• PDF

Tiltøk 2016 til 2020

Her skal standa eitt yvirlit yvir farin tiltøk frá 1987 til 2019, tíverri mangla nógv tiltøk!

Tiltøk í 2016

 

Myndir frá ferðini til Akureyrar og Reykjavíkar 9. til 16. mai 2016

View this photo set on Flickr

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

25. mai 2016

Mikudagin 25. apríl 2016 klokkan 19:30 skuldu vit syngja á Parnassinum á Hotel Hafnia fyri okkurt um 40 norrmonnum. Tað var norski konsulurin í Føroyum, Petur Even Djurhuus, sum bað okkum syngja fyri norrmonnunum. Umframt tað, ynskti Peter Even Djurhuus, teirra vegna, at vit sungu núverðandi tjóðsangin "Tú alfagra land mítt" og "Eg oyggjar veit". Fyri at ganga øllum ynskjum á møti máttu vit venja nógv, og tað gjørdu vit umframt, at vit møttu trý korter áðrenn framførsluna á Frúutrøð. Tað var ikki hugsingur um at fáa allar mennirnar at møta eftir ein strævnan túr í Íslandi, so vit vóru bert hesir: Jógvan Elias, Birgir, Peter, Bent Tommy og Suni. Áki, Viggo, Bárður og Sveinur. Kenneth, Elias, Peter Jákup og Ole. Kaj, Andrias, Mads, Brynjálvur, Petur og onkur afturat. Vit sungu fyrst "Føroyar mítt land", síðani "Eg oyggjar veit", "Boðar tú til allar tjóðir", "Tú alfagra land mítt" og Mads skipaði nøkur ørindi av "Zinklars vísu" og til síðst gingu vit út uppá triðja vers í "Side by side", og øll vórðu glað!!!!

28. mai 2016

Leygardagin 28. mai 2016 kl 10:30 møttu allir mans á Reinsarínum fyri at hita upp (uppmøtingin var sera góð), tí vit skuldu vera við til at syngja tá Trappan bleiv tikin í brúk. Tiltakið lat longu upp kl 10:00 við Hornblástri og morgunmati og skráin varð hendan:

Frásøgumaður er Hilmar Jan Hansen.

KL. 10:00 Havnar Hornorkestur spælir, og morgunborðið letur upp.

KL. 10:30 60 fimleikarar koma litríkir av Vaglinum við BUBU fremst oman á økið og mingla við fjøldina.

KL 10:45 Hilmar Jan tekur ímóti BUBU á trappuni. BUBU upptraðkar og syngur sangir saman við Kim Hansen og orkestri.

KL. 11:10 Hilmar Jan takkar BUBU og sigur fólki frá, at hann kemur aftur um eina løtu. Boðað verður frá røðu hjá Heðin Mortensen og Tróndur Sigurðsson, men fyrst syngur Tórshavnar Manskór tveir sangir: "Føroyar mítt land" og "Eg minnist úr gomlum søgum".

KL. 10:20 Borgarstjórin og Tróndur Sigurðsson halda røðu.

KL. 11:30 Tórshavnar Manskór syngur tveir sangir: "Boðar tú til allar tjóðir" og "Side by side" 11:40 Hilmar Jan takkar kórinum og boðar frá, at Ævintýrferðin kemur á trappuna. Búi og Dánjal upptraðka saman við Kim Hansen og orkestri.

KL. 12:05 Hilmar jan takkar teimum og biður BUBU, fimleikarar Ævintýraferðina manskóri og orkestri syngja og spæla ein felagssang. 150 ballónir koma á trappuna. Vit koma inn saman við Havnar Hornorkestur teir spæla Havnarmarsjin og eitt ørindi sjálvir vit, Manskórið, trívir í annað ørindi saman við Havnar Hornorkestur: Men Havnin, men Havnin tann deiliga Havn. So fegin eg gevi meg inn í tín favn. Tú vermir mítt hjarta, tú ert mær so fjálg, á landsbygd har stinkar av livur og tálg, á landsbygd har stinkar av livur og tálg.

KL. 12:15 Punjab koma á Trappuna

KL. 13:45 liðugt

3. juni 2016

Fríggjadagin 3. juni 2016 kl 17:45 møttu allir, sum kundu upp í Blika á Akranesgøtu, har vit hitaðu upp og sungu nakrar sangir. Eina løtu seinni (kl. 18:00) skuldu vit yvir á Føroyar Bjór at syngja nakrar sangir nú tað var Mentanarnátt í Havn. Har vóru nógv fólk og lurtaðu eftir okkum, Sissal Kampmann, sum læs upp úr egnum yrkingarsavni. Eisini spældi Punjab, meðan fólk kundu leska sær á eina øl, sodavatn ella fáa sær eina góða pylsu frá Gutta Winther. Veðrið var av tí fagrasta og uppmøtingin var góð. Vit sungu fimm sangir: Føroyar mítt land, Kom drekkið vínreygað skál við mær, Eg minnist úr gomlu søgum (Christian Andreasen spældi guitar), Jeg vil mig Herre Love Jákup Wardum sang solo) og til síðst sungu vit Side by side. Tað gekk hampuligt.

8. juni 2016

Mikudagin 8. juni 2016 kl 19:30 møttu nakrir fáir mans á Frúutrøð fyri at hita upp og fyri at syngja nakrar sangir saman við Kára Bæk, tí vit skuldu møta í Stokkastovni í Kirkjubø kl. 20:30 fyri at syngja. Selskapið, sum taldi um 30 fólk vóru apoteksfólk úr Sønderjyllandi ella har á leið, sum vitjaðu Kjartan Mohr og Føroyska apoteksverkið. Hesir vóru sangararnir: 1. tenor: Jógvan Elias W. Poulsen, Hanus Højgaard, Petur Niclasen. Birgir Krossteig og David á Brúnni. 2. tenor: Sveinur Tróndarson og Jørgin Pauli Johannesen. Kjartan. 1. bass: Kenneth Samuelsen, Stein Fossá, Sune Rasmussen og Elias Simonsen. 2. bass: Christian Andreasen, Brynjálvur I. Johansen, Petur Øl Petersen, Andrias Reinert og Peter Nielsen. Sangirnir, sum blivu sungnir vóru: Føroyar mítt land, I østen stiger solen op, Jarðareygað og Side by side. Kári Bæk, sum var leiðari helt, at framførslan var okey, kanska vóru áhoyrarnir "nakað villir" nú tey høvdu sitið við borið í tímavís, so villir, at teir vilduhava meir. Teir fingu eisini "þu alfvu vorrar yngsta land". Eitt sindur av skemti var eisin í "Side by side", tí Kári Bæk koyrdi eina 1/4 pausu í til allar seinast í sanginum, har tað er ógvuliga hart, og sjálvandi datt Kjartan Mohr í felluna, - so hann bleiv solistur eina løtu tað kvøldið. Her er ein lítil heilsan frá Kjartan: Góðu tit sangbrøður. - Takk fyri uppmøting og sang í Roykstovuni í Kirkjubø í kvøld. - Fagnaðurin var øgiligur. – Apotekararnir vóru púra tiknir á bóli. Eri ikki mussaður so í ”áravís”. - Har vóru nógv superlativir á lofti. - Samanumtikið kunnu tit vera stak væl nøgdir við framførsluna – ótrúliga góð reklama fyri kórið. - Handan ”fintan” í ”Side by side” varð eisini sera væl móttikin. - Trúi ikki Kári Bæk var so kúllasligur. - Enn einaferð Flott, flott!

14. juni 2016

Týsdagin 14. juni 2016 kl 18:30 møttu nakrir mans á Frúutrøð fyri at hita upp og fyri at syngja nakrar sangir. Vit skuldu møta í Ólavskirkjuni í Kirkjubø kl. 19:15 fyri at syngja. Tí norðulendska selskapinum, tók Holger Arnbjerg, sum er Nordlys-koordinator á altjóða skrivstovuni á setrinum, sær av. Tey høvdu vitja Trónd Patursson, og tey skuldu, eftir tað, oman í Ólavskirkjuna at lurta eftir okkum, meðan vit sungu "Føroyar mítt land", "Boðar tú til allar tjóðir", "Ísland õgrum skorið", "I østen stiger solen op", "Kom du ljuva", "Jeg vil mig herren love" (Jákup Wardum sang solo) og "Side by side". Selskapið sum taldi um 20 fólk, vóru væl nøgd, og eftir okkum kom so Jóannes Patursson og segði teimum søguna um Kirkjubø, áðrenn leiðin gekk niðan í Stokkastovuna, har tey fingu ein betri bita. Vit vóru hesir: 1. tenor: Jógvan Elias W. Poulsen, Helgi Nielsen, Petur H. Niclasen. Bent Tommy Linklett og David á Brúnni. 2. tenor: Sveinur Tróndarson, Høgni Mikkelsen og Høgni Reistrup. 1. bass: Elias Simonsen, Georg Egholm, Jákup Wardum, Ole Jensen, Suni Rasmussen. 2. bass: Brynjálvur I. Johansen, Petur Øl Petersen, Andrias Reinert, Mads A. Winther, Sjúrður Norðbúð og Rói Næs.

15. juni 2016

Mikudagin 15. juni 2016 kl 15:00 møttu allir mans, sum kundu, aftanfyri á TAKS í Sigmundargøtu, fyri at hita upp og fyri at syngja nakrar sangir. Vit skuldu syngja nakrar sangir inni í TAKS, umleið kl 16:30 fyri Sannu Samuelsen ella "Sannu hjá Hugo", sum vit kallað hana. Hon bleiv henda dagin fagnað fyri 50 ára trúgva tænastu á stovninum, sum nú eitur TAKS, og í tí sambandi fekk hon eisini Dronningens Fortjensmedalje. Tað sá út sum øll starvsfólk hjá TAKS í Føroyum heiðraðu Sannu henda dagin við talum og góðum mati. Vit sungu "Kom du ljuva", "Dimmið" og "Side by side" fyri Sannu og selskapinum, og tað ljóðaði bara væl. Vit vóru nógvir um 7, 8 á hvørjari rødd!

18. juni 2016

Leygardagin 18. juni 2016 kl 16:00 møttu allir mans, sum kundu, á brygjarínum "Okkara" á Velbastað, fyri at hita upp og fyri at syngja nakrar sangir. Vit skuldu syngja nakrar sangir inni á bryggjarínum, umleið kl 16:30. Teir á "Okkar" høvdu fingið øll møgulig fólk at vitja: Bollarnar, Rynkeby syklistarnar, okkum og fleiri onnur, og á Velbastað kundu tey bjóða øl, sodavatn, grillað lamb í heimabakaðum "hotdog" bollum. Vit sungu "Føroyar mítt land", "Boðar tú til allar tjóðir", "Dimmið", "Eg minnist úr gomlum søgum" og "Side by side". Vit vóru sera væl mannaðir og vit sungu inni, har tangarnir standa og tað riggaði sera væl. Viðmerkjast skal at tríggir av tangunum vóru tómir, - kanska rúmklangurin kom úr teimum.

21. juni 2016

Týsdagin 21. juni 2016 skipaði Tórshavnar Kommuna fyri summarsólstøður úti í Sandagerði. Tey seinastu 30 árini og nakað væl afturat, hevur Tórshavnar Manskór staðið fyri felagssanginum, - uttan rokning. Heftið, sum sungið hevur verið úr er eitt hefti, sum Marit Mordal gjørdi í 1986 til ólavsøkuna. Í ár hevði eg ikki hug til at fara út og syngja enn einaferð fyri einki, tá Tórshavnar Kommuna ikki kundi stuðla okkum á túrinum til Íslands frá 9. mai til 16. mai við einari krónu, - so eg bað tey finna onkran annan at syngja fyri. Tey so gjørdu, men av tí, at tað regnaði, og av tí at EM dystur í fótbólti varð í sjónvarpinum, varð luttøkan sera lítil - kanska 50 fólk, og tað passaði mær sera væl!!

1. juli 2016

Fríggjadagin 1. juli 2016 kl 18:00 møttu allir mans, sum kundu, á Frúutrøð fyri at fylla bilarnar hjá okkum, tí vit vóru bidnir um at koma til Fuglafjarðar at syngja í tunnellini hjá Havsbrún nú teir høvdu 50 ár á baki. Tað gjørdu vit fegnir. Í tunnellini (tí innastu) sungu vit: "Føroyar mítt land", "Boðar tú", "Dimmið", "Island øgrum skorðið" og "Side by side". Tað var stuttligt at syngja í tunnellini, kanska var rúmklangurin og fuktin nakað nógv av tí góða, og onkur lokalur segði, at teir høvdu mált eftirklangin til 15 sekund! Har var alt møguligt á skránni: Dubultkvartettin Vega, Punjab, Niclas og Lena, fiskasúpan og alt møguligt annað. Eg haldi, at øll vóru glað! Vit fóru í dýrdarveri aftur til Havnar um hálvgun níggju tíðina. Hesir vóru við: 2. bassar: Sjúrður, Petur Øl, Petur N. Kaj, Jan og Andrias. 1. bassar: Jónfinn, Sjúrður, Christian K., Georg, Ole og Óli Jákup. 2. tenorar: Jørgin Pauli, Áki, Helgi Justinussen og Jógvan. 1. tenorar: Helgi, Bent Tommy, Suni. Egon, Dávid og Mouritz.

2. juli 2016

Leygardagin 2. juli 2016 kl 13:00 møttu nakrir mans í Vesturkirkjuni til eina jarðarferð hjá Jóhonnu Traustadóttir Poulsen, sum tey seinastu nógvu árini hevur livað saman við Sjúrða Poulsen úr Skúgvi. Hennara síðsta ynski var at fáa Tórshavnar Manskór at syngja "Ave Maria" av Sigvaldi S. Kaldalón, men tað bar ikki til mitt í summarfrítíðini, so hann fekk eina upptøku av sanginu frá jólakonsertini í Vesturkirkjuni 2014, har Eivør syngur solo, Árni Hansen spælir klaver og Tórshavnar Manskór sang. Sangurin bleiv spældur gjøgnum eitt hátalara annlegg og tað riggaði sera væl, men áðrenn tað, sungu vit "Kom du ljuva" fyri fólkunum, sum vóru komin í kirkjuna at fylga Jóhonnu. Teir sum vóru við vóru: Andrias, Kaj og Petur Øl. Jónfinn, Sjúrður og Christian. Áki, Viggo og Jørgin. Helgi, Suni og Bent Tommy. Sjúrður Poulsen, var í hvussu so er væl nøgdur. Annars er at siga at mamma hennara var systir "gamal" Sámal Petersen úr Klakksvík, sum bleiv gift til íslands, og tí vóru nógvir norðingar og fylgdu. 

29. juli 2016

Fríggjadagin 29. juli 2016 kl 10:00 møttu einir 42 mans í Havnar kirkju til ólavsøkuguðstænastuna, sum vit skuldu luttaka í. Organisturin í Havnar kirkju, Gudmund Mortensen, spurdi okkum, fyri einum mánað síðani, um vit kundu luttaka. Tað vildi mennirnir gjarna, so Kári Bæk stjórnaði Tórshavnar Manskóri í sangunum "Boðar tú til allar tjóðir" og "Jeg vil mig Herren love". Sangirnir gingu sera væl, sambært Kára og fleiri annars, tó var tað onkur, sum vrøvlaði í fyrsta ørindinum í "Jeg vil mig Herren love", men Kári helt, at næstan eingin hoyrdi tað, so samanumtikið væleydnað!. Umframt Tórshavnar Manskórið var trompetistarnir Tróndur Enni og Ernst Remmel og setti sín dám á pre - og postludium og umframt tað spældi teir og Gudmund Mortensen við í sálmasanginum á ávikavist trompet og orgul.

13. august 2016

Leygardagin 13. august 2016 kl 21:00 møttu 14 mans úti í gamla skúlanum á Argjum. Vit skuldu míkja røddina eitt sindur og syngja nakrar sangir, áðrenn vit kl 20:15 skuldu út í róðrarneystið á Argjum fyri at syngja. Vit skulu syngja fyri silvurbrúðarparinum Elsu Lindenskov Joensen (dóttir fyrrverandi borgmeistaran í Havn, Lisbeth L. Petersen) og Páll Joensen. Vit vóru ein gáva frá Onnu Mariu Nyby, Marius Joensen og Egin Midjord við familju. Vit sungu "Boðar tú til allar tjóðir", "Dimmið", "Kom du ljuva" og "Side by side" og eg haldi, at tað gekk bara heilt væl, sjálvt um Georg Egholm, Nicolai Balle, Eirikur Hofgaard og Michael Jacobæus ikki møttu upp! Teir sum møttu vóru hesir: 1. tenor: Tór Verland Johansen, Peter H. Niclasen, Poul Müller, Dávid á Brúnni og Jógvan Elias Winther Poulsen. 2. tenor: Jørgin Pauli Johannessen, Helgi Justinussen, Viggo A. Hansen og Áki Davidsen. 1. bass: Elias Simonse og Ole Jensen. 2. bass: Christian F. Andreasen, Andias Reinert, Brynjálvur Johansen. Sum sagt helt eg, at tað gekk væl at syngja, og eg má siga at 1. tenorarnir ljóðaðu framúr væl

4. september 2016

Sunnudagin 4. september 2016 klokkan tólv varð hátíðarguðstænasta í Skálavíkar kirkju í sambandi við at kirkjan 6. september fyri 125 árum síðani varð vígd og tikin í brúk. Í tí sambandi hevði kirkjuráðið (Poul Jákup Thomsen) spurt okkum um vit vildu luttaka í hátíðarguðstænastuni, har bispurin, Jógvan Fríðrikson, og fyrrverðandi presturin í oyggini, Jákup Reinert Hansen, og núverðandi presturin í oyggini, Havstein Klein, eisini luttóku. Sjálvandi søgdu vit "ja" til at luttaka! Vit øvaðu ein tíma leygardagin, einar seks sangir, sum vit høvdu við til Skálavíkar: "Sanctus" hjá Schubert og "Boðar tú til allar tjóðir" sum vit sungu til guðstænastuna. Meðan vit øvaðu Dimmið, Tjarnareyga, Poor Man Lazarus og Side by side til døgurðan, sum varð etin í Kelduni eftir guðstænastuna, og har øll vórðu meir enn hjartaliga vælkomin.

A picture

Vit vóru: Jógvan Elias, Súni, Helgi , Bent Tommy, Dávid, Egon og Poul. 2. tenorar: Viggo Jørgin Pauli, Áki, Høgni Reistrup og Høgni Mikkelsen. 1. bassar: Rógvi Dalsgarð, Elias, Kenneth og Jón. 2. bassar: Andrias, Kaj, Sjúrður, Peter "Øl" og Peter Gram. Sangurin gekk væl og umframt okkum sang Ingibjørg Hansen og Ólavur Jakobsen tveir sangir í kirkjuni og tveir sangir í Kelduni, har Jákup Reinert Hansen eftir matin segði nøkur góð orð um kirkjuna. Vit fóru úr Havn til Skávíkar við Teistanum kl 9:45 og vit fóru úr Skálvík kl 16:00 úr aftur Skálavík við Teistanum. Men av tí at Teistin var stúgvandi fullur við fólki (jarðarferð, fótbóltur, gongufelagið úr Havn og hátíðarguðstænasta) og fleiri bilar sluppu ikki við, vóru vit ikki í Havn fyrr enn um klokkan 18:00. Men ein góður dagur!!

24. september 2016

Leygardagin 24. september 2016 kl 20:15 møttu allir mans, sum kundu, á Frúutrøð til eina stutta "upphiting" og venjing, tí vit skuldu í felagshúsið í Øksnagerði fyri at syngja fyri Petur Øl sum helt sín hálvtrýss ára føíngardag, fyri vinum og kenningum, har. Ingun, konan hjá Petur Øl, hevði biðið okkum um at syngja fyri honum, og tað gjørdu vit so um níggju tíðina. Men ringt var at finna staðið har vit skuldu syngja, men eftir ein hálvan tíma funnu vit tað so. Eftir ynski sungu vit "Eg minnist úr gomlum søgum", Christian Andreasen spældi guitar, "Dimmið" og "Side by side". tað gekk vist hampuliga væl. Har var nógvur musikkur: áðrenn okkum var Signar í Homrun, og eftir okkum kom Robert McBirnie, sum vildi hava okkum at syngja við í Delilah. Uppmøtingin var sera, sera góð, og tað gekk vist hampuligt.

30. september 2016

Fríggjadagin 30. september 2016 kl 11:50 møttu 12 mans niðri í Ebenezer fyri at "hita upp" og øva ein sang, nevniliga "Matlepan" hjá Nyholm Debes og Zollner. Henda fríggjadagin vóru eldradagar ymastaðni í Havn við fyrilestrum av øllum slag millum annað helt Richa Richardsdóttir ein fyrilestur um mat í Ebenezer. Næstformaðurin í eldraráðnum, Svenning á Lofti, ynskti at fáa "Matlepan" sungnan. Hann heitir á Jóannes á Váli um at fáa sangin sungnan, men av tí at fleiri av sangarunum vóru í Amerika, so bar ikki til. Hann heitti síðani á meg og vit avtalaðu at møtast kvøldi fyri klokkan 20:00, fyri at vita um tað bar til. Jens Christian, Jóannes á Váli, Christian Andreasen, Kenneth Samuelsen, Elias Simonsen, Áki Davidsen Høgni Mikkelsen, Peter Hentze Niclasen, Birgir Krosteig og Hans Pauli Joensen møttu, vit øvaðu í ein tíma og tað bar til!!! So vit boðaðu Svenning á Lofti frá, at vit fóru at syngja "Matlepan" dagin eftir klokkan 12:10 í Ebenezer eftir eina stutta upphiting, og tað riggaði ordiliga væl, og teir nógvu áhoyrararnir vóru væl nøgdir.

1. oktober 2016

Leygardagin 1. oktober 2016 kl 20:15 møttu 11 mans á musikkskúlanum á Frúutrøð fyri at "hita upp", sum man plagar at siga og fyri at øva nakrar sangir. Vit øvaðu "Matlepan", "Dimmið" og "Side by side" tí vit klokkan 21:00 skuldu syngja hesar sangir til ein háltrýss ára føðingardag, sum bleiv hildin uppi á Dugna á Sandvíkarhjalla. Tað var Jákup Klein, sum helt sín hálvtrýss ára føðingardag fyri vinum og kenningum, tey vóru um 140 í tali. Sum sagt vóru vit har uppi klokkan 21:00 og Brandur Johansen, sum hevði biðið okkum koma at syngja og orðstýrarin Dia Midjord, tóku ímóti okkum og søgdu okkum, hvar vit skuldu standa. Vit fóru inn og sungu fyri gestunum, og eg haldi, at tey vóru hampuliga væl nøgd, tey klappaðu í hvussu so er. Vit vóru Christian Andreasen, Mads Winther og Sjúrður Norðbúð á 2. bass. Kenneth Samuelsen, Elias Simonsen og Christian Kruse á 1. bass. Høgni Mikkelsen og Áki Davidsen á 2. tenor og Peter Hentze Niclasen og Birgir Krossteig á 1. tenor.

19. oktober 2016

Mikudagin 19. oktober 2016 kl 12:00 møttu fleiri mans í Vesturkirkjuni, fyri at øva ein sang, nevniliga "Hvile" hjá Julius Beckgaard. Grundin var, at Anfinn Debes hevði spurt okkum um vit kundu syngja ein sang til jarðarferðina hjá pápanum, Helga Debes, sum andaðist leygardagin 15. oktober á landsjúkrahúsinum. Sangurin "Hvile" var í grundini ein hússangur í húsinum hjá Anfinni Debes undir glasheyggi, vit sungu hann fyri Anfinni (gamla) fyri konuni Ebbu og nú fyri Helga. Eg øvaði sangin við sangarunum inntil Kári Bæk kom og tók yvir. Heri Joensen var prestur, og tíverri segði hann Tórshavnar Manskór við Bjarna Restorff, men tað var skeivt, tí Kári bæk dirigeraði monnunum til jarðarferðina í kirkjuni, og tað gekk vist væl.

5. november 2016

Leygardagin seinnapartin 5. november kl 15:00 møtti allir mennirnir í Tórshavnar Manskór, sum kundu, úti á Argjaboða hjá Reidar Jacobsen í samband við silvurbrúðleyp teirra (surprise). Áðrenn tað høvdu vit sjálvandi vant niðri á Frúurøð. Vit sungu fýra sangir "Love me Tender", "Kom du ljuva", "Tell me Why" og "Side by side". Solistur í "Love me tender" var Jákup Wardum. Sangurin gekk heilt væl, sjálvt um tað var nakað tronkt, tí har var nógv fólk.

5. november 2016

Leygarkvøldið 5. november kl 21:00 møtti allir mennirnir, sum kundu, niðri í Kafféhúsinum í Vágsbotniúti. Musikklærararafelag Føroya (MLF) hevði henda dagin aðalfund umframt at felagið fylt 30 ár, og í tí sambandi varð Tórshavnar Manskór biðið um at syngja nakrar sangir til borðhaldið og tað gjørdu vit so. Vit sungu teir somu sangirnar, sum vit sungu fyrr um dagin: "Love me Tender", "Kom du ljuva", "Tell me Why" og "Side by side". Solistur í "Love me tender" var Jákup Wardum. Sangurin gekk heilt væl.

12. november 2016

Leygardagin 12. november kl 20:15 møtti allir mennirnir í Tórshavnar Manskór, sum kundu, á Frúutrøð til upphiting og stutta venjing, áðrenn vit fóru oman á Öström at syngja. Áleið klokkan 21:00 skuldu vit syngja fyri silvurbrúðarparinum Eirik Suna og Tóru Danielsen niðri hjá Öström har eini 120 vinir o kennigar vóru boðin til ein beri bita o gott undirhald. Okkara leiklutir var at syngja: "Love me tender", "Kom du ljuva", "Boðar tú til allar tjóðir" og "Side by side". Solistur í "Love me Tender" var Jákup Wardum, sum eisini hevði eina vakra heilsan til silvurbrúðarparið. Sangurin gekk av tí allar besta og allir gestirnir reistu seg tá vit høvdu sungið tann síðsta sangin!!

19. november 2016

Leygardagin 19. november kl 13:15 møtti Tórshavnar Manskór niðri hjá Öström fyri at fita upp og syngja nakar sangir, tí vit høvdu sagt "ja" til at luttaka á hátíðarløtunið hjá Lionsklubb Tórshavn, sum tann dagin helt sín 50 ára føðingardag í Müllers Pakkhúsi. Vit sungu norska sangin Olaf Trygvason og nekarasangin "Swing Low", har Birita Adela Davidsen, eftir ynskji frá lionsfelagsskapinum sang solo, - tað gekk vist bara heilt væl hjá henni og hjá okkum. Christian Kruse, sum syngur við í manskórinum, varð biðin um at verða eftir, meðan Tórshavn Manskór skuldi skunda sær í Mouritsen Bussar, sum skuldi koyra okkum til Klaksvíkar. Seinni funnu vit útav at Christian Kruse manskórsins vegna móttók ein gávucheck uppá 20.000,- kr frá Lionsfelagsskapinum. So tað var deiligt!!!

19. november 2016

Leygardagin 19. november eftir 50 ára hátíðarløtuna hjá Lionsklubb Tórshavn í Müllers Pakkhúsi, fóru vit við Mouritsen Bussum, til Klaksvíkar har vit í Christianskirkjuni skuldu luttaka í einari Nýggjársguðstænast 2016/2017. Vit øvaðu "Ver tú mær hjá" saman vi Klaksvíkar Hornorkestri kl 16:00 í okkurt ein hálvan tíma fyri at modulatiónirnar uppá pláss ( Eg hevði gjørt eina fleirraddaða útseting í B-dur, meðan Hornorkestrið hevði eina útseting í Es-dur har vit bert sungu einraddað). Um framt skuldu vit syngja nýggjárútgávuna av "Ver vælkomið Harrans ár" sum eg hevði sett út fyri manskór, eg haldi sjálvur at tað riggaði bara heilt væl. Presturin í Klaksvík helt nýggjárprædikuna, kirkjukórið sang nakar sangir, Eyðun Nólsøe sang "Hvítar flykrur"saman við eini trúkikvartett, vit sungu tveir sangir, Hornorkestrið spældi einar fýra sangir útgangsbøn (og inngangsbøn) varð lisin og tá tey níggjy biðiðsløgini høvdu ljómað fóru vit við einari góðari kenslu í Mouritsen Bussar aftur til Havnar eftir ein langan men góðan dag!!!

26. november 2016

Leygardagin 26. november kl 12:15 møttu so nógvir mans, sum kundu, niðri í "Arnes Minde" har politistøðin var fyri nógvum árum síðani, fyri at hita upp og syngja nakrar sangir, tí vit skuldu luttaka til eina jarðarferð úr Havnar Kirkju kl 13:00. Tað var Margreta Balle (fødd Mohr) dóttir "gamla" Kjartan Mohr, sum fór úr Havnar Kirkju kl 13:00. Nicolai Balle, sum fyri tíðina syngur við í Manskórinum, spurdi um vit kundu syngja einar tveir sangir og stuðla felagssanginum í kirkjuni og úti á grøvini, og tað søgdu vit "ja" til. Vit sungu aftaná prædikuna "Boðar tú til allar tjóðir" og "Jarðareyga" og annars stuðlaðu vit sanginum so gott, sum vit kundu, bæði í kirkjuni og á grøvini. Uppmøtingin var bara heilt góð, og vónandi var sangurin eisini góður. Vit gjørdu í hvussu so er okkara besta.

1. december 2016

Hósdagin 1. decemberber kl 11:00 møttu allir mans, sum kundu, í Vesturkirkjuni, tí okkara kæri 2. tenorur Kjartan Mohr, sum brádliga gjørdist sjúkur og andaðist 24. november, skuldi henda dagin jarðast. Jarðarferðin varð úr Vesturkirkjuni kl 12:00, tí ein onnur jarðarferð varð kl 13:00 úr Ebenezer, og í hesu myrku tíð er lítið og einki ljós úti í kirkjugarðinum. Sum sagt møttu vit kl 11:00 fyri at hita upp og syngja nakrar sangir, tí vit høvdu avgjørt at syngja ein hálvan tíma í Vesturkirkjuni áðrenn jarðarferðina. Vit sungu: "Føroyar mítt land", "Tjarnareyga", "Island õgrum skorið", "Heyr Himna smiður", "Jeg vil mig Herren love" (Jákup Wardum sang solo, flott!!),"Mjørkanátt" og "Jarðareyga". Síðani ringdi klokkan og Heri Joensen fór í holt við sjálva jarðarferðina. Eftir fyrsta sálmin sungu vit "Die Nacht" hjá Schubert. Eftir annan sálmin sungu og spældu Bjarni Restorff, Jón Festirstein, Christian Andreasen og Mouritz Mohr sangin hjá Vihjálmi "Søknuður". Síðani sang dóttir Kjartan ein sang saman við guitara. Tá kistan bleiv borðin út sang manskórið "Boðar tú til allar tjóðir". Kirkjan var stúgvandi full av fólki, - tey søgdu at um 1200 fólk høvdu roynt at sloppi innar í kirkjuna, men tað bar slettis ikki til. Úti á grøvini sungu vit fyri árenn boðið varð til ervi í Dansifrøði. Hetta var ein sera syrgilig, men tó pen løta, - ups, har kom ein klumpur.

4. december 2016

Sunnudagin 4. desember kl. 18:00 møttu allir mans í Vesturkirkjuni, har vit saman við kamarkórinum "Tarira" skuldu hava okkara Jólakonsert kl. 19:30. Vit hitaðu upp, sungu nakrar sangir og annars hjálpti við ymiskum td. uppseting av bonkum, uppseting av mikrofonum og annað. Klokkan 19:30 ringdu klokkurnar inn og Jenny Lydersen segði nøkur góð orð áðrenn Manskórið fór í holt við adventsangin "Ver vælkomið Harrans ár" og síðani nakrar sangir, sum einki høvdu við jólini at gera, "Olaf Trygvason", "Heyr Himna smiður" og fyri at minnast Kjartan - okkara 2. tenor, sum brádliga doyði, - spældu og sungu Bjarni Restorff, Christian Andreasen, Jón Festirstein og Mouritz Mohr sangin Hjá Vilhjámi "Søknuður" og annars var alt eftir skránni. Skráin sæst her:

A picture

Tórshavnar Kamarkór sang síðani sínar sangir, og í miðjuni sungu vit ein felagssang. Bjarni Restorff og Kári Bæk dirigeraði manskórinum og til síðast sungu vit »Gleðilig jól«. Jenny Lydersen segði nøkur góð orð og klokkan ringdi tey níggju sløgini. Konsertin vardi gott og væl ein tíma við øllum, og hon var ongantíð keðilig. Kirkjan var stúgvandi sum full, so fleiri fóru heim aftur, og øll, sum sluppu inn, fóru væl nøgd til hús. Ólavur Frederiksen tók hesar myndirnar:

View this photo set on Flickr

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

9. december 2016

Fríggjadagin 9. decemberber kl 19:00 møttu so nógvir mans, sum kundu, niðri hjá Öström fyri at hita upp og syngja nakrar sangir, tí vit skuldu syngja til eitt jólaborðhald fyri býráðslimunum og makum í Tórshavnar Kommunu klokkan 19:30. Jólaborðhaldið bleiv, sum vanligt, hildið í Müllers Pakkhúsi, har Kári Bæk dirigeraði mennirnar oman gjøgnum trappurnar, meðan teir sungu "Fra himlen højt". Komnir oman, har býráðslimirnir sótu, sungu teir "Jól, jól glitrandi jól" og "Gleðilig jól". Kári var væl nøgdur við uppmøtingina tí har vóru einir 35 sangarar møttir. Hann var eisini væl nøgdur við framførsluna sjálva. Tað var Høgni Reistrup sum hevði bílagt okkum fyri Tórshavnar Kommunu.

16. december 2016

Fríggjadagin 16. december klokkan 20:00 møttu so nógvir mans, sum kundu, upp niðri í Havnar Klubba, har Klubbin borðreiddi við gløgg og okkara sangi. Eg og Kári Bæk dirigeraði manskórinum í ein hálvan tíma: jólasangir og annað gott.

24. december 2016

Leygardagin 24. desember. Jólaaftan, er vanligt at Tórshavnar Manskór ferð yvir á Lágargarð at syngja fyri búðfólkunum. Tað hava vit gjørt síðani 1987, og tað gjørdu vit aftur í ár. Vanliga plaga vit at møta í kappellinum kl. 13.00, um tað er tókt. Síðani hita vit upp eina løtu og kl. 13.30 fara vit inn í samkomuhøllina har vit hava eina kombinera guðstænastu/konsert. Heðin Mortensen vísti seg sjálvandi, men annars helt Ann Dahl Hansen, prestur, guðstænastuna, Oddvør Johansen spældi klaver til felagssangin nú maður hennara Kanny Sambleben er har (vanligt var, at Ívar Iversen spældi orgul, men orglið er vekk). Vit sungu hesar sangir: "Jól, jól, glitrandi jól" og "Fra himlen højt kom budskab her", "I østen stiger solen op" "Jarðareygað", og "Gleðilig jól". Eftir sangin fóru búðfólkinini, saman við familju teirra, inn á eindirnar, har tey fingu okkurt til matna. Vit, einir 35 mans í tali, fingu ein góðan drekkamunn, og nøkur vøkur ynskir! Kári Bæk var noyddur at stuðla konuni Marjun Bæk í vikariatinum fyri Anne Mette Clementsen í Fuglafirði, nú stormur er allastaðni.

Tiltøk í 2017

21. januar 2017

Leygardagin 21. januar kl 12:20 møttu so nógvir mans, sum kundu, niðri í "Arnes Minde" har politistøðin var fyri nógvum árum síðani, fyri at hita upp og syngja "Eg skar mítt navn", tí vit skuldu luttaka til eina jarðarferð úr Havnar Kirkju kl 13:00. Tað var Tórunn Sørensen (Andreasen) vanliga nevnd Tóta, sum fór úr Havnar Kirkju kl 13:00. Vit sungu fyri manninum hjá henni Søren Sørensen (Sørin Pramm), sum andaðist fyri nøkrum árum síðani. Tað var Zacharia Sørensen, sum, vegna dótrina Beintu, spurdi um vit kundu syngja "Eg skar mítt navn" í kór og stuðla felagssanginum í kirkjuni og úti á grøvini, og tað søgdu vit "ja" til, serliga tí vit sungu fyri manninum Søren Pram Sørensen fyri nøkrum fáum árum síðani. Vit sungu áðrenn prædikuna og annars stuðlaðu vit sanginum so gott, sum vit kundu bæði í kirkjuni og á grøvini. Uppmøtingin var bara heilt góð, og sangurin var vónandi eisini góður. Vit gjørdu í hvussu so er okkara besta.

8. februar 2017

Mikudagin 8. februar møttu so nógvir mans, sum kundu, í Vesturkirkjuni kl. 12:30, tí klokkan 13:00 var jarðarferðina hjá Gunnbjørg Rubeksen, sum var fødd Jacobsen sum doyði 5. februar. Hon var omma til tveir av sangarunum hjá okkum í manskórinum, nevniliga Hendrik Rubeksen og Rógvi Dalsgarð, og teir spurdu um vit kundu syngja ein sang í kirkjuni og stuðla felagssanginum í kirkjuni og úti á grøvini. Tað var mest sum ein sjálvfylgja at vit vóru við, og tað var Kári Bæk, sum skipaði fyri manskórsanginum "Eg skar mítt navn". Har vóru nógvir sangarar, og tað sum eg havi fingið at vita er, at sangurin var stak góður, - bæði kórsangurin og frelagssangurin í kirkjuni og úti á grøvini.

11. februar 2017

Leygardagin 11. februar kl 11:50 møttu so nógvir mans, sum kundu, á Mest Skipasmiðjuni. Tað var stjórin á Mest, Mouritz Mohr, sum bað okkum koma at syngja nú ein nýbygningur (tvíkilja) skuldi latast "Bakkafrost" - ein flottur bátur! Prísurin var um 8 milliónir, tað sama sum hálvtannað hús kostar í dag! Uppmøtingin var góð og vit sungu einar fýra sangir inni í høllini, sum starvsfólkið í eina viku høvdu roynt at ruddað. Høllin ljóðaði sera væl, og kundi verði eitt gott alternativ til eina og hvørja konserthøll í Havnini. Eftir sangin, varð høvið at fáa sær smyrjibreyð, okkurt at drekka og ikki minst: at hyggja eftir tvíkiljuni.

11. februar 2017

Leygardagin 11. februar kl 18:45 møttu so nógvir mans, sum kundu, á parkeringplássinum við badtmintonhøllina í Gundadali, har ein bussur frá "Mouritsen Bussar" bíðaði eftir okkum, tí vit skuldu niðan á Hotel Føroyar at syngja klokkan 19:10. Á Hotel Føroyum var Galladøgurði til frama fyri krabbamein rakt børn í Føroyum. Tiltakið var skipað á tann hátt, at Juice producenturin Rynkeby, sum í staðin fyri at brúka pening til vanligar reklamur, brúkar peningin til krabbarakt børn, og á henda hátt sláa teir "tvær flugur við eitt smekk", tí miðlaheimurin fylgir Rynkeby óansæð hvat, í jagstranini eftir tíðindum, og í hesum føri skipaðu teir fyri einum Galladøgurða uppi á Hotellinum við vælkomsti, forrætti, høvuðsrætti, dessert og kaffe. Umframt var ein ørgrynna av undirhaldi. Peningurin, sum inn kom, fór allir óskerdir til børn við krabbameini. Tað var í hesum samahangi at vit sungu fýra sangir í forhøllini, tá gestirnir høvdu fingið ein vælkomstdrink. Tað eydnaðist væl og eg haldi, at fólk vóru glað. Síðani fóru vit til Havnar aftur við bussinum hjá "Mouritsen Bussar" og direkta í okkara árliga veitslu, sum Jógvan Elias, Petur Øl og Rói Næs so fyrimyndarliga skipaðu fyri.

20. februar 2017

Mánadagin 20. februar kl 12:30 møttu so nógvir mans, sum kundu, í Vestur kirkjuni til upphiting og gjøgnumgond av tveimum sangum: "Eg skar mítt navn" og "Jarðareygað", sum skuldu brúkast til jarðarferðina klokkan 13:00 hjá Mariu Olsen "núverandi" daman hjá okkara sangara, Georg Egholm. Hon gjørdist sjúk um sama mundi sum Sanna Samuelsen, beint áðrenn Manskórið skuldi til Íslands í mai mánaðin síðsta ár. Kári Bæk stjórnaði kórsanginum, samstundis, sum vit stuðlaðu sanginum við orglið og úti á grøvini. Møttir vóru yvir 20 mans og sangurin vargóður sambært Georg Egholm og avvarandi.

25. februar 2017

Leygardagin 25. februar kl 15:00 møtti Tórshavnar Manskór í Læraraskúlahøllini, tí vit skuldu hava konsert saman við Havnar Hornorkestur kl 16:00.Tað var núverandi dirigenturin hjá Havnr Hornorkestur Tróndur Herason Olsen, sum hevði spurt okkum, og vit søgdu "ja" beinanvegin. Konsertin varð løgd soleiðis til rættis, at Havnar Hornorkestur spældi fyrst í umleið 35 minuttir, Síðani kom Tórshavnar Manskór á pallin og sungu tríggjar sangir: 1)"Ret som ørnen stiger", 2)"Lux Aurumque" og 3)"Jeg vil mig Herren love" Hendrik Rubeksen og Peter H. Niclasen sungu solo í nr. 2, meðan Jákup Wardum sang solo í nr. 3. Síðani skipaði Jákup fyri einum festligum innslagi, sum ein dubultkvartett sang, - tað var fínasta slag. Síðani sang manskórið aftur tríggjar sangir: 4)"Eg skar mítt navn", 5) "Red, red Rose" og "I østen stiger solen op". Síðani trein Høgni Mikkelsen við einari dubultkvartett fram og sungu ein vakran írskan sang. Bjarni Restorff dirigeraði tríggjar teir fyrstu sangirnar, meðan Kári Bæk dirigeraði tríggjar teir seinnu sangir og so vóru sjálvandi Jákup Wardum og Høgni Mikkelsen við teirra væleydnaðu sangum. Til allarseinast Kom havnar Hornorkestur inn aftur á pallin har við sungu tveir sangir saman við teimum: "Die Ehre Gottes aus der Natur" hjá Beethoven og "Beer Barrel polka" hjá Lew Brown, Wladimir A. Timm & Jaromir Vejvoda. Tað riggaði væl, og áhoyrararnir, sum nærum fyltu alla høllina fóru væl nøgdir heim aftur eftir eina gótt upplivilsi.

10. mars 2017

Fríggjadagin 10. mars kl 13:30 møttu so nógvir mans, sum kundu, í Vestur kirkjuni til upphiting og gjøgnumgond av sanginum: "Eg skar mítt navn", sum skuldu brúkast til jarðarferðina klokkan 14:00 hjá Torgunn Kragesteen systir okkara 1. bass Jón Kragesteen, sum doyði herfyri trýss ára gomul! Jón bað okkum um at syngja ein kór sang í kirkjuni og annars stuðla sanginum baði í kirkjuni og úti á grøvini, og tað gjørdu vit so. Kári dirigeraði "Eg skar mítt navn" í kirkjuni, og úti á grøvini vóru tað Johan R. Jacobsen og Jónfinn Petursson, sum skipaði fyri úti á grøvini. Mær vitandi var uppmøtingin góð einir sjey, átta mans á hvørjari rødd, og sangurin gekk vist heilt væl.

30. mars 2017

Hósdagindagin 30. mars kl 19:30 møttu nakrir limir í manskórinum niðri í Block Studio á Skálatrøð fyri at taka upp. Tað var Jógvan Andreas Joensen sum fyri langari tíð síðani heitti á meg um at gera eitt kórarrangement til ein sang, sum hann gjørdi fyri tveimum árum síðani, tá sólarmyrkingin var. Sangurin eitur Sólarhvarv, og eg gjørdi eitt arrangement sum vit skuldu taka upp (tað var eitt sindur bundið, tí bassurin, trummur tveir guitarar vóru tiknir upp áðrenn, saman við nøkrum waldhornum, sum Páll Sólstein stóð fyri). Vit tóku upp frá 19:30 og vóru lidnir um klokkan 22:30. Vónandi var tað gott nokk. Teir sum vóru við vóru Birgir Krossteig, Peter H. Niclasen, Hendrik Rubeksen, Høgni Mikkelsen, Áki Davidsen, Kenneth Samuelsen, Jákup Wardum, Jónfinn Petursson, Mads Winther. Sjúrður Norðbúð, Christian Andreasen og Petur Nilsen.

29. apríl 2017

Leygardagin 29. apríl kl 16:00 møtti Tórshavnar Manskór uppi í Norðurlandahúsinum í Norðurstovnu, stovan, sum vit høvdu fingið tillutað nú konsertin á kórfestivalinum, fyrrnevnt kórstevnan, var farin í gong. Vit høvdu dagin frammanundan havt ein pallprøva. Konsertin skuldi fara í gongd klokkan 16:00 og tað gjørdi hon eisini, men tíverri var hon alt, alt ov lang - hon vardi minst 2 og ein hálvan tíma! Vit í Tórshavnar Manskóri, tað vil siga eg og Kári, høvdu  avgjørt at syngja tveir sangir: "Heyr himnasmiður" og "Og dansurin gongur", og eg haldi, at vit sungu teir væl, tó at dómararnir ikki góvu okkum nakra premiu fyri tann festligasta sangin, "Og dansurin gongur" er um trolaran "Stella Argus" tá hann í 1957 sakk við mann og mús, - ikki júst nakað serliga festligt! Annars eri eg langt frá einigur í at døming av sangi skal taka onnur atlit enn sangin sjálvan!

Tíverri endaðu vit í tí støðu at rættiliga nógvir mans, meldaðu avboð til kófestivalin og sostatt vóru vit bert 37 mans. Men teir, sum møttu gjørdi ein rimmar innsats, soleiðis at øll vóru nøgd eisini Bjarni Restorff og Kári Bæk, - men strævið! Her er skráin frá kórfestivalinum: Skrá

11. mai 2017

Hósdagindagin 11. mai kl 20:30 møttu 18 limir í manskórinum úti á Blika við Velbastaðvegin, fyri at hita upp og syngja nakrar sangir, tí vit skuldu syngja í Roykstovuni í Kirkjubø klokka 21:00. Tað var Skipasmiðan MEST, sum hevði eitt kundatiltak, har nógvir av teim føroysku kundum, umframt fleiri útlendskir veitarir, millum annað úr Italia og Hollandi, vóru gestir. Eisini var MEST- leiðslan, - sølu, - goymslu- og verkætlanarleiðarar eisini við. Teir sum sungu við vóru Helgi Nielsen, Bent Tommy Linklett, Mouritz Mohr, Eivin Emil Joensen,Jógvan Elias Winther Poulsen Hendrik Rubeksen, Høgni Mikkelsen, Høgni Reistrup, Áki Davidsen, Kenneth Samuelsen, Jákup Wardum, Jónfinn Petursson, Mads Winther. Sjúrður Norðbúð, Christian Andreasen, Jóhan Petur Johansen, Rói Næs og Jákup á Dul. Sangurin gekk av tí allarbesta.

12. mai 2017

Fríggjadagin, dýrabiðudag, 12. mai kl 18:30 møttu 17 limir í manskórinum í Roykstovuni í Kirkjubø fyri at hita upp og syngja nakar sangir áðrenn vit skuldu oman at syngja í Ólavskirkjuni um sjey tíðina. Tað var Steen Lorentzen, sum hevði bjóða vinum og kenningum til sín 70 ára føðingardag 9. mai, sum bleiv hildin hetta vikuskiftið í Roykstovuni í Kirkjubøð. Gestirnir komu við "Mouritsen Bussar" síðani vísti verturin Jóannes Paturson føðingardagsfylgið oman í Ólavskirkjuna, og tá tey vóru komin innar, fóru vit ósæddir oman í kirkjuna og sungu tríggjar sangir, sum kona Steen Lorentzen, Ingunn, hevði biðið okkum um at syngja fyri føðingardagsbarninum: "Boðar tú til allar tjóðir", "Nú hnígur sól" og "I østen stiger solen op" og fagnaðurin var so stórur at vit líka tóku "Kom du ljuva" afturat. Eg má siga, at tað ljóðaði einastaðni væl, eg eitt fornemmilsi at hetta var "skidegodt" sum Egon Olsen plagdi at siga. Teir sum sungu við vóru: Helgi Nielsen, Bent Tommy Linklett, Mouritz Mohr, Eyvind Emil Joensen,Jógvan Elias Winther Poulsen Hendrik Rubeksen, Høgni Mikkelsen, Høgni Reistrup, Áki Davidsen, Kenneth Samuelsen, Jákup Wardum, Jónfinn Petursson, Mads Winther. Sjúrður Norðbúð, Jóhan Petur Johansen, Rói Næs og Petur Nielsen.Sangurin gekk av tí allarbesta. Niðafyri er ein mynd, sum Halla Samuelsen tók í tí vælljóðandi Ólavskirkjuni

Steen Lorentzen 70 ára føðingardagur

1. juni 2017

Hósdagin 1. juni kl 20 høvdu vit várkonsert í "Smæruni", sum er tann nýggja høllin. sum Starsmannafelagið hevur umbygt. Í ár var meiningin at vera við á mentanarnáttini, men tað misseydnaðist. Tí fluttu vit konsertina ein dag fram, frá 2. juni til 1. juni - og vit vóru so hepnir at kunna flyta konsertina frá Müllers Pakkhúsi til nýggju høllina í Smæruni, sum Starvsmannafelagi hevur "umvælt", ella rættari: bygt av nýggjum. Ein spennandi høll, sum kanska kann blíva ein alternativ konserthøll.

Tíðindaskriv

Várkonsert  við Tórshavnar Manskóri í Smæruni

Hesi seinastu mongu árini hevur Tórshavnar Manskór havt eina árliga várkonsert, tá sangárið er við at nærkast endanum. Undanfarin ár hevur konsertin millum annað verið hildin í Norðurlandahúsinum og í fjør var konsertin hildin saman við sveisiska Männerstimmen Basel.

Í ár verður Tórshavnar Manskór tó einsamalt á palli, tá konsertin byrjar í nýggju hølunum hjá Starvsmannafelagnum í Smæruni klokkan 20.00 í annaðkvøld 1. juni.

Kórið hevur 16 ymiskar sangir á skránni í annaðkvøld, og spenna teir á allan hátt rættiliga viða.

Tórshavnar Manskór hevur nú 31 ár á baki. Tað varð stovnað av Bjarna Restorff og Kára av Reyni í 1986 og hevur líka síðan vant og framført regluliga. Bæði her heima og uttanlands. Kórið hevur verið á nógvum uttanlandsferðum, tann seinasta var í fjør, tá kórið var við til 100 ára haldið hjá íslendska manskórinum Fostbræður. Tá skipaði íslendska kórið fyri stórum tiltaki í Hørpu í Reykjavík, har 23 manskór luttóku, og eitt av teimum var Tórshavnar Manskór.

Várkonsertin í annaðkvøld er onnur konsertin hjá Tórshavnar Manskóri í ár. Tann fyrra konsertin var, tá Tórshavnar Manskór og Havnar Hornorkestur skipaðu fyri felags konsert í Læraraskúlanum seinast í februar mánaði. Eitt tiltak, sum eydnaðist serstakliga væl.

Tað ger várkonsertin vónandi eisini. Teir báðir kórleiðararnir, Bjarni Restorff og Kári Bæk, hava sett saman eina rættiliga fjølbroytta og áhugaverda skrá, og hana sleppa áhoyrararnir at hoyra í Smæruni í annaðkvøld. 

Við kórkvøðu

Tórshavnar Manskór

Eg og Kári Bæk høvdu funnið 16 sangir sum vit skuldu framføra og inn ímillum sangirnar segði Mads A. Winther nøkur orð. Av tí, at høllin fyrst og fremst er er til fyrilestrar, og tí hevur sera lítlan eftirklang, máttu vit fáa Hans Andor Johannesen at seta eitt sindur av elektriskum klangi á. Úrslitið var bara heilt hampuligt, tað søgdu í hvussu so er fleiri av teim 120 áhoyrarunum sum vóru í salinum og lurtaðu.

Her er onkur mynd úr høllini

View this photo set on Flickr

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

og skráin sæst her:

A picture

3. juni 2017

Hósdagindagin 3. juni kl 19:30 møttu 13 limir í manskórinum úti á Blika við Velbastaðvegin, fyri at hita upp og syngja nakrar sangir, tí vit skuldu syngja í roykstovuni í Kirkjubø klokkan 20:15. Tað vóru hjúnini Albert Isfeld og frúan, Katrin, sum hildu teirra gullbrúdleypsdag fyri umleið 40 vinum og kenningum í roykstovuni í Kirkjubø. Sjúrður Norðbúð bað okkum syngja ynskti "Boðar tú …", "Island õgrum skorið", "Komdu ljuva" og "Side by side" og tað gjørdu vit so. Teir sum sungu við vóru Helgi Nielsen, Bent Tommy Linklett, Egon Hansen, Eyvind Emil Joensen, Høgni Reistrup, Magnus Hansen, Sjúrður Johansen, Jónfinn Petursson, Elias Simonsen. Sjúrður Norðbúð, Brynjálvur I. Johansen, Petur Nielsen og Jákup á Dul. Eg haldi, at gullbrúðarparið var vælnógd við sangin, sjálvur haldi eg, at tað gekk bara heilt væl.

21. juni 2017

Mikudagin 21. juni kl 18 møtti Manskórið í "Smæruni" fyri at hita upp. Henda dagin 21. juni fylti verfaðir mín, Jóhan Petur Johansen, 90 ár. Børnini hjá honum Poula, Jákup Pauli og Margit høvdu avgjørt at geva honum nakrar sangir við Manskórinum í staðin fyri eina innpakkaða gávu. Vit hitaðu upp eina løtu og eftir tað um leið kl 18:30 fóru vit í gamla starvmanna felagið, har føðingardagurin varð hldin frá kl 26 til 20, at syngja. Vit sungu fimm sangir, sum hann gjarna vildi hoyra: Føroyar mítt land, Boðar tú til allar tjóðir, Mjørkin kemur, Jarðareygað og Side by side. Kári Bæk dirigeraði trimum teim síðstu, meðan eg ornaði báðar teir fyrstu. Sangurin gekk bara væl, og Jóhan Petur var væl nøgdur. Her eru nakrar myndir:

View this photo set on Flickr

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

24. juni 2017

Leygardagin 24. juni kl 14:45 møttu vit aftur í "Smæruni" fyri at hita upp. Orsøkin var tann at vit skuldu syngja til eitt brúdleyp, sum bleiv hildið uppi á Skansanum. Sjaldsamt, men satt! Vit møttu á Skansanum áðrenn klokkan 15:30 tá vígslan bleiv hildin. Vit sungu "Til konu mína", "Kom du ljuva" og "Side by side", og inn í millum vóru røður. Tað gekk bara heilt væl eftir sum tað var úti, ett sindur av vindi og regni, men tað endaði í øllum góðum. Her eru nakrar myndir frá vígsluni:

View this photo set on Flickr

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

1. juli 2017

Leygardagin 1. jui kl 15:30 møtti Manskórið í "nýggja" Kirkjuhúsinum (Arnes Minde) hjá Havnar kirkju fyri at hita upp og syngja eina løtu. Henda dagin 1. juli skuldi okkara sangari, Hendrik Rubeksen, giftast við Anitu í Havnar kirkju klokkan 16:00. Prestur var Theodor Olsen, sum henda dagin hevði úr at gera. Vit í Manskórinum høvdu hálvavegnað avgjørt ar synja fyri honum, men tað er mitt í feriutíð og alt møguligt annað hendir, men álíkavæl blivu vit rímuliga væl mannaðir (Dávid, Bent Tommy, Peter, Regin, Eyvind, Jógvan Elias, Súni, Jørgin, Høgni Reistrup, Bárður, Viggo, Helgi Justinussen, Martin, Elias, Ole, Jón, Sjúrður, Rógvi, Georg, Hugo, Kaj, Petur N. Brynjálvur, Sjúrður, Jan) soleiðis at vit kundu syngja fyri brúðarparinum beint eftir at Theodor hevði vígd tey. Vit Sungu "Báðar tú.." og "Kom du ljuva…", og eg haldi at sangurin var OK, eftirsum kirkjufólkið klappaði fyri sangunum hjá okkum. Annars er at siga, at Ragnar Finsson (guitar), Angelica Nielsen (bratsch), Jona Jacobsen (violin) og Guðrun Sólja Jacobsen (sang) framførdu Halleluja hjá Leonard Cohen, við orðum hjá Lisu Rubeksen. Framførslan var sera góð!!! Og vígslan gekk væl.

1. juli 2017

Leygardagin 1. juli kl 19:45 møtti Manskórið í stovu 4 í Musikkskúlanum á Frúutrøð fyri at hita upp og syngja eina løtu. Henda dagin 1. juli bleiv okkara sangari Sveinur Tróndarson giftur við Anniku í Hoyvíkar kirkju klokkan 14:30, og aftur hesa ferð var tað Theodor Olsen, sum var prestur. Ná, men brúðarveitslan bleiv hildin klokka 18:00 í Badtmintonhøllini í Gundadali (gamli svimjuhylurin), og vit høvdu avgjørt at vísa brúðarparinum tann heiðurin, at syngja tveir sangir "Boðar tú..." og "Side by side" fyri teimum og gestum teirra. Tað gjørdu vit um klokkan 20:15, tá tey síðstu vóru sloppin framat tí kalda borðinum. Sangurin gekk bara heilt væl og vónandi vóru fólk glað fyri sangin, har var í hvussu so er gott at syngja. Fleiri úr manskórinum vóru við í veitsluni, og teir sungu sjálvandi við. Vit vóru:  Dávid, Bent Tommy, Eyvind, Jógvan Elias, Súni, Jørgin, Høgni Reistrup, Bárður, Viggo, Áki, Helgi Justinussen, Christian, Martin, Elias, Ole, Jón, Georg, Hugo, Kaj, Petur N., Hanus, Brynjálvur, Sjúrður, Rói og Petur Øl

1. juli 2017

Leygardagin 1. juli kl 20:40 sang so manskórið niðri í Õstrõm á Skálatrøð har okkara sangari Hanus Højgaard ogkona hansara, Eyðfríð, høvdu silvurbrúdleyp. Allir sangararnir frá veitsluni hjá Sveini Tróndarsyni í Badtmintonhøllini komu við oman til Hanus , har vit sungu teir somu sangirnar: "Boðar tú..." og "Side by side" tá vit høvdu sungið teir blivu allir sangararnir koyrdir niðan aftur í veitsluna hjá Sveini. Vit vóru: Dávid, Bent Tommy, Regin, Eyvind, Jógvan Elias, Súni, Jørgin, Høgni Reistrup, Bárður, Viggo, Áki, Helgi Justinussen, Christian, Martin, Elias, Ole, Jón, Georg, Hugo, Kaj, Petur N., Hanus, Brynjálvur, Sjúrður, Rói og Petur Øl. Soleiðis endaði hesin leygardagurin 1. juli 2017!!!!! Og her eru nakrar myndir frá hesum langaleygardegi:

View this photo set on Flickr

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

12. august 2017

Leygardagin 12. august kl 19:15 møttu einir 12/13 mans á Frúutrøð fyri at hita upp og syngja nakrar sangir, tí vit skuldu oman á Hotel Hafnia at syngja klokkan 21:00. Tað var Eyðun Samuelsen sum spurdi um vit kundu syngja fyri pápa sínum Åge Samuelsen og mammuni síni Sólvá á gullbrúdleyps degi teirra, sum bleiv hildin fyri okkurt um 100 vinum og kenningum á Hotel Hafnia. Vit søgdu "ja", og hesir sungu "Klara Stärna", "Kom du Ljuva" og "Side by side": Egon Hansen, Eyvind Emil Joensen, Birgir Krossteig, Høgni Mikkelsen, Høgni Reistrup, Viggo a. Hansen, Kenneth Samuelsen, Elias Simonsen, Óli Jákup Tvørfoss, Jófinn Petursson, Sjúrður Norðbúð, Peur Nielsen, Brynjálvur I. Johansen, Christian Andreasen og Hugo Samuelsen. Tveir dagar eftir sendi eg teimum hesa viðmerking: Eg má siga, at tað var eitt deiligt fornemmilsi at sleppa at framføra saman við tykkum seinasta leygarkvøld fyri Åga og Frú á Hafnia. Tað var sera ringt at skaffa fólk, tí antin vóru tey í summarfrí, summarfestival, silvurbrúdleyp ella okkurt annað. Vanliga vil eg hava hesa fordeilingina 4: 3: 4: 5, sum sambært mínum oyrum, ljóðar best; men tað var simpulthen ómøguligt at skaffa ein 1- tenor afturat. so vit máttu royna fordeilingina 3: 3: 4: 5 og eg má siga, at tað ljóðaði ikki bara væl, men sera væl.Her eru nakrar myndir frá gullbrúdleypinum:

View this photo set on Flickr

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

30. september 2017

Leygardagin 30. september kl 19:15 møttu so nógvir mans, sum kundu, upp á Hotel Føroyum, har Betri-samtakið hevði starvsfólkadag, sum var væl eydnaður og sum endaði við einum betri bita og undirhaldi av ymsum slag. Vit vóru bidnir um at syngja nakrar sangir fyri starvfólkunum og tað gjørdu vit so! Vit høvdu øvað 1) Side by side, 2) Love Me Tender, 3) Eg minnist úr gomlum søgum og 4) Mighty Quinn. Jónfinn Petursson sang solo í "Love me tender" meðan Mouritz Mohr og Birgir Krossteig sungu solo í "Mighty Quinn". Manskórið, sum var væl mannað til høvið, sang í tí stóra salinum umleið klokkan 20:15, og eg haldi, at tað gekk heilt væl.

20. oktober 2017

Fríggjadagin 20. oktober kl 21:15 skuldi Tórshavnar Manskór syngja niðri í Öström til ein føðingardag hjá Petur Ellefsen, sum helt sín 80 ára fyri vinum og kenningum. Vit vóru bidnir at syngja sangin já Jens Eli Ellefsen: "Nú sólin sær søkir hav". Hann er uppá fimm vers til sangin "Drink to me only", sum eg legði til rættis og skrivaði tekstin inn í nótarnar.Vit høvdu øva hann nógv. Tað endaði við at Mouritz sang vers 2 og 4 solo, meðan vit allir sungu hini versini. Vit sungu fyrst "I østen stiger solen op" síðani "Eg minnist úr gomlum søgum", og seinast "Nú sólin sær søkir hav". Tey vóru so væl nøgd at vit máttu syngja "Side by side" sum eykanummar. Vit vóru so heldigir, at vit sluppu inn í "Steinprent" fyri at hita upp. Fólk vóru væl nøgd:

Stóra takk fyri sangin fyri Peturi í gjár.

Vit báðir Jógvan og eg fingu nógv rós fyri sangin eftir, at tit vóru farnir.

Tað var ikki minst stór gleði í familjuni um at hoyra "Nú sólin sær søkir hav" á so høgum støði, sum sangurin veruliga hevur uppiborið, sum Svend Aage, beiggi Petur, segði í sínu røðu beint eftir, at vit høvdu sungið.

Petur var glaður um gávuna og ein av teimum nærmastu hjá Jens Eli segði seg ikki hava sæð hann rørdari enn tá vit sungu sangin hjá honum.

Sambært Helga vóru vit ikki færri enn 43 sangarar og tað var gleðiligt, at so nógvir vildu heiðra Peturi.

Hatta var sera væleyðnað.

Takk fyri!

21. oktober 2017

Leygardagin 21. oktober kl 16:00 skuldi Tórshavnar Manskór syngja í Vesturkirkjuni til eitt minningarhald fyri Leo Clothier sum sjólætst í Skopunarfjørðinum, tá Plli á Dul og hann blivu ásigldir av farmaskipinum Mykines. Til minningarhaldið spældi ein klavertrio, Prestur segði nøkur orð, organisturin Leif Hansen spældi ein sang. Beinta, dóttir Leo, segði eisini nøkur orð, meðan vit vóru bidnir um at syngja "Tjarnareyg" hjá Hera Kragesteen. Eftir minningarhaldið, sum vardi ein góðan tíma, blivu øll 750 fólkini boðin til ein drekamunn í róðraneystinum á Argjum. tað gekk vist nøkunlunda hjá okkum, og vit møttu sum ikki einaferð í kirkjuni í góðari tíð.

29. oktober 2017

Sunnudagin 29. oktober kl 10:00 møttu so nógvir mans, sum kundu, niðri í "Arnes Minde" har politistøðin var fyri nógvum árum síðani,og sum nú hoyrir til Havnar Kirkju, fyri at hita upp og syngja nakrar sangir. Orsøkin var, at vit vórðu bidnir um at luttaka í einari Guðstænastu í samband við 500 ára dagin fyri reformatiónina ella trúbótina sum tað eitur á føroyskum. Til Guðstænastuna hevði Gudmund Mortensen gjørt okkum eitt programm, sum vit høvdu øvað og sum vit fylgdu til Guðstænastuna sum byrjaði klokkan 11:00. Í programminum sungu vit sjálvir sangin: "Takkarljóð á vármorgni" hjá Niels Petur Nolsøe og Knút Olsen. Síðani sungu vit "Kyrie eleison" hjá Konstantin Türnpu, og seinast sungu vit "Upp alt, ið Harrin hevur gjørt" hjá Christian Matras. Kári dirigeraði tann fyrsta og síðsta, meðan Bjarni dirigeraði sangin í miðjuni. Vit vóru vl mannaðir og tað gekk vist væl. Eftir kirkjugongdina bleiv bjóðað til kaffe í kirkjuhúsinum, tá var klokkan blivin 13:00

11. november 2017

Leygardagin 11. november kl 21:15 skuldi Tórshavnar Manskór syngja uppi á Hotel Føroyum til eitt stórt veitsluhald fyri umleið 250 gestum, sum vóru boðin til 2 x 50 ára føðingar dag + 20 ára brúdleyp dag hjá Christian Nagata og Elin Winher Poulsen. Altso eitt 120 ára hald fyri vinum og kenningum. Vit sungu fyri gestunum "Love me Tender" og "Nú sólin sær søkir hav", tann seinni sangurin hjá Jens Eli Ellef var umbiðin. Har var vist rættiliga nógv á skránni so vit sungu bara hesar báðar sangirnar. Vit fingu eitt rúm á Hotellinum at hita upp í. Menninir møttu mannssterkir upp og solo sungu Jónfinn Petursson og Mouritz Mohr, og tað gekk væl.

19. november 2017

Sunnudagin 19. oktober kl 13:30 møttu so nógvir mans, sum kundu, niðri í "Arnes Minde" har politistøðin var fyri nógvum árum síðani,og sum nú hoyrir til Havnar Kirkju, fyri at hita upp og syngja nakrar sangir. Orsøkin var, at Kári Mouritsen, - fyrrverðandi sangari í manskórinum, hann var millum annað við í Wales í 1884 - var deyður og nú klokkan 14:00 skuldi jarðast. Vit vórðu bidnir um at luttaka í jarðarferðini við tveimum sangum "Tjarnareyga" og "Kom du ljuva" og at stuðla sanginum úti á grøvini, og tað gjørdu vit gjarna, og eg haldi, at tað gekk ikki so galið.Uppmøtingin var sera góð.

22. november 2017

Mikuudagin 22. oktober kl 19:45 møttu trettan mans á kontórinum hjá Jógvan Elias Winther Poulsen, Sókn, til eina stutta upphiting, tí vit skuldu beina leið oman á Hotel Havn at syngja nakrar sangir fyri Poul Müller, sum helt sín trýss ára føðingardag saman við familjuni hjá sær. Tey fingu ein betri bita á Hotel Havn. Egon, Jógvan Elias, Eyvind Emil, Helgi, Áki, Høgni Mikkelsen, Jófinn, Kenneth, Elias, Petur Nielsen, Hugo, Mads og Sjúrður Norðbúð sungu "Kom du ljuva", "Boðar tú" og "side by side" fyri teimum, og eg haldi, at tað gekk væl.

10. december 2017

Sunnudagin 10. december kl. 13:30 møttu allir mans í Vesturkirkjuni, har vit saman við kórinum "Eystanljóð" fyrst skuldu hava okkara Jólakonsert í Gøtu Kirkju kl. 14:00, og síðani í Vesturkirkjuni klokkan 19:30. Vit fóru flest allir við MB-bussinum norður til Gøtu fyri at hita upp klokkan 15:00 og síðani at halda konsertina klokkan 16:00. Uppmøtingin hjá áhoyrarunum var tolulug kanska fyltu teir tveir triðingar av áhoyraraplássunum. Fyrst sungu vit, síðani "Eystanljóð", og inn í millum høvdu vit ein felagssang og til síðst enadaðu vit. Konsertin gekk væl! eftir tað fóru vit í bussarnar suður til Havnar fyri at ger klárt til konsertina í Vesturkirkjuni. Í Vesturkirkjuni hevði Theodor Kapnas sett mikrofonir upp fyri Útvarp Føroyar, meðan Ólavur Frederiksen stóð klárur við myndatólinum. Klokkan 19:30 ringdu klokkurnar inn og Heri Joensen segði nøkur góð orð áðrenn Manskórið fór í holt við sína sangskrá. Skráin sæst her: A picture Kórið "Eystanljóð" sang síðani sínar sangir, og í vit sungu eisini ein felagssang. Leif Hansen dirigeraði "Eystanljóð", meðan Bjarni Restorff og Kári Bæk dirigeraði manskórinum og inn í myllum dirigeraði Jákup Wardum einum lítlum kóri. Heri Joensen segði nøkur góð orð og klokkan ringdi tey níggju sløgini. Konsertin vardi gott og væl ein tíma við øllum, og hon var ongantíð keðilig. Nógv fólk vóru og lurtaðu, og tey fóru væl nøgd til hús, meðan vit fóru oman til Monu Mohr, (maður hennara, Kjartan Mohr, doyði so bráddliga síðsta ár) har vit fingu okkurt gott til búkin. Ólavur Frederiksen tók hesar myndirnar i Vesturkirkjuni:

View this photo set on Flickr

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

og skráin sæst her:

A picture

15. december 2017

Fríggjadagin 15. december klokkan 20:00 møttu so nógvir mans, sum kundu, upp niðri í Havnar Klubba, har Klubbin borðreiddi við gløgg og okkara sangi. Eg og Kári Bæk dirigeraði manskórinum í ein hálvan tíma: jólasangir og annað gott. Lagið var av tí allarbesta.

24. december 2017

Sunnudagin 24. desember. Jólaaftan, er vanligt at Tórshavnar Manskór ferð yvir á Lágargarð at syngja fyri búðfólkunum. Tað hava vit gjørt síðani 1987, og tað gjørdu vit aftur í ár. Vanliga plaga vit at møta í kappellinum kl. 13.00, um tað er tókt. Síðani hita vit upp eina løtu og kl. 13.30 fara vit inn í samkomuhøllina har vit hava eina kombinera guðstænastu/konsert. Hesa ferð var tað eitt sindur ørðvísi, tí "jólamaðurin" og jól fyri børnini var tikið av skránni, Guðstænastan var blivin stytt munandi og vit komu inn í salin syngjandi har vit bert sungu fimm sangir eftir eina stutta guðstænastu hjá Sonju Klein. Vit møttu hesa ferðina klokkan 13:45 og tiltakið tók trý korter í alt!!! Oddvør Johansen spældi klaver til sálmasangin og Michala Petri spældi floytu, nú ávikavist maður og pápin, Kanny Sambleben, var eitt av búðfólkunum. Eftir sangin fóru búðfólkinini, saman við familju teirra, inn á eindirnar, har tey fingu ein drekkamunn. Vit, einir 40 mans, fingu ein góðan drekkamunn, og nøkur vøkur ynskir! Kári Bæk og eg vóru nøgdir við hesa 31 ferðina.

 

Tiltøk í 2018

6. januar 2018

Leygardagin 6. januar var ein sera "langur" leygardagur, tí vit skuldu syngja í triðmum støðum henda "langa" leygardag. Fyrst vóru vit bidnir um, at syngja tríggjar sangir klokkan 19:45, í hølunum hjá Starvsmannafelagum í J. C. Schrøtersgøtu. Tað var Henry Fjallstein, sum helt sín 70 ára føðingardag fyri vinum og kenningum niðri í Starvsmannafelagnum. Eini 147 fólk fingu okkurt lekkur at eta frá Oddvør Skarðhamar, sum gjørdi matin. Vit sungu tríggjar sangir fyri gestunum. Vert er at nevna, Henry hevur sungið við í manskórinum: hann var við í Wales 1994, Baltikum í 1997, Danmark og Eysturríki í 2000 og í Cornwall í 2003. Vit møttu í góðari tíð (19:15) í Smæruni, har "Sókn" heldur til, og vit sungu klokkan precis klokkan 19:45. Har var rættiliga trongt í hølunum hjá Starvsmannafelagnum, men eg haldi, at tað gekk!

6. januar 2018

Leygardagin 6. januar kl 19:45 møtti Manskórið, sum sagt, klokkan 19:15 í Smæruni har "Sókn" heldur. Uppmøtingin í Manskórinum var av tí allarbesta sjálvt um Symfoniorkstrið hevði sína árligu nýggjárskonsert, har fleiri av okkara sangarum vóru við í Nýggjárskórinum. Sum sagt sungu vit fyrst fyri Henry Fjallstein og nú gekk leiðin til Kirkjubø har politisturin, Jákup Alberg Berg, helt sín 55 ára føðingardag fyri innbodnum í Roykstovuni, har bóndin Jóhannes Patursson borðreiddi við alskyns góðum mati. Vit sungu tríggjar sangir í Roykstovuni fyri einum 40 innbodnum gestum, og sjálvt um har eisini var trongt, so haldi eg, at tað gekk bara hampuliga væl. Vit sungu klokkan 20:20 í Kirkjubø, og Teir sum vóru við eru hesir. 1. Tenor: Birgir Krossteig,Bent Tommy Linklett, Tór Verland Johansen, David á Brúnni, Hanus Højgaard,Dánjal Pauli Davidsen, Poul Müller og Regin Jakobsen. 2. Tenor: Bárður í Baianstovu, Kári Justinussen, Viggo A. Hansen, Helgi Justinussen og Jørgin Pauli Johannesen. 1: bass: Jónfinn Petursson, Elias Simonsen, Georg Egholm, Nicolai Balle, Ole Jensen og Stein Fossá. 2. Bassar: Eirikur Hovgaard, Petur Nielsen Jóhan Petur Johansen, Petur Øl og Hanus Joensen.

6. januar 2018

Leygardagin 6. januar kl 19:45 møtti Manskórið, sum sagt, klokkan 19:15 í Smæruni har "Sókn" heldur til,i fyri at hita upp. Vit høvdu sum fyrr nevnt sungið í tveimum støðum: fyri Henry Fjallstein í húsinum hjá Starvsmannafelagnum og Jan Ellingsgaard í Roykstovuni í Kirkjubø. Men vit vóru ikki lidnir enn, tí Mona Mohr (kona Kjartan Mohr, - okkara sangara) helt sín trýss-ára føðingardag heima hjá sær sjálvari, bert fyri teim allarmærmastu, - eini 15 gestir íalt. Elsa Anna, dóttir Kjartan og Monu, hevði spurt um vit kundu koma at syngja fyri mammu síni, Monu, og tað søgdu vit "ja" til, og har sungu vit klokkan 20:55. Tað gekk bara heilt væl at syngja í øllum triðmum støðunum sjálvt um har var trongilt allastaðni. Uppmøtingin var sera góð 23 mans møttu sjálvt um vit manglaðu nógvar sangararnar, sum vóru til nýggjárs"show"ið í Norðurlandahúsinum, men har vóru eisini fleiri mans, sum vóru til ball alla møguliga staðni.  Álíkavæl, 23 mans, til hesi trý tiltøkini. Ein fantastiska góður "langur" leygardagur var at enda komin!!!

13. januar 2018

Leygardagin 13. januar kl 20:30 fóru vit niðan í Dansifrøði fyri at syngja, - eftir at vit høvdu hita upp í eina løtu í "Smæruni". Tað var Sára Eysturoy, sum heitti á okkum um at syngja til eitt 150 ára hátíðarhald. Tað var Havnar bjargingarfelag, sum hevði 150 ár á baki, og í tí sambandi vóru umboð fyri Havnar bjargingarfelag, Nólsoyar bjargingarfelag og Kollafjarðar bjargingarfelag boðin til ein betri bita við tilhoyr í Dansifrøði. Ynski var, at vit sungu okkurt sum hevði við sjógvin og veðrið at gera, og vit hildu at "Ódn", "Eg minnist úr gomlum søgum", "Boðar tú til allar tjóðir" og sjálvandi til síðst, meðan vit gingu út: "Side by side". Dansifrøðihøllin er ikki nøkur akustisk opinbáring, so vit stillaðu okkum í skráninginum, sum er gjørdur til tey, sum trilla í rullustólum og tað var vist OK. Uppmøtingin var eisini OK.

27. januar 2018

Leygardagin 27. januar á leið klokkan 19:45 møttu vit , - so nógvir, sum kundu - í Jónas Broncksgøtu nummar 25 (Stóri bygningurin hjá Tummas Dam), har Fróðsetur Føroyar í løtuni hevur eina kantinu í niðastu hædd. Tað Var okkara sangari Eyvind Emil Joensen, sum spurdi um vit kundu syngja til 80 ára hátíðarhaldið hjá mammu síni, Áslu Joensen, sum hon helt tað kvøldið. Eyvind Emil ynskti at vit sungu "Boðar tú til alla tjóðir", "Dimmið" og "Side by side". Sjálvandi gjørdu vit tað, vit møttu í "Smæruni" klokkan 19:15 har vit møttu til stutta upphiting og venjing áðrenn vit gingu oman til "Tummas Dam" í Jónas Broncksgøtu 25. Teir, ið møttu vóru hesir: Bent Tommy, David , Torkil, Hanus, Eyvind Emil, Peter, Suni, Áki, Bárður, Viggo, Elias, Martin, Jón,Stein, Suni, Nicolai, Hugo Brynjálvur, Michael og Jóhan Petur. Sangurin gekk bara heilt væl og Eyvind Emil skrivar: "Takk fyri at tit kundu syngja fyri mammu míni leygarkvøldið. Bæði mamman og gestirnir lótu sera væl at sanginum hjá tykkum. Mamman græt sum var hon flongd, og tey takka hjartaliga fyri góðu løtuna".

3. februar 2018

Leygardagin 3. februar klokkan 22:00 sungu vit í Havnar kirkju. Orsøkin var at organisturin í Havnar kirkju Gudmund Mortensen heitti á okkum um at syngja til hetta musiksa tiltakið, sum var runt um í allarari Havnini. Upprunaliga var tað Havnarkórið við Leif Hansen, sum skuldu syngja, men sum av eini hvørjari orsøk máttu tey melda avboð (allarhelst sjúka). Vit fingu, við stuttari freist, samlað eitt lítið kór og vit vandu hóskvøldi áðrenn í Havnar kirkju, og tað gekk rímuliga væl so vit søgdu "ja" at syngja. Av tíð at alt møguligt var í Havnar kirkju tað kvøldið frá klokkan 20:00, - millum annað var "hvirra", - máttu vit hita upp og venja í "Arnes Minde", - sum er tann nýggi bygningurin hjá Havnar kirkja, - ein tíma áðrenn. Men klokkan 21:55 fóru vit yvir í eina stúgvandi fulla Havnar kirkju har vit sungu hesar sangirnar í nøkunlunda rættari raðfylgju:

  • Alta trinita beata
  • Kyrie
  • Cantate Domino
  • Nescitis Vos
  • Zum Sanctus
  • Summarkvøld
  • Tit sum í fjøru fóru
  • Kvøld
  • Jarðareygað

Kári Bæk dirigeraði fimm sangir, meðan eg dirigeraði fýra. Vit vóru leysir kl. 22.30!

9. februar 2018

Fríggjadagin 9. februar hevði SEV tunnusláðing uppi í Gamla el-verkinum í Gundadali. Eg havi roynt teir flestu bygningarnar í Havn, fyri at vita um teir kunnu brúkast til sang. Hetta kvøldi sluppu vit í manskórinum at syngja fyri starvsfólkunum hjá SEV í hesum "edeliga" bygningi, sum í høvuðsheitum blívur brúktur til eykalutir til linjumennirnar, arkiv og okkurt annað. Onkuntíð við hálvgun níggjutíðina fóru vit frá Frúutrøð, har vit høvdu hita upp, niðan á verkið. Garraguhurðin varð latin upp tá vit komu og vit sungu eina góða løtu í høllini fyri starvfólkunum, og eg má siga, at høllin tykist at rigga sera væl til sang! Ljóðið leyp ikki saman, men stó rættiliga klárt, sjálv um bygninguri er sera høgur og langur. So her er kanska nakað kommunan kundi brúkt til musikk. Vit sungu: "Boðar tú til allar tjóðir", "Eg minnist úr gomlum søgum" Høgni Mikkelsen spældi guitar. "Føroyar mítt land", "Side by side", "Dimmið" og "Ódn".

10. februar 2018

Leygardagin 10. februar 2016 klokkan 19:10 sungu vit, - so gott sum allir menninir -, uppi á Hotel Føroyum til frama fyri krabbamein rakt børn í Føroyum. Tiltakið var skipað á tann hátt, at Juice producenturin Rynkeby, sum í staðin fyri at brúka pening til vanligar reklamur, brúkar peningin til krabbarakt børn, og á henda hátt sláa teir "tvær flugur við eitt smekk", tí miðlaheimurin fylgir Rynkeby óansæð hvat í jagstranini eftir sensatiónum, og í hesum føri skipaðu teir fyri einum Galladøgurða uppi á Hotellinum við vælkomsti, forrætti, høvuðsrætti, dessert og kaffe. Umframt var ein ørgrynna av undirhaldi. Á Hotellinum vórðu um 250 kuvertar seldir fyri nakað væl meir enn túsund krónur hvør, og peningurin fór allir óskerdir til børn við krabbameini. Tað var í hesum samahangi at vit sungu tríggjar sangir í forhøllini, tá gestirnir fingu ein vælkomstdrink. Kári Bæk dirigeraði tveimum sangum: "Føroyar mítt Land", "Jarðareygað"  og eg dirigeraði tveimum sangum: "Love me tender", har Jónfinn Petursson sang solo og "Ódn". Tað eydnaðist sera væl, serliga nú inngongdin er umbygd, og eg haldi, at fólk vóru glað. Síðani fóru vit til Havnar aftur við bussinum hjá Magna og MouritsenBussum, sum hetta kvøldið koyrdi okkum frá Frúutrøð, har vit hitaðu upp, niðan á Hotellið.

30. mars 2018

Langa fríggjadag, 30. mars, kl 16:00 hevði Tórshavnar Manskór konsert í Vesturkirkjuni. Vit í manskórinum hava ongantíð roynt at hava konsert í páskavikuni fyrr, so hetta var nakað nýtt fyri okkum. Upprunaliga var meiningin at framføra eina Requiemsmessu av Cherubini, men tað vísti seg skjótt at so skuldi nógvar eykavenjingar til og tað fingu vit ikki undirtøku fyri, so vit broytti kós: Vit tóku ein sats úr Requiemsmessuni, síðani hildu vit okum til sangir, sum vóru andaligir og væl egnaðir til stillu viku. Akkurát her høvdu vit nakrar andaligar sangir úr Eystureuropa og úr Amerika, sum vóru væl egnaðir og sum vóru fyri mannskór og solo. Vit bóðu Peter H. Niclassen og Biritu Adelu Davidsen um at syngja solo, og tað søgdu tey "ja" til. Á okkara Facebooksíðu skrivaði Helgi Nielsen hesa lýsing: Langafríggjadag kl. 16.00 hevur Tórshavnar Manskór páskakonsert í Vesturkirkjuni. Skráin er fjølbroytt við bæði páskasálmum, negro spirituals, latínskum og russiskum sangum og mongum øðrum. Solistar eru Birita Adela Davidsen og Peter Hentze Niclasen. Ókeypis atgongd. Lýsingin, sum eisini var á in.fo riggaði sera væl, og klokkan 16:00 var konsert í einari fullsettari Vesturkirkju, og tað hevði slettis eingin av okkum rokna við, so takk fyri tað og gleðiligar páskir øll somul!!!! Skráin langa fríggjadag var henda:

A picture

>9. apríl 2018

Mánadagin, 9. apríl kl 19:00 hevði Tórshavnar Manskór sína vanligu venjing í "gamla" Argja skúla, men venjingin var alt annað enn vanlig, tí vit høvdu fingið vitjan av Jan Hollesen, sum tvær reisir fyrr hevur vitja okkum. Hansara ekspertica liggur í at fáa røddina at "musicera", við ymsum venjingum, og tað fingu vit so sanniliga at føla í tríggjar samfullar tímar. Eg haldi at mennirnir vóru glaðir fyri tað ótraditionellu venjingina hetta kvøldið, sjálvt um vit bara sungu tvey vers: fyrsta vers í "Eg skar mítt navn í grein ta hvítu" og fyrsta vers í "Ich schwing Mein Horn" hjá Brahms.

25. mai 2018

Fríggjadagin 25. mai kl 21:30 hevði Tórshavnar Manskór sína árligu várkonsert í Havnar Klubba, - eitt sindur óvanligt stað at hava várkonsert! Orsøkin var tann, at fleiri í kórinum hildu, at vit skuldu syngja vanligar føroyskar manskórssangir, sum sjálvdan blíva spældir í miðlum okkara td. Útvarpi Føroya, men samstundis var eitt ynski um, at áhoyraranir eisini skuldu aktiverast í konsertini við felagssangi. Vit gjørdu trý set: Kári Bæk gjørdi sær eina skrá við 7 vanligum manskórssangum. Vit funnu, saman við guitarspælaranum Høgna Mikkelsen fram til eina skrá við 8 sangum, sum hóskaði til áhoyrararnar og til síðst setti Bjarni Restorff eina skrá saman við 8 vanligum manskórssangum. Vit byrjaðu konsertina heldur seint, kanska 21:40, av tí orsøk, at vit vildu vera fríir av "Gekkinum", sum hevur lagt okkara samfelag lami hvørt fríggjakvøld nú í longri tíð. Sum Kark Marx segði: "opium til fólkið". Meiningin var eisini at hava tiltakið á Hotel Hafnia, sum er eitt meiri alment stað enn Havnar Klubbi, soleiðis at bæði føroyingar og turistar kundu líða á, men tað lat seg ikki gera, og tí fluttu vit í skundi tiltakið oman í Havnar Klubba. Tað vísti seg at hepnast sera væl. Fyrst ornaði Kári Bæk sín part, síðani vórðu áhoyrararnir við í 8 sangum har tann síðsti sangurin var Heystkanón hjá Hanne Boel, sum Jógvan Telling Joensen hevði sett føroysk orð til. Publikum fekk tveir guitarar at spæla uppá, maracas, triangle, bongotrummur, claves, tambourin, guiro og mangt annað. Tey vóru við uppá at spæla við og tað gekk ikki lang tíð, so dugdu tey at spæla og syngja sangin í fleiri røddum. Flott klára! Polterabend var eisini í klubbanum hetta kvøldið, og tað vóru inkarneraðir HB'arar, yngsti bróður Jóannes Jakobsen "á Kamarinum", Poul, sum arbeiðir innan asfalt hjá Kommununi, sum skuldi giftast,  og teir eru 100% Arsenal viðhaldsfólk. Vit høvdu fingið til uppgávu at fáa komandi gemalin, Poul, at syngja við í manskórinum, og tað gjørdi hann fasthildin av tveimum sterkum tenorum, meðan vit sungu slagsangin hjá Arsenal, sum vit hildu hóskandi kundi verið "Rura, rura barnið" nú Arsenal einki hevur vunnið í fleiri ár. Ná, men kvøldið riggaði sera væl og okkara Sjúrður Johansen fekk ein føðingardagssang við sær heim. Vit vóru væl mannaðir til sangin og hann gekk av tí allar besta.

26. mai 2018

Leygardagindagin, 26. mai kl 16:20 fóru nakað væl fleiri enn helvtin av monnunum við konum í Tórshavnar Manskórinum við katamaraninum Issehoved til Nólsoy. Tað var bygdastevna í Koltri, Heysti og bygdastevnan endaði í Nólsoy. Millum annað varð skipað fyri gongutúri út á Borðina aftur og fram í allafagrasta veðri, og vit í Manskórinum skuldu hava konsert saman við Nólsoyar Manskóri í Royndahúsinum klokkan 18:00, somuleiðis í allafagrasta veðri. Eftir eina stutta venjing høvdu Nólsoyingar hug at bakka út, men vit gjørdu so eitt kompromi har Nólsoyingar sungu ein sang sjálvir saman við klaveri og ein sang við stuðli frá nøkrum sangarum úr Tórshavnar Manskóri saman við klaveri og til síðst sungu teir "Eg minnist úr gomlum søgum" saman við okkum, meðan Høgni Mikkelsen spældi guitar. Síðani dirigeraði Kári Bæk 6 sangir og Bjarni dirigerað hinar 6 sangirnar. Eg gloymdi at siga at veðrið var alt ov gott til at vera innandura, so vit fóru oman á nólsoyarkai at syngja, tí har var alt fólkið møtt til felagssangin, sum skuldi vera klokkan 19:00, og har var eisini okkurt selt til matna. Tað riggaði bar væl. Síðani fóru fólk ymsastaðni, onkur fór at vitja fólk, onkur fór í Kaffistovuna, meðan onnur fóru niðan í Maggies, har teir vístu Champions League finaluna millum Liverpool og Real Madrid. Har sat eg inntil Ramos slaktaði Salaah, og dystur reelt var avgjørdur. Eftir tað gekk leiðin yvir til Maluna og Kristian Hansen, sum bjóðau okkum alt gott. Klokkan 10:00 sigldi Issehoved inn til Havnar aftur og har tók Politiið í móti okkum, tí onkur hevði meldað Issehoved fyra at hava ov nógv ferðafólk við, har vóru so 113 fólk við og tað voru 15 ov nógv. Nevnast skal at ein eykatúrur var klokka 21:30, sum eingin visti um, so har er kanska okkurt sum kundi riggað betri hjá Strandferðsluni. Men túrurin var deiligur, tað hildu konurnar við!!!

1. juni 2018

Fríggjadagin 1. juni kl 15:00 hevði "Havnar Arbeiðarafelag" móttøku í samband við 30 ára starvsdag hjá Monrad Kjelnes. Havnar Arbeiðarafelg vildi heiðra Monrad, og tað bleiv gjørt bæði við gávum, blómum, talum, pinnamati, víni og sangi. Ruth Arge spurdi okkum um vit kundu syngja fyri Monrad við 15:30 tíðina, og tað søgdu vit "ja" til og vit møttust á Landsverk klokkan 15:00 har vit hitaðu upp og sungu nakrar sangir. Síðani fóru vit yvir í hølini hjá Havnar Arbeiðarafelga har vit sungu eina tríggja sangir, og eg vóni at Monrad var nøgdur, sjálvt um eg gjørdi eina "kisku", við at siga at tað var hansara seinasti arbeiðsdagur. Eftir eina umberðing frá mær varð alt fyrigivið. Vit vóru um 16 - 20 mans og tað ljóðaði væl. Fríðrikkur bláhamar tók hesar myndirnar:

7. juni 2018

Hósdagin 7. juni kl 9:00 fór Smyril úr Havnini til Suðuroyar og við vóru fleiri mans úr Tórshavnar Manskór, umframt fleiri onnur, sum eisini henda fagra summardag skuldu á fólkafund út í Lítlu Dímun. Hetta var triðja royndin at sleppa upp á Lítlu Dímun og tað vóru Róin úr Hvalba og Helgi Nielsen, sum høvdu samskipað tiltakið, har allir mennirnir stóðu klárir hvønn dag í meiri enn fjúrtan dagar, men nú lukkaðist loksins. Teir, ið vóru við á túrinum vóru hesir: 1. tenorar: Bent Tommy Linklett, Hanus Højgaard, Eyvind Emil Joensen, Súni Christiansen, Hans Pauli Joensen og Helgi Nielsen. 2. tenorar: Áki Davidsen og Viggo A. Hansen. 1. bassar: Suni Rasmussen, Sjúrður Johansen og Óla Jákup Tvørfoss. 2. bassar: Hanus Joensen, Mads A Winther, Jan Arge, Kaj Kallsberg og Hákun Steingrímsson. Umframt høvdu fleiri av monnunum konurnar við. Dirigenrur á túrinum var Hanus Joensen.

View this photo set on Flickr

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

19. juni 2018

Týsdagin 19. juni kl 13:30 møttu so gott sum allir í Tórshavnar Manskóri í Vesturkirkjuni til jarðarferðina hjá Poul Mohr, sum skuldi verða klokkan 14:00. Poul Mohr andaðist 16. juni á Tjarnargarði, har hann búði í seinastuni. Poul Mohr var altíð góður við Tórshavnar Manskór, eitt nú tá hann bæði sina vegna, men eisini okkara vegna tók væl í móti gestum okkara "Karlakór Reykjavíkur" tá teir vitjaðu okkum í 1995, tá bleiv allur umsitingarbygningurin á skipasmiðjuni umgjørdur til eitt flott matarborð við øllum, sum hugsast kann, -  og eisini var hann blíður við "Karlakór Reykjavíkur" tá teir vitjaðu okkum aftur á jólum í 2012. Í 2005 tá Tórshavnar Manskór vitjaði Ísland var hann líkasum okkara ferðaleiðari og maskottur, so tað var ikki so trupult at fáa menninar at syngja til jarðaferina hjá Poul, soleiðis sum familjan ynskti. Vit vandu bert eina løtu í kirkjukjallaranum tí kirkjan var longu stúðstappað við fólki og onkra staðni máttu tey sleppa inn nú ódnarveður var. Ná, men vit sungu áðrenn Heri Joensen helt sína prædikku "Nú hnígur sól", og eftir prædikkuna sungu vit "Jarðareygað", um framt at vit stuðlaðu organistinum Jógvan Thomsen við felagssanginum. Sangurin gekk sera væl eisini úti á grøvuni, og eg haldi, at tey 900 fólkini vóru nøgd fyri sangin. Vit vóru áleið 38 mans. Frá verssoni Poul Mohr, Hanus Joensen, fingu vit hesa kvøðu: Hjartans tøkk allir tit mongu, sum møttu í Vesturkirkjuni í gjár at syngja til jarðarferðina hjá verfaðir. Framførslurnar báðar vóru stórslignar. Tað var eitt væl upplagt kór, ið sang kenslusamt við hugvekjandi inniligleika, spakført í neyvleika og eyðljóðnum tamarhaldi. Serstakliga var tann Íslandskæra ættin hugtikin av tulking tykkara av Nú hnýgur sól. Og perlan Jarðareygað sat sum altíð í depli. Vermóðir, konan og familjan øll takkar tykkum hjartaliga fyri beinasemið at vísa Pouli Mohr, sum annars var dyggur T. Manskórsfjeppari, hesa síðstu heilsanina og stóra heiðurin. Somuleiðis takk fyri, at tit stuðlaðu so væl felagssanginum í kirkjuni og úti á grøvini.

21. juni 2018

Hósdagin 21. juni kl. 21:00 sungu vit fyri í tiltakinum, sum Tórshavnar Kommuna plagar at hava hvørt ár: summarsólstøður úti í Sandágerði. Tað er sjálvsagt longsta dag, og í ár var veðrið av tí allarbesta. Klokkan 20:45 spældi ein blásikvintet við Trónda Herason Olsen inntil gott og væl 21:00 síðan stuðlaðu vit í tveimum felagsangum, síðan helt Gunnvør Balle (varaborgmeistari) røðu, síðani stuðlaðu vit aftur í nøkrum felagssangum. Eftir tað skuldi Andreas Sigurstein skipað eini tvey kvæði, men hann bar seg undan, tí okkurt var komið á stemmubondini, Óli Lydersen tók yvir. Tiltakið haldi eg eydnaðist væl, tí veðrið var gott, so har var heilt fitt av fólki komið í tí góða veðrinum. Orðstýrari var Sigurð Ólason Vang, og sum vanligt stóð Niels frá Temaradio fyri tí tekniska, vit vóru nógvir sangarar, okkurt um 20. Her eru tvær myndir, sum Viggo A. hansen hevur tikið:

27. august 2018

Mándagin 27. august kl. 18:30 møttu fleiri av okkum í Blika til eina stutta upphiting áðrenn vit skuldu víðari til Kirkjubø. Vit vóru nevniliga bidnir av Marjun Nielsen um at syngja í kirkjuni í Kirkjubø precis klokkan 19:00, men sum so oftani fyrr so halda tíðirnar ikki og vit sungu ein hálva tíma. Sangurin gekk væl: "Boðar tú....", Kyrie" og "Love me tender", har Jónfinn Petursson og Jákup Wardum sungu solo, áðrenn selskapið fór niðan í Roykstovuna til ein betri bita. - Tað er altíð eitt fragt at syngja í kirkjuni, tí hon ljóðar so væl, og enntá hevði Jóannes Patursson sett hita á dagin frammanundan, so har var ikki so fuktigt sum tað plagar at vera, og vit vóru rímuliga væl mannaðir: Bent Tommy Linklett, Peter  Niclasen, Poul Müller, Jógvan Elias Winther Poulsen, Dávid á Brúnni, Eyvind Emil Joensen og Egon Hansen. Magnus Hansen, Bárður í Baianstovu, Viggo A. Hansen og Høgni Mikkelsen. Jákup Wardum, Jónfinn Petursson, Elias Simonsn, Christian Kruse og Kenneth Samuelsen. Christian Andreasen, Hugo Samuelsen, Hanus Joensen, Sjúrður Norðbúð og Petur Petersen. Um tiltakið skrivar Hallur av Rana í Sosialinum: Norðuratlantisku fiskimálaráðharrarnir savnast í hesum døgum í Føroyum til Ráðstevnu Norðuratlantisku Fiskimálaráðharranna. Høgni Hoydal, føroyski fiskimálaráðharrin, er vertur fyri ráðstevnuna, ið hesaferð viðgerð evnið “Sustainable Ocean Governance”. Tað boðar Fiskimálaráðið frá í morgun. Í samband við ráðstevnuna verða eisini tvíliðaðar fundir millum norðurlendsk starvsfelagarnar, har strandarlandasamráðingar og áleikandi mál um fiskirættindi hvør hjá øðrum verða viðgjørd. Eitt serstakt við ráðstevnuni er, at hetta er fyrstu ferð síðan makrelstríðið millum ES og Føroyar var á hæddini, at Evropanevndarlimurin fyri fiskivinnumál vitjar Føroyar. - Og hetta er fyrstu ferð Evropanevndarlimurin (European Commissioner) í fiskivinnumálum Karmenu Vella vitjar Føroyar. Vit skulu aftur til desember 2013 seinast ein Evropanevndarlimur vitjaði Føroyar og var tað Maria Damanaki sum hin fyrsti nakrantíð á almennari vitjan, skrivar Fiskimálaráðið, ið eisini upplýsir, at hetta er aðru ferð innan fyri eitt gott ár, at russiski fiskimálaráðharrin Ilya Shestakov vitjar Føroyar. Ráðstevnan byrjar mánadagin og endar longu í morgin.

27. august 2018

Mikudadagin 29. august kl. 20:30 møttu fleiri av okkum í Blika til eina stutta upphiting áðrenn vit skuldu víðari til Kirkjubø, har vit klokkan 21:00 skuldu syngja í Roykstovuni fyri nøkrum útlendskum gestum hjá Umhvørvisstovuni. Vit vóru rímuliga væl mannaðir: Peter  Niclasen, Helgi Nielsen, Jógvan Elias Winther Poulsen, Eyvind Emil Joensen og Egon Hansen. Magnus Hansen, Viggo A. Hansen og Høgni Mikkelsen. Jákup Wardum, Jónfinn Petursson, Stein Fossá og Suni Rasmussen. Christian Andreasen, Hugo Samuelsen, Brynjálvur Johansen, Sjúrður Norðbúð og Petur Nielsen.

29. september 2018

Leygardagin 29. september kl. 19:30 møttu so nógvir av okkum, sum kundu, uppi í Hoyvíkar Kirkju til eina stutta upphiting áðrenn vit skuldu yvir í Hoyvíkar Skúla at syngja til eitt borðhald, sum var har. Tað var Halger Winther Poulsen, sum helt sín 80 ára føðigardag fyri vium og kenningum eini 120 í tali. Sonur Halger, Jógvan Elias Winther Poulsen, bað okkum um at syngja fyri pápa sínum einar tríggjar sangir um átta tíðina, og tað gjørdu vit so. Eftir ynski sungu vit "Boðar tú......", "Dimmið" og serliga var sangurin Summarkvøld hjá Regin Dahl og Kára Bæk sera vælkomin. Sjálvur haldi eg, at tað gekk bara OK, og uppmøtingin var eisini góð hetta leygarkvøldið: Birgir Krossteig, Helgi Nielsen, Jógvan Elias Winther Poulsen, Eyvind Emil Joensen, Hans Pauli Joensen, Helgi Justinussen, Áki Davidsen, Jógvan Ellefsen og Høgni Mikkelsen. Jón Kragesteen, Georg Egholm, Martin, Stein Fossá og Suni Rasmussen. Christian Andreasen, Hugo Samuelsen, Sjúrður Norðbúð, Petur Nielsen og Petur Nielsen.

18. oktober 2018

Hósdagin 18. oktober kl. 13:15 møttu so nógvir av okkum, sum kundu, í kjallaranum í Vesturkirkjuni fyri at hita upp og øva eitt sindur. Grundin var tann, at Hans Jørgensen hevði biðið Mads A. Winther skaffa nakrar sangarar til at syngja íslendska sangin "Nú andar..." í Vesturkirkjuni, nú svágur hansara Arnbjørn Borgarlíð, sjómansskúlalærari, herfyri andaðist og skuldi jarðast úr Vesturkirkjuni klokkan 14:00. Vit sungu "Nú andar..." aftaná fyrsta felagssálmin Og Peter H. Niclasen sang solo. Tað gekk bara heilt hampuligt, tí vit vóru rímuliga væl mannaðir:Peter Niclasen, Bent Tommy, Birgir Krossteig, Hanus Højgaard, Jógvan Elias Winther Poulsen, Helgi Nielsen og Regin Jakobsen. Høgni Mikkelsen og Sveinur Tróndarsson. Georg Egholm Jón Kragesteen, Martin Petersen og Jákup Wardum. Mads A. Winther, Brynjálvur Johansen, Hanus Joensen og Christian Andreasen. Sum sagt var sangurin OK, men vit sóu skjótt at eingir "líkhanar" vóru í kirkjuni, so vit nóyddist eisini umframt at skuðla felagssanginum í kirkjuni eisini at syngja fyri á grøvini, tað høvdu vit ikki roknað við, men tað gekk eisini: fleiri fóru út á grøvina og Hanus ornaði fyri.

20. oktober 2018

Leygardagin 20. oktober kl. 12:15 møttu so nógvir av okkum, sum kundu, í "hálvgamla" skúlanum á Argjum fyri at hita upp og øva eitt sindur. Grundin var tann, at mamma "okkara" basssangara Brynjálvur I. Johansen, Mourentza Franziska Johansen, andaðist leygardagin 13.oktobur, 94 ára gomul. Jarðarferðin var úr Argja kirkju leygardagin klokkan 13:00, prestur var Dergur D. Joensen. Brynjálvur ynskti at vit sungu einar tveir sangir til jarðarferðina og tað gjørdu vit so: "Boðar tú til..." og "Jarðareygað". Vit stóðu illa, men sangurin gekk hampuliga álíkavæl. Vit vóru: Dánial Pauli Davidsen, Birgir Krossteig, Hans Pauli Joensen, Jógvan Elias Winther Poulsen og Helgi Nielsen. Høgni Mikkelsen, Áki Davidsen og Sveinur Tróndarsson. Georg Egholm, Jón Kragesteen og Stein Fossá. Mads A. Winther, Sjúrður Norðbúð, Jóhann Petur Johansen og Hákun Steingrímsson. Sum sagt var sangurin OK, og fleiri av okkum fóru við út á grøvina at syngja.

4. november 2018

Sunnudagin 4. november (Allahalgana sunnudag)kl. 10:15 møtti Manskórið í Hoyvíkar kirkju fyri at hita upp. Eftir umbøn frá Theodor D. Olsen skuldu vit luttaka í Guðstænastuni klokkan 11:00. Vit sungu tríggjar sangir: "Kyrie", "Eg skar mítt navn", og "Ver tú mær hjá". Tað var gjørt eitt sindur burturúr hesari Guðstænastuni sunnudagin eftir allahalgana dag, Millum annað vóru tveir prestar við í Guðstænastuni: Theodor D. Olsene og Marjun Bæk. Umframt var barnadópur, har sonur Trónda Sigurdsson fekk navn. Løtan, sum byrjaði við morgunmati varð sera góð, og sálmsangurin ljóðaði væl, tí har var nógv gott fólk í kirkju. Bæði Bjarni Restorff og Kári Bæk hildu, at klangurin var sera góður, - og eg meini góður! Sjálvur var eg sera glaður fyri at allar røddirnar vóru púrasta klárar fyri mær og áhoyrarunum, men tíverri hendi tað í Kyrie, at 2. bassarnir ikki fingu tekn frá mær, sum teir plaga, og tíverri hugdu allir níggju 2. bassarnir upp, sum teir skulu, - og har hendi tí einki! Vit tóku seinnu helvt umaftur so publikum fekk Kyrie-sangin hálva aðru ferð. Men tað Aronska vælsignilsið var heldur ikki lítaleyst! Ein troyst! Alt í alt ein góð løta.

5. november 2018

Mánadagin 5. november kl. 18:45 møttu teir allarflestu av okkum, uppi í Norðurlandahúsinum, tí vit høvdu sagt "ja" til at luttaka í 100 árahaldinum fyri Regin Dahl, sum júst var føddur 5. november 1918. Regin Dahl bleiv heiðraður alt farna vikuskiftið: Niðri í Kommunuskúlaauluni, har hann onkuntíð hevði konsert, skipaði kórið "Tarira" fyri einari langari konsert. Staðið har konsertin var eitur nú "Finsen". Og sunnudagin skipaði Landsbókasavnið fyri einiari heiðursløtu fyri Regin Dahl. Og nú mánadagin klokkan 19:30 skuldu vit so vera við at heiðra Regin Dahl í Norðurlandahúsinum við tveimum løgum: "Summarkvøld". Lag: Kári Bæk, orð: Regin Dahl og "Snjólýsi". Lag: Regin Dahl, orð: Chr. Matras. Arr.: Kári Bæk. Uppmøtingin var sera góð, nakað væl omanfyri 40 mans, og sangurin gekk av tí allarbesta og dirigentur okkara hetta kvøldið, Kári Bæk, smíltist yvir alt fimmoyrað. Á hátíðarhaldinum, sum varð væl vitjað, var mangt annað á skránni og vilja tit síggja hana so kunnu tit "klikkja" her:

A picture

17. november 2018

Leygardagin 17. november kl. 20:30 møttu so nógvir av okkum, sum kundu, á Frúutrøð fyri at hita upp og øva eitt sindur. Grundin var tann, at starvsfólkini á "Sansir" høvdu jólahugna niðri hjá Østrøm, og Tór Verland Johansen spurdi okkum um vit kundu koma oman og syngja nakrar sangir við níggju tíðina, og sjálvandi søgdu vit "Ja"! Eftir ynski sungu vit fyrst "Føroyar mítt land", síðani "Love me tender", har Jákup Wardum sang solo, síðani sungu vit íslendska sangin "Nú andar" har Peter H. Niclasen sang solo og til allasíðst sungu vit eftir ynski "Side by side". Jólahugnin var í tí lítla síðupartínum í Østrøm og har var deiligt at syngja, tí man far eitt sindur av rúmklangi í rúminum, og eg haldi at gestirnir eisini vóru nøgdir, so tað var bara gott. Uppmøtingin var av tí allarbesta yvir tjúgu mans. Vit sluppu rættstundis inn at syngja so vit vóru longu leysir aftur um 21:30 tíðina. Eitt gott kvøld.

2. december 2018

Sunnudagin 2. december kl. 13:30 møttu allir mans, sum kundu, í Vesturkirkjuni, har vit saman við Ungdómskórinum í Gøtu kirkju og dirigentinum, Símun Hammer, skuldu hava okkara vanligu jólakonsert í Vesturkirkjuni klokkan 19:30. Vit Møttu klokkan 17:00 fyri at hita upp og syngja nakrar sangir. Tað gjørdi Gøtu Kirkju Ungdómskór eisini, vit vóru í kirkjukjallaranum, meðan tey eftir ein góðan bita fóru uppá í kirkjurúmið. Uppmøtingin hjá monnunum var góð, og eg haldi at tað sama var galdani fyri Gøtu kirkju ungdómskór. Uppmøtingin hjá áhoyrarunum var eisini góð, sjálvt um GHM og Glymur høvdu konsert samtundis, sum vit uppi í Hoyvíkar kirkju. Fyrst sungu vit við Kára Bæk sum leiðara, síðani sang Ungdómskórið í Gøtu Kirkju við Símun Hammer, sum leiðara. Eftir tað, sungu vit øll ein felagssang "Føgur er foldin", meðan Hanus Joensen spældi orgul. Eftir tað endaðu vit við Bjarna Restorff, sum leiðara og til allarsíðst sang manskórið saman við Ungdómskórinum í Gøtu Kirkju "Gleðilig jól" áðrenn Signar Dam helt eina útgangsbøn, líkasum hann bjóðaði øllum vælkomnum. Konsertin gekk rímuliga væl, Jónas Block Danielsen tók konsertina upp við okkara amboðum, meðan Ólavur Frederiksen tók myndir. Konsertin vardi ein góðan tíma við øllum, og hon var ongantíð keðilig. Fólkini, sum lurtaðu lurtaðu fóru væl nøgd til hús, meðan vit fóru oman til Monu Mohr, har vit fingu okkurt gott til búkin. Ólavur Frederiksen tók hesar myndirnar i Vesturkirkjuni:

View this photo set on Flickr

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

og skráin sæst her:

A picture

8. december 2018

Leygardagin 8. december klokkan 2 møttu so nógvir av okkum á Frúutrøð, sum kundu, fyri at filla bilarnar upp, tí vit skuldu til Bíggjar at syngja klokkan 16:00. Um trý tíðina voru allir mans komnir til Bíggjar, og vit møttust uppi hjá Jens Mohr, sum hevur eini summarhús har. Vit sluppu at hita um og syngja sangirnar í gjøgnum, uppi hjá Jens, áðrenn vit fóru oman á Viðurbyrgi og syngja einar fimm jólasangir. Sangurin gekk bara heilt væl við duninum frá Bjarnafossi í bakgrundini. Har var fitt av fólki, sum høvdu nógv at fara til henda dagin í Bø, tí har vóru ikki færri enn tvær konsertir í í Bíggjar kirkju: Hejne Lützen og Magni Christiansen. Umframt bjóðaði bíggjarfólk vaflur og kaffe í nærum øllum húsum. Teir flestu okkara fóru skjótt til Havnar aftur og eg var við hús klokkan knapt 6. Vit vóru væl mannaðir á øllum røddum og vit høvdu ein góðan dag í......Bø!

13. december 2018

Hósdagin 13. december kl. 20:15 møttu so nógvir av okkum, sum kundu, í "Arnes Minde" núverðandi kirkjurúm hjá Havnar kirkju fyri upp og øva eitt sindur. Grundin var tann, at á Panorama á Hotel Hafnia hátíðarhelt Bent á Lava sín 48 ára starvsdag,- meginpartin sum stjóri á Balslev, nú Bygma,- fyri vinum og kenningum. Sjúrður Olsen bað okkum koma at syngja nakrar sangir fyri Bent klokkan 21:00, og tað gjørdu vit fegnir. Hilmar Jan var orðstýrari og hann bjóðaði okkum vælkomnar eftir taluna hjá Sjúrða Olsen, - nýggja stjóranum -, vit sungu so fýra sangir "Føroyar mítt land", "Deck the Halls", "Gleðilig jól" og "Side by side" og løtan var góð, so mikið góð at Bent á Lava kom út og tók í hondina á hvørjum eistøkum sangara. Klokkan 21:34 var eg við hús aftur eftir eina deiliga løtu.Uppmøtingin var einastandandi 34 mans møttu fyri at heiðra Bent tað flott mitt í jólamánaðinum, og sangur gekk bara væl.

21. december 2018

Fríggjadagin 21. december klokkan 18:45 møttu so nógvir mans, sum kundu, upp niðri í Havnar Klubba, har Klubbin klokkan 19:30 hevði lyst fyri sínum limum at teir borðreiddi við gløgg og okkara Manskórssangi. Axel Lützthöft gjørdi ein góðan Gløgg. Eg dirigeraði manskórinum í ein hálvan tíma: jólasangir og annað gott, og lagið var av tí allarbesta.

24. december 2018

Mánadagin 24. desember. Jólaaftan, er vanligt at Tórshavnar Manskór ferð yvir á Lágargarð at syngja fyri búðfólkunum. Tað hava vit gjørt síðani 1987, og tað gjørdu vit aftur í ár. Vanliga plaga vit at møta í kappellinum á Lágarði kl. 13.00. Síðani hita vit upp eina løtu og kl. 13.30 fara vit inn í samkomuhøllina, har vit hava eina kombinera guðstænastu/konsert, tað vil siga, at vit sita inni undir allari Guðstænastuni. Hesa ferð, og í fjør, var tað eitt sindur ørðvísi, tí "jólamaðurin" og jól fyri børnunum, var tikið av skránni. Guðstænastan var blivin stytt munandi og vit komu inn í salin syngjandi har vit bert sungu fimm sangir eftir guðstænastuna hjá Una Næs. Vit møttu hesa ferðina klokkan 13:45 og tiltakið tók trý korter í alt!!! Jóhan Restorff Jacobsen spældi uppá el-orglið til sálmasangin og præludium og postludium. Eftir sangin fóru búðfólkinini, saman við familju teirra, inn á eindirnar, har tey fingu ein drekkamunn. Vit, einir 40 mans, fingu ein góðan drekkamunn, har vit møttu: í Kappellinum. Kári Bæk og eg vóru nøgdir við hesa 32 ferðina.

30. december 2018

Sunnudagin 30. december kl 13:15 møttu næstan allir mans upp, úti í Vesturkirkjuni, til eina upphiting og øving. Orsøkin var tann at Tórgerð W. Nielsen, sum var mamma okkara sangara, Helga Nielsen, andaðist um jólini og skuldi jarðast úr Vesturkirkjuni henda dagin klokkan 14:00. Ynskiligt var, at fáa " Ver tú mær hjá" og "Boðar tú" sungnan til jarðarferðina í Vesturkirkjuni, og tað gjørdu vit so í einari fullsettari kirkju. "Ver tú mær hjá" bleiv sungin áðrenn prædikuna hjá Hera Joensen, presti, meðan "Boðar tú" bleiv sungin áðrenn "Føgur er foldin" sum var tann sálmurin, sum bleiv sungin, tá kistan bleiv borðin út. Sjálvandi stuðlaðu vit eisini felagssanginum saman við orgulspælinum hjá Hanus Joensen, líkasum vit stuðlaðu sanginum úti á grøvini í "himmalsins ódnarveðri og regni", sum var tá. Uppmøtingin var sera góð einir 40 mans, - Kári Bæk ornaði tann fyrra og eg ornaði tann seinna. Sagt var, at tað ljóðaði sera væl! So tað kundi ikki vera betri!

 

 

Tiltøk í 2019

2. januar 2019

Mikudagin 2. januar kl 11:30 møttu allir mans, sum kundu, í Havnar kirkju, tí okkara sangari í nógv Harrans ár, Heri Kragesteemn, sum sang 2. tenor, andaðist triðja jóladag, og  jarðarferðin skuldi vera  henda dagin úr Havnar kirkju. Fyri at fáa eina lítla løtu við dagsljósi úti í kirkjugarðinum varð jarðarferðin sett til klokkan 12:00. Sum sagt møttu vit kl 11:30 fyri at hita upp og syngja nakrar sangir, tí børnini hjá Hera Kragesteen, Høgni og Bjørt, løgdu jarðarferðina soleiðis til rættis, at fyrst  spældi klokkuspælið "Tíðin rennur sum streymí á" tvær ferðir klokkan 12, Síðan komu biðisløgini, og síðani skuldu vit syngja sangin, "Tjarnareyga", sum Heri hevur gjørt, síðani bleiv felagssangurin "Harmur og gleði" sungin afturvið orgulspælinum hjá Gudmund Mortensen. Eftir taði var ein kollekt, áðrenn vit sungu "Boðar tú til allar tjóðir" og Uni Næs helt eina góða prædiku. Eftir prædikuna spældi og sang Høgni Kragesteen og Ólavur Olsen ein sang, áðrenn kistan bleiv borðin út. Felagsálmurin , meðan kistan  bleiv  borðin út, úr einari fullsettari Havnar kirkju, var "Eg skar mítt navn". Vit stuðlaðu eisini sanginum á grøvini, har stormur og regn var. Uppmøtingin var sera góð og fleiri hildu, at tað ljóðaði væl, - eisini Fróði Sandoy,sum var og til jarðarferðina!!

8. februar 2019

Fríggjadagin 8. januar klokkan 20:00 møttu so nógvir mans, sum kundu, í Timburdeildini hjá Mest (Skipasmiðjuni) har vit hitaðu upp og sungu nakrar sangir. Orsøkin var tann, at vit skuldu syngja í "Skeiva Pakkhúsi" trý korter í níggju, har Petur Hans Poulsen, skipstimbrari, vinnukavari og fyrrverandi bedingsmeistari á Skipasmiðjuni, helt sín fýrsinstjúgunda føðingardag fyri hálvtrýssinstjúgu vinum og kenningum. Vit vóru ein gáva frá børnunum við tí serliga ynskinum, at syngja sangin "Faðirs míns hond" hjá Nyholm Debess, umframt "Eg minnist úr gomlum søgum" og "Dimmið". Tað lukkaðist at finna rætta lagið til "Faðirs míns hond", sum ikki stendur í nótabókini til "Føroya fólks sangbók", vit vandu hann og hinar í Timburdeildini áðrenn vit fóru syngjandi oman gjøgnum trappurnar til barrina í "Skeiva Pakkhúsi", har vit sungu sangirnar. Sjálvandi sungu vit "Side by side" sum eykanummar, meðan vit gingu út. Uppmøtingin var sera góð og sangurin ljóðaði væl, og sambært Helga: "Hans (sonurin) var fantastiska glaður fyri sangin í gjár. Tað var breið semja um, at tað var framúr".

16. februar 2019

Leygardagin 16. februar 2019 klokkan 19:10 sungu vit, - so gott sum allir menninir -, uppi á Hotel Føroyum til frama fyri krabbamein rakt børn í Føroyum. Tiltakið var skipað á tann hátt, at Juice producenturin Rynkeby, sum í staðin fyri at brúka pening til vanligar reklamur, brúkar peningin til krabbarakt børn, og á henda hátt sláa teir "tvær flugur við eitt smekk", tí miðlaheimurin fylgir Rynkeby óansæð hvat, í jagstranini eftir tíðindum, og í hesum føri skipaðu teir fyri einum Galladøgurða uppi á Hotellinum við vælkomsti, forrætti, høvuðsrætti, dessert og kaffe. Umframt var ein ørgrynna av undirhaldi: millum annað undirhelt "Pipar og Salt" og fleiri. Á Hotellinum vórðu um 240 kuvertar seldir fyri meiri enn túsund krónur hvør, og peningurin fór allir óskerdir til børn við krabbameini. Tað var í hesum samahangi at vit sungu tríggjar sangir í forhøllini, tá gestirnir fingu ein vælkomstdrink. Tað eydnaðist væl og eg haldi, at fólk vóru glað.

21. februar 2019

Hósdagin 21. februar 2019 klokkan 16:00 sungu vit, í Siloini á Vestarabryggju, í tí partinum, sum eitur Kongshøll. Fróðskapar setur Føroyar brúkar salin til fyrilestrar.Vit møttu klokkan 15:30 í "Hugskotinum", har vit hitaðu upp og sungu sangirnar ígjøgnum áðrenn vit skuldu inn at syngja fyri luttakarunum á ferðavinnu skeiðinum, sum "Hugskotið" og Visit Tórshavn" stóðu fyri. Nógvar framløguna vóru á skránni, millum var ein framløga við heimskenda  kokkinum Claus Meyer, nú matstovan Koks fekk tvær Michelin stjørnur.  Møtt  vóru fleiri hundrað áhoyrarar og fyri teimum sungu vit "Føroyar mítt land" og "Dimmið". Vit blivu spurdir í dagin fyri, og álíkavæl bar til at manna lið, og eg haldi at tað ljóðaði væl í Kongshøll, sjálv um har var stúgvandi fult av fólki. Hesir møttu: Helgi, Suni, Jógvan Elias, Hanus, Regin, Eyvind Emil og Hans Pauli. Áki, Høgni Mikkkelsen, Høgni Reistrup, Helgi, Magnus, Viggo og Sveinur. Elias, Georg, Ole, Martin og Suni. Hanus, Kaj, Brynjálvur, Jan, Jóhan Petur, Hugo Petur Øl og Sjúrður

23. februar 2019

Leygardagin 23. februar 2019 klokkan 11:00 sungu vit, uppi hjá Andrias Reinert. Okkara 2. bassur, sum helt uppat at syngja saman við okkum fyri áleið 2 1/2 árum síðan vegna sjúku, fylti 85 ár. Fyri at tað ikki skal vera lygn, so fylti dóttur Andrias eisini sama dag. Tá Andrias fylti 40 ár bleiv Píl Reinert fødd, so Píl bleiv 45 ár og Andrias 85 ár og tillukku við tí. Kári Bøæk og Bjarn ivóru báðir við tá vit sungu tríggjar samgir fyri Andriasí. Efrir sangin fingu vit morgunmat og kaffi. Sangurin gekk væl og uppmøtingin var góð.

2. mars 2019

Leygardagin 2. mars kl 13:15 møttu næstan allir mans upp, úti í Vesturkirkjuni, til eina upphiting og øving. Orsøkin var tann at Poul Hansen, sum hevur verið okkum ein hollur stuðul í nógv Harrans ár var deyður, og áðrenn hann skuldi kremerast var ein minnigarløta í Vesturkirkjuni, sum familjan vildi hava okkum at luttaka í. Tað gjørdu vit so við íslendska sanginum "Nú hnigur sól" og føroyska sanginum "Dimmið". Kirkjan var stúgvandi full av fólki og sangurin sum bleiv sungin frammi í kór ljóðaði væl, tað søgdu fólk í hvussu so er.

7. mars 2019

Hósdagin 7. mars kl 13:15 møttu so nógvir mans, sum kundu, í "Arnes Minde" fyri at hita upp og syngja nakrar sangir ígjøgnum. Orsøkin var, at mamma okkara sangara, Peter Hentze Niclasena púra óvanta andaðist náttina til mánadagin, og nú skuldi hon, Eyðbjørg, jarðast. Hon fór úr Havnar Kirkju klokkan 14:00 og tey ynsktu at vit sungu tveir kórsangir: "Sanctus" eftir preludium og "niður sólin fór" beint áðrenn prædikuna hjá Theodor Eli Olsen, presti. Uppmøtingin var sera góð 24 mans mitt í arbeiðstíð! Sangurin gekk bara heilt væl eisini felagssangurin og sangurin úti á grøvuni.

24. mars 2019

Sunnudagin 24. mars kl 10:30 møttu einir 30 mans á Frúutrøð, har vit fyltu bilarnar áðrenn leiðin gekk til Kvívíkar. Í Kvívíkar kirkju skuldu vit syngja til Guðstænastu í sambandi við at tað vóru 200 ár síðani V.U Hammerhamb varð føddur. Til Guðstænastuna vóru, umframt vit, ikki færri enn tríggjir prestar: Maria Niclasen, Jógvan Fríðriksson og Jákup Reinert Hansen, deknurin Heini Holm og SVF. Jógvan Fríðriksson segði nøkur væl vald orð, Maria Niclasen hevði barnadópin, meðan Jákup Reinert Hansen helt eina prædiku yvir eina grein  hjá V.U. Hammershamb um "samljóð og missljóð" og apropo, so sungu vit til inngangin "Sanctus" og vit tveir sangir eftir prædikuna: "Kyrie" og "Boðar tú til allar tjóðir". Sangurin var ikki fantastiskur, men hann kundi brúkast og í hvussu so er vórðu fleiri kvívíkingar glaðir fyri at fáa vitjan. Kirkjan er rímuliga stór til dagligt, men tá einir 30 mans skulu reisa seg, stilla seg upp í kór, umgirdir av sjónvarpsupptøkutólum, syngja ein sang, fyri síðani at seta seg aftur millum meinigheitina er ikki nøkur løtt uppgáva og ei heldur nøkur vøkur sjón. Christian F. Andreasen hevði hesa skemtiligu viðmerking eftir sjónvarpssendingina:

Uppstillingin sær bara heilt professionelt út.

Men at síggja okkum krúpa av senuni í Kvívík sum krabbagoggur – bara eini 30 í tali - enntá í live upptøku í KVF, sá ikki serliga professionelt út.

Minti meg um hesar bilrekkjurnar, sum bara ikki koma úr stað.

Havi einaferð sæð eina útrokning sum vísti, at tað skuldi taka eini 60 sekund at evakuerað allan terminalin á flogvøllinum, og tá var terminalurin enntá er fullur av fólki.

Gud viti hvussu leingi ein evakuering av mansskórinum hevði tikið -Cool

Ná, men eftir Guðstænastuna vórðu vit bodnir til kaffe og at síggja prestagarðin, og eftir tað bjóðaði Bent Tommy oman til sín til súpan og kaffe, nú konan og hann høvdu trý ára brúdleypsdagn á føðingardegi Mariannu. Samanumtikið ein deiligur dagur.

6. apríl 2019

Leygardagin 6. apríl 2019 kl 20:00 vóru fleiri mans møttir uppi á Hotel Føroyum har Lærarafelagið hevði aðalfund, døgurða og veitslu fyri sínum limun. Og nú Jógvan á Lakjuni og Hanna Jensen hava sett morgunsangin í centrum, gjørdi lærarafelagið ikki matari enn at biðja okkum í manskórinum syngja nakrar sangir har "boðar tú til allar tjóðir" skuldi vera við. Vit hitaðu upp frá klokkan 20:00 til 20:30 og so fóru vit niðan í stóru høllina hjká Hotel Føroyum, har 350 lærarar fingu sær ein betri bita, og har sungu vit "Boðar tú", "Island õgrum skorið" og so endaðu vit, sum ikki einaferð, við "Side by side". Eg føldi, at tað gekk sera væl at syngja og ikki minst føldist tað, sum um gestirnir vóru í sera góðum lag, sum smittaði á sangin..Sjálvur var eg væl nógdur, - eitt deiligt upplivilsi!

14. apríl 2019

Leygardagin 14. apríl 2019 kl 16:00 høvdu vit konsert saman við "Karlakór Hreppamanna" í Vesturkirkjuni. Tað stutta av tí langa er, at "Karlakór Hreppamanna" vóru okkara gestir henda sunnudagin í Havn, meðan teir dagin fyri vóru gestir í Klaksvík, har teir høvdu konsert í Ósá skúlanum saman við 17 sangarum. Í Havn var avtalað at møtast í Vesturkirkjuni klokkan 14:30, har vit hitaðu upp og síðani gjøgnumgingu teir sangir vit skuldu syngja saman: "Ísland õgrum skorið", "þú alfvu vorrar yngsta land" og "þakkarbæn". Avtalað varð at dirigentur teirra skuldi stjórna og tað gjørdi hann gleðiliga. Eftir tað gjøgnumgingu Kári Bæk "Kung liljekonvalle", og eftir tað gjøgnumgekk eg "Orðini". Síðani sungu íslendingarnir nakrar av sínum sangum, og so var klárt til konsert. Heri Joensen bjóðaði øllum vælkomnum eftir at klokkan hevði ringt 152 sløg. Konsertin byrjaði við at "Karlakór Hreppamanna sungu 7 sangir, síðani komu Kári Bæk og eg við "Kung liljekonvalle" og "Oriðini", síðani sungu íslendingarnir aftur tríggjar sangir og allarseinast sungu vit felagssangirnar: "Ísland õgrum skorið", "þú alfvu vorrar yngsta land" og "þakkarbæn". Heri bað "Faðir vár" á íslendskum og eftir tey 9 biðisløgini fóru vit beina kós oman í Havnar Klubba, har vit vit fingu okkurt at eta og at drekka. Talur vóðru hildnar og ymsir sangir blivu sungnir. Løtan var bara heilt góð. Nógvar konfirmatiónir vóru henda sunnudagin, so nógvir av okkara monnum kundu ikki vera við í Havnar Klubba, meðan aðrir máttu fara úr Havnar Kluba í konfirmatión. Áhoyrarnir í Vesturkirkjuni vóru rættiliga nógvir sjálvt um tað var konfirmatiónssunnudagur, so nógvir at eg bleiv paff, og áhoyrarnir sýntist at vera væl nøgdir. So samanumtikið ein deiligur dagur! Niðanfyri eru nakrar myndir:

26. apríl 2019

Frígjadagin 27. apríl 2019 klokkan 19:15 møttu vit í timburdeildini hjá Tórshavnar Skipasmiðju, har vit hitaðu upp og sungu nakrar sangir: "Føroyar mítt land", "Were you there", "I østen stiger solen op" og "Dimmið". Orsøkin vartann, at vit skuldu oman í Müllers Pakkhús, har Lions Klubb Tórshavn fyri fyrstu ferð vóru vertir fyri tí árliga Distriktsfundinum sum annars er hvørt ár í kongaríkinum. Gestirnir komu til Føroyar fríggjadagin "pø a pø" og møttust í Müllers Pakkhúsi har pinnamatur, kaffe, vín, øl og alt møguligt var á skránni. Millum annað sungu vit áðurnrvdu sangir + "Side by side" fyri gestunum og tey vóru ógvuliga glað fyri sanginar. Dagin eftir var fundur úti í "Glasir"meðan konurnar vitjaðu Tinganes og Norðurlandahúsið. Alt ferðalagið skuldi eisini ein túr vestur í Vágarnar mánadagin og ein túr norður til Saksunar týsdag. Ferðalagið fór úr Føroyum aftur mikudagin. Eina hending sum Høgni Mikkelsen fortaldi (okkara 2. tenorur), var at hann leygardagin setti seg inn í Berlingobilin hjá sær uppi við Mariu Poulsen, tá bankaði onkur uppá rútin og Høgni helt at tað var onkur útlendingur sum var vilstur í Havn, men nei, - hann hevði hoyrt sangin hjá okkum úti í Müllers Pakkhúsi, tí hann var á distrikstfundi hjá Lions og hann kendi Høgna aftur og hann mátti líka fortelja honum hvussu væl  honum dámdi sangin,  - sera væl! Sig so tað!

3. mai 2019

Fríggjadagur 3. mai 2019, bleiv ein minniligur dagur fyri fleiri í Tórshavnar Manskóri. Vit høvdu játtað at syngja fyri nøkrum turistum úr Norra í Klæmintsgjógv í Hesti. Avtalað varð við RIB 62 at fara úr Gomlurætt út í Klæmintsgjógv í Hesti um trý tíðina, har vit skuldu bíða eftir norska ferðalagnum, ið taldi um hálvthundrað. Vit sungu so fyri teimum einar tríggjar sangir, og eftir tað fór norska ferðalagið í Stokkastovuna í Kirkjubø, har tey fingu ein betri bita. Tástani tá sluppu vit í land aftur, men samstundis fingu vit ein góðan túr í holunum eystan fyri í Hesti. Ein fantastiskur túrur søgdu teir, sum vóru við. Hesir vóru við: Helgi Nielsen, Suni Christiansen, Birgir Krossteig, Hans Pauli Joensen, Eyvin Emil Joensen, og Bent Tommy Linklett allir 1. tenorar. Kári Justinussen, Viggo A. Hansen, Dávid á Brúnni, Bárður Dam í Baijanstovu og Høgni Mikkelsen allir 2. tenorar. Jón Kragesteen, Georg Egholm, Suni Rasmussen og Ole Jensen allir 1. bassar. Petur Petersen, Brynjálvur I. Johansen, Sjúrður Norðbúð, Peter Christian Gram, Jan Arge Jacobsen, Kaj Kallsberg og Martin Andrias Kruse allir 2. bassar. Nevnast má at Høgni Mikkelsen var chefdirigentur tá sangararnir sungu "Føroyar mítt land", "I østen stiger solen op", "Ísland øgrum skorið" og "Ódn" fyri gestunum og "Eg minnist úr gomlum søgum" og "Þú alfvu vorrar yngsta land" bara fyri at prøva holið av!. Her eru nakrar myndir, sum Bárður Dam í Baijanstovu (2.tenorur) og Peter Christian Gram (2. bassur) hava tikið:

View this photo set on Flickr

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

11. mai 2019

Leygardagin 11. apríl 2019 kl 14:45 møttu so gott sum allir mans á parkeringsplássinum uppi á NABB, har tann nýggi bussurin hjá MB bíðaði eftir okkum. Vit skuldu á kórstevnu í Løkshøll í Runavík. Vit høvdu ein góðan túr til Runavíkar, har konsertin byrjaði klokkan 16:00. Vit fingu eina stovu í Runavík har vit hitaðu upp og royndu at bøta um ymsar feilir. Vit skuldu inn sum nummar 9, og sangurin gekk av tí allarbesta: Kári Bæk dirigeraði "Kung liljekonvallen" og eg dirigeraði "Orðini", og eg helt at tað varð nakað av tí besta eg havi hoyrt "Orðini", og Kári var eisini væl nøgdur við sín sang. Aftur í ár var stevnan skipað sum ein kapping og í dómarapannelinum sótu Petra Iversen, Jon Hollesen og Unn Paturson og av onkrari orsøk vóru vit ikki millum trý tey bestu, men eg haldi sjálvur at "Orðini" var ein superframførsla. Vinnarar vórðu 1. Tarira, 2. "Gøtu Ungdómskór" og 3. "Tórshavnar Kamarkór" Áhoyrararnir sluppu eisini at avgera hvør fekk áskoðaraprísin og tað bleiv sjálvandi Gøtu Ungdómskór. Bussurin koyrdi til Havnar aftur klokkan 18:30, og tá vendu vit, sjálvt um konsertin ikki var liðug enn (hon bleiv stroyma og upptikin), nøsina heimaftur, eftir ein væleydnaðan dag. Vit fingu eisini okkurt gott í bussinum, og onkur vildi hava meir tá teir komu til Havnar og tað fingu teir eisini!!!!!

18. mai 2019

Leygardagin 18. mai 2019 kl 17:45 vóru fleiri mans møttir uppi á Frúutrøð har Musikkskílin heldur til. Vit hitað upp og sungu nakrar sangir í lítla eina løtu, tí vit skuldu oman á Skipafelagið at syngja klokkan 18:20 í sambandi við, at Skipafelagið helt sín 100 ára stovningardag. Eini 600 fólk vórðu boðin til tiltakið, sum varð hildið í tí heimasta pakkhúsinum. Á skránni var alt møguligt: ein móttøka við apperitif og musikki, millum annað skuldu vit syngja "Føroyar mítt land", "Boðar tú til allar tjóðir" og "þú álfvú vorrar yngsta land", eftir okkum skuldu Niklas og Lena syngja. Síðani varð borðahaldið, við undirhaldi og røðum, til í mesta lagi klokkan 24:00 og eftir tað spældi Chilli til dans. Um okkara luttøku kann eg bara siga, at uppmøtingin var góð (um 30 mans) og sangurin var OK, men háhoyrararnir larmaðu eitt sindur nógv, so eg veit ikki sum sangurin kom út til allar áhoyrararnar. Tað skal nevnast, ar vit vóru eisini við tá Faroe Ship hevði 95 ára hald 1. mars 2014.

24. mai 2019

Fríggjadagin 24. mai 2019 seinnapart møttu fleiri mans upp í sambandi við at Blika flutti í nýgg hølir í Smiðugerði 9 og skifti navn frá Blika til Arctic Import. Vit vóru um 20 mans, sum sungu "I østen stiger", "Eg minnist ur gomlum søgum" og "Side by side", har vóru ikki so nógvir áhoyrararir, men nakrir føroyingar og nakrir danskarar, sum vóru sera glæðir fyri sangin. Kári Bæk dirigeraði og hann segði, at tað gekst bara væl!

1. juni 2019

Leygardagin 1. juni 2019 við átta tíðina sungu vit í Sjónleikarhúsinum í Havn fyri Axel Lützhõft, sum helt sín 70 ára føðingardag fyri vinum og kenningum í Áarstovu í Sjónleikarhúsinum. Vit vóru "gávan" frá Birgir Krossteig við familju, og av tí, at Áarstovan var nakað trong sungu vit fyri gestunum í millumhøllini í Sjónleikarhúsinum og sangurin gekk bara heilt væl, - eins og fyri tíggju árum síðani. Uppmøtingin var eisini góð: Birgir, Tór Verland, Peter og Óskar. Sveinur, Jørgin Pauli, Høgni Mikkelsen. Jón, Martin. Hanus, Jóhann Petur, Rói, Sjúrður, Brynjálvur. Vit møttu ein hálvan tíma áðrenn í Villumgøtu 16 hjá Róa Næs fyri at hita upp og syngja nakrar sangir. Ynskið var at vit sungu "I østen stiger solen op", "kom drekkið vínreyða skál við mær" og "Tjarnareyga". Sangurin gekk væl og vónandi vóru fólk vælnøgd.

8. juni 2019

Leygardagin 8. juni 2019 klokkan 19:30 høvdu vit, - ikki bara vit, men Studentersangforeninge

Her er prentaðað konsertskráin í góðari góðsku:

A picture

15. juni 2019

Leygardagin 15. juni klokkan 20:00 møttu teir, sum kundu á Frúutrøð fyri at hita upp og symgja nakrar sangir, tí vit skuldu oman á Panorama á Hafnia at syngja klokkan 20:30 Tað var Jákup á Dul, sum hevði biðið okkum um at syngja fyri vermóður hansara Siri, sum helt sín trýss ára føðingardag fyri vinum og kenningum á Panorama. Okkara uppgáva var at syngja "Dimmið", "Eg minnist úr gomlum søgum" (Christian Andreasen spældi guitar) og "Side by side". Hjá mær var tað ógvuliga specielt, tí har vóru bert tríggir 1. tenorar: Birgir Krossteig, Peter H. Niclasen og Hanus Højgaard. Og har voru bert nakrir fýra 2. tenorar: Áki Davidsen, Helgi Justinussen, Viggo A Hansen og Sveinur Tróndarsson. Haraftur ímóti vóru sera nógvir 1. bassar: Martin Persen, Georg Egholm, Jónfinn Petursson, Stein Fossá, Elias Simonsen, Suni Rasmussen og Ole Jensen. 2. bassarnkir vóru: Jóhan Petur Johansen, Hugo Samuelsen, Rói Næs, Christian Andreasen, Brynjálvur Johansen og Peter Gram. Tað ljóðaði, sum sagt specielt, og tað var tað eisini, men tað ljóðaði faktisk útmerka, og vónandi vóru áhoyrararnir eisini nøgd!?

18. juni 2019

Týsdagin 18. juni klokkan 16:30 skuldu vit syngja í WÜRTH, sum er ein nýgg sølubúð, sum Würth hevur latið upp í nýggju hølunum hjá Fróða á Smyrilsvegi, har, sum BSV (Bygningssnikkaravirkið) var. Sølubúðin hevur maskinur og tilbehoyr til ein og hvønn tørv! Vit sluppu, ein hálvan tíma fyrr, at hita upp og syngja nakrar sangir á HeilsuFrøðisliguStarvsstovuni har Áki Davidsen arbeiðir, og tað eru vit takksamir fyri. Vit vóru sera væl mannaðir og einir tredivu mans møttu til sangin í Würth. Eg var spentur uppá hvussu tað ljóðai í nýggju hølunum. Vit sungu eftir eina røðu "Føroyar mítt land", "I østen stiger solen op", "dimmið" og "Side by side", og eg má siga at klangur var krystalklárur, - allar røddirnar hoyrdist sera klárt ígjøgnum hyllar við maskinum og skrúvum, so tað var eitt satt fornøjilsi. Eftir røðuna og sangin, varð boðið til pinnamat, turran fisk, spik og epli og eitt glas av víni. Eg haldi at teir donsku og føroysku gestirnir vóru væl nøgd. So ein góður dagur, og kanska eitt nýtt upptøkuhøli, - hvør veit!?

21. juni 2019

Fríggjadagin 21. juni kl. 21:00 sungu vit fyri í tiltakinum, sum Tórshavnar Kommuna nú í nógv ár hevur skipað fyri: summarsólstøður úti í Sandágerði. Tað er sjálvsagt longsta dag, og í ár var veðrið hampuligt, - ikki av tí allarbesta, kalt!. Eitt sindur áðrenn, sang og spældi Sámal Ravnsfjall í einar 20 minuttir og eftir tað sungu vit fyri í fimm sangum, sum toastmastarin Høgni Reistrup frá Býráðnum valdi. Síðani introduceraði Høgni Reistrup røðaran, Bergunn Kass, sum helt eina røðu. Eftir tað, sumgu vit fyri í triðmum sangum. So var okkara partur lokin, og síðani skipaði Andreas Sigurstein eini tvey kvæði, men tiltakið var eitt sindur brekað, tí har kom ein larmandi lastbilur frá Kommununi, sum bakkaði allan vegin frá Landssjúkrahúsinum oman millum spælandi smábørn, smábørn í barnavogni, skótum, sangarum, kvøðarum og annars hampafólki, tí ein ellar annar ideotur vildi hava talarastólin uppí lastina á hesum lorta lastbilinum, akkurát meðan tiltakið var hildið á sandinum!!!!???? Absolut ein góður máti at saboterað eitt tiltak sum hetta. Bálið var hesuferð á sandinum Argjamegin og skótarnir høvdu sum vant sølubúð við bollum og cacao, - Havnarmegin. Og sum vanligt stóð Niels frá Temaradio fyri tí tekniska. Vit vóru nógvir sangarar, okkurt um 20.

6. juli 2019

Leygardagin 6. juli skuldu vit syngja í Ólavskirkjuni í Kirkjubø klokkan 14:00 ella einar 10 minuttir eftir klokkan 14:00. Orsøkin var tann, at sonur Mouritz Mohr, Bjørn Mouritzarson Mohr og Tinnu í Garði Patursson skuldi giftast hvør við øðrum, og tað var, fyri brúðarparið, eitt surprise! Mouritz Mohr hevði biðið okkum um at syngja ein heilt serliga sang fyri teimum beint eftir vígsluna hjá Hera Joensen og tað var sangurin "Ver tú mær hjá", øll 6 ørindini, sum Edmund í Garði - abbi brúðrina - hevur týtt. Vit vóru í svørtum og hvítum. Vit møttu ein tíma áðrenn á Frúutrøð har vit tóku røddirnar eina og eina, soleiðis, at vit dugdu sangin til lítar.Teir sum sungu við í kirkjuni vóru: Mouritz Mohr, Helgi Nielsen, Bent Tommy Linklett, Óskar Eiriksson og Jógvan Elias Winther Poulsen. 2. tenorar: Viggo A Hansen, Høgni Mikkelsen og Bárður í Bajanstovu. 1. bass: Jákup Wardum, Nicolai Balle, Sune Rasmussen og Stein Fossá. 2. bass: Jan A Jacobsen, Sjúrður Norðbúð, Brynjálvur I Johansen, Rói Næs, Hanus Joensen og Peter Gram. Sangurin gekk væl og brúðarparið er saman enn!

9. juli 2019

Týsdagin 9. juli kl. 20:00 sungu vit fyri Ingun Petersen, daman hjá Petur (Øl) Petersen, sum fylti háltrýss ár. Dagurin var hildin, fyri teim allar næmastu, við einum betri bita í Fútastovu, har CC. Johansen og seinni Íslendska konsulatið var. Matstovan er ikki so stór, so tað var umráðandi, at vit ikki vóru alt ov nógvir: Mouritz Mohr, Oskar Eiriksson, Bent Tommy Linklett og Helgi Nelsen sungu 1. tenor. Høgni Reistrup og Áki Davidsen sungu annan tenor. Jón Kragesteen, Peter Østergaard, Nicolai Balle og Jákup Wardum sungu 1. bass. Meðan Brynjálvur I. Johansen, Martin Andreas Kruse, Mads A. Winther og Petur Øl sungu 2. bass. Áðrenn vit sungu í Fútastovu møttu vit á Musikkskúlanum á Frúutrøð, har vit hitaðu upp og sungu sangirnar ígjøgnum. Síðani fóru vit til gongu oman á Fútastovuna, har vit sungu "Dimmið" og "Kom du ljüva" fyri Ingun og gestum teirra, men eisini teir útlendsku gestirnir tóku væl ímóti okkum og takkaðu fyri sangin, tí sum Petur skrivar til okkum dagin eftir: Hey Helgi. Stóra takk til tykkum allar fyri sangin í Fútastovu. Ingunn var sera fegin og rørd. Ferðafólkini fingu eisini eina góða uppliving.

20. juli 2019

Leygardagin 20. juli kl. 14:30 møttust so nógvir sum kundu á skúlanum á Trøðni, har vit hitaðu upp og sungu ein sang: "Jeg vil mig Herren love". Orsøkin var tann, at Helgi Nielsen og Eva H. Bennicke seinni, klokkan trý, skuldu vígast av Hera Joensen presti í Vesturkirkjuni. So við vælvild frá Jan Christiansen, leiðara á skúlanum á Trøðni, sum læt okkum upp, sluppu vit at øva í skúlanum eina løtu áðrenn víglsluna. Síðani var fari yvir í Vesturkirkjuna har Heri prestur hevði sína triðju vígslu hendan dagin, og tað var Helgi og Eva. Eftir at prestiur hevði vígt tey sungu vit "Jeg vil mig herren love", Peter Hentze Niclasen sang solo og tað riggaði sera væl hjá honum og eisini hjá kórinum, so takk fyri allir! At valgið fall á henda sálmin, var tí at Eva ynskti hann, um tað bar til, - og tað bar til. Undir venjing dagarnar frammanudan vóru røddirnar ikki heilt egalar tí har var eitt stórt undirskot av 2. tenorum, men tað hjálpti sera væl at nakrir mans komu afturat í síðstu løtu. Helgi er okkara sangari, situr í nevndini og heldur skil á nærum øllum, so tað var uppá sítt pláss, at heiðra hann og Evu við sálmasangi og kórsangi á ein virðiligan hátt. Tillukku!

21. juli 2019

Sunnudagin 21. juli kl. 15:40 møttust so nógvir sum kundu uppi í Norðurlandahúsinum, har Hanus Kamban kl. 16:00 skuldi leggja eina nýskrivaða bók um mentamannin Hans A Djurhuus fram. Hanus ynskti, at vit sungu nakrar sangir hjá Hans A Djurhuus og vit valdu "Eg elski teg land", "Enn minnist meg tey høgu fjøll" og "Tit sum í fjørðu fóru". Fyrst bjóðaði Hanus øllum vælkomnum, síðani precenteraði hann okkum við "Eg elski teg land", síðani bjóðaði hann Páll Danielsen vælkomnum at lesa upp eina yrking í 7 pørtum. Eftir tað sungu vit báðar seinnu sangirnar áðrenn Hanus rættiliga tók orðið og greiddi frá lívið Hans Andreasar ( 1/2 tími ). Til allarsíðst skipaði eg og teir, sum vóru eftir í manskórinum fyri felagssanginum "Sildavalsurin". Eg haldi at tað gekk nokk so gott hjá okkum, men tó ikki optimalt. Ein av grundunum kann vera at har vóru alt ov nógv fólk inni í Klingruni samstundis at hitin var ógvusligur.

26. juli 2019

Fríggjadagin 26. juli kl. 20:45 var tað meiningin at vit skuldu syngja niðri í Jónas Broncksgøtu hjá "Tummas Dam", har Fróðskaparsetur Føroya heldur til, - niðast har kantinan er. Kristian Pedersen helt sín 80 ára føðingardag har fyri vinum og kenningum. Í grundini er Kristian verfaðir, okkara sangara, Eyvind Emil Jonensen, sum heldur saman við Erlu Mikkelsen, og Eyvind spurdi um vit kundu syngja fyri verfaðir sínum, og via ein tilmeldingarlista høvdu vit ikki færri enn 28  tilmeldaðar sangarar. Helgi mailaði út, at vit skuldu møta á Frúutrøð klokkan 20:10 til eina stytri venjing og upphiting. Tá klokkan var 20.20 vóru bara tveir 1. bassar og ein 2.bassur møttur upp (Jónfinn, Elias og Brynjálvur). So at ringja runt eftir bassum, onkur var í Nólsoy og onkur annar hevði gloym tað, og onkur hevði meldað avboð. Tað endaði við at Tór Verland fekk fatur í Martin Andreas Kruse og eg fekk fatur í Petur Nielsen og teir komu so skjótt teir kundu. So fóru vit oman at syngja, og eg haldi at tað gekk bara væl at syngja "Boðar tú.." og "Dimmið" og "Side by side" og gestirnir vóru væl nøgd, so tað var gott at fáa tveir bassar afturat. Av teim 28, sum høvdu meldað seg til møttu hesir: Mouritz, Oskar, Eyvind Emil, Egon, Hanus, Sveinur, Høgni Mikkelsen, Bárður, Jónfinn, Elias, Brynjálvur, Martin Andreas og Petur Nielsen. 

24. august 2019

Leygardagin 24. august hildu Sveinur Tróndarsson og konan, Annika, hundrað ára føðingardag saman uppi í hølunum hjá Dansifrøði. Veitslan var fyri vinum og kenningum, eini 200 til 300 í tali, vóru boðin við, millum annað teir flestu í manskórinum. Úr manskórinum høvdu um 23 teknað seg, men bert tveir 2. bassar og 1. bassar. Tað helt eg mátti gerast nakað við, tí har var óbalansa millum røddirnar. So vit kallaðu inn til eyka á Frúutrøð fríggjadagin klokkan 18:00 har vit sungu sangirnar ígjøgnum, og nú møttu fleiri 1. bassar og 2. bassar og vit avtalaðu at møta í Dansifrøði leygardagin klokkan 20:30, har vit hitaðu upp. Klokkan 21:00 sungu vit fýra sangir "Boðar tú.....", "Dimmið", "kom du ljuva" og "Side by side" fyri Sveini, Anniku og øllum gestunum, og eg helt faktiskt at tað var á rættiligari góðari leið!! Eftir tað kundi man fara heim ella í veistluna aftur. Vónandi vóru Sveinur og Annika glað fyri sangin: Bent Tommy, Oskar, Eyvind Emil, Súni, Tór Verland, Viggo, Helgi Justinussen, Líggjas, Høgni Reistrup, Áki, Bárður, Jónfinn, Regin, Stein, Peter Østergaard, Jón, Elias, Petur Øl, Brynjálvur, Martin Andreas, Brynjálvur, Hákun, Eirikur Hoffgaard og Petur Nielsen. Eg hoyrdi, at veitslan hevði verið framúr góð og at Sveinur og Annika ikki vóru komin heim fyrr enn dagin eftir klokkan 11:30!!!!!!

7. september 2019

Leygardagin 7. september klokkan 19:30 skuldi Tórshavnar Manskór vera við á tí fyrstu konsertini sum varð hildin í konsertsalinum í tí nýggja Musikkskúlanum úti á Landavegi nummar 84. Vit hava sagt "ja" fyri langari tíð síðani. Fyrst og fremst var tað fyri at royna akkustikkin í høllini, sum eitur "Hátún. Vit høvdu fyrireika okkum væl, tí vit øvaðu longu mikudagin áðrenn á gamla skúlanum á Argjum. Tíverri møttu ikki so nógvir upp, men vit royndu aftur til ljóðprøvan, sum varð klokkan 13:00 til 13:30 leygardagin, tá møttu nokk so nógvir upp og vónirnar vóru at vit kundu syngja "Orðini", men tað bleiv av ongum, so vit konsentreraðu okkum um "Boðar tú ..." og russiska sangin "Kol slaven", sum umsettur til íslaendskt eitur: "Nú hnígur sól". Vit øvaðu hann um aftur, og um aftur, og umaftur, - eisini tá vit hitaðu upp í "Tinnu" beint áðrenn konsertina. Á konsertini var fyrst ein fanfara og síðani komu vit, og vit sungu tað allarbesta, vit kundu og tað ljóðaði væl, kanska manglaði eitt sindur av rúmklangi, men røddirnar stóðu púra klárar. Konsertin bjóðaði upp nógv ymisk sløg av musikki bæði elekroniskan og akkustiskan musikk, men tað sum tók pippi frá fólki vóru allar ljóðroyndirnar, sum gjørdi at konsertin vardi yvir 2 tímar og trý korter, næstan tríggjar tímar. Men líkamikið, fólk vóru væl nøgd við sangin og sjálvt Martin Mouritsen, Ólavur Jakobsen, Ása undir Kletti, Kári Olsen og Andrea Heindriksdóttir søgdu, at tað ljóðaði væl, so tað man hava verið OK.

14. september 2019

Leygardagin 14. september klokkan 14:00 skuldi Tórshavnar Manskór vera við í Havnar Kirkju til jarðarferðina hjá Hans Mortensen. Hans Mortensen stovnaði SMS síðst í 70'unum, har við oftani hava sungið til øll møgulig tiltøk. Christian Andreasen ringdi til mín seint um kvøldi, tá tingingar vóru um at skipa nýggja samgongu, og spurdi um vit kundu syngja. Av tí at freistin var so stutt, var ikki hugsingur um at samla alt kórið, so eg segði at eg kundi ringja til 16 mans og spyrja um teir kundu syngja til jarðarferðina, og tað gjørdi eg so. Teir 16 mennirnir vóru, tá avtornaði, Peter, Mouritz, Jógvan Elias og Tór Verland. Magnus, Høgni Mikkelsen og Áki.Elias, Óli Jákup, Jón og Kári Bæk. Bjarni, Christian Mads, Kaj og Petur øl. Til jarðarferðina sungu vit "Jarðareygað" beint eftir at orglið hevði spælt ein stuttan inngang, og eftir annan sálmin sungu vit "Boðar tú...." og so kom talan og eftir hana sang so Martin Joensen. Síðani vóru tveir sálmar afturat í kirkjuni áðrenn leiðin gekk út á grøvina. Í himmalsins ódnarveðri sungu vit fyri úti í kirkjugarðinum, og tað gekk so nøkunlunda í øllum vindinum. Sangurin í kirkjuni, sum Kári Bæk dirigeraði, gekk bara heilt væl. Vónandi vóru øll nøgd.

19. september 2019

Hósdagin 19. september klokkan 13:00 møttu Tórshavnar Manskór í Vesturkirkjuni fyri at hita upp og syngja nakrar sangir, Orsøkin var tann, at okkara sangari í nógv, nógv harrans ár, Andrias Jessen Reinert, eftir longri sjúkalegu andaðist sunnudagin 15 september, og skuldi nú jarðast úr Vesturkirkjuni klokkan 14:00. Vit høvdu lovað at sungja tveir sangir: "Tit sum í fjøru fóru" eftir praeluduim  og "Jarðareygað" millum fyrsta og annan sálmin. Eftir prædikuna hjá prestinum Annemette Clemensen sang "Gamla gentukórið hjá Paula í Sandagerði" sangin hjá Paula "Nú aftnar dagur og tað kennist síla". Vit sungu eisini fyri í felagssanginum líkasum vit eisini sungu fyri úti á grøvini. Tað gekk vist bara heilt væl við sanginum, sum eg skilji. Kári Bæk dirigeraði báðar sangirnar í kirkjuni, og annars gekktað bara heilt væl eisini úti á grøvini í ódnarveðrinum. Men OK.

24. september 2019

Týsdagin 24. september klokkan 19:00 skuldi møta í "Hugskotinum" á vestaru bryggju, fyri at hita upp og venja nakrar sangir, tí klokkan 19:45 skuldu vit syngja fyri øllum luttakarunum á Vest Norden Travelmart úti í matstovuni "Silo". Matstovan "Silo" er við balkon, og vit stóðu har og sungu. Larmurin frá áhoyrarunum var nakað nógvur, men sangararnir sungu bara tað meira til. Vit sungu "Dimmið", "Island øgrum skorið", "Nuna asilasok" og til síðst sungu vit "Side by side" og tá vit endaðu sangin, kann eg garantera, at eingir áhoyrarar hoyrdist longur!Annars fingu vit hesa heilsan frá fyrireikarunum: "Tey hjá Visit Faroe Islands, sum høvdu umbiðið okkum, vóru sera vælnøgd við sangin og høvdu fingið nógvar positivar afturmeldingar frá luttakarunum. Onkur italskur kórsangari, sum var til móttøkuna, varð púra bergtikin og hevði róst okkum til skýggja". Vit vóru sera væl mannaðir, og eg haldi, at sangurin var OK. Klokkan 20:05 var eg longu heima aftur, - enn ein góður dagur!

28. september 2019

Leygardagin 28. september klokkan 18:50 skuldi einir 16 sangarar úr Tórshavnar Manskóri møta íá parkeringsplássinum við ítróttarhøølina á Nabb har persónbilarnir blivu fyltir til ein túr til Klaksvíkar. "Ein túr til Klaksvíkar" varð veruleiki tí, at vit skuldu vera ein gáva til Jógvan Andreas Joensen, sum helt sín trýss ára føðingardag í Spaniastovu í Klaksvík fyri sínum vinum og kenningum. Tað vóru nakrar "damur" sum høvdu heitt á okkum um, at koma at syngja fyri Jógvan Andrias á hansara stóra degi. At tað vóru vit akkurát er allarhelst tí at vit hava havt eitt gott samstarv við Jógvan Andrias í millum nannað "Píkatráður og kertuljós", sum er hansara sangur á Amnestifløguni og síðsta ár vóru vit e´samn um hansara lag "Afturhvarv", sum er um sólarmyrkingina 20.mars í 2015. Hetta leygarkvøldið møttu hesir menn: Birgir Krossteig, Peter Hentze Niclasen, Bent Tommy, Oskar Eiriksson og Helgi Nielsen. Magnus Hansen, Áki Davidsen og Viggo A. Hansen. Jónfinn Petursson, Elias Simonsen og Ole Jensen. Kaj Kallsberg, Brynjálvur I Johansen, Petur Nielsen, Hanus Joensen, Eirikur Hoffgaard. Til hetta høvið var Hanus Joensen so beinasamur at vera leiðari fyri mennirnar og hann valdi eisini hesar sangirnar : "Ódn", "Dimmið", "þu alfvu vorrar yngsta land", "Side by side" og "Kom du ljuva". Hanus Joensen hevði fyrireika seg væl, so hann fortaldi um Waagstein, sum var ættaður úr Klaksvík og um sangirnar ivirhøvur. Hanus byrjaði við trimum teim fyrstu, tað var tað vit høvdu lovað "damunum" at syngja, og í øllum jublinum frá áhoyrarunum mátti Hanus Joensen biðja mennirnar syngja eykanumrini sum teir høvdu við. Rómurin var øgiligur, og blíðskapurin var størri, tí har bleiv boðið uppá mat og drekka. Um tíggju tíðina, ella eitt sindir seinni vóru menn aftur við parkeringsøkið uppi á Nabb. Jú tað gekk vist sera væl, og forrestin var tað gott at syngja í Spaniastovu, sjálvt um har var lágt til loft.

2. november 2019

Leygardagin 2. november kl. 12:00 hevði Musikklærarafelagið MLF sín árliga aðalfund, og Eg og Kári Bæk blivu nakað óvanta heiðraðir fyri okkara innsats í musikklívið í Havn og aðrastaðni við einari heiðurgávu uppá 10.000,-kr hvør, so vit blivu ikki sørt bilsnir, men eisini stoltir "sum pávar". Seinni skuldi Manskórið syngja til borðhaldið hjá limunum í MLF, og í tí sambandi møttu vit í kirkjuhúsinum "Arnes Minde" fyri at hita upp og syngja nakrar sangir, og um átta tíðina fóru flest allir okkara oman í "Kaffihúsið", sum liggur 20 metrar frá "Arnes Minde" at syngja fyri musikklærarunum. Kári Bæk tók sangin "Jarðareygað", sum hann sjálvur hevur gjørt og eg tók útsetingina til "Were you there, when they crucified my Lord", sum eg havi gjørt. Vit endaðu við "Side by side", sum altíð ger lukku. Musikklærararnir haldi eg vóru væl nøgdir og eisini Sámal Petersen, sumupprunaliga bað okkum koma og syngja. Fyri meg og Kára Bæk varð dagurin minniligur á ein góða máta!

9. november 2019

Leygardagin 9. november kl. 18:30 møttu einir 40 mans við konum í "Matstovuni Silo" har sjónvarpið skuldi gera nýggjar upptøkur til nýggjárssendingina "Syngi við". Umframt okkum vóru nøkur úr Tórshavnar Kamarkóri og nøkur onnur. Boðið varð við lekrum smyrjibreyði, vín kaffe og øl og so sjálvandi kakur og ein vælkomstsnaps. Kim Hansen spældi klaver til sangirnar og dugdi hann sera væl, og frammanundan høvdu vit valt einar 22 sangir, sum øll kunnu tralla við í. Umframt sungu vit tveir sangir: Eg minnist úr gomlum søgum" og "Kom drekkið vínreygað skál við mær" fyri manskór. Felagssangurin gekk bara heilt væl, so væl at menn, um tólv tíðina, fóru oman í býin fyri at syngja meir!!

15. november 2019

Fríggjadagin 15. november kl. 20:00 møttust so nógvir sum kundu í kantinuni á Skipasmiðjuni "Mest" fyri at hita upp og syngja nakrar sangir. Síðani, tvs. 20:30 møttu vit gomlu saltsiloini, sum er umgjørd til fyrilestrarhøli hjá Fróðskaparsetrinum (Kongshøll) og eina matstovu har næmingar og onnur kunnu fáa sær okkurt til matna.Í matstovuni "Silo" helt Ásvald Simonsen sín trýssára føðingardag fyri okkurt um 200 vinum og kenningum, ikki bara úr Føroyum, men eisini úr Íslandi, Danmark og Norra. Bróður Ásvald, Jákup Símun Simonsen, bað okkum syngja nakrar norðurlendskar sangir fyi gestunum og tað skuldi so verða hansara gáva til bróðurin Ásvald við einari stutta talu. Tað gjørdu vit so, og eg haldi at fólk vóru væl nøgd við at hoyra "Føroyar mítt land", "I østen", "Ísland øgrum skorðið", "Boðar tú" og "Side by side". Sjálvur hevði mær dámdt betri um vit syngu niðriundir og ikki uppi á balkonuni, men tað var vónleyst, har var einki pláss fyri gestunum, men hitt var eisini OK!! Vit vóru sera væl mannaðir einir 30 mans væl deilt millum røddirnar

30. november 2019

Leygardagin 30. november kl. 20:30 møttust, mitt í øllum teim nógvu jólaborhaldunum, so nógvir sum kundu í HB-húsinum fyri at hita upp og syngja nakrar sangir. Síðani, tvs. klokkan 21:00, gingu vit yvir í B36-húsið, har okkara annar tenorur, Viggo Akraberg Hansen, helt sín 75 ára føðingardag fyri familju, vinum og kenningum. Vit sungu tríggjar sangir "Føroyar mítt land", "Dimmið" og "Side by side" fyri teimum 170 gestunum, og eg haldi, at tað gekk væl sjálvt um vit ikki vóru so nógvir. Vit vóru: Birgir Krosteig, Helgi Nielsen, Hanus Højgaard, Bent Tommy Linklett og Jógvan Elias Winther Poulsen. Jøtgin Pauli Johannessen, Sveinur Tróndarson, Bárður í Baianstovu, Kári Justinussen og Líggjas Høgnesen. Christian Kruse, Nicolai Balle, Jón Kragesteen og Elias Simonsen. Petur Petersen, Brynjálvur I. Johansen og Mads A. Winther. Sjálvur var eg við í borðhaldinum har forkunnigur matur frá Gutta Winther bleiv serveraðu saman við góðum talum, skemti frá Robert McBirnie og góðum dansitónleiki frá "Spaar5". Ómetaliga hált var hetta kvøldið, og vónandi kom eingin illa fyri av tí!

8. december 2019

 Fyrst í desember á hvørjum ári skipar Tórshavnar Manskór fyri stórari jólakonsert í Vestur­kirkj­uni. Soleiðis verður eisini í ár og konsertin verður sunnukvøldið 8. desember klokk­an 19.30.

Kórið hevur, undir leiðslu av kórleiðarunum báðum, Bjarna Restorff og Kára Bæk, vant eina fjøl­broytta og áhugaverda skrá, og tað verður ta skránna, sum áhoyrararnir í Vesturkirkjuni sleppa at hoyra. 

Konsertin í ár er eitt sindur øðrvísi enn undanfarin ár, tí hesaferð fer mans­kór­ið at syngja tveir sangir saman við Daisy Johannesen Lolk, solisti, sum syngur sopran. Daisy Johannesen Lolk er ættað úr Klaksvík, men býr í Keypmannahavn, har hon syngur við Sokkelund Sangkor. Umframt hana vera møguliga eisini aðrir solistar við til konsertina.

Og so verður tað Árni Hansen, sum fer at hava klaverfylgispælið.

Eisini verður eitt gestakór við á jólakonsertini í ár. Tað hevur verið siður seinastu nógvu árini at hava gestakór við til jólakonsertina, og árið í ár er einki undantak í so máta. Í ár er tað Tórs­havnar Kam­arkór, undir leiðslu av Bernhardi Wilkinson, sum fer at syngja jólini inn sam­an við Tórs­havn­ar Manskóri.

Manskórið og Kamarkórið hava nokk so nógv til felags. Eitt er, at tey hava havt konsertir sam­an fyrr, seinast jólakonsertina í 2015, eitt annað er, at tey eru javngomul. Kamarkórið varð stovn­að í 1985 og Manskórið í 1986. Harumframt hava báðir kórleiðararnir hjá Tórshavnar Manskóri stjórnað Kamarkórinum okkurt tíðarskeið.

Tórshavnar Kamarkór er eitt sera virkið kór, sum hevur minst tvær stórar konsertir um árið. Skráin hjá kórinum spennir vítt, tí tey syngja alt frá krevjandi kórverkum til nýskrivaðan før­oysk­an kórtónleik, og tað sum liggur ímillum. Eisini er kórið javnan á kórstevnum og til ment­an­artiltøk uttanlands, og kórið hevur m.a. verið á vitjan í Uppsala, Slesvig, Gotlandi, Írlandi, París og New York.

Tórshavnar Manskór er eisini eitt sera virkið kór. Kórárið byrjar seinast í september og fram til summarfrítíðina í ár hevði kórið gott og væl 40 framførslur. Tvær stórar konsertir, eina í Vest­ur­kirkjuni á jólum og eina í Norðurlandahúsinum í juni, sum í ár var saman við Studenter Sang­foreningen úr Keypmannahavn. Afturat tí er hópin av øðrum framførslum við størri ella minni bólkum.

Kórið er væl fyri og undirtøkan at syngja við manskórinum er stór. Tað eru umleið 60 sangar­ar á listanum og nú jólakonsertin nærkast, eru umleið 50 mans til venjing.

Vit í kórinum gleða okkum til jólakonsertina og vóna at undirtøkan verður stór til konsertina, sum verður í Vesturkirkjuni sunnukvøldið 8. desember klokkan 19.30. 

– Møtið fjølment. Konsertin er ókeypis, men tit kunnu stuðla kórinum, um tit hava hug til tess, sigur Tórshavnar Manskór í tíðindaskrivi.

17. december 2019

Týsdagin 17. december kl. 20:00 møttust so nógvir av okkum, sum kundu niðri á Panorama á Hotel Hafnia. Orsøkin var tann, at SVF hevði leiga seg inn á Panorama fyri at gera eina skemtisjónvarpssending til nýggjárið 2019/2020, og til tað skuldu teir brúka Bill Justinessen, sum dugur væl at herma eftir Jenis av Rana og Tórshavnar Manskór til eitt innslag um at seta á stovn eina sendistovu í Jerusalem, sum Jenis hevur gingið og mailað um nú í eitt hálvt ár. Okkara uppgáva var at stuðla Bill Justinussen í niðurlaginum í kenda sanginum "Jerusalem". Vit vóru har í knapt tveir tímar, í stívasta puss. Stuttligt!!!

20. december 2019

Fríggjadagin 20. december kl. 18:30 møttust allir, sum kundu í Havnar Klubba fyri at hita upp og syngja nakrar sangir tí, vit skuldu klokkan 19:30 syngja í Klubbanum fyri klubbalimum og øðrum, sum vóru komin at lurta eftir okkum. Vanligt hevur verið at Klubbin eisini serverar Gløgg fyri fyri gestunum og soleiðis var eisini í ár. Vit sungu í trý korter bæði jólasangir og annað Kári Bæk dirigeraði fyrru helvt og eg dirigeraði seinnu helvt. Tað er altíð deiligt at vera í Klubbanum tá fólk eru so glað og nøgd við sangin sum tey altíð eru. Eitt satt fornøjilsi!!

24. december 2019

Týsdagin 24. december (jólaaftan) er vanligt at Tórshavnar Manskór ferð yvir á Lágargarð at syngja fyri búðfólkunum. Tað hava vit gjørt síðani 1987, og tað gjørdu vit aftur í ár. Vanliga plaga vit at møta í kappellinum kl. 13.00, hesaferð eitt sindur fyrr (13:45). Síðani hita vit upp eina løtu og kl. 13.30 fara vit inn í samkomuhøllina, har vit hava eina kombinera guðstænastu/konsert. Hesa ferð, og undanfarnu tvey árini, hevur tað verið eitt sindur ørðvísi, tí "jólamaðurin" og jól fyri børnini var tikið av skránni. Guðstænastan var blivin stytt munandi og vit komu inn í salin eftir, at Ann Dahl Hansen hevði havt eina stutta andakt. Johan Restorff Jacobsen spældi orgul til sálmasangin Eftir sangin fóru búðfólkinini, saman við familju teirra, inn á eindirnar, har tey fingu ein drekkamunn. Vit, einir 40 mans, fingu ein góðan drekkamunn, og nøkur vøkur ynskir! Kári Bæk og eg vóru nøgdir við hesa 33. ferðina. Uppmøtingin var sera góð, sum altíð!!

27. december 2019

Fríggjadagin 27. december kl. 12:30 møttu so nógvir sangarar í manskórinum, sum kundu møta í gamla "Arnes Minde". Har hitaðu vit upp og sungu nakrar sangir, tí vit skuldu yvir í Havnar kirkju at syngja fyri mammu okkara sangara, Jørgin Paula Johannessen. Mamma Jørgin Paula, Frynhild Johannessen, andaðist 22. dec. 96 ára gomul, og skuldi nú klokkan 13:00 fara úr Havnar kirkju, Jørgin Pauli hevði heitt á okkum um at syngja "I østen" beint eftir fyrsta sálmin, og tað gjørdu vit, umframt at vit stuðlaðu sálmasanginum í kirkjuni og sungu fyri úti á grøvini, har veðrið var rættiliga vánaligt. Vit vóru væl mannaðir, og eg haldi, at vit sungu væl, og a'ið í "hav", "land" og "abild", var næstan uppá pláss.

30. december 2019

Mánadagin 30. december kl. 19:45 møttu vit á Mikkjalstrøð nr. 16, hjá Hákun Mikkelsen, har vit hitaðu upp og sungu nakrar sangir, áðrenn vit klokkan 20:30 spákaðu yvir til grannan í nr. 18 har vit sungu fyri gullbrúðarparinum Harry & Duritu Davidsen. Vit sungu "Føroyar mítt land", "Dimmið", "Kom du ljuva" og "Side by side". Orsøkin var tann, at okkara sangari, Hákun Steingrímsson, vildi hava okkum at syngja fyri verforeldrunum hjá sær, Harry og Durita Davidsen, sum høvdu gullbrúdleyp fyri vinum og kenningum á Mikkjalstrøð nr. 18. Allarhelst hevur tað spælt inn, at Harry Davidsen sang við Tórshavnar Manskóri av fyrstani tíð í 1986/87/88 og soleiðis var við til tær fyrstu framførslunar. Teir, sum meldaðu seg til tiltakið á Doodle vóru: Tórverland, Helgi, Bent Tommy, Hanus, Egon og Jógvan Elias. Bárður, Sveinur, Høgni, Jørgin, Jógvan og Áki. Jákup, Elias, Georg, Stein, og Ole. Jóhan Petur, Hákun, Petur N, Petur Øl, Peter Gram og Brynjálvur. Tíverri møttu ikki allir upp, men tað gekk álíkavæl og gestirnir vóru nøgdir, og ikki minst var tað hugnaligt at heilsa uppá Heina Davidsen sum var komin at heilsa uppá systrina Duritu. Ein góð løta!

 

 

 

Tiltøk í 2020

1. februar 2020

Leygardagin ella rættari leygarkvøldið tann 1. februar vóru vit við í tiltakinum "Vetrarljós", sum var um allan býin meginpartin av leygardagnum. Um hálvan januar ringdi Gudmund Mortensen, organisturin í Havnar kirkju, og spurdu, um vit kundu syngja til "Vetrarljós", tí hann hevði fingið eitt avboð, - tað søgdu vit beinanvegin "ja" til! Frammanundan, fyri einum hálvum ári síðani, spurdu arrangørarnir, um vit kundu syngja til "Vetrarljós" uppi í svimjihylinum, og tað tugdu vit so eitt sindur uppá og takkaðu "nei", tí akkustikkurin er so vánaligur í svimjihylinum, og skuldu allir 50-60 mennirnir syngja í svimjibuksum, so hevði tað ikki verið nøkur tespilig sjón! Ná,men vit sluppu so ístaðin at syngja í Havnar kirkju klokkan 22:00, og tað var eitt hugnaligt og deiligt kvøld. Peter H. Niclasen hevði lagt skránna, ið vit dugdu rímiliga væl: Kyrie, Boðar tú, Nú hnígur sól, Were you there, I østen, Føroyar mítt land, Dimmið, Mjørkin kemur, Ísland øgrum skorði, Kom du ljuva og eykanummarið var sjálvandi Side by side. Har var hugaligt at syngja, tí nógv fólk møttu, bara spell, at ikki pláss var fyri øllum. Klokkan 22.45 var liðugt og fjøldin kundi fara víðari til næsta tiltak í býnum! Vit vóru: Jógvan Elias, Egon, Helgi, Birgir, Peter, Tór Verland og Oskar. Bárður, Áki, Magnus, David, Helgi J., Sveinur, Viggo, Kári J. og Jørgin Pauli. Jón, Elias, Martin, Christian K., Stein, Jófinn og Suni R. Petur n., Brynjálvur, Hugo, Jóhan Petur, Christian A. Martin Andreas, Kaj, Peter Gram og Rói Ein góð løta og eitt deiligt kvøld!

15. februar 2020

Leygardagin 15. februar kl 18:30 møttu so nógvir mans, sum kundu, á parkeringplássinum við HB-húsinum í Gundadali, har ein bussur (við Johnny sum sjafør) frá "Mouritsen Bussar" bíðaði eftir okkum, tí vit skuldu niðan á Hotel Føroyar at syngja klokkan 19:10. Á Hotel Føroyum var Galladøgurði til frama fyri krabbamein rakt børn í Føroyum. Tiltakið var skipað á tann hátt, at Juice producenturin Rynkeby, sum í staðin fyri at brúka pening til vanligar reklamur, brúkar peningin til krabbarakt børn, og á henda hátt sláa teir "tvær flugur við eitt smekk", tí miðlaheimurin fylgir Rynkeby óansæð hvat, í jagstranini eftir tíðindum, og í hesum føri skipaðu teir fyri einum Galladøgurða uppi á Hotellinum við vælkomsti, forrætti, høvuðsrætti, dessert og kaffe. Umframt var ein ørgrynna av undirhaldi. Peningurin, sum inn kom, fór allir óskerdir til børn við krabbameini. Tað var í hesum samahangi at vit sungu fýra tríggjar í forhøllini, tá gestirnir høvdu fingið ein vælkomstdrink: Ódn, I got Shoes, og Kom drekkið vínreyða skál. Tað eydnaðist væl og eg haldi, at fólk vóru glað. Síðani fóru vit til Havnar aftur við bussinum hjá "Mouritsen Bussar" og direkta í okkara árliga veitslu, sum Oskar Eiriksson, Hanus Højgaard og Peter Øster "in absentia" so fyrimyndarliga skipaðu fyri.

29. februar 2020

Leygardagin 29. februar kl 20:30 sungu vit í "Silo" á Vestaru Bryggju, har Tummas Hanus Dam helt sín 70 ára føðingardag fyri vinum og kenningum. Tað var Petur (øl) Petersen, sum hevði biðið okkum um at syngja fyri Tummas Hanus, og tað gjørdu vit so. Vit møttu ein hálvan tíma fyrr í kantinuni hjá "MEST", har vit hitaðu upp og sungu sangirnar, sum vit skuldu syngja fyri Tummas Hanus: "Ódn", "I got Shoes", "Eg minnist úr gomlum søgum" og sjálvandi sungu vit til seinast "Side by side". Tað gekk ikki so galið, men har var sera tungt at syngja, tí 2. bassarnir og 1. tenorarnir líkasum stóðu undir balkonuni. Men líkamikið Petur Øl, sum var við í ballinum segði at fólk lótu væl at, so tað man hava verið á góðari leið. Uppmøtingin var serstakliga góð, tí har vóru møttir ikki færri enn 35 mans. Samanumtikið var tað sera flott, nú ódnarveðrið leikaði í um alt landið, við ódnarmegi.

4. mars 2020

Mikudagin 4. mars kl 20:30 vit í einari føstuguðstænastu í Hoyvíkar Kirkju. Tað var Theodor Olsen, sum ringdi, dagin fyri, og spurdi um í kundu samla nakrar mans, tí leiðarin hjá Kristiliga Sangkórinum, Sámal Matras Kristiansen fekk forfall. Vit samlaðu nakrar fáar mans saman í ein fart, og søgdu "ja". Inga Dam helt føstuguðstænastuna, og vit sungu tveir sangir: "Boðar tú til allar tjóðir" og "Where you there, when they crucified my Lord". Sangirnar sum vit sungu eftir prædikuna gingu bara heilt væl, Kári Bæk tók tann fyrra og eg tók tann seinna. Sangararnir vóru: Egon Hansen, Suni Christiansen, Helgi Nielsen, Jógvan Elias Winther poulsen og Hanus Højgaard. Høgni Reistrup. Áki Davidsen og Terji Nielsen. Jákup D. Wardum, Elias Simonsen, Sjúrður Johansen og Nicolai Mohr Balle. Hanus Joensen, Sjúrður Norðbúð, Petur Petersen, Kári Bæk, Hákun Steingrímsson og Bjarni Restorff

29. mars 2020

Sunnudagin 29. mars kl 10:00 møttust 4 mans heima hjá mær, Bjarna Restorff, fyri at hita upp og syngja nakrar sangir, tí vit skuldu niðan til Mogens Wraae og konuna at syngja fyri teimum, tí tey høvdu krúndiamantbrúdlupp. »Birgir Sondum ringdi til mín fyrradagin (altíð í góðari tíð) um hálvgun níggju tíðina um kvøldi og spurdi um Manskórið kundi syngjað fyri Mogens Wraae og konuni Ásu, tí tey høvdu krúndiamantbrúdleyp sunnusdagin. Eg segði, at tað fór nokk at blíva eitt sindur trupult í hesum corona-tíðum. Men tó so hugsaði eg, at eg fyri nøkrum vikum síðani, sang fyri grannunum hjá hjá mær, Børga og Henny Egholm, tá tey høvdu jarnbrúdleyp. Tá vóru vit eg, Peter H. Niclasen (sum eisini var granni) og so fekk eg lokkað Kenneth Samuelsen og Høgna Mikkelsen við. Eg segði við Birgir Sondum, at tað kanska var ein møguleiki, og soleiðis bleiv tað: Vit møttu hjá mær í dag klokkan 10:00 (summartíð) og hitaðu upp, so koyrdu vit niðan til Mogens og Ásu Wraae og sungu tríggjar sangir fyri teimum. Vit fýra stóðu uttan fyri og sungu. Umframt “vit” stóðu eisini fimm familjulimir og Birgir Sondum uttanfyri og lurtaðu. Tíggju fólk uttanfyri og tvey innandura, so tilmælið bleiv fylgt! Sangurin gekk bara heilt væl og sonur Mogens, Andre, gav Kenneth Samulsen nøkur oyru til kórið, eg veit ikki hvussu nógv, men eg segði í hvussu so er “takk fyri”!!! Eg má siga, undarligt! Kaffe, champagna, kransakøkur, Mozart kúlur og alt gott uttanfyri, sum í einum íshúsi. Ja, sjálvt brennandi kaffe bleiv skjótt kalt.

29. mai 2020

Fríggjadagin 29. mai kl 19:00 møttust nakrir mans heima hjá Bjarna Restorff fyri at hita upp og syngja nakrar sangir, tí vit skuldu syngja til tvey tiltøk. Við í sanghópinum vóru Helgi Nielsen, Jón Festirstein og Peter H. Niclasen. Áki Davidsen og Magnus Hansen. Kenneth Samuelsen og Elias Simonsen. Christian Andreasen, Brynjálvur I Johansen og Bjarni Restorff. Vit øvaðu Dimmið, Dýrd á vík og vág og lat meg siga góða og tað gjørdu vit so inntil vit skuldu av stað klokkan 20:00. Fyrsta uppgávan var at syngja fyri Helga Joensen, sum, eftir nógv ár í Balslev, gavst. Samkoma var í Havndverksmeistarafelagnum. har vit sungu fyrrnevdu sangir. Síðani fótu vit út á parkeringøkið á Boðanesheiminum har vit sungu fyri "svigermor", sum fylti 90 ár. Tað gekk vist heilt væl í báðum støðum!

13. juni 2020

Leygardagin 13. juni kl 19:30 møttust 12 mans heima hjá Bjarna Restorff fyri at hita upp og syngja nakrar sangir, tí vit skuldu út í býin at syngja til tveir føðingardagar Við í sanghópinum vóru Egon Hansen, Jón Festirstein og Peter H. Niclasen. Áki Davidsen og Høgni Mikkelsen. Jákup D. Wardum, Jónfinn Petursson og Elias Simonsen. Christian Andreasen, Brynjálvur I Johansen. Kári Bæk og Bjarni Restorff. Kári Bæk helt, at vit skuldu øva Dimmið, Dýrd á vík og vág, lat meg siga góða og Side by side, og tað gjørdu vit so inntil vit skuldu av stað. Fyrsta uppgávan var at syngja ftil ein 60 ára føðingardag hjá Hans Petur Hansen úti á Fugloyarvegi klokkan 20:30. Vit fóru inn gjøgnum Dalatún og víðari soleiðis sum konan Barbara Samuelsen hevði sagt. Vit stillaðu upp í køkinum og sungu fyrr nevndu sangir. Kári Bæk dirigeraði tveir teir fyrstu, Jón Festirstein dirigeraði tann triðja, meðan eg ornaði tann síðsta. Eg haldi at tað swingaði og fólk vóru glað! Síðani koyrdu vit niðan í Sivjugøtu í Hoyvík og sungu teir somu sangirnar fyri konu Jógvan Elias Winther Poulsen, sum helt sín 50 ára føðingar dag fyri vinum og kenningum. Tað riggaði bara heilt væ! klokkan 21:30 vóru vit heima aftur.

26. juni 2020

Fríggjadagin 26. juni kl 11:00 møttust so nógvir mans, sum kundu, í Vesturkirkjuni. Orsøkin var, at Per Højgaard, journalistur, doyði, og jarðarferðin varð úr Vesturkirkjuni. Ynski var at fáa okkum, at syngja onkran sang hjá Evert Taube og tað bleiv "Nocturne", sum byrjar við orðunum "Sov på min arm". Kári Bæk ornaði fyri: venjing á Argjum kvøldið fyri, upphiting fríggjamorgun við tíggjutíðina, felagssangur og kórsangur í Vesturkirkjuni, - alt gekk sum tað skuldi. Vit sungu sjálvandi á grøvini eisini, og tað gekk eisini væl.

4. juli 2020

2019/20 gjørdist eitt heilt serligt sangár fyri Tórshavnar Manskór. Í staðin fyri at hava eina várkonsert fór Tórshavnar Manskór á eitt “roadtrip”, sum vit hava valt at kalla tað, og konsertirnar vóru allar uttandura. Roadtrippið varð leygardagin 4. juli. Vit byrjaðu leygarmorgunin klokkan 11:15 á Boðanesheiminum har ein lítil bólkur sang nakrar sangir fyri búfólkunum og Kemm Poulsen, sum hevði gjørt ein sang »Árstíðirnar«. Palle Hansen gjørdi lag til sangin, sum vit , umframt aðrar sangir, eisini sungu. Klokkan 14:00 fóru vit í tveir bussar hjá MB og kórið steðgaði í trimum støðum. 1) Í Norðragøtu, har Tróndardagur blivu hildnir í gamla býlinginum. Vit sungu klokkan 15.30 í oysandi regni, men tað gekk. 2) Síðani gekk leiðin til Fuglafjarðar, har varmakelda var, har sungu vit klokkan 17:00. Meiningin var at syngja úti, men heldigvís sluppu vit inn í Mentanarhúsið at syngja. 3) Síðani gekk leiðin til Klaksvíkar, har vit, um 18:15 tíðina, sungu á Norðoya Røktarheimi og á Sambýlinum undir Heygnum. Meiningin var eisini, at syngja uttandura við húsið hjá Nólsoyar Páll, men tað pissaði niður og fótbóltur var, so vit droppaðu tað. Í staðin fingu vit eina stutta frágreiðing frá Archibald Black um projektið hjá honum viðvíkjandi Nólsoyar Páll og hansara fornminnir, so tað var ikki so galið! Klokkan 19:30 fingu vit okkurt til matna í Bowlinhøllini í Lorvík áðrenn vit fóru til Havnar. Ein vátur, men góður túrur!

27. juli 2020

Mánadagin 27. juli kl 12:00 møttust so nógvir mans, sum kundu, í Havnar kirkju. Orsøkin var, at Bussførarin hjá okkum í nógv ár, Mogens Wraae, doyði og jarðarferðin varð úr Havnar kirkju. Ynski var at fáa okkum, at syngja sangin "Blomstre som en rosengård" til jarðarferðina og tað gjørdu vit so. Sangurin var ikki tøkur fyri manskór, men longu fríggjadagin fór eg í holt við at arrangera hann, og hann var liðugur sunnumorgun um fýra tíðina. Mennirnir øvaðu sangin á Argjum klokkan fimm seinnapartin sunnudagin, men tá vóru ikki nógvir møttir, so vit øvaðu aftur klokkan 10:30 í kirkjuhúsinum áðrenn vit fóru inn í kirkjuna at syngja sangin. Sangurin var nakað ferskur, men tað gekk OK. Síðani fóru nakrir av okkum út at hjálpa til við sanginum á grøvuni. Prestur var Bergur D. Joensen, og ervið var á Hvonn. Eg vóni at familjan var nøgd við arrangementið, tí eg hevði í hvussu so er gjørt mær ómak, har millum annað Peter H. Niclasen Sang solo í báðum teim fystu versunum.

 

end faq

Joomla Template: by JoomlaShack
Myndir á Flickr
Elt onkran á Twitter
Musikkur á YouTube