Næsta framførsla
0
Day
0
Hour
0
Minute
0
Second
10. des. 2023 kl. 19:30 verður árliga jólakonsertin í Vesturkirkjuni. Hesaferð verður hon hildin saman við Fuglfjarðar Sangkóri.
Tit ringja – Vit syngja
Til ber at fáa Tórshavnar Manskór at syngja til ymisk privat tiltøk, so sum føðingardagar og líknandi. Støddin av kórinum veldst um, hvussu nógv pláss er. Talan kann vera um eitt lítið kór (12 – 16 mans), eitt stórt kór (30 – 36 mans) ella onkrastaðni har ímillum. Sungið kann vera í millum 2 – 8 sangir úr sangskrá kórsins. NB.: Tað ber ikki til hjá kórinum at syngja í vanligari arbeiðstíð.
Um tit ynskja at fáa kórið at syngja, skulu tit seta tykkum í samband við ein av kórleiðarunum ella nevndarlimumum.
