Bassar 2: Petur G., Petur N, Petur P og Jan
Tenorur 1: Egon, Jógvan Elias, Hanus H, Helgi, Mouritz, Bárður og Poul
Tenorur 2: Magnus, Høgni M., Sveinur, Áki, Viggo og Helgi A
Bassar 1: Stein, Elias, Georg og Janus P
Mouritz var framsøgumaður, og hann segði eisini nøkur orð við høvið.
Vit vóru ikki so fjølmentir, og sangurin var kanska nakað tamur. Í hvussu er, vóru óhoyrararnir
nokkso friðligir. Men skotsmálini um framførsluna hava verið góð, og vit fingu fitt av peningi
fyri hana.

Týsdagin 18. juli 2023 kl. 14:00
Jarðarferð hjá Jens Eli Ellefsen.
Systkinabørnini Jógvan Elias og Jógvan heittu á okkum, at syngja “Nú sólin sær søkir hav” við
høvið, nú skyldmaður teirra – og skald – stendur undir børu og verður borin út úr Miðvágs kirkju.
17 mans søgdu frá sínari luttøku, men vit vóru 19 á kirkjuloftinum.
Sámal stjórnaði.
Sangararnir vóru: Bassar 2: Petur N, Sjúrður N, Hákun, Brynjálvur og Sámal
Tenorur 1: Peter, Egon, Jógvan Elias, Hanus H og Mouritz
Tenorur 2: Magnus, Áki, Viggo, Jógvan E, Høgni R og Helgi A
Bassar 1: Elias, Georg, og Jónfinn

Sámal lat væl at, og Jógvan Elias segði aftaná, at fleiri í fylginum høvdu sang okkara á orðið.


Hósdagin 26. juli 2023 kl. 14:00

Jarðarferð hjá Ole Nielsen.
Beinta, einkja, heitti á okkum, at syngja fyri undir jarðarferðini og kanska at framføra ein
sang sum kór.
24 mans teknaðu seg at luttaka, og ein var Hanus Joensen, sum játtaði at stjórna.
Jarðarferðin var úr Havnar kirkju.
Sangararnir vóru:
Bassar 2: Petur N, Petur P, Peter G, Sjúrður N, Brynjálvur, Mads og Jan
Tenorur 1: Egon, Jógvan Elias, Hans Pauli og Tór Verland
Tenorur 2: Magnus, Áki, Sveinur, Bárður, John og Helgi A
Bassar 1: Elias, Stein, Christian K og Jón
2 møttu ikki, men bert annar gav avboð.
Vit sungu “Boðar tú”, og tað gekk væl. Sangurin gekk í heila tikið stak væl.
Síðsti sálmurin í Kirkjuni var hin danski “Sov sødt, barnlille!” við teksti av Grundtvig.
Hanus tók hann ígjøgnum á orglinum fyri jarðarferðina, og sálmurin gekk væl.
Vit vóru einir 8 mans á gravarbakkanum, og Egon sang fyri.

Leygardagin 12. aug. 2023
Ovastevna í Nólsoy, og manskórið sang sum tað síðsta av fimm kórum í kirkjuni kl. 17.00.

Kirkjan var fullsett, og nógv fólk stóð í gongini og uttanfyri.

Kórið taldi 34 mans.

Leif Hansen beyð væl komin, Petur N segði nøkur orð, og so tók Mouritz við sum talsmaður.
Vit sungu:
Jeg vil mig, sum Jón stjórnaði, og Peter sang solo
Sum ígjøgnum, Hanus stjórnaði
Were you there, Jón stjórnaði
Kvøld, Hanus stjórnaði
Dimmið, Hanus stjórnaði
Smávinir fagrir, Jón stjórnaði
Søknuður , Hanus stjórnaði. Høgni R. sang solo og feðgarnir Jón á violin og Christian A. á guitara spældu undir.
Eg minnist, Hanus stjórnaði. Høgni M. og Christian A. spældu á guitara.
Side by side, Jón stjórnaði

Eftir konsertuna vóru fleiri okkara við til felags kórsang úr 101 sangir, sum Benjamin Gaasedal skipaði á Vaglinum.
Eftir hetta bjóðaði Jógvan Thomsen okkum niðan til teirra. Har varð borðreitt við alskyns føroyskum viðskera. Ein ófør løta.

Leygarkvøld 26. aug. 8:45-10:00
Nanly og Kári, sum áður hevur sang við manskórinum, gifust oghøvdu brúdleypsdøgurða á Hotel Føroyum. Nanly helt røðu fyri manninum, og vit vóru brúdleypsgáva hennara til hansara. Vit sungu Dimmið og Nu andar suðrið. Síðani ynsktu vit brúðarparinum til lukku og sungu Side by Side.

Jón stjónaði og sangararnir vóru:

Bassar 2: Petur N, Petur P, Peter G, Sjúrður N, Christian Andreasen
Tenorur 1: Egon, Jógvan Elias, Árni, Oskar, Eyvind, Hendrik, Poul og Peter Niclasen.
Tenorur 2: Magnus, Sveinur, Bárður, Viggo og Helgi A.
Bassar 1: Elias, Stein og Georg

Mánakvøld 9. okt.: Aðalfundur

Her er frágreiðing frá aðalfundinum hjá Tórshavnar Manskóri, hildin 09.10.2023 klokkan 19.30 í Argja skúla.

1. Stein Fossá varð valdur til fundarstjóra.
2. Petur Nielsen, formaður,  greiddi frá virkseminum farna árið.
3. Sjúrður Johansen, kassameistari, legði fram grannskoðaða roknskapin fyri farna árið,
4. Nevndarval. Hanus Højgaard, skrivari,  bar seg undan at verða valdur aftur. Í hansara stað varð Magnus Hansen valdur. So nevndin er nú mannað soleiðis: Petur Nielsen, formaður, Sjúrður Johansen, kassameistari og Magnus Hansen, skrivari.
5. Jónfinn Peturson varð valdur til tiltakslim.
6. Stein Fossá varð valdur til vevstjóra.
7. Janus Trúgvason og Terji Nielsen fóru úr veitslunevndini og í teirra stað komu Bogi Nielsen og Janus Poulsen. So í veitslunevndini eru nú: Oskar Eiriksson, Janus Poulsen og Bogi Nielsen.
8. Peter Gram varð afturvaldur til grannskoðara.
9. Aðalfundurin samtykti, at limagjaldið skuldi hækka úr 100 kr. um mánaðin og upp í 150 kr.  Limagjaldið hevur verið óbroytt síðan ár 2000. Í reglunum fyri limagjald stendur m.a:

Skúlanæmingar, pensjonistar og aðrir uttan stórvegis inntøku gjalda ½ limagjald. 
Hetta er nú broytt, so at tað nú stendur:
Skúlanæmingar og aðrir uttan stórvegis inntøku gjalda ½ limagjald.

10. Onki varð viðgjørt undir  “Ymiskt”.

Fundur lokin klokkan 20.05

Hanus H

Týsdagin 10. okt. 15:00

Á Debesartrøð stendur minnisvarði yvir V.U. Hammershaimb nevndur “Móðurmálið”. Nú hann er reinsaður, var hátíðarhald og síðani framsýning og kaffi á Landsbókasavninum í sambandi við avdúkanina. Móðurmálið varð upprunaliga reistur í 1948. Manskórið varð biðið at syngja undir hátíðarhaldinum, og einir 20 mans – har av ein gamal kenningur – sungu “Føroyar mítt land” og “Boðar tú til allar tjóðir” undir leiðslu av Jógvani Thomsen. Seinni varð eisini tjóðsangurin sungin unisont.

Bassar 2: Petur P, Peter G, Sjúrður N, Kaj K, Brynjálvur, Sjúrður J og Sjúrður Z
Tenorur 1: Eyvind Emil, Hans Pauli, Helgi, Bent Tommy, Jógvan Elias,
Tenorur 2: Viggo, John Dalsgarð og Jørgin
Bassar 1: Elias, Jón K, Christian Kruse og Jónfinn

Hósdagin 19. okt. 19:30.
Orphei Drängar úr Uppsala og Tórshavnar Manskór í Vesturkirkjuni

Myndir úr Vesturkirkjuni

Leygardagin 21. okt. 17:30.
Orphei Drängar úr Uppsala og Tórshavnar Manskór í Norðurlandahúsinum

Myndir frá Norðurlandahúsinum

Soleiðis skrivaði Sveinur Tróndarson aftaná konsertirnar:

Ein fantastisk uppliving – ella tvær
Hesir seinastu dagarnir hava staðið í kórljósi. 🎵🎶 Tórshavnar Manskór hevði í síðstu viku vitjan av svensku kórsnillingunum, Orphei Drångar úr Uppsala, og vit høvdu ta æru at syngja saman við teimum tvær ferðir, í Vesturkirkjuni hóskvøldið og í Norðurlandahúsinum seinnapartin leygardagin. 🇸🇪🇫🇴🎵🎶 Æru sigi eg, tí Orphei Drängar vera roknaðir fyri at vera millum tey allarbestu kórini í heiminum. Og skal man døma eftir avrikinum hjá teimum í Føroyum, tí teir høvdu eisini eina konsert í nýggja varpinum í Klaksvík, so eru teir framvegis millum heimsins bestu; tí teir sungu sum einglar. Neyvt, reint og alt, sum skal passa, passaði so væl at bara tað var ein uppliving í sær sjálvum. Vit høvdu okkara egnu skrá, men sungu eisini tveir sangir saman við teimum, og tað gevur eitt sindur eyka, tá tað standa 150 mans og syngja; tað hoyrist meini eg… 🫣😊
Tað hevur verið óalmindiliga stuttligt at vera ein pinkalítil partur av hesum konsertunum, tí hetta er bara enn ein av teimum heilt stóru upplivingunum mann fær, tá mann syngur í kóri. Fyri sjey árum síðan vitjaðu Männerstimmen Basel, sum eisini telist millum heimsins bestu, í 19 var danska kórið Studenter-Sangforeningen á vitjan og í fjør Karlakór Reykjavíkur, og hetta eru alt kór, sum vita hvussu mann syngur. Tey eru millum øgiliga góð og úrmælingar 🎶🎵👏🏻💪🏻
Tey, sum hava skipað fyri, eiga eitt risastórt herðaklapp fyri alt tað stóra arbeiðið, sum er lagt í, og áhoyrararnir eiga sína tøkk fyri at koma at lurta, sviarnir hava sungir tríggjar ferðir her, og tað var fullsett hvørja ferð.👏🏻👏🏻👏🏻
Mann fer smílandi undir eina nýggja viku, tað slepst illa undan, tí mann brúsar innan av ljóðinum, sum hevur fylt so nógv hesar seinastu dagarnar. 😊 Og so endaði alt við, at Bjarni, stovnarin av manskórinum, sum eisini hevur stjórnað tí síðan, og sum hevur gjørt eina rúgvu afturat á síni tónlistaleið, fekk tveir heiðrar á samkomuni eftir seinastu konsertina. Gullnálina frá Tórshavnar kommunu og so gjørdist hann heiðursslimur í Orphei Drängar. Stórar og virðiligar viðurkenningar, tí Bjarni hevur bygt varðar. Stórar varðar. 👏🏻👏🏻👏🏻

Leygarkvøldið 4. nov. 2023 uml. kl. 21
sungu vit fyri o.u. hálvtannaðhundrað veitslukløddum fólkum á ársveitsluni hjá B36 í felagshølunum í Gundadali.
Lagið var gott og tikið var væl ímóti okkum, hóast tað kravdi sína mann – sínar menn – at fáa ljóð í øllum róminum.
Vit møttust annars longu kl. 19:15 í hølunum hjá SMJ á Glaðsheyggi. Serliga B36-sangurin “Rennið dreingir” hjá Louis Zachariassen og Gunnar Mikkelsen, sum Bjarni útsetti fyri manskór til 60 ára-haldið hjá árstalsfelagnum í 1996, hevði fyri neyðini at verða sungin nakrar ferðir.
Komnir niðan í Gundadal, og møttu vit leivdunum av sigursælum HB’arum, sum júst høvdu sæð lið sítt vunnið á B68 í steypafinalu á Tórsvølli. Eitt úrslit sum samstundis tryggjar B36 lut í europeiskari kapping komandi leikár, og ikki gjørdi lagið á árveitsluni í B36-húsunum verri.
Vit bíðaðu tolnir eina fitta løtu eftir tørni, ogvórðu um síðir bodnir innar at syngja fyri veitslufólkinum.
Renni dreingir var fyrsti sangurin á skránni, og var hann sera væl fagnaður.
Kom du ljuva varð síðani yndisliga framførdur, áðrenn
Side by Side rungaði í høllini.
Eg minnist úr gomlum søgum var fyrireikaða eykanummarið, og nú sýndi Peter Niclasen nýggjar síður av sær sum fimur guitarleikari. Veitslufólkið sang við, og hetta riggaði stak væl sum síðsti sangur. Vit vórðu væl fagnaðir, tá vit funnu okkum leið millum borðini og út aftur í regnið og myrkrið.
Sámal stjórnaði hegnisliga.
Sangararnir vóru: Bassar 2: Petur G, Petur N, Mads, Sjúrður N og Kaj K.
Tenorur 1: Peter N, Egon, Jógvan Elias, Mouritz og Jón F.
Tenorur 2: Magnus, Sveinur, Áki, Viggo, Helgi A, Hannus, Jørgin Pauli og John D
Bassar 1: Nicolai, Elias, Jón K og Jógvan T.

Sunnudagur 12. nov. 2023 kl. 11:00 – 12:40
Beinleiðis sjónvarpa fagnaðarguðstænasta í Vesturkirkjuni í sambandi við at 200 ár vóru síðani at Matteus evangeliið kom út á føroyskum. 29 mans luttóku og Jón Festurstein stjórnaði.
Okkara íkast í guðstænastuni var:
1. Preludium: Som den gyldne sol /Sum ígjøgnum sortar skýggja.
2. Eftir prædiku: Upp alt í Harrin hevur gjørt.
3. Postludium: Boðar tú til allar tjóðir.
Kirkjufólkið læt væl at, og stuttligt var, eftir postludiið, at bispur, Jógvan Fríðriksson, Bergur Debes Joensen og Heri Joensen, prestar, komu fram á kórsgáttina og klappaðu fyri Tórshavnar manskóri. 

Leygardagur 25. nov. 2023 kl. 17:25
sungu vit fyri 62N í Havnar kirkju, sum byrjan til teirra jálaborðhald. Vit møttu kl. 16.45 og vandu í góðan hálvan tíma áðrenn gestirnir frá 62N møttu. Kl. 17.25 byrjaði stutta konsertin har vit sungu:

  • Føroyar mítt land
  • Boðar tú til allar tjóðir
  • Eg minnist úr gomlum søgum, Christian F. Andreasen spældi undir á gittara
  • Eg róru upp sá næla
  • Føgur er foldin
  • Gleðilig jól

Í alt vóru vit 33 sum sungu fyri áleið 25 veitsluklæddum áhoyrarum.
Jón Festirstein stjórnaði og hevi sera gott tak á kórinum.