Skip to content

Tiltøk 2010 – 2019

2010

15. januar 2010

Sungu vit í Listaskálanum til eitt tiltak, sum Mentamálaráðið skipaði fyri. Tað vóru tey bæði Kári p. og Laura Joensen, sum blivu heiðrað fyri teirra listaligu gávur. Til høvið spældu vit sangin »Skygni« hjá Kára p. soleiðis, sum hann eigur at spælast: við trummum (Jónleif Jensen), guitar (Leivur Thomsen), bassguitar (Kolbein Simonsen), saxofon (Oddur Hentze), solosang (Fróði Sandoy) og annars vit. Tað gekk rímuligt, ÚF var har og sendi beinleiðis, tað kundi verið verri, men eisini betri. Tá fólk komu spældi Árni Hansen í einar 15 minuttir løg hjá Kára p.

10. apríl 2010

10. apríl 2010 sungu vit í Skálanum í Klaksvík. Høvið var at ísak Mikladal helt sín trýss ára føðingardag har, og vit vóru bidnir at syngja, og tað gjørdu vit. Vit vóru einir 12 mans, sum møttust við Norðurlandahúsið, har vit fyltu nakrar bilar og koyrdu so til Klaksvíkar har vit kl 22:30 sungu nakrar sangir fyri Ísak og føðingargestunum, og eftir ein drekkamunn ella eina øl fóru vit aftur til Havnar.

16. mai 2010 kl. 19.30

Konsert í Müllers Pakkhúsi, Tórshavn

Konsertskráin sæst her:

19. mai 2010 kl. 19.30

Ársveitsla í AB-húsinum

25. mai 2010 kl. 19.30

Koncert i Samuelskirken, København

26. mai 2010 kl. 19.30

Koncert i Sorø Klosterkirke, Sorø.

27. mai 2010 kl. 19.30

Koncert i Christianskirken, Fredericia

28. mai 2010 kl. 20.00

Koncert i Alsion, Sønderborg

29. mai 2010 kl. 15.00

Felagskonsert í konsertsalinum í Alsion, Sønderborg, har øll manskórini sum vóru við til stevnuna, sungu nakrar felagssangir saman við Danfoss-orkestrinum. Millum aðrar bleiv »I Danmark er jeg født« sungin. Fyrr um dagin fóru øll manskórini í skrúðgongu inn í miðbýin í Sønderborg, har røður vórðu hildnar. Síðani fóru kórini hvør sær ymsastaðin í býnum fyri at syngja nakrar sangir, vit sungu Regin Smið meðan Fróði Sandoy stjórnaði. Tað gekk væl.

Myndir frá Danmarkartúrinum

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

5. juni 2010

Á noroyðarstevnu tann 5. juni sungu vit í Klaksvík. Tað var enn einaferð Jógvan Andrias, sum heitti á okkum um at syngja við ellivutíðina um kvøldi har sum felagssangurin tey síðstu árini hevur verið. Vit sungu einsamallir í einar 20 minuttir intil klokkan bleiv tólv, og tá tóku vit undir við felagssanginum í eina løtu, inntil bussurin hjá okkum skuldi aftur til Havnar. Tað var gott lag í bussinum aftur til Havnar.

9. juni 2010

Mikudagin 9. juni kl. 12:30 høvdu vit eina mini konsert úti á molanum í Havn. Tórshavnar Havn hevði biðið okkum syngja í samband við at Cruise-skip á fyrsta sinni var á Havnini. Tað gjørdu vit so aftanfyri Schengenhegnið mitt í arbeiðstíð. Vit sungu einar fimm »Fortefortissimo« sangir fyri skipinum og einari broyt, sum flutti containarar. Eitt sindur illa fyriskipað! Gott at vit ikki vóru í føroyskum búna!!!

12. juni 2010

Leygarkvøldi 12. juni 2010 sungu vit í Norðurlandahúsinum til eitt tiltak hjá Bank Nordic.

19. juni 2010

Gjørdi Tórshavnar Manskór eina útferð til Mykinesar. Í Mykinesi var ein mentanarstevna har millum annað varð lýst við Kirkjukonsert í Mykinesi, og at sangarindurnar Lív Dam og Joanna Johansen sungu ymsastaðni í bygdini. Har var eisini lýst við føroyskum dansi. Í hólmanum var sjónleikur framførdur, meðan tað við brúnna til Hólman var mótashow. Uppi við minnisvarðan var fólkafundur har Steinbjørn B. Jacobsen helt røðu. Eftir áheitan frá fyriskiparunum av stevnuni, luttók Tórshavnar Manskór á fólkafundinum við minnisvarðan, og á mótashowinum við brúnna til Hólman, og vit luttóku eisini við eini konsert í Kirkjuni, sum var stúgvandi full.

21. august 2010

21. august var stór konsert í ítróttarhøllini í Klaksvík fyri Hanus G. Johansen. Jógvan Andrias og Rudolf Joensen skipaðu fyri at fáa Tórshavnar Manskór við til tiltakið. Konsertin byrjaði kl 20:30, og vit sungu » Marita« og »Saknur« “a cappella”, tað vil siga uttan instrument, og tað riggaði vist væl. Í »Saknur« var Fróði Sandoy solistur. Vit høvdu ein góðan busstúr heim um náttina.

22. august 2010

22. august helt Kári p. trýss ára føðingardag í Sjónleikarhúsinum í Havn. Sjálvt um vit høvdu sungið fyri Hanusi G. í Klaksvík dagin fyri, so vóru vit í Sjónleikarhúsinum og sungu »Skygni« fyri Kára p. Fróði Sandoy var solistur, og Árni Hansen spældi klaver.

7. november 2010

Sunnudagin 7. november kl. 11:00 sungu vit til eina Guðstænastu í Hoyvíkar kirkju. Oddvør Johansen hevði spurt okkum um vit kundu syngja tveir sangir, og tað gjørdi vit. Tað ljóðaði vist helt væl har sum vit stóðu.

5. desember 2010

5. desember kl. 19:30 høvdu vit okkara vanligu jólakonsert úti í Vesturkirkjuni, og til hetta høvið, høvdu vit fingið Ernst Sondum Dalsgarð at vitja Tórshavnar Manskór. Hann sang nakrar sangir sjálvir saman við Bjarna Restorff upp á klaver, og nakrar sangir saman við manskórinum. Vit høvdu eisini ein anna solist, og tað var okkara egni kórlimur Andrias Reinert, sum sang brot burturúr »Showboat« saman við Manskórinum og Árna Hansen upp á klaver. Skráin var henda:

15. desember 2010

Sungu vit í Müllers pakkhúsi kl 17:00, og orsøkin var at Óli Jacobsen legði bókina »Petur Alberg – Maðurin, sum gav okkum lagið til tjóðsangin« fram í Müllers Pakhúsi. Samstundis var tað eitt 125 ára minningarhald fyri Peter Alberg og sagt bleiv frá ymiskum. Vit sungu » Eg elski teg land« og sjálvandi tjóðsangin, soleiðis sum hann eigur at vera, og onkran annan sang. Sangarin Peter H. Niclasen framførdi einar tveir sangir hjá Peter Alberg, meðan Bjarni Restorff spældi upp á klaver.

15. desember 2010

Eftir sangin í Müllers Pakhúsi fóru vit oman á Hotel Hafnia at syngja víðari. Vit sungu tá fyri pensionistafelagnum, sum fekk ein betri bita nú tað stundaði móti jólum, og fyri teimum sungu vit onkran av teim somu sangunum, sum vit sungu í Müller Pakhúsi, umframt nakrar jólasangir og »Eg minnist úr gomlum søgum«. Formaðurin í pensionistafelagnum, Finnur Johansen, takkaði fyri.

18. desember 2010 kl. 14.00

Tann 18. desember vóru vit við á Jólamatinéini, sum Konsertfelagið plagar at skipa fyri. Rættiliga fitt av fólki plagar at vitja. Á konsertini sang Andrias Reinert solo, meðan Árni Hansen spældi upp á klaver. Skráin var henda:

24. desember 2010 kl. 14.00

Jólahald á Lágargarði. Heimasíðan hjá Lágargarði skrivar: “Jólaaftanshaldið byrjaði sera há¡tíðarliga við guðstænastu fyri húsfólk, avvarðandi og starvsfólk. Yvir 100 fólk vóru savnað, har Uni Næs, dómpróstur, prædikaði og Tórshavnar Manskór sang so yndisliga fyri okkum. Tað hava teir gjørt øll 24 árini, húsið hevur verið opið, teir høvdu tveir solistar við, Berghild Poulsen og Andrias Reinert, og gjørdi tað løtuna ikki minni góða. Býráðsformaðurin bar eisini eina heilsu fram.”

2011

15. januar 2011

Tann 15. januar 2011, eitt leygarkvøld kl. 18:00, sungu vit í Ólavskirkjuni í Kirkjubø. Vit vóru nokk so væl mannaðir í tí gomlu kirkjuni, har vit sungu fyri okkara »fjeppara« Axel Hansen, sum tað kvøldi var í centrum, tí øll hansara nærmastu vóru boðin til ein betri bita í Stokkastovuni eftir eina stutta konsert í Kirkjuni. Vit sungu einar sjey føroyskar og íslendskar sangir fyri honum og gestunum.

19. februar 2011

Tann 19. februar 2011 høvdu vit ársveitslu upp i í Bridgehúsinum í Gundadali. Ársveitslan var sera væl skipa við nógvum góðum undirhaldi, millum annað var Hilmar Jan Hansen.

23. februar 2011

Tann 23. februar 2011 sungu vit á hvíldarheiminum Naina, sum fylti 75 ár. Til høvið sungu vit ein sang upprunaliga yrktan til vígsluna hjá hvíldarheiminum Nainu fyri 75 árum síðani, til lagi »Påskeklokken kimed mildt«, sum er ein gomul føroysk vísa upptekna eftir eini nólsoyarkonu búðsitandi í Keypmannahavn, sum gjørdist ein landaplága í Danmark um tað mundi. Vit sungu sjálvandi nakrar aðrar sangir eisini. Vit vóru umleið 16 sangarar.

Mynd: Jógvan á Dul.

3. apríl 2011

Sunnudagin tann 3. apríl 2011 kl. 17:00 sungu vit í Nólsoyar kirkju, har Anne Mette Clementsen hevði sína fyrstu tænastu, og í tí sambandi høvdu vit einki í móti at fjálga um løtuna við at syngja nakrar sangir. Vit sungu fimm sangir »Alta Trinta«, »Jeg vil mig Herren love«, »Boðar tú til allar tjóðir«, » Upp alt, ið Harrin hevur gjørt« og »Locus Iste«. Uppmøtingin var nokk so góð, og vit blivu bodnir til ein drekkamunn upp í missiónshúsinum.

14. apríl 2011

Tann 14. apríl 2011 sungu vit uppi í Hoyvíkar kirkju til eina guðstænastu. Organisturin, Oddvør Johansen, skipaði fyri, at vit kundu koma niðan at syngja, og uppmøtingin var góð, og tað ljóðaði eisini væl.

25. apríl 2011

Tann 25. apríl 2011 sungu vit í Vesturkirkjuni til eina guðstænastu har, og tað er næstan altíð eitt fragd at syngja í Vesturkirkjuni, har vit hava gjørt tær flestu upptøkurnar til fløgurnar hjá okkum. Heri Joensen var prestur og uppmøtingin hjá monnunum var sera góð.

15. mai 2011

Tann 15. mai 2011 høvdu vit konsert í Skopunar Kirkju, og orsøkin til tað var, at Elis Poulsen fyrst í árinum spurdi um vit kundu koma hagar at syngja. Tað vildu vit gjarna bara vit ikki høvdu ov nógvar útreiðslur av tiltakinum. Kirkjuráðið bjóðaði kaffi og bollar. Við til konsertina høvdu vit fingið guitarspælaran og leiðaran á musikkskúlanum á Sandoynni Ragnar Olsen at spæla við á konsertini. Skráin var henda:

28. mai 2011

Tann 28. mai 2011 høvdu vit konsert í klingruni í Norðurlandahúsinum, og orsøkin til tess, var at Nordisk Sanger Forbund stytt NSF, sum vit eru limir í, hevði fund í Havn tað vikuskiftið, og í tí sambandi høvdu vit konsertina. Men, sum so ofta so var eisini konsert við Tarira tann dagin, og fyri at tað ikki skal vera lygn, so var Champion League Finalan eisini tá, men álí­kavæl møtti fitt av fólki til konsertina eini 70. Eftir konsertina fór nevndin í NSF oman á Norðlýsið har teir fingu ein betri bita. Her er skráin:

9. juni 2011

Tann 9. juni 2011 bleiv fyrsta bind av føroyskari bókmentasøgu hjá Malan Marnersdóttir og Turið Sigurðardóttir løgd fram í konsertsalinum í Norðurlandahúsinum, og í tí sambandi bað Nám okkum um at syngja nakrar sangir. Sangirnir vit sungu vóru: »Ein skógvaferð« (Upp fró og kvøðið tit Føroya børn) hjá Billu Hansen, og »Orðini« hjá Róa Patursson og Bjarna Restorff. Sangurin gekk væl, kanska eina mest tí vit stóðu ikki í miðjuni, men rættuliga nógv til vinstru sæð frá áskoðarunum.

29. juli 2011

Tann 29. juli 2011 kl. 10:00 møttu vit í Havnar Kirkju, og orsøkin var tann at vit kl 11:00 skuldu syngja við til felagssangin og kórsvørini í ólavsøkuguðstænastuni, har umframt sungu vit tveir sálmar sjálvir nevniliga »Boðar tú….« og »Jeg vil mig..«, Fróði Sandoy sang solo. Sjálvt Heri Eysturlíð úr Svøríki helt, at tað ljóðaði væl!

15. november 2011

Tann 15. november 2011 sungu vit í hølunum hjá Fiskimannafelagnum á Bryggjubakka, og orsøkin var tann at Musikklærarafelagið hevði aðalfund tann dagin. Seinni um dagin varð so ein Jubileumsdøgurði fyri limirnar og har sungu vit so nakrar sangir millum annað »Gubben er gammal« og »Matlepan«. Vit vóru ikki so nógvir, men tað gekk væl.

30. november 2011

Tann 30. november 2011 kl. 20:00 verður »Kirkjuárið verður sungið inn« í Dómkirkjuni. Helgi í Brekkunum, sum situr í kirkjuráðnum stendur fyri tiltakinum, eins og hann eisini stendur fyri tí tiltakinum, sum eitur »aftankvirra«. Tiltakið stendur í andsøgn til ta tíðina, vit liva í: aftur og fram sum fluga í fløsku, akkompagnerað av »óspecifiseraðum« ljóði. í Havnar Kirkju 30. november 2011 kanst tú í eini trý korter ella so njóta friðin í kirkjuni, men samstundis er høvið at syngja seks friðarligar sálmar, sum eisini standa í andsøgn til tann musikkin, sum fjølmiðlarnir hjá okkum umboða. Sálmarnir, ið sungnir verða, umboða høvuðstættirnar í kirkjuárinum. í tiltakinum luttekur, umframt Tórshavnar Manskór eisini Kristiliga Sangkórið, og kórini bæði fara at syngja einar tveir sangir í part, og eisini fer dómprósturin Uni Næs at sigur nøkur væl vald orð. Vit sungu Kyrie og Jag vet en dejlig rosa

2. desember 2011

Tann 2. desember 2011 sungu vit í Hoyvíkar kirkju, og orsøkin var tann at okkara sangari Torleif Samuelsen, sum fyrr í vikuni doyði, fór til gravar henda dag. Prestur var Sonja Klein og Manskórið sang »Niður sólin fór« (Angelus) eftir Knud Jeppesen (Jóhannes A. Næs týddi) beint eftir præludium, meðan Kristiliga Sangkóri sang Bach beint eftir prædikuna. Tað ljóðaði gott uppi frá orglinum.

4. desember 2011

4. desember 2011 hevði Tórshavnar Manskór jólakonsert í Gøtu kirkju kl. 16:00 saman við einum nýstovnaðum ungdómskóri og Eystanljóð, sum bæði hoyra til í Gøtu. Gestasolistur á konsertini var Petsi Tvørfoss og eisini var Anna Maria Olsen við. Skráin úr Gøtu kirkju sæst her:

4. desember 2011

4. desember 2011 kl 19:30 endurtóku vit ein part av jólakonsertini, sum vit høvdu í Gøtu, í Vesturkirkjuni. Prestur var Bergur D. Joensen. Manskórið hevur undanfarnu árini havt gestasolistar, sum til dømis, Ernst Sondum Dalsgarð, Andrias Reinert, Eivør Pállsdóttir, Peter H. Niclasen, Ursula Bambuch og fleiri, og henda jólakonsertin varð heldur einki undartak í so máta, tí okkara gestasolistur á konsertini 4. desember varð eingin mætari enn Petsi Tvørfoss, sum er ættað úr Gøtu! Við á konsertini varð sangkórið Eystanljóð úr Gøtu, sum Leif Hansen stjórnaði, og tey brúkta Petsi Tvørfoss og Onnu Mariu Olsen sum solistar í ávikavist »Halga nátt« og »Fra himlen hátt«. Sama konsert varð hildin fyrr um dagin kl. 16:00 í Gøtu Kirkju. í Gøtu komu um 400 fólk at lurta, meðan tað í Havn komu um 700 áhoyrarar.

Her eru tvær stuttligar myndir: í erva eru mennirnir í tí yvirnattúrliga Kubistiska hjørninum, meðan Petsi er í einari heilt nattúrilgari »actió« niðanfyri.

14. desember 2011

Tann 14. desember 2011 kl. 21:00 sungu vit í Kirkjubø, og orsøkin var tann at nevndin fyri Tryggingina »Lív« hevði eina hugnaløtu í Stokkastovuni. Poul Hansen, sum var formaður í nevndini bað okkum um at syngja kvøldið fyri og vit játtaðu. Tað var ikki møguligt at fáa alt manskórið við upp á so stutta tíð, so vit vórðu bert 9 mans: Helgi, Birgir, Áki, Høgni Højgaard, Stein, Kenneth, Hugo, Mads, Christian Andreasen og eg. Vit sungu fýra sangir og tað var so nøkunlunda OK.

16. desember 2011

Tann 16. desember 2011 kl. 19:30 sungu vit í Havnar Klubba, og skráin var sum hon plagar at vera: sera fjølbroytt. Havnar Klubbi er eitt sera hugnaligt stað og har hava vit einki í móti at vera . Hetta kvøldið sungu vit: Love me tender (Egon Hansen sang solo), Kom drekkið vínreyða skál, I østen, Nú hnígur sól. Tell me why, Jeg vet en dejlig rosa, Eg rósu upp sá næla, Føgur er foldin og Gleðilig jól.

16. desember 2011

Tann 16. desember 2011 kl. 20:20 sungu vit fyri advokatunum á Advokatvirkinum í Jónas Bronck á Frúutrøð. Tey høvdu jóladøgurða har , tað gekk sera væl tí rúmið ljóðar væl, og vit sungu einar seks sangir: Love me tender, Kom drekkið vínreyða skál við mær, Tell me Why, Jag vet en dejlig rosa, gleðilig jól, og Kom du ljuva.

16. desember 2011

Tann 16. desember 2011 kl. 21:20 sungu vit í Norðurlandahúsinum har starvsfólkini høvdu jólborðhald. Tað gekk sera væl tí rúmið ljóðar væl, og vit sungu einar seks sangir: Love me tender, Kom drekkið vínreyða skál við mær, Tell me Why, Jag vet en dejlig rosa, Gleðilig jól, og Kom du ljuva. Tað var bert eitt keðiligt, og tað var at Andrias Reinert í myrkrinum datt um ein bonk.

23. desember 2011

Tollaksmessudag 23. desember sang Tórshavnar Manskór á jólamatiné í Havnar Kirkju, sum Konsertfelagið nú í nógv ár hevur skipað fyri. Á konsertini sang eisini sangarindan Drifa Hansen nakrar sangir. Hon er føroyingur og býr og virkar sum sangari í Berlin í Týsklandi. Hesaferð var jólamatinéin liður í eini røð av tónleikatiltøkum, sum vóru í Havnar kirkju, hvørt kvøld kl. 20 líka frá 26. november til 23. desember. Hetta varð sostatt tað seinasta tiltakið í røðini. Skráin var henda:

24. desember 2011

Tann 24. desember sungu vit uppi á Lágargarði enn einaferð. Tað hava vit gjørt øll árini síðani 1987. Kl 13:30 setti Sonja Klein jólahaldi á Lágargarði í gongd við einari lítlari Guðstænastu har fjøldin slapp at syngja nakrar jólasálmar afturvið orgulspælinum hjá ívar Iversen, aftaná sungu vit einar seks sangir fyri samkomuni, og tað var liðugt dansaðu børnini, og tey sum annars vildu, runt um jólatræðið. Tá var búðfólkið farið inn á »eindirnar« har tey saman við familjuni síni hava hugna sær, og fingið okkurt gott at eta.

2012

6. januar 2012

Tann 6. januar kl. 20:00 sungu vit í Starvsmannafelaghúsinum fyri gullbrúðarparinum Sólrun (fødd Mohr) og Hans Holm. Tað stuttliga er at starvsmannafelaghúsini upprunaliga var »Pf/Leif Mohr«, áðrenn virkið flutti niðan á Hoyvíksvegin, og at Leif Mohr, pápi Sólrun, var virkin innan sang, og tá serliga manskórsang í Havnini í sínum ungu døgum. Vit kundu ikki manna alt Manskórið, men teir ið sungu vóru hesir: Helgi Nielsen, Mouritz Mohr, Kjartan Mohr, Áki Davidsen, Jónfinn Petursson, Suni Rasmussen, Andrias Reinert, Sjúrður Norðbúð, Niels Hóvshólm meðan Hanus Joensen var dirigentur. Teir sungu: »Eg minnist úr gomlum søgum« (Kjartan spældi guitar), »Kom du ljuva«, »Kom drekkið vínreyða skál við mær« og »Tell me Why«. Tað gekk vist rættiliga væl við framførsluni, og ikki minst aftaná hjá Lauru Joensen, – har tað bleiv fýrt væl uppundir.

18. februar 2012

Leygardagin 18. februar millum kl. 11 og kl. 15 høvdu Halla og Kenneth Samuelsen brunch úti á skúlanum á Trøðni. Tað var teirra silvurbrúdleypsdagur, og Leivur, sonur teirra bað okkum um at syngja fyri teimum, og tað gjørdu vit fegnir. Vit møttu seinnapartin onkuntíð við 2 tíðina har vit sungu Kom du ljuva, I østen, ísland ögrum skorið og onkran føroyskan sang. 1.tenorar vóru Helgi Nielsen, Mouritz Mohr og Peter H. Niclasen. 2. tenorar vóru Kjartan Mohr og Áki Davidsen. 1. bassar vóru Jónfinn Petursson og Suni Rasmussen. 2. bassar vóru Mads A. Winther Niels Hóvshólm, Andrias Reinert, Sjúrður Norðbú.

19. februar 2012

Sunnudagin 19. februar kl. 19:00 vóru vit bidnir at syngja vesturi í Vágunum, har Lionsfelagsskapurin hevur eitt tiltak við skúlan á Giljanesi. Av tí, at tað ikki var inniverandi á Skúlanum á Giljanesi, fyri blámusopp, varð tiltakið í ítrottarhøllini, sum stendur nærindis skúlan. Vit vóru bidnir um at syngja í einar 20 minuttir til hálvan tíma, og tað gjørdu vit so, – 50 mans við bili til høllina á Giljanesi fyri at syngja! Vit fingu, um ikki annað,sungið »Sangerhilsen«, »Ódn«, »Olaf Trygvason«, »Locus iste«, »Now is the month of maying«, »Kyrie«, »Tell me why«, »Eg minnist úr gomlum søgum« fyri teimum, sum vóru í ítrottarhøllini.

17. mars 2012

Leygardagin 17. mars høvdu vit 25 ára jubileumskonsert úti í Framsýningarhøllini á Tórshavnar Skipasmiðju. Vit brutu upp úr nýggjum, fyrst við at halda konsertina í framsýningarhølinum á Tórshavnar Skipasmiðju, og síðani á allarbesta hátt at lata áhoyrararnar lýða á eitt forkunnugt repertoire, sum ikki er nógv at hoyra í miðlum okkara. Framsýningarhølini verða vanliga brúkt sum arbeiðsrúm hjá Heystframsýningarbólkinum (frá 2005), ið telur hesu 16 mentafólk: Andrias Andreassen, Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, Hanni Bjartalíð, Hjørdis Haack, Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Bárður Jákupsson, Rannvá Kunoy, Anker Mortensen, Olivur við Neyst, Marius Olsen, Torbjørn Olsen, Brandur Patursson, Trøndur Patursson, Bjarne Werner Sørensen, Tummas Jákup Thomsen. Framsýningarhøllin hevur tað luksus, at hava ein elevator til tey, ið eru illa gongd, – ella tey, ið halda at trappurnar eru ov tungar at ganga. Fyri at gera konsertina eitt sindur meira forkunnuga hongdi Tróndur Patursson nakrar málningar upp, sum áhoyraranir kundu njóta ella keypa, um teimum listir. Uppmøtingin í Framsýningarhøllini á Tórshavnar Skipasmiðju kl. 17 var góð, vit høvdu lánt yvir 100 stólar frá býráðnum og har mátti setast einir hálvtrýss stólar afturat, – so tað var ikki so galið. Frásøgumaður á konsertini, sum vardi ein góðan tíma, var Robert Mc Birnie.

17. mars 2012

Leygardagin 17. mars um kvøldi høvdu vit ársveitsluna hjá okkum. Og hesa ferð hevði veitslunevndin Viggo, Elias og Helgi gjørt sera nógv burturúr: góðan mat frá Oddvør Skarðhamar, gott undirhald frá Robert Mc Birnie og okkum sjálvum, góðar talur, okkurt at tyggja uppá og so framvegis!

23. mars 2012

Fríggjakvøldi 23. mars sungu vit fyri sálarfrøðingum uppi á Hotel Føroyum, har teir fingu ein betri bita í matstovuni, har vit eisini sungu fyri teimum. Sálarfrøðingarnir – ella psykologarnir – høvdu sett sær sjálvum stevnu í Norðurlandahúsinum fyrr um dagin við gestum sum hildu fyrilestur. Vit vóru ikki nógvir sangarar: Peter, Birgir, Jógvan Elias, Jón, Elias, Jákup, Mads, Niels, Hugo og onkur annar. Og vit sungu ?, Tjarnareyga, I østen stiger solen op, ísland ögrum skorið, Kom du ljuva hjärteven og AB-mjólk gevur javnvág.

7. apríl 2012

Leygarkvøldi 7. apríl sungu vit í Maritugøtu nr. 30 í Hoyvík fyri Elin Winther Poulsen, sum fylti 45 ár (vikuna eftir) og, sum í tí samanhangi hevði eitt konufólkaparty. Har fóru vit so niðan at syngja tí Jógvan Elias bað okkum. Tað gjørdu vit gjarna! 1. tenorar vóru: Hans Pauli, Jógvan Elias, Birgir. 1. bassar vóru: Elias, Jón. 2. tenorar vóru: Kári, Áki, og 2. bassar vóru: Petur, Christian, Mads og Niels. Vit sungu: Boðar tú.., ísland ögrum skorið og Kom du ljuva hjärteven.

7. mai 2012

Mánadagin 7. mai kl. 16:15 sungu vit í Læraraskúlahøllini fýra sangir: »Boðar tú til allar tjóðir«, »ísland ögrum skorið«, »Kom du ljuva« og »Poor man Lazarus«. Teir, sum sungu vóru Helgi, Hans Pauli, Jógvan Elias, Áki, Kjartan, Jákup, Jónfinn, Petur, Hugo, Niels, Sjúrður og sjálvandi Andrias, sum sang solo. Tað var Elisabeth Holm, sum hevði heitt á okkum um syngja til »Vegleiðararáðstevna í Føroyum mánadagin 7. mai 2012«, við yvirskriftini Vegleiðing fyri øll – hvar sum helst, nær sum helst. Tað gekk vist ikki so galið.

17. mai 2012

Hósdagin 17. mai kl. 21:20 sungu vit allir í Müllers pakkhúsi til ein galladøgurða fyri Jens Stoltenberg, forsætismálaráðharran í Norra. Tað var okkara løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen, sum hevði boðið Jens Stoltenberg til Føroyar. Uppi í Norðurlandahúsinum var, fyrr um dagin, konsert fyri honum, har millum annað Hanus G. Johannsen, barnakórið hjá Tórshavnar Musikkskúla og Eivør luttóku. Har sluppu vit so ikki við. Men um kvøldið sluppu vit so at syngja fyri honum í Müllers Pakkhúsi, og tað gekk vist rættiliga væl, tí vit komu úr erva, tá vit murraðu sangin »Alta Trinita Beata«, og tá allir vóru komnir uppá pláss sungu vit hann lidnan. Eftir hann sungu vit tann norska sangin »Olaf Trygvason« eftir Reissiger og Bjørnson, og tað var vist væl valt tá 17. mai er tjóðardagurin í Norra. Eftir hann sungu vit »Tú ert so deilig«, sum Tór Verland Johansen og Janus Trúgvason hava gjørt, og tað var eisini eitt gott væl, tí í honum syngja menninir: er lívið ikki herligt at liva! Eitt gott alternativ til beistagerðirnar hjá Breivik, sum pressan kanska fór at válka sær í.

24. mai 2012

Hósdagin 24. mai kl. 21:30 sungu vit allir (48 mans) í Müllers Pakkhúsi til ein døgurða, sum Tórshavnar Býráð skipaði fyri. Býráði var alla vikuna vertur fyri umboðum úr øllum teim norðurlendsku høvuðstøðunum: Tað vóru fyrilestrar um mentan, visiónir, útferðir og ymiskt annað og hóskvøldið var býráðið vertur fyri eina betri máltíð við undirhaldi, har vóru millum aðrar Edvard N. Debes og Finnur Hansen, sum spældi, dansifelagið vísti gestunum føroyskan dans og vit sungu Alta Trinita Beata, Olaf Trygvason, I østen stiger solen op, Kom du ljuva, Nu andar, og Orðini. Á hesu samkomu fingu vit eisini eina forsinkaða føðingardagsgávu, ein kekk, frá Heðini Mortensen áðrenn tann síðsta sangin, Orðini. Tað gekk bara væl og gestirnir vóru væl nøgdir. Niðanfyri eru tvær myndir frá tiltakinum.

27. mai 2012

Sunnumorgunin 27. mai kl. 11:00 sungu vit í Hoyvíkar kirkju tveir sangir: fyrst »Kyrie« hjá Konstantin Türnpu í staðin fyri præludium og sí­ðani sungu vit »Locus iste« hjá Anton Bruckner eftir prædikuna. Tað var presturin Uni Næss sum bað okkum koma at syngja fyri at gera hvítusunnudagin eitt sindur meiri festligari enn vanligt, og tí at Sjónvarp Føroya skuldi senda guðtænastuna seinni um dagin. At styðja sálmasanginum hevði organisturin Arnold Pætursson fingið Ernst Remmel og Trónda Enni at spæla uppá trompet. Guðstænastan gekk vist rímuliga væl.

28. mai 2012

Mánadagin 28. mai kl. 18:30 sungu nakrir av okkum uppi á Hotel Føroyum fyri beiggja Elias, sum eitur Hans Edvard. Vit sungu einar fimm sangir: Gubben är gammal (Fredmans epistel nr. 27 hjá C.M Bellman , Kom du ljuva hjärteven, I østen stiger solen, Boðar tú til allar tjóðir, Føroyar mítt land. Teir sum sungu vóru Helgi, Oskar, Peter, Bárður, Áki, Ole, Elias, Jónfinn, Christian, Niels, Andrias, Mads og Sjúrður. Sangurin gekk vist væl og føðingarbarnið, sum fylti 70 ár, var vist væl nøgdur, sjálvt um tað ikki sást á honum.

29. mai 2012

Týsdagin 29. mai kl. 17:00 sungu nakrir av okkum til eina kórseting úti í Vesturkirkjuni. Tað var fyri Bergur í Garði, sum dagin eftir skuldi jarðast á Strondum. Prestur var Jógvan Fríðriksson, sum segði nøkur vælvald orð. Vit vóru bidnir at syngja, og vit sungu fyrst »Niður sólin fór« hjá Knud Jeppesen við tí upprunaliga heitinum »Angelus«, og síðani »Boðar tú til allar tjóðir«. Teir sum sungu vóru: Helgi, Peter, Oskar, Bent Tommy, Bárður, Jørgin, Áki, Ole, Kenneth, Elias, Mads, Andrias, Sjúrður, Christian og Niels, og sangurin var á góðari leið

7. juni 2012

Hósdagin 7. juni kl. 20:00 høvdu vit eina »fráfaringarroynd« í Müllers Pakkhúsi í sambandi við uttanlandferðina til Skt. Pætursborg, Tallinn og Tartu. Fráfaringarroyndin var ikki lýst í miðlunum, tí hon var serliga fyri teimum, sum høvdu stuðla okkum á ein hvønn hátt. Miðlarnir vóru bodnir við og av teimum kom so okkara trúðfasti Heri Simonsen frá Rás2. Hann gjørdi upptøkur, sum hann brúkti í sending sínari. Gestirnir – og fleiri óvantaðir gestir – vóru og lurtaði, og teir lótu allir væl at. So tað má hava verið á einari leið. Programm?

10. juni 2012

Sunnudagin 10. juni kl. 11:00 sungu vit tveir sálmar til eina anglikanska guðstænastu í Skt. Pætursborg, har vit eina løtu seinni skuldu hava eina konsert. Til guðstænastuna vóru fá fólk: presturin, tað sum vit kalla degnurin, organisturin, sangarindan, eini fimm úr meinigheitini og so vit, sum fyltu væl í tí niðurløgdu fimleikarhøllini. Vit sungu tveir sálmar til guðstænastuna og teir vóru: Boðar tú til allar tjóðir (J. Patursson/J. Schop. Arr.: B. Restorff) og I østen stiger solen op (B.S. Ingemann/ N.W. Gade).

10. juni 2012

Sunnudagin 10. juni kl. 12:30 høvdu vit konsert í Skt. Katarinu kirkjuni í Skt. Pætursborg. Programmið var upp á ein hálvan tíma til trý korter. Har var fitt av fólki. Okkara programm var 1) Alta Trinita Beata (gamal processiónssangur. Arr.:Göte Widlund) 2) Boðar tú til allar tjóðir (J. Patursson/ Schop. Arr.: B. Restorff) 3) Kyrie (K. Türnpu) 4) Locus iste (A. Bruckner. Arr.: Ferd. Habel) 5) Sverige (Wilhelm Stenhammar) 6) Kom du ljuva hjärteven (Adam de la Hale. Arr.: Carl Schreiber) 7) Olaf Trygvason (B. Bjørnson/F.A. Reissiger) 8) Nú andar Suðrið sæla (Ingi T. Lárusson. Solo: Peter H. Niclasen) og til síðst tvey vers av Nú hnígur sól (D. Bortniansky), fyrsta vers sungu vit á íslendskum, síðsta vers sungu vit á russiskum!

10. juni 2012

Sunnudagin 10. juni kl. 16:00 høvdu vit tað tey kalla gallakonsert í Lomonosov, og tað var ein longri konsert, har vit vóru fyrstir, og sum gekk sera væl. Tíverri sluppu vit ikki at hoyra alla konsertina, tí vit skuldu aftur í bussin til Skt. Pætursborg.

 

14. juni 2012

Hósdagin 14. juni kl. 7:30!!!! sungu vit í tí Estiska sjónvarpinum Føroyar mítt land. Tað var naka tíðliga, men tað mátti bara verða so, og tað gekk vist ikki so illa, sjálvt um menninir fóru í bussin frá hotellinum kl 7:00 í føroyskum búna. – sig so tað!!! Mads A. Winther bleiv annars spurdur um ymiskt í tí Estiska sjónvarpinum, sum neyvan hevur betri pláss enn SVF, men kanska eru teir bara dugnaligari. Her er adressan til sendingina, sum Mads tosaði í (kopiera adressuna, set hana inn í browsar bjálkan): http://etv.err.ee/arhiiv.php?id=128437

14. juni 2012

Hósdagin 14. juni kl. 19:00 høvdu vit konsert­ í Skt Michael kirkjuni(Rootsi-Mihkli kirikus) í Tallinn saman við Eesti Teaduste Akadeemi Meeskoor. Konsertin gekk sera væl, og enntá var tann danski ambassadørurin í Tallin á konsertini saman við dirigentinum, formanninum og nøkrum sangarum hjá Studentersangerne í Keypmannahavn. Studentersangerne skuldu dagin eftir syngja á tí donsku ambassaduni í samband við at tað danska flaggi datt niður í Tallinn Valdermarsdag 15. juni (flaggdagurin hjá dønum) í 1219.

 

15. juni 2012

Frí­ggjadagin 15. juni kl. 19:30 høvdu vit konsert einar 40 kilometrar eystan fyri Tartu í Estlandi. Staðið har vit skuldu syngja var Mooste Manor (Mooste Mõis Folgikoda) har vit skuldu hava konsert saman við Backens Manskör og kvinnukórinum Domina, sum eisini var vertur hjá okkum. Fyrst sungu kvinnurnar úr Domina, Backens Manskör, vit, og til allar síðst sungu vit saman við Backens Manskör sangirnar 1) Sverige (Wilhelm Stenhammar) og 2) Kom du ljuva hjärteven (Adam de la Hale. Arr.: Carl Schreiber) har vit til síðst kastaðu ein koss til til okkara vertir. Konsertin gekk væl, og har var fitt av fólki. Niðanfyri sært tú plakatina, sum varð gjørd til høvið. Okkara programm var 1) Olaf Trygvason (B. Bjørnson/F. A. Reissiger) 2) Nú andar suðrið sæla (Ingi T. Lárusson. Solo: Peter H. Niclasen) 3) I østen stiger solen op (B.S. Ingemann/ N.W. Gade) 4) Orðini (R. Patursson/B. Restorff) 5) Vit eru føroyingar (R. Dahl/K. Bæk. Soli: Peter H. Niclasen og Fróði Sandoy) 6) Razboinika (P. Dinev. Solo: Fróði Sandoy).

16. juni 2012

Leygardagin 16. juni kl. 18:00 var so tað upprunaliga málið við ferðini: tann Norðurlendska – Baltiska manskórstevnan. 2.700 mans sungu saman, og eitt dreingjakór við 1.700 dreingjum, eitt symfoniorkestur og fleiri hornorkestur vóru við. Á áhoyraraplássunum sótu eini 8.000 fólk og lurtaðu. Vit luttóku í skúðgonguni har Jákup Wardum, Rógvi Dalsgarð og Hendrik Rubekksen skiftist um at vera flaggberarar. Vit luttóku í felags sangunum. Konsertin var eitt sindur drúgv, tí hon endaði ikki fyrr enn kl 22:30, – fýra og ein hálvan tíma!!! Programm?

Myndir frá ferðini 9. til 18. juni til Skt. Pætursborg, Tallinn og Tartu kunnu síggjast her:

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

19. juni 2012

Týsdagin 19. juni kl. 17:00 sungu vit í kappellinum á Landssjúkrahúsinum, har bønarhald var fyri Peter Jacobsen, pápa Jófinn Petursson, sum syngur við í kórinum. Møttir vóru Peter H. Niclasen, Egon Hansen, Suni Christiansen og Helgi Nielsen. Viggo A. Hansen, Áki Davidsen. Ole Jensen, Suni Rasmussen, Kenneth Samuelsen. Mads A. Winther og Niels Hóvshólm. Tað gekk vist ikki so galið tá vit sungu “Boðar tú ……”

21. juni 2012

Hósdagin 21. juni kl. 21:00 sungu vit fyri í tiltakinum, sum Tórshavnar Kommuna plagar at hava hvørt ár: summarsólstøður úti í Sandágerði. Tað eigur sjálvsagt at vera longsta dag, men í ár valdi kommuna at hava tiltakið henda dagin. Alt var sum tað plagar: Tað var kalt, Eyðun á Borg var har, dansifelagið var har, rí­ðifelagið var har, Niels var har, onkur helt røðu, skótarnir vóru har og seldu kaka, og so framvegis. Vit vóru rímuliga væl mannaðir, og sangirnir, vit sungu, vóru sum teir plaga at vera.

29. juni 2012

Frí­ggjadagin 29. juni kl 20:15 sungu vit úti á Bjarnoyarvegi 15, tí­ Leivur Samulelsen var júst blivin liðugur sum HF – ari ella var tað HH – ari?, og í tí­ sambandi bað Halla Samuelsen okkum um at syngja nakrar sangir við átta tí­ðina, og tað gjørdu vit so. Við vóru Helgi Nielsen, Peter H. Niclasen, Eyvind Emil Joensen, Áki Davidsen, Høgni Mikkelsen, Kenneth Samuelsen, Rógvi Dalsgarð, Jákup Wardum, Mads A. Winther, Andrias Reinert, Niels Hóvshólm og Petur Nielsen. Vit sungu tríggjar sangir: Tjarnareyga, Kom du ljuva hjärteven og Side by side. Tann sí­ðsta framførdu vit fyri fyrstu ferð. Har var smekkfult av fólki, men tað gekk álíkavæl.

29. august 2012

Mikudagin 29. august kl 14:00 sungu vit í Hoyvíkar kirkju tveir sangir: “Dýrd á vík og vág” hjá Jens Dam Jacobsen/Gunnar Mikkelsen og “Nú andar suðrið sæla” hjá Inga T Lárusson, har Peter H. Niclasen sang solo. Orsøkin var at vit sungu til jarðarferðina hjá fyrrverandi løgmanni okkara Paula Ellefsen. Eg haldi at vit vóru væl mannaðir eftir sum tað var okkara fyrsta tiltak eftir summarferiuna, einir 26 mans vóru møttir, og eg haldi, at tað eisini gekk rímuliga væl at syngja í einari stúgvandi fullari Hoyvíkar kirkju. Umframt at Manskórið sang í Hoyvíkar kirkju, sungu vit eisini fyri  í “Tíðin rennur sum streymur í á” og “Nærri mín Guð til tín” úti á grøvini, tað gekk vist OK, og har var eisini stúgvandi fult av fólki, eins og tað var til ervi.

31. august 2012

Fríggjadagin 31. august kl. á leið 15:50 sungu vit í Útvarp Føroyum, har tað almenna stjóraskiftið í Kringvarp Føroya fór fram, tá Dia Midjord tók yvir eftir Anniku Mittún. Í ódnarveðrinum var fitt av fólki komið niðan fyri at fáa sær okkurt leskiligt í munni og fyri at lurta eftir teim mergjaðu røðunum, sum td. Rúni Heinesen, tann nýggi aðalstjóranum í mentamálum Poul Gert og fleiri onnur mentafólk hildu. – Vit hava so altíð fingið rímuliga góða sømdir frá ÚF, og vit  sungu gleðiliga tveir sangir fyri gestunum. Kári Bæk dirigeraði »Dýrd á vík og vág« og Bjarni Restorff dirigeraði »Side by side«. Vit vóru nokk so væl mannaðir, og tað gekk vist eisini nokk so væl. Niðafyri er ein mynd frá tá vit sungu í trappuni, sum Birgir Sondum hevur tikið.

2. oktober 2012

Mikudagin 2. oktober vóru vit nakrir fáir og sungu Millum Gilja 111 har Anna Dahl-Olsen hevur adressu. Orsøkin var tann einfalda, at hon, sum fylti háltrýss, og Jóannes Jensen sama kvøld komu aftir úr útlondum og vit skuldi verða føðingargávan til hennara. Vit møttu á Frúutrøð kl 20:00 har vit vandu, og tá klokkan nærkaðist 9:00 fingu vit at vita at tey vóru komin heim frá flogvøllinum, so vit fóru niða at syngja nakrar sangir fyri henni. Vit vóru Birgir Krossteig, Jógavn Elias Winther Poulsen, Peter Hentze Niclasen og Helgi Nielsen, Kári Justinusen, Áki Davidsen Høgni Højgaard, Martin Petersen, Jón Kragesteen, Elias Simonsen,Niels Hovshólm, Brynjálvur Johansen og Hugo Samuelsen. Tað ljóðaði væl í húsinum.

5. oktober 2012

Fríggjadagin 5. oktober høvdu vit konsert í fabrikkini hjá Öström á Skálatrøð. Við á konsertini vóru okkara íslendsku gestir »Karlakór Kópavog« undir leiðslu Garðar Cortes og Hanus G. Johansen. Vit deildu konsertina í millum okkara.

Karlakór Kópavogs (myndin omanfyri) varð stovnað í oktober mánað í 2002, og sum teir sjálvir siga, so hevur kórið ikki slitið sínar barnaskógvar enn, men tó eru nógvir sangarar við í kórinum, tí tað telur um hálvtrýss mans, við á túrinum til Føroyar vóru um tretivu mans. Leiðari hjá Karlakór Kópavogs er Garðar Cortes. Karlakór Kópavogs hevur luttikið regluliga við sangi gjøgnum øll árini og eisini luttikið á manskórsstevnum eitt nú SIKK (Sambandi Íslendskra KarlaKóra), sum er manskórsstevna fyri øll manskórini í Íslandi, og tey eru ikki fá. Á vitjani í Føroyum sungu teir, sum nevnt, saman við okkum tann 5. oktober kl. 21:00 í fabrikkini hjá Öström á Skálatrøð, kostnaðurin var einans 150,- kr. (Tá Kópavogur er vinarbýur hjá Klaksvík sungu teir sjálvandi dagin eftir í Klaksvík saman við 17 sangarum.)

Hanus G. Johansen er kendur fyri síni góðu einmansavrik og tað var einki undantak hesuferð, og enntá fingu í vit manskórinum høvið at syngja sangin »Saknur« saman við honum, – tað var ein deilig løta! Løtan var eisini spennandi, tí vit fingu prøvað eitt nýtt høli, sum ongantíð fyrr er blivið brúkt til kórsang, og tað riggaði sera væl!

Her eru nakrar myndir frá konsertini í Fabrikkini hjá Öström 5. oktober, saman við Karlakór Kópavogs og Hanus G. Johansen.

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

10. oktober 2012

Mikudagin 10. oktober sungu vit í Müller Pakhusi kl 13:30 ( mitt í døgurðatímanum) tí Tórshavnar Býráð hevði prominentar gestir frá ÍSF og FIFA, nevniliga Sepp Blatter og Christian Andreasen.Tað var sjálvandi flottur døgurði í Müllers Pakhúsi við býráðslimum, limum í ÍSF og so sjálvandi Sepp Blatter, sum skulu spræna eitt sindur av peningi í okkurt project. Vit møttu stórt sæð allar mans í stívasta puss (svørtun jakka, hvíta skjúrtu, svartar buksur, svartar skógvar, svartar hosur, svarta mappu og svarta butterfly) í Müllers Pahhúsi har vit oman eftir trappunum sungu Alta Trinita Beata, Olaf Trygvason, Summarkvøld, og Side by side. Bjarni Restorff dirigeraði tveir teir fyrstu meðan Kári Bæk dirigeraði teir síðstu, – og tað gekk so mikið væl, at bæði Óskar Eirikson “Aftaná Tórshavnar Manskór var liðugt at syngja, fór Sepp Blatter upp á talarastólin. Sepp Blatter segði at hann helt, at hann var í einari stórari kirkju tá manskórið sang, og sangurin fór, sum hann segði, heilt inn undir húðina.” Tað vil siga at maðurin var rørdur, sum Christaian Andreasen eisini seinni váttaði. Her fara at koma nakrar myndir, sum Alan Brockie hevur tikið fyri býráðið, sum vit hava fingið loyvið at brúka.

2. november 2012

Fríggjadagin 2. november sungu vit á Hotel Føroyum í samband við at Boðanesheimið alment bleiv tikið í brúk. Um kvøldi vórðu allir partar bodnir til ein betri bita uppi á Hotel Føroyum, har vóru arbeiðsmenn, leverandørar, býráðslimir, løgtingslimir, landsstýrismenn og øll møgulig, sum á einhvønn hátt hava havt við byggingina at gera, við, – eini 180 fólk. Vit sungu fýra sangir ein íslendsan “Tu alfvu vorrar yngsta land” ein føroyskan “Boðar tú til allar tjóðir” og tveir eingilska “Tell me Why” og “Side by side” og teir vórðu væl mótiknir av publikum, og enntá klappaðu tey til Side by side. Við vóru Egon Hansen, Jógvan Elias Winther Poulsen, Birgir Krossteig, Peter Hentze Niclasen, Áki Davidsen,Kjartan Mohr, Høgni Mikkelsen, Elias Simonsen, Martin Petersen, Stein Fossá, Niels Hovshólm, Brynjálvur Johansen, Hugo Samuelsen og Petur Nielsen.

2. desember 2012

Sunnudagin 2. desember – tað vil siga fyrsta sunnudag í advent – høvdu vit, saman við Karlakór Reykjavíkur, ikki færrin enn tvær konsertir í einari stúgvandi fullari Vesturkirkju! Karlakór Reykjavíkur, sum vit hava samskiftið við kom longu fríggjadagin 30. november á vitjan. Leygardagin 1. desember høvdu teir konsert fyri umleið 400 áhoyrarum í Fríðrikskirkjuni inni á Toftum og sunnudagin høvdu vit sum sagt tvær konsertir í Vesturkirkjuni kl. 17:00 og kl. 19:30. Eftir konsertirnar hugnaði vit okkum saman í Havnar Klubba, har vit fingu okkurt leskiligt og okkurt til matna, – tað sociala skal haldast við líka!.

Niðanfyri er ein mynd við Karlakór Reykjavíkur 27. oktober 2011 í Hørpuni. 

Tórshavnar Manskór vitjaðu Karlakór Reykjavíkur í 1993 og teir vitjaðu okkum í 1995, tá teir høvdu fleiri konsertir í Norðurlandahúsinum fyri fullsettum húsum. Tórshavnar Manskór var aftur í Íslandi í 2005, har vit millum annað stukku inn á gólvið hjá Karlakór Reykjavíkur, og teir vitjaðu Tórshavn Manskór um jóltíðir 2007 og nú aftur í 2012. Skráin var henda:

Her eru nakar myndir við Karlakór Reykjavíkur og Tórshavnar Manskór í Vesturkirkjuni 2. desember 2012.

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

7. desember 2012

Fríggjadagin 7. desember klokkan 20:30 møttu allir mans, sum kundu møta, á Frúutrøð har vit vandu í umleið ein tíma, og tá klokkan nærkaðist 21:30 fóru vit allir oman á Parnassið á Hotel Hafnia, har FSF hevði jólaborðhald fyri starvsfólkum sínum. Vit sungu Gleðilig jól, Eg rósu upp sá næla, Eg minnist úr gomlum søgum, Side by side, og fyri kvinnunum sungu vit Kom du ljuva. Løtan var sera góð og festilig.

8. desember 2012

Leygardagin 8. desember klokkan 21:30 sungu vit á Hotel Føroyum til eitt jólaborðhald, sum Skipamiðjan Mest hevði fyri kontórfólkunum hjá sær. Vit møttu manssterkir upp, so at vit illa nokk passaðu inn í rúmið har jólaborðhaldið var, – men tað gekk álíkavæl! Vit sungu teir somu sangirnar, sum dagin fyri: Gleðilig jól, Eg rósu upp sá næla, Eg minnist úr gomlum søgum, Side by side og fyri kvinnunum sungu vit Kom du ljuva.

8. desember 2012

Leygardagin 8. desember klokkan 21:50 sungu vit á Hotel Føroyum til eitt annað borðhald, – fyri Jákupi Simonsen. Tað vóru nakrir fáir vinir, sum skipaðu fyri borðhaldinum í samband við at Jákup Simonsen fyri stuttum fylti trýss ár, vinirnir vóru: Jógvan Elias Winther Poulsen, Rúni Abrahamsen, Helgi Fossádal, Michael Viderø. Tað passaði væl at syngja einar tríggjar sangir fyri teimum: Gleðilig jól, Side by side og Kom du ljuva. Eg haldi at løtan var góð!

14. desember 2012

Fríggjadagin 8. desember klokkan 20:15 sungu vit í Havnar Klubba fyri limum teirra. Uppmøtingin hjá limunum í Havnar Klubba var bara heilt góð, meðan uppmøtingin hjá okkum kundi verið betri hjá tenorunum. Líkamikið, tað var ein sera hugnalig løta har Kári Bæk stjórnaði nakrar sangir og eg stjórnaði nakrar sangir.

22. desember 2012

Leygardagin 22. desember klokkan 11:30 sungu vit í Havnar Kirkju har konsertfelagið skipaði fyri. Fyrst á skránni bleiv »Cantique de Jean Racine« hjá Gabriel Faure framført. Tær, sum framførdu vóru: Durita L. Jóansdóttir, Una Djurhuus Christiansen á floytu, meðan Birgitte Schnakenburg spældi klaver. Síðan sungu vit »Maria var moyggin«, »Tveir enskar Christmas carols«, »Ave Maria«, »Locus iste«. Eftir tað spældi ein trio eitt verk eftir Joseph Bodin de Boismortier »Sonata op. 7«, og tær sum spældu floytu vóru: Durita L. Jóansdóttir, Valborg Joensen og Una Djurhuus Christiansen. Síðani endaðu eg og Kári Bæk konsertina við  »Necitis Vos«, »Føgur er foldin« og »Gleðilig jól«

24. desember 2012

Mánadagin 24. desember klokkan 13:30 sungu vit á Lágargarði til tað vanligu jólaguðstænastuna, sum plagar at vera fyri búðfólkunum. Ann Dahl Mikkelsen var prestur meðan Ívar Iversen spældi uppá orgul. Eftir guðstænastuna stjórnaði eg og Kári Bæk nakrar sangir fyri búðfólkunum.

2013

18. januar 2013

Fríggjakvøldi 18. januar klokkan 20:00 møtti Tórshavnar Manskór í Havnar kirkju har vit um níggju tíðina skuldu syngja saman við tungmálmsbólkinum Hamferð. Longu í oktober mánaðin spurdi Theodor Kapnas um vit høvdu hug at syngja saman við Hamferð, og tað søgdu vit sjálvandi ja til, tí vit hava sungið saman við Kára p, Jógvan Andrias, Hanus G. Johansen, MC-Hár, og sjálvir hava vit sungi Bohemian Rhapsody við rytmugruppu, so hví ikki syngja saman við Hamferð? Tað gjørdu vit so í “Harra Guð títt dýra navn og æra”, og tað riggaði bara væl saman við teim dugnaligu musikarunum í Havnar kirkju. Skráin fyri tiltakið sæst niðanfyri.

19. januar 2013

Leygardagin 19. januar kl 21:30 sungu vit uppi í B36 húsinum til eitt gullbrúdleyp. Brúdleypið hildu hjá Anna Suffía Durhuus og Hilbert Durhuus, sum hevur starvast á Tórshavnar Skipasmiðju í hálvtrýss ár. Hann er Vestmenningur og hon úr Havn, men eru nú búsitandi í Havn. B36 húsið var stúgvandi fult av fólki, sum vit sungu einar tríggjar sangir fyri: Eg minnist úr gomlum søgum (Kjartan spældi upp á guitar), Kom du ljuva og Side by side.

1. februar 2013

Fríggjadagin 1. februar kl 16:00 til 18:00 hátíðarhelt Tórshavnar Býráð í hølunum hjá Dansifrøði, at Heðin Mortensen hevði sitið 40 ár í býráðnum, og Tórshavnar Manskór vóru bidnir, at syngja nakrar sangir kl 16:30, og vit sungu “Eg minnist úr gomlum søgum”, “Summarkvøld” og “Side by side”. Uppmøtingin var góð, og tað ekk væl.

2. februar 2013

Leygardagin 2. februar kl 8:45 fóru nógvir í manskórinum við Teistanum av Gomlurætt til Húsavíkar at syngja. Grundin var tann einfalda, at Ungmannafelagið “Sólaris” í Húsavík hátíðarhelt sín 70 ára stovningar dag, og mær vitandi vóru tríggir av stovnarunum enn á lívi, millum annað Margreta Hansen, sum var gift við Ásmund Hansen. Eftir eitt gott morgunmatarborð í Sólaris fóru vit yvir í Húsavíkar Kirkju har vit høvdu konsert kl. 11:00 har vit sungu einar 11 sangir. Tað vóru nokkso nógvir áhoyrarar møttir. Vit fóru aftir til Havnar við Teistanum kl. 12:30, har Tórshavnar Manskór kl. 19:00 um kvøldi hevði ársveitslu í hølunum hjá Starvsmanafelagnum.

24. februar 2013

Sunnudagin 24. februar kl 14:00 sungu flestu okkara í Havnar Kirkju til jarðarferðina hjá Katrin Petersen, konu okkara trúðfasta 2. tenori í nógv ár Hera Kragesteen, sum doyði fríggjadagin 22. februar 64 ára gomul. Vit vóru nógvir manns, og eftir ynski frá Hera Kragesteen sungu vit manskórssangin Tjarnareyga í kirkjuni, og annars sungu vit fyri bæði í kirkjuni og úti á grøvini. Sangurin gekk sera væl. Eftir jarðarferðina var ervi í húsunum hjá Dansifrøði.

16. mars 2013

Leygardagin 16. mars kl. 11:30 møttust vit uppi í HB-húsinum fyri at hita upp. Orsøkin var tann at vit skuldu syngja í B36-húsinum við 12 tíðina, har Katrin og Sjúrður Norðbúð høvdu »brunch« í samband við at tey bæði vóru bliv trýss ár. Vit vóru bodnir við, og vit takkaðu fyri við fýra sangum eftir teirra ynski: Ódn, Nú andar suðrið sæla (Peter H. Niclasen sang solo), Sverige og til síðst: Side by side. Uppmøting var bara heilt góð, og tað ljóðaði bara rímuliga væl, men ikki líka væl sum í HB-húsinum, tá vit hitaðu upp!!!

1. apríl 2013

Sunnudagin 1. apríl kl. 11 sungu vit páskamorgun til Guðstænastu í Hoyvíkar kirkju. Uni Næs hevði biðið okkum um at syngja til Guðstænastuna og vit sungu tveir sangir uppi við orglið: Kyrie av Türnpu áðrenn prædikuna og Páskamorgun hjá K. Olsen eftir prædikuna, tann fyrra stjórnaði B. Restorff meðan Kári Bæk stjórnaði tann seinna. Prædikuna páskadagin í Hoyvíkar kirkju hevði Jógvan Fríðriksson.

20. apríl 2013

Leygardagin 20. apríl kl. 14:00 sungu vit til eina jarðarferð úr Havnar kirkju, prestur var Uni Næs. Tann sum skuldi jarðast var Odmar Rasmussen, bróður okkara sangara Suna Rasmussen, fyrrverandi lærari í Tekniska skúla, sum síðani 20002 búðleikaðist í Aalborg. Vit sungu, saman við teim føstu sangarunum, fyri í felagssanginum, og áðrenn prestur segði nøkur orð, sungu vit sangin “Tjarnarega”, – tað gekk væl. Ólavur Jakobsen spældi eitt stykki fyri guitar eftir prædikuna, tað ljóðaði eisini væl. Sangararnir vóru teir somu, sum sungu seinni um kvøldi í Grønlendingahúsinum.

20. apríl 2013

Leygarkvøldið 20. apríl kl. 21:00, sungu vit til ein trýss ára føðingardag hjá Torben Schneider, sum bleiv hildin fyri innbodnum gestum úti í Grønlendingahúsinum. Tað kom soleiðis í lag, at ein starvsfelagi, Óli Heri Joensen, bað okkum um at syngja, og vit so gjørdu. Vit øvaðu á Frúutrøð fríggjadagin sangirnar, sum hann (Óli Heri Joensen) helt vera hóskandi: “Gübben er gammal”, “I østen stiger solen op”, “Boðar tú til allar tjóðir” og “Side by side”. Vit sungu uppi á balkonuni í Grønlendinahúsinum, tað riggaði væl, og áhoyrararnir vóru eisini glaðir fyri sangin. Teir sum sungu við vóru hesir: Birgir Krosteig, Helgi Nielsen, Peter H. Niclasen, Jógvan Elias Winther Poulsen, Egon Hansen og Óli Heri Joensen. Jørgin Pauli Johannesen, Áki Davidsen og Viggo A. Hansen. Jónfinn Peturson, Elias Simonsen Ole Jensen og Martin Petersen. Mads A. Winther, Kaj Kallsberg, Michael K. Jacboæus, Sjúrður Norðbúð, Hugo Samuelsen og Niels Hovshólm.

27. apríl 2013

Leygardagin 27. apríl kl. 17:00 var kórstevnukonsert í Gøtu kirkju. Vit luttóku á konsertini við fýra sangum, sum eg haldi gingu rættiliga væl. Teir vóru 1) Summarkvøld hjá Kára Bæk og Regin Dahl, 2) Sverige av Wilhelm Stenhammar og V. v. Heidenstam, 3) Orðini hjá Bjarna Restorff og Róa Patursson og til síðst sungu vit I furuskogen hjá Wilhelm Peterson-Berger og Helena Nyblom. Báðar teir síðstu sangirnar dirigeraði Kári Bæk. Meginparturin av kórstevnuni í ár var hildin í studentaskúlanumaulini á Kambsdali og gestadirigentur var Robert Sund, sum oftani fyrr hevur staðið fyri felagskórinum, og onkuntíð man felagskórið hava verið størri. Sjálvt um vit ikki vóru so væl mannaðir sum vit plaga, tí fleiri vóru í Danmark, til dansistevnu, FM í hondbólti og so framvegis, so gjørdu vit tað so gott, sum vit kundu, og tað var heilt sikkurt ein góð løta. Teir sum sungu við vóru hesir: Andrias, Áki, Óli Jákup, Óskar, Bárður, Bent Tommy, Egon, Elias, Hans Pauli, Helgi, Hugo, Jørgin Pauli, Johan R, Kári, Martin, Mouritz, Niels, Petur, Sjúrður N, Stein, Viggo, Kaj, Brynjálvur, Tór Verland, Martin Andreas og Kári Bæk.

3. mai 2013

Fríggjadain 3. mai kl. 13:00 sungu vit til eina jarðarferð hjá Jenny Kragesteen móður okkara sangara: Jón Kragesteen. Vit sungu eina tveir sangir í Vesturkirkjuni (I østen og Kyrie) har Sverri Steinhólm var prestur. Annars stuðlaðu vit sanginum bæði í kirkjuni og úti á grøvini. Tað var góð uppmøting hjá monnunum.

16. mai 2013

Hósdagin 16. mai kl. 21:00 Møttust nakrir av okkum niðri á Musikkskúlanum á Frúutrøð, har vit vandu í ein tíma ella so. Orsøkin var tann einfalda, at FøroyaTele skipaði fyri eini samskiftisráðstevnu fyri smátjóðir, og allir luttakararnir á ráðstevnuni, einir trýss í tali frá millum annað Malta, Andorra, KapVerde, Surinam og so fram vegis, vórðu hósdagin bodnir til ein betri bita niðri á »Öström«, og til tað tiltakið vóru vit bidnir at syngja nakrar sangir og tað gjørdu vit so. Bjarni tók »Summarkvøld« og »Sverige«, meðan Kári tók »I østen« og »Side by side«. Vit vóru Jógvan Elias, Peter, Bent Tommy, Mouritz og Helgi. Jørgin Pauli, Áki, Bárður og Viggo. Óli Jákup, Jófinn, Sjúrður, Martin, Elias. Mads, Sjúrður, Hugo, Christian, Niels og Petur P. Og so sjálvandi Kári og Bjarni!

24. mai 2013

Fríggjadagin 24. mai kl. 20:00 høvdu vit okkara várkonsert í Müllers Pakkhúsi. Fitt av fólki hevði leitað sær oman í Müllers Pakkhús at lurta, eini 85. við á konsertina høvdu vit fingið Rókur Jákupsson at syngja einar fimm sangir, og at hjálpa sær hevði Rókur fingið Johann Ziskason. Tað riggaði vist bara heilt væl, – fólk vóru í hvussu so er glað! Kári stjórnaði sangirnar 1, 2, 3, 4, 8, 9 og 12, meðan Bjarni stjórnaði hinum. Niðanfyri síggja tit programmið og plakatina, sum varð gjørd til høvið:

 

25. mai 2013

Leygardagin 25. mai kl. 16:20 fór Tórshavnar Manskór til Nósoyar at hava konsert út í Royndarhúsinum kl 18:30. Nólsoyar Manskór luttók eisini við tveimum sangum einsamallir og tveimum saman við okkum, og tað riggaði bara heilt væl. Uppmøtingin var heilt góð, tí har vóru eini 58 bilettir seldar, og tey eru vist ikki nógv fleiri enn 210 fólk í Nólsoy! Kári stjórnaði sangirnar 1, 2, 3, 4, 8, 9 og 12, meðan Bjarni stjórnaði hinum. Aftan á vóru nólsoyingar blíðir. Vit fóru inn aftur til Havnar við Ternuni kl. 22:25 sama kvøld. Niðanfyri síggja tit programmið og plakatina, sum varð gjørd til høvið:

 

7. juni 2013

Fríggjadagin 7. juni kl. 19:30 sungu vit í Boysensgarði í sambandi við mentanarnáttina. Pætur M. Dahl spurdi, um vit vildu syngja nakrar sangir úr Føroya Fólks Songbók, nú tað í ár júst eru hundrað ár síðani, hon kom út á fyrsta sinni á forlagnum hjá Gamla Bókhandlinum. Vit sungu Tjóðsangin, Dimmið, Summarkvøld, Boðar tú til allar tjóðir, Tjarnareyga og til síðst Eg minnist úr gomlum søgum. Aftan á fingu vit kakur, kaffi og okkurt annað í íbúðini hjá Karl í Bókhandlinum, eitt stað, sum tey fægstu kenna. Niðanfyri er ein mynd frá tiltakinum.

8. juni 2013

Leygardagin 8. juni kl. 17:00 hevði íslendska manskórið “Stefnir” konsert í Vesturkirkjuni. Solistar á ferðini vóru Jógvan Hansen og Kristín Sigurðardóttir. Okkara leiklutur var fyrst og fremst at hjálpa teimum við tí praktiska sum td. konsertstaðnum, lýsingar í bløðum, íslendingafeløgum, portalum og at hanga plakatir upp. Vit sungu “Sverige” strax eftir steðgin, í tí drúgvu skránni, og síðani endaðu vit konsertina við at syngja “Þú álfu vorrar yngsta land” saman vit teimum. Henda fagra summardag møttu um 300 áhoyrarar. Eftir konsertina var Poul Hansen so beinasamur at lána okkum Havnar Klubba, har vit kundu bjóða teimum eitt hvørt leskiligt. Her er plakatin teir gjørdu til konserferðina:

15. juni 2013

Leygardagin 15. juni kl. 17:00 hevði Tórshavnar Manskór konsert í Viðurbyrgi í Bø. Vit fóru við bussi úr Havn kl. 15:30 til Bíggjar har vit vóru um kl. 16:30. Komnir til Bíggjar fóru vit beina leið í Pakkhúsið at hita upp, har Óla Jákup Guttesen segði okkum frá søguni hjá Pakkhúsinum síðani 1861. Síðani gekk leiðin niðan í Viðurbyrgi, sum er eitt øki har runnar eru settir niður, gøtur gjørdar og enntá er eitt lítið amfiteatur nærindis Bjarnafossi, so har var “idylliskt” í tí góða veðrinum. Vit høvdu eina konsert upp á ein knappan tíma. Skráin var tann sama, sum á várkonsertini 24. mai, uttan “Orðini”, “Kyrie” og “Forelluna” hjá Wagner, sum blivu tiknir av skránni, men aftur fyri fingu áhoyrarnir tveir eyka sangir “Eg minnist úr gomlum søgum” og “Boðar tú til allar tjóðir”. Eftir konsertina sum Kári Bæk og Bjarni Restorff stjórnaði, fóru vit niðan til Jens Mohr, har vit sungu tveir íslendskar sangir aftur við onkrum góðum. Uttanfyri hjá Jens Mohr stóð ein løgin kvinna, sum líktist einari “ballerina” við nøkrum reyðum bállónum. Tað vísti seg at at vera “polterabend”, og sjálvandi máttu vit syngja fyri henni. Vit sungu kærleiksangin “Kom du ljuva” fyri henni, meðan ein ballón brast, og í móti endanum á sanginum løgdu vit allir 38 mans okkum á knæ og blástu 38 mussar eftir henni (Anna Sofía Hvítklett, giftast við Bergur Jacobsen 20. juli). Eftir tað fóru vit oman í skúlan har vit fingu okkurt til matna og okkurt leskiligt afturvið. Klokkan knapt átta fór bussurin aftur til Havnar, har flestu okkara fóru beina leið út til Mouritz Mohr.

Myndir frá ferðini til “Viðurbyrgi” í Bø

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

21. juni 2013

Fríggjadagin 21. juni kl. 21:00 sungu vit fyri í tiltakinum, sum Tórshavnar Kommuna plagar at hava hvørt ár: summarsólstøður úti í Sandágerði. Í ár valdi kommuna at hava tiltakið henda fríggjadagindagin, sjálvt um teir helst vilju hava tiltakið árenn vikuskifti, men veðrið hósdagin fyri var vánaligt, so fríggjadaguin var ein góð neyðloysn. Næstan alt var sum tað plagar: Tað var ikki kalt, Eyðun á Borg var har, dansifelagið var har, men ponnyríðingin var avlýst, Niels var har, onkur helt røðu, skótarnir vóru har og seldu kaku, og so framvegis. Vit vóru rímuliga væl mannaðir, og sangirnir, vit sungu, vóru sum teir plaga at vera.

28. juni 2013

Fríggjadagin 28. juni kl. 16:00 sungu vit úti á Umhvørvisstovuni (gomlu Frímerkjadeidini) har tvey av starvsfólkunum høvdu hálvtrýss ára starvsdag. Tað vóru Antines Iversen og Mona Wang, sum byrjaðu ávikavist á Matrikullstovuni og Tinglýsingini í 1963. Tey fingu nøkur góð orð frá løgmanni og “Fortjenstmedaljen” frá drotning Margrethu. Til receptiónina sungu vit fýra sangir: Føroyar mítt land, Dimmið, Kom du ljuva og Side by side. Uppmøtingin hjá okkum var góð, og har var ikki so galið at syngja.

19. juli 2013

Fríggjadagin 19. juni kl. 18:45 møttu nakrir sangarar úr manskórinum í Ólavskirkjuni í Kirkjubø, vit møttu kl. 18:00 á Frúutrøð fyri at øva og hita upp. Orsøkin var, at Steen Balle varð heiðraður á sínum 80 ára føðingardegi við eini lítlari konsert í kirkjuni fyri teim nærmastu, har Jóannes eisini greiddi frá ymiskum í Krkjubø. Sangirnir vit sungu vóru “Gubben är gammal”, “Dimmið”, “Nú andar”,”I østen” og “Side by side”. Kirkjan er sera deilig at syngja í og 1. tenorar vóru Peter H. Niclasen, Birgir Krossteig, Helgi Nielsen og Mouritz Mohr. 2. tenorar vóru Jørgin P. Johannssen, Viggo A. Hansen og Kjartan Mohr. 1. Bassar vóru Nicolei Balle, Elias Simonsen, Stein Fossá og Martin Petersen. 2. bassar vóru Andrias Reinert, Mads A. Winther, Sjúrður Norðbú,Hugo Samuelsen, Niels Hovshólm og Hanus Joensen. Eftir konsertina fór fylgið niðan í Stokkastovuna at fáa sær ein betri bita.

3. august 2013

Leygardagin 3. august kl. 19:30 møttu nakrir sangarar úr manskórinum á Hotel Føroyum fyri at hita upp og syngja. Oddvør Skarðhamar hevði biðið okkum syngja fyri einum brúðarpari, sum júst vóru blivin vígd. Brúðarparið, Anna Joensen og ein portugisi, hildu eina stóra veitslu fyri 130 fólkum og mitt í rokanum skuldu vit syngja. Vit sungu fýra sangir: “Boðar tú til allar tjóðir”, “Jeg vil mig Herren love” (Peter Niclasen sang solo), “Kom du ljuva hjärteven” og “Side by side”. Tað gekk vist útmerka uttan kanska nakrir fáir tónar í “Jeg vil mig Herren love”. 1. tenorar vóru Peter H. Niclasen, Birgir Krossteig, Jógvan Elias W. P. og Mouritz Mohr. 2. tenorar vóru Jørgin P. Johannssen, Viggo A. Hansen og Kjartan Mohr. 1. Bassar vóru Jónfinn Petursson, Elias Simonsen, Georg Egholm og Martin Petersen. 2. bassar vóru Andrias Reinert, Mads A. Winther, Sjúrður Norðbúð, Hugo Samuelsen, Niels Hovshólm og Hanus Joensen og Petur Nielsen. Fólk vóru væl nøgd.

4. august 2013

Sunnudagin 4. august kl. 20:00 møttu nakrir sangarar úr manskórinum á Frúutrøð fyri at hita upp. Orsøkin var, at Petur Dahl og Katrin Dahl høvdu gullbrúdleyp, sum tey hildu – fyri eini trýss vinum og kenningum – á Parnassinum á Hotel Hafnia. Vit vóru gávan frá Peturi til Katrina, og vit skuldu syngja á Parnassinum kl. 20:30. Sangirnir vit sungu vóru “Boðar tú til allar tjóðir”, “Jeg vil mig Herren love” (Peter Niclasen sang solo), “Kom du ljuva hjärteven” og “Side by side”. 1. tenorar vóru Peter H. Niclasen, Birgir Krossteig, Hans Pauli Joensen Jógvan, Elias W. P. og Mouritz Mohr. 2. tenorar vóru Jørgin P. Johannssen, Viggo A. Hansen og Kjartan Mohr. 1. Bassar vóru Jónfinn Petursson, Elias Simonsen, Georg Egholm og Martin Petersen. 2. bassar vóru Andrias Reinert, Mads A. Winther, Sjúrður Norðbúð, Hugo Samuelsen, Niels Hovshólm og Hanus Joensen og Petur Nielsen. Tað gekk vist bara heilt væl.

21. august 2013

Mikudagin 21. august 2013 kl. 19:00  sang kórið í stórari sjeyti ára føðingardagsveitslu hjá Óla Jacobsen, rithøvundi og fyrrverandi fiskimannafelagsformanni 1971-2007. Sangskráin var merkt av, Óli Jacobsen m.a. hevur skrivað og savnað nógv um Petur Alberg, tónaskald. Hetta varð givið út í bók, 125 ár eftir at Petur Alberg varð borin í heim, 15. des. 1885. Fyrst varð tjóðsangurin, ið Símun av Skarði hevur yrkt, og Petur Alberg gjørt lag til, sungin. Útsetingina fyri manskór hevur Bjarni Restorff gjørt. Hendan er øðrvísi enn tað, vit eru von at hoyra. Fyri tað fyrsta er lagið neyvt sum Petur skrivaði tað í 1907 (tað eru hinar útsetingarnar ikki), og haraftrat er hesin satsurin litfagrari enn tað, vit eru von at hoyra. Eitt virðiligt frábrigdi av tjóðsangi okkara.Næst á skránni var Eg elski teg land, orð Hans Andreas Djurhuus og lag Petur Alberg. Vit sungu ørindini 1, 4, 5 og 6. 3. sangurin var Prúða land, orð Hans Andreas Djurhuus og lag Óla Jákup Hansen, ørindini 1, 3 og 6. ‘Blíðum, ljósum náttum, stillu summarstund..’, og haðani fluttu vit okkum inn í hin romantiska heimin. Kona Óla, Kirstin Jacobsen, hevði nevnliga føðingardag hendan sama dag, so vit nýttu høvið at syngja yndisliga og viðkomandi til høvið orðini ‘Kom, du ljuva hjärtevän’, orðini eftir Einar Ralf og tónum hjá Adam de la Hale. Arr: David Wikander. Og sum kontrasti til mjúku framførsluna ‘Kom du’ fóru vit til lands í Íslandi saman við fyrrverandi fiskimannafelagsformanninum, har hann seinastu árini hevur staðið fyri sera væl umtóktum túrum á fornum gøtum forfedra okkara, við rungandi satsinum hjá Hannesi Hafstein og Sigfúsi Einarsson ‘Þú álfu vorrar yngsta land’, sum fekk snøggu kaffikopparnar á borðunum at skelva. Góð og fjølbroytt framførsla! Hanus Joensen stjórnaði manskórinum hetta kvøldið.

Her er nakrar myndir frá føðingardegnum, sum Óli Jákup hevur sent mær:

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

1. september 2013

Sunnudagin 1. september kl. 16:00 sungu vit uppi í Norðurlndahúsinum har tiltakið Erlendu 100 ár var. Tiltakið var nakað langt, tí har vóru fyrilestrar av einum hvørjum slag, upplestur og sangur. Vit sluppu fram at fyrst í seinnu helvt og vit sungu tríggjar sangir »Boðar tú til allar tjóðir«, »Orðini« og »Var tað so tú segði« við heitinum »Til konu mína«. Sangirnar høvdu Jóanes Patursson og Rói Patursson (Orðini) skrivað, meðan Johan Schop, Bjarni Restorff og Kári Poulsen høvdu gjørt løgini. Klingran var stúgvandi full – eini 300 fólk lýddu á, og tað gekk væl.

15. september 2013

Sunnudagin 15. september kl. 18:00 sungu vit í Kvívíkar kirkju í sambandi við at tað vóru liðin hundrað ár síðani Kvívíkar Kommuna varð til. Til Kvívíkar Kommununa eru Válur (í Vestmanna) Skælingur, Leynar og Stykki. Kvívíkar kommuna hevur hátíðarhildið hesi hundrað árini við ymsum tiltøkum leygardagin 14. september og sunnudagin 15. september, við millum annað eini Guðstænastu kl 18:00 í kirkjuni í Kvívík, har vit luttóku við trimum sangum: Zum Sanctus, Jeg vil mig Herren love, og Upp alt, ið Harrin hevur gjørt. Prestur var Theodor Olsen, – og sum hann segði, so var hetta ein guðstænasta við altargongd og “dipp” afturvið. Kirkjan, sum var hálvfull er góð at syngja í, tí klangurin er sera klárur. Myndin í neðra er av Kvívíkar kirkju, og hon er tikin av heimasíðuni hjá Kvívíkar Kommunu á http://www.kvivik.fo/

21. september 2013

Leygardagindagin 21. september kl. 22:00 sungu vit upp í húsinum hjá Dansifrøði á ítróttarøkinum í Gundadali. Har helt Helgi Brekku og konan eina megnar veitslu fyri vinum og kenningum, – har munnu hava verið eini 200 – 300 fólk, ikki bert úr Føroyum, men eisini úr Íslandi. Helgi bað okkum um at syngja, og tað gjørdu vit soleiðis: Hóskvøldi møttu vit í Kommunuskúlanum í Kongagøtu, har vit tóku allar sangirnar í gjøgnum: “Dýrd á vík og vág”, “Var tað so tú segði”, “Ísland ögrum skorið”, “Dimmið” og til síðst “Side by side”. Leygardagin møttu vit á Frúutrøð kl 21:00 fyri at hita upp og gjøgnumganga sangirnar, og síðani fóru vit niðan í Dansifrøði fyri at syngja, – og fyri at tað ikki skal vera lygn so sluppu vit framat áðrenn tíðina nevniliga kl 21:45, har vit sungu fyrr nevndu sangirnar fyri gestunum hjá Helga og konuni. Man kundi hoyra at tey dugdu at klappa. Vit vóru sera væl mannaðir, og tað gekk eisini væl.

10. oktober 2013

Hósdagin 10. oktober kl. 13:00 sungu vit í kirkjuni á Argjum til eina jarðaferð hjá Maritu Joensen, sum var mamma okkara 1. tenori Hans Pauli Joensen. Hans Pauli bað okkum syngja einar tveir sangir í Argja kirkju og tað gjørdu vit sjálvandi (Sanctus og Boðar tú…). Kirkjan, sum ikki er so stór, var stúgvandi full, men eg haldi at tað ljóðaði ikki so galið á líka væl. Uppmøtingim var sera góð. Teir sum kundu, stuðlaðu eisini sanginum úti í kirkjugarðinum.

30. oktober 2013

Mikudagin 30. oktober kl. 15:00 sungu vit sum liður í “tit ringja vit syngja” í Havnar kirkju. Grundin var tann, at Viljormur Tórsheim, sum andaðist mánadagin, fór úr Havnar kirkju út á grøvina tá, og dóttirin Vilbjørg Eikholm vildi hava okkum at syngja. Kári Bæk dirigeraði monnunum í triðmum sangum: “Niður sólin fór”, “Eg saðlaði mær ein vítan hest” og “Boðar tú til allar tjóðir”. Annars stuðlaðu mennirnir teim vanligu kirkjusangarunum í sálmasanginum. Uppmøtingin var góð, einir fimm fyrstu tenorar, sjey annar tenorar, fimm fyrstu bassar og einir seks annar bassar! Morgunin eftir ringdi Regin Eikholm (svigarsonur Viljorm) og at rósti sanginum, so tað gekst vist væl.

3. november 2013

Sunnudagin 3. november kl. 11:00 sungu vit í Hoyvíkar kirkju í sambandi við at kirkjan varð seks ár. Prestur var Uni Næss, Organistur var Albert Pætursson, klokkari var Per Hansen og degnur var Annika Højgaard. Har vóru møtt um fimm hundrað fólk til guðstænastuna við barnadópi, – so nógv, at eyka stólar mátti setast inn í kirkjurúmið. Undrunarvert tí føroyameistarnir HB, bóltfelagið B36 og fleiri onnur feløg, høvdu veitslu kvøldi fyri. Kári Bæk og Bjarni Restorff dirigeraði Tórshavnar Manskór, sum sungu tríggjar sangir: “Upp alt, ið Harrin hevur gjørt” í staðin fyri præludium, “Sanctus” eftir prædikuna og “Boðar tú til allar tjóðir” eftir útgangsbønina. Sangurin gekk væl, okkurt kundi verið betri í Sanctus, men tað var í grundini OK.Tað var Jákup Símun Simonsen sum bað okkum koma, at syngja.

14. november 2013

Hósdagin 14. november vóru vit úti í Vesturkirkjuni og tóku upp á “band”, sum tað eitur, sjálvt um vit tóku upp á telduna. Manskórið var nøkunlunda væl mannað, – kanska kundi fleiri 2. bassar verið við! Vit møttu kl. 20, meðan Bjarni Restorff og Finnur Hansen møttu ein hálvan tíma fyrr, fyri at stilla upp og annars gera klárt til upptøkunar. Meinigin er at geva eina jólafløgu út næsta ár, so tann fyrsti sangurin var “Maria var moyggin” sum Kári Bæk sjórnaði, og sum hann eisini hevur lagt til rættis fyri manskór. Tann næsti sangurin var “White Christmas” hjá Irving Berlin, sum Bjarni stjórnaði. Tað gekk hampuliga væl, at taka upp, og vit góðust um gott og væl  tíggju tíðina. Men spurningurin er so, um tað er vert at brúka pening uppá eina fløguútgávu, tá almennu miðlarnir ikki spæla tónleikin, sum okkum dáma og umboða!?

Her eru nakrar myndir frá upptøkunum, sum Viggo A. Hansen og Finur Hansen hava tikið:

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

7. desember 2013

Leygarkvøldi 7. desember vóru vit uppi á Apotekinum, har jólaborðhald var fyri starvsfólkum á Apotekinum. Tey vóru eini 80 í tali, so har var rættiliga trongt, – men tað gekk álíkavæl. Vit sungu fýra sangir: “White Christmas“ har Andrias Reinert sang solo, “Gleðilig jól“, har starvsfólkini sluppu, at syngja við á síðsta vers, “Kom du ljuva“ og “Side by side“. Tað var vist á einari góðari leið.

8. desember 2013

Sunnugagin 8. desember vóru í Vesturkirkjuni til eina jarðarferð. Tað var Heðin Samuelsen sum fór úr Vesturkirkjuni. Familjan hevði biðið okkum, at syngja B36 sangin hjá Louis Zachariassen og Gunnar Mikkelsen “Rennið dreingir yvir eingir”. Vit, sum sungu høvdu øvað sangin kvøldi fyri, og møttu um tólv tíðina fyri at fáa tað síðsta upp á pláss og tað haldi eg gekk væl.

8. desember 2013

Sunnukvøldi 8. desember høvdu vit, Tórshavnar Manskór, okkara árligu jólakonsert í Vesturkirkjuni. Hanus Joensen setti hetta tíðindaskrivið saman:

»Jólakonsert við Tórshavnar Manskóri, kórinum Sólarmagn og barnakórinum Cantus verður sunnudagin 8. desember 2013 kl. 19:30 í Vesturkirkjuni.

Árliga konsertin hjá Tórshavnar Manskóri  verður sunnukvøldið, 8. des. kl. 19.30 í Vesturkirkjuni. Manskórið hevur í løtuni 2 sangstjórar, Bjarna Restorff, ið hevur leitt kórið, síðani tað varð stovnað í 1986, og Kári Bæk, ið hevur arbeitt sum kórleiðari í ymsum kórum á bygd og bý í mong Harrans ár, er nú á øðrum ári kórleiðari saman við Bjarna í Manskórinum. Kórið er samansett av monnum í øllum aldri og hevur í seinastuni onkusvegna  fingið eina øðrvísi litta ljóðmynd.

Manskórsangur hevur sum kunnugt drúgva siðvenju í høvuðsstaðnum og hevur sum heild altíð havt stóran áhuga millum fólk kring landið. Manskór hava sannlíkt verið í Havnini umleið eina øld, tó hava brot verið nøkur skifti. Kórið sunnukvøldið telur 45 menn. Sangskráin hjá kórinum hesa ferð er frá gomlum føroyskum sálmalagi til franska Fauré, kend og minni kend hátíðarstykki. Orgulfylgispæl er við onkrum av satsunum, Hanus Joensen og Gudmund Mortensen spæla undir.

Hesaferð verða tvinni gestakór við í framførsluni, nevnliga kórið Sólarmagn av Velbastað við Fróða Sandoy sum kórleiðara og barnakór Musikkskúlans ’Cantus’ við Kára Bæk og Joanna Johansen sum leiðara.  Kórið Sólarmagn hevur sera áhugaverda skrá til hesa jólakonsertina, td. Ecce Homo – behold the man who is a bean, modernað stykki eftir Howard Goodall og The Lord bless you eftir John Rutter. Barnakórið Cantus framførir kend jólaløg og saman við Manskórinum kenda ‘Vit rætta várar hendur’ eftir Dagfinni Rimestad, sangurin kom fyri kortum í norsku sálmabókina. Bjarni Restorff hevur skipað hesa kompositiónina fyri barna- og manskór.

Árliga jólaløtan í Vesturkirkjuni endar við, at øll kórini saman við áhoyrarum syngja í felag Føgur er foldin!«

Sum tað stendur í tíðindaskrivinum vóru ikki bara vit sum sungu, men eisini barnakórið Cantus hjá Tórshavnar Musikkskúla og kórið Sólarmagn av Vebastað. Leiðarar vóru Bjarni Restorff, Kári Bæk, Joanna Johansen og Fróði D. Sandoy. Tað vóru nakrir solistar við á konsertini, nevniliga Andrias Reinert, Jakobina Ellingsgaard og ikki minst lítli kúllurin Ludvig Petersen. Akkompagnartørar vóru upp á orgul: Gudmund Mortensen, Hanus Joensen, meðan Bjarni Restorff spældi uppá klaver. Konsertin varð væl vitjað, tí kirkjan var so at siga stúgvandi full, – tað var deiligt. Konsertin gekk eisini heilt væl. Skráin var henda:

Her eru myndir frá Jólakonserini í Vesturkirkjuni, sum Ólavur Frederiksen hevur tikið:

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

13. desember 2013

Fríggjakvøldi 13. desember 19:45 sungu vit, sum vanligt er undan jólum, í Havnar Klubba. Tað var stak hugnaligt, sjálvt um Kári Bæk ikki var við, tí hann skuldi spæla “Messias”. Vit sungu einar tíggju sangir fyri limunum, áðrenn vit fóru oman í Öström at syngja fyri teimum, sum umsita Öström, tey høvdu eisini jólaborðhald. Vit sungu einar fýra sangir hjá Öström, og tað ljóðaði sera væl í rúminum, sum vit sungu í. Eftir tað fóru fleiri av okkum niðan aftur í Klubban, har vit hugnaðu okkum eina løtu ella kanska tvær.

15. desember 2013

Sunnukvøldi 15. desember kl 17:00 sungu vit einar fýra fimm sangir uppi í SMS. Veðrið var av tí allar ringasta, men tað darvaði ikki Manskórinum at syngja. Vit sungu har trappan endar á ovastu hædd og trúgv mær ella lat vera – tað ljóðaði sera væl har uppi á!!!!Fá fólk vóru í SMS, tí veðrið var so vánaligt. Kári Bæk var tíverri ikki við, tí hann skuldi aftur spæla “Messias”, og tað gjørdi hann vist í myrkri, – tað er modernað fyri tíðina, – hesaferð var tað eitt óhapp: elveitingini slitaði í ódnarveðrinum.

21. desember 2013

Leygardagin 21. desember kl. 11:30 sungu vit á einari Matiné í Havnar kirkju. Matinéina skipaði Konsertfelagið fyri, og tey høvdu biðið okkum og Ernst Somdum Dalsgarð, at luttaka og tað gjørdu vit so. Skráin hjá okkum var stórt tann sama, sum á Jólakonsertini í Vesturkirkjuni 8. desember, tó so at vit sungu nakrar sangir saman við Ernst “Funiculi, funicula” og “Lovið Drotni”

24. desember 2013

Jólaaftan 24. desember kl 13:20 sungu vit á Guðstænastuni, sum á hvørjum ári er á Lágargarði. Búðfólkið er boðið við familju at luttaka á eini mini Guðstænastu, og prestur í ár var Uni Næs og organistur var Ívar Iversen. Eftir Guðstænastuna sungu vit einar seks ella sjey sangir fyri øllum, sum vóru har, síðani dansaði búðfólkið við familju um jólatræðið, meðan vit fingu eina kaku og ein kaffimunn.

2014

4. januar 2014

Leygarkvøldi 4. januar klokkan 20:45 sungu vit tríggjar sangir fyri Bjørn á Heygum í hølunum hjá dansifrøði. Advokaturin Bjørn á Heygum helt sín trýss-ára føðingardag, har. Kona hansara Beatrice hevði biðið okkum um at syngja tríggjar sangir, sum samstundis skuldi verða hennar gáva til gemalin. Tað gjørdu vit, og tað riggaði vist heilt væl. Eftirsum vit hava fleiri advokatar í kórinum, og Bjørn á Heygum eisini er advakatur, so var Christian Andreasen conferencier tað kvøldið, og tað riggaði vist bara væl.

18. januar 2014

Leygarkvøldi 18. januar klokkan 18:00 sungu vit í Vestmanna fyri einum gullbrúðarpari. Vit møttu á Frúutrøð kl 16:30 har vit hitaðu upp og vandu nakra sangir. Kl 15:15 fyltu vit bilarnar, og vendu síðani nøsina móti Missiónshúsinum í Vestmanna, har nógv fólk var komið saman fyri at heiðra gullbrúðarparinum,Hilda og Kári Nielsen, á teirra stóra degi. Synirnir hjá gullbrúðarparinum Herálvur, Benny, Uni og Jógvan Emil vistu ikki hvat teir skuldu geva foreldrum teirra í gávu, so teir spurdu okkum um vit kundu syngja nakrar sangir fyri teimum, og sjálvandi kundu vit tað. Vit sungu eftir teirra ynski “Boðar tú til allar tjóðir”,”Til konu mína”, “Dimmið”, “Side by side” og eitt eykanummar. Fólk vóru væl nøgd.

21. januar 2014

Týsdagin 21. januar klokkan 13:00 sungu nakrir av okkum í havnar kirkju til jarðarferðina hjá Sámal Rubeksen vanliga nevndur KrúlluSámal, sum doyði síðsta fríggjadag. Oskar bað okkum um at syngja, og tað gjørdu vit so. Kári Bæk tók Tjarnareyga í fýra røddum, og skipaði fyri sanginum á grøvini.

22. januar 2014

Mikudagin 22. januar klokkan 13:00 vóru fleiri av okkum í Havnar kirkju og sungu fyri mammu Mads Winther, Dagmar, sum andaðist 102 ára gomul. Organisturin, Gudmund, spældi eitt prealudium yvir Dronning Dagmar, og tað riggaði væl. Síðani royndu vit at syngja teir sangirnar sum stóðu í heftinum sum fragast bæði í kirkjuni og úti á grøvini.

15. februar 2014

Leygardagin 15. februar klokkan 19:10 sungu vit, so gott sum allir menninir, uppi á Hotel Føroyum til frama fyri krabbamein rakt børn í Føroyum. Tiltakið var skipað á tann hátt, at Juice producenturin Rynkeby, sum í staðin fyri at brúka pening til teir vanligu miðlarnar fyri reklamur, brúkar peningin til krabbarakt børn, og á henda hátt sláa teir “tvær flugur við eitt smekk”, tí miðlaheimurin fylgir Rynkeby óansæð hvat, í jagstranini eftir tíðindum, og í hesum føri skipaðu teir fyri einum Galladøgurða uppi á Hotellinum við vælkomsti, forrætti, høvuðsrætti, dessert og kaffe. Umframt var ein ørgrynna av undirhaldi: klaverspæl (Jósef Zachariasen og fleiri), sangur (Birita Poulsen, Petsy Tvørfoss, Signar í Homrum og fleiri) skemt við “Pipar og Salt” og mangt annað. Á Hotel Føroyum vóru um 200 kuvertar, sum vóru seldir fyri 1.000,- kr. hvør, og peningurin fór allir óskerdir til børn við krabbameini. Tað var í hesum samahangi at vit sungu tríggjar sangir í forhøllini har, gestirnir fingu ein vælkomstdrink. Bjarni Restorff og Kári Bæk dirigeraðu Tórshavnar Manskóri meðan teir sungu “Saknur” hjá Poul F. (Petsy Tvørfoss sang solo), “Jarðareygað” hjá K. Bæk og TonglaTummas og til síðst, áðrenn vit fóru á okkara egnu ársveitslu, sungu vit Mighty Quinn hjá Dob Dylan/Manfred Mann. Tað eydnaðist sera væl og fólk vóru glað, tá vit gingu syngjandi út í bussin hjá Mogens Wraae, sum síðani koyrdi okkum oman aftur í Starvsmannafelagshølini, har vit høvdu okkara ársveitslu! Her eru tríggjar myndir, sum Mikkel Dahlqvist frá Team Rynkeby Danmark hevur tikið:

21. februar 2014

Fríggjadagin 21. februar klokkan 12:30 vóru fleiri av okkum í Sands kirkju og sungu fyri okkara fyrrverandi manskórslimi Finnbjørn Dam, sum andaðist týsdagin. Hann sang við okkum í eini týggju ár, og var við okkum í Englandi í 1994 og eisini í Baltikum í 1997 og Eysturríki í 2000, og eftir tað var hann ikki so væl fyri. Pápi hansar Hákun, bróður P.M. Dam, var lærari á Sandi, har Finnbjørn vaks upp, seinni flutti hann til Havnar og varð giftur við Fanny Mouritsen, tey áttu trý børn. Jákup Reinert Hansen, sum var við Manskórinum bæði í Baltikum í 1997 og Eysturríki í 2000 var prestur. Vit sungu fyri bæði í kirkjuni, har vit eisini sungu “Boðar tú til allar tjóðir” í fleiri røddum, og á grøvini í oysandi regni. Tað gekk vist ikki so galið

1. mars 2014

Leygardagin 1. mars klokkan 19:25!! stóðu teir flestu í Tórshavnar Manskóri klárir, at syngja niðri hjá Öström, ella rættari: í tí “nýggja” tilbygninginum hjá Valdemar Lützen á Skálatrøð/Sigmundargøta. Tað var “Faroe Ship” (upprunaliga “Skipafelag Føroya”), sum helt sin 95 ára stovningardag hetta fríggjakvøldið. Har vóru eini 400 innboðin, sum fingu alt teimum lysti serverað á plattum ella serverað á truckum við plattum akkompagnerað av einum ljósshowi, sum “Ljóð og Tøkni” leveraði. Eitt sindur spennandi, minnir ikki sørt um fløguhúsan á “Væl má gagnast”, sum Tórshavnar Manskór gav út síðst í 2008!!! Gestirnir fingu eisini eitt sindur av andaligari føði, tí, millum annað, kórið Cantabile, Tórshavnar Kamarkór, Byrta, Finnur Koba og fleiri framførdu. Okkara uppgáva var at syngja fýra sangir tá gestirnir blivu bjóðaðir til “platts” (tí, har var einki borð, bara plattar) og hurðarnar blivu lætnar upp inn í “nýggju” høllina, sum mest av øllum líktist einum pakkhúsi. Tað var deiligt at syngja har aftur! Hesar flottu myndirnar niðanfyri hevur Eirikur Meitilberg tikið.

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

1. apríl 2014

Týsdagin 1. apríl klokkan 12:00!! stóðu, so gott sum allir í Manskórinum, klárir at syngja úti í “Albert Hall” á Argjum. Tað vóru liðin 75 ár síðani Gjaldstovan varð sett á stovn, og dagurin varð hátíðarhildin við móttøku klokkan 14:00. Av tí, at vit vóru gávan frá Fíggjarmálaráðnum til Gjaldstovuna, vórðu vit bidnir um at syngja í døgurðasteðginum fyri starvsfólkunum. Tað var álagt okkum at syngja føroyskt so vit sungu einar tríggjar føroyskar sangir og ein útlendskan. Tað gekk vist ikki so galið.

1. apríl 2014

Týsdagin 1. apríl klokkan 16:15 stóðu, so gott sum allir í Manskórinum, klárir at syngja niðri hjá Öström, tí Landsbyggifelagið (LBF), sum varð stovnað 1. apríl í 1964 helt sín 50 ára stovningardag hjá Öström. Har vórðu røður hildnar, Kári Sverrisson sang og vit sluppu eisini upp í part. Vit sungu tveir Føroyskar sangir og so endaðu vit við Mighty Quinn meðan vit gingu út. Tað gekk vist ikki so galið. Sissal Christiansen skipaði fyri tiltakinum, niðafyri eru nakrar myndir, sum HeinesensMyndir hevur tikið:

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

9. apríl 2014

Mikudagin 9. apríl klokkan 17:00 stóðu átta bassar klárir í BlockStudio at taka upp á band. Tað var ein íslendingur Ólafur, sum hevði biðið okkum um at luttaka í einum grønlendskum/føroyskum/íslendskum projekti. Hvat projektið gongur út uppá veit eg ikki, men vit vórðu lidnir við tey tólv stigini kl. 19:30.

12. apríl 2014

Leygardagin 12. apríl klokkan 21:15 sang manskórið uppi á í heilsøluni hjá p/f Poul Michelsen. Orsøkin var tann, at Heilsølan hátíðarhelt 40 ára stovningardag teirra, við einum døgurða, har veitarar hjá fyritøkuni PM vóru bodnir við. Ein av gestunum Poul Clementsen, sum umsitur Öström, bað okkum um at syngja fyri selskapinum. Tað gjørdu vit fegnir, vit sungu tríggjar sangir, og tað eydnaðist vist væl. Niðanfyri eru nakrar myndir, sum Gunnar Mohr sendi mær, hvør hevur tikið myndirnar veit eg ikki:

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

21. apríl 2014

Mánadagin 21. apríl, annan páskadag, klokkan 11 sungu vit til Guðstænastu í Hoyvíkar kirkju. Uni Næss hevði biðið okkum um at syngja til Guðstænastuna og vit sungu tveir sangir uppi við orglið: Alta Trinita Beata beint eftir praeludium og Jarðareyga hjá Kára Bæk beint eftir prædikuna. Prædikuna annan páskadag í Hoyvíkar kirkju hevði Uni Næs, tað gekk ikki so galið. Sólin skein bæði oman og niðan, henda fagra summardag.

24. apríl 2014

Hósdagin 24. apríl klokkan 19:45!! stóðu teir flestu í Tórshavnar Manskóri klárir, at syngja niðri hjá Öström, ella rættari: í tí “nýggja” tilbygninginum hjá Valdemar Lützen á Skálatrøð/Sigmundargøta. Tað var Landssjúkrahúsið, sum helt sin 90 ára stovningardag hetta hóskvøldið. Har vóru eini fleiri hundrað gestir, sum fingu alt teimum lysti serverað í reagensgløsum, pissifløskum, meðan maturin bleiv serveraður á hospitalssongum akkompagnerað av einum ljósshowi, sum “Ljóð og Tøkni” leveraði. Spennandi! Gestirnir fingu eisini annað: Pipar & salt var har, Byrta var har og fleiri onnur. Okkara uppgáva var at syngja fimm sangir tá gestirnir blivu bjóðaðir í “hospitalssongina” (tí, maturin bleiv serveraður í hospitalsseingjum, – einki borð var har!) og hurðarnar blivu lætnar upp inn í “nýggju” høllina, sum mest av øllum líktist einari sjúkrastovu. Tað var deiligt at syngja har!

Niðanfyri eru nakrar flottar myndr frá tiltakinum, sum Eirikur Meitilberg hevur tikið:

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

2. mai 2014

Fríggjadagin 2. mai klokkan 20:45!! vóru teir flestu í Tórshavnar Manskóri klárir, at syngja úti í róðraneystinum á Argjum. Har vóru yvir hundrað fólk frá Løgtingins miðfyrisiting, sum høvdu ein S-dag, sum endaði við einari veitslu í róðrarneystinum á Argjum. Okkara uppgáva var at syngja einar fýra sangir fyri veitslulutakarunum, og tað gjørdu vit so, allir mennirnir vóru í stívasta “puss” uttan dirigenturin, tí hansara klæðir vóru til reins. Tað gekk vist ikki so galið, við sanginum!

13. mai 2014

Týsdagin 13. mai klokkan 19:30, vóru teir flestu í Tórshavnar Manskóri klárir, at syngja uppi í Listaskálanum við Plantaguna í Havn. Orsøkin var, at Landsverk í ár var vertur fyri einari norðulendskari stevnu, har Landsverk og línandi stovnar í hinum norðurlondum hvørt ár hittast.Eini 40 fók vóru komin til Føroyar har tey millum annað fingu eina rundvísing í Listaskálanum, sum endaði einum betri bita og undirhaldi, áðrenn leiðin, dagin eftir, gekk til Tindhólm. Okkara uppgáva var at syngja einar tríggjar sangir fyri lutakarunum, og tað gjørdu vit so, allir mennirnir vóru í stívasta “puss” eisini dirigenturin, sum var Kári Bæk. Tað gekk væl at við syngja!

17. mai 2014

Leygardagin 17. mai klokkan 20:40, vóru einir tjúgu mans úr Tórshavnar Manskóri klárir, at syngja uppi á Kráarvegi 9 uppi við Dalagøtu í Havn. Orsøkin var, at maður Hildur Arge helt sín hálvtrýss- ára dag. Hildur Arge vildi hava okkum at syngja, og tað gjørdu vit so, einar fýra sangir sungu vit fyri selskabinum, og eg haldi, at tey vóru væl nøgd.

23. mai 2014

Fríggjadagin 23. mai kl. 19:30 høvdu vit okkara várkonsert í Klingruni í Norðurlandahúsinum, Upprunaliga skuldi konsertin verða í Müllers Pakkhúsi, men av ymsum viðurskiftum bar tað ikki til. Eitt sindur av fólki hevði leitað sær niðan í Norðurlandahúsið at lurta, eini 100. Vit plaga at hava onkran troubadour við á konsertina, men tað høvdu vit ikki hesa ferðina, men haraftur í móti høvdu vit Mads Winther, sum gav okkum dømir uppá skilaleysan manskórsstatistikk. Tað riggaði vist bara heilt væl, – fólk vóru í hvussu so er glað! Kári Bæk dirigeraði helvtina av sangunum, meðan Bjarni Restorff dirigeraði hina helvtina. Niðanfyri síggja tit programmið og plakatina, sum varð gjørd til høvið:

24. mai 2014

Leygardagin 24. mai kl. 15:40 og kl. 16:20 fór Tórshavnar Manskór við makum til Nólsoyar at hava konsert úti í Royndarhúsinum. Konsertin varð kl 18:00. Nólsoyar Manskór luttók eisini við fýra sangum einsamallir og tveimum saman við okkum, og tað riggaði bara heilt væl, so teir eru við at verða klárir til Íslandstúrin. Uppmøtingin var heilt góð, tí har varð fult hús, og tey eru vist ikki nógv fleiri enn 210 fólk í Nólsoy! Kári stjórnaði helvtina av sangunum, meðan Bjarni stjórnaði hinum, meðan Jógvan Thomsen dirigeraði Nólsoyingunum og ein sang í felag. Aftan á vóru nólsoyingar blíðir og bjóðaðu okkurt til matna og okkurt at skola niður við. Vit fóru inn aftur til Havnar við Silju Star kl. 22:45 sama kvøld. Fleiri av okkum fóru oman á Hvonn har vit blivu smidaði út við “fuld musik” bara tí vit vóru í góðum lag og sungu, so fóru vit á Irish Pub í staðin!!!!!

Omanfyri er plakatin, sum nólsoyingar høvdu gjørt til høvið, meðan myndirnar frá konsertini í Norðurlandahúsinum 23. mai og ferðini til Nólsoyar 24 mai 2014 eru niðanfyri:

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

29. mai 2014

Hósdagin 29. mai (Kristihimmalfartsdagur) sungu vit kl 22:00 uppi í Dansifrøði til “aftersinging” í samband við “Nordisk Kirkesangfest”, sum varð hildin í Føroyum í døgunum 29. mai til og við 1. juni. Vit sungu fýra sangir Kári Bæk tók tveir sagir og eg tók tveir sangir, og tað gekk væl, fólk vóru í hvussu so er vælnøgd.

6. juni 2014

Fríggjadagin 6. juni var “Mentanarnátt”, við tiltøkum av einum hvørjum slag, í Havn , og í tí sambandi spurdi Barbara Samuelsen, sum er programmleiðari í “Krinvarp Føroyar”, um vit kundu syngja í Útvarpinum, tí tey ætlaðu, at hava “opið hús” við og nøkrum stuttum konsertum við ma. Marius Ziska, Birtu, Lenu og Niclas og Greta Svabo Bech. Vit hava altíð fingið góðar sømdir frá ÚF, so tað var ein sjálvfylgja, at vit sungu nakrar sangir á trappuni í ÚF kl. 20:30 og kl. 21:30. Tað gekk vist ikki so galið!.

7. juni 2014

Leygardagin 7. juni dagin eftir “Mentanarnáttina” høvdu vit konsert kl. 17:00 úti í Vesturkirkjuni í Havn saman við Gamlir Fostbræður úr íslandi. Teir vóru komnir til Føroyar dagin fyri og luttóku eisini á “Mentanarnáttini”, men sum sagt høvdu teir konsert leygardagin kl 17:00 í Vesturkirkjuni saman við okkum. Teirra programm var rúgvismikið, heilir 17 sangir – 10 áðrenn pausuna og 7 eftir pausuna. Vit sungu tríggjar sangir Dimmið, Summarkvøld og Sverige einsammallir eftir pausuna, og alt tiltakið endaði við, at allir sungu “Ísland ögrum skorið” og “Þakkarbæn” saman. Vit vóru ikki so væl mannaðir sum vit plaga, men tað var vist okey álíkavæl. Eftir konsertina bjóðaðu vit oman í Öström til eina hugnaløtu við onkrum til matna og okkurt at skola niður við. Um hálvgunntólvtíðina fóru teir á Hotel Hafnia, har teir búðu, tí teir skuldu hava konsert í Klaksvíkar dagin eftir. Fostbræður hevur annars vitja í Føroyum í 1926 á veg heimaftur av konsertferð í Norra, og í 2003, tá teir vóru gestir hjá Klaksvíkar Kommunu.

19. juni 2014

Hósdagin 19. juni vóru fleiri av okkum úti í Sandágerði fyri at syngja fyri til tiltakið »Summarsólstøður«, sum Býráðið hevur skipað fyri í nógv, nógv ár. Vit plaga at møta klokkan trý korter til níggju, og har plagar at vera eitt einmansorkestur og í ár var tað Finnur Koba Jensen. Frásøgumaður var aftur í ár Eyðun á Borg. Sum nakað nýtt sungu vit bert tveir sangir áðrenn Høgni Reistrup helt sína talu, og nakrar fáar áðrenn skótarnir kyndu bálið. Kakkao, bollar, heilsugóður matur, føroyskur dansur, ponnyríðing, – ja, snøgt sagt alt var, sum tað skuldi verða. Vit vóru um átjan mans.

28. juni 2014

Leygarkvøldi 28. juni kl. 00:15 vóru níggju av okkum til tiltakið »Voxbotn«, og tað komst av tí, at bólkurin »Swangah« via facebooksíðuna hjá okkum, spurdi okkum um vit kundu luttaka í einum av løgunum hjá teimum »Undirgangstónar«. Og sjálvandi søgdu vit ja, sjálvt um áheitanin bert kom tveir dagar frammanundan. Síðani var fari at samla nakrar mans saman og síðani var farið at øva ein nýggjan rap-sang heima hjá mær. Bólkurin »Swangah« vóru við til tað síðstu venjingina leygardagin kl 20:00 heima hjá mær, og teir lótu væl at, so kl. 00:15 fóru vit saman við »Swangah« á pall niðri í Voxbotn, og vónandi var tað OK, vit gjørdu í hvussu so er okkara allarbesta – og tað var øgiliga hart. Vit vóru Helgi Nielsen, Peter H. Niclasen, Birgir Krossteig, Jørgin Pauli Johannessen, Mouritz Mohr Martin Petersen, Hugo Samuelsen Mads A. Winther og Bjarni Restorff.

18. juni 2014

Fríggjakvøldi 18. juli vóru níggju av okkum til tiltakið »G«, og tað komst av tí, at bólkurin »Swangah«, sum vit sungu saman við á »Voxbotn«, spurdi okkum um vit kundu luttaka við teimum á »G« í lagnum »Undirgangstónar«. Og sjálvandi søgdu vit ja, sjálvt um fleiri frá »Voxbotn« ikki kundu luttaka. Vi funnu nakrar aðrar mans og so trenaðu vit týsdagin og hósdagin áðrenn. Fríggjadagin kl 20:00 fóru allir úr Havn og møttist í Gøtu kl. 21:00, tá vit fóru oman á Tøting har vit fingu atgongumerkir. Vit høvdu ein generalprøva um 22:30 tíðina og vit sungu umleið kl 00:30 á spæliplássinum. Hvusuu gekk? Tað gekk fínt inntil ein scenumaður stakk eina roykmaskinu upp í gronina á mær, soleiðis at eg mundi doy í royki og fór at hosta – úrslitið var at eg viltist í sanginum í vers 2, men til alla lukku omu vit rætt inn aftur eftir “breakið”, og so var sloppið. Gunnar segði, at tað riggaði væl hjá okkum og at Swangah annars var nógv tað besta orkestrið! Aftan á fóru sjey av okkum aftur til Havnar, og við tógvi stríð var eg aftur í Havn kl. 4. Vit vóru Helgi Nielsen, Jón Kragesteen, Áki Davidsen, Jørgin Pauli Johannessen, Mouritz Mohr, Martin Petersen, Hugo Samuelsen Mads A. Winther og Bjarni Restorff. Sera spennandi!!

2. august 2014

Leygarkvøldi 2. august kl. 21:00 møttu rættiliga nógvir mans til ein hálvtrýssára føðingardag, sum bleiv hildin á Hotel Føroyum. Tað vóru hjúnini Niels Winther Poulsen og konan Annika, ið bæði hildu háltrýssára føðingardag fyri umleið 270 gestum, við røðum og undirhaldi millum annað sang Hallelujia Sofus einar tveir sangir, somuleiðis gjørdi Cantabile og Hanus G. Johansen og onkur annar við. Vit skuldu kl 21:25 syngja Summarkvøld hjá Regin Dahl og Kára Bæk og Side by side, Kári Bæk dirigeraði tann fyrra, meðan eg dirigeraði tann seinna, tað var vist OK.

8. august 2014

Fríggjakvøldi 8. august kl. 19:00 møttu nakrir mans í Kommunuskúlanum í Kongagøtu til ein stutta venjing, áðrenn vit skuldu út í Müllers Pakkhús at syngja. Klokkan 20:20 sungu vit fýra sangir í Müllers Pakkhúsi fyri orienteringrennarum úr Wales, Canada, Skotlandi, Australia, Norra, Svøríki, Danmark, Finnlandi og Føroyum. Tiltakinum skipaði Randi Kúrberg, vegna ítrottarfelagið “Hvirlan” fyri, – eini hálfjers fólk vóru við í Müllers. Vit vóru eitt sindur sperdir, tí fleiri vóru í summafrí, og fleiri vóru eisini á Summarfestivalinum í Klaksvík, men við tógvi stríð fingu vit savnað fýra 1. tenorar: Birgir Krossteig, Eivind Emil Joensen, Egon Hansen og Dávid á Brúnni. 2. tenorar: Viggo A. Hansen, Áki Davidsen, Bárður í Bainastovu. 1. bassar: Jákup Wardum, Jónfinn Petursson, Elias Simonsen, Martin Petersen, Suni Rasmussen, stein Fossá. 2. bassar: Andias Reinert, Petur Nielsen, Sjúrður Norðbúð, Jóhan R. Jacobsen og Hugo Samuelsen. Við so lítlari manning, gekk tað barasera væl, at syngja Boðar tú, I østen, Side by side og Sverige. Jákup Wardum var frásøgumaður, og tað riggaði sera væl!

11. august 2014

Mánadagin 11. august hendi tað ótrúðliga, at Dorit Hansen, sum er ritstjóri á NÁM, spurdi um loyvi at brúka tveir sangir hjá Tórshavnar manskóri, “Harra Guð títt dýra navn og æra” og “Boðar tú til allar tjóðir”, í einari nýggjari sBók, – tað er ein nettøk, samvirkin útgáva, – í lærugreinini føroyskt á miðnámi. Sjálvandi bleiv givið loyvi til tess. Her eru tvær myndir av teimum aktuellu støðunum í sBókini:

23. august 2014

Leygardagin 23. kl. 20:30 møttu allir menn úr Manskórinum, sum kundu, uppi í kjallaranum í Gamla Svimjihylinum (Bortennisfelagið og Badtmintonfelagið heldur til har). Vit hitaðu upp og øvaðu tríggjar sangir Dimmið, Kom du ljuva og Side by side, og síðani fóru vit til gongu yvir í HB-húsið, har Erla Mikkelsen helt hálvtrýssára føðingardag fyri umleið 180 gestum. Eyvind Emil Joensen, maður hennarar og einum av okkara sangarum, hevði biðið okkum um at syngja fyri henni kl. 21:30 og tað gjørdu vit fegnir, men, sum so oftani fyrr, so helt tíðin ikki reiðuliga, so vit sluppu ikki framat fyrr enn 21:50 tá gemalurin hevði hildið sína røðu. Tá fóru vit inn at syngja fyrrnevndu sangir, og eg helt, at tað gekk væl! Í hvussu so er vóru tey eg tosaði við væl nøgd. Uppmøtingim var av tí besta: 2. bassar vóru Johan R Jacobsen, Michael Kjøller Jacobæus, Sjúrður Norðbúð, Mads A. Winther, Andrias Reinert, Petur Nielsen, Petur Petersen og Hugo Samuelsen. 1. bassar vóru Jónfinn Petursson, Elias Simonsen, Georg Egholm, Suni Rasmussen, Stein Fossá, Jákup Wardum, Christian Kruse, Kenneth Samuelsen, Jón Kragesteenog Martin Petersen 2. tenorar vóru Áki Davidsen, Viggo A. Hansen, Høgni Mikkelsen, Bárður í Bajanstovu og Sveinur Tróndarson.

20. september 2014

Leygardagin 20. september kl. 19:45 møttu allir menn úr Manskórinum, sum kundu, uppi í Kommunuskílanum í Kongagøtu fyri at hita upp, tí kl 20:30 skuldu vit syngja í Sjónleikarhúsinum fyri Elin Næss og Finbjørn, sum bæði hildu sín trýss ára føðingardag, fyri vinum og kenningum, har.Vit vóru bidnir, at syngja, so vit sungu eina tríggjar sangir fyri selskapinum, og eg vóni, at tey vóru væl nøgd. Eini 100 gestir vóru í Sjónleikarhúsinum. Av óvart fekk eg, at vita, at Sveinur Tróndarson helt sín hálvtrýss ára føðingardag uppi á Sandvíkarhjalla 7 A fyri innbodnum. Meiningin var, at eingin skuldi vita av okkum, men tað bar ikki rættiliga til tí bygningurin er tað bera glas. Men vit fóru inn og sungu tveir sangir fyri skaranum, sum taldi um 170 fólk. Tað gekk bara væl, og vónandi vóru fólk nøgd. Uppmøtingin í kórinum var sera góð. Kl 21:30 var eg heima aftur.

4. oktober 2014

Leygardagin 4. oktober eitt sindur áðrenn kl. 11 ringdi Helgi Nielsen til mín, hann spurdi meg um vit kundu syngja til eitt brúdleyp í býráðsalinum kl 14:15 sama dag. Hann segði at Kenneth Samuelsen hevði spurt um tað kundi latað seg gera. Eg helt at freistin var nakað stutt, men eg segði at eg kundi ringja til 2. tenorar og 2. bassar, um hann kundi ringjað til 1. tenorar og 1. bassar alt fyri eitt. Eitt sindur áðrenn døgurðatíð høvdu vit fingið samla eitt lítið kór: Birgir Krosteig, Jógvan Elias Winther Poulsen og Helgi Nielsen. Áki Davidsen og Kári Justinussen. Kenneth Samuelsen og Jákup Wardum. Mads A. Winther, Sjúrður Norðbúð, Niels Hóvshólm og eg. Vit møttu á Frúutrøð kl 13:45, hitaðu upp fóru síðani oman í býráðssalin har vit sungu “Kom du ljuva” og “Side by side” fyri brúðarparinum kl. 14:10. Tað var vist OK. Brúðarparið var Durita Kristoffersen úr Vestmanna og ein serbi úr Serbia.

18. oktober 2014

Leygardagin 18. oktober kl. 12:45 møttust allir úr manskórinum, sum kundu, á Frúutrøð at venja. Grundin til hetta var, at Michael Jacobæus, sum syngur við í kórinum, hevði ein døgurða fyri vinum og kenningum uppi á Hotel Føroyum, í sambandi við at hann sjálvur fylti trýss mikudagin tann 15. oktober og at eitt abbabarn, fríggjadagin 17. oktober, varð blivið doypt úti Vesturkirkjuni. Vit sungu kl. 13:35 tríggjar sangir “I østen”, “Gübben hann er gammal” og “Side by side” fyri selskapinum uppi á Hotel Føroyum, og uppmøtingin var sera góð, einir 30 mans . Sangurin gekk heilt OK.

10. november 2014

Mánadagin 10. november kl. 12:00 møttu nakrir av limunum í Tórshavnar Manskóri í Vesturkirkjuni fyri at hita upp og øva “Dýrd á vík og vág”. Tað var tí, at Torbjørn Poulsen andaðist fríggjadagin 7. oktober og skuldi fara úr Vesturkirkjuni kl 13:00 í dag 10. oktober. Familjan ynksti at vit sungu Dýrd á vík og vág, og tað gjørdu vit so, meðan vit eisini stuðlaðu sanginum bæði í kirkjuni og á grøvini. Henda dagin var Hanus Joensen leiðari hjá monnunum samstundis, sum hann eisini var organistur. Sangurin gekk vist væl undir leiðsluni hjá Hanussi. Teir vóru ikki so nógvir: Birgir, Bent Tommy, Jógvan Elias, Dánjal Davidsen, àki Davidsen Høgni Højgaard Jørgin Pauli Ole Jensen, Georg, Martin, Hugo, Petur P, Mads, Sjúrður, Brynjálvur og Jóhan R. J.

20. november 2014

Hósdagin 20. november kl. 20:00 møttu nakrir av limunum í Tórshavnar Manskóri í Kommunuskúlanum í Kongagøtu fyri at hita upp og øva nakrar sangir, tí vit skuldu út at syngja eitt sindur seinni. Sangirnir, sum vit øvaðu vóru “Love Me tender”, “Kom du ljuva”, “Side by side”,”Eg minnist úr gomlum søgum”, “Kom drekkið vínreyga skál” og “Eg rósu upp sá næla”. Síðani fóru vit oman til advokatarnar har allir advokatskrivararnir í Havnini vóru samlaðir til eina hugnaløtu, sum advokatskrivarnir á Frúutrøð í ár skipaði fyri. Løtan var vist góð, tí Hanus Joensen helt fyrst eina mergjaða røðu fyri “damunum” áðrenn hann fór í holt við at dirigera teir 6 sangirnar, sum mennirnir sungu. Sangararnir, sum vóru við vóru: Jógvan Elias Winther Poulsen, Helgi Nielsen, Oskár Eiriksson og Birgir Krossteig. Kjartan Mohr og Áki Davidsen. Suni Rasmussen, Jákup Wardum (hann sang solo í Love Me tender), Christian Kruse, Martin Petersen og Sjúrður Johansen. Sjúrður Norðbúð, Christian Andreasen (hann spældi guitar í “Eg minnist úr gomlum søgum”), Brynjálvur Johansen, Niels Hovshólm og Hugo Samuelsen.

21. november 2014

Fríggjadagin 21. november kl. 19:45 møttu so nógvir í manskórinum, sum kundu møta upp, á Frúutrøð, fyri at hita upp og øva nakrar sangir, tí vit skuldu út at syngja fyri fólki eitt sindur seinni. Sangirnir, sum vit øvaðu vóru “Føroyar mítt land”, “Love Me tender” (Jákup Wardum sang solo), “Kom du ljuva” og “Side by side”. Síðani fóru vit kl 21:30 oman á Parnassið á Hotel Hafnia, har vit sungu fyri brúðarparinum Alina og Jóan Pauli Jespersen, sum blivu vígd í kirkjuni fyrr um dagin. Løtan var vist góð, tí tey klappaðu í hvussu so er óført.

22. november 2014

Leygardagin 22. november kl. 19:45 møttu so nógvir mans úr manskórinum, sum kundu møta upp, á Frúutrøð, fyri at hita upp og øva nakrar sangir, tí vit skuldu syngja til eitt jólaborðhald eina løtu seinni. Sangirnir, sum vit øvaðu vóru “Love Me tender” (Jákup Wardum sang solo), “Kom du ljuva”, “Side by side” og “Mighty Quinn” (Birgir Krossteig sang solo). Síðani fóru vit kl 21:40 út á Sendistovuna, har NEMA skipaði fyri jólaborðhaldi fyri øllum sínum starvsfólki í samtakinum, og har var vist nógv undirhald á skránni, men vit vóru so fyrstir. Har var skemt, Hanus Johansen og vist mangt annað! Eg haldi, at tað gekk væl.

27. november 2014

Hósdagin 27. november kl. 18:30 møttu nakrir mans á Frúutrøð fyri at øva. Orsøkin var, at okkara sangari Viggo A. Hansen, sum býr úti við Jóannes Paturssonargøtu, fylti 70 ár. Føðingardagurin varð hildin heima saman við familjuni, og av tí at har ikki er nógv pláss vóru vit bert: Poul Müller, Birgir Krossteig og Peter H. Niclasen. Áki Davidsen og Høgni Mikkelsen. Jónfinn Petursson, Kenneth Samuelsen og Martin Petersen. Mads Winther, Petur Nielsen, Petur Petersen, Hugo Samuelsen og so Bjarni. Sangurin gekk hampuliga, og Viggo var blíður.

6. desember 2014

Leygardagin 6. desember kl. 13:00 møttu fleiri mans í Vesturkirkjuni fyri at syngja til eina jarðarferð. Tað var Otto Reinert, bróður Anrias Reinert, sum hevur sungið við okkum, sum fór úr Vesturkirkjuni tann dagin. Otto hevur í nógv ár verið á Lágargarði har vit hava sungið fyri honum jólaaftan, og tað dámdi honum væl, og sonur hansara Oddur vildi gjarna hava okkum at syngja einar tveir sangir í kirkjuni, og tað gjørdu vit. Vit sungu “Eg rósu upp sá næla” og “Boðar tú til allar tjóðir” og tað gekk vist væl. Teir sum kundu fara út á grøvuna gjørdu tað.

7. desember 2014

Sunnudagin 7. desember kl. 13:00 møttu allir mans uppi í Norðurlandahúsinum, tí bussurin hjá Mogens Wraae fór avstað kl 13:00 til Gøtu har vit saman við kórinum Eystanljóð og Eivør skuldu hava skuldu hava okkara Jólakonsert í Gøtu kirkju. Vit vóru í Gøtu eitt sindu yvir kl 14:00 og har alt møguligt gott var at fáa: Kaffe, kakur, breyð og annað. Vit hitaðu upp eina løtu, og øvaðu eitt sindur fyri okkum sjálvar og saman við Eivør og Árna Hansen, sum spældi klaver hjá okkum. Klokkan 16:00 rindu klokkurnar og konsertin byrjaði við eini inngangsbøn og einum præludium, sum Leif Hansen spældi. Konsertin vardi umleið hálvanannan tíma við øllum, men hon var ongantíð keðilig sjálvt um konsertin var so long. Gøtu kirkja var stúgvandi full, og øll – haldi eg – vóru væl nøgd tá tey fóru til hús!!!!!! Her sýggja tit skránna:

7. desember 2014

Sunnudagin 7. desember kl. 20:00 endurtóku vit tað somu konsertina, sum vit høvdu í Gøtu kirkju, í Vesturkirkjuni. Har var alt tað sama: Eivør var har, Martin Restorff Jacobsen og Árni Hansen vóru har, Arnold Ludvig og Jónas Bloch vóru har, Leif Hansen og Hanus Joensen vóru har, Tórshavnar Manskór og Eystanljóð vóru eisini har. Snøgt sagt var alt tað sama uttan tó: Julia sum læs inn- og útgangsbønina í Gøtu kirkjun var skift út við Hera Joensen, og vit høvdu okkara buss og tey høvdu sín egna buss. Konsertin gekk sera væl og Vesturkirkjan var í stúgvandi full við fólki, – minst 800 fólk – sum øll fóru væl nøgd til hús. Konsertin vardi umleið ein tíma og 25 minuttir. Beint eftir konsertina fóru vit øll oman til Kjartan har vit fingu okkurt til hálsin og eftir tað fóru gøtufólkini norður aftur við bussinum, meðan vit sótu eina løtu afturat. Konsertin í Havn bleiv tikin upp, tað var Jón Jensen, sum tók hana upp. Vit fingu eisini Martin Sirkovsky at taka nakrar myndir fyri okkum. Eitt herligur dagur!!!! Her sýggja tit skránna:

Her eru nakrar myndir frá Jólakonserini í Vesturkirkjuni, sum Martin Sirkovsky hevur tikið:

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

19. desember 2014

Fríggjakvøldið 19. desember kl. 19:15 møttu allir, sum kundu, upp í REX, tað er gamla veitsluhøllin í Havnar Klubba. Vit hitaðu upp eina løtu, sungu nakrar sangir, og tá klokkan nærkaðist átta fóru vit uppá í Havnar Klubba at syngja fyri øllum limunum, sum vóru møttir upp til hugnaløtuna. Uppmøtingin til hesa hugnaløtu við Gløgg var sera góð. Manskórið sang, – eftir at Poul Hansen hevði bjoða okkum vælkomnum, – í ein hálvan tíma ella so, við alskyns viðmerkingum. Poul Hansen takkaði fyri, og vit kundu fáa okkum eina øl ella gløgg og okkurt afturvið. Ein deilig løta inntil klokkan tólv. Vit sungu: Maria var moyggin, Eg rósu upp sá næla, Gleðilig jól, Snjólýsi, Kyrie, Kom drekkið vínreyga skál við mær, Love me tender (Jákup Wardum sang solo) Side by side, Mighty Quinn og Kom du ljuva.

24. desember 2014

Mikudagin 24. desember kl. 13:30, sungu vit sum vanligt á Lágargarði til Guðstænastuna, sum Lágargarður plagar, at hava jólaftan, fyri familju og kenningum. Fyrst segði fyristøðukvinnan nøkur orð, síðani segði borgmeistarin, Heðin Mortensen, nøkur orð og tástani tá slapp prestur, Theodor Olsen, framat við jólagleðiboðskapinum. Við orglið sat Ívar Iversen. Manskórið sang Maria var moyggin, Eg rósu upp sá næla, Gleðilig jól, Snjólýsi, Love Me tender (Jákup Wardum sang solo) og Side by side. Eftir tað var Jólatræ fyri børnunum áðrenn búfólkið fór inn á eindirnar við sínari familju til ein drekkamunn. Vit, 37 mans fingu eisini ein drekkamunn.

29. desember 2014

Mánadagin 29. desember kl. 13:00 sungu vit í Vesturkrkjuni til jarðarferðina hjá Elni Hansen fødd Tausen. Maður hennara Viggo A. Hansen, sum syngur við í Tórshavnar Manskóri, spurdi um vit kundu skipað fyri sanginum, og tað gjørdu vit. Vit sungu kórsangin “Eg rósu upp sá næla” áðrenn Heri Joensen helt sína prædiku, og vit sungu “Boðar tú til allar tjóðir” eftir prædikuna. Sangurin gekk eftir minum tykki væl, – onkur helt at sangurin var ov spakur. Vit stuðlaðu felagssanginum bæði í kirkjuni og úti á grøvini. Eftir jarðarferðina skuldu fleiri av okkum syngja í nýggjárskórinum á læraraskúlanum frá kl. 14:00 til kl. 17:00, so har var eitt sindur tepurt við tíð.

29. desember 2014

Mánadagin 29. desember kl 21:15 møttu allir menninir, sum kundu á Hotel Føroyum, har stór veitsla varð hildin. Tað var Ati Gregersen og konan, Eydna, sum hildu silvurbrúdleyp fyri vinum og kenningum, og har vóru um 400 fólk boðin við. Har var nógv undirhald, millum annað var Lena & Niclas har, Guðrið Hansdóttir var har, og sjálvandi vóru vit eisini har. Vit sungu kl. 22:05 fýra sangir: “Boðar tú”, “Love me tender” (Jákup Wardum sang solo) “Kom du ljuva” og til síðst sungu vit “Side by side”. Eftir tað ynkstu vit brúðarparinum tillukku og vit takkaðu fyri okkum. Sangurin var vist á góðari leið (ein dama sendi henda teldupostin: Takk fyri sera góðan sang í gjárakvøldið til silvurbrúdleypið hjá Atla og Eydnu. Vit vóru mong ið hildu at tað ljóðaði heilt fantastiskt), Hans Andor Johannesen skipaði fyri tí tekniska (mikrofonir og annað), meðan Árni Gregersen var toastmeistari. Samanumtikið ein langur, men góður mánadagur.

2015

3. januar 2015

Tann 3. januar kl. 13:00 sungu vit í Ólavskirkjuni í Kirkjubø til eina jarðarferð. Tað var Ólavur Dalsgarð sum fór úr kirkjuni. Hann var við Tórshavnar Manskóri av fyrstani tíð, tað vil siga, at hann er við á tí fyrstu myndini frá 1987, og enntá sang hann saman við Johan R. Jacobsen eisini við í Havnar Manskóri undir Gunnar Mikkelsen inntil 1956-57. Familjan vildi hava okkum at syngja, so tað gjørdi vit fegnir, men av tí, at Ólavskirkjan er lítil noyddist eg at velja tíggju sangarar burturúr, og teir vóru; Hans Pauli, Egon, Peter, Áki, Kjartan, Suni, Kenneth, Petur, Hugo og Niels. Av hesum vóru Egon og Niels eisini við á tí fyrstu myndini av Tórshavnr Manskóri saman við Ólavi, meðan hinir komu við stutt eftir. Kórið Sólamagn sang fyrst eitt præludium, síðani blivu tveir sálmar sungnir, síðani helt Heri prestur sína prædiku, síðani sungu vit “Eg rósu upp sá næla” og “Boðar tú til allar tjóðir”, síðani segði Bergur Arnbjarnarson nøkur orð, síðani sungu vit tveir sálmar áðrenn kistan bleiv borðin út og oman í kirkjugarðin. Sangurin hjá okkum riggaði bara væl.

23. januar 2015

Fríggjadagin 23. januar kl. 20:30 møttu so nógvir sum kundu á Frúutrøð fyri at hita upp og øva eitt sindur: “Gübben hann är gammal”, “Boðar tú til alar tjóðir”, “Love me tender” og “Side by side”. Orsøkin var, at vit seinni tvs. kl. 21:00 skuldu niðan á Sólteig har Stein Fossá og konan Mortina búgva, tað er á Lützenstrøð. Stein fylti trýss, og kona hansara bað okkum koma at syngja fyri honum og teim innbodnu gestunum, og tað gjørdu vit so. Uppmøtingin var sera góð og sangurin gekk væl, kanska uttan “Gübben är gammal” tí vit stóðu ov illa í tí lítla køkinum. Stein sigur, at tað skal hann nokk gera nakað við!!!!

7. februar 2015

Leygardagin 7. februar kl. 19:00 høvdu vit okkara ársveitslu í HB-húsinum. Petur Petersen, Jógvan Elias Winther Poulsen og Sjúrður Johannesen skipaðu fyri við mati frá Oddvør Skarðhamar: laksasúpan, seyðakjøt og dessert, – fantastiskur matur og fantastiskt undirhald. Karl Martin Samelsen’s trio spældi til dans, ogtað riggaði væl. Veitslan endaði kl. 5 – 6 um morgunin!!!

10. februar 2015

Týsdagin 10. februar kl. 18:30 møttu allir, sum kundu,uppi við Norðurlandahúsið. Orsøkin var tann, at Mogens Wraae stóð har við bussinum hjá sær og bíðaði eftir okkum. Hann skuldi koyra okkum til Fuglafjarðar Mentanarhús har stórur 70 ára føðingardagur hjá Signar á Brúnni. Har vóru í hvussu so er ein fullur konsertsalur við minst 250 gestum. David á Brúnni hevði lokka okkum í kolandi stormi noður at syngja fyri honum og tað gjørdu vit so. Vit hitaðu upp á John’s Cafee og so fóru vit yvir í Mentanarhúsið at syngja, vit stóðu líkasum á balkonuni og sungu niður á gestirnar og høvdu vit ikki verið so nógvir, so hevði tað nokk ikki gingið so væl sum tað gjørdi. Vit sungu “Boðar tú….”, “Love Me tender”, “Kom du ljuva” og “Side by side” og síðstnevndi endar við einum braki!!!!!

14. februar 2015

Leygardagin 14. februar klokkan 19:10 sungu vit, – so gott sum allir menninir -, uppi á Hotel Føroyum til frama fyri krabbamein rakt børn í Føroyum. Tiltakið var skipað á tann hátt, at Juice producenturin Rynkeby, sum í staðin fyri at brúka pening til vanligar reklamur, brúkar peningin til krabbarakt børn, og á henda hátt sláa teir “tvær flugur við eitt smekk”, tí miðlaheimurin fylgir Rynkeby óansæð hvat, í jagstranini eftir tíðindum, og í hesum føri skipaðu teir fyri einum Galladøgurða uppi á Hotellinum við vælkomsti, forrætti, høvuðsrætti, dessert og kaffe. Umframt var ein ørgrynna av undirhaldi: millum annað undirhelt Jóhannes Andreasen og Operasangarin Ernst Sondum Dalsgarð og fleiri. Á Hotellinum vórðu um 210 kuvertar seldir fyri 1.250,- kr. hvør, og peningurin fór allir óskerdir til børn við krabbameini. Tað var í hesum samahangi at vit sungu tríggjar sangir í forhøllini, tá gestirnir fingu ein vælkomstdrink. Tað eydnaðist væl og eg haldi, at fólk vóru glað. Síðani fóru vit til Havnar aftur við bussinum hjá Mogens Wraae. Myndirnar hava vit fingi frá Team Rynkeby.

7. mars 2015

Leygardagin 7. mars kl. 19:15 møttu allir, sum kundu, yviri hjá Birgir Krossteig í Jónas Broncksgøtu. Har hitaðu vit upp, og tóku nakrar sangir ígjøgnum, tí vit skuldu niðan á Fróðskaparsetrið (gamli bygningurin hjá Tummas Dam) at syngja fyri Jørgin Meitilberg, sum helt sín 40 ára føðingardag fyri vinum og kenningum á niðastu hædd. Tað var eitt rættiligt mannfólkaball, tí har var einki konufólk at síggja nú dagin fyri altjóða kvinnudagin 8. mars. Vit sungu fýra sangir fyri honum, og hann(Jørgin) var væl nøgdur. Vit sungu “Gübben er gammal”, “Boðar tú..”, “Side by side” og Mighty Quinn fyri eini 40 fólkum.

21. mars 2015

Leygardagin 21. mars kl. 12:00 vóru allir úr Tórhavnar Manskóri, sum kundu, møttir uppi í HB-húsinum. Grundin til tess, var, at inkarneraði HB-arin Heri Mohr tann dagin helt sín 90-ára føðingardag, fyri vinum og kenningum, og sjálvandi í HB-húsinum. Vit blivu spurdir um vit vildu syngja nakar sangir á hátíðardegi hansara klokkan 12:30, og tað gjørdu vit so. Vit sungu fýra sangir “Gübben är gammal”, “Føroyar mítt land”, “Ódn” og “Side by side”. Nummar 2 og 3 hevði Jnaus Djurhuus yrkt og tað var passandi, tí Janus Djurhuus var gubbi Hera Mohr. Eg haldi at tað riggaði bara væl í tí fullsetta HB-húsinum.

22. mars 2015

Sunnudagin 22. mars kl. 20:15 møttu allir í manskórinum, sum kundu, uppi á Hotel Føroyum. Grundin var, at eitt amerikansk ferðalið var komið til Føroyar fyri at hyggja at sólamyrkingina og tey vildu so upplivað okkurt annað eisini. Fyri okkurt um trimum árum síðani blivu vit bílagdir til hetta høvið. Vit Sungu nakrar manskórssangir fyri teimum: eitt nú Føroyar mítt land og Jarðareyga, sum Kári Bæk dirigeraði og til síðst sungu vit Side by side. Vit vóru væl mannaðir til hetta borðhaldið, tí vóru um 40 mans í føroyskum búna, og at enda tók Mads Andreas Winther “Flóðin Bænadiktson” og fólkini úr California og teir fýra úr Australia vóru so sera glað øll somul. Fyriskiparin Sonja Johannesen segði aftaná:”Tey vóru púra vekk í tykkum, og spurdu eftir fløgum osv. / Ordiliga stuttligt opplivilsi bæði fyri tey, og okkum fyriskiparar. Og vónandi eisini fyri tykkum 🙂 Takk fyri!”

29. mars 2015

Sunnudagin 29. mars kl. 11:15 sungu nakrir av okkum uppi hjá Mogens Wraae í Óluvugøtu, tí tey (brúðarparið) hevði diamanbrúdleyp. Tað var eitt “morgunparty” ella brunch – frá kl 10 av – bert fyri tey nærmastu. Klokkan skifti til summartíð, men háðast tað  (vit fingu ein tíma minni), so sungu vit “Boðar tú”, “I østen stiger solen op”, “Kom du ljuva” og “Side by side” fyri teimum og eg haldi, at tey vóru glað fyri tað. Av tí at pláss ikki var fyri øllum manskórinum, bað eg Birgir, Helga, Peter, Jógvan Elias, Høgna M., Áka, Kenneth, Martin, Stein, Mads, Kaj, Petur og Hugo um at syngja, og tað gjørdu teir so.

2. apríl 2015

Skírisdag 2. apríl kl 16:00 hevði Tórshavnar Manskór konsert í Sandavágs kirkju, sum Magnus á Kamarinum hevur bygt. Til konsertina vóru komin rættiliga fitt av fólki og kórið var eisini væl mannað, og tó, – Kjartan Mohr, Áki Davidsen og Høgni Mikkelsen og Høgni Højgaard manglaðu í øðrum tenorunum, so har var eitt øgiligt mannfall. Men tað gekk bara væl hjá teimum, sum møttu upp. Fyrst bleiv ringt inn, síðani bjóðaði Inga Dam prestur okkum øllum vælkomnum og bað eina inngangsbøn. Eftir tað dirigeraði Kári Bæk “I østen stiger solen op” og “Stíg seggur oman Golgata”, Síðani dirigeraði Bjarni “Lux Aurumgue” og “Jeg vil mig Herren love” og Peter H. Niclasen sang solo í báðum sangunum. Síðani stjórnaði Kári Bæk “Páskamorgun” og “Angus Dei”, í síðstnevnda sanginum sang Peter Niclasen aftur solo, meðan Bjarni royndi at navigera millum teir hvítu og svørtu tangentarnar á klaverinum. Síðani hugleiddi Marjun Kálvalíð um páskirnar áðrenn Tórshavnar Manskóri sang “Kyrie” og “die Nacht” við Bjarna, sum dirigenti. Teir síðstu sangirnar: “Sommarpsalm”, “Summarkvøld” og “Jarðareyga” dirigeraði Kári Bæk. So var konsertin fyri so vítt liðug, men vit skuldu líka hava eina útgangsbøn og biðisløgini við áðrenn vit Kári og eg endaðu við sanginum “I furuskogen” og “Side by side”. Fólk fóru væl nøgd heim at fáa sær náttura! Mogens Wraae, sum koyrdi okkum aftur og framm við bussi sínum.

14. apríl 2015

Týsdagin 14. apríl kl 13:00 møttu so nógvir úr Manskórinum, sum kundu, til eina jarðarferð úr Vesturkirkjuni. Tað var Anna Poulina Davidsen, mamma Áka Davidsen, sum henda dagin bleiv jarðað. Áki, sum syngur við í Manskórinum, spurdi, um vit kundu syngja onkran sang og stuðla sanginum í kirkjuni og á grøvini, og tað gjørdu vit so. Kári Bæk dirigeraði Jarðareyga uppi við orglinum, og tað var vist OK! Úti á grøvini var sum vanligt nógvur vindur, og vit vóru enntá so hepnir at tað ikki fór at pissa niður fyrr enn presturin Heri Joensen hevði sagt AMEN.

16. apríl 2015

Hósdagin 16. apríl kl 18:15 møttu vit í húsinum hjá SMS á Tinghúsvegnum, har vit hitaðau upp eina løtu áårenn vit skuldu í SMS fyri at syngja nakrar “maskulinar” sangir á pallinum har. Har var ikki so nógv fólk komin kl 19:00 so vit spurdu um vit kundu fara upp í trappuna at syngja. Vit loyvi til tess og kl 19:10 sungu vit einar fimm sangir í trappuni, teir vóru “Føroyar mítt land”, “Eg minnist úr gomlum søgum”, “Jarðareyga”, “Love me Tender” og “Side by side”, Jákup Wardum sang solo í “Love me Tender” og Høgni Mikkelsen spældi guitar í “Eg minnist úr gomlum søgum”. Tað ljóðar heilt væl at syngja í trappuni í SMS, og tað søgdu tey í vóru har eisini.

18. apríl 2015

Leygardagin 18. apríl kl 11:00 møtti manskórið til ljóðroynd í Eysturskúlanum. Tað er nemliga so, at tann árliga kórstevnan, varð umskipað eitt sindur, og hevur fingið navnið “kórfestivalurin” 2015, vardi bara henda dagin, prøvarnir vóru við 11 tíðina, felagsvenjingin við 13 tíðina, meðan  konsertin var kl. 16:00 tíðina. Vit stóðu á programminum sum nr. trý, og vit sungu “Alta trinita beata” meðan vit gingu inn, síðani “Lux aurumque” (Peter H. Niclasen sang solo), “Kung liljekonvalje” og “Jarðareyga”, Bjarni dirigeraði báðar teir fyrstu og Kári Bæk dirigeraði teir báðar seinnu, og tað gekk bara heilt væl, sjálvt um vit vóru illa mannaðir í fyrstu tenorunum, nakrir fyrstu tenorar høvdu meldað avboð, meðan onkur slettis ikki møtti upp. Um kórstevnuna kann sigast at fyriskipararnir høvdu lagt tríggjar kappingar inn í stevnuna, sum eg ikki haldi vóru væl umhugsaðar, uttan tann eina har musikkurin varð prioriteraður fyrst. Veitslan var úti í róðrarneystinum á Argjum og skuldi byrja kl 18:30, men tað var ikki hugsingur um, tí konsertin var ikki liðug tá, so tey flestu komu til veitsluna ein tíma seinni, veitslan var vist góð.

24. apríl 2015

Fríggjadagin 24. apríl kl 15:15 møttu teir flestu í manskórinum úti hjá Blika (har sum Føroya Bjór er) fyri at hita upp og líka taka onkran sang ígjøgnum áðrenn vit gingu yvir í Mykinesgøtu. Orsøkin var tann, at Bárður Simonsen fyri langari tíð síðani spurdi um vit kundu syngja tá Sveisingahandilin og Fønix alment løgdu saman í eina fyritøku, og tað gjørdu vit so. Vit sungu fýra sangir Ódn, Eg minnist úr gomlum søgum, Jarðareyga og Side by side og tað gekk vist væl. Vit vóru nokk so væl mannaðir (tó ikki í 1. tenorunum) tá hugsað verður um, at sungið varð mitt í arbeiðstíð!! Minnist eg rætt vóru 1. tenorarnir hesir: Egon, Eyvind Emil, Dávid, Jóan Pauli. 2. tenor: Jørgin, Kjartan, Áki, Høgni Mikkelsen, Bárður. 1 Bassar: Jónfinn, Christian, Elias, Georg, Martin. 2. Bassar: Andrias, Mads, Petur Petersen, Hugo, Hanus Joensen, Sjúrður Norðbúð og Jacobæus. Har var nógv fólk møtt upp til góðan mat og eina “mini” konsert, har Hallur Joensen, Kristina Bærentsen og vit sungu. Sum sagt var maturin ótrúliga lekkur og umframt helt Hera Joensen prestur eina góða røðu afturvið.

28. apríl 2015

Týsdagin 28. apríl kl 15:30 møttu átta av okkum úti í kappellinum á Landsskjútrahúsinum fyri at hita upp, teir vóru Bjarni, Mads, Elias, Jónfinn, Áki, Høgni Mikkelsen, Jógvan Elias, Mouritz og Helgi Nielsen, sum fekk okkum at syngja sangin “Boðar tú…” fyri einari 51 ára ungari kvinnu (Sólvá Reynskor Hansen) úr Sørvági, sum fór úr Kappellinum kl 16:00. Tað var ein syrgilig løta, og ikki minni syrgilig tá Bergur Joensen, prestur, hevði sagt nøkur orð. Vit gjørdu tað so gott, sum vit kundu, og tað var vist ikki vánaligt.

30. apríl 2015

Hósdagin 30. apríl kl 12:50 sungu nakrir av okkum uppi á Hotel Føroyum fyri Jóan Paula Joensen, professarar, sum tá fylti 70 ár. Annikka Sølvará spurdu um vit kundu syngja fyri Jóan Paula til eina høgtíðsløtu við einum góðum bita, og hon vildi hava “Matlepan” sungnan, tí Jóan Pauli eisini gav samstundis, sum hann fylti, eina bók út um Føroyska Matmentan við heitinum Ból og biti. Vit sungu “Matlepan”, “Boðar tú til allar tjóðir”, “Eg minnist úr gomlum søgum” og “Side by side”. Teir, sum sungu vóru Bent Tommy, Hans Pauli, Helgi, Áki, Kjartan, Elias, Stein, Christian Kruse, Mads, Christian Andreasen (spældi guittar), Andrias og Hugo. Tað gekk vist útmerka, burturfrá at samkoman larmaði nakað illa, tí tey vóru ótolin (talurnar vóru nakað drúgvar og fólk høvdu fingið ríkiligt niðurum) at fáa okkurt at eta

30. apríl 2015

Hósdagin 30. apríl kl 13:00 sungu fleiri av okkum til eina jarðarferð hjá Hannufíu Næs (Jóhanna Sofía Jacobsen úr Fugloy), sum fór úr Vesturkirkjuni. Egon Hansen Jón Kragesteen, Sjúrður Norðbúð, Hendrik Akurstein, Jóhan Petur Johansen skipaðu fyri sanginum í kirkjuni. Tá Presturin Heri Joensen helt prædikuna komu vit fýra við: Hugo, Bjarni, Kjartan og Helgi, Á grøvini sungu vit fyri, og tað var vist OK.

30. apríl 2015

Hósdagin 30. apríl kl 15:45 sungu vit fyri triðju ferð sama dag. Hesaferð var tað á Öström har J & k Petersen hildu sítt 40 ára hald. Har var, sum til hinu tiltøkini, stúgvandi fult av fólki, har vórðu røður hildnar, filmar blivu vístir og massar av musikki, milum annað spældi Hallur Joensen og makkarin hjá honum. Vit sluppu eisini í part. Vit sungu “Matlepan”, “Eg minnist úr gomlum søgum” og “Side by side”. Teir, sum sungu vóru Bent Tommy, Hans Pauli, Helgi, Áki, Kjartan, Elias, Stein, Christian Kruse, Mads, Christian Andreasen (spældu guittar), Andrias og Hugo. Tað gekk vist útmerka. Fólk vóru glað, tí har var alt møguligt gott at fáa. 

2. mai 2015

Leygardagin 2. mai kl 21:00 møttu nógv teir lestu menninir á Frúutrøð, minnast skal á, tað vóru nógv tiltøk í býnum annars: “Meðan vit bíða” minst tvey brúdleyp, “Showmenn” og alt møguligt annað. Vit hitaðu upp og tóku nakrar sangir ígjøgnum, og síðani fóru vit niðan í B36-húsið, har J & K Petersen hevði teirra 40-ára hátíðarveitslu fyri felagnum og starvsfólkum (Tað bleiv sagt at 140 fólk fóru at koma í veitslu, men eitt er sikkurt, og tað er, at har vóru minst 210 fólk, tí har var sera, sera trongt) . Vit vóru bidnir um at syngja nakar sangir og tað gjørdu vit so: “Ódn”, “Love me tender” og “Mighty Quinn”, solistar vóru Jákup Wardum. Mouritz Mohr og Birgir Krossteig. Sangurin gekk væl og tey nógvu fólkini klappaðu óført.

14. mai 2015

Hósdagin 14. mai kl 20:15 møttu nakrir fáir mans á Frúutrøð, har vit hitaðu upp og sungu nakrar sangir. Tað var Mouritz Mohr, sum bað okkum koma at syngja fyri innbodnum gestum hjá MEST í sambandi við sølustevnuna Atlantic Fair 2015, sum varð hildið í døgunum 12. til 14. mai í Klaksvík, har MEST eisini luttók. Viðskiftafólkini hjá MEST, bæði føroysk og útlendsk, vórðu boðin til ein betri bita í Roykstovuni í Kirkjubø, og av tí at plásstrot er í Roykstovuni vóru vit bert 14. mans: Birgir, Mouritz, Jógvan Elias, Áki, Kjartan við sínum guitara, Óli Jákup, Kenneth, Jákup, Mads, Andrias, Hugo, Petur N., Christian og eg. Vit sungu “Sangerhilsen”, “I østen stiger solen op”, “Eg minnist úr gomlum søgum” og “Side by side”. Sjálvt um tað var trongt so haldi eg at tað gekk væl, og sum Mouritz sigur: Innslagið hjá manskórinum var sera væl umtókt, tað fekk eg hetta at vita fleiri ferðir um kvøldið.

16. mai 2015

Leygardagin 16. mai kl 20:30 møttu allir menninir, sum kundu, á Frúutrøð, har vit hitaðu upp og øvaðu nakrar sangir. Orsøkin var, at Eyð Strøm vildi hava okkum oman í húsið hjá Bátafelagnum í Havn at syngja fyri mammu síni, Beintu Danielsen, sum helt sín trýss ára føðingar dag fyri vinum og kennigum har. At vit skuldu syngja, komst av at vit í 1990 sungu tríggjar sangir afturvið einari fimleikaseriu hjá táverandi Grand Prix liðnum hjá Havnar Fimleikafelag. Seriurnar, sum vóru sera flottar, hevði Beinta gjørt til sangirnar “My Evalaine”, “Last Supper” og “Joshua fit de Battle ob Jericho”, í síðstnevnda sang Andrias Reinert solo. Vit framførdu seriurnar saman til eina fimlakaframsýning í høllini NABB (eg minnist ikki nær), – fyri Kjørbreyt 20. apríl – og á einari konsert hjá Mankórinum í Norðurlandahúsinum 21. apríl – og aftur í Norðulandahúsinum til ein stevnu um handlæknafrøði 7. juni 1990. Dóttirin, Eyð, vildi hava okkum at syngja nakrar av teim somu sangunum og vit sungu “My Evalaine”, “Last Supper” og so afturat, sungu vit í samráð við Eyð, “Dimmið” og “Lover Me Tender” og Jákup Wardum sang solo. Tað gjørdu vit so kl 21:15, og sangurin gekk vist nokk so væl og vónandi vóru teir hálvthundrað gestirnir nøgdir.

11. juni 2015

Hósdagin 11. juni kl. 20:00 høvdu vit okkara várkonsert ella summarkonsert (vit hava neyvan havt ein lýggjan dag enn, nú vit nærkast longsta dag) í høllini í Eysturskúlanum. Nakað av fólki hevði leitað sær í Eysturskúlan at lurta, – eini 70 gjaldandi og eini 100 fólk tilsamans. Vit plaga at hava onkran troubadour við á konsertina, men tað høvdu vit ikki hesaferð, men harafturímóti høvdu vit fleiri solistar úr kórinum og tvey minni kór, og tað riggaði bara væl. Mads Winther var frásøgumaður, og tað kláraði hann sum altíð væl. Konsertin, sum vardi ein knappan tíma riggaði vist bara heilt væl, – fólk vóru í hvussu so er glað! Kári Bæk dirigeraði helvtina av sangunum – so nøkunlunda, meðan Bjarni Restorff dirigeraði hina helvtina, – so nøkunlunda. Niðanfyri síggja tit programmið, sum varð gjørd til høvið:

19. juni 2015

Fríggjadagin 19. juni kl. 21:00 sungu vit fyri í tiltakinum, sum Tórshavnar Kommuna plagar at hava hvørt ár: Summarsólstøðurúti í Sandágerði. Í ár valdi kommuna at hava tiltakið henda fríggjadagin, sjálvt um teir helst vilju hava tiltakið árenn vikuskifti, men veðrið í vár og í summar hevur verið stak vánaligt so hetta var ein brúkilig loysn. Næstan alt var sum tað plagar: Tað var kalt, Tróndur Enni og Lív Næs sungu, Eyðun á Borg var har, dansifelagið var har, ponnyríðingin var har, cacao sølan var har, Niels var har, Jóan Petur Hentze helt røðu og so framvegis. Vit vóru rímuliga væl mannaðir, og sangirnir, vit sungu, vóru sum teir plaga at vera. Eitt var ikki sum tað plagar, tí vanliga plagar Tórshavnar Kommuna at vísa sítt takksemi á onkran hátt, eitt takkarkorti, ein bók ella ein reyðvínfløska, men so varð ikki í ár.

20. juni 2015

Leygardagin 20. juni kl. 16:15 møttu allir, sum kundu, á Frúutrøð fyri at hita upp og syngja nakrar sangir, tí vit høvdu játtað, at stuðla Føroya Fólkaháskula við at syngja úti á Háskúlanum millum 17:00 og 18:00. Eftir upphitingina fóru vit út á skúlan og sungu fýra sangir Føroyar mítt land, Dimmið, Love me tender og Side by side. Vit sungu úttandura í krókinum millum gamla bygningin og fimleikarhøllina. Tað gekk vist væl sjálvt um vit ikki vóru so nógvir: Einir fimm 1. tenorara, einir tríggir 2. tenorar, einir seks 1. bassar og einir sjey 2. bassar. “Frammanundan høvdu Lív Næs, Dánjal á Neystabø, GHM og onnur spælt og sungið. Eftir okkum spældi Havnar Hornorkestur og Halleluia Sofus og børnini sluppu at ríða á føroysku rossum. Kanska háskúlina klárar at savna so mikið av peningi saman at skúlin far nýtt tak.

18. juli 2015

Leygardagin 18. juli kl. 15:00 møttu allir, sum kundu, á Frúutrøð fyri at hita upp og syngja nakrar sangir, tí vit høvdu játtað, at syngja uppi í høllini hjá Dansifrøði, har Evy Toftegaard og Anfinn Nielsen hildu silvurbrúdleyp. Tað var nakað serligt, tí Evy Toftegaard bað okkum syngja ein sang, sum Anfinn hevði gjørt, »Eg elski teg Føroyar«. Tað var ikki bara at siga tað, tí hann mátti gerast um til manskór, og tað tók sína tíð. Vit fingu hjálp frá Arbjørn Sivertsen, sum saman við Høgna Mikkaelsen spældi guitar afturvið sanginum, sum vit høvdu øvað hósdagin framannundan úti á Atga Skúla. Nú skudi hann uppfrískast áðrenn vit fóru niðan í dansifrøði har vit sungu hann, “Boðar tú…” og “Side by side” fyri gestunum kl 15:45. Tað gekk vist hampuliga væl sjálvt um vit ikki vóru so nógvir: 1. tenorara: Egon, Helgi , Bent Tommy, Oskar og Dánjal Pauli. Tríggir 2: Viggo, Áki og Høgni Mikkelsen. Bass1: Jónfinn, Elias, Georg, Stein, Sjúrður Johansen, Martin og Suni. Bass 2: Brynjálvur, Hugo, Mads, Petur Nielsen, Andrias og Kaj.

18. juli 2015

Leygardagin 18. juli kl. 21:30 møttu allir teir somu mennirnir, í Kantinuni í Hoydølum fyri at hita upp og syngja nakrar sangir, tí kl. 20:00 skuldu vit syngja í samkomuhøllini í Hoydølum fyri gullbrúðarparinum Elsu og Johnhard Glerfoss. Eftir upphitingina fóru vit inn á scenuna har vit sungu “Boðar tú..”, “Kom du ljuva” og síðani sungu vit “Love me Tender” har íslendski tenorurin Kristján Jónsson sang solo, og eftir tað sang hann solo í “Nú andar suðrið sæla”, og tað var tað!! Kristján og vit høvdu øvað sangin fyrr um dagin á Frúutrøð við hálvgum fimm tíðina, har hann eisini tók nakar sangir saman við Jóhannes Andreasen uppá klaver. Tað gekk vist hampuliga væl sjálvt um vit ikki vóru so nógvir. Samanlagt brúktu vit um tríggjar og ein hálvan tíma uppá sang bara leygardagin og harumframt tveir tímar hósdagin, – ikki heilt einki!! 

31. juli 2015

Leygardagin 31. juli kl. 20:00 møttu allir mans, sum kundu møta nú beint eftir ólavsøkuna, niðri á Musikkskúlanum á Frúutrøð fyri at hita upp og syngja nakrar sangir. Peter Østergaard hevði spurt um vit kundu syngja fyri Bjørt Samuelsen niðri á REX í Havnar Klubba klokkan 21:07, har hon helt sín hálvtrýss ára føðingardag (2. mars) fyri vinum og kenningum. Vit søgdu sjálvandi “ja”, sjálvt um tað er ringt at samla mennirnar í hægstu feriutíð. Vit vóru illa mannaðir í tenorunum, meðan uppmøtingin varð munandi betri í bassunum. Ná men, vit sungu “Boðar tú…..”, sum líkasum hoyrir til í hennara politiska umhvørvi. Síðani sungu vit “Kom drekkið vínreyga skál við mær”, “Side by side” og “Kom du ljuva”. Sangurin gekk hampuliga væl, og vónandi vóru áhoyrararnir nøgdir. 1. tenor: Egon Hansen, Dánjal Pauli Davidsen, David á Brúnni og Tór Verlan Johansen. 2. tenor: Áki Davidsen. 1. Bassar: Georg Egholm, Stein Fossá, Suni Rasmussen, Jónfinn Petursson, Jón Kragesteen, Ole Jensen, og Nicolaj Balle. 2. bassar: Petur Petersen, Andrias Reinert, Christian Andreasen, Brynjálvur Johansen, Hugo Samuelsen og Michael Jacobæus.

22. august 2015

Leygardagin 22. august kl. 20:00 møttu allir mans, sum kundu møta, úti á timburdeildini hjá MEST fyri at hita upp og syngja nakrar sangir. FSF forsetin, Christian Andreasen, sum eisini syngur við í manskórinum, hevði, fyri umleið trimum mánaðum síðani, spurt um vit kundu syngja úti í Müllers Pakkhúsi fyri norðurlendskum fótbóltsforsetum – við makum og øðrum páhengi. Sjálvandi vildu vit tað! Tá vit nú hava sungið fyri Sepp Blatter, Michael Platini og Ísak Mikladal, so vildu vit heilt bestemt eisini syngja fyri teim norðurlendsku “fóltbóltsforsetunum”. “Forsetarnir” umboðaðu seks norðurlond: Norra, Danmark, Finnlandi, Svøríki, Íslandi og Føroyar. Okkara forseti, Christian, vildi hava ein sang úr hvørjum landi, so vit sungu ávikavist:” Sangerhilsen”, “I østen stiger solen op”, “Finlandia-hymnuna”, “Sverige”, “Ísland øgrum skorið”, “Føroyar mítt land”, og so ótrúðligt tað ljóðar so máttu vit syngja “Side by side” sum eykanummar. Tað gekk vist bara heilt væl sjálvt um “Finlandia” var nakað feskur!!. Kári Bæk dirigeraði “I østen”, “Finlandia”, “Ísland” og “Føroyar mítt land”; og eg dirigeraði hinar. Av tí, at vit hava sungið nógv í summar, var hugurin at luttaka í kórinum, ikki serlga stórur fyri fýra døgum síðani, so eg brúkti TELEFONINA og ringdi til ALLAR í manskórinum, sum høvdu dagført síni telefonnummur – ein og ein, og spurdi um teir kundu koma við; undirtøkan bleiv so við og við sera góð, sjálvt um fleiri skuldi bæði “ditt og datt”. Hesir vóru við: 1. tenorar: Hendrik Rubeksen, Egon Hansen, Helgi Nielsen, David á Brúnni, Tór Verland Johansen, Mouritz Mohr , Birgir Krossteig, Óskar Eiriksson, Peter H. Niclasen, Poul Müller, Evind Emil Joensen  2. tenorar: Viggo A. Hansen Kári Justinusen og Jørgin Pauli Johanessen. 1. Bassar:  Jákup Wardum, Óli Jákup Tvørfoss, Stein Fossá, Eias Simonsen, Suni Rasmussen, Jónfinn Petursson, Christian Kruse, Ole Jensen, og Nicolaj Balle. 2. bassar: Petur Petersen, Petur Nielsen, Kaj Kallsberg, Rói Næss, Niels Hóvshólm, Andrias Reinert, Christian Andreasen, Brynjálvur Johansen, Hanus Joensen og Michael Jacobæus. Sum fyrr sagt so eydnaðist tiltaki væl, Ria Tórgarð var har, Lena og Niclas vóru har og vit vóru har og um okkara framførslu segði Christian dagin eftir: »Sangurin í Müllers Pakkhúsi leygarkvøldið eydnaðist sera væl. Gestirnir vóru fullkomuliga tikinir á bóli. Íslendsku gestirnir hildu okkum vera ikki verri enn Karlakór Reykjavíkur, gestirnir úr Finnlandi stóðu uppi og grótu, tá vit sungu finska tjóðsangin, fleiri spurdu um vit høvdu givið fløgur út o.s.fr. – Stóra takk fyri innsatsin«.

26. august 2015

Mikudagin 26. august kl. 18:00 møttu allir mans, sum kundu, í bygninginum hjá SMS á Tinghúsvegnum fyri at hita upp og syngja nakrar sangir. Tað var Regin Dalsgaard, sum hevði biðið okkum koma at syngja til ein politiskan valfund, sum skuldi verða á Torginum í SMS kl 19:00. Vit fóru síðani yvir í SMS har vit fóru í holt við at syngja uppi í trappununi kl. fimm minuttir í sjey. Uppmøtingin var sera góð, ja enntá eisini hjá 2. tenorunum. sangirnir 1) Føroyar mítt land, 2) Eg minnist úr gomlum søgum, 3) Boðar tú til allar tjóðir og 4) Side by side gingu allir væl. Christian Andreasen spældi guitar í nummar 2). Sum sagt var tað eitt politiskt panel við umboðum úr øllum flokkum og kjakið var um skúlan í síni heild. Árni Gregersen var orðstýrari, og tað gekk vist hampuligt, tað eg hoyrdi.

7. oktober 2015

Mikudagin 7. oktober kl. 20:30 møttu nakrir fáir mans á Musikkskúlanum á Frúutrøð fyri at venja og hita upp, tí teir skuldu út at syngja fyri “fínum”, kendum fólki. Kári Bæk var einsamallur dirigentur hetta kvøldið, tí eg hevði keypt ein nýggjan ovn, sum skuldi setast upp. Sangarar hetta kvøldið vóru Birgir Krossteig, Mouritz Mohr, Jógvan Elias Winther Poulsen, Høgni Mikkelsen, Áki Davidsen, Kenneth Samuelsen, Jákup Wardum, Jón Kragesteen Mads Winther, Jan Arge, Petur Nielsen og Sjúrður Norðbúð. Teir høvdu eina bundna uppgávu, og tað var at syngja okkurt føroyskt og okkurt íslendskt. Valið fall á “Jarðareygað”, sum Kári Bæk hevur gjørt, “Ísland øgrum skorðið” og “Side by side”. Tey “fínu” fólkini vóðru: fyrrverandi presindenturin í Íslandi, Vígdis Finnbogadóttir, Katrin Kallsberg, Sigurd í Jákupsstovu, Turið Sigurðardóttir og fleiri. Tey vórðu boðin til ein betri bita hjá íslendska sendimanninum í Føroyum uppí Hanusargøtu nr. 2. Brynja, sum er hjálparfólk, skipaði fyri selskapinum og um níggju tíðina ringdi hon og bað okkum koman niðan at syngja, tí tá var høvuðsrætturin um at verða liðugur. Kári Bæk og sangararnir sungu kl 21:30, og á veg út aftur reisti Vígdis Finnbogadóttir seg og segði nøkur pen orð um sangin, og eftir tað sluppu sangararnir heim til sín sjálvs. Sum sagt sangurin gekk vist sera væl!!!!

2016

9. – 16. mai 2019

Myndir frá ferðini til Akureyrar og Reykjavíkar 9. til 16. mai 2016

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

25. mai 2016

Mikudagin 25. apríl 2016 klokkan 19:30 skuldu vit syngja á Parnassinum á Hotel Hafnia fyri okkurt um 40 norrmonnum. Tað var norski konsulurin í Føroyum, Petur Even Djurhuus, sum bað okkum syngja fyri norrmonnunum. Umframt tað, ynskti Peter Even Djurhuus, teirra vegna, at vit sungu núverðandi tjóðsangin “Tú alfagra land mítt” og “Eg oyggjar veit”. Fyri at ganga øllum ynskjum á møti máttu vit venja nógv, og tað gjørdu vit umframt, at vit møttu trý korter áðrenn framførsluna á Frúutrøð. Tað var ikki hugsingur um at fáa allar mennirnar at møta eftir ein strævnan túr í Íslandi, so vit vóru bert hesir: Jógvan Elias, Birgir, Peter, Bent Tommy og Suni. Áki, Viggo, Bárður og Sveinur. Kenneth, Elias, Peter Jákup og Ole. Kaj, Andrias, Mads, Brynjálvur, Petur og onkur afturat. Vit sungu fyrst “Føroyar mítt land”, síðani “Eg oyggjar veit”, “Boðar tú til allar tjóðir”, “Tú alfagra land mítt” og Mads skipaði nøkur ørindi av “Zinklars vísu” og til síðst gingu vit út uppá triðja vers í “Side by side”, og øll vórðu glað!!!!

28. mai 2016

Leygardagin 28. mai 2016 kl 10:30 møttu allir mans á Reinsarínum fyri at hita upp (uppmøtingin var sera góð), tí vit skuldu vera við til at syngja tá Trappan bleiv tikin í brúk. Tiltakið lat longu upp kl 10:00 við Hornblástri og morgunmati og skráin varð hendan:

Frásøgumaður er Hilmar Jan Hansen.

KL. 10:00 Havnar Hornorkestur spælir, og morgunborðið letur upp.

KL. 10:30 60 fimleikarar koma litríkir av Vaglinum við BUBU fremst oman á økið og mingla við fjøldina.

KL 10:45 Hilmar Jan tekur ímóti BUBU á trappuni. BUBU upptraðkar og syngur sangir saman við Kim Hansen og orkestri.

KL. 11:10 Hilmar Jan takkar BUBU og sigur fólki frá, at hann kemur aftur um eina løtu. Boðað verður frá røðu hjá Heðin Mortensen og Tróndur Sigurðsson, men fyrst syngur Tórshavnar Manskór tveir sangir: “Føroyar mítt land” og “Eg minnist úr gomlum søgum”.

KL. 10:20 Borgarstjórin og Tróndur Sigurðsson halda røðu.

KL. 11:30 Tórshavnar Manskór syngur tveir sangir: “Boðar tú til allar tjóðir” og “Side by side” 11:40 Hilmar Jan takkar kórinum og boðar frá, at Ævintýrferðin kemur á trappuna. Búi og Dánjal upptraðka saman við Kim Hansen og orkestri.

KL. 12:05 Hilmar jan takkar teimum og biður BUBU, fimleikarar Ævintýraferðina manskóri og orkestri syngja og spæla ein felagssang. 150 ballónir koma á trappuna. Vit koma inn saman við Havnar Hornorkestur teir spæla Havnarmarsjin og eitt ørindi sjálvir vit, Manskórið, trívir í annað ørindi saman við Havnar Hornorkestur: Men Havnin, men Havnin tann deiliga Havn. So fegin eg gevi meg inn í tín favn. Tú vermir mítt hjarta, tú ert mær so fjálg, á landsbygd har stinkar av livur og tálg, á landsbygd har stinkar av livur og tálg.

KL. 12:15 Punjab koma á Trappuna

KL. 13:45 liðugt

3. juni 2016

Fríggjadagin 3. juni 2016 kl 17:45 møttu allir, sum kundu upp í Blika á Akranesgøtu, har vit hitaðu upp og sungu nakrar sangir. Eina løtu seinni (kl. 18:00) skuldu vit yvir á Føroyar Bjór at syngja nakrar sangir nú tað var Mentanarnátt í Havn. Har vóru nógv fólk og lurtaðu eftir okkum, Sissal Kampmann, sum læs upp úr egnum yrkingarsavni. Eisini spældi Punjab, meðan fólk kundu leska sær á eina øl, sodavatn ella fáa sær eina góða pylsu frá Gutta Winther. Veðrið var av tí fagrasta og uppmøtingin var góð. Vit sungu fimm sangir: Føroyar mítt land, Kom drekkið vínreygað skál við mær, Eg minnist úr gomlu søgum (Christian Andreasen spældi guitar), Jeg vil mig Herre Love Jákup Wardum sang solo) og til síðst sungu vit Side by side. Tað gekk hampuligt.

8. juni 2016

Mikudagin 8. juni 2016 kl 19:30 møttu nakrir fáir mans á Frúutrøð fyri at hita upp og fyri at syngja nakrar sangir saman við Kára Bæk, tí vit skuldu møta í Stokkastovni í Kirkjubø kl. 20:30 fyri at syngja. Selskapið, sum taldi um 30 fólk vóru apoteksfólk úr Sønderjyllandi ella har á leið, sum vitjaðu Kjartan Mohr og Føroyska apoteksverkið. Hesir vóru sangararnir: 1. tenor: Jógvan Elias W. Poulsen, Hanus Højgaard, Petur Niclasen. Birgir Krossteig og David á Brúnni. 2. tenor: Sveinur Tróndarson og Jørgin Pauli Johannesen. Kjartan. 1. bass: Kenneth Samuelsen, Stein Fossá, Sune Rasmussen og Elias Simonsen. 2. bass: Christian Andreasen, Brynjálvur I. Johansen, Petur Øl Petersen, Andrias Reinert og Peter Nielsen. Sangirnir, sum blivu sungnir vóru: Føroyar mítt land, I østen stiger solen op, Jarðareygað og Side by side. Kári Bæk, sum var leiðari helt, at framførslan var okey, kanska vóru áhoyrarnir “nakað villir” nú tey høvdu sitið við borið í tímavís, so villir, at teir vilduhava meir. Teir fingu eisini “þu alfvu vorrar yngsta land”. Eitt sindur av skemti var eisin í “Side by side”, tí Kári Bæk koyrdi eina 1/4 pausu í til allar seinast í sanginum, har tað er ógvuliga hart, og sjálvandi datt Kjartan Mohr í felluna, – so hann bleiv solistur eina løtu tað kvøldið. Her er ein lítil heilsan frá Kjartan: Góðu tit sangbrøður. – Takk fyri uppmøting og sang í Roykstovuni í Kirkjubø í kvøld. – Fagnaðurin var øgiligur. – Apotekararnir vóru púra tiknir á bóli. Eri ikki mussaður so í ”áravís”. – Har vóru nógv superlativir á lofti. – Samanumtikið kunnu tit vera stak væl nøgdir við framførsluna – ótrúliga góð reklama fyri kórið. – Handan ”fintan” í ”Side by side” varð eisini sera væl móttikin. – Trúi ikki Kári Bæk var so kúllasligur. – Enn einaferð Flott, flott!

14. juni 2016

Týsdagin 14. juni 2016 kl 18:30 møttu nakrir mans á Frúutrøð fyri at hita upp og fyri at syngja nakrar sangir. Vit skuldu møta í Ólavskirkjuni í Kirkjubø kl. 19:15 fyri at syngja. Tí norðulendska selskapinum, tók Holger Arnbjerg, sum er Nordlys-koordinator á altjóða skrivstovuni á setrinum, sær av. Tey høvdu vitja Trónd Patursson, og tey skuldu, eftir tað, oman í Ólavskirkjuna at lurta eftir okkum, meðan vit sungu “Føroyar mítt land”, “Boðar tú til allar tjóðir”, “Ísland õgrum skorið”, “I østen stiger solen op”, “Kom du ljuva”, “Jeg vil mig herren love” (Jákup Wardum sang solo) og “Side by side”. Selskapið sum taldi um 20 fólk, vóru væl nøgd, og eftir okkum kom so Jóannes Patursson og segði teimum søguna um Kirkjubø, áðrenn leiðin gekk niðan í Stokkastovuna, har tey fingu ein betri bita. Vit vóru hesir: 1. tenor: Jógvan Elias W. Poulsen, Helgi Nielsen, Petur H. Niclasen. Bent Tommy Linklett og David á Brúnni. 2. tenor: Sveinur Tróndarson, Høgni Mikkelsen og Høgni Reistrup. 1. bass: Elias Simonsen, Georg Egholm, Jákup Wardum, Ole Jensen, Suni Rasmussen. 2. bass: Brynjálvur I. Johansen, Petur Øl Petersen, Andrias Reinert, Mads A. Winther, Sjúrður Norðbúð og Rói Næs.

15. juni 2016

Mikudagin 15. juni 2016 kl 15:00 møttu allir mans, sum kundu, aftanfyri á TAKS í Sigmundargøtu, fyri at hita upp og fyri at syngja nakrar sangir. Vit skuldu syngja nakrar sangir inni í TAKS, umleið kl 16:30 fyri Sannu Samuelsen ella “Sannu hjá Hugo”, sum vit kallað hana. Hon bleiv henda dagin fagnað fyri 50 ára trúgva tænastu á stovninum, sum nú eitur TAKS, og í tí sambandi fekk hon eisini Dronningens Fortjensmedalje. Tað sá út sum øll starvsfólk hjá TAKS í Føroyum heiðraðu Sannu henda dagin við talum og góðum mati. Vit sungu “Kom du ljuva”, “Dimmið” og “Side by side” fyri Sannu og selskapinum, og tað ljóðaði bara væl. Vit vóru nógvir um 7, 8 á hvørjari rødd!

18. juni 2016

Leygardagin 18. juni 2016 kl 16:00 møttu allir mans, sum kundu, á brygjarínum “Okkara” á Velbastað, fyri at hita upp og fyri at syngja nakrar sangir. Vit skuldu syngja nakrar sangir inni á bryggjarínum, umleið kl 16:30. Teir á “Okkar” høvdu fingið øll møgulig fólk at vitja: Bollarnar, Rynkeby syklistarnar, okkum og fleiri onnur, og á Velbastað kundu tey bjóða øl, sodavatn, grillað lamb í heimabakaðum “hotdog” bollum. Vit sungu “Føroyar mítt land”, “Boðar tú til allar tjóðir”, “Dimmið”, “Eg minnist úr gomlum søgum” og “Side by side”. Vit vóru sera væl mannaðir og vit sungu inni, har tangarnir standa og tað riggaði sera væl. Viðmerkjast skal at tríggir av tangunum vóru tómir, – kanska rúmklangurin kom úr teimum.

21. juni 2016

Týsdagin 21. juni 2016 skipaði Tórshavnar Kommuna fyri summarsólstøður úti í Sandagerði. Tey seinastu 30 árini og nakað væl afturat, hevur Tórshavnar Manskór staðið fyri felagssanginum, – uttan rokning. Heftið, sum sungið hevur verið úr er eitt hefti, sum Marit Mordal gjørdi í 1986 til ólavsøkuna. Í ár hevði eg ikki hug til at fara út og syngja enn einaferð fyri einki, tá Tórshavnar Kommuna ikki kundi stuðla okkum á túrinum til Íslands frá 9. mai til 16. mai við einari krónu, – so eg bað tey finna onkran annan at syngja fyri. Tey so gjørdu, men av tí, at tað regnaði, og av tí at EM dystur í fótbólti varð í sjónvarpinum, varð luttøkan sera lítil – kanska 50 fólk, og tað passaði mær sera væl!!

1. juli 2016

Fríggjadagin 1. juli 2016 kl 18:00 møttu allir mans, sum kundu, á Frúutrøð fyri at fylla bilarnar hjá okkum, tí vit vóru bidnir um at koma til Fuglafjarðar at syngja í tunnellini hjá Havsbrún nú teir høvdu 50 ár á baki. Tað gjørdu vit fegnir. Í tunnellini (tí innastu) sungu vit: “Føroyar mítt land”, “Boðar tú”, “Dimmið”, “Island øgrum skorðið” og “Side by side”. Tað var stuttligt at syngja í tunnellini, kanska var rúmklangurin og fuktin nakað nógv av tí góða, og onkur lokalur segði, at teir høvdu mált eftirklangin til 15 sekund! Har var alt møguligt á skránni: Dubultkvartettin Vega, Punjab, Niclas og Lena, fiskasúpan og alt møguligt annað. Eg haldi, at øll vóru glað! Vit fóru í dýrdarveri aftur til Havnar um hálvgun níggju tíðina. Hesir vóru við: 2. bassar: Sjúrður, Petur Øl, Petur N. Kaj, Jan og Andrias. 1. bassar: Jónfinn, Sjúrður, Christian K., Georg, Ole og Óli Jákup. 2. tenorar: Jørgin Pauli, Áki, Helgi Justinussen og Jógvan. 1. tenorar: Helgi, Bent Tommy, Suni. Egon, Dávid og Mouritz.

2. juli 2016

Leygardagin 2. juli 2016 kl 13:00 møttu nakrir mans í Vesturkirkjuni til eina jarðarferð hjá Jóhonnu Traustadóttir Poulsen, sum tey seinastu nógvu árini hevur livað saman við Sjúrða Poulsen úr Skúgvi. Hennara síðsta ynski var at fáa Tórshavnar Manskór at syngja “Ave Maria” av Sigvaldi S. Kaldalón, men tað bar ikki til mitt í summarfrítíðini, so hann fekk eina upptøku av sanginu frá jólakonsertini í Vesturkirkjuni 2014, har Eivør syngur solo, Árni Hansen spælir klaver og Tórshavnar Manskór sang. Sangurin bleiv spældur gjøgnum eitt hátalara annlegg og tað riggaði sera væl, men áðrenn tað, sungu vit “Kom du ljuva” fyri fólkunum, sum vóru komin í kirkjuna at fylga Jóhonnu. Teir sum vóru við vóru: Andrias, Kaj og Petur Øl. Jónfinn, Sjúrður og Christian. Áki, Viggo og Jørgin. Helgi, Suni og Bent Tommy. Sjúrður Poulsen, var í hvussu so er væl nøgdur. Annars er at siga at mamma hennara var systir “gamal” Sámal Petersen úr Klakksvík, sum bleiv gift til íslands, og tí vóru nógvir norðingar og fylgdu. 

29. juli 2016

Fríggjadagin 29. juli 2016 kl 10:00 møttu einir 42 mans í Havnar kirkju til ólavsøkuguðstænastuna, sum vit skuldu luttaka í. Organisturin í Havnar kirkju, Gudmund Mortensen, spurdi okkum, fyri einum mánað síðani, um vit kundu luttaka. Tað vildi mennirnir gjarna, so Kári Bæk stjórnaði Tórshavnar Manskóri í sangunum “Boðar tú til allar tjóðir” og “Jeg vil mig Herren love”. Sangirnir gingu sera væl, sambært Kára og fleiri annars, tó var tað onkur, sum vrøvlaði í fyrsta ørindinum í “Jeg vil mig Herren love”, men Kári helt, at næstan eingin hoyrdi tað, so samanumtikið væleydnað!. Umframt Tórshavnar Manskórið var trompetistarnir Tróndur Enni og Ernst Remmel og setti sín dám á pre – og postludium og umframt tað spældi teir og Gudmund Mortensen við í sálmasanginum á ávikavist trompet og orgul.

13. august 2016

Leygardagin 13. august 2016 kl 21:00 møttu 14 mans úti í gamla skúlanum á Argjum. Vit skuldu míkja røddina eitt sindur og syngja nakrar sangir, áðrenn vit kl 20:15 skuldu út í róðrarneystið á Argjum fyri at syngja. Vit skulu syngja fyri silvurbrúðarparinum Elsu Lindenskov Joensen (dóttir fyrrverandi borgmeistaran í Havn, Lisbeth L. Petersen) og Páll Joensen. Vit vóru ein gáva frá Onnu Mariu Nyby, Marius Joensen og Egin Midjord við familju. Vit sungu “Boðar tú til allar tjóðir”, “Dimmið”, “Kom du ljuva” og “Side by side” og eg haldi, at tað gekk bara heilt væl, sjálvt um Georg Egholm, Nicolai Balle, Eirikur Hofgaard og Michael Jacobæus ikki møttu upp! Teir sum møttu vóru hesir: 1. tenor: Tór Verland Johansen, Peter H. Niclasen, Poul Müller, Dávid á Brúnni og Jógvan Elias Winther Poulsen. 2. tenor: Jørgin Pauli Johannessen, Helgi Justinussen, Viggo A. Hansen og Áki Davidsen. 1. bass: Elias Simonse og Ole Jensen. 2. bass: Christian F. Andreasen, Andias Reinert, Brynjálvur Johansen. Sum sagt helt eg, at tað gekk væl at syngja, og eg má siga at 1. tenorarnir ljóðaðu framúr væl

4. september 2016

Sunnudagin 4. september 2016 klokkan tólv varð hátíðarguðstænasta í Skálavíkar kirkju í sambandi við at kirkjan 6. september fyri 125 árum síðani varð vígd og tikin í brúk. Í tí sambandi hevði kirkjuráðið (Poul Jákup Thomsen) spurt okkum um vit vildu luttaka í hátíðarguðstænastuni, har bispurin, Jógvan Fríðrikson, og fyrrverðandi presturin í oyggini, Jákup Reinert Hansen, og núverðandi presturin í oyggini, Havstein Klein, eisini luttóku. Sjálvandi søgdu vit “ja” til at luttaka! Vit øvaðu ein tíma leygardagin, einar seks sangir, sum vit høvdu við til Skálavíkar: “Sanctus” hjá Schubert og “Boðar tú til allar tjóðir” sum vit sungu til guðstænastuna. Meðan vit øvaðu Dimmið, Tjarnareyga, Poor Man Lazarus og Side by side til døgurðan, sum varð etin í Kelduni eftir guðstænastuna, og har øll vórðu meir enn hjartaliga vælkomin.

Vit vóru: Jógvan Elias, Súni, Helgi , Bent Tommy, Dávid, Egon og Poul. 2. tenorar: Viggo Jørgin Pauli, Áki, Høgni Reistrup og Høgni Mikkelsen. 1. bassar: Rógvi Dalsgarð, Elias, Kenneth og Jón. 2. bassar: Andrias, Kaj, Sjúrður, Peter “Øl” og Peter Gram. Sangurin gekk væl og umframt okkum sang Ingibjørg Hansen og Ólavur Jakobsen tveir sangir í kirkjuni og tveir sangir í Kelduni, har Jákup Reinert Hansen eftir matin segði nøkur góð orð um kirkjuna. Vit fóru úr Havn til Skávíkar við Teistanum kl 9:45 og vit fóru úr Skálvík kl 16:00 úr aftur Skálavík við Teistanum. Men av tí at Teistin var stúgvandi fullur við fólki (jarðarferð, fótbóltur, gongufelagið úr Havn og hátíðarguðstænasta) og fleiri bilar sluppu ikki við, vóru vit ikki í Havn fyrr enn um klokkan 18:00. Men ein góður dagur!!

24. september 2016

Leygardagin 24. september 2016 kl 20:15 møttu allir mans, sum kundu, á Frúutrøð til eina stutta “upphiting” og venjing, tí vit skuldu í felagshúsið í Øksnagerði fyri at syngja fyri Petur Øl sum helt sín hálvtrýss ára føíngardag, fyri vinum og kenningum, har. Ingun, konan hjá Petur Øl, hevði biðið okkum um at syngja fyri honum, og tað gjørdu vit so um níggju tíðina. Men ringt var at finna staðið har vit skuldu syngja, men eftir ein hálvan tíma funnu vit tað so. Eftir ynski sungu vit “Eg minnist úr gomlum søgum”, Christian Andreasen spældi guitar, “Dimmið” og “Side by side”. tað gekk vist hampuliga væl. Har var nógvur musikkur: áðrenn okkum var Signar í Homrun, og eftir okkum kom Robert McBirnie, sum vildi hava okkum at syngja við í Delilah. Uppmøtingin var sera, sera góð, og tað gekk vist hampuligt.

30. september 2016

Fríggjadagin 30. september 2016 kl 11:50 møttu 12 mans niðri í Ebenezer fyri at “hita upp” og øva ein sang, nevniliga “Matlepan” hjá Nyholm Debes og Zollner. Henda fríggjadagin vóru eldradagar ymastaðni í Havn við fyrilestrum av øllum slag millum annað helt Richa Richardsdóttir ein fyrilestur um mat í Ebenezer. Næstformaðurin í eldraráðnum, Svenning á Lofti, ynskti at fáa “Matlepan” sungnan. Hann heitir á Jóannes á Váli um at fáa sangin sungnan, men av tí at fleiri av sangarunum vóru í Amerika, so bar ikki til. Hann heitti síðani á meg og vit avtalaðu at møtast kvøldi fyri klokkan 20:00, fyri at vita um tað bar til. Jens Christian, Jóannes á Váli, Christian Andreasen, Kenneth Samuelsen, Elias Simonsen, Áki Davidsen Høgni Mikkelsen, Peter Hentze Niclasen, Birgir Krosteig og Hans Pauli Joensen møttu, vit øvaðu í ein tíma og tað bar til!!! So vit boðaðu Svenning á Lofti frá, at vit fóru at syngja “Matlepan” dagin eftir klokkan 12:10 í Ebenezer eftir eina stutta upphiting, og tað riggaði ordiliga væl, og teir nógvu áhoyrararnir vóru væl nøgdir.

1. oktober 2016

Leygardagin 1. oktober 2016 kl 20:15 møttu 11 mans á musikkskúlanum á Frúutrøð fyri at “hita upp”, sum man plagar at siga og fyri at øva nakrar sangir. Vit øvaðu “Matlepan”, “Dimmið” og “Side by side” tí vit klokkan 21:00 skuldu syngja hesar sangir til ein háltrýss ára føðingardag, sum bleiv hildin uppi á Dugna á Sandvíkarhjalla. Tað var Jákup Klein, sum helt sín hálvtrýss ára føðingardag fyri vinum og kenningum, tey vóru um 140 í tali. Sum sagt vóru vit har uppi klokkan 21:00 og Brandur Johansen, sum hevði biðið okkum koma at syngja og orðstýrarin Dia Midjord, tóku ímóti okkum og søgdu okkum, hvar vit skuldu standa. Vit fóru inn og sungu fyri gestunum, og eg haldi, at tey vóru hampuliga væl nøgd, tey klappaðu í hvussu so er. Vit vóru Christian Andreasen, Mads Winther og Sjúrður Norðbúð á 2. bass. Kenneth Samuelsen, Elias Simonsen og Christian Kruse á 1. bass. Høgni Mikkelsen og Áki Davidsen á 2. tenor og Peter Hentze Niclasen og Birgir Krossteig á 1. tenor.

19. oktober 2016

Mikudagin 19. oktober 2016 kl 12:00 møttu fleiri mans í Vesturkirkjuni, fyri at øva ein sang, nevniliga “Hvile” hjá Julius Beckgaard. Grundin var, at Anfinn Debes hevði spurt okkum um vit kundu syngja ein sang til jarðarferðina hjá pápanum, Helga Debes, sum andaðist leygardagin 15. oktober á landsjúkrahúsinum. Sangurin “Hvile” var í grundini ein hússangur í húsinum hjá Anfinni Debes undir glasheyggi, vit sungu hann fyri Anfinni (gamla) fyri konuni Ebbu og nú fyri Helga. Eg øvaði sangin við sangarunum inntil Kári Bæk kom og tók yvir. Heri Joensen var prestur, og tíverri segði hann Tórshavnar Manskór við Bjarna Restorff, men tað var skeivt, tí Kári bæk dirigeraði monnunum til jarðarferðina í kirkjuni, og tað gekk vist væl.

5. november 2016

Leygardagin seinnapartin 5. november kl 15:00 møtti allir mennirnir í Tórshavnar Manskór, sum kundu, úti á Argjaboða hjá Reidar Jacobsen í samband við silvurbrúðleyp teirra (surprise). Áðrenn tað høvdu vit sjálvandi vant niðri á Frúurøð. Vit sungu fýra sangir “Love me Tender”, “Kom du ljuva”, “Tell me Why” og “Side by side”. Solistur í “Love me tender” var Jákup Wardum. Sangurin gekk heilt væl, sjálvt um tað var nakað tronkt, tí har var nógv fólk.

5. november 2016

Leygarkvøldið 5. november kl 21:00 møtti allir mennirnir, sum kundu, niðri í Kafféhúsinum í Vágsbotniúti. Musikklærararafelag Føroya (MLF) hevði henda dagin aðalfund umframt at felagið fylt 30 ár, og í tí sambandi varð Tórshavnar Manskór biðið um at syngja nakrar sangir til borðhaldið og tað gjørdu vit so. Vit sungu teir somu sangirnar, sum vit sungu fyrr um dagin: “Love me Tender”, “Kom du ljuva”, “Tell me Why” og “Side by side”. Solistur í “Love me tender” var Jákup Wardum. Sangurin gekk heilt væl.

12. november 2016

Leygardagin 12. november kl 20:15 møtti allir mennirnir í Tórshavnar Manskór, sum kundu, á Frúutrøð til upphiting og stutta venjing, áðrenn vit fóru oman á Öström at syngja. Áleið klokkan 21:00 skuldu vit syngja fyri silvurbrúðarparinum Eirik Suna og Tóru Danielsen niðri hjá Öström har eini 120 vinir o kennigar vóru boðin til ein beri bita o gott undirhald. Okkara leiklutir var at syngja: “Love me tender”, “Kom du ljuva”, “Boðar tú til allar tjóðir” og “Side by side”. Solistur í “Love me Tender” var Jákup Wardum, sum eisini hevði eina vakra heilsan til silvurbrúðarparið. Sangurin gekk av tí allar besta og allir gestirnir reistu seg tá vit høvdu sungið tann síðsta sangin!!

19. november 2016

Leygardagin 19. november kl 13:15 møtti Tórshavnar Manskór niðri hjá Öström fyri at fita upp og syngja nakar sangir, tí vit høvdu sagt “ja” til at luttaka á hátíðarløtunið hjá Lionsklubb Tórshavn, sum tann dagin helt sín 50 ára føðingardag í Müllers Pakkhúsi. Vit sungu norska sangin Olaf Trygvason og nekarasangin “Swing Low”, har Birita Adela Davidsen, eftir ynskji frá lionsfelagsskapinum sang solo, – tað gekk vist bara heilt væl hjá henni og hjá okkum. Christian Kruse, sum syngur við í manskórinum, varð biðin um at verða eftir, meðan Tórshavn Manskór skuldi skunda sær í Mouritsen Bussar, sum skuldi koyra okkum til Klaksvíkar. Seinni funnu vit útav at Christian Kruse manskórsins vegna móttók ein gávucheck uppá 20.000,- kr frá Lionsfelagsskapinum. So tað var deiligt!!!

19. november 2016

Leygardagin 19. november eftir 50 ára hátíðarløtuna hjá Lionsklubb Tórshavn í Müllers Pakkhúsi, fóru vit við Mouritsen Bussum, til Klaksvíkar har vit í Christianskirkjuni skuldu luttaka í einari Nýggjársguðstænast 2016/2017. Vit øvaðu “Ver tú mær hjá” saman vi Klaksvíkar Hornorkestri kl 16:00 í okkurt ein hálvan tíma fyri at modulatiónirnar uppá pláss ( Eg hevði gjørt eina fleirraddaða útseting í B-dur, meðan Hornorkestrið hevði eina útseting í Es-dur har vit bert sungu einraddað). Um framt skuldu vit syngja nýggjárútgávuna av “Ver vælkomið Harrans ár” sum eg hevði sett út fyri manskór, eg haldi sjálvur at tað riggaði bara heilt væl. Presturin í Klaksvík helt nýggjárprædikuna, kirkjukórið sang nakar sangir, Eyðun Nólsøe sang “Hvítar flykrur”saman við eini trúkikvartett, vit sungu tveir sangir, Hornorkestrið spældi einar fýra sangir útgangsbøn (og inngangsbøn) varð lisin og tá tey níggjy biðiðsløgini høvdu ljómað fóru vit við einari góðari kenslu í Mouritsen Bussar aftur til Havnar eftir ein langan men góðan dag!!!

26. november 2016

Leygardagin 26. november kl 12:15 møttu so nógvir mans, sum kundu, niðri í “Arnes Minde” har politistøðin var fyri nógvum árum síðani, fyri at hita upp og syngja nakrar sangir, tí vit skuldu luttaka til eina jarðarferð úr Havnar Kirkju kl 13:00. Tað var Margreta Balle (fødd Mohr) dóttir “gamla” Kjartan Mohr, sum fór úr Havnar Kirkju kl 13:00. Nicolai Balle, sum fyri tíðina syngur við í Manskórinum, spurdi um vit kundu syngja einar tveir sangir og stuðla felagssanginum í kirkjuni og úti á grøvini, og tað søgdu vit “ja” til. Vit sungu aftaná prædikuna “Boðar tú til allar tjóðir” og “Jarðareyga” og annars stuðlaðu vit sanginum so gott, sum vit kundu, bæði í kirkjuni og á grøvini. Uppmøtingin var bara heilt góð, og vónandi var sangurin eisini góður. Vit gjørdu í hvussu so er okkara besta.

1. december 2016

Hósdagin 1. decemberber kl 11:00 møttu allir mans, sum kundu, í Vesturkirkjuni, tí okkara kæri 2. tenorur Kjartan Mohr, sum brádliga gjørdist sjúkur og andaðist 24. november, skuldi henda dagin jarðast. Jarðarferðin varð úr Vesturkirkjuni kl 12:00, tí ein onnur jarðarferð varð kl 13:00 úr Ebenezer, og í hesu myrku tíð er lítið og einki ljós úti í kirkjugarðinum. Sum sagt møttu vit kl 11:00 fyri at hita upp og syngja nakrar sangir, tí vit høvdu avgjørt at syngja ein hálvan tíma í Vesturkirkjuni áðrenn jarðarferðina. Vit sungu: “Føroyar mítt land”, “Tjarnareyga”, “Island õgrum skorið”, “Heyr Himna smiður”, “Jeg vil mig Herren love” (Jákup Wardum sang solo, flott!!),”Mjørkanátt” og “Jarðareyga”. Síðani ringdi klokkan og Heri Joensen fór í holt við sjálva jarðarferðina. Eftir fyrsta sálmin sungu vit “Die Nacht” hjá Schubert. Eftir annan sálmin sungu og spældu Bjarni Restorff, Jón Festirstein, Christian Andreasen og Mouritz Mohr sangin hjá Vihjálmi “Søknuður”. Síðani sang dóttir Kjartan ein sang saman við guitara. Tá kistan bleiv borðin út sang manskórið “Boðar tú til allar tjóðir”. Kirkjan var stúgvandi full av fólki, – tey søgdu at um 1200 fólk høvdu roynt at sloppi innar í kirkjuna, men tað bar slettis ikki til. Úti á grøvini sungu vit fyri árenn boðið varð til ervi í Dansifrøði. Hetta var ein sera syrgilig, men tó pen løta, – ups, har kom ein klumpur.

4. december 2016

Sunnudagin 4. desember kl. 18:00 møttu allir mans í Vesturkirkjuni, har vit saman við kamarkórinum “Tarira” skuldu hava okkara Jólakonsert kl. 19:30. Vit hitaðu upp, sungu nakrar sangir og annars hjálpti við ymiskum td. uppseting av bonkum, uppseting av mikrofonum og annað. Klokkan 19:30 ringdu klokkurnar inn og Jenny Lydersen segði nøkur góð orð áðrenn Manskórið fór í holt við adventsangin “Ver vælkomið Harrans ár” og síðani nakrar sangir, sum einki høvdu við jólini at gera, “Olaf Trygvason”, “Heyr Himna smiður” og fyri at minnast Kjartan – okkara 2. tenor, sum brádliga doyði, – spældu og sungu Bjarni Restorff, Christian Andreasen, Jón Festirstein og Mouritz Mohr sangin Hjá Vilhjámi “Søknuður” og annars var alt eftir skránni. Skráin sæst her:

Tórshavnar Kamarkór sang síðani sínar sangir, og í miðjuni sungu vit ein felagssang. Bjarni Restorff og Kári Bæk dirigeraði manskórinum og til síðast sungu vit »Gleðilig jól«. Jenny Lydersen segði nøkur góð orð og klokkan ringdi tey níggju sløgini. Konsertin vardi gott og væl ein tíma við øllum, og hon var ongantíð keðilig. Kirkjan var stúgvandi sum full, so fleiri fóru heim aftur, og øll, sum sluppu inn, fóru væl nøgd til hús. Ólavur Frederiksen tók hesar myndirnar:

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

9. december 2016

Fríggjadagin 9. decemberber kl 19:00 møttu so nógvir mans, sum kundu, niðri hjá Öström fyri at hita upp og syngja nakrar sangir, tí vit skuldu syngja til eitt jólaborðhald fyri býráðslimunum og makum í Tórshavnar Kommunu klokkan 19:30. Jólaborðhaldið bleiv, sum vanligt, hildið í Müllers Pakkhúsi, har Kári Bæk dirigeraði mennirnar oman gjøgnum trappurnar, meðan teir sungu “Fra himlen højt”. Komnir oman, har býráðslimirnir sótu, sungu teir “Jól, jól glitrandi jól” og “Gleðilig jól”. Kári var væl nøgdur við uppmøtingina tí har vóru einir 35 sangarar møttir. Hann var eisini væl nøgdur við framførsluna sjálva. Tað var Høgni Reistrup sum hevði bílagt okkum fyri Tórshavnar Kommunu.

16. december 2016

Fríggjadagin 16. december klokkan 20:00 møttu so nógvir mans, sum kundu, upp niðri í Havnar Klubba, har Klubbin borðreiddi við gløgg og okkara sangi. Eg og Kári Bæk dirigeraði manskórinum í ein hálvan tíma: jólasangir og annað gott.

24. december 2016

Leygardagin 24. desember. Jólaaftan, er vanligt at Tórshavnar Manskór ferð yvir á Lágargarð at syngja fyri búðfólkunum. Tað hava vit gjørt síðani 1987, og tað gjørdu vit aftur í ár. Vanliga plaga vit at møta í kappellinum kl. 13.00, um tað er tókt. Síðani hita vit upp eina løtu og kl. 13.30 fara vit inn í samkomuhøllina har vit hava eina kombinera guðstænastu/konsert. Heðin Mortensen vísti seg sjálvandi, men annars helt Ann Dahl Hansen, prestur, guðstænastuna, Oddvør Johansen spældi klaver til felagssangin nú maður hennara Kanny Sambleben er har (vanligt var, at Ívar Iversen spældi orgul, men orglið er vekk). Vit sungu hesar sangir: “Jól, jól, glitrandi jól” og “Fra himlen højt kom budskab her”, “I østen stiger solen op” “Jarðareygað”, og “Gleðilig jól”. Eftir sangin fóru búðfólkinini, saman við familju teirra, inn á eindirnar, har tey fingu okkurt til matna. Vit, einir 35 mans í tali, fingu ein góðan drekkamunn, og nøkur vøkur ynskir! Kári Bæk var noyddur at stuðla konuni Marjun Bæk í vikariatinum fyri Anne Mette Clementsen í Fuglafirði, nú stormur er allastaðni.

2017

21. januar 2017

Leygardagin 21. januar kl 12:20 møttu so nógvir mans, sum kundu, niðri í “Arnes Minde” har politistøðin var fyri nógvum árum síðani, fyri at hita upp og syngja “Eg skar mítt navn”, tí vit skuldu luttaka til eina jarðarferð úr Havnar Kirkju kl 13:00. Tað var Tórunn Sørensen (Andreasen) vanliga nevnd Tóta, sum fór úr Havnar Kirkju kl 13:00. Vit sungu fyri manninum hjá henni Søren Sørensen (Sørin Pramm), sum andaðist fyri nøkrum árum síðani. Tað var Zacharia Sørensen, sum, vegna dótrina Beintu, spurdi um vit kundu syngja “Eg skar mítt navn” í kór og stuðla felagssanginum í kirkjuni og úti á grøvini, og tað søgdu vit “ja” til, serliga tí vit sungu fyri manninum Søren Pram Sørensen fyri nøkrum fáum árum síðani. Vit sungu áðrenn prædikuna og annars stuðlaðu vit sanginum so gott, sum vit kundu bæði í kirkjuni og á grøvini. Uppmøtingin var bara heilt góð, og sangurin var vónandi eisini góður. Vit gjørdu í hvussu so er okkara besta.

8. februar 2017

Mikudagin 8. februar møttu so nógvir mans, sum kundu, í Vesturkirkjuni kl. 12:30, tí klokkan 13:00 var jarðarferðina hjá Gunnbjørg Rubeksen, sum var fødd Jacobsen sum doyði 5. februar. Hon var omma til tveir av sangarunum hjá okkum í manskórinum, nevniliga Hendrik Rubeksen og Rógvi Dalsgarð, og teir spurdu um vit kundu syngja ein sang í kirkjuni og stuðla felagssanginum í kirkjuni og úti á grøvini. Tað var mest sum ein sjálvfylgja at vit vóru við, og tað var Kári Bæk, sum skipaði fyri manskórsanginum “Eg skar mítt navn”. Har vóru nógvir sangarar, og tað sum eg havi fingið at vita er, at sangurin var stak góður, – bæði kórsangurin og frelagssangurin í kirkjuni og úti á grøvini.

11. februar 2017

Leygardagin 11. februar kl 11:50 møttu so nógvir mans, sum kundu, á Mest Skipasmiðjuni. Tað var stjórin á Mest, Mouritz Mohr, sum bað okkum koma at syngja nú ein nýbygningur (tvíkilja) skuldi latast “Bakkafrost” – ein flottur bátur! Prísurin var um 8 milliónir, tað sama sum hálvtannað hús kostar í dag! Uppmøtingin var góð og vit sungu einar fýra sangir inni í høllini, sum starvsfólkið í eina viku høvdu roynt at ruddað. Høllin ljóðaði sera væl, og kundi verði eitt gott alternativ til eina og hvørja konserthøll í Havnini. Eftir sangin, varð høvið at fáa sær smyrjibreyð, okkurt at drekka og ikki minst: at hyggja eftir tvíkiljuni.

11. februar 2017

Leygardagin 11. februar kl 18:45 møttu so nógvir mans, sum kundu, á parkeringplássinum við badtmintonhøllina í Gundadali, har ein bussur frá “Mouritsen Bussar” bíðaði eftir okkum, tí vit skuldu niðan á Hotel Føroyar at syngja klokkan 19:10. Á Hotel Føroyum var Galladøgurði til frama fyri krabbamein rakt børn í Føroyum. Tiltakið var skipað á tann hátt, at Juice producenturin Rynkeby, sum í staðin fyri at brúka pening til vanligar reklamur, brúkar peningin til krabbarakt børn, og á henda hátt sláa teir “tvær flugur við eitt smekk”, tí miðlaheimurin fylgir Rynkeby óansæð hvat, í jagstranini eftir tíðindum, og í hesum føri skipaðu teir fyri einum Galladøgurða uppi á Hotellinum við vælkomsti, forrætti, høvuðsrætti, dessert og kaffe. Umframt var ein ørgrynna av undirhaldi. Peningurin, sum inn kom, fór allir óskerdir til børn við krabbameini. Tað var í hesum samahangi at vit sungu fýra sangir í forhøllini, tá gestirnir høvdu fingið ein vælkomstdrink. Tað eydnaðist væl og eg haldi, at fólk vóru glað. Síðani fóru vit til Havnar aftur við bussinum hjá “Mouritsen Bussar” og direkta í okkara árliga veitslu, sum Jógvan Elias, Petur Øl og Rói Næs so fyrimyndarliga skipaðu fyri.

20. februar 2017

Mánadagin 20. februar kl 12:30 møttu so nógvir mans, sum kundu, í Vestur kirkjuni til upphiting og gjøgnumgond av tveimum sangum: “Eg skar mítt navn” og “Jarðareygað”, sum skuldu brúkast til jarðarferðina klokkan 13:00 hjá Mariu Olsen “núverandi” daman hjá okkara sangara, Georg Egholm. Hon gjørdist sjúk um sama mundi sum Sanna Samuelsen, beint áðrenn Manskórið skuldi til Íslands í mai mánaðin síðsta ár. Kári Bæk stjórnaði kórsanginum, samstundis, sum vit stuðlaðu sanginum við orglið og úti á grøvini. Møttir vóru yvir 20 mans og sangurin vargóður sambært Georg Egholm og avvarandi.

25. februar 2017

Leygardagin 25. februar kl 15:00 møtti Tórshavnar Manskór í Læraraskúlahøllini, tí vit skuldu hava konsert saman við Havnar Hornorkestur kl 16:00.Tað var núverandi dirigenturin hjá Havnr Hornorkestur Tróndur Herason Olsen, sum hevði spurt okkum, og vit søgdu “ja” beinanvegin. Konsertin varð løgd soleiðis til rættis, at Havnar Hornorkestur spældi fyrst í umleið 35 minuttir, Síðani kom Tórshavnar Manskór á pallin og sungu tríggjar sangir: 1)”Ret som ørnen stiger”, 2)”Lux Aurumque” og 3)”Jeg vil mig Herren love” Hendrik Rubeksen og Peter H. Niclasen sungu solo í nr. 2, meðan Jákup Wardum sang solo í nr. 3. Síðani skipaði Jákup fyri einum festligum innslagi, sum ein dubultkvartett sang, – tað var fínasta slag. Síðani sang manskórið aftur tríggjar sangir: 4)”Eg skar mítt navn”, 5) “Red, red Rose” og “I østen stiger solen op”. Síðani trein Høgni Mikkelsen við einari dubultkvartett fram og sungu ein vakran írskan sang. Bjarni Restorff dirigeraði tríggjar teir fyrstu sangirnar, meðan Kári Bæk dirigeraði tríggjar teir seinnu sangir og so vóru sjálvandi Jákup Wardum og Høgni Mikkelsen við teirra væleydnaðu sangum. Til allarseinast Kom havnar Hornorkestur inn aftur á pallin har við sungu tveir sangir saman við teimum: “Die Ehre Gottes aus der Natur” hjá Beethoven og “Beer Barrel polka” hjá Lew Brown, Wladimir A. Timm & Jaromir Vejvoda. Tað riggaði væl, og áhoyrararnir, sum nærum fyltu alla høllina fóru væl nøgdir heim aftur eftir eina gótt upplivilsi.

10. mars 2017

Fríggjadagin 10. mars kl 13:30 møttu so nógvir mans, sum kundu, í Vestur kirkjuni til upphiting og gjøgnumgond av sanginum: “Eg skar mítt navn”, sum skuldu brúkast til jarðarferðina klokkan 14:00 hjá Torgunn Kragesteen systir okkara 1. bass Jón Kragesteen, sum doyði herfyri trýss ára gomul! Jón bað okkum um at syngja ein kór sang í kirkjuni og annars stuðla sanginum baði í kirkjuni og úti á grøvini, og tað gjørdu vit so. Kári dirigeraði “Eg skar mítt navn” í kirkjuni, og úti á grøvini vóru tað Johan R. Jacobsen og Jónfinn Petursson, sum skipaði fyri úti á grøvini. Mær vitandi var uppmøtingin góð einir sjey, átta mans á hvørjari rødd, og sangurin gekk vist heilt væl.

30. mars 2017

Hósdagindagin 30. mars kl 19:30 møttu nakrir limir í manskórinum niðri í Block Studio á Skálatrøð fyri at taka upp. Tað var Jógvan Andreas Joensen sum fyri langari tíð síðani heitti á meg um at gera eitt kórarrangement til ein sang, sum hann gjørdi fyri tveimum árum síðani, tá sólarmyrkingin var. Sangurin eitur Sólarhvarv, og eg gjørdi eitt arrangement sum vit skuldu taka upp (tað var eitt sindur bundið, tí bassurin, trummur tveir guitarar vóru tiknir upp áðrenn, saman við nøkrum waldhornum, sum Páll Sólstein stóð fyri). Vit tóku upp frá 19:30 og vóru lidnir um klokkan 22:30. Vónandi var tað gott nokk. Teir sum vóru við vóru Birgir Krossteig, Peter H. Niclasen, Hendrik Rubeksen, Høgni Mikkelsen, Áki Davidsen, Kenneth Samuelsen, Jákup Wardum, Jónfinn Petursson, Mads Winther. Sjúrður Norðbúð, Christian Andreasen og Petur Nilsen.

29. apríl 2017

Leygardagin 29. apríl kl 16:00 møtti Tórshavnar Manskór uppi í Norðurlandahúsinum í Norðurstovnu, stovan, sum vit høvdu fingið tillutað nú konsertin á kórfestivalinum, fyrrnevnt kórstevnan, var farin í gong. Vit høvdu dagin frammanundan havt ein pallprøva. Konsertin skuldi fara í gongd klokkan 16:00 og tað gjørdi hon eisini, men tíverri var hon alt, alt ov lang – hon vardi minst 2 og ein hálvan tíma! Vit í Tórshavnar Manskóri, tað vil siga eg og Kári, høvdu  avgjørt at syngja tveir sangir: “Heyr himnasmiður” og “Og dansurin gongur”, og eg haldi, at vit sungu teir væl, tó at dómararnir ikki góvu okkum nakra premiu fyri tann festligasta sangin, “Og dansurin gongur” er um trolaran “Stella Argus” tá hann í 1957 sakk við mann og mús, – ikki júst nakað serliga festligt! Annars eri eg langt frá einigur í at døming av sangi skal taka onnur atlit enn sangin sjálvan!

Tíverri endaðu vit í tí støðu at rættiliga nógvir mans, meldaðu avboð til kófestivalin og sostatt vóru vit bert 37 mans. Men teir, sum møttu gjørdi ein rimmar innsats, soleiðis at øll vóru nøgd eisini Bjarni Restorff og Kári Bæk, – men strævið! Her er skráin frá kórfestivalinum: Skrá

11. mai 2017

Hósdagindagin 11. mai kl 20:30 møttu 18 limir í manskórinum úti á Blika við Velbastaðvegin, fyri at hita upp og syngja nakrar sangir, tí vit skuldu syngja í Roykstovuni í Kirkjubø klokka 21:00. Tað var Skipasmiðan MEST, sum hevði eitt kundatiltak, har nógvir av teim føroysku kundum, umframt fleiri útlendskir veitarir, millum annað úr Italia og Hollandi, vóru gestir. Eisini var MEST- leiðslan, – sølu, – goymslu- og verkætlanarleiðarar eisini við. Teir sum sungu við vóru Helgi Nielsen, Bent Tommy Linklett, Mouritz Mohr, Eivin Emil Joensen,Jógvan Elias Winther Poulsen Hendrik Rubeksen, Høgni Mikkelsen, Høgni Reistrup, Áki Davidsen, Kenneth Samuelsen, Jákup Wardum, Jónfinn Petursson, Mads Winther. Sjúrður Norðbúð, Christian Andreasen, Jóhan Petur Johansen, Rói Næs og Jákup á Dul. Sangurin gekk av tí allarbesta.

12. mai 2017

Fríggjadagin, dýrabiðudag, 12. mai kl 18:30 møttu 17 limir í manskórinum í Roykstovuni í Kirkjubø fyri at hita upp og syngja nakar sangir áðrenn vit skuldu oman at syngja í Ólavskirkjuni um sjey tíðina. Tað var Steen Lorentzen, sum hevði bjóða vinum og kenningum til sín 70 ára føðingardag 9. mai, sum bleiv hildin hetta vikuskiftið í Roykstovuni í Kirkjubøð. Gestirnir komu við “Mouritsen Bussar” síðani vísti verturin Jóannes Paturson føðingardagsfylgið oman í Ólavskirkjuna, og tá tey vóru komin innar, fóru vit ósæddir oman í kirkjuna og sungu tríggjar sangir, sum kona Steen Lorentzen, Ingunn, hevði biðið okkum um at syngja fyri føðingardagsbarninum: “Boðar tú til allar tjóðir”, “Nú hnígur sól” og “I østen stiger solen op” og fagnaðurin var so stórur at vit líka tóku “Kom du ljuva” afturat. Eg má siga, at tað ljóðaði einastaðni væl, eg eitt fornemmilsi at hetta var “skidegodt” sum Egon Olsen plagdi at siga. Teir sum sungu við vóru: Helgi Nielsen, Bent Tommy Linklett, Mouritz Mohr, Eyvind Emil Joensen,Jógvan Elias Winther Poulsen Hendrik Rubeksen, Høgni Mikkelsen, Høgni Reistrup, Áki Davidsen, Kenneth Samuelsen, Jákup Wardum, Jónfinn Petursson, Mads Winther. Sjúrður Norðbúð, Jóhan Petur Johansen, Rói Næs og Petur Nielsen.Sangurin gekk av tí allarbesta. Niðafyri er ein mynd, sum Halla Samuelsen tók í tí vælljóðandi Ólavskirkjuni

1. juni 2017

Hósdagin 1. juni kl 20 høvdu vit várkonsert í “Smæruni”, sum er tann nýggja høllin. sum Starsmannafelagið hevur umbygt. Í ár var meiningin at vera við á mentanarnáttini, men tað misseydnaðist. Tí fluttu vit konsertina ein dag fram, frá 2. juni til 1. juni – og vit vóru so hepnir at kunna flyta konsertina frá Müllers Pakkhúsi til nýggju høllina í Smæruni, sum Starvsmannafelagi hevur “umvælt”, ella rættari: bygt av nýggjum. Ein spennandi høll, sum kanska kann blíva ein alternativ konserthøll.

Tíðindaskriv

Várkonsert  við Tórshavnar Manskóri í Smæruni

Hesi seinastu mongu árini hevur Tórshavnar Manskór havt eina árliga várkonsert, tá sangárið er við at nærkast endanum. Undanfarin ár hevur konsertin millum annað verið hildin í Norðurlandahúsinum og í fjør var konsertin hildin saman við sveisiska Männerstimmen Basel.

Í ár verður Tórshavnar Manskór tó einsamalt á palli, tá konsertin byrjar í nýggju hølunum hjá Starvsmannafelagnum í Smæruni klokkan 20.00 í annaðkvøld 1. juni.

Kórið hevur 16 ymiskar sangir á skránni í annaðkvøld, og spenna teir á allan hátt rættiliga viða.

Tórshavnar Manskór hevur nú 31 ár á baki. Tað varð stovnað av Bjarna Restorff og Kára av Reyni í 1986 og hevur líka síðan vant og framført regluliga. Bæði her heima og uttanlands. Kórið hevur verið á nógvum uttanlandsferðum, tann seinasta var í fjør, tá kórið var við til 100 ára haldið hjá íslendska manskórinum Fostbræður. Tá skipaði íslendska kórið fyri stórum tiltaki í Hørpu í Reykjavík, har 23 manskór luttóku, og eitt av teimum var Tórshavnar Manskór.

Várkonsertin í annaðkvøld er onnur konsertin hjá Tórshavnar Manskóri í ár. Tann fyrra konsertin var, tá Tórshavnar Manskór og Havnar Hornorkestur skipaðu fyri felags konsert í Læraraskúlanum seinast í februar mánaði. Eitt tiltak, sum eydnaðist serstakliga væl.

Tað ger várkonsertin vónandi eisini. Teir báðir kórleiðararnir, Bjarni Restorff og Kári Bæk, hava sett saman eina rættiliga fjølbroytta og áhugaverda skrá, og hana sleppa áhoyrararnir at hoyra í Smæruni í annaðkvøld. 

Við kórkvøðu

Tórshavnar Manskór

Eg og Kári Bæk høvdu funnið 16 sangir sum vit skuldu framføra og inn ímillum sangirnar segði Mads A. Winther nøkur orð. Av tí, at høllin fyrst og fremst er er til fyrilestrar, og tí hevur sera lítlan eftirklang, máttu vit fáa Hans Andor Johannesen at seta eitt sindur av elektriskum klangi á. Úrslitið var bara heilt hampuligt, tað søgdu í hvussu so er fleiri av teim 120 áhoyrarunum sum vóru í salinum og lurtaðu.

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

3. juni 2017

Hósdagindagin 3. juni kl 19:30 møttu 13 limir í manskórinum úti á Blika við Velbastaðvegin, fyri at hita upp og syngja nakrar sangir, tí vit skuldu syngja í roykstovuni í Kirkjubø klokkan 20:15. Tað vóru hjúnini Albert Isfeld og frúan, Katrin, sum hildu teirra gullbrúdleypsdag fyri umleið 40 vinum og kenningum í roykstovuni í Kirkjubø. Sjúrður Norðbúð bað okkum syngja ynskti “Boðar tú …”, “Island õgrum skorið”, “Komdu ljuva” og “Side by side” og tað gjørdu vit so. Teir sum sungu við vóru Helgi Nielsen, Bent Tommy Linklett, Egon Hansen, Eyvind Emil Joensen, Høgni Reistrup, Magnus Hansen, Sjúrður Johansen, Jónfinn Petursson, Elias Simonsen. Sjúrður Norðbúð, Brynjálvur I. Johansen, Petur Nielsen og Jákup á Dul. Eg haldi, at gullbrúðarparið var vælnógd við sangin, sjálvur haldi eg, at tað gekk bara heilt væl.

21. juni 2017

Mikudagin 21. juni kl 18 møtti Manskórið í “Smæruni” fyri at hita upp. Henda dagin 21. juni fylti verfaðir mín, Jóhan Petur Johansen, 90 ár. Børnini hjá honum Poula, Jákup Pauli og Margit høvdu avgjørt at geva honum nakrar sangir við Manskórinum í staðin fyri eina innpakkaða gávu. Vit hitaðu upp eina løtu og eftir tað um leið kl 18:30 fóru vit í gamla starvmanna felagið, har føðingardagurin varð hldin frá kl 26 til 20, at syngja. Vit sungu fimm sangir, sum hann gjarna vildi hoyra: Føroyar mítt land, Boðar tú til allar tjóðir, Mjørkin kemur, Jarðareygað og Side by side. Kári Bæk dirigeraði trimum teim síðstu, meðan eg ornaði báðar teir fyrstu. Sangurin gekk bara væl, og Jóhan Petur var væl nøgdur.

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

24. juni 2017

Leygardagin 24. juni kl 14:45 møttu vit aftur í “Smæruni” fyri at hita upp. Orsøkin var tann at vit skuldu syngja til eitt brúdleyp, sum bleiv hildið uppi á Skansanum. Sjaldsamt, men satt! Vit møttu á Skansanum áðrenn klokkan 15:30 tá vígslan bleiv hildin. Vit sungu “Til konu mína”, “Kom du ljuva” og “Side by side”, og inn í millum vóru røður. Tað gekk bara heilt væl eftir sum tað var úti, ett sindur av vindi og regni, men tað endaði í øllum góðum.

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

1. juli 2017

Leygardagin 1. jui kl 15:30 møtti Manskórið í “nýggja” Kirkjuhúsinum (Arnes Minde) hjá Havnar kirkju fyri at hita upp og syngja eina løtu. Henda dagin 1. juli skuldi okkara sangari, Hendrik Rubeksen, giftast við Anitu í Havnar kirkju klokkan 16:00. Prestur var Theodor Olsen, sum henda dagin hevði úr at gera. Vit í Manskórinum høvdu hálvavegnað avgjørt ar synja fyri honum, men tað er mitt í feriutíð og alt møguligt annað hendir, men álíkavæl blivu vit rímuliga væl mannaðir (Dávid, Bent Tommy, Peter, Regin, Eyvind, Jógvan Elias, Súni, Jørgin, Høgni Reistrup, Bárður, Viggo, Helgi Justinussen, Martin, Elias, Ole, Jón, Sjúrður, Rógvi, Georg, Hugo, Kaj, Petur N. Brynjálvur, Sjúrður, Jan) soleiðis at vit kundu syngja fyri brúðarparinum beint eftir at Theodor hevði vígd tey. Vit Sungu “Báðar tú..” og “Kom du ljuva…”, og eg haldi at sangurin var OK, eftirsum kirkjufólkið klappaði fyri sangunum hjá okkum. Annars er at siga, at Ragnar Finsson (guitar), Angelica Nielsen (bratsch), Jona Jacobsen (violin) og Guðrun Sólja Jacobsen (sang) framførdu Halleluja hjá Leonard Cohen, við orðum hjá Lisu Rubeksen. Framførslan var sera góð!!! Og vígslan gekk væl.

1. juli 2017

Leygardagin 1. juli kl 19:45 møtti Manskórið í stovu 4 í Musikkskúlanum á Frúutrøð fyri at hita upp og syngja eina løtu. Henda dagin 1. juli bleiv okkara sangari Sveinur Tróndarson giftur við Anniku í Hoyvíkar kirkju klokkan 14:30, og aftur hesa ferð var tað Theodor Olsen, sum var prestur. Ná, men brúðarveitslan bleiv hildin klokka 18:00 í Badtmintonhøllini í Gundadali (gamli svimjuhylurin), og vit høvdu avgjørt at vísa brúðarparinum tann heiðurin, at syngja tveir sangir “Boðar tú…” og “Side by side” fyri teimum og gestum teirra. Tað gjørdu vit um klokkan 20:15, tá tey síðstu vóru sloppin framat tí kalda borðinum. Sangurin gekk bara heilt væl og vónandi vóru fólk glað fyri sangin, har var í hvussu so er gott at syngja. Fleiri úr manskórinum vóru við í veitsluni, og teir sungu sjálvandi við. Vit vóru:  Dávid, Bent Tommy, Eyvind, Jógvan Elias, Súni, Jørgin, Høgni Reistrup, Bárður, Viggo, Áki, Helgi Justinussen, Christian, Martin, Elias, Ole, Jón, Georg, Hugo, Kaj, Petur N., Hanus, Brynjálvur, Sjúrður, Rói og Petur Øl

1. juli 2017

Leygardagin 1. juli kl 20:40 sang so manskórið niðri í Õstrõm á Skálatrøð har okkara sangari Hanus Højgaard ogkona hansara, Eyðfríð, høvdu silvurbrúdleyp. Allir sangararnir frá veitsluni hjá Sveini Tróndarsyni í Badtmintonhøllini komu við oman til Hanus , har vit sungu teir somu sangirnar: “Boðar tú…” og “Side by side” tá vit høvdu sungið teir blivu allir sangararnir koyrdir niðan aftur í veitsluna hjá Sveini. Vit vóru: Dávid, Bent Tommy, Regin, Eyvind, Jógvan Elias, Súni, Jørgin, Høgni Reistrup, Bárður, Viggo, Áki, Helgi Justinussen, Christian, Martin, Elias, Ole, Jón, Georg, Hugo, Kaj, Petur N., Hanus, Brynjálvur, Sjúrður, Rói og Petur Øl. Soleiðis endaði hesin leygardagurin 1. juli 2017!!!!! Og her eru nakrar myndir frá hesum langaleygardegi:

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

12. august 2017

Leygardagin 12. august kl 19:15 møttu einir 12/13 mans á Frúutrøð fyri at hita upp og syngja nakrar sangir, tí vit skuldu oman á Hotel Hafnia at syngja klokkan 21:00. Tað var Eyðun Samuelsen sum spurdi um vit kundu syngja fyri pápa sínum Åge Samuelsen og mammuni síni Sólvá á gullbrúdleyps degi teirra, sum bleiv hildin fyri okkurt um 100 vinum og kenningum á Hotel Hafnia. Vit søgdu “ja”, og hesir sungu “Klara Stärna”, “Kom du Ljuva” og “Side by side”: Egon Hansen, Eyvind Emil Joensen, Birgir Krossteig, Høgni Mikkelsen, Høgni Reistrup, Viggo a. Hansen, Kenneth Samuelsen, Elias Simonsen, Óli Jákup Tvørfoss, Jófinn Petursson, Sjúrður Norðbúð, Peur Nielsen, Brynjálvur I. Johansen, Christian Andreasen og Hugo Samuelsen. Tveir dagar eftir sendi eg teimum hesa viðmerking: Eg má siga, at tað var eitt deiligt fornemmilsi at sleppa at framføra saman við tykkum seinasta leygarkvøld fyri Åga og Frú á Hafnia. Tað var sera ringt at skaffa fólk, tí antin vóru tey í summarfrí, summarfestival, silvurbrúdleyp ella okkurt annað. Vanliga vil eg hava hesa fordeilingina 4: 3: 4: 5, sum sambært mínum oyrum, ljóðar best; men tað var simpulthen ómøguligt at skaffa ein 1- tenor afturat. so vit máttu royna fordeilingina 3: 3: 4: 5 og eg má siga, at tað ljóðaði ikki bara væl, men sera væl.Her eru nakrar myndir frá gullbrúdleypinum:

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

30. september 2017

Leygardagin 30. september kl 19:15 møttu so nógvir mans, sum kundu, upp á Hotel Føroyum, har Betri-samtakið hevði starvsfólkadag, sum var væl eydnaður og sum endaði við einum betri bita og undirhaldi av ymsum slag. Vit vóru bidnir um at syngja nakrar sangir fyri starvfólkunum og tað gjørdu vit so! Vit høvdu øvað 1) Side by side, 2) Love Me Tender, 3) Eg minnist úr gomlum søgum og 4) Mighty Quinn. Jónfinn Petursson sang solo í “Love me tender” meðan Mouritz Mohr og Birgir Krossteig sungu solo í “Mighty Quinn”. Manskórið, sum var væl mannað til høvið, sang í tí stóra salinum umleið klokkan 20:15, og eg haldi, at tað gekk heilt væl.

20. oktober 2017

Fríggjadagin 20. oktober kl 21:15 skuldi Tórshavnar Manskór syngja niðri í Öström til ein føðingardag hjá Petur Ellefsen, sum helt sín 80 ára fyri vinum og kenningum. Vit vóru bidnir at syngja sangin já Jens Eli Ellefsen: “Nú sólin sær søkir hav”. Hann er uppá fimm vers til sangin “Drink to me only”, sum eg legði til rættis og skrivaði tekstin inn í nótarnar.Vit høvdu øva hann nógv. Tað endaði við at Mouritz sang vers 2 og 4 solo, meðan vit allir sungu hini versini. Vit sungu fyrst “I østen stiger solen op” síðani “Eg minnist úr gomlum søgum”, og seinast “Nú sólin sær søkir hav”. Tey vóru so væl nøgd at vit máttu syngja “Side by side” sum eykanummar. Vit vóru so heldigir, at vit sluppu inn í “Steinprent” fyri at hita upp. Fólk vóru væl nøgd:

Stóra takk fyri sangin fyri Peturi í gjár.

Vit báðir Jógvan og eg fingu nógv rós fyri sangin eftir, at tit vóru farnir.

Tað var ikki minst stór gleði í familjuni um at hoyra “Nú sólin sær søkir hav” á so høgum støði, sum sangurin veruliga hevur uppiborið, sum Svend Aage, beiggi Petur, segði í sínu røðu beint eftir, at vit høvdu sungið.

Petur var glaður um gávuna og ein av teimum nærmastu hjá Jens Eli segði seg ikki hava sæð hann rørdari enn tá vit sungu sangin hjá honum.

Sambært Helga vóru vit ikki færri enn 43 sangarar og tað var gleðiligt, at so nógvir vildu heiðra Peturi.

Hatta var sera væleyðnað.

Takk fyri!

21. oktober 2017

Leygardagin 21. oktober kl 16:00 skuldi Tórshavnar Manskór syngja í Vesturkirkjuni til eitt minningarhald fyri Leo Clothier sum sjólætst í Skopunarfjørðinum, tá Plli á Dul og hann blivu ásigldir av farmaskipinum Mykines. Til minningarhaldið spældi ein klavertrio, Prestur segði nøkur orð, organisturin Leif Hansen spældi ein sang. Beinta, dóttir Leo, segði eisini nøkur orð, meðan vit vóru bidnir um at syngja “Tjarnareyg” hjá Hera Kragesteen. Eftir minningarhaldið, sum vardi ein góðan tíma, blivu øll 750 fólkini boðin til ein drekamunn í róðraneystinum á Argjum. tað gekk vist nøkunlunda hjá okkum, og vit møttu sum ikki einaferð í kirkjuni í góðari tíð.

29. oktober 2017

Sunnudagin 29. oktober kl 10:00 møttu so nógvir mans, sum kundu, niðri í “Arnes Minde” har politistøðin var fyri nógvum árum síðani,og sum nú hoyrir til Havnar Kirkju, fyri at hita upp og syngja nakrar sangir. Orsøkin var, at vit vórðu bidnir um at luttaka í einari Guðstænastu í samband við 500 ára dagin fyri reformatiónina ella trúbótina sum tað eitur á føroyskum. Til Guðstænastuna hevði Gudmund Mortensen gjørt okkum eitt programm, sum vit høvdu øvað og sum vit fylgdu til Guðstænastuna sum byrjaði klokkan 11:00. Í programminum sungu vit sjálvir sangin: “Takkarljóð á vármorgni” hjá Niels Petur Nolsøe og Knút Olsen. Síðani sungu vit “Kyrie eleison” hjá Konstantin Türnpu, og seinast sungu vit “Upp alt, ið Harrin hevur gjørt” hjá Christian Matras. Kári dirigeraði tann fyrsta og síðsta, meðan Bjarni dirigeraði sangin í miðjuni. Vit vóru vl mannaðir og tað gekk vist væl. Eftir kirkjugongdina bleiv bjóðað til kaffe í kirkjuhúsinum, tá var klokkan blivin 13:00

11. november 2017

Leygardagin 11. november kl 21:15 skuldi Tórshavnar Manskór syngja uppi á Hotel Føroyum til eitt stórt veitsluhald fyri umleið 250 gestum, sum vóru boðin til 2 x 50 ára føðingar dag + 20 ára brúdleyp dag hjá Christian Nagata og Elin Winher Poulsen. Altso eitt 120 ára hald fyri vinum og kenningum. Vit sungu fyri gestunum “Love me Tender” og “Nú sólin sær søkir hav”, tann seinni sangurin hjá Jens Eli Ellef var umbiðin. Har var vist rættiliga nógv á skránni so vit sungu bara hesar báðar sangirnar. Vit fingu eitt rúm á Hotellinum at hita upp í. Menninir møttu mannssterkir upp og solo sungu Jónfinn Petursson og Mouritz Mohr, og tað gekk væl.

19. november 2017

Sunnudagin 19. oktober kl 13:30 møttu so nógvir mans, sum kundu, niðri í “Arnes Minde” har politistøðin var fyri nógvum árum síðani,og sum nú hoyrir til Havnar Kirkju, fyri at hita upp og syngja nakrar sangir. Orsøkin var, at Kári Mouritsen, – fyrrverðandi sangari í manskórinum, hann var millum annað við í Wales í 1884 – var deyður og nú klokkan 14:00 skuldi jarðast. Vit vórðu bidnir um at luttaka í jarðarferðini við tveimum sangum “Tjarnareyga” og “Kom du ljuva” og at stuðla sanginum úti á grøvini, og tað gjørdu vit gjarna, og eg haldi, at tað gekk ikki so galið.Uppmøtingin var sera góð.

22. november 2017

Mikuudagin 22. oktober kl 19:45 møttu trettan mans á kontórinum hjá Jógvan Elias Winther Poulsen, Sókn, til eina stutta upphiting, tí vit skuldu beina leið oman á Hotel Havn at syngja nakrar sangir fyri Poul Müller, sum helt sín trýss ára føðingardag saman við familjuni hjá sær. Tey fingu ein betri bita á Hotel Havn. Egon, Jógvan Elias, Eyvind Emil, Helgi, Áki, Høgni Mikkelsen, Jófinn, Kenneth, Elias, Petur Nielsen, Hugo, Mads og Sjúrður Norðbúð sungu “Kom du ljuva”, “Boðar tú” og “side by side” fyri teimum, og eg haldi, at tað gekk væl.

10. december 2017

Sunnudagin 10. december kl. 13:30 møttu allir mans í Vesturkirkjuni, har vit saman við kórinum “Eystanljóð” fyrst skuldu hava okkara Jólakonsert í Gøtu Kirkju kl. 14:00, og síðani í Vesturkirkjuni klokkan 19:30. Vit fóru flest allir við MB-bussinum norður til Gøtu fyri at hita upp klokkan 15:00 og síðani at halda konsertina klokkan 16:00. Uppmøtingin hjá áhoyrarunum var tolulug kanska fyltu teir tveir triðingar av áhoyraraplássunum. Fyrst sungu vit, síðani “Eystanljóð”, og inn í millum høvdu vit ein felagssang og til síðst enadaðu vit. Konsertin gekk væl! eftir tað fóru vit í bussarnar suður til Havnar fyri at ger klárt til konsertina í Vesturkirkjuni. Í Vesturkirkjuni hevði Theodor Kapnas sett mikrofonir upp fyri Útvarp Føroyar, meðan Ólavur Frederiksen stóð klárur við myndatólinum. Klokkan 19:30 ringdu klokkurnar inn og Heri Joensen segði nøkur góð orð áðrenn Manskórið fór í holt við sína sangskrá. Skráin sæst her: A picture Kórið “Eystanljóð” sang síðani sínar sangir, og í vit sungu eisini ein felagssang. Leif Hansen dirigeraði “Eystanljóð”, meðan Bjarni Restorff og Kári Bæk dirigeraði manskórinum og inn í myllum dirigeraði Jákup Wardum einum lítlum kóri. Heri Joensen segði nøkur góð orð og klokkan ringdi tey níggju sløgini. Konsertin vardi gott og væl ein tíma við øllum, og hon var ongantíð keðilig. Nógv fólk vóru og lurtaðu, og tey fóru væl nøgd til hús, meðan vit fóru oman til Monu Mohr, (maður hennara, Kjartan Mohr, doyði so bráddliga síðsta ár) har vit fingu okkurt gott til búkin. Ólavur Frederiksen tók hesar myndirnar i Vesturkirkjuni:

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

15. december 2017

Fríggjadagin 15. december klokkan 20:00 møttu so nógvir mans, sum kundu, upp niðri í Havnar Klubba, har Klubbin borðreiddi við gløgg og okkara sangi. Eg og Kári Bæk dirigeraði manskórinum í ein hálvan tíma: jólasangir og annað gott. Lagið var av tí allarbesta.

24. december 2017

Sunnudagin 24. desember. Jólaaftan, er vanligt at Tórshavnar Manskór ferð yvir á Lágargarð at syngja fyri búðfólkunum. Tað hava vit gjørt síðani 1987, og tað gjørdu vit aftur í ár. Vanliga plaga vit at møta í kappellinum kl. 13.00, um tað er tókt. Síðani hita vit upp eina løtu og kl. 13.30 fara vit inn í samkomuhøllina har vit hava eina kombinera guðstænastu/konsert. Hesa ferð var tað eitt sindur ørðvísi, tí “jólamaðurin” og jól fyri børnini var tikið av skránni, Guðstænastan var blivin stytt munandi og vit komu inn í salin syngjandi har vit bert sungu fimm sangir eftir eina stutta guðstænastu hjá Sonju Klein. Vit møttu hesa ferðina klokkan 13:45 og tiltakið tók trý korter í alt!!! Oddvør Johansen spældi klaver til sálmasangin og Michala Petri spældi floytu, nú ávikavist maður og pápin, Kanny Sambleben, var eitt av búðfólkunum. Eftir sangin fóru búðfólkinini, saman við familju teirra, inn á eindirnar, har tey fingu ein drekkamunn. Vit, einir 40 mans, fingu ein góðan drekkamunn, og nøkur vøkur ynskir! Kári Bæk og eg vóru nøgdir við hesa 31 ferðina.

2018

6. januar 2018

Leygardagin 6. januar var ein sera “langur” leygardagur, tí vit skuldu syngja í triðmum støðum henda “langa” leygardag. Fyrst vóru vit bidnir um, at syngja tríggjar sangir klokkan 19:45, í hølunum hjá Starvsmannafelagum í J. C. Schrøtersgøtu. Tað var Henry Fjallstein, sum helt sín 70 ára føðingardag fyri vinum og kenningum niðri í Starvsmannafelagnum. Eini 147 fólk fingu okkurt lekkur at eta frá Oddvør Skarðhamar, sum gjørdi matin. Vit sungu tríggjar sangir fyri gestunum. Vert er at nevna, Henry hevur sungið við í manskórinum: hann var við í Wales 1994, Baltikum í 1997, Danmark og Eysturríki í 2000 og í Cornwall í 2003. Vit møttu í góðari tíð (19:15) í Smæruni, har “Sókn” heldur til, og vit sungu klokkan precis klokkan 19:45. Har var rættiliga trongt í hølunum hjá Starvsmannafelagnum, men eg haldi, at tað gekk!

6. januar 2018

Leygardagin 6. januar kl 19:45 møtti Manskórið, sum sagt, klokkan 19:15 í Smæruni har “Sókn” heldur. Uppmøtingin í Manskórinum var av tí allarbesta sjálvt um Symfoniorkstrið hevði sína árligu nýggjárskonsert, har fleiri av okkara sangarum vóru við í Nýggjárskórinum. Sum sagt sungu vit fyrst fyri Henry Fjallstein og nú gekk leiðin til Kirkjubø har politisturin, Jákup Alberg Berg, helt sín 55 ára føðingardag fyri innbodnum í Roykstovuni, har bóndin Jóhannes Patursson borðreiddi við alskyns góðum mati. Vit sungu tríggjar sangir í Roykstovuni fyri einum 40 innbodnum gestum, og sjálvt um har eisini var trongt, so haldi eg, at tað gekk bara hampuliga væl. Vit sungu klokkan 20:20 í Kirkjubø, og Teir sum vóru við eru hesir. 1. Tenor: Birgir Krossteig,Bent Tommy Linklett, Tór Verland Johansen, David á Brúnni, Hanus Højgaard,Dánjal Pauli Davidsen, Poul Müller og Regin Jakobsen. 2. Tenor: Bárður í Baianstovu, Kári Justinussen, Viggo A. Hansen, Helgi Justinussen og Jørgin Pauli Johannesen. 1: bass: Jónfinn Petursson, Elias Simonsen, Georg Egholm, Nicolai Balle, Ole Jensen og Stein Fossá. 2. Bassar: Eirikur Hovgaard, Petur Nielsen Jóhan Petur Johansen, Petur Øl og Hanus Joensen.

6. januar 2018

Leygardagin 6. januar kl 19:45 møtti Manskórið, sum sagt, klokkan 19:15 í Smæruni har “Sókn” heldur til,i fyri at hita upp. Vit høvdu sum fyrr nevnt sungið í tveimum støðum: fyri Henry Fjallstein í húsinum hjá Starvsmannafelagnum og Jan Ellingsgaard í Roykstovuni í Kirkjubø. Men vit vóru ikki lidnir enn, tí Mona Mohr (kona Kjartan Mohr, – okkara sangara) helt sín trýss-ára føðingardag heima hjá sær sjálvari, bert fyri teim allarmærmastu, – eini 15 gestir íalt. Elsa Anna, dóttir Kjartan og Monu, hevði spurt um vit kundu koma at syngja fyri mammu síni, Monu, og tað søgdu vit “ja” til, og har sungu vit klokkan 20:55. Tað gekk bara heilt væl at syngja í øllum triðmum støðunum sjálvt um har var trongilt allastaðni. Uppmøtingin var sera góð 23 mans møttu sjálvt um vit manglaðu nógvar sangararnar, sum vóru til nýggjárs”show”ið í Norðurlandahúsinum, men har vóru eisini fleiri mans, sum vóru til ball alla møguliga staðni.  Álíkavæl, 23 mans, til hesi trý tiltøkini. Ein fantastiska góður “langur” leygardagur var at enda komin!!!

13. januar 2018

Leygardagin 13. januar kl 20:30 fóru vit niðan í Dansifrøði fyri at syngja, – eftir at vit høvdu hita upp í eina løtu í “Smæruni”. Tað var Sára Eysturoy, sum heitti á okkum um at syngja til eitt 150 ára hátíðarhald. Tað var Havnar bjargingarfelag, sum hevði 150 ár á baki, og í tí sambandi vóru umboð fyri Havnar bjargingarfelag, Nólsoyar bjargingarfelag og Kollafjarðar bjargingarfelag boðin til ein betri bita við tilhoyr í Dansifrøði. Ynski var, at vit sungu okkurt sum hevði við sjógvin og veðrið at gera, og vit hildu at “Ódn”, “Eg minnist úr gomlum søgum”, “Boðar tú til allar tjóðir” og sjálvandi til síðst, meðan vit gingu út: “Side by side”. Dansifrøðihøllin er ikki nøkur akustisk opinbáring, so vit stillaðu okkum í skráninginum, sum er gjørdur til tey, sum trilla í rullustólum og tað var vist OK. Uppmøtingin var eisini OK.

27. januar 2018

Leygardagin 27. januar á leið klokkan 19:45 møttu vit , – so nógvir, sum kundu – í Jónas Broncksgøtu nummar 25 (Stóri bygningurin hjá Tummas Dam), har Fróðsetur Føroyar í løtuni hevur eina kantinu í niðastu hædd. Tað Var okkara sangari Eyvind Emil Joensen, sum spurdi um vit kundu syngja til 80 ára hátíðarhaldið hjá mammu síni, Áslu Joensen, sum hon helt tað kvøldið. Eyvind Emil ynskti at vit sungu “Boðar tú til alla tjóðir”, “Dimmið” og “Side by side”. Sjálvandi gjørdu vit tað, vit møttu í “Smæruni” klokkan 19:15 har vit møttu til stutta upphiting og venjing áðrenn vit gingu oman til “Tummas Dam” í Jónas Broncksgøtu 25. Teir, ið møttu vóru hesir: Bent Tommy, David , Torkil, Hanus, Eyvind Emil, Peter, Suni, Áki, Bárður, Viggo, Elias, Martin, Jón,Stein, Suni, Nicolai, Hugo Brynjálvur, Michael og Jóhan Petur. Sangurin gekk bara heilt væl og Eyvind Emil skrivar: “Takk fyri at tit kundu syngja fyri mammu míni leygarkvøldið. Bæði mamman og gestirnir lótu sera væl at sanginum hjá tykkum. Mamman græt sum var hon flongd, og tey takka hjartaliga fyri góðu løtuna”.

3. februar 2018

Leygardagin 3. februar klokkan 22:00 sungu vit í Havnar kirkju. Orsøkin var at organisturin í Havnar kirkju Gudmund Mortensen heitti á okkum um at syngja til hetta musiksa tiltakið, sum var runt um í allarari Havnini. Upprunaliga var tað Havnarkórið við Leif Hansen, sum skuldu syngja, men sum av eini hvørjari orsøk máttu tey melda avboð (allarhelst sjúka). Vit fingu, við stuttari freist, samlað eitt lítið kór og vit vandu hóskvøldi áðrenn í Havnar kirkju, og tað gekk rímuliga væl so vit søgdu “ja” at syngja. Av tíð at alt møguligt var í Havnar kirkju tað kvøldið frá klokkan 20:00, – millum annað var “hvirra”, – máttu vit hita upp og venja í “Arnes Minde”, – sum er tann nýggi bygningurin hjá Havnar kirkja, – ein tíma áðrenn. Men klokkan 21:55 fóru vit yvir í eina stúgvandi fulla Havnar kirkju har vit sungu hesar sangirnar í nøkunlunda rættari raðfylgju:

  • Alta trinita beata
  • Kyrie
  • Cantate Domino
  • Nescitis Vos
  • Zum Sanctus
  • Summarkvøld
  • Tit sum í fjøru fóru
  • Kvøld
  • Jarðareygað

Kári Bæk dirigeraði fimm sangir, meðan eg dirigeraði fýra. Vit vóru leysir kl. 22.30!

9. februar 2018

Fríggjadagin 9. februar hevði SEV tunnusláðing uppi í Gamla el-verkinum í Gundadali. Eg havi roynt teir flestu bygningarnar í Havn, fyri at vita um teir kunnu brúkast til sang. Hetta kvøldi sluppu vit í manskórinum at syngja fyri starvsfólkunum hjá SEV í hesum “edeliga” bygningi, sum í høvuðsheitum blívur brúktur til eykalutir til linjumennirnar, arkiv og okkurt annað. Onkuntíð við hálvgun níggjutíðina fóru vit frá Frúutrøð, har vit høvdu hita upp, niðan á verkið. Garraguhurðin varð latin upp tá vit komu og vit sungu eina góða løtu í høllini fyri starvfólkunum, og eg má siga, at høllin tykist at rigga sera væl til sang! Ljóðið leyp ikki saman, men stó rættiliga klárt, sjálv um bygninguri er sera høgur og langur. So her er kanska nakað kommunan kundi brúkt til musikk. Vit sungu: “Boðar tú til allar tjóðir”, “Eg minnist úr gomlum søgum” Høgni Mikkelsen spældi guitar. “Føroyar mítt land”, “Side by side”, “Dimmið” og “Ódn”.

10. februar 2018

Leygardagin 10. februar 2016 klokkan 19:10 sungu vit, – so gott sum allir menninir -, uppi á Hotel Føroyum til frama fyri krabbamein rakt børn í Føroyum. Tiltakið var skipað á tann hátt, at Juice producenturin Rynkeby, sum í staðin fyri at brúka pening til vanligar reklamur, brúkar peningin til krabbarakt børn, og á henda hátt sláa teir “tvær flugur við eitt smekk”, tí miðlaheimurin fylgir Rynkeby óansæð hvat í jagstranini eftir sensatiónum, og í hesum føri skipaðu teir fyri einum Galladøgurða uppi á Hotellinum við vælkomsti, forrætti, høvuðsrætti, dessert og kaffe. Umframt var ein ørgrynna av undirhaldi. Á Hotellinum vórðu um 250 kuvertar seldir fyri nakað væl meir enn túsund krónur hvør, og peningurin fór allir óskerdir til børn við krabbameini. Tað var í hesum samahangi at vit sungu tríggjar sangir í forhøllini, tá gestirnir fingu ein vælkomstdrink. Kári Bæk dirigeraði tveimum sangum: “Føroyar mítt Land”, “Jarðareygað”  og eg dirigeraði tveimum sangum: “Love me tender”, har Jónfinn Petursson sang solo og “Ódn”. Tað eydnaðist sera væl, serliga nú inngongdin er umbygd, og eg haldi, at fólk vóru glað. Síðani fóru vit til Havnar aftur við bussinum hjá Magna og MouritsenBussum, sum hetta kvøldið koyrdi okkum frá Frúutrøð, har vit hitaðu upp, niðan á Hotellið.

30. mars 2018

Langa fríggjadag, 30. mars, kl 16:00 hevði Tórshavnar Manskór konsert í Vesturkirkjuni. Vit í manskórinum hava ongantíð roynt at hava konsert í páskavikuni fyrr, so hetta var nakað nýtt fyri okkum. Upprunaliga var meiningin at framføra eina Requiemsmessu av Cherubini, men tað vísti seg skjótt at so skuldi nógvar eykavenjingar til og tað fingu vit ikki undirtøku fyri, so vit broytti kós: Vit tóku ein sats úr Requiemsmessuni, síðani hildu vit okum til sangir, sum vóru andaligir og væl egnaðir til stillu viku. Akkurát her høvdu vit nakrar andaligar sangir úr Eystureuropa og úr Amerika, sum vóru væl egnaðir og sum vóru fyri mannskór og solo. Vit bóðu Peter H. Niclassen og Biritu Adelu Davidsen um at syngja solo, og tað søgdu tey “ja” til. Á okkara Facebooksíðu skrivaði Helgi Nielsen hesa lýsing: Langafríggjadag kl. 16.00 hevur Tórshavnar Manskór páskakonsert í Vesturkirkjuni. Skráin er fjølbroytt við bæði páskasálmum, negro spirituals, latínskum og russiskum sangum og mongum øðrum. Solistar eru Birita Adela Davidsen og Peter Hentze Niclasen. Ókeypis atgongd. Lýsingin, sum eisini var á in.fo riggaði sera væl, og klokkan 16:00 var konsert í einari fullsettari Vesturkirkju, og tað hevði slettis eingin av okkum rokna við, so takk fyri tað og gleðiligar páskir øll somul!!!! Skráin langa fríggjadag var henda:

>9. apríl 2018

Mánadagin, 9. apríl kl 19:00 hevði Tórshavnar Manskór sína vanligu venjing í “gamla” Argja skúla, men venjingin var alt annað enn vanlig, tí vit høvdu fingið vitjan av Jan Hollesen, sum tvær reisir fyrr hevur vitja okkum. Hansara ekspertica liggur í at fáa røddina at “musicera”, við ymsum venjingum, og tað fingu vit so sanniliga at føla í tríggjar samfullar tímar. Eg haldi at mennirnir vóru glaðir fyri tað ótraditionellu venjingina hetta kvøldið, sjálvt um vit bara sungu tvey vers: fyrsta vers í “Eg skar mítt navn í grein ta hvítu” og fyrsta vers í “Ich schwing Mein Horn” hjá Brahms.

25. mai 2018

Fríggjadagin 25. mai kl 21:30 hevði Tórshavnar Manskór sína árligu várkonsert í Havnar Klubba, – eitt sindur óvanligt stað at hava várkonsert! Orsøkin var tann, at fleiri í kórinum hildu, at vit skuldu syngja vanligar føroyskar manskórssangir, sum sjálvdan blíva spældir í miðlum okkara td. Útvarpi Føroya, men samstundis var eitt ynski um, at áhoyraranir eisini skuldu aktiverast í konsertini við felagssangi. Vit gjørdu trý set: Kári Bæk gjørdi sær eina skrá við 7 vanligum manskórssangum. Vit funnu, saman við guitarspælaranum Høgna Mikkelsen fram til eina skrá við 8 sangum, sum hóskaði til áhoyrararnar og til síðst setti Bjarni Restorff eina skrá saman við 8 vanligum manskórssangum. Vit byrjaðu konsertina heldur seint, kanska 21:40, av tí orsøk, at vit vildu vera fríir av “Gekkinum”, sum hevur lagt okkara samfelag lami hvørt fríggjakvøld nú í longri tíð. Sum Kark Marx segði: “opium til fólkið”. Meiningin var eisini at hava tiltakið á Hotel Hafnia, sum er eitt meiri alment stað enn Havnar Klubbi, soleiðis at bæði føroyingar og turistar kundu líða á, men tað lat seg ikki gera, og tí fluttu vit í skundi tiltakið oman í Havnar Klubba. Tað vísti seg at hepnast sera væl. Fyrst ornaði Kári Bæk sín part, síðani vórðu áhoyrararnir við í 8 sangum har tann síðsti sangurin var Heystkanón hjá Hanne Boel, sum Jógvan Telling Joensen hevði sett føroysk orð til. Publikum fekk tveir guitarar at spæla uppá, maracas, triangle, bongotrummur, claves, tambourin, guiro og mangt annað. Tey vóru við uppá at spæla við og tað gekk ikki lang tíð, so dugdu tey at spæla og syngja sangin í fleiri røddum. Flott klára! Polterabend var eisini í klubbanum hetta kvøldið, og tað vóru inkarneraðir HB’arar, yngsti bróður Jóannes Jakobsen “á Kamarinum”, Poul, sum arbeiðir innan asfalt hjá Kommununi, sum skuldi giftast,  og teir eru 100% Arsenal viðhaldsfólk. Vit høvdu fingið til uppgávu at fáa komandi gemalin, Poul, at syngja við í manskórinum, og tað gjørdi hann fasthildin av tveimum sterkum tenorum, meðan vit sungu slagsangin hjá Arsenal, sum vit hildu hóskandi kundi verið “Rura, rura barnið” nú Arsenal einki hevur vunnið í fleiri ár. Ná, men kvøldið riggaði sera væl og okkara Sjúrður Johansen fekk ein føðingardagssang við sær heim. Vit vóru væl mannaðir til sangin og hann gekk av tí allar besta.

26. mai 2018

Leygardagindagin, 26. mai kl 16:20 fóru nakað væl fleiri enn helvtin av monnunum við konum í Tórshavnar Manskórinum við katamaraninum Issehoved til Nólsoy. Tað var bygdastevna í Koltri, Heysti og bygdastevnan endaði í Nólsoy. Millum annað varð skipað fyri gongutúri út á Borðina aftur og fram í allafagrasta veðri, og vit í Manskórinum skuldu hava konsert saman við Nólsoyar Manskóri í Royndahúsinum klokkan 18:00, somuleiðis í allafagrasta veðri. Eftir eina stutta venjing høvdu Nólsoyingar hug at bakka út, men vit gjørdu so eitt kompromi har Nólsoyingar sungu ein sang sjálvir saman við klaveri og ein sang við stuðli frá nøkrum sangarum úr Tórshavnar Manskóri saman við klaveri og til síðst sungu teir “Eg minnist úr gomlum søgum” saman við okkum, meðan Høgni Mikkelsen spældi guitar. Síðani dirigeraði Kári Bæk 6 sangir og Bjarni dirigerað hinar 6 sangirnar. Eg gloymdi at siga at veðrið var alt ov gott til at vera innandura, so vit fóru oman á nólsoyarkai at syngja, tí har var alt fólkið møtt til felagssangin, sum skuldi vera klokkan 19:00, og har var eisini okkurt selt til matna. Tað riggaði bar væl. Síðani fóru fólk ymsastaðni, onkur fór at vitja fólk, onkur fór í Kaffistovuna, meðan onnur fóru niðan í Maggies, har teir vístu Champions League finaluna millum Liverpool og Real Madrid. Har sat eg inntil Ramos slaktaði Salaah, og dystur reelt var avgjørdur. Eftir tað gekk leiðin yvir til Maluna og Kristian Hansen, sum bjóðau okkum alt gott. Klokkan 10:00 sigldi Issehoved inn til Havnar aftur og har tók Politiið í móti okkum, tí onkur hevði meldað Issehoved fyra at hava ov nógv ferðafólk við, har vóru so 113 fólk við og tað voru 15 ov nógv. Nevnast skal at ein eykatúrur var klokka 21:30, sum eingin visti um, so har er kanska okkurt sum kundi riggað betri hjá Strandferðsluni. Men túrurin var deiligur, tað hildu konurnar við!!!

1. juni 2018

Fríggjadagin 1. juni kl 15:00 hevði “Havnar Arbeiðarafelag” móttøku í samband við 30 ára starvsdag hjá Monrad Kjelnes. Havnar Arbeiðarafelg vildi heiðra Monrad, og tað bleiv gjørt bæði við gávum, blómum, talum, pinnamati, víni og sangi. Ruth Arge spurdi okkum um vit kundu syngja fyri Monrad við 15:30 tíðina, og tað søgdu vit “ja” til og vit møttust á Landsverk klokkan 15:00 har vit hitaðu upp og sungu nakrar sangir. Síðani fóru vit yvir í hølini hjá Havnar Arbeiðarafelga har vit sungu eina tríggja sangir, og eg vóni at Monrad var nøgdur, sjálvt um eg gjørdi eina “kisku”, við at siga at tað var hansara seinasti arbeiðsdagur. Eftir eina umberðing frá mær varð alt fyrigivið. Vit vóru um 16 – 20 mans og tað ljóðaði væl. Fríðrikkur bláhamar tók hesar myndirnar:

7. juni 2018

Hósdagin 7. juni kl 9:00 fór Smyril úr Havnini til Suðuroyar og við vóru fleiri mans úr Tórshavnar Manskór, umframt fleiri onnur, sum eisini henda fagra summardag skuldu á fólkafund út í Lítlu Dímun. Hetta var triðja royndin at sleppa upp á Lítlu Dímun og tað vóru Róin úr Hvalba og Helgi Nielsen, sum høvdu samskipað tiltakið, har allir mennirnir stóðu klárir hvønn dag í meiri enn fjúrtan dagar, men nú lukkaðist loksins. Teir, ið vóru við á túrinum vóru hesir: 1. tenorar: Bent Tommy Linklett, Hanus Højgaard, Eyvind Emil Joensen, Súni Christiansen, Hans Pauli Joensen og Helgi Nielsen. 2. tenorar: Áki Davidsen og Viggo A. Hansen. 1. bassar: Suni Rasmussen, Sjúrður Johansen og Óla Jákup Tvørfoss. 2. bassar: Hanus Joensen, Mads A Winther, Jan Arge, Kaj Kallsberg og Hákun Steingrímsson. Umframt høvdu fleiri av monnunum konurnar við. Dirigenrur á túrinum var Hanus Joensen.

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

19. juni 2018

Týsdagin 19. juni kl 13:30 møttu so gott sum allir í Tórshavnar Manskóri í Vesturkirkjuni til jarðarferðina hjá Poul Mohr, sum skuldi verða klokkan 14:00. Poul Mohr andaðist 16. juni á Tjarnargarði, har hann búði í seinastuni. Poul Mohr var altíð góður við Tórshavnar Manskór, eitt nú tá hann bæði sina vegna, men eisini okkara vegna tók væl í móti gestum okkara “Karlakór Reykjavíkur” tá teir vitjaðu okkum í 1995, tá bleiv allur umsitingarbygningurin á skipasmiðjuni umgjørdur til eitt flott matarborð við øllum, sum hugsast kann, –  og eisini var hann blíður við “Karlakór Reykjavíkur” tá teir vitjaðu okkum aftur á jólum í 2012. Í 2005 tá Tórshavnar Manskór vitjaði Ísland var hann líkasum okkara ferðaleiðari og maskottur, so tað var ikki so trupult at fáa menninar at syngja til jarðaferina hjá Poul, soleiðis sum familjan ynskti. Vit vandu bert eina løtu í kirkjukjallaranum tí kirkjan var longu stúðstappað við fólki og onkra staðni máttu tey sleppa inn nú ódnarveður var. Ná, men vit sungu áðrenn Heri Joensen helt sína prædikku “Nú hnígur sól”, og eftir prædikkuna sungu vit “Jarðareygað”, um framt at vit stuðlaðu organistinum Jógvan Thomsen við felagssanginum. Sangurin gekk sera væl eisini úti á grøvuni, og eg haldi, at tey 900 fólkini vóru nøgd fyri sangin. Vit vóru áleið 38 mans. Frá verssoni Poul Mohr, Hanus Joensen, fingu vit hesa kvøðu: Hjartans tøkk allir tit mongu, sum møttu í Vesturkirkjuni í gjár at syngja til jarðarferðina hjá verfaðir. Framførslurnar báðar vóru stórslignar. Tað var eitt væl upplagt kór, ið sang kenslusamt við hugvekjandi inniligleika, spakført í neyvleika og eyðljóðnum tamarhaldi. Serstakliga var tann Íslandskæra ættin hugtikin av tulking tykkara av Nú hnýgur sól. Og perlan Jarðareygað sat sum altíð í depli. Vermóðir, konan og familjan øll takkar tykkum hjartaliga fyri beinasemið at vísa Pouli Mohr, sum annars var dyggur T. Manskórsfjeppari, hesa síðstu heilsanina og stóra heiðurin. Somuleiðis takk fyri, at tit stuðlaðu so væl felagssanginum í kirkjuni og úti á grøvini.

21. juni 2018

Hósdagin 21. juni kl. 21:00 sungu vit fyri í tiltakinum, sum Tórshavnar Kommuna plagar at hava hvørt ár: summarsólstøður úti í Sandágerði. Tað er sjálvsagt longsta dag, og í ár var veðrið av tí allarbesta. Klokkan 20:45 spældi ein blásikvintet við Trónda Herason Olsen inntil gott og væl 21:00 síðan stuðlaðu vit í tveimum felagsangum, síðan helt Gunnvør Balle (varaborgmeistari) røðu, síðani stuðlaðu vit aftur í nøkrum felagssangum. Eftir tað skuldi Andreas Sigurstein skipað eini tvey kvæði, men hann bar seg undan, tí okkurt var komið á stemmubondini, Óli Lydersen tók yvir. Tiltakið haldi eg eydnaðist væl, tí veðrið var gott, so har var heilt fitt av fólki komið í tí góða veðrinum. Orðstýrari var Sigurð Ólason Vang, og sum vanligt stóð Niels frá Temaradio fyri tí tekniska, vit vóru nógvir sangarar, okkurt um 20.

27. august 2018

Mándagin 27. august kl. 18:30 møttu fleiri av okkum í Blika til eina stutta upphiting áðrenn vit skuldu víðari til Kirkjubø. Vit vóru nevniliga bidnir av Marjun Nielsen um at syngja í kirkjuni í Kirkjubø precis klokkan 19:00, men sum so oftani fyrr so halda tíðirnar ikki og vit sungu ein hálva tíma. Sangurin gekk væl: “Boðar tú….”, Kyrie” og “Love me tender”, har Jónfinn Petursson og Jákup Wardum sungu solo, áðrenn selskapið fór niðan í Roykstovuna til ein betri bita. – Tað er altíð eitt fragt at syngja í kirkjuni, tí hon ljóðar so væl, og enntá hevði Jóannes Patursson sett hita á dagin frammanundan, so har var ikki so fuktigt sum tað plagar at vera, og vit vóru rímuliga væl mannaðir: Bent Tommy Linklett, Peter  Niclasen, Poul Müller, Jógvan Elias Winther Poulsen, Dávid á Brúnni, Eyvind Emil Joensen og Egon Hansen. Magnus Hansen, Bárður í Baianstovu, Viggo A. Hansen og Høgni Mikkelsen. Jákup Wardum, Jónfinn Petursson, Elias Simonsn, Christian Kruse og Kenneth Samuelsen. Christian Andreasen, Hugo Samuelsen, Hanus Joensen, Sjúrður Norðbúð og Petur Petersen. Um tiltakið skrivar Hallur av Rana í Sosialinum: Norðuratlantisku fiskimálaráðharrarnir savnast í hesum døgum í Føroyum til Ráðstevnu Norðuratlantisku Fiskimálaráðharranna. Høgni Hoydal, føroyski fiskimálaráðharrin, er vertur fyri ráðstevnuna, ið hesaferð viðgerð evnið “Sustainable Ocean Governance”. Tað boðar Fiskimálaráðið frá í morgun. Í samband við ráðstevnuna verða eisini tvíliðaðar fundir millum norðurlendsk starvsfelagarnar, har strandarlandasamráðingar og áleikandi mál um fiskirættindi hvør hjá øðrum verða viðgjørd. Eitt serstakt við ráðstevnuni er, at hetta er fyrstu ferð síðan makrelstríðið millum ES og Føroyar var á hæddini, at Evropanevndarlimurin fyri fiskivinnumál vitjar Føroyar. – Og hetta er fyrstu ferð Evropanevndarlimurin (European Commissioner) í fiskivinnumálum Karmenu Vella vitjar Føroyar. Vit skulu aftur til desember 2013 seinast ein Evropanevndarlimur vitjaði Føroyar og var tað Maria Damanaki sum hin fyrsti nakrantíð á almennari vitjan, skrivar Fiskimálaráðið, ið eisini upplýsir, at hetta er aðru ferð innan fyri eitt gott ár, at russiski fiskimálaráðharrin Ilya Shestakov vitjar Føroyar. Ráðstevnan byrjar mánadagin og endar longu í morgin.

27. august 2018

Mikudadagin 29. august kl. 20:30 møttu fleiri av okkum í Blika til eina stutta upphiting áðrenn vit skuldu víðari til Kirkjubø, har vit klokkan 21:00 skuldu syngja í Roykstovuni fyri nøkrum útlendskum gestum hjá Umhvørvisstovuni. Vit vóru rímuliga væl mannaðir: Peter  Niclasen, Helgi Nielsen, Jógvan Elias Winther Poulsen, Eyvind Emil Joensen og Egon Hansen. Magnus Hansen, Viggo A. Hansen og Høgni Mikkelsen. Jákup Wardum, Jónfinn Petursson, Stein Fossá og Suni Rasmussen. Christian Andreasen, Hugo Samuelsen, Brynjálvur Johansen, Sjúrður Norðbúð og Petur Nielsen.

29. september 2018

Leygardagin 29. september kl. 19:30 møttu so nógvir av okkum, sum kundu, uppi í Hoyvíkar Kirkju til eina stutta upphiting áðrenn vit skuldu yvir í Hoyvíkar Skúla at syngja til eitt borðhald, sum var har. Tað var Halger Winther Poulsen, sum helt sín 80 ára føðigardag fyri vium og kenningum eini 120 í tali. Sonur Halger, Jógvan Elias Winther Poulsen, bað okkum um at syngja fyri pápa sínum einar tríggjar sangir um átta tíðina, og tað gjørdu vit so. Eftir ynski sungu vit “Boðar tú……”, “Dimmið” og serliga var sangurin Summarkvøld hjá Regin Dahl og Kára Bæk sera vælkomin. Sjálvur haldi eg, at tað gekk bara OK, og uppmøtingin var eisini góð hetta leygarkvøldið: Birgir Krossteig, Helgi Nielsen, Jógvan Elias Winther Poulsen, Eyvind Emil Joensen, Hans Pauli Joensen, Helgi Justinussen, Áki Davidsen, Jógvan Ellefsen og Høgni Mikkelsen. Jón Kragesteen, Georg Egholm, Martin, Stein Fossá og Suni Rasmussen. Christian Andreasen, Hugo Samuelsen, Sjúrður Norðbúð, Petur Nielsen og Petur Nielsen.

18. oktober 2018

Hósdagin 18. oktober kl. 13:15 møttu so nógvir av okkum, sum kundu, í kjallaranum í Vesturkirkjuni fyri at hita upp og øva eitt sindur. Grundin var tann, at Hans Jørgensen hevði biðið Mads A. Winther skaffa nakrar sangarar til at syngja íslendska sangin “Nú andar…” í Vesturkirkjuni, nú svágur hansara Arnbjørn Borgarlíð, sjómansskúlalærari, herfyri andaðist og skuldi jarðast úr Vesturkirkjuni klokkan 14:00. Vit sungu “Nú andar…” aftaná fyrsta felagssálmin Og Peter H. Niclasen sang solo. Tað gekk bara heilt hampuligt, tí vit vóru rímuliga væl mannaðir:Peter Niclasen, Bent Tommy, Birgir Krossteig, Hanus Højgaard, Jógvan Elias Winther Poulsen, Helgi Nielsen og Regin Jakobsen. Høgni Mikkelsen og Sveinur Tróndarsson. Georg Egholm Jón Kragesteen, Martin Petersen og Jákup Wardum. Mads A. Winther, Brynjálvur Johansen, Hanus Joensen og Christian Andreasen. Sum sagt var sangurin OK, men vit sóu skjótt at eingir “líkhanar” vóru í kirkjuni, so vit nóyddist eisini umframt at skuðla felagssanginum í kirkjuni eisini at syngja fyri á grøvini, tað høvdu vit ikki roknað við, men tað gekk eisini: fleiri fóru út á grøvina og Hanus ornaði fyri.

20. oktober 2018

Leygardagin 20. oktober kl. 12:15 møttu so nógvir av okkum, sum kundu, í “hálvgamla” skúlanum á Argjum fyri at hita upp og øva eitt sindur. Grundin var tann, at mamma “okkara” basssangara Brynjálvur I. Johansen, Mourentza Franziska Johansen, andaðist leygardagin 13.oktobur, 94 ára gomul. Jarðarferðin var úr Argja kirkju leygardagin klokkan 13:00, prestur var Dergur D. Joensen. Brynjálvur ynskti at vit sungu einar tveir sangir til jarðarferðina og tað gjørdu vit so: “Boðar tú til…” og “Jarðareygað”. Vit stóðu illa, men sangurin gekk hampuliga álíkavæl. Vit vóru: Dánial Pauli Davidsen, Birgir Krossteig, Hans Pauli Joensen, Jógvan Elias Winther Poulsen og Helgi Nielsen. Høgni Mikkelsen, Áki Davidsen og Sveinur Tróndarsson. Georg Egholm, Jón Kragesteen og Stein Fossá. Mads A. Winther, Sjúrður Norðbúð, Jóhann Petur Johansen og Hákun Steingrímsson. Sum sagt var sangurin OK, og fleiri av okkum fóru við út á grøvina at syngja.

4. november 2018

Sunnudagin 4. november (Allahalgana sunnudag)kl. 10:15 møtti Manskórið í Hoyvíkar kirkju fyri at hita upp. Eftir umbøn frá Theodor D. Olsen skuldu vit luttaka í Guðstænastuni klokkan 11:00. Vit sungu tríggjar sangir: “Kyrie”, “Eg skar mítt navn”, og “Ver tú mær hjá”. Tað var gjørt eitt sindur burturúr hesari Guðstænastuni sunnudagin eftir allahalgana dag, Millum annað vóru tveir prestar við í Guðstænastuni: Theodor D. Olsene og Marjun Bæk. Umframt var barnadópur, har sonur Trónda Sigurdsson fekk navn. Løtan, sum byrjaði við morgunmati varð sera góð, og sálmsangurin ljóðaði væl, tí har var nógv gott fólk í kirkju. Bæði Bjarni Restorff og Kári Bæk hildu, at klangurin var sera góður, – og eg meini góður! Sjálvur var eg sera glaður fyri at allar røddirnar vóru púrasta klárar fyri mær og áhoyrarunum, men tíverri hendi tað í Kyrie, at 2. bassarnir ikki fingu tekn frá mær, sum teir plaga, og tíverri hugdu allir níggju 2. bassarnir upp, sum teir skulu, – og har hendi tí einki! Vit tóku seinnu helvt umaftur so publikum fekk Kyrie-sangin hálva aðru ferð. Men tað Aronska vælsignilsið var heldur ikki lítaleyst! Ein troyst! Alt í alt ein góð løta.

5. november 2018

Mánadagin 5. november kl. 18:45 møttu teir allarflestu av okkum, uppi í Norðurlandahúsinum, tí vit høvdu sagt “ja” til at luttaka í 100 árahaldinum fyri Regin Dahl, sum júst var føddur 5. november 1918. Regin Dahl bleiv heiðraður alt farna vikuskiftið: Niðri í Kommunuskúlaauluni, har hann onkuntíð hevði konsert, skipaði kórið “Tarira” fyri einari langari konsert. Staðið har konsertin var eitur nú “Finsen”. Og sunnudagin skipaði Landsbókasavnið fyri einiari heiðursløtu fyri Regin Dahl. Og nú mánadagin klokkan 19:30 skuldu vit so vera við at heiðra Regin Dahl í Norðurlandahúsinum við tveimum løgum: “Summarkvøld”. Lag: Kári Bæk, orð: Regin Dahl og “Snjólýsi”. Lag: Regin Dahl, orð: Chr. Matras. Arr.: Kári Bæk. Uppmøtingin var sera góð, nakað væl omanfyri 40 mans, og sangurin gekk av tí allarbesta og dirigentur okkara hetta kvøldið, Kári Bæk, smíltist yvir alt fimmoyrað. Á hátíðarhaldinum, sum varð væl vitjað, var mangt annað á skránni og vilja tit síggja hana so kunnu tit “klikkja” her:

17. november 2018

Leygardagin 17. november kl. 20:30 møttu so nógvir av okkum, sum kundu, á Frúutrøð fyri at hita upp og øva eitt sindur. Grundin var tann, at starvsfólkini á “Sansir” høvdu jólahugna niðri hjá Østrøm, og Tór Verland Johansen spurdi okkum um vit kundu koma oman og syngja nakrar sangir við níggju tíðina, og sjálvandi søgdu vit “Ja”! Eftir ynski sungu vit fyrst “Føroyar mítt land”, síðani “Love me tender”, har Jákup Wardum sang solo, síðani sungu vit íslendska sangin “Nú andar” har Peter H. Niclasen sang solo og til allasíðst sungu vit eftir ynski “Side by side”. Jólahugnin var í tí lítla síðupartínum í Østrøm og har var deiligt at syngja, tí man far eitt sindur av rúmklangi í rúminum, og eg haldi at gestirnir eisini vóru nøgdir, so tað var bara gott. Uppmøtingin var av tí allarbesta yvir tjúgu mans. Vit sluppu rættstundis inn at syngja so vit vóru longu leysir aftur um 21:30 tíðina. Eitt gott kvøld.

2. december 2018

Sunnudagin 2. december kl. 13:30 møttu allir mans, sum kundu, í Vesturkirkjuni, har vit saman við Ungdómskórinum í Gøtu kirkju og dirigentinum, Símun Hammer, skuldu hava okkara vanligu jólakonsert í Vesturkirkjuni klokkan 19:30. Vit Møttu klokkan 17:00 fyri at hita upp og syngja nakrar sangir. Tað gjørdi Gøtu Kirkju Ungdómskór eisini, vit vóru í kirkjukjallaranum, meðan tey eftir ein góðan bita fóru uppá í kirkjurúmið. Uppmøtingin hjá monnunum var góð, og eg haldi at tað sama var galdani fyri Gøtu kirkju ungdómskór. Uppmøtingin hjá áhoyrarunum var eisini góð, sjálvt um GHM og Glymur høvdu konsert samtundis, sum vit uppi í Hoyvíkar kirkju. Fyrst sungu vit við Kára Bæk sum leiðara, síðani sang Ungdómskórið í Gøtu Kirkju við Símun Hammer, sum leiðara. Eftir tað, sungu vit øll ein felagssang “Føgur er foldin”, meðan Hanus Joensen spældi orgul. Eftir tað endaðu vit við Bjarna Restorff, sum leiðara og til allarsíðst sang manskórið saman við Ungdómskórinum í Gøtu Kirkju “Gleðilig jól” áðrenn Signar Dam helt eina útgangsbøn, líkasum hann bjóðaði øllum vælkomnum. Konsertin gekk rímuliga væl, Jónas Block Danielsen tók konsertina upp við okkara amboðum, meðan Ólavur Frederiksen tók myndir. Konsertin vardi ein góðan tíma við øllum, og hon var ongantíð keðilig. Fólkini, sum lurtaðu lurtaðu fóru væl nøgd til hús, meðan vit fóru oman til Monu Mohr, har vit fingu okkurt gott til búkin. Ólavur Frederiksen tók hesar myndirnar i Vesturkirkjuni:

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

8. december 2018

Leygardagin 8. december klokkan 2 møttu so nógvir av okkum á Frúutrøð, sum kundu, fyri at filla bilarnar upp, tí vit skuldu til Bíggjar at syngja klokkan 16:00. Um trý tíðina voru allir mans komnir til Bíggjar, og vit møttust uppi hjá Jens Mohr, sum hevur eini summarhús har. Vit sluppu at hita um og syngja sangirnar í gjøgnum, uppi hjá Jens, áðrenn vit fóru oman á Viðurbyrgi og syngja einar fimm jólasangir. Sangurin gekk bara heilt væl við duninum frá Bjarnafossi í bakgrundini. Har var fitt av fólki, sum høvdu nógv at fara til henda dagin í Bø, tí har vóru ikki færri enn tvær konsertir í í Bíggjar kirkju: Hejne Lützen og Magni Christiansen. Umframt bjóðaði bíggjarfólk vaflur og kaffe í nærum øllum húsum. Teir flestu okkara fóru skjótt til Havnar aftur og eg var við hús klokkan knapt 6. Vit vóru væl mannaðir á øllum røddum og vit høvdu ein góðan dag í……Bø!

13. december 2018

Hósdagin 13. december kl. 20:15 møttu so nógvir av okkum, sum kundu, í “Arnes Minde” núverðandi kirkjurúm hjá Havnar kirkju fyri upp og øva eitt sindur. Grundin var tann, at á Panorama á Hotel Hafnia hátíðarhelt Bent á Lava sín 48 ára starvsdag,- meginpartin sum stjóri á Balslev, nú Bygma,- fyri vinum og kenningum. Sjúrður Olsen bað okkum koma at syngja nakrar sangir fyri Bent klokkan 21:00, og tað gjørdu vit fegnir. Hilmar Jan var orðstýrari og hann bjóðaði okkum vælkomnar eftir taluna hjá Sjúrða Olsen, – nýggja stjóranum -, vit sungu so fýra sangir “Føroyar mítt land”, “Deck the Halls”, “Gleðilig jól” og “Side by side” og løtan var góð, so mikið góð at Bent á Lava kom út og tók í hondina á hvørjum eistøkum sangara. Klokkan 21:34 var eg við hús aftur eftir eina deiliga løtu.Uppmøtingin var einastandandi 34 mans møttu fyri at heiðra Bent tað flott mitt í jólamánaðinum, og sangur gekk bara væl.

21. december 2018

Fríggjadagin 21. december klokkan 18:45 møttu so nógvir mans, sum kundu, upp niðri í Havnar Klubba, har Klubbin klokkan 19:30 hevði lyst fyri sínum limum at teir borðreiddi við gløgg og okkara Manskórssangi. Axel Lützthöft gjørdi ein góðan Gløgg. Eg dirigeraði manskórinum í ein hálvan tíma: jólasangir og annað gott, og lagið var av tí allarbesta.

24. december 2018

Mánadagin 24. desember. Jólaaftan, er vanligt at Tórshavnar Manskór ferð yvir á Lágargarð at syngja fyri búðfólkunum. Tað hava vit gjørt síðani 1987, og tað gjørdu vit aftur í ár. Vanliga plaga vit at møta í kappellinum á Lágarði kl. 13.00. Síðani hita vit upp eina løtu og kl. 13.30 fara vit inn í samkomuhøllina, har vit hava eina kombinera guðstænastu/konsert, tað vil siga, at vit sita inni undir allari Guðstænastuni. Hesa ferð, og í fjør, var tað eitt sindur ørðvísi, tí “jólamaðurin” og jól fyri børnunum, var tikið av skránni. Guðstænastan var blivin stytt munandi og vit komu inn í salin syngjandi har vit bert sungu fimm sangir eftir guðstænastuna hjá Una Næs. Vit møttu hesa ferðina klokkan 13:45 og tiltakið tók trý korter í alt!!! Jóhan Restorff Jacobsen spældi uppá el-orglið til sálmasangin og præludium og postludium. Eftir sangin fóru búðfólkinini, saman við familju teirra, inn á eindirnar, har tey fingu ein drekkamunn. Vit, einir 40 mans, fingu ein góðan drekkamunn, har vit møttu: í Kappellinum. Kári Bæk og eg vóru nøgdir við hesa 32 ferðina.

30. december 2018

Sunnudagin 30. december kl 13:15 møttu næstan allir mans upp, úti í Vesturkirkjuni, til eina upphiting og øving. Orsøkin var tann at Tórgerð W. Nielsen, sum var mamma okkara sangara, Helga Nielsen, andaðist um jólini og skuldi jarðast úr Vesturkirkjuni henda dagin klokkan 14:00. Ynskiligt var, at fáa ” Ver tú mær hjá” og “Boðar tú” sungnan til jarðarferðina í Vesturkirkjuni, og tað gjørdu vit so í einari fullsettari kirkju. “Ver tú mær hjá” bleiv sungin áðrenn prædikuna hjá Hera Joensen, presti, meðan “Boðar tú” bleiv sungin áðrenn “Føgur er foldin” sum var tann sálmurin, sum bleiv sungin, tá kistan bleiv borðin út. Sjálvandi stuðlaðu vit eisini felagssanginum saman við orgulspælinum hjá Hanus Joensen, líkasum vit stuðlaðu sanginum úti á grøvini í “himmalsins ódnarveðri og regni”, sum var tá. Uppmøtingin var sera góð einir 40 mans, – Kári Bæk ornaði tann fyrra og eg ornaði tann seinna. Sagt var, at tað ljóðaði sera væl! So tað kundi ikki vera betri!

2019

2. januar 2019

Mikudagin 2. januar kl 11:30 møttu allir mans, sum kundu, í Havnar kirkju, tí okkara sangari í nógv Harrans ár, Heri Kragesteemn, sum sang 2. tenor, andaðist triðja jóladag, og  jarðarferðin skuldi vera  henda dagin úr Havnar kirkju. Fyri at fáa eina lítla løtu við dagsljósi úti í kirkjugarðinum varð jarðarferðin sett til klokkan 12:00. Sum sagt møttu vit kl 11:30 fyri at hita upp og syngja nakrar sangir, tí børnini hjá Hera Kragesteen, Høgni og Bjørt, løgdu jarðarferðina soleiðis til rættis, at fyrst  spældi klokkuspælið “Tíðin rennur sum streymí á” tvær ferðir klokkan 12, Síðan komu biðisløgini, og síðani skuldu vit syngja sangin, “Tjarnareyga”, sum Heri hevur gjørt, síðani bleiv felagssangurin “Harmur og gleði” sungin afturvið orgulspælinum hjá Gudmund Mortensen. Eftir taði var ein kollekt, áðrenn vit sungu “Boðar tú til allar tjóðir” og Uni Næs helt eina góða prædiku. Eftir prædikuna spældi og sang Høgni Kragesteen og Ólavur Olsen ein sang, áðrenn kistan bleiv borðin út. Felagsálmurin , meðan kistan  bleiv  borðin út, úr einari fullsettari Havnar kirkju, var “Eg skar mítt navn”. Vit stuðlaðu eisini sanginum á grøvini, har stormur og regn var. Uppmøtingin var sera góð og fleiri hildu, at tað ljóðaði væl, – eisini Fróði Sandoy,sum var og til jarðarferðina!!

8. februar 2019

Fríggjadagin 8. januar klokkan 20:00 møttu so nógvir mans, sum kundu, í Timburdeildini hjá Mest (Skipasmiðjuni) har vit hitaðu upp og sungu nakrar sangir. Orsøkin var tann, at vit skuldu syngja í “Skeiva Pakkhúsi” trý korter í níggju, har Petur Hans Poulsen, skipstimbrari, vinnukavari og fyrrverandi bedingsmeistari á Skipasmiðjuni, helt sín fýrsinstjúgunda føðingardag fyri hálvtrýssinstjúgu vinum og kenningum. Vit vóru ein gáva frá børnunum við tí serliga ynskinum, at syngja sangin “Faðirs míns hond” hjá Nyholm Debess, umframt “Eg minnist úr gomlum søgum” og “Dimmið”. Tað lukkaðist at finna rætta lagið til “Faðirs míns hond”, sum ikki stendur í nótabókini til “Føroya fólks sangbók”, vit vandu hann og hinar í Timburdeildini áðrenn vit fóru syngjandi oman gjøgnum trappurnar til barrina í “Skeiva Pakkhúsi”, har vit sungu sangirnar. Sjálvandi sungu vit “Side by side” sum eykanummar, meðan vit gingu út. Uppmøtingin var sera góð og sangurin ljóðaði væl, og sambært Helga: “Hans (sonurin) var fantastiska glaður fyri sangin í gjár. Tað var breið semja um, at tað var framúr”.

16. februar 2019

Leygardagin 16. februar 2019 klokkan 19:10 sungu vit, – so gott sum allir menninir -, uppi á Hotel Føroyum til frama fyri krabbamein rakt børn í Føroyum. Tiltakið var skipað á tann hátt, at Juice producenturin Rynkeby, sum í staðin fyri at brúka pening til vanligar reklamur, brúkar peningin til krabbarakt børn, og á henda hátt sláa teir “tvær flugur við eitt smekk”, tí miðlaheimurin fylgir Rynkeby óansæð hvat, í jagstranini eftir tíðindum, og í hesum føri skipaðu teir fyri einum Galladøgurða uppi á Hotellinum við vælkomsti, forrætti, høvuðsrætti, dessert og kaffe. Umframt var ein ørgrynna av undirhaldi: millum annað undirhelt “Pipar og Salt” og fleiri. Á Hotellinum vórðu um 240 kuvertar seldir fyri meiri enn túsund krónur hvør, og peningurin fór allir óskerdir til børn við krabbameini. Tað var í hesum samahangi at vit sungu tríggjar sangir í forhøllini, tá gestirnir fingu ein vælkomstdrink. Tað eydnaðist væl og eg haldi, at fólk vóru glað.

21. februar 2019

Hósdagin 21. februar 2019 klokkan 16:00 sungu vit, í Siloini á Vestarabryggju, í tí partinum, sum eitur Kongshøll. Fróðskapar setur Føroyar brúkar salin til fyrilestrar.Vit møttu klokkan 15:30 í “Hugskotinum”, har vit hitaðu upp og sungu sangirnar ígjøgnum áðrenn vit skuldu inn at syngja fyri luttakarunum á ferðavinnu skeiðinum, sum “Hugskotið” og Visit Tórshavn” stóðu fyri. Nógvar framløguna vóru á skránni, millum var ein framløga við heimskenda  kokkinum Claus Meyer, nú matstovan Koks fekk tvær Michelin stjørnur.  Møtt  vóru fleiri hundrað áhoyrarar og fyri teimum sungu vit “Føroyar mítt land” og “Dimmið”. Vit blivu spurdir í dagin fyri, og álíkavæl bar til at manna lið, og eg haldi at tað ljóðaði væl í Kongshøll, sjálv um har var stúgvandi fult av fólki. Hesir møttu: Helgi, Suni, Jógvan Elias, Hanus, Regin, Eyvind Emil og Hans Pauli. Áki, Høgni Mikkkelsen, Høgni Reistrup, Helgi, Magnus, Viggo og Sveinur. Elias, Georg, Ole, Martin og Suni. Hanus, Kaj, Brynjálvur, Jan, Jóhan Petur, Hugo Petur Øl og Sjúrður

23. februar 2019

Leygardagin 23. februar 2019 klokkan 11:00 sungu vit, uppi hjá Andrias Reinert. Okkara 2. bassur, sum helt uppat at syngja saman við okkum fyri áleið 2 1/2 árum síðan vegna sjúku, fylti 85 ár. Fyri at tað ikki skal vera lygn, so fylti dóttur Andrias eisini sama dag. Tá Andrias fylti 40 ár bleiv Píl Reinert fødd, so Píl bleiv 45 ár og Andrias 85 ár og tillukku við tí. Kári Bøæk og Bjarn ivóru báðir við tá vit sungu tríggjar samgir fyri Andriasí. Efrir sangin fingu vit morgunmat og kaffi. Sangurin gekk væl og uppmøtingin var góð.

2. mars 2019

Leygardagin 2. mars kl 13:15 møttu næstan allir mans upp, úti í Vesturkirkjuni, til eina upphiting og øving. Orsøkin var tann at Poul Hansen, sum hevur verið okkum ein hollur stuðul í nógv Harrans ár var deyður, og áðrenn hann skuldi kremerast var ein minnigarløta í Vesturkirkjuni, sum familjan vildi hava okkum at luttaka í. Tað gjørdu vit so við íslendska sanginum “Nú hnigur sól” og føroyska sanginum “Dimmið”. Kirkjan var stúgvandi full av fólki og sangurin sum bleiv sungin frammi í kór ljóðaði væl, tað søgdu fólk í hvussu so er.

7. mars 2019

Hósdagin 7. mars kl 13:15 møttu so nógvir mans, sum kundu, í “Arnes Minde” fyri at hita upp og syngja nakrar sangir ígjøgnum. Orsøkin var, at mamma okkara sangara, Peter Hentze Niclasena púra óvanta andaðist náttina til mánadagin, og nú skuldi hon, Eyðbjørg, jarðast. Hon fór úr Havnar Kirkju klokkan 14:00 og tey ynsktu at vit sungu tveir kórsangir: “Sanctus” eftir preludium og “niður sólin fór” beint áðrenn prædikuna hjá Theodor Eli Olsen, presti. Uppmøtingin var sera góð 24 mans mitt í arbeiðstíð! Sangurin gekk bara heilt væl eisini felagssangurin og sangurin úti á grøvuni.

24. mars 2019

Sunnudagin 24. mars kl 10:30 møttu einir 30 mans á Frúutrøð, har vit fyltu bilarnar áðrenn leiðin gekk til Kvívíkar. Í Kvívíkar kirkju skuldu vit syngja til Guðstænastu í sambandi við at tað vóru 200 ár síðani V.U Hammerhamb varð føddur. Til Guðstænastuna vóru, umframt vit, ikki færri enn tríggjir prestar: Maria Niclasen, Jógvan Fríðriksson og Jákup Reinert Hansen, deknurin Heini Holm og SVF. Jógvan Fríðriksson segði nøkur væl vald orð, Maria Niclasen hevði barnadópin, meðan Jákup Reinert Hansen helt eina prædiku yvir eina grein  hjá V.U. Hammershamb um “samljóð og missljóð” og apropo, so sungu vit til inngangin “Sanctus” og vit tveir sangir eftir prædikuna: “Kyrie” og “Boðar tú til allar tjóðir”. Sangurin var ikki fantastiskur, men hann kundi brúkast og í hvussu so er vórðu fleiri kvívíkingar glaðir fyri at fáa vitjan. Kirkjan er rímuliga stór til dagligt, men tá einir 30 mans skulu reisa seg, stilla seg upp í kór, umgirdir av sjónvarpsupptøkutólum, syngja ein sang, fyri síðani at seta seg aftur millum meinigheitina er ikki nøkur løtt uppgáva og ei heldur nøkur vøkur sjón. Christian F. Andreasen hevði hesa skemtiligu viðmerking eftir sjónvarpssendingina:

Uppstillingin sær bara heilt professionelt út.

Men at síggja okkum krúpa av senuni í Kvívík sum krabbagoggur – bara eini 30 í tali – enntá í live upptøku í KVF, sá ikki serliga professionelt út.

Minti meg um hesar bilrekkjurnar, sum bara ikki koma úr stað.

Havi einaferð sæð eina útrokning sum vísti, at tað skuldi taka eini 60 sekund at evakuerað allan terminalin á flogvøllinum, og tá var terminalurin enntá er fullur av fólki.

Gud viti hvussu leingi ein evakuering av mansskórinum hevði tikið –

Ná, men eftir Guðstænastuna vórðu vit bodnir til kaffe og at síggja prestagarðin, og eftir tað bjóðaði Bent Tommy oman til sín til súpan og kaffe, nú konan og hann høvdu trý ára brúdleypsdagn á føðingardegi Mariannu. Samanumtikið ein deiligur dagur.

6. apríl 2019

Leygardagin 6. apríl 2019 kl 20:00 vóru fleiri mans møttir uppi á Hotel Føroyum har Lærarafelagið hevði aðalfund, døgurða og veitslu fyri sínum limun. Og nú Jógvan á Lakjuni og Hanna Jensen hava sett morgunsangin í centrum, gjørdi lærarafelagið ikki matari enn at biðja okkum í manskórinum syngja nakrar sangir har “boðar tú til allar tjóðir” skuldi vera við. Vit hitaðu upp frá klokkan 20:00 til 20:30 og so fóru vit niðan í stóru høllina hjká Hotel Føroyum, har 350 lærarar fingu sær ein betri bita, og har sungu vit “Boðar tú”, “Island õgrum skorið” og so endaðu vit, sum ikki einaferð, við “Side by side”. Eg føldi, at tað gekk sera væl at syngja og ikki minst føldist tað, sum um gestirnir vóru í sera góðum lag, sum smittaði á sangin..Sjálvur var eg væl nógdur, – eitt deiligt upplivilsi!

14. apríl 2019

Leygardagin 14. apríl 2019 kl 16:00 høvdu vit konsert saman við “Karlakór Hreppamanna” í Vesturkirkjuni. Tað stutta av tí langa er, at “Karlakór Hreppamanna” vóru okkara gestir henda sunnudagin í Havn, meðan teir dagin fyri vóru gestir í Klaksvík, har teir høvdu konsert í Ósá skúlanum saman við 17 sangarum. Í Havn var avtalað at møtast í Vesturkirkjuni klokkan 14:30, har vit hitaðu upp og síðani gjøgnumgingu teir sangir vit skuldu syngja saman: “Ísland õgrum skorið”, “þú alfvu vorrar yngsta land” og “þakkarbæn”. Avtalað varð at dirigentur teirra skuldi stjórna og tað gjørdi hann gleðiliga. Eftir tað gjøgnumgingu Kári Bæk “Kung liljekonvalle”, og eftir tað gjøgnumgekk eg “Orðini”. Síðani sungu íslendingarnir nakrar av sínum sangum, og so var klárt til konsert. Heri Joensen bjóðaði øllum vælkomnum eftir at klokkan hevði ringt 152 sløg. Konsertin byrjaði við at “Karlakór Hreppamanna sungu 7 sangir, síðani komu Kári Bæk og eg við “Kung liljekonvalle” og “Oriðini”, síðani sungu íslendingarnir aftur tríggjar sangir og allarseinast sungu vit felagssangirnar: “Ísland õgrum skorið”, “þú alfvu vorrar yngsta land” og “þakkarbæn”. Heri bað “Faðir vár” á íslendskum og eftir tey 9 biðisløgini fóru vit beina kós oman í Havnar Klubba, har vit vit fingu okkurt at eta og at drekka. Talur vóðru hildnar og ymsir sangir blivu sungnir. Løtan var bara heilt góð. Nógvar konfirmatiónir vóru henda sunnudagin, so nógvir av okkara monnum kundu ikki vera við í Havnar Klubba, meðan aðrir máttu fara úr Havnar Kluba í konfirmatión. Áhoyrarnir í Vesturkirkjuni vóru rættiliga nógvir sjálvt um tað var konfirmatiónssunnudagur, so nógvir at eg bleiv paff, og áhoyrarnir sýntist at vera væl nøgdir. So samanumtikið ein deiligur dagur! Niðanfyri eru nakrar myndir:

26. apríl 2019

Frígjadagin 27. apríl 2019 klokkan 19:15 møttu vit í timburdeildini hjá Tórshavnar Skipasmiðju, har vit hitaðu upp og sungu nakrar sangir: “Føroyar mítt land”, “Were you there”, “I østen stiger solen op” og “Dimmið”. Orsøkin vartann, at vit skuldu oman í Müllers Pakkhús, har Lions Klubb Tórshavn fyri fyrstu ferð vóru vertir fyri tí árliga Distriktsfundinum sum annars er hvørt ár í kongaríkinum. Gestirnir komu til Føroyar fríggjadagin “pø a pø” og møttust í Müllers Pakkhúsi har pinnamatur, kaffe, vín, øl og alt møguligt var á skránni. Millum annað sungu vit áðurnrvdu sangir + “Side by side” fyri gestunum og tey vóru ógvuliga glað fyri sanginar. Dagin eftir var fundur úti í “Glasir”meðan konurnar vitjaðu Tinganes og Norðurlandahúsið. Alt ferðalagið skuldi eisini ein túr vestur í Vágarnar mánadagin og ein túr norður til Saksunar týsdag. Ferðalagið fór úr Føroyum aftur mikudagin. Eina hending sum Høgni Mikkelsen fortaldi (okkara 2. tenorur), var at hann leygardagin setti seg inn í Berlingobilin hjá sær uppi við Mariu Poulsen, tá bankaði onkur uppá rútin og Høgni helt at tað var onkur útlendingur sum var vilstur í Havn, men nei, – hann hevði hoyrt sangin hjá okkum úti í Müllers Pakkhúsi, tí hann var á distrikstfundi hjá Lions og hann kendi Høgna aftur og hann mátti líka fortelja honum hvussu væl  honum dámdi sangin,  – sera væl! Sig so tað!

3. mai 2019

Fríggjadagur 3. mai 2019, bleiv ein minniligur dagur fyri fleiri í Tórshavnar Manskóri. Vit høvdu játtað at syngja fyri nøkrum turistum úr Norra í Klæmintsgjógv í Hesti. Avtalað varð við RIB 62 at fara úr Gomlurætt út í Klæmintsgjógv í Hesti um trý tíðina, har vit skuldu bíða eftir norska ferðalagnum, ið taldi um hálvthundrað. Vit sungu so fyri teimum einar tríggjar sangir, og eftir tað fór norska ferðalagið í Stokkastovuna í Kirkjubø, har tey fingu ein betri bita. Tástani tá sluppu vit í land aftur, men samstundis fingu vit ein góðan túr í holunum eystan fyri í Hesti. Ein fantastiskur túrur søgdu teir, sum vóru við. Hesir vóru við: Helgi Nielsen, Suni Christiansen, Birgir Krossteig, Hans Pauli Joensen, Eyvin Emil Joensen, og Bent Tommy Linklett allir 1. tenorar. Kári Justinussen, Viggo A. Hansen, Dávid á Brúnni, Bárður Dam í Baijanstovu og Høgni Mikkelsen allir 2. tenorar. Jón Kragesteen, Georg Egholm, Suni Rasmussen og Ole Jensen allir 1. bassar. Petur Petersen, Brynjálvur I. Johansen, Sjúrður Norðbúð, Peter Christian Gram, Jan Arge Jacobsen, Kaj Kallsberg og Martin Andrias Kruse allir 2. bassar. Nevnast má at Høgni Mikkelsen var chefdirigentur tá sangararnir sungu “Føroyar mítt land”, “I østen stiger solen op”, “Ísland øgrum skorið” og “Ódn” fyri gestunum og “Eg minnist úr gomlum søgum” og “Þú alfvu vorrar yngsta land” bara fyri at prøva holið av!. Her eru nakrar myndir, sum Bárður Dam í Baijanstovu (2.tenorur) og Peter Christian Gram (2. bassur) hava tikið:

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

11. mai 2019

Leygardagin 11. apríl 2019 kl 14:45 møttu so gott sum allir mans á parkeringsplássinum uppi á NABB, har tann nýggi bussurin hjá MB bíðaði eftir okkum. Vit skuldu á kórstevnu í Løkshøll í Runavík. Vit høvdu ein góðan túr til Runavíkar, har konsertin byrjaði klokkan 16:00. Vit fingu eina stovu í Runavík har vit hitaðu upp og royndu at bøta um ymsar feilir. Vit skuldu inn sum nummar 9, og sangurin gekk av tí allarbesta: Kári Bæk dirigeraði “Kung liljekonvallen” og eg dirigeraði “Orðini”, og eg helt at tað varð nakað av tí besta eg havi hoyrt “Orðini”, og Kári var eisini væl nøgdur við sín sang. Aftur í ár var stevnan skipað sum ein kapping og í dómarapannelinum sótu Petra Iversen, Jon Hollesen og Unn Paturson og av onkrari orsøk vóru vit ikki millum trý tey bestu, men eg haldi sjálvur at “Orðini” var ein superframførsla. Vinnarar vórðu 1. Tarira, 2. “Gøtu Ungdómskór” og 3. “Tórshavnar Kamarkór” Áhoyrararnir sluppu eisini at avgera hvør fekk áskoðaraprísin og tað bleiv sjálvandi Gøtu Ungdómskór. Bussurin koyrdi til Havnar aftur klokkan 18:30, og tá vendu vit, sjálvt um konsertin ikki var liðug enn (hon bleiv stroyma og upptikin), nøsina heimaftur, eftir ein væleydnaðan dag. Vit fingu eisini okkurt gott í bussinum, og onkur vildi hava meir tá teir komu til Havnar og tað fingu teir eisini!!!!!

18. mai 2019

Leygardagin 18. mai 2019 kl 17:45 vóru fleiri mans møttir uppi á Frúutrøð har Musikkskílin heldur til. Vit hitað upp og sungu nakrar sangir í lítla eina løtu, tí vit skuldu oman á Skipafelagið at syngja klokkan 18:20 í sambandi við, at Skipafelagið helt sín 100 ára stovningardag. Eini 600 fólk vórðu boðin til tiltakið, sum varð hildið í tí heimasta pakkhúsinum. Á skránni var alt møguligt: ein móttøka við apperitif og musikki, millum annað skuldu vit syngja “Føroyar mítt land”, “Boðar tú til allar tjóðir” og “þú álfvú vorrar yngsta land”, eftir okkum skuldu Niklas og Lena syngja. Síðani varð borðahaldið, við undirhaldi og røðum, til í mesta lagi klokkan 24:00 og eftir tað spældi Chilli til dans. Um okkara luttøku kann eg bara siga, at uppmøtingin var góð (um 30 mans) og sangurin var OK, men háhoyrararnir larmaðu eitt sindur nógv, so eg veit ikki sum sangurin kom út til allar áhoyrararnar. Tað skal nevnast, ar vit vóru eisini við tá Faroe Ship hevði 95 ára hald 1. mars 2014.

24. mai 2019

Fríggjadagin 24. mai 2019 seinnapart møttu fleiri mans upp í sambandi við at Blika flutti í nýgg hølir í Smiðugerði 9 og skifti navn frá Blika til Arctic Import. Vit vóru um 20 mans, sum sungu “I østen stiger”, “Eg minnist ur gomlum søgum” og “Side by side”, har vóru ikki so nógvir áhoyrararir, men nakrir føroyingar og nakrir danskarar, sum vóru sera glæðir fyri sangin. Kári Bæk dirigeraði og hann segði, at tað gekst bara væl!

1. juni 2019

Leygardagin 1. juni 2019 við átta tíðina sungu vit í Sjónleikarhúsinum í Havn fyri Axel Lützhõft, sum helt sín 70 ára føðingardag fyri vinum og kenningum í Áarstovu í Sjónleikarhúsinum. Vit vóru “gávan” frá Birgir Krossteig við familju, og av tí, at Áarstovan var nakað trong sungu vit fyri gestunum í millumhøllini í Sjónleikarhúsinum og sangurin gekk bara heilt væl, – eins og fyri tíggju árum síðani. Uppmøtingin var eisini góð: Birgir, Tór Verland, Peter og Óskar. Sveinur, Jørgin Pauli, Høgni Mikkelsen. Jón, Martin. Hanus, Jóhann Petur, Rói, Sjúrður, Brynjálvur. Vit møttu ein hálvan tíma áðrenn í Villumgøtu 16 hjá Róa Næs fyri at hita upp og syngja nakrar sangir. Ynskið var at vit sungu “I østen stiger solen op”, “kom drekkið vínreyða skál við mær” og “Tjarnareyga”. Sangurin gekk væl og vónandi vóru fólk vælnøgd.

8. juni 2019

Leygardagin 8. juni 2019 klokkan 19:30 høvdu vit, – ikki bara vit, men Studentersangforeninge

Her er prentaðað konsertskráin í góðari góðsku

Myndir av Studentersangerne og TM

15. juni 2019

Leygardagin 15. juni klokkan 20:00 møttu teir, sum kundu á Frúutrøð fyri at hita upp og symgja nakrar sangir, tí vit skuldu oman á Panorama á Hafnia at syngja klokkan 20:30 Tað var Jákup á Dul, sum hevði biðið okkum um at syngja fyri vermóður hansara Siri, sum helt sín trýss ára føðingardag fyri vinum og kenningum á Panorama. Okkara uppgáva var at syngja “Dimmið”, “Eg minnist úr gomlum søgum” (Christian Andreasen spældi guitar) og “Side by side”. Hjá mær var tað ógvuliga specielt, tí har vóru bert tríggir 1. tenorar: Birgir Krossteig, Peter H. Niclasen og Hanus Højgaard. Og har voru bert nakrir fýra 2. tenorar: Áki Davidsen, Helgi Justinussen, Viggo A Hansen og Sveinur Tróndarsson. Haraftur ímóti vóru sera nógvir 1. bassar: Martin Persen, Georg Egholm, Jónfinn Petursson, Stein Fossá, Elias Simonsen, Suni Rasmussen og Ole Jensen. 2. bassarnkir vóru: Jóhan Petur Johansen, Hugo Samuelsen, Rói Næs, Christian Andreasen, Brynjálvur Johansen og Peter Gram. Tað ljóðaði, sum sagt specielt, og tað var tað eisini, men tað ljóðaði faktisk útmerka, og vónandi vóru áhoyrararnir eisini nøgd!?

18. juni 2019

Týsdagin 18. juni klokkan 16:30 skuldu vit syngja í WÜRTH, sum er ein nýgg sølubúð, sum Würth hevur latið upp í nýggju hølunum hjá Fróða á Smyrilsvegi, har, sum BSV (Bygningssnikkaravirkið) var. Sølubúðin hevur maskinur og tilbehoyr til ein og hvønn tørv! Vit sluppu, ein hálvan tíma fyrr, at hita upp og syngja nakrar sangir á HeilsuFrøðisliguStarvsstovuni har Áki Davidsen arbeiðir, og tað eru vit takksamir fyri. Vit vóru sera væl mannaðir og einir tredivu mans møttu til sangin í Würth. Eg var spentur uppá hvussu tað ljóðai í nýggju hølunum. Vit sungu eftir eina røðu “Føroyar mítt land”, “I østen stiger solen op”, “dimmið” og “Side by side”, og eg má siga at klangur var krystalklárur, – allar røddirnar hoyrdist sera klárt ígjøgnum hyllar við maskinum og skrúvum, so tað var eitt satt fornøjilsi. Eftir røðuna og sangin, varð boðið til pinnamat, turran fisk, spik og epli og eitt glas av víni. Eg haldi at teir donsku og føroysku gestirnir vóru væl nøgd. So ein góður dagur, og kanska eitt nýtt upptøkuhøli, – hvør veit!?

21. juni 2019

Fríggjadagin 21. juni kl. 21:00 sungu vit fyri í tiltakinum, sum Tórshavnar Kommuna nú í nógv ár hevur skipað fyri: summarsólstøður úti í Sandágerði. Tað er sjálvsagt longsta dag, og í ár var veðrið hampuligt, – ikki av tí allarbesta, kalt!. Eitt sindur áðrenn, sang og spældi Sámal Ravnsfjall í einar 20 minuttir og eftir tað sungu vit fyri í fimm sangum, sum toastmastarin Høgni Reistrup frá Býráðnum valdi. Síðani introduceraði Høgni Reistrup røðaran, Bergunn Kass, sum helt eina røðu. Eftir tað, sumgu vit fyri í triðmum sangum. So var okkara partur lokin, og síðani skipaði Andreas Sigurstein eini tvey kvæði, men tiltakið var eitt sindur brekað, tí har kom ein larmandi lastbilur frá Kommununi, sum bakkaði allan vegin frá Landssjúkrahúsinum oman millum spælandi smábørn, smábørn í barnavogni, skótum, sangarum, kvøðarum og annars hampafólki, tí ein ellar annar ideotur vildi hava talarastólin uppí lastina á hesum lorta lastbilinum, akkurát meðan tiltakið var hildið á sandinum!!!!???? Absolut ein góður máti at saboterað eitt tiltak sum hetta. Bálið var hesuferð á sandinum Argjamegin og skótarnir høvdu sum vant sølubúð við bollum og cacao, – Havnarmegin. Og sum vanligt stóð Niels frá Temaradio fyri tí tekniska. Vit vóru nógvir sangarar, okkurt um 20.

6. juli 2019

Leygardagin 6. juli skuldu vit syngja í Ólavskirkjuni í Kirkjubø klokkan 14:00 ella einar 10 minuttir eftir klokkan 14:00. Orsøkin var tann, at sonur Mouritz Mohr, Bjørn Mouritzarson Mohr og Tinnu í Garði Patursson skuldi giftast hvør við øðrum, og tað var, fyri brúðarparið, eitt surprise! Mouritz Mohr hevði biðið okkum um at syngja ein heilt serliga sang fyri teimum beint eftir vígsluna hjá Hera Joensen og tað var sangurin “Ver tú mær hjá”, øll 6 ørindini, sum Edmund í Garði – abbi brúðrina – hevur týtt. Vit vóru í svørtum og hvítum. Vit møttu ein tíma áðrenn á Frúutrøð har vit tóku røddirnar eina og eina, soleiðis, at vit dugdu sangin til lítar.Teir sum sungu við í kirkjuni vóru: Mouritz Mohr, Helgi Nielsen, Bent Tommy Linklett, Óskar Eiriksson og Jógvan Elias Winther Poulsen. 2. tenorar: Viggo A Hansen, Høgni Mikkelsen og Bárður í Bajanstovu. 1. bass: Jákup Wardum, Nicolai Balle, Sune Rasmussen og Stein Fossá. 2. bass: Jan A Jacobsen, Sjúrður Norðbúð, Brynjálvur I Johansen, Rói Næs, Hanus Joensen og Peter Gram. Sangurin gekk væl og brúðarparið er saman enn!

9. juli 2019

Týsdagin 9. juli kl. 20:00 sungu vit fyri Ingun Petersen, daman hjá Petur (Øl) Petersen, sum fylti háltrýss ár. Dagurin var hildin, fyri teim allar næmastu, við einum betri bita í Fútastovu, har CC. Johansen og seinni Íslendska konsulatið var. Matstovan er ikki so stór, so tað var umráðandi, at vit ikki vóru alt ov nógvir: Mouritz Mohr, Oskar Eiriksson, Bent Tommy Linklett og Helgi Nelsen sungu 1. tenor. Høgni Reistrup og Áki Davidsen sungu annan tenor. Jón Kragesteen, Peter Østergaard, Nicolai Balle og Jákup Wardum sungu 1. bass. Meðan Brynjálvur I. Johansen, Martin Andreas Kruse, Mads A. Winther og Petur Øl sungu 2. bass. Áðrenn vit sungu í Fútastovu møttu vit á Musikkskúlanum á Frúutrøð, har vit hitaðu upp og sungu sangirnar ígjøgnum. Síðani fóru vit til gongu oman á Fútastovuna, har vit sungu “Dimmið” og “Kom du ljüva” fyri Ingun og gestum teirra, men eisini teir útlendsku gestirnir tóku væl ímóti okkum og takkaðu fyri sangin, tí sum Petur skrivar til okkum dagin eftir: Hey Helgi. Stóra takk til tykkum allar fyri sangin í Fútastovu. Ingunn var sera fegin og rørd. Ferðafólkini fingu eisini eina góða uppliving.

20. juli 2019

Leygardagin 20. juli kl. 14:30 møttust so nógvir sum kundu á skúlanum á Trøðni, har vit hitaðu upp og sungu ein sang: “Jeg vil mig Herren love”. Orsøkin var tann, at Helgi Nielsen og Eva H. Bennicke seinni, klokkan trý, skuldu vígast av Hera Joensen presti í Vesturkirkjuni. So við vælvild frá Jan Christiansen, leiðara á skúlanum á Trøðni, sum læt okkum upp, sluppu vit at øva í skúlanum eina løtu áðrenn víglsluna. Síðani var fari yvir í Vesturkirkjuna har Heri prestur hevði sína triðju vígslu hendan dagin, og tað var Helgi og Eva. Eftir at prestiur hevði vígt tey sungu vit “Jeg vil mig herren love”, Peter Hentze Niclasen sang solo og tað riggaði sera væl hjá honum og eisini hjá kórinum, so takk fyri allir! At valgið fall á henda sálmin, var tí at Eva ynskti hann, um tað bar til, – og tað bar til. Undir venjing dagarnar frammanudan vóru røddirnar ikki heilt egalar tí har var eitt stórt undirskot av 2. tenorum, men tað hjálpti sera væl at nakrir mans komu afturat í síðstu løtu. Helgi er okkara sangari, situr í nevndini og heldur skil á nærum øllum, so tað var uppá sítt pláss, at heiðra hann og Evu við sálmasangi og kórsangi á ein virðiligan hátt. Tillukku!

21. juli 2019

Sunnudagin 21. juli kl. 15:40 møttust so nógvir sum kundu uppi í Norðurlandahúsinum, har Hanus Kamban kl. 16:00 skuldi leggja eina nýskrivaða bók um mentamannin Hans A Djurhuus fram. Hanus ynskti, at vit sungu nakrar sangir hjá Hans A Djurhuus og vit valdu “Eg elski teg land”, “Enn minnist meg tey høgu fjøll” og “Tit sum í fjørðu fóru”. Fyrst bjóðaði Hanus øllum vælkomnum, síðani precenteraði hann okkum við “Eg elski teg land”, síðani bjóðaði hann Páll Danielsen vælkomnum at lesa upp eina yrking í 7 pørtum. Eftir tað sungu vit báðar seinnu sangirnar áðrenn Hanus rættiliga tók orðið og greiddi frá lívið Hans Andreasar ( 1/2 tími ). Til allarsíðst skipaði eg og teir, sum vóru eftir í manskórinum fyri felagssanginum “Sildavalsurin”. Eg haldi at tað gekk nokk so gott hjá okkum, men tó ikki optimalt. Ein av grundunum kann vera at har vóru alt ov nógv fólk inni í Klingruni samstundis at hitin var ógvusligur.

26. juli 2019

Fríggjadagin 26. juli kl. 20:45 var tað meiningin at vit skuldu syngja niðri í Jónas Broncksgøtu hjá “Tummas Dam”, har Fróðskaparsetur Føroya heldur til, – niðast har kantinan er. Kristian Pedersen helt sín 80 ára føðingardag har fyri vinum og kenningum. Í grundini er Kristian verfaðir, okkara sangara, Eyvind Emil Jonensen, sum heldur saman við Erlu Mikkelsen, og Eyvind spurdi um vit kundu syngja fyri verfaðir sínum, og via ein tilmeldingarlista høvdu vit ikki færri enn 28  tilmeldaðar sangarar. Helgi mailaði út, at vit skuldu møta á Frúutrøð klokkan 20:10 til eina stytri venjing og upphiting. Tá klokkan var 20.20 vóru bara tveir 1. bassar og ein 2.bassur møttur upp (Jónfinn, Elias og Brynjálvur). So at ringja runt eftir bassum, onkur var í Nólsoy og onkur annar hevði gloym tað, og onkur hevði meldað avboð. Tað endaði við at Tór Verland fekk fatur í Martin Andreas Kruse og eg fekk fatur í Petur Nielsen og teir komu so skjótt teir kundu. So fóru vit oman at syngja, og eg haldi at tað gekk bara væl at syngja “Boðar tú..” og “Dimmið” og “Side by side” og gestirnir vóru væl nøgd, so tað var gott at fáa tveir bassar afturat. Av teim 28, sum høvdu meldað seg til møttu hesir: Mouritz, Oskar, Eyvind Emil, Egon, Hanus, Sveinur, Høgni Mikkelsen, Bárður, Jónfinn, Elias, Brynjálvur, Martin Andreas og Petur Nielsen. 

24. august 2019

Leygardagin 24. august hildu Sveinur Tróndarsson og konan, Annika, hundrað ára føðingardag saman uppi í hølunum hjá Dansifrøði. Veitslan var fyri vinum og kenningum, eini 200 til 300 í tali, vóru boðin við, millum annað teir flestu í manskórinum. Úr manskórinum høvdu um 23 teknað seg, men bert tveir 2. bassar og 1. bassar. Tað helt eg mátti gerast nakað við, tí har var óbalansa millum røddirnar. So vit kallaðu inn til eyka á Frúutrøð fríggjadagin klokkan 18:00 har vit sungu sangirnar ígjøgnum, og nú møttu fleiri 1. bassar og 2. bassar og vit avtalaðu at møta í Dansifrøði leygardagin klokkan 20:30, har vit hitaðu upp. Klokkan 21:00 sungu vit fýra sangir “Boðar tú…..”, “Dimmið”, “kom du ljuva” og “Side by side” fyri Sveini, Anniku og øllum gestunum, og eg helt faktiskt at tað var á rættiligari góðari leið!! Eftir tað kundi man fara heim ella í veistluna aftur. Vónandi vóru Sveinur og Annika glað fyri sangin: Bent Tommy, Oskar, Eyvind Emil, Súni, Tór Verland, Viggo, Helgi Justinussen, Líggjas, Høgni Reistrup, Áki, Bárður, Jónfinn, Regin, Stein, Peter Østergaard, Jón, Elias, Petur Øl, Brynjálvur, Martin Andreas, Brynjálvur, Hákun, Eirikur Hoffgaard og Petur Nielsen. Eg hoyrdi, at veitslan hevði verið framúr góð og at Sveinur og Annika ikki vóru komin heim fyrr enn dagin eftir klokkan 11:30!!!!!!

7. september 2019

Leygardagin 7. september klokkan 19:30 skuldi Tórshavnar Manskór vera við á tí fyrstu konsertini sum varð hildin í konsertsalinum í tí nýggja Musikkskúlanum úti á Landavegi nummar 84. Vit hava sagt “ja” fyri langari tíð síðani. Fyrst og fremst var tað fyri at royna akkustikkin í høllini, sum eitur “Hátún. Vit høvdu fyrireika okkum væl, tí vit øvaðu longu mikudagin áðrenn á gamla skúlanum á Argjum. Tíverri møttu ikki so nógvir upp, men vit royndu aftur til ljóðprøvan, sum varð klokkan 13:00 til 13:30 leygardagin, tá møttu nokk so nógvir upp og vónirnar vóru at vit kundu syngja “Orðini”, men tað bleiv av ongum, so vit konsentreraðu okkum um “Boðar tú …” og russiska sangin “Kol slaven”, sum umsettur til íslaendskt eitur: “Nú hnígur sól”. Vit øvaðu hann um aftur, og um aftur, og umaftur, – eisini tá vit hitaðu upp í “Tinnu” beint áðrenn konsertina. Á konsertini var fyrst ein fanfara og síðani komu vit, og vit sungu tað allarbesta, vit kundu og tað ljóðaði væl, kanska manglaði eitt sindur av rúmklangi, men røddirnar stóðu púra klárar. Konsertin bjóðaði upp nógv ymisk sløg av musikki bæði elekroniskan og akkustiskan musikk, men tað sum tók pippi frá fólki vóru allar ljóðroyndirnar, sum gjørdi at konsertin vardi yvir 2 tímar og trý korter, næstan tríggjar tímar. Men líkamikið, fólk vóru væl nøgd við sangin og sjálvt Martin Mouritsen, Ólavur Jakobsen, Ása undir Kletti, Kári Olsen og Andrea Heindriksdóttir søgdu, at tað ljóðaði væl, so tað man hava verið OK.

14. september 2019

Leygardagin 14. september klokkan 14:00 skuldi Tórshavnar Manskór vera við í Havnar Kirkju til jarðarferðina hjá Hans Mortensen. Hans Mortensen stovnaði SMS síðst í 70’unum, har við oftani hava sungið til øll møgulig tiltøk. Christian Andreasen ringdi til mín seint um kvøldi, tá tingingar vóru um at skipa nýggja samgongu, og spurdi um vit kundu syngja. Av tí at freistin var so stutt, var ikki hugsingur um at samla alt kórið, so eg segði at eg kundi ringja til 16 mans og spyrja um teir kundu syngja til jarðarferðina, og tað gjørdi eg so. Teir 16 mennirnir vóru, tá avtornaði, Peter, Mouritz, Jógvan Elias og Tór Verland. Magnus, Høgni Mikkelsen og Áki.Elias, Óli Jákup, Jón og Kári Bæk. Bjarni, Christian Mads, Kaj og Petur øl. Til jarðarferðina sungu vit “Jarðareygað” beint eftir at orglið hevði spælt ein stuttan inngang, og eftir annan sálmin sungu vit “Boðar tú….” og so kom talan og eftir hana sang so Martin Joensen. Síðani vóru tveir sálmar afturat í kirkjuni áðrenn leiðin gekk út á grøvina. Í himmalsins ódnarveðri sungu vit fyri úti í kirkjugarðinum, og tað gekk so nøkunlunda í øllum vindinum. Sangurin í kirkjuni, sum Kári Bæk dirigeraði, gekk bara heilt væl. Vónandi vóru øll nøgd.

19. september 2019

Hósdagin 19. september klokkan 13:00 møttu Tórshavnar Manskór í Vesturkirkjuni fyri at hita upp og syngja nakrar sangir, Orsøkin var tann, at okkara sangari í nógv, nógv harrans ár, Andrias Jessen Reinert, eftir longri sjúkalegu andaðist sunnudagin 15 september, og skuldi nú jarðast úr Vesturkirkjuni klokkan 14:00. Vit høvdu lovað at sungja tveir sangir: “Tit sum í fjøru fóru” eftir praeluduim  og “Jarðareygað” millum fyrsta og annan sálmin. Eftir prædikuna hjá prestinum Annemette Clemensen sang “Gamla gentukórið hjá Paula í Sandagerði” sangin hjá Paula “Nú aftnar dagur og tað kennist síla”. Vit sungu eisini fyri í felagssanginum líkasum vit eisini sungu fyri úti á grøvini. Tað gekk vist bara heilt væl við sanginum, sum eg skilji. Kári Bæk dirigeraði báðar sangirnar í kirkjuni, og annars gekktað bara heilt væl eisini úti á grøvini í ódnarveðrinum. Men OK.

24. september 2019

Týsdagin 24. september klokkan 19:00 skuldi møta í “Hugskotinum” á vestaru bryggju, fyri at hita upp og venja nakrar sangir, tí klokkan 19:45 skuldu vit syngja fyri øllum luttakarunum á Vest Norden Travelmart úti í matstovuni “Silo”. Matstovan “Silo” er við balkon, og vit stóðu har og sungu. Larmurin frá áhoyrarunum var nakað nógvur, men sangararnir sungu bara tað meira til. Vit sungu “Dimmið”, “Island øgrum skorið”, “Nuna asilasok” og til síðst sungu vit “Side by side” og tá vit endaðu sangin, kann eg garantera, at eingir áhoyrarar hoyrdist longur!Annars fingu vit hesa heilsan frá fyrireikarunum: “Tey hjá Visit Faroe Islands, sum høvdu umbiðið okkum, vóru sera vælnøgd við sangin og høvdu fingið nógvar positivar afturmeldingar frá luttakarunum. Onkur italskur kórsangari, sum var til móttøkuna, varð púra bergtikin og hevði róst okkum til skýggja”. Vit vóru sera væl mannaðir, og eg haldi, at sangurin var OK. Klokkan 20:05 var eg longu heima aftur, – enn ein góður dagur!

28. september 2019

Leygardagin 28. september klokkan 18:50 skuldi einir 16 sangarar úr Tórshavnar Manskóri møta íá parkeringsplássinum við ítróttarhøølina á Nabb har persónbilarnir blivu fyltir til ein túr til Klaksvíkar. “Ein túr til Klaksvíkar” varð veruleiki tí, at vit skuldu vera ein gáva til Jógvan Andreas Joensen, sum helt sín trýss ára føðingardag í Spaniastovu í Klaksvík fyri sínum vinum og kenningum. Tað vóru nakrar “damur” sum høvdu heitt á okkum um, at koma at syngja fyri Jógvan Andrias á hansara stóra degi. At tað vóru vit akkurát er allarhelst tí at vit hava havt eitt gott samstarv við Jógvan Andrias í millum nannað “Píkatráður og kertuljós”, sum er hansara sangur á Amnestifløguni og síðsta ár vóru vit e´samn um hansara lag “Afturhvarv”, sum er um sólarmyrkingina 20.mars í 2015. Hetta leygarkvøldið møttu hesir menn: Birgir Krossteig, Peter Hentze Niclasen, Bent Tommy, Oskar Eiriksson og Helgi Nielsen. Magnus Hansen, Áki Davidsen og Viggo A. Hansen. Jónfinn Petursson, Elias Simonsen og Ole Jensen. Kaj Kallsberg, Brynjálvur I Johansen, Petur Nielsen, Hanus Joensen, Eirikur Hoffgaard. Til hetta høvið var Hanus Joensen so beinasamur at vera leiðari fyri mennirnar og hann valdi eisini hesar sangirnar : “Ódn”, “Dimmið”, “þu alfvu vorrar yngsta land”, “Side by side” og “Kom du ljuva”. Hanus Joensen hevði fyrireika seg væl, so hann fortaldi um Waagstein, sum var ættaður úr Klaksvík og um sangirnar ivirhøvur. Hanus byrjaði við trimum teim fyrstu, tað var tað vit høvdu lovað “damunum” at syngja, og í øllum jublinum frá áhoyrarunum mátti Hanus Joensen biðja mennirnar syngja eykanumrini sum teir høvdu við. Rómurin var øgiligur, og blíðskapurin var størri, tí har bleiv boðið uppá mat og drekka. Um tíggju tíðina, ella eitt sindir seinni vóru menn aftur við parkeringsøkið uppi á Nabb. Jú tað gekk vist sera væl, og forrestin var tað gott at syngja í Spaniastovu, sjálvt um har var lágt til loft.

2. november 2019

Leygardagin 2. november kl. 12:00 hevði Musikklærarafelagið MLF sín árliga aðalfund, og Eg og Kári Bæk blivu nakað óvanta heiðraðir fyri okkara innsats í musikklívið í Havn og aðrastaðni við einari heiðurgávu uppá 10.000,-kr hvør, so vit blivu ikki sørt bilsnir, men eisini stoltir “sum pávar”. Seinni skuldi Manskórið syngja til borðhaldið hjá limunum í MLF, og í tí sambandi møttu vit í kirkjuhúsinum “Arnes Minde” fyri at hita upp og syngja nakrar sangir, og um átta tíðina fóru flest allir okkara oman í “Kaffihúsið”, sum liggur 20 metrar frá “Arnes Minde” at syngja fyri musikklærarunum. Kári Bæk tók sangin “Jarðareygað”, sum hann sjálvur hevur gjørt og eg tók útsetingina til “Were you there, when they crucified my Lord”, sum eg havi gjørt. Vit endaðu við “Side by side”, sum altíð ger lukku. Musikklærararnir haldi eg vóru væl nøgdir og eisini Sámal Petersen, sumupprunaliga bað okkum koma og syngja. Fyri meg og Kára Bæk varð dagurin minniligur á ein góða máta!

9. november 2019

Leygardagin 9. november kl. 18:30 møttu einir 40 mans við konum í “Matstovuni Silo” har sjónvarpið skuldi gera nýggjar upptøkur til nýggjárssendingina “Syngi við”. Umframt okkum vóru nøkur úr Tórshavnar Kamarkóri og nøkur onnur. Boðið varð við lekrum smyrjibreyði, vín kaffe og øl og so sjálvandi kakur og ein vælkomstsnaps. Kim Hansen spældi klaver til sangirnar og dugdi hann sera væl, og frammanundan høvdu vit valt einar 22 sangir, sum øll kunnu tralla við í. Umframt sungu vit tveir sangir: Eg minnist úr gomlum søgum” og “Kom drekkið vínreygað skál við mær” fyri manskór. Felagssangurin gekk bara heilt væl, so væl at menn, um tólv tíðina, fóru oman í býin fyri at syngja meir!!

15. november 2019

Fríggjadagin 15. november kl. 20:00 møttust so nógvir sum kundu í kantinuni á Skipasmiðjuni “Mest” fyri at hita upp og syngja nakrar sangir. Síðani, tvs. 20:30 møttu vit gomlu saltsiloini, sum er umgjørd til fyrilestrarhøli hjá Fróðskaparsetrinum (Kongshøll) og eina matstovu har næmingar og onnur kunnu fáa sær okkurt til matna.Í matstovuni “Silo” helt Ásvald Simonsen sín trýssára føðingardag fyri okkurt um 200 vinum og kenningum, ikki bara úr Føroyum, men eisini úr Íslandi, Danmark og Norra. Bróður Ásvald, Jákup Símun Simonsen, bað okkum syngja nakrar norðurlendskar sangir fyi gestunum og tað skuldi so verða hansara gáva til bróðurin Ásvald við einari stutta talu. Tað gjørdu vit so, og eg haldi at fólk vóru væl nøgd við at hoyra “Føroyar mítt land”, “I østen”, “Ísland øgrum skorðið”, “Boðar tú” og “Side by side”. Sjálvur hevði mær dámdt betri um vit syngu niðriundir og ikki uppi á balkonuni, men tað var vónleyst, har var einki pláss fyri gestunum, men hitt var eisini OK!! Vit vóru sera væl mannaðir einir 30 mans væl deilt millum røddirnar

30. november 2019

Leygardagin 30. november kl. 20:30 møttust, mitt í øllum teim nógvu jólaborhaldunum, so nógvir sum kundu í HB-húsinum fyri at hita upp og syngja nakrar sangir. Síðani, tvs. klokkan 21:00, gingu vit yvir í B36-húsið, har okkara annar tenorur, Viggo Akraberg Hansen, helt sín 75 ára føðingardag fyri familju, vinum og kenningum. Vit sungu tríggjar sangir “Føroyar mítt land”, “Dimmið” og “Side by side” fyri teimum 170 gestunum, og eg haldi, at tað gekk væl sjálvt um vit ikki vóru so nógvir. Vit vóru: Birgir Krosteig, Helgi Nielsen, Hanus Højgaard, Bent Tommy Linklett og Jógvan Elias Winther Poulsen. Jøtgin Pauli Johannessen, Sveinur Tróndarson, Bárður í Baianstovu, Kári Justinussen og Líggjas Høgnesen. Christian Kruse, Nicolai Balle, Jón Kragesteen og Elias Simonsen. Petur Petersen, Brynjálvur I. Johansen og Mads A. Winther. Sjálvur var eg við í borðhaldinum har forkunnigur matur frá Gutta Winther bleiv serveraðu saman við góðum talum, skemti frá Robert McBirnie og góðum dansitónleiki frá “Spaar5”. Ómetaliga hált var hetta kvøldið, og vónandi kom eingin illa fyri av tí!

8. december 2019

 Fyrst í desember á hvørjum ári skipar Tórshavnar Manskór fyri stórari jólakonsert í Vestur­kirkj­uni. Soleiðis verður eisini í ár og konsertin verður sunnukvøldið 8. desember klokk­an 19.30.

Kórið hevur, undir leiðslu av kórleiðarunum báðum, Bjarna Restorff og Kára Bæk, vant eina fjøl­broytta og áhugaverda skrá, og tað verður ta skránna, sum áhoyrararnir í Vesturkirkjuni sleppa at hoyra. 

Konsertin í ár er eitt sindur øðrvísi enn undanfarin ár, tí hesaferð fer mans­kór­ið at syngja tveir sangir saman við Daisy Johannesen Lolk, solisti, sum syngur sopran. Daisy Johannesen Lolk er ættað úr Klaksvík, men býr í Keypmannahavn, har hon syngur við Sokkelund Sangkor. Umframt hana vera møguliga eisini aðrir solistar við til konsertina.

Og so verður tað Árni Hansen, sum fer at hava klaverfylgispælið.

Eisini verður eitt gestakór við á jólakonsertini í ár. Tað hevur verið siður seinastu nógvu árini at hava gestakór við til jólakonsertina, og árið í ár er einki undantak í so máta. Í ár er tað Tórs­havnar Kam­arkór, undir leiðslu av Bernhardi Wilkinson, sum fer at syngja jólini inn sam­an við Tórs­havn­ar Manskóri.

Manskórið og Kamarkórið hava nokk so nógv til felags. Eitt er, at tey hava havt konsertir sam­an fyrr, seinast jólakonsertina í 2015, eitt annað er, at tey eru javngomul. Kamarkórið varð stovn­að í 1985 og Manskórið í 1986. Harumframt hava báðir kórleiðararnir hjá Tórshavnar Manskóri stjórnað Kamarkórinum okkurt tíðarskeið.

Tórshavnar Kamarkór er eitt sera virkið kór, sum hevur minst tvær stórar konsertir um árið. Skráin hjá kórinum spennir vítt, tí tey syngja alt frá krevjandi kórverkum til nýskrivaðan før­oysk­an kórtónleik, og tað sum liggur ímillum. Eisini er kórið javnan á kórstevnum og til ment­an­artiltøk uttanlands, og kórið hevur m.a. verið á vitjan í Uppsala, Slesvig, Gotlandi, Írlandi, París og New York.

Tórshavnar Manskór er eisini eitt sera virkið kór. Kórárið byrjar seinast í september og fram til summarfrítíðina í ár hevði kórið gott og væl 40 framførslur. Tvær stórar konsertir, eina í Vest­ur­kirkjuni á jólum og eina í Norðurlandahúsinum í juni, sum í ár var saman við Studenter Sang­foreningen úr Keypmannahavn. Afturat tí er hópin av øðrum framførslum við størri ella minni bólkum.

Kórið er væl fyri og undirtøkan at syngja við manskórinum er stór. Tað eru umleið 60 sangar­ar á listanum og nú jólakonsertin nærkast, eru umleið 50 mans til venjing.

Vit í kórinum gleða okkum til jólakonsertina og vóna at undirtøkan verður stór til konsertina, sum verður í Vesturkirkjuni sunnukvøldið 8. desember klokkan 19.30. 

– Møtið fjølment. Konsertin er ókeypis, men tit kunnu stuðla kórinum, um tit hava hug til tess, sigur Tórshavnar Manskór í tíðindaskrivi.

17. december 2019

Týsdagin 17. december kl. 20:00 møttust so nógvir av okkum, sum kundu niðri á Panorama á Hotel Hafnia. Orsøkin var tann, at SVF hevði leiga seg inn á Panorama fyri at gera eina skemtisjónvarpssending til nýggjárið 2019/2020, og til tað skuldu teir brúka Bill Justinessen, sum dugur væl at herma eftir Jenis av Rana og Tórshavnar Manskór til eitt innslag um at seta á stovn eina sendistovu í Jerusalem, sum Jenis hevur gingið og mailað um nú í eitt hálvt ár. Okkara uppgáva var at stuðla Bill Justinussen í niðurlaginum í kenda sanginum “Jerusalem”. Vit vóru har í knapt tveir tímar, í stívasta puss. Stuttligt!!!

20. december 2019

Fríggjadagin 20. december kl. 18:30 møttust allir, sum kundu í Havnar Klubba fyri at hita upp og syngja nakrar sangir tí, vit skuldu klokkan 19:30 syngja í Klubbanum fyri klubbalimum og øðrum, sum vóru komin at lurta eftir okkum. Vanligt hevur verið at Klubbin eisini serverar Gløgg fyri fyri gestunum og soleiðis var eisini í ár. Vit sungu í trý korter bæði jólasangir og annað Kári Bæk dirigeraði fyrru helvt og eg dirigeraði seinnu helvt. Tað er altíð deiligt at vera í Klubbanum tá fólk eru so glað og nøgd við sangin sum tey altíð eru. Eitt satt fornøjilsi!!

24. december 2019

Týsdagin 24. december (jólaaftan) er vanligt at Tórshavnar Manskór ferð yvir á Lágargarð at syngja fyri búðfólkunum. Tað hava vit gjørt síðani 1987, og tað gjørdu vit aftur í ár. Vanliga plaga vit at møta í kappellinum kl. 13.00, hesaferð eitt sindur fyrr (13:45). Síðani hita vit upp eina løtu og kl. 13.30 fara vit inn í samkomuhøllina, har vit hava eina kombinera guðstænastu/konsert. Hesa ferð, og undanfarnu tvey árini, hevur tað verið eitt sindur ørðvísi, tí “jólamaðurin” og jól fyri børnini var tikið av skránni. Guðstænastan var blivin stytt munandi og vit komu inn í salin eftir, at Ann Dahl Hansen hevði havt eina stutta andakt. Johan Restorff Jacobsen spældi orgul til sálmasangin Eftir sangin fóru búðfólkinini, saman við familju teirra, inn á eindirnar, har tey fingu ein drekkamunn. Vit, einir 40 mans, fingu ein góðan drekkamunn, og nøkur vøkur ynskir! Kári Bæk og eg vóru nøgdir við hesa 33. ferðina. Uppmøtingin var sera góð, sum altíð!!

27. december 2019

Fríggjadagin 27. december kl. 12:30 møttu so nógvir sangarar í manskórinum, sum kundu møta í gamla “Arnes Minde”. Har hitaðu vit upp og sungu nakrar sangir, tí vit skuldu yvir í Havnar kirkju at syngja fyri mammu okkara sangara, Jørgin Paula Johannessen. Mamma Jørgin Paula, Frynhild Johannessen, andaðist 22. dec. 96 ára gomul, og skuldi nú klokkan 13:00 fara úr Havnar kirkju, Jørgin Pauli hevði heitt á okkum um at syngja “I østen” beint eftir fyrsta sálmin, og tað gjørdu vit, umframt at vit stuðlaðu sálmasanginum í kirkjuni og sungu fyri úti á grøvini, har veðrið var rættiliga vánaligt. Vit vóru væl mannaðir, og eg haldi, at vit sungu væl, og a’ið í “hav”, “land” og “abild”, var næstan uppá pláss.

30. december 2019

Mánadagin 30. december kl. 19:45 møttu vit á Mikkjalstrøð nr. 16, hjá Hákun Mikkelsen, har vit hitaðu upp og sungu nakrar sangir, áðrenn vit klokkan 20:30 spákaðu yvir til grannan í nr. 18 har vit sungu fyri gullbrúðarparinum Harry & Duritu Davidsen. Vit sungu “Føroyar mítt land”, “Dimmið”, “Kom du ljuva” og “Side by side”. Orsøkin var tann, at okkara sangari, Hákun Steingrímsson, vildi hava okkum at syngja fyri verforeldrunum hjá sær, Harry og Durita Davidsen, sum høvdu gullbrúdleyp fyri vinum og kenningum á Mikkjalstrøð nr. 18. Allarhelst hevur tað spælt inn, at Harry Davidsen sang við Tórshavnar Manskóri av fyrstani tíð í 1986/87/88 og soleiðis var við til tær fyrstu framførslunar. Teir, sum meldaðu seg til tiltakið á Doodle vóru: Tórverland, Helgi, Bent Tommy, Hanus, Egon og Jógvan Elias. Bárður, Sveinur, Høgni, Jørgin, Jógvan og Áki. Jákup, Elias, Georg, Stein, og Ole. Jóhan Petur, Hákun, Petur N, Petur Øl, Peter Gram og Brynjálvur. Tíverri møttu ikki allir upp, men tað gekk álíkavæl og gestirnir vóru nøgdir, og ikki minst var tað hugnaligt at heilsa uppá Heina Davidsen sum var komin at heilsa uppá systrina Duritu. Ein góð løta!