Navn og endamál
§ 1
Navn felagsins er Tórshavnar Manskór. Heimstaður felagsins er í Tórshavn.
§ 2
Endamál felagsins er at fremja kórsang í Føroyum, og at virka fyri at fremja vitanina um og áhugan fyri føroyskum manskórsangi uttanlands, herundir serliga í Norðurlondum.
Limaskapur
§ 3
Avgerð um limaskap verður tikin av nevndini. Nevndin kann avgera, at limur skal meldast úr kórinum, um limur ikki heldur viðtøkur ella samtyktir hjá kórinum.
§ 4
Limagjaldið verður ásett av ársaðalfundinum, og verður at gjalda eftir nærri avgerð frá nevndini.
Limur kann til eina og hvørja tíð við fráboðan til nevndina melda seg úr kórinum.
Nevndin
§ 5
Felagið verður stjørnað av eini 3-manna nevnd, sum verður vald fyri 1 ár í senn á ársaðalfundi. Eisini verður valdur 1 tiltakslimur.
Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni og kassameistara.
Formaðurin kallar saman til nevndarfundar, tá hann heldur hetta vera neyðugt, og skal kalla nevndina saman, um 1 nevndarlimur krevur tað.
Felagið verður bundið av undirskrift formansins og einum nevndarlimi.
Roknskapur
§ 6
Roknskapur felagsins er frá 1. august til 31. juli. Roknskapurin verður grannskoðaður av einum grannskoðara, sum verður valdur á ársaðalfundinum.
Aðalfundurin
§ 7
Aðalfundurin er hægsta vald felagsins. ársaðalfundurin verður hildin hvørt ár í september mánað og verður lýstur við minst 1 viku og hægst 3 vikurs varningi við skrivi/telduposti til limirnar.
Avgerðir á aðalfundi verða tiknar við vanligum meiriluta millum teir, ið atkvøtt hava.
Skráin fyri ársaðalfundin er henda:
- Val av fundarstjóra
- Frásøgn frá nevndini fyri farna árið.
- Framløga av grannskoðaðum roknskapi.
- Val av nevndarlimum.
- Val av tiltakslimi.
- Val av vevstjóra.
- Val av 3 veitslunevndarlimum.
- Val av tónleikanevnd.
- Val av grannskoðara.
- Ásetan av limagjaldi.
- Ymiskt.
Viðtøkubroytingar og avtøka
§ 8
Til broyting av hesum viðtøkum krevst, at minst 2/3 av teimum, sum atkvøtt hava, hava atkvøtt fyri hesum.
§ 9
Felagið kann verða tikið av, um tað á fundarskrá¡nni fyri aðalfundin er lýst, at tílíkt kemur til viðgerðar. Uppskotið er tá bert samtykt, um 2/3 av teimum, sum atkvøtt hava, hava atkvøtt fyri hesum.
Verður felagið tikið av, ger aðalfundurin av við vanligum meiriluta, hvussu vera skal við ognum tess.
Soleiðis samtyktar á ársaðalfundi tann 20. februar 2006.