Skip to content

Tiltøk 1990 – 1999

1990

15. januar 1990. Konsert í kommunuskúlaaulini saman við øðrum í sambandi við føðingardagin hjá William Heinesen. Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli tók konsertina upp á video.

21. apríl 1990. Upptøka til Sjónvarp Føroya »Kjørbreyt«, saman við Grand prix liðnum hjá Havnar Fimleikafelag.

21. apríl 1990. Konsert í Norðurlandahúsinum. Tað eldra Grand prix liðið hjá havnar fimleikafelag luttók við nøkrum serium, sum Beinta Danielsen hevði gjørt til tveir sangir hjá okkum. Anni Kyster tók upp á video, og Gunnar tók konsertina upp á video.

27. apríl 1990 sungu vit til jarðarferðina hjá Magna Magnussen­ í Vesturkirkjuni.

18. mai 1990 sungu til ballið í Føroysk-Bretsku Vikuni í batmintonhøllini.

7. juni 1990 sungu vit til eina ráðstevnu um handlæknafrøði, sum var í Norðurlandahúsinum. Grand prixliðið hjá Havnarfimleikafelag var við.

14. juli 1990 sungu vit á hjúnarbandsdegnum hjá Stein Fossá og Mortinu í Havnar Kirkju.

30. august 1990 sungu vit í Norðurlandahúsinum í sambandi við móttøkuni av seyðabrævinum, sum tá kom »heimaftur« eftir at hava verið í útlegd í nógv ár.

30. august 1990 høvdu vit konsert saman við Tórshavnar Kamarkóri og Gentukórinum hjá Paula í Sandagerði í Norðurlandahúsinum. Útvarp Føroya tók konsertina upp á band.

24. desember 1990 vóru vit til jólaløtuna, sum plagar at vera uppi á Lágargarði. Fyrst ein Guðstænasta við presti og organisti, síðani dansa børnini, sum eru við um jólatræið, og fáa ein jólapakka.

1991

15. januar 1991 sungu vit tá bókmentavirðislønir M.A. Jacobsens vóru lætnar D. P. Danielsen og Svenning Tausen í Kommunuskúlaaulini.

16. februar 1991 sungu vit til eina guðstænastu í Havnar kirkju í sambandi við, at Havnin var 125 ár sum keypstaður.

24. februar 1991 vóru vit við í Carmina Burana, sum bleiv framført í Norðurlandahúsinum við tveimum flyglum. Leiðari var Willy Gohl, og Útvarp Føroya tók konsertina upp.

17. apríl 1991 sungu vit til eina konsert saman við G.H.M. í Norðurlandahúsinum.

20. apríl 1991 høvdu vit sjálvir konsert í Kommunuskúlaauluni. Á konsertini var eisini Knút Olsen leiðari. Gunnar tók konsertina upp á video.

9. mai 1991 sungu vit við á kórstevnukonsertini, sum bleiv hildin úti í Læraraskúlahøllini. Útvarp Føroya tók konsertina upp á band.

17. september 1991 sungu vit enn einaferð í Kommunuskúlaauluni til Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsen, sum hesu ferð fór til Bárð Jákupsson og Jóan Hendrik Winther Poulsen.

7. desember 1991 høvdu vit konsert í Kommunuskúlaauluni saman við Tórshavnar Kamarkóri, og Gunnar tók konsertina upp á video.

?. ? 1991 sungu vit saman við G.H.M. í Norðurlandahúsinum millum annað Spiritual Rapsody, Prúða land, og okkurt annað.

24. desember 1991 sungu vit sum vanligt uppi á Lágargarði til jólaguðstænastu og jólahugna.

1992

24. desember 1992 sungu vit sum vanligt uppi á Lágargarði til Jólaguðstænastu og jólahugna. Vit sungu millum aðrar Kvøldljómur, Lítið yvir Føroyaland og Føgur er foldin.

1993

14. februar 1993 sungu vit á eini konsert í Fuglafirði, har vit royndu íslandsskránna hjá okkum.

18. februar 1993 kl. 19:30 luttóku vit í einum »Norðurlendskum Mentanarkvøldi« í Norðurlandahúsinum. Vit møttu kl. 18.

21. februar 1993 sungu vit Þakkarbæn, Jesus til várt sálargagn, Ísland ögrum skorið til eina íslendska guðstænastu í Havnar kirkju. Útvarpið tók tíverri upp, og tað verur sagt tí vit fingu skeivan tóna, og tí bleiv sangurin so lágur, at sjálvt Eivind A. Hansen ikki rakk niður á tónan.

21. februar 1993 sungu vit á eini konsert í Vestmanna Skúla, har vit royndu íslandsskránna nakað broytta í mun til ta í Fuglafirði. Konsertin var rættiliga góð.

28. februar 1993 høvdu vit konsert í Norðurlandahúsinum, har vit høvdu generalprøva upp á íslandstúrin. Ein góð konsert sigst. Útvarpið tók konsertina upp.

4. mars 1993 Komnir til íslands 4. mars 1993 høvdu vit okkara fyrstu konsert í Keflavík. Konsertin var í einari bio-høll, har teppir vóru um tað heila, – og í hvussu so er eingin akkustikkur av nøkrum slag. Okkara redningur var, at vit, áðrenn ferðina til íslands, høvdu øvað í einum ljóðdeyðum rúmi í Útvarp Føroya. Men tey søgdu, at tað gekk toluliga væl. Vit vóru flest allir troyttir.

5. mars 1993 sungu vit á konsert í Neskirkju í Reykjavík. Vit sungu eisini nakrar sangir saman við Karlakór Reykjavíkur. Konsertin hepnaðist væl. Útvarp Føroya hevði biðjið um eina upptøku, tað fingu teir, men hon var út av lagi vánalig.

6. mars 1993 sungu til setanina av føroysku døgunum í norðurlandahúsinum í íslandi. »Ódn«, »Føroyar mítt land«, »Skygni«, »Regin Smiður«, »ísland ögrum skorið«. Svf. tók brot upp á band.

7. mars 1993 sungu saman við Reykjavíkar Manskóri til eina føroyska guðstænastu í Reykjavíkar dómkirkju. Guðstænastan bleiv tikin upp og útvarpað eina viku seinni í føroyum. Onkur sjóðmaður ringdi (Magni Petersen) og segði, at tað var gott! Vit sungu »Jesus til várt sálargagn«, »Harra guð títt dýra navn og æra«, »Þakkarbæn«, og »ísland ögrum skorið«.

Myndirnar frá ferðini 4. til 8. mars 1993 kunnu síggjast her

8. mai 1993 sungu vit á 80 ára føðingardegnum hjá Eivind A. Hansen heima hjá honum.

31. oktober 1993 sungu vit til eina konsert í Norðurlandahúsinum til eina Grieg-konsert, sjálvt um allir møguligir komponistar váru umboðaðir. Havnarkórið var við 13 Grieg sangum og Brúgvum hjá Vagn Holmboe og Karsten Hoydal, meðan vit sungu Dýrd á vík og vág, Sangerhilsen, Min dejligste tanke, Eitt snjóhvítt herlið, Bådnlåt og Landkjending. Okkara solistar vóru Janus Trúgvasson í Bådnlåt og Kári av Reyni í Landkjending.

24. desember 1993 sungu vit á Lágargarði til guðstænastu.

28. desember 1993 høvdu vit jólakonsert í Leirvíkar kirkju saman við felagskórinum Gøta/Leirvík. Konsertin skuldi upprunaliga vera í Fuglafjarðar kirkju beint áðrenn jól, men tann konsertin var avlýst vegna veður, og í staðin fyri bleiv konsertin hildin í Leirvíkar kirkju týskvøldið kl 20:00.

1994

20. mars 1994 sungu vit á einari konsert hjá Føroya Synfoniorkestur. Tað sum vit sungu, var Pílagrímskórið úr Tannhäuser hjá Wagner og Soldatarkórið úr Faust hjá Gounod. Altso vit sungu fyrst á týskum og síðani á fronskum!

6. juli 1994 vóru vit á veg til kappingina í Llangollen í Wales. Á vegnum høvdu vit eina konsert í tí føroysku kirkjuni í Keypmannahavn, Samuels Kirken, áðrenn vit fóru víðari. Samuels Kirken, har Petur Andrew Petersen starvaðist, var stúgvandi full av fólki. Við á ferðini var eisini útvarpsmaðurin Kári Olsen, sum við útvarpsins Nagra bandupptakara festi alla konsertina upp á band, og ein av sangunum, »Føroyar mítt land«, var so mikið góður, at hann bleiv brúktur á tí fyrstu fløguni hjá okkum.

9. juli 1994 sungu vit til eina kapping í Wales, har vit blivu nr. 6 av 13 luttakand manskórum. Vit sungu í einum stórum teltútbygningi, sum tók fleiri túsund fólk. Vit sungu sum kunnugt With a Voice of Singing, Landkjending og Regin smið. Solistar vóru Kári av Reyni og Heri Kragesteen.

Myndirnar frá ferðini 6. til 17. juli 1994 kunnu síggjast her

23. september 1994 undirhildu vit við kórsangi­ í klubbanum í Klakksvík. Vit vóru boðin til Klakksvíkar at avrunda Englandstúrin hjá okkum. Karl Martin og Súsanna skipaðu fyri. Vit vóru har í tríggjar dagar. Ein dejligur túrur.

24. september 1994 høvdu vit eina góða konsert í Christianskirkjuni. Tað vóru trupulleikar við solistinum í Landkjending, hann hevði lovað at vera tøkur til konsertina, men kom álíkavæl ikki til konsertina, men sat uppi á í kirkjuni og lúrdi (hann hevði leiga sær speedbát úr Havn) Janus Trúgvasson sang soloina. Stamen Stantshev spældi klaver.

25. november 1994 sungu vit til 10 ára haldið  hjá SVF uppi í Norðurlandahúsinum. Vit sungu eisini saman við  GHM. Vit sungu gott. SVF tók upp, og tað  var eisini rímuliga gott (eg fylti 39 ár sama dag). Vit høvdu øvað nógv.

27. november 1994 sungu vit á 50 ára føðingardegi hjá Viggo Akraberg Hansen, sum bleiv hildin antin leygardagin 26 november ella 3 december 1994 úti á Grønlandsvegnum.

24. desember 1994 sungu vit á Lágargarði til Guðstænastu og jólahald.

1995

25. mai 1995 sungu vit í Sólarmagn á Velbastað. Ólavur Dalgarð hevði biðið okkum syngja til fundin, møttir vóru 13 mans Magnus Hansen, Bogi Hansen, Óla Hans Olsen, Heri Kragesteen, Trúgvi Hansen, Stein Fossá, Suni Rasmussen, Kenneth Samuelsen, Petur Nielsen, Úlvur við Høgadalsá, Hugo Samuelsen og Heðin Johannesen. vit sungu Føroyar mítt land, Jesus til várt sálargagn, Prúða land, Tjarnareyga, Ódn, Ísland ögrum skorið , Sangerhilsen, I østen stiger solen op, Klara stjärna. Sera hugtakandi løta hjá 30 áhoyrarum skrivar Ingeborg Frýdal í dagbókina hjá felagnum.

1. Juni 1995 Konsert í Christianskirkjuni saman við Karlakór Reykjavíkur.

2. og 3. Juni 1995 Konsert í Norðurlandahúsinum saman við Karlakór Reykjavíkur.

4. juni 1995 Móttøka á Tórshaavnar Skipasmiðju saman við Karlakór Reykjavíkur.

24. desember 1995 sungu vit á Lágargarði til Guðstænastu og jólahald.

1996

25. mai 1996 høvdu vit 10 ára jubileumskonsert á Norðurlandahúsinum. Konsertin varð skipað soleiðis at í fyrra helvt bert vóru nýggir sangir, sum ongantíð fyrr vóru sungnir. Tað vóru sangir sum komu inn áðrenn fyrsta januar 1996 til eina sangkapping, sum vit høvdu útskrivað um heystið 1995. Sangirnir, sum komu inn, vóru 12 í tali og til hesa konsertina sungu vit allar sangirnar, sum eingin áhoyrari kendi frammanundan. Meningin var so at publikum við sínum atgongumerki kundi atkvøða fyri tí besta, næstbesta og triðbesta sanginum, meðan eitt dómarapanel við Bjarna Berg, Jákup Magnussen, Ova Olsen og Zacharias Sørensen funnu út av hvørjir sangir teir hildu vóru nr. 1, 2, 3, 4, 5, 6, 7, 8, 9, 10, 11 og 12. Atkvøðurnar hjá dómarunum og atkvøðurnar hjá publikum blivu í steðginum latnar inn, og so fór autoriseraði revisorurin Jógvan Amonsson undir at telja saman, soleiðis at vit kundu finna ein vinnara, í meðan framførdu vit seinnu helvt av konsertini. Inn í millum sangirnar í seinnu helvt av konsertini, millum annað reklamusangin »A, B mjólk gevur javnvág« hjá Martin Joensen, skemtaði Kári Mouritsen. Úrslitið av kappingini gjørdist: 1) »Argos« hjá Tróndi Bogason Hansen, 2) »Máldrykkjan endað« hjá Paula í Sandagerði og Regin Dahl, 3) »Tvær Yrkingar« hjá Leif Hansen og Jónfinn Jacobsen.

29. juni til 7. juli 1996 vóru vit á ferð í Hetlandi, har vit høvdu fleiri konsertir bæði á meginlandinum og á útoyggjunum.

Myndirnar frá ferðini 29. juni til 7 juli 1996 kunnu síggjast her

17. august 1996 sungu vit í Grønlendingahúsinum (Igloin hjá Kára Thomsen), – nakrir fáir mans og Gunhild. Vit vórðu bidnir av Lisbeth Petersen, býráðsformanni, í samband við onkra vitjan Tórshavnar kommuna hevði úr Grønlandi og norðurlondum. Vit sungu nakrar norðurlendskar sangir.

14. september 1996 sungu vit til 50 árahaldið fyri fólkaatkvøðuna 14. september 1946. Tað var óalmindiliga gott veður tann leygardagin á Vaglinum. Har vóru røður, rockur, vit og felagssangur.

6. oktober 1996 ljóðaði sera væl sjálvt um tað gekk illa at trena saman við symfoniorkesturspælarunum til generalprøvan og serliga áðrenn.

2. desember 1996 sungu vit til jarðarferðina hjá Torgerð Rasmussen dóttir Suna Rasmussen, sum syngur við í Manskórinum. Vit sungu einar tveir sangir. Eg minnist ikki úr hvørjari kirkju hon fór.

7. desember 1996 høvdu vit konsert í kirkjuni í Vík. Hon var sera góð at syngja í, men tað var sera kalt. Kondensurin dreiv niður eftir múrinum.

15. desember 1996 sunnudagin, dagin eftir at okkara »fan« Frants Restorff doyði, høvdu vit eina góða konsert uppi í klingruni í Norðurlandahúsinum. Har var fitt av fólki. SVF tók upp, men kvaliteturin var sera vánaligur. Við á konsertini luttók eisini orkestrið »Ad libitum« og Gunhild Andreasen.

19. desember 1996 ?

24. desember 1996 sungu vit til jólahald á Lágargarði. Allan Dalsgarð sang solo í Lovið Drotni, meðan nakrar smágentur sungu Eitt barn er føtt í Bethlehem samn við okkum.

26. desember 1996 sungu vit annan jóladag til guðstænastu úti í Vesturkirkjuni. Vit sungu Panis Angelicus og Lovið Drotni. Solistur var Allan Dalsgarð.

1997

15. februar 1997 sungu nakrir fáir mans úr manskórinum til 120 ára minningarhald hjá Johannu Mariu Skylv Hansen, sum varð fødd 17. februar 1877, uppi í Listaskálanum. Vit sungu Hin meistarin mikli og Nornurnar, sum Tróndur B. Hansen setti saman til manskór.

17. februar 1997 sungu vit í Sjónleikarhúsinum til 120 ára haldið hjá Johannu Mariu Skylv Hansen, sum varð fødd 17. februar 1877. Tað var líkasum ein kombinerað konsert, upplestur, Sjónleikur og tílíkt.Vit sungu Nornurnar og Hin meistarin Mikli.

18. februar 1997 sungu vit í Sjónleikarhúsinum til 120 ára haldið hjá Johannu Mariu Skylv Hansen, sum varð fødd 17. februar 1877. Tað var líkasum ein kombinerað konsert, upplestur, Sjónleikur og tílíkt. Vit sungu Nornurnar og Hin meistarin Mikli.

?. mars 1997 sungu nakrir fáir mans úr manskórinum fyri David Oddsson íslendska forsetanum uppi á hotel Føroyum. Tað gekk væl.

26. apríl 1997 var Manskórið inni á Toftum og tóku upp til ta fyrstu fløguna hjá okkum. Nakað væl áðrenn henda dagin høvdu vit roynt ymisk støð í Havnini og støð ymisa staðni í Føroyum fyri at vita hvussu akkustikkurin var, og akkustikkurin í Fríðrikskirkjuni á Nesi var tiltalandi. Har tóku vit sangirnar »Ódn«, »Vár við lýggjum vindi«, »ísland« (Þú alfvu vorrar yngsta land), »I østen stiger solen op«, »Hvile« og »Sum ígjøgnum sortar skýggja« upp. Kartni Fornagarð tók upp í Kirkjuni á Nesi, hann tók annars íalt eina 10 -12 sangir fyri okkum, har onkur ikki kundi brúkast.

27. apríl 1997 høvdu vit konsert í Fríðrikskirkjuni í sambandi við, at vit høvdu gjørt upptøkur til fløguna hjá okkum í Fríðrikskirkjuni. Har vóru nógv fólk og lurtaðu henda sunnudag seinnapartin. Tað var líkasum okkara máti at siga toftafólki takk fyri lán av kirkjuni.

?. apríl 1997 sungu vit fyrst uppi á Hotel Føroyum til eitt tiltak hjá Hanus Joensen, – eitt norðurlendskt leiðaraskeið . Tað gekk væl. Síðan fóru vit oman til Jákup á Kamarinum at syngja fyri honum. Hann hevði silvurbrúdleyp. Tað gekk eisini væl, tey eru so saman enn.

1. august 1997 sungu vit fyri Krónprins Frederik uppi á í Klubbanum. Vit sungu tá kaffe bleiv serverað, og vit sungu My Evaline og sjálvandi »I østen stiger solen op« meðan sangarindan Gunhild Andreasen og klaverspælarin Bjarni Restorff framførdu »In the Winther«. Vit vóru bert 15 mans, ið sungu, og ein dama.

16. til 23. oktober 1997 vóru vit á ferð í øllum trimum Baltisku londunum. Har var sera kalt, eftir okkara tykki, men vit yvirlivdu við at syngja nær um hvønn dag.

Myndir frá ferðini kunnu síggjast her

24. desember 1997 sungu vit til jólahald á Lágargarði.

1998

5. oktober 1998 hildu vit ársaðalfund. Í nevndina komu Jørgin Pauli Johannessen, Christian Kruse, Jákup Reinert Hansen og Cristian Reinert Petersen bleiv afturvaldur sum eykalimur. Á nevndarfundi 17. oktober skipaði nevndi seg við Jørgin Paula Johannessen sum forðmann, Christian Kruse sum 2. forðmann, Jákup Reinert Hansen sum skrivara og Christian Reinert Petersen sum eykamann.

7. november 1998 sungu einir 12 mans á torginum í SMS saman við Regin Jacobsen á harmoniku. Vit sungu sjómansvísir. Tiltakið var í grundini eitt B36 tiltak, sum Birgar Johannesen skipaði fyri.

9. desember 1998 høvdu vit konsert uppi í Norðurlandahúsinum saman við bólkinum »Ad libitum« og kórinum Glymur. Umleið 180 áhoyrarar vóru til konsertina.

12. desember 1998 høvdu vit veitslu saman við damunum í hølunum hjá Odd Fellow Loguni á Grønlandsvegni 58.

24. desember 1998 luttóku vit í jólaguðstænastuni á lágargarði, sum vanligt.

1999

10. januar 1999 var nýggjárskonsertin saman við Føroya Symfoniorkestur. Hildnar vóru tvær konsertir fyri fullum húsum.

18. januar 1999 var nevndarfundur. Á fundinum kom Christian við tí uppskoti at fara konsertferð kring Føroyar: Til Hest, til Húsar, til Suðuroy og til Miðvágs.

27. februar 1999 gjørdi vit bandupptøkur av »Argos« í Norðurlandahúsinum. Jóhannus á Rógvu tók upp.

11. apríl 1999 høvdu vit so okkara fyrstu konsert í Miðvágs kirkju og eisini seinni um dagin í Vestmanna skúla. Uppmøting var góð vesturi í Miðvági, men knapt so góð í Vestmanna.

25. apríl 1999 høvdu vit eina kirkjukonsert á Húsum. Vit fóru um morgunin yvirum Lorvíksfjørð til Klaksvíkar og síðani við báti til Kunoyar. á Húsum var nógv fólk komið saman at lurta. Av tí at tað tann dagin eisini var flaggdagur, so gekk leiðin til Mikladals fyri at luttaka í Flaggdagshaldinum, sum skótarnir skipaðu fyri.

25. apríl 1999 seinni um dagin áðrenn vit fóru til Havnar aftur skipaðu vit fyri eini konsert í Ósaskúlanum, og nøkur fá fólk høvdu leita sær niðan í skúlan at lurta eftir okkum. Síðani gekk leiðin aftur til Havnar.

8. mai 1999 fóru vit, sum liður í konsertferðini hjá okkum, til Hest har vit høvdu eina kirkjukonsert. Vit blivu væl móttikir av Hestfólki og vit hugnaðu okkum óført. Nógv fólk var komið fyri at lurta eftir okkum.

23. mai 1999 Hvítusunnudagin fóru vit Skúvoy at hava eina kirkjukonsert. Vit høvdu leiga sluppina Norðlýsið at sigla okkum til Skúvoyar. Um morgunin tá vit fóru var veðrið av tí besta, men nakað av vindi var. Komnir til suður áraka Húsavík og Dal, spurdi Birgir Enni um vit ikki skuldi fara inn har at syngja í staðin, tí veðri var ikki av tí besta longur. Eg helt at tað kundi hann sagt dagin fyri, tá hann visti hvussu veðrið fóra at verða, so vit søgdu »nei« tí fólk í Skúvoy høvdu gjørt klárt at taka ímóti okkum. Eftir mikið stríð komu vit til Skúvoyar, – onkur var gjøgnumbloyttur av havaldunum, og onkur annar hevði næstan spý garnarnar úr sær – so skuldu vit uppá land. Tað var ikki bara at siga tað, tí sluppin kundi ikki leggja at tí tað breyt upp um báða molarnar, og suðið í sjóðnum tømdi bátahylin. Men á land skuldu vit í hvussu so er, so Mourits Mohr og onkur annar blivu maskinmeistarar á gummibátunum hjá Norðlýsinum, og teir riðu síðani á aldunum innum brimgarðarnar, har staðkend fólk løgdu lag á og tóku í móti okkum á kaiini. Men vit komu so í øllum góðum í land har vit sungu fyri bygdarfólkinum í kirkjuni, øll í oynni vóru møtt. Eftir tað blivu vit bjóðaði inn til kaffi, te, breyð, kakur og ymiskt annað. Makar og børn vóru við, so tey hava havt ein túr, tey neyvan gloyma!

24. juni 1999, mitt um dagin, sungu nakrir okkara uppi í trý-aranum í SMS, orsøkin var tann at onnur fløgan hjá okkum »Vit eru føroyingar«, kom á marknaðin, og tað var trý-arin sum gav fløguna út.

?. ? 1999 sungu vit á eystaru bryggju til eitt tiltak, sum Kiwanis felagsskapurin skipaði fyri.

6. november 1999 sungu vit í samband við ein rundan føðingardag – eg haldi, at tað var Árni Nicolajsen, ið fylti hálvtrýss. Har var stúgvandi fult av fólki úti við Landavegin.

12. desember 1999 sungu vit til konsert í Eiðis Kirkju. Solistur á hesi konsertini hjá manskórinum var Ólavur Jøkladal, sum sang solo í Landkjending av Grieg og »Hitt hvíta liðið« eisini eftir Grieg við orðunum hjá Janus Djurhuus. Einir 120 áhoyrarar vóru komnir at lurta. Janus Trúgvason sang solo í »Jeg vil mig Herren Love«.

18. desember 1999 sungu vit til konsert í Kommunuskúlaauluni saman við sangarinduni Berghild Poulsen og klaverspælaranum Árna Hansen. Kaffi og jólabollar blivu seldir. Eini 42 fólk høvdu leitað sær niðan í Kommunuskúlaauluna at lurta. Aftaná konsertina fóru vit niðan í Mimir at syngja nakrar sangir, har teir vóru blíðir og bjóðaðu okkum eina øl og ein ordiligan snaps, meðan vit býttu jólabollarnar, ið lupu av frá konsertini, út til niðurundirkomnar sálir.

24. desember 1999 sungu vit til jólahald á Lágargarði.