Næsta framførsla
0
Day
0
Hour
0
Minute
0
Second

19. – 21. okt. 2023 vitja Orphei Drängar (www.od.se) úr Svøríki. Saman fara vit at hava hesar konsertir.
- Hóskvøldið 19. okt. í Vesturkirkjuni
- Leygarkvøldið 21. okt. kl. 17:30 í Norðurlandahúsinum
Tit ringja – Vit syngja
Til ber at fáa Tórshavnar Manskór at syngja til ymisk privat tiltøk, so sum føðingardagar og líknandi. Støddin av kórinum veldst um, hvussu nógv pláss er. Talan kann vera um eitt lítið kór (12 – 16 mans), eitt stórt kór (30 – 36 mans) ella onkrastaðni har ímillum. Sungið kann vera í millum 2 – 8 sangir úr sangskrá kórsins. NB.: Tað ber ikki til hjá kórinum at syngja í vanligari arbeiðstíð.
Um tit ynskja at fáa kórið at syngja, skulu tit seta tykkum í samband við ein av kórleiðarunum ella nevndarlimumum.
