Skip to content

Tiltøk 2000 – 2009

2000

1. januar 2000

sungu vit­ í Havnar Kirkju til 1000 ára haldið hjá føroysku fólkakirkjuni, sum Poul Jákup Thomsen skipaði fyri. Tiltakið byrjaði henda dagin og vardi árið út. Frelsunarherurin, Adventistarnir, ja snøgt sagt allir teir ymsu trúarbólkarnir í landinum gingu skrúðgongu inn í kór, har teirra umboð segði nøkur góð orð. Vit sungu sum ikki einaferð »Jeg vil mig Herren Love«, og Janus Trúgvason sang solo. Vit sungu eisini »Boðar tú..«. Sangirnir gingu væl, og SVF og ÚF tóku upp og sendu beinleiðis.

29. januar 2000

sungu vit til 1000 ára haldið hjá føroysku fólkakirkjuni, sum Poul Jákup Thomsen skipaði fyri. Hesuferð var tað Erling Poulsen, sum helt fyrilestur um »mangt er millum himmal og jørð«. Kórið sang nakrar sangir áðrenn og aftaná fyrilesturin. Einir 16 áhoyrarar váru og lurtaðu. Tiltakið var í Listaskálanum.

26. februar 2000

sungu vit í SMS har nakað væl av fólki var komið at lurta, serliga vóru tað ung sum lurtaðu.

?. mai 2000

?. mai 2000 sungu fyri teim brekaðu uppi í Norðurlandahúsinum. MBF hevði júst havt eina melodikapping, og júst henda dagin skuldu teir sum skipaðu fyri kappingini kunngera, hvør gjørdist vinnari av sangkappingini. Heri Kragesteen okkara trúgvi sangari ætlaði sær at vinna, – men!

14. apríl 2000

Fríggjadagin 14. apríl 2000 fóru vit til Suðuroy at feira 1000 ára haldið hjá føroysku fólkakirkjuni, sum Poul Jákup Thomsen skipaði fyri. 15. apríl sungu vit fyri teim gomlu á Tvøroyrar Ellisheimi, og síðan fóru vit til gamla skúlan á Tvøroyri, har Elsa Funding greiddi frá einum fyrilestri hjá Axel Tórgarð um Peter Dass. Vit vóru bert 23 sangarar, men tað gekk væl. Um kvøldið skipaðu vit fyri einari konsert í Vágs kirkju har 60 áhoyrarar vóru møttir. Á konsertini sang Peter H. Niclasen tveir sangir meðan Árni Hansen spældi upp á klaver. Høgni Højgaard sang ein sang burtur úr Glunterna meðan Bjarni Restorff spældi klaver, og forrestin sang Høgni eisini solo í »Jeg vil mig Herren Love«. Vit gistu á Hotel Øravík, og har var alt sum tað skuldi vera. Vit fóru heim aftur sunnudagin 16. apríl.

30. apríl 2000

sungu vit í Hesti til 1000 ára haldið hjá føroysku fólkakirkjuni, sum Poul Jákup Thomsen skipaði fyri. Veðrið henda dagin var av tí allar besta, og blíðskapurin var eisini av tí allar besta. Tann einasti, sum var í føroyskum klæðum var Torleif Samuelsen, sum forrestin eitur tað sama sum abbi mín. Abbi hansara Andrass Samuelsen og langabbi mín Frants Restorff vóru vinmenn.

10. mai 2000

sungu vit í Listaskálanum til ein fyrilestur hjá Ingu Dam um »Ta føroysku Kirkjuna« og loysing. Tað var í samband við 1000 ára haldið hjá tí føroysku kirkjuni, sum Poul Jákup Thomsen skipaði fyri. Eitt sindur av fólki var komið saman at lurta, og tað ljóðaði vist hampuligt.

10. mai 2000

sungu vit í høllini á NABB, har ein »grannastevna« var. Pauli Jacobsen skipaði fyri. Tiltakið var fyri harmonikuspælarar burtur av, men vit skuldu vera við saman við Óla Johannesen og Juul úr Leirvík, har vit sungu einar 5 sangir. 1) Skútur brátt stevna.. 2) Rosa på ball 3) Eg minnist úr gomlum søgum 4) ein annan av Evert Taube og 5) Klara stjärna. Fleiri hildu, at tað ljóðaði væl.

13. mai 2000

Skipaðu vit, tað er manskórið og damurnar hjá teimum, fyri einum dansikvøldi í Sjónleikarhúsinum í Havn. Vit høvdu fingið JuliannuBoys at spæla. Billettin kostaði 100,- kr., og keypast kundi piss-øl, breyð og sodavatn í langum banum. Tiltakið gav einar 10.000,- kr.

1. juni 2000

sungu vit nakrar sangir í samband við kórstevnuna. Um hetta mundið kom Karlakór Keflavík á vitjan og luttóku teir eisini á kórstevnuni, sum gestakór. Vit sungur somuleiðis íslendskar sangir saman við teimum.

2. juni 2000

sungu vit til konsert saman við Karlakór Keflavíkur í Kommunuskúlaauluni, teir sungu einar 17 sangir út í eitt við klaverfylgispæli, vit sungu einar tveir sjálvir, og einar tveir saman vit teimum. Teir deildu vimplar og flaggstengur út til høgru og vinstru, men ov seint varnaðust teir, at tann íslendski konsulin Poul Mohr var til staðar, so hann fekk bara ein vimpul tí eingin flaggstong var eftir. Um 150 fólk lurtaðu. Eftir konsertina bjóðaði Heðin Mortensen vegna Havnar Klubba øllum luttakarunum oman í Havnar Klubba til ein einkultan snaps (2cl.) og onga øl.

9. juni 2000

sungu vit umborð á einum svenskum skipi, einum framsýningarskipi, sum vísti fram gamlar norðurlendskar bátar og annað. Vit sungu nakrar sjómannssangir – teir, vit hava upp á lagur – og Stein Fossá og Kjartan Mohr spældu upp á guitar.

10. juni 2000

Drotningin vitjaði Føroyar um tað mundið í sambandi við 1000 ára haldið fyri kristindómin í Føroyum. Poul Jákup Thomsen skipaði fyri. Í tí sambandi skuldi ein ellla onnur Bíblia handast onkrastaðni í Havn. Fyrst skuldu vit syngja í Havnar kirkju, síðani í Listaskálanum fyri Drotningini, – men tað bleiv so sungið leygarmorgun kl. 11 fyri ymsum geistligum persónum í Listaskálanum, áðrenn tey fóru ein busstúr til Tjørnuvíkar. í Listaskálanum var danski kirkjumálaráðharrin og ein hópur av norðurlendskum prestum, biskuppum og viðheng. Í føroyskum klæðum sungu vit (fyri fyrstu ferð uttan mappu?), og tað gekk væl. Skráin var henda:

14. juni 2000

sungu vit í sjónleikarhúsinum til ein ella annan nátturða fyri biologum úr flest øllum europeiskum londum. Teir høvdu ráðstevnu í Havn. Vit vóru bert fáir mans , men tað gekk hampuliga væl. Skráin var henda:

18. juni 2000

høvdu vit konsert í Norðurlandahúsinum, áðrenn vit fóru til Eysturríki. Har var nærum fullsett í Norðurlandahúsinum, um 300 fólk, men tá avtornaði fingu vit bert avrokning fyri umleið 100 fólk – tað var eitt sindur snópisligt! Fólk lótu annars væl at konsertini, sum vardi einar tveir tímar og tíggju minuttir við pausu. Við á konsertini vóru millum annað Juul úr Lorvík og Óli úr Fuglafirði, sum báðir spældu harmoniku. Vit framførdu annars vetrarkæti fyri fyrstu ferð Skráin var henda:

24. juni 2000

høvdu vit, sum fyrireiking til túrin til Eysturríki, eina konsert í Kambsdali. Vit vóru, sum ikki einaferð, í føroyskum klæðum, meðan vit millum annað sungu vetrarkæti við paukum og øllum, sum hoyrir til. Skráin var henda:

1. juli 2000

sungu vit til eina stóra gallaveitslu upp í Badmintonhøllini. Tað var Tryggingarfelagið Føroyar, sum hevði trýss ára hald, og eisini var tað stjóraskifti. Vit sungu allir í føroyskum klæðum í einar tjúgu minuttir ella so, og eftir tað vóru fyriskipararnir blíðir og týðir. Skráin var henda:

9. juli 2000

vóru vit gestir hjá Søllinge Mandskor (blíð og týð og privat gisting), har vit høvdu eina heila konsert í Nr. Lyndelse Kirke. Konsertin var sera lang yvir ein tíma út í eitt, men tað var ein góður generalprøvi áðrenn vit skuldu av stað til Linz í Oberösterreich. Kirkjan var stúgvandi full av áhoyrarum. Finni eg skránna skal eg seta hana her!

12. juli 2000

sungu vit til kapping nr. Q14 (Q stendur fyri Qualification) í Ursulinenhof í Linz. Vit sungu »Vit eru Føroyingar« (Úlvur við Høgadalsá og Peter H. Niclasen sungu solo), »Jeg vil mig Herren Love« (Magnus Hansen sang solo), »Orðini« og »Landkjending« har Úlvur við Høgadalsá sang solo. Vit fingu Silber9 við 19,05 stigum av 30 møguligun stigum og soleiðis sungu vit okkum víðari í kappingini, – vit løgdu »immervech« 2/3 av øllum teim luttakandi kórunum í okkara bólki afturum.

12. juli 2000

sungu vit til konsert í einum gomlum Benadiktinarakleystri í bygdini Lambach (ikki júst tað sama, sum ein føroysk bygd). Vit høvdu konsertina saman við Männerchor »Harmonie« Erkner 1884 e.V. úr Týsklandi. Konsertin var lang, umframt at Mads A. Winther og vit, vístu teimum føroyskan dans og banda dans. Jákup Reinert Hansen var frásøgumaður, júst sum hann var bæði í Havn og Nr. Lyndelse. Finni eg skránna so skal eg seta hana inn her!

14. juli 2000

sungu vit til eina kapping í Eysturríki. Kappingin hevði nr. W14 og var í Ursulinenhof í Linz. Sangirnir, sum vit høvdu valt vóru hesir: Vit eru Føroyingar (Kvæði fremsta framtakskappa landsins) Peter H. Niclasen og Úlvur við Høgadalsá sungu solo. »Jeg vil mig Herren Love«, har Magnus Hansen sang solo. »Landkjending« av Edv. Grieg, har Úlvur við Høgadalsá sang solo og til síðst »Regin Smiður« har Heri Kragesteen sang solo. Vit fingu Silber við 65,88 stigum av 100 møguligun stigum, men hesaferð løgdu vit bert 1/3 av øllum kórunum afturum okkum!!

Myndirnar frá ferðini 7. til 17. juli til Eysturríkis kunnu síggjast her

28. juli 2000

28. juli 2000 sungu vit Ólavsøkumorgun í Havnar kirkju til guðstænastuna. Allir menninir sum kundu, vóru við. Vit høvdu øvað allar felagssangirnar saman við Oddvør Johansen. Sjálvir sungu vit teir báðar góðu sangirnir hjá okkum »Jeg vil mig…« (Magnus Hansen) og »Boðar tú til…«. Teir gingu heilt væl í føroyskum klæðum. Har var rættiliga heitt í kirkjuni, so sveittin dreiv av okkum. úr kirkjuni fóru fleiri av monnunum niðan á tinghúsvøllin at syngja viðari í ólavsøkukórinum, sum Ólavur Hátun og Sunleif Rasmussen áttu. SVF og ÚF tóku upp, teir sendu eisini beinleiðis.

27. august 2000

sungu vit í Vesturkirkjuni á 25 ára haldi teirra. Allir menninir, sum kundu vera við vóru við. Vit sungu Heilig, Heilig, Heilig ella »Zum Sanctus« av Fr. Schubert og »Boðar tú til allar tjóðir« av J. Patursson og Johan Schop, síðstnevndi sangur gerst bert vakrari og vakrari. Vit vóru pent ílætnir. Aftaná tiltakið fingu vit kirkjukaffi uttan nakað í.

6. november 2000

Sungu vit í Kirkjubøar Kirkju. Løgtingsskrivstovan við Ernst Olsen hevði biðið okkum um at syngja fyri nøkrum gestum teir høvdu í samband við at Útnorðurráðið hevði fund í Havn. Teir lótu væl at. Vit vóru: Fyrsti tenor: Mouritz Mohr, Birgir Krossteig, Mikkjal Mikkelsen. Annar tenor: Høgni Højgaard, Viggo A. Hansen, Jørgin P. Johannessen, Áki Davidsen. Fysti bass: Johan R. Jacobsen, Ole Jensen, Suni Rasmussen, Kenneth Samuelsen. Annar bass: Heðin Johannesen, Christian Andreasen, Andrias Reinert, Úlvur við Høgadalsá Mads A. Winther og Bjarni Restorff. Vit sungu sangirnar Sangerhilsen, Jeg vil mig Herren love (Høgni Højgaard sang solo), Føroyar mítt land og Poor Man Lazarus har Andrias Reinert eigur soloina.

9. desember 2000

9. desember 2000 sungu vit í Norðurlandahúsinum, og høvið var at Christian Matras varð heiraður. Vit vóru bidnir at syngja og vit sungu eftir ynski frá Maud »Upp alt, ið Harrin hevur gjørt«, so hann bleiv gjørdur fyri manskór til høvið, umframt hann sungu vit »Orðini« hjá Róa Patursson og »Eg fann teg í kvæðum«. Tey strangu boðini um búnan vóru: svartar skógvar, hosur, og buksur, hvíta skjúrtu og firvald (butterfly)!

10. desember 2000

10. desember 2000 kl. 20:00 vóru vit við á einari jólakonsert í Vesturkirkjuni. Vit høvdu fingið somu strangu boð um búnar: svartar skógvar, hosur, og buksur, hvíta skjúrtu og firvald (butterfly). Við á konsertini var eitt dreingjakór úr Kommunuskúlanum, sum sang melodiin til sangin »Vit rætta várar hendur«, sum Hans Jørgensen hevði umyrkt eftir Rimestad, – sangurin klingaði sera væl. Umframt sungu vit »Eitt barn er føtt í Betlehem« saman við dreingakórinum, og eisini »Orðini«, »Stemning« og »Panis Angelicus«.

14. desember 2000

Hóskvøldið 14. desember 2000 kl. 19:30 sungu 12 mans til eitt jólahald, sum Landsbankin hevði í Listaskálanum. Av tí at vit ikki vóru so nógvir so sang ein kvaret Tell me why, meðan allir hinir sluppu at syngja við uppá »Sangerhilsen«, »Jeg har så græsselig ondt i min mave«, »Gleðilg jól« og kanska onkran annan.

16. desember 2000

Leygardagin 16. desember 2000 høvdu vit eina konsert í kommunuskúlaauluni. Vit vóru ikki einsamallir, tí vit høvdu konsertina saman við einum Gentukóri, Tórshavnar Kamarkóri og einum Dreingjakóri, og seinni um kvøldi høvdu vit jólaveitslu í Hornahúsinum? Kekka líka!

16. desember 2000

16. desember 2000 høvdu vit manskórsveitslu í Hornahúsinum, og sjálvandi við makað. Veitslunevndin hevur gjørt alt klárt til eitt megnar kvøld, og vit undirhildu okkum sjálvum, og tað riggaði sera væl.

24. desember 2000

24. desember var jólahald á Lágargarði, og sum vant vóru vit við. Vit møttust kl 12:45 í kapellinum á Lágargarði fyri at hita upp til Guðtænastuna kl 13:30, og aftaná sungu vit nakrar sangir.

2001

9. januar 2001

9. januar 2001 vóru vit líkasum bidnir, at standa fyri sanginum til nýggjárskonsertina, tí nýggjárskórið skuldi vera – ikki blandað kór – men manskór. Vit 30 til 40 mans maktaðu ikki nógv móti einum heilum symfoniorkestri, so vit máttu út at finna sangarar, sum kundu stuðla undir. Á hesu konsertini hevði prgrammnevndin set tey mergjaðu kórverkini »Landkjending« og »Soldatakórið« hjá verdi á skránna. Solistur í »Landkjending« var eingin annar enn Úlvur við Høgadalsá, sum megnaði uppgávuna til lítar. Tíverri noyddist vit at syngja oftani, tí Eimskip hevði keypt eina konsert leygardagin, har innboðin skuldu møta kl. 18:00, meðan vit aftur sunnudagin skuldu syngja kl 16:00 og kl. 19:30, so tað var ein ordans umgangur fyri solist, kór og orkestur!

10. februar 2001

10. februar 2001 helt okkara sangari Georg Egholm trýss ára føðingardag uppi í Sjónleikarhúsinum. Og blíður sum hann var og er, bjóðaði hann sangarunum við til haldið, og afturfyri sungu vit sjálvandi nakrar sangir, sum hóskaðu til eina veitslu. Bæði hann og vit vóru væl nøgdir aftaná.

12. mars 2001

Mánadagin 12. mars 2001 kl. 20:00 vóru vit sum vant í ÚF. Men hetta kvøldið hevði Sjónvarp Føroya biðið okkum um at syngja sangin »Kristoffur Kolumbus« uppá band fyri teir, tí SVF hevði planir um vísa eina italska seriu. Serian skuldi hava føroyska talu, og fyrireikararnir hildu eisini at tittullagið skuldi syngjast á føroyskum, og tað bleiv Jón Svein Heinesen, sum fekk uppgávuna at taka okkum upp á band, og tað gekk vist væl, – serian var í hvussu so er væl dámd.

21. apríl 2001

Leygarkvøldið 21. apríl 2001 var Prix Føroyar uppi í Norðurlandahúsinum. Tiltakið Prix Føroyar varð við okkara luttøku. Vit sungu ein sang saman við bólkinum “All that rain”. Konsertin bleiv send beinleiðis í sjónvarpinum og útvarpinum.

5. mai 2001

Fríggjakvødið 5. mai 2001 vóru vit uppi á Hotel Føroyum og sungu »Sangerhilsen«, »I østen«, »Klara stjärna«, »Ísland« og »Føroyar mítt land« og umframt kvóðu vit »Stolt Signild«. Grundin var tann, at »Team Norden« hevði fund 3. til 6. mai í Føroyum við fyrilestrum og øðrum. Torfinn Høgaard var ein av teimum, sum stóðu fyri tiltakinum, og hann bað okkum um at syngja – í føroyskum búna! – norðurlendskar sangir og kvøða fyri gestum sínum kl 20:30. Vit møttu allir kl 21:30 í rúmi 117 fyri at hita upp. Mads og Heri og skipaðu.

29. apríl 2001

Sunnudagin 29. apríl 2001 kl. 16:00 høvdu vit konsert uppi í Norðurlandahúsinum. Upprunaliga skuldi konsertin vera 28. apríl, men av tí, at tað enn ikki var ruddað eftir PRIX Føroyar, mátti konsertin útsetast. Konsertin var sera fjøllbroyt, tí fyrst sang Janus Trúgvasson einar tveir sangir(»Longsul« og »Gluggaop«), sum hann sjálvur hevði gjørt, síðani spældu Árni Hansen og Bjarni Restorff tvey stykkir fyri tjúgu fingrar (ella fýra hendur) eftir Fr. Schubert og Edv. Grieg (»March Miltaire« og »Norskan dans no. 1«), Manskórið sang nakrar sangir einsamallir og einar tveir sangir saman við solistinum Gunhild Andreasen (»Nobody knows the troubles I’ve seen« og »Swing low, sweet chariot«) meðan Árni Hansen og Peter H. Niclasen framførdu »Ständchen« hjá Fr. Schubert. Og eisini sang Barbershop kvartettin »Tell me why«. Her er skráin:

19. mai 2001

Leygardagin 19. mai 2001 kl 11:30 sungu vit til eina Matiné í Havnar kirkju. Tað var organisturin í Havnar kirkju Oddvør Johansen, sum skipaði soleiðis fyri, at vit kundu syngja í kirkjuni í einar 30 minuttir. Sangirnir vóru hesir:

26. mai 2001

26. mai 2001 var eitt harmonikatreff uppi í ítrottar høllini á Hálsi, sum vit luttóku í.

10. juni 2001

Frá 6. juni til 11. juni høvdu vit vitja av tí norska Manskórinum Breistein, sum dagliga heldur til í útkantinum við Bergen. Samstundis sum teir vitjaðu okkum, høvdu vit í Føroyum eina heldur forkunniga vitja av fyrrverðandi heimsmeistaranum í talvi Kasparov. Hann telvaði móti øllum teim bestu telvarunum hjá okkum, og flest allir vóru teir við skerdan lut. Fyri at vísa fyrrverðandi heimsmeistaranum eitt sindur av Føroyum – uttan talv – var ein mentanarløta uppi í Norðurlandahúsinum sunnudagin kl 16:00, har, millum annað, Tórshavnar Manskór í føroyskum klæðum sungu einar 5 sangir, og gestir okkara manskórið Breistein sang eisini. Vit royndu at syngja á russiskum og kórini bæði sungu »Konglijekonvalje« saman. Tað riggaði vist útmerka og vit fingu allir eitt smíl frá heimsmeistaranum tá vit sungu á russiskum!?

10. juni 2001

Sunnukvøldið kl. 20:00 hevði Tórshavnar Manskór saman vit manskórsgestunum Breistein úr Voss, konsert í Kommunuskúlaauluni, har vit framførdu í gott og væl ein tíma. Vit sungu hvør sær og einar tveir sangir saman, og eftir tað, høvdu vit eina hugnaløtu saman áðrenn teir dagin eftir skuldu heim aftur til Norra við Norrønu.

26. juli 2001

26. juli 2001 høvdu umleið 25 mans eina framførslu uppi í veitsluhøllini á Hotel Føroyum. Tað var Eyðun Poulsen sum vegna Smyril Line, hevði heitt á okkum um at syngja fyri einum norskum bóndafelagi úr bygdini Voss, sum var og ferðaðist í Føroyum um tað mundi. Við í ferðaliðnum var føroyingurin Sniðálvur Jóanesarson, sum var frásøgumaður hetta kvøldi og hevði lagt dent á, at Tórshavnar Manskór skuldu syngja fyri teimum í 20 minuttir. Størstu ynskjini vóru, at vit sungu í føroyskum klæðum, og at vit millum annað sungu »Dýrd á vík og vág«, tað gjørdu vit so kl. 20:30. Eftir okkum kom Havnar Dansifelag.

18. august 2001

Leygardkvøldið 18. juli 2001 vóru vit í høllini á Hálsi. Kiwanis felagsskapurin hevði heitt á okkum at syngja nakrar sangir fyri sínum 600 gestum, sum vóru til eitt tiltakið, teir høvdu uppi á Hálsi. Vit sungu í 20 minuttir bæði á føroyskum, íslendskum og norskum, og fólk vóru væl nøgd.

20. oktober 2001

Leygardagin 20. oktober 2001 kl. 16:00 var konsert í Gøtu kirkju. Orsøkin til hesa konsert var, at Tórshavnar Manskór í eina heila viku hevði havt Erik Kamp Hansen sum gestadirigent. Vit høvdu boðið honum til Føroyar frá 12. til 21. oktober (innkvarteraður privat hjá Mads Winther, Aksel Haraldsen og Birgir Krossteig) við tí fyri eyga, at geva okkum inspiratión. Við sær hevði hann nógvar góðar sangir, sum vit øvaðu hvønn einasta dag Erik vitjaði okkum, og sum áhoyrarnir kundu hoyra á konsertini í Gøtu kirkju. Útvarpið gjørdi nakrar upptøkur, sum teir sendu sunnudagin eftir, og eitt sindur av reklamu fingu vit, tí útvarpið hevði eina beinleiðis samrøðu við Erik Kamp Hansen fríggjadagin áðrenn konsertina. Vit vóru í Gøtu frá kl 13.00 inntil vit fóru til Havnar aftur kl. 18.00, og direkta í Gamla Realskúlan, har ein lítil samkoma var fyri Erik Kamp Hansen – og okkum!

21. oktober 2001

Sunnudagin 21. oktober 2001 helt bygdin Elduvík ein rundan føðingardag, og tað var kikjan sum helt sín trýss ára føðingardag. Í tí sambandi sungu vit nakrar sangir í kirkjuni.

2. november 2001

Fríggjakvøldið 2. november 2001 vóru vit í einari beinleiðis sending í Útvarp Føroya. Tá royndi ÚF at hava »live« musikk hvørt fríggjakvøld, og nú var so túrurin komin til okkara. Vit sungu okkurt sum Edvard Nyholm Debes hevði langt til rættis, og vit sungu onkuntíð millum kl. 19:00 og kl. 20:00.

??. ? 2001

Framførsla í Havnar Klubba

24. desember 2001

Mánadagin 24. desember 2001 vóru vit sum vanligt er, uppi á Lágargarði. Har var tað enn einaferð jólahald fyri búðfólkunum og teim nærmastu, – eisini børnunum! Har hevur prestur jólaguðstænastu, búðfólkið syngur sálmar, aftaná syngja vit, og tá vit eru lidnir, dansa børnini um jólatræðið og fáa ein jólapakka. Eftir tað fer búðfólki inn á »eindirnar« við sínum skildfólkum har tey hugna sær. Vit sungu hesaferð hesar sangir: »Mítt hjarta tilhald hevur«, »Jólaklokkan«, »Gleðilig Jól«, »Nú andar«, »I dit Rige« og »Furuskogen«.

2002

14. mars 2002

Hósdagin 14. mars 2002 vildi Sjónvarp Føroya hava okkum í studio at gera eina sending við Manskórinum. Sendingin skuldi vera ein vangamynd av manskórinum og tí lívinum, sum fylgir við, men tað bleiv tað ongantíð. Men vit gjørdi so sendingina við solistum sum td. Kára p. í »Skygni«, Peter H. Niclasen í »I dit rige« og fleiri øðrum. Sendingin bleiv gjørd í Vørðsluni har millum annað Ragnar C. Jacobsen stóð fyri upptøkunum, meðan Edward Fuglø stóð fyri kolissunum.

4. juni 2002

Týsdagin 4. juni 2002 voru fleiri av limunum í Tórshavnar Manskóri uppi á Hotel Føroyum og sungu. Tað var Fiskimálastýrið sum hevði ráðstevnuna NASCO í døgunum frá 3. til 7. juni við umboðan úr fleiri tjóðum og henda týsdagin vildu fyrireikararnir av tiltakinum, Green Gate Incomming, hava okkum niðan at syngja fyri gestunum kl. 9 um morgunin í 15 minuttir, beint eftir at Jørgin Niclasen hevði sett stevnuna. Vit sungu sum avtalað varð í føroyskum klæðum kl. níggju um morgunin!!!

9. juni 2002

Sunnudagin 9. juni 2002 høvdu vit konsert í Vesturkirkjuni við okkara gestadirigenti Hans Iversen. Hans Iversen sum vanliga býr í Norra, starvaðist í Føroyum um hetta mundi, og tað gjørdu vit okkum dælt av, so hann undirvísti ikki bara børnum í sangi, men eisini okkum í ein heilan vetur. Úrslitið av hesi undirvísing skuldi vísast fram á eini konsert, upprunaliga í Norðurlandahúsinum, men har kom alt møguligt í vegin, so við góðum vilja frá starvsfólkunum í Vesturkirkjuni sluppu vit at hava konsertina har kl.?. Konsertina tók Finnur Hansen upp á band fyri Útvarp Føroya. Á konsertini var alt møguligt á skránni, sum tygum kunnu síggja her:

3. august 2002

Leygardagin 3. august 2002 luttóku vit á Listastevnuni, sum Norðurlandahúsið skipaði fyri. Vit skuldu vera við tá stevnan varð sett í konsertsalinum í Norðurlandahúsinum. Tróndur B. Hansen hevði skrivað musikk til setanina, og Ernst Sondum Dalsgarð framførdi. Fyri at fáa okkurt annað bóðu tey Tórshavnar Manskór um at framføra Regin Smið fyri manskór soleiðis, sum hann skuldi framførast við guitar, paukum, solisti og manskóri. Vit høvdu styrkt Manskórið eitt sindur, øvað nógv, og so høvdu vit fingið Ólavur Jakobsen at spæla guitar í føroyskum klæðum, Kára Olsen at spæla paukur í føroyskum klæðum, Fróða Sandoy at syngja solo í føroyskum klæðum og eitt styrkt Tórshavnar Manskór sang Regin Smið í føroyskum klæðum. Tað gekk vist rættiliga væl, tí øllum áhoyrarunum dámdu væl framførsluna.

10. august 2002

Leygardagin 10. august 2002 sungu vit tíverri til jarðarferðina hjá Kára D. Petersen, sum í nógv ár var sangari í manskórinum. Vit møttust í útvarpinum kl. 11:30 fyri at øva tað vit skuldu syngja til jararferðina úr Vesturkirkjuni kl. 13:00.

21. september 2002

Leygarkvøldið 21. september 2002 sungu vit nakrar sangir til eitt tiltak, sum ítróttar Samband Føroya (íSF) hevði í Müllers Pakkhúsi. Áheitan var komin frá ferðaskrivstovuni Grenn Gate Incomming um at fáa okkum at syngja fyri teim trýss útlendskum gestunum, sum vóru við til tiltakið. Kl 21:00 skuldu vit syngja fyri gestunum í einar 15 minuttir í føroyskum klæðum, umframt at tveir av okkum skuldi skeinkja tá gestirnir komu kl. 19:45. Hilmar Jan Hansen, sum var »Toastmaster«, presenteraði okkum pent árenn vit sungu, og álitið, at skeinkja við inngongdina tá gestirnir komu, fingu Oskar Eirikson og Finnur Joensen.

28. oktober 2002

vóru vit uppi í útvarpinum og gjørdu fleiri upptøkur av “Eitt dýpi av dýrari tíð” hjá Jens Paula Heinesen og Elin Heinesen. Upptøkurnar skuldu brúkast í filminum um Jens Paula Heinesen. Gulla Øregaard bað okkum um at syngja, og tað var vist hon, sum var »primus motor« soleiðis, at filmurin bleiv til veruleika.

2. november 2002

Framførsla í SMS, sum fylti 25 ár

14. desember 2002

Jólaveitsla á Háskúlanum

20. desember 2002

Framførsla í Havnar Klubba

24. desember 2002

Jólahald á Lágargarði.

2003

23. mars 2003

Várkonsert í Norðurlandahúsinum. Bjarni Restorff og Sunleif Rasmussen.

1. mai 2003

1. mai 2003 kl 19:45 høvdu vit okkara fyrstu konsert á Conwallsferðini frá 30. apríl til 7. mai 2003, har vit skuldu luttaka á eini internationalari manskórsfestival og -kapping. Konsertin var í Launcheston Central Methodist Church.

2. mai 2003

2. mai 2003 kl 19:45 høvdu vit okkara næstu konsert á Cornwallsferðini, og hesaferð var konsertin í Truro Cathedral.

3. mai 2003

3. mai 2003 kl 12:00 var so sjálv kappingin, og hon fór fram í einari stórari høll, »Hall for Cornwall« í býnum Truro. í kappingini fyri færri enn 40 manskórssangarar, sum vit luttóku í blivu vit nummar 3 av 12 luttakandi kórum, – so tað gekk bara heilt væl! Allur dagurin var settur av til luttøkuna, tí har vóru fleiri aðrar kappingar, sum vóru áhugaverdar.

Omanfyri síggja tygum eina mynd við Tórshavnar Manskóri frá kappingini í »Hall for Cornwall« og myndir av skreytbløðunum, vit fingu fyri luttøkuna.

3. mai 2003

3. mai 2003 kl 19:45 eftir kappingina, fóru tey ymsu kórini út at syngja fyri fólkinum, sum búðu har um leiðir, og vit fóru til eitt stað, sum eitur St. Pol-De-Leon í bygdini Penzance, har vit høvdu konsert.

4. mai 2003

4. mai 2003 kl 14:30 sungu vit í Marquee í Eden Project. Tað er eitt stað við kunstigum tropiskum klima, við tí sermerkta plantu og – djóralívi, sum har er.

4. mai 2003

4. mai 2003 kl 19:45 seinni um dagin, fóru vit til St. Germans Church í Torpoint fyri at syngja fyri bygdarfólkunum har.

5. mai 2003

5. mai 2003 kl 19:45 høvdu vit so okkara seinastu konsert á Cornwallsferðini í »Hall for Cornwall« í Truro, áðrenn ferðin gekk heimaftur, eftir eina væleydnaða ferð.

Myndirnar frá ferðini til Cornwall kunnu síggjast her

18. mai 2003

Sungu saman við íslendska Karlakórinum Jøkull í Vesturkirkjuni

1. juli 2003

Samvenjing og -vera við Karlakórinn Fóstbræður úr Íslandi. Her er eitt link til heimasíðu teirra: www.fostbraedur.is

17. des. 2003

Framførsla í Havnar Klubba

18. des. 2003

Matiné í Havnar Kirkju

24. des. 2003

Jólahald á Lágargarði.

2004

11. januar 2004

Nýggjárskonsert í Norðurlandahúsinum saman við Symfoniorkestrinum

31. januar 2004

Vetrarveitsla í hølunum hjá Starvsmannafelagnum

6. mars 2004

Konsert í Royndarhúsinum í Nólsoy. Umleið 80 áhoyrarar.

21. mars 2004

Konsert í Húsavíkar kirkju. Umleið 100 áhoyrarar. Her er ein mynd í allar besta veðri frá ferðini í Húsavík.

1. mai 2004

Sungu í Fuglafirði saman við íslendska karlakórinum Ernir. Her er eitt link til heimasíðu teirra: www.ernir.it.is

2. mai 2004

Sungu í Norðurlandahúsinum saman við Ernir. Samvera í Havnar Klubba

1. juni 2004

1. juni gjørdu vit, sum ikki einaferð, eina upptøku til fløguna »Væl má gagnast«, sum kom út í desenmber 2008. Her er ein mynd frá upptøkuni í Vesturkirkjuni:

9. juni 2004

Fløguupptøka í Vesturkirkjuni

11. desember 2004

Matine í Havnar Kirkju kl. 11:00. Vit sungu »Laudate Dominum«, »Razboinika«, »Orðini«, »Kvøldljómur« og »Gleðilig jól«. Solistar vóru Berghild Poulsen, Fróði Sandoy og Peter H. Niclasen, meðan Árni Hansen spældi kaver.

17. desember 2004

Framførsla í Havnar Klubba

19. desember 2004

Konsert saman við Felagskórinum Gøta/Leirvík og Eivør í Gøtu Kirkju

22. desember 2004

Konsert saman við Felagskórinum Gøta/Leirvík og Eivør í Vesturkirkjuni

24. desember 2004

Jólahald á Lágargarði.

2005

9. januar 2005

Nýggjárskonsert í Norðurlandahúsinum saman við Symfoniorkestrinum

29. januar 2005

Vetrarveitsla í hølunum hjá Starvsmannafelagnum

31. mars 2005

31. mars 2005 klokkan hálgun átta um morgunin, sungu vit í Rosságøtu 6 á Argjum fyri Hans Paula Joensen, sum tá fylti háltrýss ár. Vt sungu »Eg elski teg land«, »I østen stiger solen op« og »Jeg har så græsselig ondt i min mave«, og aftan á blivu vit bodnir inn til rundstykkir, kaffi, te ella okkurt gott fyri magan.

8. apríl 2005

Fríggjadagin 8. apríl 2005 sungu vit úti á lærskúlanum har sum lærara íbúðirnar eru, tí Árni Hansen fylti 65 ár. Vit møttu kl 16:30 har vit sungu nakar sangir fyri honum, og innbodnum vinfólkum

5. juni 2005

Sunnudagin 5. juni 2005 kl. 16:00 var konsert við Karlakór Rangæinga og Tórshavnar Manskóri í Vesturkirkjuni. teir 40 sangaranir í Karlakór Rangæinga komu til Føroyar tann 3. juni og fóru 4. juni á Norðoyarstevnu í Klaksvík har teir høvdu konsert við løgum eftir Sigfús Halldórsson. Á konsertini í Havn høvdu vit hvør sína helvt umframt at vit sungu nakrar sangir saman. Eftir konsertina, tað vil siga um sjey tíðina, var okkurt til matna v.m. og hugni í Havnar Klubba fyri okkum og Karlakóri Rangæinga.

22. oktober 2005

Konsert í Norðurlandahúsinum

26. – 31. oktober 2005

Konsertferð og Landsmót Karlakóra í Íslandi. Her er ein mynd tá øll manskórini sungu saman við íslendska Symfoniorkestrinum.

Myndirnar frá ferðini 26. til 31. oktober 2005 kunnu síggjast her

18. november 2005

18. november 2005 sungu vit fyri Fótbóltsamband Føroya vanliga stytt FSF á Hotel Hafnia og orsøkin var at FSF hevði fingið vitja av Michel Platini, sum promoveraði seg sjálvan sum eitt gott formansvalevni í UEFA. Tað lukkaðist vist til fullnar, tí hann blev seinni valdur til formann, men hann fekk vist ikki nakra stemmu úr føroyum. Á myndini eru Michel Platini og Óli Holm, sum var formaður (presidentur ella forseti) í FSF frá 2004 til 2008.

16. desember 2005

Framførsla í Havnar Klubba

17. desember 2005

Matiné í Havnar Kirkju

24. desember 2005

Jólahald á Lágargarði.

2006

25. januar 2006

Sungu á Dimmalætting til »Ársins fløgu«, »Ársins ítróttarbragd« og »Ársins føroyingur«.

26. januar 2006

Konsert í Miðlahúsinum í Vágsbotni

1. apríl 2006

Veitsla í hølinum hjá Føroya Ríðingarfelag har Blackbirds spældu

23. apríl 2006

Povl Dissing, Benny Andersen og Manskórið í Norðurlandahúsinum. Manskórið hevði øvað áðrenn teir báðir komu til Føroyar, og saman við teimum báðum úrmælingunum øvaðu vit fleiri ferðir. Her eru nakrar myndir úr Norðurlandahúsinum, og í millum myndirnar er ein stuttlig heilsan frá Benny Andersen og Povl Dissing.

Myndir síggjast her

10. mai 2006

Sungu og kvóðu vit fyri norðurlendskum lærarum á Læraraskúlanum

20. mai 2006

Leygarkvøldið 20. mai 2006 sungu vit fyri Pensionistafelagnum í Havn. Tiltakið var uppi í B.36 húsinum, og vit skuldu syngja um hálvgum níggju tíðina, vit sungu hesar sangirnar, sum eisini blivu brúktir á Læraraskúlanum: »Nú andar suðri sæla«, »Kom du ljuva hjärteven«, »I østen stiger solen op«, »Sangerhilsen«, (Regin smiður?) og »Jeg vil mig Herren love«.

25. mai 2006

Sungu við Vox Femina, kvinnukór úr Svøríki, í Gøtu kirkju

27. mai 2006

Sungu við Vox Femina í Vesturkirkjuni

6. juni 2006

Týsdagin ella rættari týskvøldið 6. juni 2006 kl. 20:30 sungu vit fyri einum brúðarpari á Parnassinum á Hotel Hafnia í Havn. Tað er soleiðis, at tað er blivið modernað at giftast har dato, mánaðin og ár hava somu ciffur, og soleiðis var tað eisini her: null sex, null sex og aftur null sex. Tað var dóttir Oddvør Skarðhamar sum fyrr um dagin bleiv vígd, og vit høvdu játtað at syngja hesar sangir fyri brúðarparinum: »Matlepin«, »Kom du ljuva hjärteven«, »Dýrd á vík og vág«, »Kom drekki vínreyða skál við mær«

24. juni 2006

Konsert í Hattarvíkar kirkju. 35 áhoyrarar (myndir)

24. juni 2006

Konsert í Svínoyar kirkju. 40 áhoyrarar

10. juli 2006

Summartónar í NLH. 40 áhoyrarar kl. 14. 80 áhoyrarar kl.16

16. september 2006

Leygarkvøldið 16. september sungu vit úti á Læraraskúlanum, har tjóðveldisflokkurin hevði eitt trýss ára minningarhald í samband við fólkaatkvøðuna í 1946. Teir høvdu heitt á okkum um luttaka við nøkrum mergjaðum sangum, og vit sungu hesar mergjaðu sangirnar: »Regin smiður«, »Boðar tú til allar tjóðir«, »Føroyar mítt land« og »Jeg vil mig herren lofve«. Annars hevði tiltakið eina áhugaverda og, til tíðir, skemtiliga skrá: 1) Høgni Hoydal bjóðar vælkomin. 2) Annfinnur í Skála hevur fyrilestur um fólkaatkvøðuna. 3) Jóannes Jacobsen og vinfólk spæla. 4) Karl Johan Jensen lesur. 5) Annlis Bjarkhamar heldur røðu. 6) Tórshavnar Manskór (steðgur) 7) Bergljót av Skarði um fólkaatkvøðuna. 8) Marna Jacobsen heldur røðu. 9) Jóannes Nielsen lesur yrkingar. 10) Kári Sverrisson spælur. 11) Tórbjørn Jacobsen heldur røðu. Vit endaðu øll við tjóðsanginum.

16. desember 2006

Leygardagin 16. desember 2006 kl. 11:30 var jólamatine í Havnar Kirkju. Sum vanligt sluppu vit at vera við við hesum sangum: 1. Ave Maria 2. Agnus Dei 3. Stemning 4. White Christmas 5. Gleðilig jól. Solistar vóru Andrias Reinert, Peter H. Niclasen og Berghild Poulsen.

21. desember 2006

Jólakonsert í Müllers Pakkhúsi við kakao og holukøkum

22. desember 2006

Jólahugni í Havnar Klubba

24. desember 2006

Jólahald á Lágargarði.

2007

3. februar 2007

20 ára jubileumskonsert við fullsettum Norðurlandahúsi. (myndir)

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

3. februar 2007

20 ára jubileumsveitsla í B36-húsinum.

16. mars 2007

Fríggjakvøldið 16. mars 2007 kl 21:30 sungu vit í Müllers Pakkhúsi fyri starvsfólkum á býráðnum. Vit sungu hesar sangirnar: »Kvæði fremsta framtakskappa landsins«
»Føroyar mítt land«, »Ave Maria«, »Tell me why«, »Tú ert so deilig«.

17. mars 2007

Fløguupptøka

Leygarkvøldið 17. mars 2007 kl 20:30 sungu vit á matstovuni »Gourmet«. Hetta var eitt tiltak sum var fyri starvsfólkunum hjá bilasøluni »Ivan Johannesen«, vit vóru bidnir at syngja beint aftaná forrættin. Vit sungu eina lítla løtu – ikki ov langa – so gestirnir kundu sádna forrættin, og tey sum enn vóru svang skuldu ikki líða neyð av maktarsloysi. Vit sungu: »Tú ert so deilig«, »Poor man Lazarus«, »Nú andar suðrið sæla«. Solistar vóru Tór Verland Johansen, Peter H. Niclasen og Andrias Reinert.

21. mars 2007

Fløguupptøka í Vesturkirkjuni

22. mars 2007

Fløguupptøka í Vesturkirkjuni.

24. mars 2007

Hugnakvøld í Bygdarhúsinum í Leirvík.

7. mai 2007

Ársaðalfundur

10. mai 2007

Fløguupptøka í Vesturkirkjuni (Stemning, Jeg vil mig Herren lofve)

7. juni 2007

Fløguupptøka í Vesturkirkjuni (Páskamorgun, Prúða land)

25. august 2007

Leygarkvøldið 25. august 2007 sungu vit til eina gallaveitslu uppi í ítrottarhøllini á NABB, tað var Føroya Sparikassi, sum helt sín 175 ára føðingardag. Vit vóru við sum kór, men vit høvdu fingið aðrar uppgávur eisini. Til dømis vóru vit bidnir at syngja onkran nýggjan sang, sum Heri Nolsøe hevði skrivað til høvið, og Kim Hansen spældi klaver til hann. Starvsfólkini í Sparikassanum vóru øll í stívasta puss, og tað vóru vit so sanniliga eisini, tí vit vóru allir í føroyskum búnum. Vit stóðu á einari scenu við glasbúrið mitt fyri. Vit sungu sum nevnt ein hjá Hera Nolsøe, nakrar vanligar sangir og sum rosinan í pilsuendanum sang Tór Verland Johansen »Tú ert so deilig« saman við okkum, og tað var sera væl fagnað av øllum gestunum.

2. desember 2007

Karlakór Reykjavíkur hevur 2 konsertir í Vesturkirkjuni – Tórshavnar Manskór luttekur. Her er eitt link til heimasíðu teirra: www.kkor.is

21. desember 2007

Jólahugni í Havnar Klubba

22. desember 2007

Jólamatiné í Havnar Kirkju

24. desember 2007

Jólahald á Lágargarði.

2008

7. februar 2008

Fløguupptøka í Vesturkirkjuni (Prúða land)

11. februar 2008

Ársaðalfundur

21. februar 2008

Hóskvøldi tann 21. februar 2008 vóru vit í Vesturkirkjuni og tóku upp á band, sum tað eitur, men í grundini tóku vit upp á eina farteldu, og í millum telduna og mikrofonirnar høvdu vit eitt rættiliga gott interface. Mikrofonirnar og interfacið eigur Manskórið, og tað bleiv brúkt til hvørja upptøku hjá okkum.

5. apríl 2008

Ársveitsla í hølunum hjá Starvsmannafelagnum

27. apríl 2008

Konsert í bygdarhúsinum í Húsvík. 35 áhoyrarar

4. mai 2008

Sunnudagin 4. mai 2008 høvdu vit konsert í Müllers Pakkhúsi. Tað var av eini hvørjari orsøk sera torført at fáa lýsing í Útvarp Føroya, og fyri ikki at siga ómøguligt at koma við í morgunsendingina hjá útvarpinum, so okkara redningur varð, at vit fingu portalin at skriva um konsertina nakrar tímar áðrenn konsertina, og tað riggaði væl, so mikið væl, at har møttu einir 90 áhoyrar. Skráin til konsertina var henda:

17. mai 2008

Konsert í Svínoy. 35 áhoyrarar

21. august 2008

Konsert saman við Sønderborg Mandskor í NLH (Klingruni). Her er eitt link til heimasíðu teirra: www.mandskoret.dk

28. september 2008

Sunnudagin 28.september kl. 19:30 høvdu vit konsert í Sandavágs kirkju. Tórshavnar Manskór hevur roynt at sungi úti á teim smærru og størru bygdunum í Føroyum, sum td. Skúvoy, Húsavík, Húsum, Nólsoy, Mikladali og so framvegis. Hesuferð var túrurin komin at vitja Vágarnar enn einaferð, men vit høvdu so ongantíð roynt kirkjuna hjá Magnus á Kamarinum í Sandavági fyrr. Til konsertina vóru einir 80 áhoyrarar møttir. Skráin var henda:

30. november 2008

Fyrsta sunnudag í advent tann 30. november 2008 sungu vit í Kvívíkar kirkju í umleið ein heilan tíma. Kirkjuráðið við Grækaris Joensen og presturin Teodor Olsen skipaði soleiðis fyri at eftir inngangsbønina vildu teir hava okkum at syngja nakrar sangir, síðani segði Heri Joensen nøkur orð. Ikki eina heila prædiku, bert einar fimm minuttir. Síðani sungu vit aftur, og tað bleiv endað við einari útgangsbøn. Einir 70 áhoyrarar vóru møttir.

7. desember 2008

Jólakonsert saman við Eystanljóð og Eivør í Gøtu kirkju. 400 áhoyrarar

7. desember 2008

Jólakonsert saman við Eystanljóð og Eivør í Vesturkirkjuni. 1000 áhoyrarar

14. desember 2008

Jólakonsert í Christianskirkjuni við Klaksvíkar Hornorkestri. 400 áhoyrarar

19. desember 2008

Jólahugni í Havnar Klubba

20. desember 2008

Jólamatine í Havnar Kirkju

24. desember 2008

Jólahald á Lágargarði.

2009

26. januar 2009

Ársaðalfundur

21. januar 2009

Mikukvøldi 21. januar 2009 kl 20:30 sungu vit á Blindastovninum fyri Sigmund í Dali. Sigmundur í Dali hátíðarhelt sín 90 ára dag á Blindastovninum, har vit sungu sjey íslendskar og føroyskar sangir. Tað var mikið hugnaligt, og eg haldi at Sigmundur var glaður fyri sangin, sum var føðingargávan frá børnunum til pápa teirra.

29. januar 2009

Hósdagin 29. januar 2009 kom bókin, sum Heri Kragesteen hevur stríðst við í fleiri ár, út. Í bókini eru gamlar frásagnir um ymisk viðurskiftir í Havnini, sum hevur siðsøguligt virði, sum Heri vildi hava út í bók. Til høvið sungu vit tríggjar sangir »Tjarnareyga«, »Stemning« og »Love me Tender« har Egon Hansen sang solo. Tiltakið ella bókaútgávan var í Posthúskjallaranum klokkan fýra, og vit sungu klokkan 16:20 allir pent ílætnir.

7. februar 2009

Ársveitsla í AB-húsinum.

24. apríl 2009

Fríggjakvøldi 24. apríl 2009 vóru vit bidnir um at syngja úti í Tólvthøllini í Havnadali. Tað var Atlantic Airway, ið hevi biðið okkum um at syngja til eitt tiltak teir høvdu har beint eftir ein fund í nevndini. Til høvið høvdu teir sett eitt stórt telt upp í Tólvthøllini har vit sungu »Ódn«, »Jeg vil mig Herren love«, »Sommarpsalm« og »Poor Man Lazarus«. Tað ljóðaði sera væl í teltinum. Vit vóru í føroyskum búna, og vit hitaðu upp í Skúlanum á Trøðni kl 20:30.

16. mai 2009

Fóru vit eina útferð til Suðuroynna at syngja fyrst og fremst. Vit sungu á seglhúsloftinum.

17. juni 2009

17. juni er tjóðardagurin hjá íslendingum, og í tí sambandi varð heitt á okkum um at syngja. Fríggjadagur var og kl. 17:15 sungu vit nakrar íslendskar sangir og sjálvandi eisini tjóðsangin hjá teimum. Úti á fløtuni á Frælsinum vóru telt sett upp, har man kundi fáað sær bollar, kaffi ella pylsur.

25. september 2009

Fríggjadagin 25. september 2009 kl 16:30 vóru vit settir rættiliga upp á prøva, tí Norðurlandahúsið hevði givið innivist fyri »vinnudagnum« har røður blivu hildnar og leiðarar bliv kosnir, og í tí sambandi skuldi vit uttan at nakar visti av tí koma inn og syngja »Fast stóð í fonnum« sum bleiv gjørdur til høvið, og sum vit høvdu øvað í fleiri dagar. Vit vóru yvir tjúgu mans, og tað ljóðaði væl úr vestara hjørni í konsertsalinum í Norðurlandahúsinum. Onkur helt at vit skuldu sungið fleiri sangir.

14. november 2009

14. november 2009 sungu vit til veitslu hjá Effo, sum bleiv hildin uppi á Hotel Føroyum leygarkvøldið. Vit sungu fýra sangir umleið kl. 21:15, og tað gekk vist ikki so galið. Andrias sang solo í »Poor Man Lazarus«, meðan Kenneth spældi guitar í »Eg minnist úr gomlum søgum«.

28. november 2009

28. november 2009 sungu vit eftir áheitan frá Býráðnum í Havn undir jolatrænum á Tinghúsvøllinum. Tiltakið var sett til kl. 16:00, har Heðin Morensen fyrst skuldi halda røðu, síðani skuldi jólamaðurin, sum bleiv lorðaður niður úr stigabilinum hjá Brandstøðini, tendra jólatræið. í samráð við Ingigerð á Trøðni stóðu vit har tað hoyrdist best. Tað var bítandi kald tann dagin, men tað hoyrdist og ljóðaði væl.

6. desember 2009

Jólakonsert saman við Ursula Bambuch og Peter H. Niclasen í Vesturkirkjuni. 450 áhoyrarar

12. desember 2009

Upptøka av jólakonsert í Vesturkirkjuni til Útvarpið

18. desember 2009

Jólahugni í Havnar Klubba

19. desember 2009

Jólamatine í Havnar Kirkju

22. desember 2009

Týsdagin tann 22. desember kl.14:00 sungu vit í kantinuni á Dimmalætting. Tað var Terje Nielsen, sum hevði biðið okkum syngja fyri starvsfólkunum á Dimmalætting. Vit vóru væl mannaðir og teir fingu nakrar føroyskar jólasangir og onkran sang á latíni, – tað ljóðaði væl í kantinuni. Bygningarnir hjá Dimmalætting blivu stutt eftir seldir til Nærverkið.

Her eru nakrar myndir úr kantinuni á Dimmalætting 22. desember, sum Kjartan Madsen hevur tikið.

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

24. desember 2009

Jólahald á Lágargarði.