Skip to content

Fløgur

Tórshavnar Manskór hevur givið fýra fløgur út

Tórshavnar Manskór

Fyrsta fløgan hjá Tórshavnar Manskóri kom út í­ 1997, og eitur rætt og slætt »Tórshavnar Manskór«, og á hesi fløgu eru millum aðrar teir mergjaðu sangirnir »Føroyar mítt land« og »Við strondina stóð eg tá ódnin brast á«, sum hevur heitið »Ódn«, eisini er tann gamli føroyski sálmurin »Som den gyldne sol frembryder«, sum Jákup Dahl týddi og sum Heri Eysturlíð arrangeraði fyri manskór, – umframt fleiri aðrir góðir sangir á ymsum tungumálum.

Fløgan kann keypast hjá tutlrecords.com.

Tórshavnar Manskór: Vit eru Føroyingar

Onnur fløgan hjá Tórshavnar Manskóri kom út í 1999, og eitur »Vit eru Føroyingar«, eftir fyrstu reglu í tí ironisku yrkingini »Kvæði fremsta framtakskappa landsins« (Orð: Regin Dahl/Lag: Kári Bæk) um at vera mentaður føroyingur. Á hesu fløgu eru fleiri sangir frá eini melodikapping, sum vit høvdu 25. mai 1996, og eisini fleiri sangir á eitt nú í­slendskum og donskum. Síðsta lagið er tjóðsangur okkara soleiðis sum Peter Alberg, vanliga nevndur Petur í Geil, skrivaði hann.

Fløgan kann keypast hjá tutlrecords.com.

Tórshavnar Manskór: Væl má gagnast

Triðja fløgan hjá Tórshavnar Manskóri kom út í 2008, og eitur »Væl má gagnast!« eftir síðstu reglu í tí skemtiliga sanginum »Matlepin« hjá Nyholm Debes. Harnæst er fløgan tann fyrsta føroyskt frammleidda fløgan í »surround«, tað vil siga, at lurtarin verður umgirdur av ljóði eins og í einum góðum konsertsali. Á fløguni eru trý løg av ljóði: 1) Super Audio 5.1 »surround« 2) Super Audio Stereo, og 3) vanligt stereo. Á fløguni eru sangir úr Bulgaria, Danmark, Íslandi, Amerika og eisini eru fleiri góðir solistar við á fløguni: Andrias Reinert, Peter H. Niclasen, Fróði D. Sandoy, Birgir Krossteig og aðrir.

Fløgan kann keypast hjá tutlrecords.com.

Tórshavnar Manskór: Kantata til 900 ára Ólavsøkuhátíðina

Fjórða fløgan hjá Tórshavnar Manskóri kom út í 2009, og eitur »KANTATA TIL 900 ÁRA ÓLAVSØKUHÁTÍÐINA« vanliga nevnd »Ólavsøkukantatan«, sum Edw. Mitens og J. Waagstein gjørdu til Ólavsøkuhaldið í 1930, til minnis um Ólav Kong Haraldsson, sum fall í 1030. Á fløguni eru allir sjey partarnir í kantatuni, umframt inngangssangurin »Fjallprúða heim« og útgangssálmurin »Harra Guð títt dýra navn og æra«. Solistar eru Peter H. Niclasen og Mouritz Mohr. Eftir inngangssangin er ein sera hittinorðað røða, sum Petur Øster hevur skrivað og sum Uni Arge lesur.

Fløgan kann keypast hjá tutlrecords.com.