Tiltøk 1987 til 2016
- TÝSDAGIN, 28 FEBRUAR 2012 18:25
- DAGFØRD FRÍGGJADAGIN, 05 FEBRUAR 2016 18:43
- SKRIVAÐ AV Bjarni
Her skal standa eitt yvirlit yvir farin tiltøk frá 1987 til 2015, tíverri mangla nógv tiltøk!
Tiltøk í 1987
22. mars 1987
22. mars 1987 sungu vit fyri fyrstu ferð alment. Vit vóru farnir undir at øva síðst í 1986 (november), og her bleiv so tann fyrsta almenna framførslan hjá Tórshavnar Manskóri á konsert hjá G.H.M. í Norðurlandahúsinum 22. mars 1987, og vikuna eftir skuldu vit so hava okkara fyrstu konsert einsammallir. Útvarp Føroya tók konsertina upp á band.
Aftara rað: Kári av Reyni, Sámal Johannesen, Eyðun av Reyni, Birgir Krossteig, Egon Hansen, Per Jacobsen, Ólavur Dalsgarð, Niels Thomsen, Helgi í Brekkunum, Úlvur við Høgadalsá og Andreas Reinert.
Fremra rað: Óla Hans Olsen, Jákup Lamhauge, Heri Jacobsen, Harry Davidsen, Viggo A. Hansen, Jóannes Dalsgarð, Jonhard Dahl-Jacobsen, Torleif Samuelsen, Kári D. Petersen og Eyvind A. Hansen.
Kórleiðari: Bjarni Restorff
28. mars 1987
Leygarkvøldið 28. mars 1987 kl. 19:30, hevði Tórshavnar Manskór so sína fyrstu konsert einsammallir í Kommunuskúlaauluni, og tann ovara myndin frá 22. mars 1987 bleiv brúkt til eina plakat, sum bleiv hongd upp ymsastaðni í býnum. Plakatina og myndina hevði okkara »fan« Frants Restorff gjørt. Konsertskráin fyri fyrstu konsertina sæst her:
17. mai 1987
17. mai 1987 høvdu vit konsert saman við Vágakórinum í skálanum í skúlanum á Giljanesi.
28. mai 1987
28. mai 1987 vóru vit á kórstevnu, sum bleiv hildin í Norðurlandahúsinum. Har luttóku vit seinni um dagin á kórstevnukonsertini sum bleiv tikin upp av Útvarp Føroya og tikin uppá band av Sjónvarp Føroya.
14. august 1987
14. august 1987 um morgunin sungu vit í havanum hjá Eivind Akraberg Hansen og Amandu Hansen, ið tann dagin høvdu gullbrúlleyp, og sjálvandi blivu vit bodnir inn til ein kaffimunn.
19. desember 1987
19. desember 1987 høvdu vit konsert í Norðurlandahúsinum saman við Gentukórinum hjá Paula í Sandagerði, sum Marit Mordal stjórnaði. Konsertina tók Útvarp Føroya upp á band, og Ove Olsen sendi hana tann 25. desember í ÚF.
??. desember 1987
??. desember 1987 tóku vit, eftir áheitan frá Sjónvarp Føroya og Zacharias Hammer, nakrar vanligar sangir og nakrar jólasangir upp í Havnar Bio. Petur Birgir Petersen spældi klaver ella rættari sagt keyboard. Tað skuldi síggja út, sum vit sungu í einari grottu. Sendingin bleiv sjálvandi send í SVF.
24. desember 1987
24. desember 1987 sungu vit fyri fyrstu ferð til eina jólaguðstænastu/jólahald uppi á Lágargarði. Tað var Marjun Smith, sum heitti á okkum um at koma at syngja, og tað gjørdu vit fegnir. Jólahaldið var kl. 14:00 jólaaftan.
Tiltøk í 1988
24. mars 1988
24. mars 1988 høvdu vit konsert saman við G.H.M. í antin Norðurlandahúsinum ella í Eysturskúlanum.
8. mai 1988
8. mai 1988 sungu vit á 70- áradegnum hjá Eivind A. Hansen.
14. mai 1988
14. mai 1988 sungu vit á kórstevnuni, sum tað vikuskiftið bleiv hildin í Fuglafirði. Henda dagin høvdu vit konsert í fimleikarhøllini í skúlanum. Konsertina tók Útvarp Føroya upp á band.
24. mai 1988
24. mai 1988 sungu vit á Velbastað, tá Ólavur Dalsgarð fylti 50.
26. mai 1988
26. mai 1988 høvdu vit eina konsert saman við Tórshavnar Kamarkóri í Kommunuskúlaaulini. Leiðari hjá Kamarkórinum var Ólavur Jøkladal.
29. mai 1988
29. mai 1988 høvdu vit konsert í Norðurlandahúsinum saman við einum norskum symfoniorkestri, sum vitjaði her, og sjálvandi sungu vit saman við teimum.
27. november 1988
27. november 1988 høvdu vit konsert saman við Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum. Útvarp Føroya tók alla konsertina upp á band.
?. desember 1988
?. desember 1988 høvdu vit jólakonsert saman við G.H.M og Havnar Hornorkestri í Vesturkirkjuni.
24. desember 1988
24. desember 1988 vóru vit við í jólahaldinum uppi á Lágargarði.
Tiltøk í 1989
25. februar 1989
25. februar 1989 sungu vit á hjúnarbandsdegnum hjá Magnus Hansen og Poulu Sørensen í Havnar kirkju
16. apríl 1989
16. apríl 1989 sungu vit á konsert saman við G.H.M. í Eysturskúlanum.
4. mai 1989
4. mai 1989 sungu vit til eina kórstevnukonsert í Vági. Alt vikuskiftið var kórstevna í skúlanum í Vági við einum gestadirigenti. Útvarp Føroya tók allar konsertirnar upp á band.
29. mai 1989
29. mai 1989 Tóku vit upp í gomlu Katolikkakirkjuni bara fyri at prøva. Vit høvdu fingið L.T. - Studio við Herluf Sørensen og Hans Andor Johannesen at taka upp á band, og tað gekk vist hampuligt. Bondini eru enn til.
19. november 1989
19. november 1989 var eitt tiltak sum eg ikki minnist hvat tað var.
Her er ein mynd av Tórshavnar Manskóri frá 1989. Hon er úr Kommunuskúlaauluni, og tað sær út at vera ein konsert, sum kanska kundi verið tann 19. november!?
Aftara rað: Sámal Johannesen, Kristian Holm Jacobsen, Kári av Reyni, Magnus Hansen, Eyðun av Reyni, Jákup Lamhauge, Árni av Reyni, Johan Restorff Jacobsen, Heri Kragesteen, Jákup Dahl-Olsen, Helgi Debess, Suni Rasmussen, Brynjálvur Mikkelsen, Kári D. Petersen, Heðin Johannesen, Úlvur við Høgadalsá og Torleif Samuelsen.
Fremra rað: Viggo A. Hansen, Palli Hansen, Óla Hans Olsen, Peter Andreasen, Per Jacobsen, Trúgvi Hansen, Jóannes Dalsgarð, Christian Reinert Petersen, Stein Fossá, Jonhard Dahl-Jacobsen, Allan Vestergaard, Eyvind A. Hansen og Andrias Reinert.
Kórleiðari: Bjarni Restorff
30. november 1989
30. november 1989 høvdu vit konsert saman við Havnar Hornorkestri í klingruni í Norðurlandahúsinum. Útvarp Føroya tók konsertina upp á band har í millum vóru sangirnir Last Supper, My Evaline og Joshua Fit de battle ob Jericho.
9. desember 1989
9. desember 1989 sungu vit til eina fimleikaframsýning sum var uppi á N.A.B.B. í samband við, at Havnar Fimleikafelag fylti 50 ár. Vit sungu meðan Grand Prix liðið hjá HF gjørdi tríggjar seriur, sum Beinta Danielsen hevði gjørt. Tað riggaði væl!
?. desember 1989
?. desember 1989 sungu vit til eina jólaløtu úti á hospitalinum fyri teimum evnaveiku.
24. desember 1989
24. desember 1989, jólaaftan, vóru vit við til jólahugna/jólaguðstænastu upp i á Lágargarði.
Tiltøk í 1990
15. januar 1990
15. januar 1990. Konsert í kommunuskúlaaulini saman við øðrum í sambandi við føðingardagin hjá William Heinesen. Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli tók konsertina upp á video.
21. apríl 1990
21. apríl 1990. Upptøka til Sjónvarp Føroya »Kjørbreyt«, saman við Grand prix liðnum hjá Havnar Fimleikafelag.
21. apríl 1990
21. apríl 1990. Konsert í Norðurlandahúsinum. Tað eldra Grand prix liðið hjá havnar fimleikafelag luttók við nøkrum serium, sum Beinta Danielsen hevði gjørt til tveir sangir hjá okkum. Anni Kyster tók upp á video, og Gunnar tók konsertina upp á video.
27. apríl 1990
27. apríl 1990 sungu vit til jarðarferðina hjá Magna Magnussen í Vesturkirkjuni.
18. mai 1990
18. mai 1990 sungu til ballið í Føroysk-Bretsku Vikuni í batmintonhøllini.
7. juni 1990
7. juni 1990 sungu vit til eina ráðstevnu um handlæknafrøði, sum var í Norðurlandahúsinum. Grand prixliðið hjá Havnarfimleikafelag var við.
14. juli 1990
14. juli 1990 sungu vit á hjúnarbandsdegnum hjá Stein Fossá og Mortinu í Havnar Kirkju.
30. august 1990
30. august 1990 sungu vit í Norðurlandahúsinum í sambandi við móttøkuni av seyðabrævinum, sum tá kom »heimaftur« eftir at hava verið í útlegd í nógv ár.
30. august 1990
30. august 1990 høvdu vit konsert saman við Tórshavnar Kamarkóri og Gentukórinum hjá Paula í Sandagerði í Norðurlandahúsinum. Útvarp Føroya tók konsertina upp á band.
24. desember 1990
24. desember 1990 vóru vit til jólaløtuna, sum plagar at vera uppi á Lágargarði. Fyrst ein Guðstænasta við presti og organisti, síðani dansa børnini, sum eru við um jólatræið, og fáa ein jólapakka.
Tiltøk í 1991
15. januar 1991
15. januar 1991 sungu vit tá bókmentavirðislønir M.A. Jacobsens vóru lætnar D. P. Danielsen og Svenning Tausen í Kommunuskúlaaulini.
16. februar 1991
16. februar 1991 sungu vit til eina guðstænastu í Havnar kirkju í sambandi við, at Havnin var 125 ár sum keypstaður.
24. februar 1991
24. februar 1991 vóru vit við í Carmina Burana, sum bleiv framført í Norðurlandahúsinum við tveimum flyglum. Leiðari var Willy Gohl, og Útvarp Føroya tók konsertina upp.
17. apríl 1991
17. apríl 1991 sungu vit til eina konsert saman við G.H.M. í Norðurlandahúsinum.
20. apríl 1991
20. apríl 1991 høvdu vit sjálvir konsert í Kommunuskúlaauluni. Á konsertini var eisini Knút Olsen leiðari. Gunnar tók konsertina upp á video.
9. mai 1991
9. mai 1991 sungu vit við á kórstevnukonsertini, sum bleiv hildin úti í Læraraskúlahøllini. Útvarp Føroya tók konsertina upp á band.
17. september 1991
17. september 1991 sungu vit enn einaferð í Kommunuskúlaauluni til Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsen, sum hesu ferð fór til Bárð Jákupsson og Jóan Hendrik Winther Poulsen.
7. desember 1991
7. desember 1991 høvdu vit konsert í Kommunuskúlaauluni saman við Tórshavnar Kamarkóri, og Gunnar tók konsertina upp á video.
?. ? 1991
?. ? 1991 sungu vit saman við G.H.M. í Norðurlandahúsinum millum annað Spiritual Rapsody, Prúða land, og okkurt annað.
24. desember 1991
24. desember 1991 sungu vit sum vanligt uppi á Lágargarði til jólaguðstænastu og jólahugna.
Tiltøk í 1992
24. desember 1992
24. desember 1992 sungu vit sum vanligt uppi á Lágargarði til Jólaguðstænastu og jólahugna. Vit sungu millum aðrar Kvøldljómur, Lítið yvir Føroyaland og Føgur er foldin.
Tiltøk í 1993
14. februar 1993
14. februar 1993 sungu vit á eini konsert í Fuglafirði, har vit royndu íslandsskránna hjá okkum.
18. februar 1993
18. februar 1993 kl. 19:30 luttóku vit í einum »Norðurlendskum Mentanarkvøldi« í Norðurlandahúsinum. Vit møttu kl. 18.
21. februar 1993
21. februar 1993 sungu vit Þakkarbæn, Jesus til várt sálargagn, Ísland ögrum skorið til eina íslendska guðstænastu í Havnar kirkju. Útvarpið tók tíverri upp, og tað verur sagt tí vit fingu skeivan tóna, og tí bleiv sangurin so lágur, at sjálvt Eivind A. Hansen ikki rakk niður á tónan.
21. februar 1993
21. februar 1993 sungu vit á eini konsert í Vestmanna Skúla, har vit royndu íslandsskránna nakað broytta í mun til ta í Fuglafirði. Konsertin var rættiliga góð.
28. februar 1993
28. februar 1993 høvdu vit konsert í Norðurlandahúsinum, har vit høvdu generalprøva upp á íslandstúrin. Ein góð konsert sigst. Útvarpið tók konsertina upp.
4. mars 1993
Komnir til íslands 4. mars 1993 høvdu vit okkara fyrstu konsert í Keflavík. Konsertin var í einari bio-høll, har teppir vóru um tað heila, - og í hvussu so er eingin akkustikkur av nøkrum slag. Okkara redningur var, at vit, áðrenn ferðina til íslands, høvdu øvað í einum ljóðdeyðum rúmi í Útvarp Føroya. Men tey søgdu, at tað gekk toluliga væl. Vit vóru flest allir troyttir.
5. mars 1993
5. mars 1993 sungu vit á konsert í Neskirkju í Reykjavík. Vit sungu eisini nakrar sangir saman við Karlakór Reykjavíkur. Konsertin hepnaðist væl. Útvarp Føroya hevði biðjið um eina upptøku, tað fingu teir, men hon var út av lagi vánalig.
6. mars 1993
6. mars 1993 sungu til setanina av føroysku døgunum í norðurlandahúsinum í íslandi. »Ódn«, »Føroyar mítt land«, »Skygni«, »Regin Smiður«, »ísland ögrum skorið«. Svf. tók brot upp á band.
7. mars 1993
7. mars 1993 sungu saman við Reykjavíkar Manskóri til eina føroyska guðstænastu í Reykjavíkar dómkirkju. Guðstænastan bleiv tikin upp og útvarpað eina viku seinni í føroyum. Onkur sjóðmaður ringdi (Magni Petersen) og segði, at tað var gott! Vit sungu »Jesus til várt sálargagn«, »Harra guð títt dýra navn og æra«, »Þakkarbæn«, og »ísland ögrum skorið«.
Myndirnar frá ferðini 4. til 8. mars 1993 kunnu síggjast her:
{flickr set=72157627782926144 photo=7}
Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!
8. mai 1993
8. mai 1993 sungu vit á 80 ára føðingardegnum hjá Eivind A. Hansen heima hjá honum.
31. oktober 1993
31. oktober 1993 sungu vit til eina konsert í Norðurlandahúsinum til eina Grieg-konsert, sjálvt um allir møguligir komponistar váru umboðaðir. Havnarkórið var við 13 Grieg sangum og Brúgvum hjá Vagn Holmboe og Karsten Hoydal, meðan vit sungu Dýrd á vík og vág, Sangerhilsen, Min dejligste tanke, Eitt snjóhvítt herlið, Bådnlåt og Landkjending. Okkara solistar vóru Janus Trúgvasson í Bådnlåt og Kári av Reyni í Landkjending.
24. desember 1993
24. desember 1993 sungu vit á Lágargarði til guðstænastu.
28. desember 1993
28. desember 1993 høvdu vit jólakonsert í Leirvíkar kirkju saman við felagskórinum Gøta/Leirvík. Konsertin skuldi upprunaliga vera í Fuglafjarðar kirkju beint áðrenn jól, men tann konsertin var avlýst vegna veður, og í staðin fyri bleiv konsertin hildin í Leirvíkar kirkju týskvøldið kl 20:00.
Tiltøk í 1994
20. mars 1994
20. mars 1994 sungu vit á einari konsert hjá Føroya Synfoniorkestur. Tað sum vit sungu, var Pílagrímskórið úr Tannhäuser hjá Wagner og Soldatarkórið úr Faust hjá Gounod. Altso vit sungu fyrst á týskum og síðani á fronskum!
6. juli 1994
6. juli 1994 vóru vit á veg til kappingina í Llangollen í Wales. Á vegnum høvdu vit eina konsert í tí føroysku kirkjuni í Keypmannahavn, Samuels Kirken, áðrenn vit fóru víðari. Samuels Kirken, har Petur Andrew Petersen starvaðist, var stúgvandi full av fólki. Við á ferðini var eisini útvarpsmaðurin Kári Olsen, sum við útvarpsins Nagra bandupptakara festi alla konsertina upp á band, og ein av sangunum, »Føroyar mítt land«, var so mikið góður, at hann bleiv brúktur á tí fyrstu fløguni hjá okkum.
9. juli 1994
9. juli 1994 sungu vit til eina kapping í Wales, har vit blivu nr. 6 av 13 luttakand manskórum. Vit sungu í einum stórum teltútbygningi, sum tók fleiri túsund fólk. Vit sungu sum kunnugt With a Voice of Singing, Landkjending og Regin smið. Solistar vóru Kári av Reyni og Heri Kragesteen.
Myndirnar frá ferðini 6. til 17. juli 1994 kunnu síggjast her:
{flickr set=72157627471867304 photo=7}
Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!
23. september 1994
23. september 1994 undirhildu vit við kórsangi í klubbanum í Klakksvík. Vit vóru boðin til Klakksvíkar at avrunda Englandstúrin hjá okkum. Karl Martin og Súsanna skipaðu fyri. Vit vóru har í tríggjar dagar. Ein dejligur túrur.
24. september 1994
24. september 1994 høvdu vit eina góða konsert í Christianskirkjuni. Tað vóru trupulleikar við solistinum í Landkjending, hann hevði lovað at vera tøkur til konsertina, men kom álíkavæl ikki til konsertina, men sat uppi á í kirkjuni og lúrdi (hann hevði leiga sær speedbát úr Havn) Janus Trúgvasson sang soloina. Stamen Stantshev spældi klaver.
25. november 1994
25. november 1994 sungu vit til 10 ára haldið hjá SVF uppi í Norðurlandahúsinum. Vit sungu eisini saman við GHM. Vit sungu gott. SVF tók upp, og tað var eisini rímuliga gott (eg fylti 39 ár sama dag). Vit høvdu øvað nógv.
27. november 1994
27. november 1994 sungu vit á 50 ára føðingardegi hjá Viggo Akraberg Hansen, sum bleiv hildin antin leygardagin 26 november ella 3 december 1994 úti á Grønlandsvegnum.
24. desember 1994
24. desember 1994 sungu vit á Lágargarði til Guðstænastu og jólahald.
Tiltøk í 1995
25. mai 1995
25. mai 1995 sungu vit í Sólarmagn á Velbastað. Ólavur Dalgarð hevði biðið okkum syngja til fundin, møttir vóru 13 mans Magnus Hansen, Bogi Hansen, Óla Hans Olsen, Heri Kragesteen, Trúgvi Hansen, Stein Fossá, Suni Rasmussen, Kenneth Samuelsen, Petur Nielsen, Úlvur við Høgadalsá, Hugo Samuelsen og Heðin Johannesen. vit sungu Føroyar mítt land, Jesus til várt sálargagn, Prúða land, Tjarnareyga, Ódn, Ísland ögrum skorið , Sangerhilsen, I østen stiger solen op, Klara stjärna. Sera hugtakandi løta hjá 30 áhoyrarum skrivar Ingeborg Frýdal í dagbókina hjá felagnum.
24. desember 1995
24. desember 1995 sungu vit á Lágargarði til Guðstænastu og jólahald.
Tiltøk í 1996
25. mai 1996
høvdu vit 10 ára jubileumskonsert á Norðurlandahúsinum. Konsertin varð skipað soleiðis at í fyrra helvt bert vóru nýggir sangir, sum ongantíð fyrr vóru sungnir. Tað vóru sangir sum komu inn áðrenn fyrsta januar 1996 til eina sangkapping, sum vit høvdu útskrivað um heystið 1995. Sangirnir, sum komu inn, vóru 12 í tali og til hesa konsertina sungu vit allar sangirnar, sum eingin áhoyrari kendi frammanundan. Meningin var so at publikum við sínum atgongumerki kundi atkvøða fyri tí besta, næstbesta og triðbesta sanginum, meðan eitt dómarapanel við Bjarna Berg, Jákup Magnussen, Ova Olsen og Zacharias Sørensen funnu út av hvørjir sangir teir hildu vóru nr. 1, 2, 3, 4, 5, 6, 7, 8, 9, 10, 11 og 12. Atkvøðurnar hjá dómarunum og atkvøðurnar hjá publikum blivu í steðginum latnar inn, og so fór autoriseraði revisorurin Jógvan Amonsson undir at telja saman, soleiðis at vit kundu finna ein vinnara, í meðan framførdu vit seinnu helvt av konsertini. Inn í millum sangirnar í seinnu helvt av konsertini, millum annað reklamusangin »A, B mjólk gevur javnvág« hjá Martin Joensen, skemtaði Kári Mouritsen. Úrslitið av kappingini gjørdist: 1) »Argos« hjá Tróndi Bogason Hansen, 2) »Máldrykkjan endað« hjá Paula í Sandagerði og Regin Dahl, 3) »Tvær Yrkingar« hjá Leif Hansen og Jónfinn Jacobsen.
29. juni til 7. juli 1996
Frá 29. juni til 7. juli 1996 vóru vit á ferð í Hetlandi, har vit høvdu fleiri konsertir bæði á meginlandinum og á útoyggjunum.
Myndirnar frá ferðini 29. juni til 7 juli 1996 kunnu síggjast her:
{flickr set=72157627387330409 photo=7}
Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!
17. august 1996
17. august 1996 sungu vit í Grønlendingahúsinum (Igloin hjá Kára Thomsen), - nakrir fáir mans og Gunhild. Vit vórðu bidnir av Lisbeth Petersen, býráðsformanni, í samband við onkra vitjan Tórshavnar kommuna hevði úr Grønlandi og norðurlondum. Vit sungu nakrar norðurlendskar sangir.
14. september 1996
14. september 1996 sungu vit til 50 árahaldið fyri fólkaatkvøðuna 14. september 1946. Tað var óalmindiliga gott veður tann leygardagin á Vaglinum. Har vóru røður, rockur, vit og felagssangur.
6. oktober 1996
6. oktober 1996 ljóðaði sera væl sjálvt um tað gekk illa at trena saman við symfoniorkesturspælarunum til generalprøvan og serliga áðrenn.
2. desember 1996
2. desember 1996 sungu vit til jarðarferðina hjá Torgerð Rasmussen dóttir Suna Rasmussen, sum syngur við í Manskórinum. Vit sungu einar tveir sangir. Eg minnist ikki úr hvørjari kirkju hon fór.
7. desember 1996
7. desember 1996 høvdu vit konsert í kirkjuni í Vík. Hon var sera góð at syngja í, men tað var sera kalt. Kondensurin dreiv niður eftir múrinum.
15. desember 1996
15. desember 1996 sunnudagin, dagin eftir at okkara »fan« Frants Restorff doyði, høvdu vit eina góða konsert uppi í klingruni í Norðurlandahúsinum. Har var fitt av fólki. SVF tók upp, men kvaliteturin var sera vánaligur. Við á konsertini luttók eisini orkestrið »Ad libitum« og Gunhild Andreasen.
19. desember 1996
19. desember 1996 ?
24. desember 1996
sungu vit til jólahald á Lágargarði. Allan Dalsgarð sang solo í Lovið Drotni, meðan nakrar smágentur sungu Eitt barn er føtt í Bethlehem samn við okkum.
26. desember 1996
26. desember 1996 sungu vit annan jóladag til guðstænastu úti í Vesturkirkjuni. Vit sungu Panis Angelicus og Lovið Drotni. Solistur var Allan Dalsgarð.
Tiltøk í 1997
15. februar 1997
15. februar 1997 sungu nakrir fáir mans úr manskórinum til 120 ára minningarhald hjá Johannu Mariu Skylv Hansen, sum varð fødd 17. februar 1877, uppi í Listaskálanum. Vit sungu Hin meistarin mikli og Nornurnar, sum Tróndur B. Hansen setti saman til manskór.
17. februar 1997
17. februar 1997 sungu vit í Sjónleikarhúsinum til 120 ára haldið hjá Johannu Mariu Skylv Hansen, sum varð fødd 17. februar 1877. Tað var líkasum ein kombinerað konsert, upplestur, Sjónleikur og tílíkt.Vit sungu Nornurnar og Hin meistarin Mikli.
18. februar 1997
18. februar 1997 sungu vit í Sjónleikarhúsinum til 120 ára haldið hjá Johannu Mariu Skylv Hansen, sum varð fødd 17. februar 1877. Tað var líkasum ein kombinerað konsert, upplestur, Sjónleikur og tílíkt. Vit sungu Nornurnar og Hin meistarin Mikli.
?. mars 1997
?. mars 1997 sungu nakrir fáir mans úr manskórinum fyri David Oddsson íslendska forsetanum uppi á hotel Føroyum. Tað gekk væl.
26. februar 1997
?. februar 1997
26. apríl 1997
26. apríl 1997 var Manskórið inni á Toftum og tóku upp til ta fyrstu fløguna hjá okkum. Nakað væl áðrenn henda dagin høvdu vit roynt ymisk støð í Havnini og støð ymisa staðni í Føroyum fyri at vita hvussu akkustikkurin var, og akkustikkurin í Fríðrikskirkjuni á Nesi var tiltalandi. Har tóku vit sangirnar »Ódn«, »Vár við lýggjum vindi«, »ísland« (Þú alfvu vorrar yngsta land), »I østen stiger solen op«, »Hvile« og »Sum ígjøgnum sortar skýggja« upp. Kartni Fornagarð tók upp í Kirkjuni á Nesi, hann tók annars íalt eina 10 -12 sangir fyri okkum, har onkur ikki kundi brúkast.
27. apríl 1997
27. apríl 1997 høvdu vit konsert í Fríðrikskirkjuni í sambandi við, at vit høvdu gjørt upptøkur til fløguna hjá okkum í Fríðrikskirkjuni. Har vóru nógv fólk og lurtaðu henda sunnudag seinnapartin. Tað var líkasum okkara máti at siga toftafólki takk fyri lán av kirkjuni.
?. apríl 1997
?. apríl 1997 sungu vit fyrst uppi á Hotel Føroyum til eitt tiltak hjá Hanus Joensen, - eitt norðurlendskt leiðaraskeið . Tað gekk væl. Síðan fóru vit oman til Jákup á Kamarinum at syngja fyri honum. Hann hevði silvurbrúdleyp. Tað gekk eisini væl, tey eru so saman enn.
1. august 1997
sungu vit fyri Krónprins Frederik uppi á í Klubbanum. Vit sungu tá kaffe bleiv serverað, og vit sungu My Evaline og sjálvandi »I østen stiger solen op« meðan sangarindan Gunhild Andreasen og klaverspælarin Bjarni Restorff framførdu »In the Winther«. Vit vóru bert 15 mans, ið sungu, og ein dama.
16. til 23. oktober 1997
16. til 23. oktober 1997 vóru vit á ferð í øllum trimum Baltisku londunum. Har var sera kalt, eftir okkara tykki, men vit yvirlivdu við at syngja nær um hvønn dag.
Myndir frá ferðini kunnu síggjast her:
{flickr set=72157627665782163 photo=7}
Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!
24. desember 1997
sungu vit til jólahald á Lágargarði.
Tiltøk í 1998
5. oktober 1998
5. oktober hildu vit ársaðalfund. Í nevndina komu Jørgin Pauli Johannessen, Christian Kruse, Jákup Reinert Hansen og Cristian Reinert Petersen bleiv afturvaldur sum eykalimur. Á nevndarfundi 17. oktober skipaði nevndi seg við Jørgin Paula Johannessen sum forðmann, Christian Kruse sum 2. forðmann, Jákup Reinert Hansen sum skrivara og Christian Reinert Petersen sum eykamann.
7. november 1998
7. november sungu einir 12 mans á torginum í SMS saman við Regin Jacobsen á harmoniku. Vit sungu sjómansvísir. Tiltakið var í grundini eitt B36 tiltak, sum Birgar Johannesen skipaði fyri.
9. desember 1998
9. desember høvdu vit konsert uppi í Norðurlandahúsinum saman við bólkinum »Ad libitum« og kórinum Glymur. Umleið 180 áhoyrarar vóru til konsertina.
12. desember 1998
12. desember høvdu vit veitslu saman við damunum í hølunum hjá Odd Fellow Loguni á Grønlandsvegni 58.
24. desember 1998
24. desember luttóku vit í jólaguðstænastuni á lágargarði, sum vanligt.
Tiltøk í 1999
10. januar 1999
10. januar 1999 var nýggjárskonsertin saman við Føroya Symfoniorkestur. Hildnar vóru tvær konsertir fyri fullum húsum.
18. januar 1999
18. januar 1999 var nevndarfundur. Á fundinum kom Christian við tí uppskoti at fara konsertferð kring Føroyar: Til Hest, til Húsar, til Suðuroy og til Miðvágs.
27. februar 1999
27. februar 1999 gjørdi vit bandupptøkur av »Argos« í Norðurlandahúsinum. Jóhannus á Rógvu tók upp.
11. apríl 1999
Sunnudagin 11. apríl 1999 høvdu vit so okkara fyrstu konsert í Miðvágs kirkju og eisini seinni um dagin í Vestmanna skúla. Uppmøting var góð vesturi í Miðvági, men knapt so góð í Vestmanna.
25. apríl 1999
Sunnudagin 25. apríl 1999 høvdu vit eina kirkjukonsert á Húsum. Vit fóru um morgunin yvirum Lorvíksfjørð til Klaksvíkar og síðani við báti til Kunoyar. á Húsum var nógv fólk komið saman at lurta. Av tí at tað tann dagin eisini var flaggdagur, so gekk leiðin til Mikladals fyri at luttaka í Flaggdagshaldinum, sum skótarnir skipaðu fyri.
25. apríl 1999
Sunnudagin 25. apríl 1999 seinni um dagin áðrenn vit fóru til Havnar aftur skipaðu vit fyri eini konsert í Ósaskúlanum, og nøkur fá fólk høvdu leita sær niðan í skúlan at lurta eftir okkum. Síðani gekk leiðin aftur til Havnar.
8. mai 1999
Leygardagin 8. mai 1999 fóru vit, sum liður í konsertferðini hjá okkum, til Hest har vit høvdu eina kirkjukonsert. Vit blivu væl móttikir av Hestfólki og vit hugnaðu okkum óført. Nógv fólk var komið fyri at lurta eftir okkum.
23. mai 1999
Hvítusunnudagin 23. mai 1999 fóru vit Skúvoy at hava eina kirkjukonsert. Vit høvdu leiga sluppina Norðlýsið at sigla okkum til Skúvoyar. Um morgunin tá vit fóru var veðrið av tí besta, men nakað av vindi var. Komnir til suður áraka Húsavík og Dal, spurdi Birgir Enni um vit ikki skuldi fara inn har at syngja í staðin, tí veðri var ikki av tí besta longur. Eg helt at tað kundi hann sagt dagin fyri, tá hann visti hvussu veðrið fóra at verða, so vit søgdu »nei« tí fólk í Skúvoy høvdu gjørt klárt at taka ímóti okkum. Eftir mikið stríð komu vit til Skúvoyar, - onkur var gjøgnumbloyttur av havaldunum, og onkur annar hevði næstan spý garnarnar úr sær - so skuldu vit uppá land. Tað var ikki bara at siga tað, tí sluppin kundi ikki leggja at tí tað breyt upp um báða molarnar, og suðið í sjóðnum tømdi bátahylin. Men á land skuldu vit í hvussu so er, so Mourits Mohr og onkur annar blivu maskinmeistarar á gummibátunum hjá Norðlýsinum, og teir riðu síðani á aldunum innum brimgarðarnar, har staðkend fólk løgdu lag á og tóku í móti okkum á kaiini. Men vit komu so í øllum góðum í land har vit sungu fyri bygdarfólkinum í kirkjuni, øll í oynni vóru møtt. Eftir tað blivu vit bjóðaði inn til kaffi, te, breyð, kakur og ymiskt annað. Makar og børn vóru við, so tey hava havt ein túr, tey neyvan gloyma!
24. juni 1999
Hósdagin 24. juni 1999, mitt um dagin, sungu nakrir okkara uppi í trý-aranum í SMS, orsøkin var tann at onnur fløgan hjá okkum »Vit eru føroyingar«, kom á marknaðin, og tað var trý-arin sum gav fløguna út.
?. ? 1999
?. ? 1999 sungu vit á eystaru bryggju til eitt tiltak, sum Kiwanis felagsskapurin skipaði fyri.
6. november 1999
sungu vit í samband við ein rundan føðingardag - eg haldi, at tað var Árni Nicolajsen, ið fylti hálvtrýss. Har var stúgvandi fult av fólki úti við Landavegin.
12. desember 1999
Sungu vit til konsert í Eiðis Kirkju. Solistur á hesi konsertini hjá manskórinum var Ólavur Jøkladal, sum sang solo í Landkjending av Grieg og »Hitt hvíta liðið« eisini eftir Grieg við orðunum hjá Janus Djurhuus. Einir 120 áhoyrarar vóru komnir at lurta. Janus Trúgvason sang solo í »Jeg vil mig Herren Love«.
18. desember 1999
sungu vit til konsert í Kommunuskúlaauluni saman við sangarinduni Berghild Poulsen og klaverspælaranum Árna Hansen. Kaffi og jólabollar blivu seldir. Eini 42 fólk høvdu leitað sær niðan í Kommunuskúlaauluna at lurta. Aftaná konsertina fóru vit niðan í Mimir at syngja nakrar sangir, har teir vóru blíðir og bjóðaðu okkum eina øl og ein ordiligan snaps, meðan vit býttu jólabollarnar, ið lupu av frá konsertini, út til niðurundirkomnar sálir.
24. desember 1999
sungu vit til jólahald á Lágargarði.
Tiltøk í 2000
1. januar 2000
sungu vit í Havnar Kirkju til 1000 ára haldið hjá føroysku fólkakirkjuni, sum Poul Jákup Thomsen skipaði fyri. Tiltakið byrjaði henda dagin og vardi árið út. Frelsunarherurin, Adventistarnir, ja snøgt sagt allir teir ymsu trúarbólkarnir í landinum gingu skrúðgongu inn í kór, har teirra umboð segði nøkur góð orð. Vit sungu sum ikki einaferð »Jeg vil mig Herren Love«, og Janus Trúgvason sang solo. Vit sungu eisini »Boðar tú..«. Sangirnir gingu væl, og SVF og ÚF tóku upp og sendu beinleiðis.
29. januar 2000
sungu vit til 1000 ára haldið hjá føroysku fólkakirkjuni, sum Poul Jákup Thomsen skipaði fyri. Hesuferð var tað Erling Poulsen, sum helt fyrilestur um »mangt er millum himmal og jørð«. Kórið sang nakrar sangir áðrenn og aftaná fyrilesturin. Einir 16 áhoyrarar váru og lurtaðu. Tiltakið var í Listaskálanum.
26. februar 2000
sungu vit í SMS har nakað væl av fólki var komið at lurta, serliga vóru tað ung sum lurtaðu.
?. mai 2000
?. mai 2000 sungu fyri teim brekaðu uppi í Norðurlandahúsinum. MBF hevði júst havt eina melodikapping, og júst henda dagin skuldu teir sum skipaðu fyri kappingini kunngera, hvør gjørdist vinnari av sangkappingini. Heri Kragesteen okkara trúgvi sangari ætlaði sær at vinna, - men!
14. apríl 2000
Fríggjadagin 14. apríl 2000 fóru vit til Suðuroy at feira 1000 ára haldið hjá føroysku fólkakirkjuni, sum Poul Jákup Thomsen skipaði fyri. 15. apríl sungu vit fyri teim gomlu á Tvøroyrar Ellisheimi, og síðan fóru vit til gamla skúlan á Tvøroyri, har Elsa Funding greiddi frá einum fyrilestri hjá Axel Tórgarð um Peter Dass. Vit vóru bert 23 sangarar, men tað gekk væl. Um kvøldið skipaðu vit fyri einari konsert í Vágs kirkju har 60 áhoyrarar vóru møttir. Á konsertini sang Peter H. Niclasen tveir sangir meðan Árni Hansen spældi upp á klaver. Høgni Højgaard sang ein sang burtur úr Glunterna meðan Bjarni Restorff spældi klaver, og forrestin sang Høgni eisini solo í »Jeg vil mig Herren Love«. Vit gistu á Hotel Øravík, og har var alt sum tað skuldi vera. Vit fóru heim aftur sunnudagin 16. apríl.
30. apríl 2000
sungu vit í Hesti til 1000 ára haldið hjá føroysku fólkakirkjuni, sum Poul Jákup Thomsen skipaði fyri. Veðrið henda dagin var av tí allar besta, og blíðskapurin var eisini av tí allar besta. Tann einasti, sum var í føroyskum klæðum var Torleif Samuelsen, sum forrestin eitur tað sama sum abbi mín. Abbi hansara Andrass Samuelsen og langabbi mín Frants Restorff vóru vinmenn.
10. mai 2000
sungu vit í Listaskálanum til ein fyrilestur hjá Ingu Dam um »Ta føroysku Kirkjuna« og loysing. Tað var í samband við 1000 ára haldið hjá tí føroysku kirkjuni, sum Poul Jákup Thomsen skipaði fyri. Eitt sindur av fólki var komið saman at lurta, og tað ljóðaði vist hampuligt.
10. mai 2000
sungu vit í høllini á NABB, har ein »grannastevna« var. Pauli Jacobsen skipaði fyri. Tiltakið var fyri harmonikuspælarar burtur av, men vit skuldu vera við saman við Óla Johannesen og Juul úr Leirvík, har vit sungu einar 5 sangir. 1) Skútur brátt stevna.. 2) Rosa på ball 3) Eg minnist úr gomlum søgum 4) ein annan av Evert Taube og 5) Klara stjärna. Fleiri hildu, at tað ljóðaði væl.
13. mai 2000
Skipaðu vit, tað er manskórið og damurnar hjá teimum, fyri einum dansikvøldi í Sjónleikarhúsinum í Havn. Vit høvdu fingið JuliannuBoys at spæla. Billettin kostaði 100,- kr., og keypast kundi piss-øl, breyð og sodavatn í langum banum. Tiltakið gav einar 10.000,- kr.
1. juni 2000
sungu vit nakrar sangir í samband við kórstevnuna. Um hetta mundið kom Karlakór Keflavík á vitjan og luttóku teir eisini á kórstevnuni, sum gestakór. Vit sungur somuleiðis íslendskar sangir saman við teimum.
2. juni 2000
sungu vit til konsert saman við Karlakór Keflavíkur í Kommunuskúlaauluni, teir sungu einar 17 sangir út í eitt við klaverfylgispæli, vit sungu einar tveir sjálvir, og einar tveir saman vit teimum. Teir deildu vimplar og flaggstengur út til høgru og vinstru, men ov seint varnaðust teir, at tann íslendski konsulin Poul Mohr var til staðar, so hann fekk bara ein vimpul tí eingin flaggstong var eftir. Um 150 fólk lurtaðu. Eftir konsertina bjóðaði Heðin Mortensen vegna Havnar Klubba øllum luttakarunum oman í Havnar Klubba til ein einkultan snaps (2cl.) og onga øl.
9. juni 2000
sungu vit umborð á einum svenskum skipi, einum framsýningarskipi, sum vísti fram gamlar norðurlendskar bátar og annað. Vit sungu nakrar sjómannssangir - teir, vit hava upp á lagur - og Stein Fossá og Kjartan Mohr spældu upp á guitar.
10. juni 2000
Drotningin vitjaði Føroyar um tað mundið í sambandi við 1000 ára haldið fyri kristindómin í Føroyum. Poul Jákup Thomsen skipaði fyri. Í tí sambandi skuldi ein ellla onnur Bíblia handast onkrastaðni í Havn. Fyrst skuldu vit syngja í Havnar kirkju, síðani í Listaskálanum fyri Drotningini, - men tað bleiv so sungið leygarmorgun kl. 11 fyri ymsum geistligum persónum í Listaskálanum, áðrenn tey fóru ein busstúr til Tjørnuvíkar. í Listaskálanum var danski kirkjumálaráðharrin og ein hópur av norðurlendskum prestum, biskuppum og viðheng. Í føroyskum klæðum sungu vit (fyri fyrstu ferð uttan mappu?), og tað gekk væl. Skráin var henda:
14. juni 2000
sungu vit í sjónleikarhúsinum til ein ella annan nátturða fyri biologum úr flest øllum europeiskum londum. Teir høvdu ráðstevnu í Havn. Vit vóru bert fáir mans , men tað gekk hampuliga væl. Skráin var henda:
18. juni 2000
høvdu vit konsert í Norðurlandahúsinum, áðrenn vit fóru til Eysturríki. Har var nærum fullsett í Norðurlandahúsinum, um 300 fólk, men tá avtornaði fingu vit bert avrokning fyri umleið 100 fólk - tað var eitt sindur snópisligt! Fólk lótu annars væl at konsertini, sum vardi einar tveir tímar og tíggju minuttir við pausu. Við á konsertini vóru millum annað Juul úr Lorvík og Óli úr Fuglafirði, sum báðir spældu harmoniku. Vit framførdu annars vetrarkæti fyri fyrstu ferð Skráin var henda:
24. juni 2000
høvdu vit, sum fyrireiking til túrin til Eysturríki, eina konsert í Kambsdali. Vit vóru, sum ikki einaferð, í føroyskum klæðum, meðan vit millum annað sungu vetrarkæti við paukum og øllum, sum hoyrir til. Skráin var henda:
1. juli 2000
sungu vit til eina stóra gallaveitslu upp í Badmintonhøllini. Tað var Tryggingarfelagið Føroyar, sum hevði trýss ára hald, og eisini var tað stjóraskifti. Vit sungu allir í føroyskum klæðum í einar tjúgu minuttir ella so, og eftir tað vóru fyriskipararnir blíðir og týðir. Skráin var henda:
9. juli 2000
vóru vit gestir hjá Søllinge Mandskor (blíð og týð og privat gisting), har vit høvdu eina heila konsert í Nr. Lyndelse Kirke. Konsertin var sera lang yvir ein tíma út í eitt, men tað var ein góður generalprøvi áðrenn vit skuldu av stað til Linz í Oberösterreich. Kirkjan var stúgvandi full av áhoyrarum. Finni eg skránna skal eg seta hana her!
12. juli 2000
sungu vit til kapping nr. Q14 (Q stendur fyri Qualification) í Ursulinenhof í Linz. Vit sungu »Vit eru Føroyingar« (Úlvur við Høgadalsá og Peter H. Niclasen sungu solo), »Jeg vil mig Herren Love« (Magnus Hansen sang solo), »Orðini« og »Landkjending« har Úlvur við Høgadalsá sang solo. Vit fingu Silber9 við 19,05 stigum av 30 møguligun stigum og soleiðis sungu vit okkum víðari í kappingini, - vit løgdu »immervech« 2/3 av øllum teim luttakandi kórunum í okkara bólki afturum.
12. juli 2000
sungu vit til konsert í einum gomlum Benadiktinarakleystri í bygdini Lambach (ikki júst tað sama, sum ein føroysk bygd). Vit høvdu konsertina saman við Männerchor »Harmonie« Erkner 1884 e.V. úr Týsklandi. Konsertin var lang, umframt at Mads A. Winther og vit, vístu teimum føroyskan dans og banda dans. Jákup Reinert Hansen var frásøgumaður, júst sum hann var bæði í Havn og Nr. Lyndelse. Finni eg skránna so skal eg seta hana inn her!
14. juli 2000
sungu vit til eina kapping í Eysturríki. Kappingin hevði nr. W14 og var í Ursulinenhof í Linz. Sangirnir, sum vit høvdu valt vóru hesir: Vit eru Føroyingar (Kvæði fremsta framtakskappa landsins) Peter H. Niclasen og Úlvur við Høgadalsá sungu solo. »Jeg vil mig Herren Love«, har Magnus Hansen sang solo. »Landkjending« av Edv. Grieg, har Úlvur við Høgadalsá sang solo og til síðst »Regin Smiður« har Heri Kragesteen sang solo. Vit fingu Silber við 65,88 stigum av 100 møguligun stigum, men hesaferð løgdu vit bert 1/3 av øllum kórunum afturum okkum!!
Myndirnar frá ferðini 7. til 17. juli til Eysturríkis kunnu síggjast her:
{flickr set=72157627726624204 photo=7}
Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!
28. juli 2000
28. juli 2000 sungu vit Ólavsøkumorgun í Havnar kirkju til guðstænastuna. Allir menninir sum kundu, vóru við. Vit høvdu øvað allar felagssangirnar saman við Oddvør Johansen. Sjálvir sungu vit teir báðar góðu sangirnir hjá okkum »Jeg vil mig...« (Magnus Hansen) og »Boðar tú til...«. Teir gingu heilt væl í føroyskum klæðum. Har var rættiliga heitt í kirkjuni, so sveittin dreiv av okkum. úr kirkjuni fóru fleiri av monnunum niðan á tinghúsvøllin at syngja viðari í ólavsøkukórinum, sum Ólavur Hátun og Sunleif Rasmussen áttu. SVF og ÚF tóku upp, teir sendu eisini beinleiðis.
27. august 2000
sungu vit í Vesturkirkjuni á 25 ára haldi teirra. Allir menninir, sum kundu vera við vóru við. Vit sungu Heilig, Heilig, Heilig ella »Zum Sanctus« av Fr. Schubert og »Boðar tú til allar tjóðir« av J. Patursson og Johan Schop, síðstnevndi sangur gerst bert vakrari og vakrari. Vit vóru pent ílætnir. Aftaná tiltakið fingu vit kirkjukaffi uttan nakað í.
6. november 2000
Sungu vit í Kirkjubøar Kirkju. Løgtingsskrivstovan við Ernst Olsen hevði biðið okkum um at syngja fyri nøkrum gestum teir høvdu í samband við at Útnorðurráðið hevði fund í Havn. Teir lótu væl at. Vit vóru: Fyrsti tenor: Mouritz Mohr, Birgir Krossteig, Mikkjal Mikkelsen. Annar tenor: Høgni Højgaard, Viggo A. Hansen, Jørgin P. Johannessen, Áki Davidsen. Fysti bass: Johan R. Jacobsen, Ole Jensen, Suni Rasmussen, Kenneth Samuelsen. Annar bass: Heðin Johannesen, Christian Andreasen, Andrias Reinert, Úlvur við Høgadalsá Mads A. Winther og Bjarni Restorff. Vit sungu sangirnar Sangerhilsen, Jeg vil mig Herren love (Høgni Højgaard sang solo), Føroyar mítt land og Poor Man Lazarus har Andrias Reinert eigur soloina.
9. desember 2000
9. desember 2000 sungu vit í Norðurlandahúsinum, og høvið var at Christian Matras varð heiraður. Vit vóru bidnir at syngja og vit sungu eftir ynski frá Maud »Upp alt, ið Harrin hevur gjørt«, so hann bleiv gjørdur fyri manskór til høvið, umframt hann sungu vit »Orðini« hjá Róa Patursson og »Eg fann teg í kvæðum«. Tey strangu boðini um búnan vóru: svartar skógvar, hosur, og buksur, hvíta skjúrtu og firvald (butterfly)!
10. desember 2000
10. desember 2000 kl. 20:00 vóru vit við á einari jólakonsert í Vesturkirkjuni. Vit høvdu fingið somu strangu boð um búnar: svartar skógvar, hosur, og buksur, hvíta skjúrtu og firvald (butterfly). Við á konsertini var eitt dreingjakór úr Kommunuskúlanum, sum sang melodiin til sangin »Vit rætta várar hendur«, sum Hans Jørgensen hevði umyrkt eftir Rimestad, - sangurin klingaði sera væl. Umframt sungu vit »Eitt barn er føtt í Betlehem« saman við dreingakórinum, og eisini »Orðini«, »Stemning« og »Panis Angelicus«.
14. desember 2000
Hóskvøldið 14. desember 2000 kl. 19:30 sungu 12 mans til eitt jólahald, sum Landsbankin hevði í Listaskálanum. Av tí at vit ikki vóru so nógvir so sang ein kvaret Tell me why, meðan allir hinir sluppu at syngja við uppá »Sangerhilsen«, »Jeg har så græsselig ondt i min mave«, »Gleðilg jól« og kanska onkran annan.
16. desember 2000
Leygardagin 16. desember 2000 høvdu vit eina konsert í kommunuskúlaauluni. Vit vóru ikki einsamallir, tí vit høvdu konsertina saman við einum Gentukóri, Tórshavnar Kamarkóri og einum Dreingjakóri, og seinni um kvøldi høvdu vit jólaveitslu í Hornahúsinum? Kekka líka!
16. desember 2000
16. desember 2000 høvdu vit manskórsveitslu í Hornahúsinum, og sjálvandi við makað. Veitslunevndin hevur gjørt alt klárt til eitt megnar kvøld, og vit undirhildu okkum sjálvum, og tað riggaði sera væl.
24. desember 2000
24. desember var jólahald á Lágargarði, og sum vant vóru vit við. Vit møttust kl 12:45 í kapellinum á Lágargarði fyri at hita upp til Guðtænastuna kl 13:30, og aftaná sungu vit nakrar sangir.
Tiltøk í 2001
9. januar 2001
9. januar 2001 vóru vit líkasum bidnir, at standa fyri sanginum til nýggjárskonsertina, tí nýggjárskórið skuldi vera - ikki blandað kór - men manskór. Vit 30 til 40 mans maktaðu ikki nógv móti einum heilum symfoniorkestri, so vit máttu út at finna sangarar, sum kundu stuðla undir. Á hesu konsertini hevði prgrammnevndin set tey mergjaðu kórverkini »Landkjending« og »Soldatakórið« hjá verdi á skránna. Solistur í »Landkjending« var eingin annar enn Úlvur við Høgadalsá, sum megnaði uppgávuna til lítar. Tíverri noyddist vit at syngja oftani, tí Eimskip hevði keypt eina konsert leygardagin, har innboðin skuldu møta kl. 18:00, meðan vit aftur sunnudagin skuldu syngja kl 16:00 og kl. 19:30, so tað var ein ordans umgangur fyri solist, kór og orkestur!
10. februar 2001
10. februar 2001 helt okkara sangari Georg Egholm trýss ára føðingardag uppi í Sjónleikarhúsinum. Og blíður sum hann var og er, bjóðaði hann sangarunum við til haldið, og afturfyri sungu vit sjálvandi nakrar sangir, sum hóskaðu til eina veitslu. Bæði hann og vit vóru væl nøgdir aftaná.
12. mars 2001
Mánadagin 12. mars 2001 kl. 20:00 vóru vit sum vant í ÚF. Men hetta kvøldið hevði Sjónvarp Føroya biðið okkum um at syngja sangin »Kristoffur Kolumbus« uppá band fyri teir, tí SVF hevði planir um vísa eina italska seriu. Serian skuldi hava føroyska talu, og fyrireikararnir hildu eisini at tittullagið skuldi syngjast á føroyskum, og tað bleiv Jón Svein Heinesen, sum fekk uppgávuna at taka okkum upp á band, og tað gekk vist væl, - serian var í hvussu so er væl dámd.
21. apríl 2001
Leygarkvøldið 21. apríl 2001 var Prix Føroyar uppi í Norðurlandahúsinum. Tiltakið Prix Føroyar varð við okkara luttøku. Vit sungu ein sang saman við bólkinum "All that rain". Konsertin bleiv send beinleiðis í sjónvarpinum og útvarpinum.
5. mai 2001
Fríggjakvødið 5. mai 2001 vóru vit uppi á Hotel Føroyum og sungu »Sangerhilsen«, »I østen«, »Klara stjärna«, »Ísland« og »Føroyar mítt land« og umframt kvóðu vit »Stolt Signild«. Grundin var tann, at »Team Norden« hevði fund 3. til 6. mai í Føroyum við fyrilestrum og øðrum. Torfinn Høgaard var ein av teimum, sum stóðu fyri tiltakinum, og hann bað okkum um at syngja - í føroyskum búna! - norðurlendskar sangir og kvøða fyri gestum sínum kl 20:30. Vit møttu allir kl 21:30 í rúmi 117 fyri at hita upp. Mads og Heri og skipaðu.
29. apríl 2001
Sunnudagin 29. apríl 2001 kl. 16:00 høvdu vit konsert uppi í Norðurlandahúsinum. Upprunaliga skuldi konsertin vera 28. apríl, men av tí, at tað enn ikki var ruddað eftir PRIX Føroyar, mátti konsertin útsetast. Konsertin var sera fjøllbroyt, tí fyrst sang Janus Trúgvasson einar tveir sangir(»Longsul« og »Gluggaop«), sum hann sjálvur hevði gjørt, síðani spældu Árni Hansen og Bjarni Restorff tvey stykkir fyri tjúgu fingrar (ella fýra hendur) eftir Fr. Schubert og Edv. Grieg (»March Miltaire« og »Norskan dans no. 1«), Manskórið sang nakrar sangir einsamallir og einar tveir sangir saman við solistinum Gunhild Andreasen (»Nobody knows the troubles I've seen« og »Swing low, sweet chariot«) meðan Árni Hansen og Peter H. Niclasen framførdu »Ständchen« hjá Fr. Schubert. Og eisini sang Barbershop kvartettin »Tell me why«. Her er skráin:
19. mai 2001
Leygardagin 19. mai 2001 kl 11:30 sungu vit til eina Matiné í Havnar kirkju. Tað var organisturin í Havnar kirkju Oddvør Johansen, sum skipaði soleiðis fyri, at vit kundu syngja í kirkjuni í einar 30 minuttir. Sangirnir vóru hesir:
26. mai 2001
26. mai 2001 var eitt harmonikatreff uppi í ítrottar høllini á Hálsi, sum vit luttóku í.
10. juni 2001
Frá 6. juni til 11. juni høvdu vit vitja av tí norska Manskórinum Breistein, sum dagliga heldur til í útkantinum við Bergen. Samstundis sum teir vitjaðu okkum, høvdu vit í Føroyum eina heldur forkunniga vitja av fyrrverðandi heimsmeistaranum í talvi Kasparov. Hann telvaði móti øllum teim bestu telvarunum hjá okkum, og flest allir vóru teir við skerdan lut. Fyri at vísa fyrrverðandi heimsmeistaranum eitt sindur av Føroyum - uttan talv - var ein mentanarløta uppi í Norðurlandahúsinum sunnudagin kl 16:00, har, millum annað, Tórshavnar Manskór í føroyskum klæðum sungu einar 5 sangir, og gestir okkara manskórið Breistein sang eisini. Vit royndu at syngja á russiskum og kórini bæði sungu »Konglijekonvalje« saman. Tað riggaði vist útmerka og vit fingu allir eitt smíl frá heimsmeistaranum tá vit sungu á russiskum!?
10. juni 2001
Sunnukvøldið kl. 20:00 hevði Tórshavnar Manskór saman vit manskórsgestunum Breistein úr Voss, konsert í Kommunuskúlaauluni, har vit framførdu í gott og væl ein tíma. Vit sungu hvør sær og einar tveir sangir saman, og eftir tað, høvdu vit eina hugnaløtu saman áðrenn teir dagin eftir skuldu heim aftur til Norra við Norrønu.
26. juli 2001
26. juli 2001 høvdu umleið 25 mans eina framførslu uppi í veitsluhøllini á Hotel Føroyum. Tað var Eyðun Poulsen sum vegna Smyril Line, hevði heitt á okkum um at syngja fyri einum norskum bóndafelagi úr bygdini Voss, sum var og ferðaðist í Føroyum um tað mundi. Við í ferðaliðnum var føroyingurin Sniðálvur Jóanesarson, sum var frásøgumaður hetta kvøldi og hevði lagt dent á, at Tórshavnar Manskór skuldu syngja fyri teimum í 20 minuttir. Størstu ynskjini vóru, at vit sungu í føroyskum klæðum, og at vit millum annað sungu »Dýrd á vík og vág«, tað gjørdu vit so kl. 20:30. Eftir okkum kom Havnar Dansifelag.
18. august 2001
Leygardkvøldið 18. juli 2001 vóru vit í høllini á Hálsi. Kiwanis felagsskapurin hevði heitt á okkum at syngja nakrar sangir fyri sínum 600 gestum, sum vóru til eitt tiltakið, teir høvdu uppi á Hálsi. Vit sungu í 20 minuttir bæði á føroyskum, íslendskum og norskum, og fólk vóru væl nøgd.
20. oktober 2001
Leygardagin 20. oktober 2001 kl. 16:00 var konsert í Gøtu kirkju. Orsøkin til hesa konsert var, at Tórshavnar Manskór í eina heila viku hevði havt Erik Kamp Hansen sum gestadirigent. Vit høvdu boðið honum til Føroyar frá 12. til 21. oktober (innkvarteraður privat hjá Mads Winther, Aksel Haraldsen og Birgir Krossteig) við tí fyri eyga, at geva okkum inspiratión. Við sær hevði hann nógvar góðar sangir, sum vit øvaðu hvønn einasta dag Erik vitjaði okkum, og sum áhoyrarnir kundu hoyra á konsertini í Gøtu kirkju. Útvarpið gjørdi nakrar upptøkur, sum teir sendu sunnudagin eftir, og eitt sindur av reklamu fingu vit, tí útvarpið hevði eina beinleiðis samrøðu við Erik Kamp Hansen fríggjadagin áðrenn konsertina. Vit vóru í Gøtu frá kl 13.00 inntil vit fóru til Havnar aftur kl. 18.00, og direkta í Gamla Realskúlan, har ein lítil samkoma var fyri Erik Kamp Hansen - og okkum!
21. oktober 2001
Sunnudagin 21. oktober 2001 helt bygdin Elduvík ein rundan føðingardag, og tað var kikjan sum helt sín trýss ára føðingardag. Í tí sambandi sungu vit nakrar sangir í kirkjuni.
2. november 2001
Fríggjakvøldið 2. november 2001 vóru vit í einari beinleiðis sending í Útvarp Føroya. Tá royndi ÚF at hava »live« musikk hvørt fríggjakvøld, og nú var so túrurin komin til okkara. Vit sungu okkurt sum Edvard Nyholm Debes hevði langt til rættis, og vit sungu onkuntíð millum kl. 19:00 og kl. 20:00.
??. ? 2001
Framførsla í Havnar Klubba
24. desember 2001
Mánadagin 24. desember 2001 vóru vit sum vanligt er, uppi á Lágargarði. Har var tað enn einaferð jólahald fyri búðfólkunum og teim nærmastu, - eisini børnunum! Har hevur prestur jólaguðstænastu, búðfólkið syngur sálmar, aftaná syngja vit, og tá vit eru lidnir, dansa børnini um jólatræðið og fáa ein jólapakka. Eftir tað fer búðfólki inn á »eindirnar« við sínum skildfólkum har tey hugna sær. Vit sungu hesaferð hesar sangir: »Mítt hjarta tilhald hevur«, »Jólaklokkan«, »Gleðilig Jól«, »Nú andar«, »I dit Rige« og »Furuskogen«.
Tiltøk í 2002
14. mars 2002
Hósdagin 14. mars 2002 vildi Sjónvarp Føroya hava okkum í studio at gera eina sending við Manskórinum. Sendingin skuldi vera ein vangamynd av manskórinum og tí lívinum, sum fylgir við, men tað bleiv tað ongantíð. Men vit gjørdi so sendingina við solistum sum td. Kára p. í »Skygni«, Peter H. Niclasen í »I dit rige« og fleiri øðrum. Sendingin bleiv gjørd í Vørðsluni har millum annað Ragnar C. Jacobsen stóð fyri upptøkunum, meðan Edward Fuglø stóð fyri kolissunum.
4. juni 2002
Týsdagin 4. juni 2002 voru fleiri av limunum í Tórshavnar Manskóri uppi á Hotel Føroyum og sungu. Tað var Fiskimálastýrið sum hevði ráðstevnuna NASCO í døgunum frá 3. til 7. juni við umboðan úr fleiri tjóðum og henda týsdagin vildu fyrireikararnir av tiltakinum, Green Gate Incomming, hava okkum niðan at syngja fyri gestunum kl. 9 um morgunin í 15 minuttir, beint eftir at Jørgin Niclasen hevði sett stevnuna. Vit sungu sum avtalað varð í føroyskum klæðum kl. níggju um morgunin!!!
9. juni 2002
Sunnudagin 9. juni 2002 høvdu vit konsert í Vesturkirkjuni við okkara gestadirigenti Hans Iversen. Hans Iversen sum vanliga býr í Norra, starvaðist í Føroyum um hetta mundi, og tað gjørdu vit okkum dælt av, so hann undirvísti ikki bara børnum í sangi, men eisini okkum í ein heilan vetur. Úrslitið av hesi undirvísing skuldi vísast fram á eini konsert, upprunaliga í Norðurlandahúsinum, men har kom alt møguligt í vegin, so við góðum vilja frá starvsfólkunum í Vesturkirkjuni sluppu vit at hava konsertina har kl.?. Konsertina tók Finnur Hansen upp á band fyri Útvarp Føroya. Á konsertini var alt møguligt á skránni, sum tygum kunnu síggja her:
3. august 2002
Leygardagin 3. august 2002 luttóku vit á Listastevnuni, sum Norðurlandahúsið skipaði fyri. Vit skuldu vera við tá stevnan varð sett í konsertsalinum í Norðurlandahúsinum. Tróndur B. Hansen hevði skrivað musikk til setanina, og Ernst Sondum Dalsgarð framførdi. Fyri at fáa okkurt annað bóðu tey Tórshavnar Manskór um at framføra Regin Smið fyri manskór soleiðis, sum hann skuldi framførast við guitar, paukum, solisti og manskóri. Vit høvdu styrkt Manskórið eitt sindur, øvað nógv, og so høvdu vit fingið Ólavur Jakobsen at spæla guitar í føroyskum klæðum, Kára Olsen at spæla paukur í føroyskum klæðum, Fróða Sandoy at syngja solo í føroyskum klæðum og eitt styrkt Tórshavnar Manskór sang Regin Smið í føroyskum klæðum. Tað gekk vist rættiliga væl, tí øllum áhoyrarunum dámdu væl framførsluna.
10. august 2002
Leygardagin 10. august 2002 sungu vit tíverri til jarðarferðina hjá Kára D. Petersen, sum í nógv ár var sangari í manskórinum. Vit møttust í útvarpinum kl. 11:30 fyri at øva tað vit skuldu syngja til jararferðina úr Vesturkirkjuni kl. 13:00.
21. september 2002
Leygarkvøldið 21. september 2002 sungu vit nakrar sangir til eitt tiltak, sum ítróttar Samband Føroya (íSF) hevði í Müllers Pakkhúsi. Áheitan var komin frá ferðaskrivstovuni Grenn Gate Incomming um at fáa okkum at syngja fyri teim trýss útlendskum gestunum, sum vóru við til tiltakið. Kl 21:00 skuldu vit syngja fyri gestunum í einar 15 minuttir í føroyskum klæðum, umframt at tveir av okkum skuldi skeinkja tá gestirnir komu kl. 19:45. Hilmar Jan Hansen, sum var »Toastmaster«, presenteraði okkum pent árenn vit sungu, og álitið, at skeinkja við inngongdina tá gestirnir komu, fingu Oskar Eirikson og Finnur Joensen.
28. oktober 2002
vóru vit uppi í útvarpinum og gjørdu fleiri upptøkur av "Eitt dýpi av dýrari tíð" hjá Jens Paula Heinesen og Elin Heinesen. Upptøkurnar skuldu brúkast í filminum um Jens Paula Heinesen. Gulla Øregaard bað okkum um at syngja, og tað var vist hon, sum var »primus motor« soleiðis, at filmurin bleiv til veruleika.
2. november 2002
Framførsla í SMS, sum fylti 25 ár
14. desember 2002
Jólaveitsla á Háskúlanum
20. desember 2002
Framførsla í Havnar Klubba
24. desember 2002
Jólahald á Lágargarði.
Tiltøk í 2003
23. mars 2003
Várkonsert í Norðurlandahúsinum. Bjarni Restorff og Sunleif Rasmussen.
1. mai 2003
1. mai 2003 kl 19:45 høvdu vit okkara fyrstu konsert á Conwallsferðini frá 30. apríl til 7. mai 2003, har vit skuldu luttaka á eini internationalari manskórsfestival og -kapping. Konsertin var í Launcheston Central Methodist Church.
2. mai 2003
2. mai 2003 kl 19:45 høvdu vit okkara næstu konsert á Cornwallsferðini, og hesaferð var konsertin í Truro Cathedral.
3. mai 2003
3. mai 2003 kl 12:00 var so sjálv kappingin, og hon fór fram í einari stórari høll, »Hall for Cornwall« í býnum Truro. í kappingini fyri færri enn 40 manskórssangarar, sum vit luttóku í blivu vit nummar 3 av 12 luttakandi kórum, - so tað gekk bara heilt væl! Allur dagurin var settur av til luttøkuna, tí har vóru fleiri aðrar kappingar, sum vóru áhugaverdar.
Omanfyri síggja tygum eina mynd við Tórshavnar Manskóri frá kappingini í »Hall for Cornwall« og myndir av skreytbløðunum, vit fingu fyri luttøkuna.
3. mai 2003
3. mai 2003 kl 19:45 eftir kappingina, fóru tey ymsu kórini út at syngja fyri fólkinum, sum búðu har um leiðir, og vit fóru til eitt stað, sum eitur St. Pol-De-Leon í bygdini Penzance, har vit høvdu konsert.
4. mai 2003
4. mai 2003 kl 14:30 sungu vit í Marquee í Eden Project. Tað er eitt stað við kunstigum tropiskum klima, við tí sermerkta plantu og - djóralívi, sum har er.
4. mai 2003
4. mai 2003 kl 19:45 seinni um dagin, fóru vit til St. Germans Church í Torpoint fyri at syngja fyri bygdarfólkunum har.
5. mai 2003
5. mai 2003 kl 19:45 høvdu vit so okkara seinastu konsert á Cornwallsferðini í »Hall for Cornwall« í Truro, áðrenn ferðin gekk heimaftur, eftir eina væleydnaða ferð.
Myndirnar frá ferðini til Cornwall kunnu síggjast her:
{flickr set=72157627827856428 photo=7}
Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!
18. mai 2003
Sungu saman við íslendska Karlakórinum Jøkull í Vesturkirkjuni
1. juli 2003
Samvenjing og -vera við Karlakórinn Fóstbræður úr Íslandi. Her er eitt link til heimasíðu teirra: www.fostbraedur.is
17. des. 2003
Framførsla í Havnar Klubba
18. des. 2003
Matiné í Havnar Kirkju
24. des. 2003
Jólahald á Lágargarði.
Tiltøk í 2004
11. januar 2004
Nýggjárskonsert í Norðurlandahúsinum saman við Symfoniorkestrinum
31. januar 2004
Vetrarveitsla í hølunum hjá Starvsmannafelagnum
6. mars 2004
Konsert í Royndarhúsinum í Nólsoy. Umleið 80 áhoyrarar.
21. mars 2004
Konsert í Húsavíkar kirkju. Umleið 100 áhoyrarar. Her er ein mynd í allar besta veðri frá ferðini í Húsavík.
1. mai 2004
Sungu í Fuglafirði saman við íslendska karlakórinum Ernir. Her er eitt link til heimasíðu teirra: www.ernir.it.is
2. mai 2004
Sungu í Norðurlandahúsinum saman við Ernir. Samvera í Havnar Klubba
1. juni 2004
1. juni gjørdu vit, sum ikki einaferð, eina upptøku til fløguna »Væl má gagnast«, sum kom út í desenmber 2008. Her er ein mynd frá upptøkuni í Vesturkirkjuni:
9. juni 2004
Fløguupptøka í Vesturkirkjuni
11. desember 2004
Matine í Havnar Kirkju kl. 11:00. Vit sungu »Laudate Dominum«, »Razboinika«, »Orðini«, »Kvøldljómur« og »Gleðilig jól«. Solistar vóru Berghild Poulsen, Fróði Sandoy og Peter H. Niclasen, meðan Árni Hansen spældi kaver.
17. desember 2004
Framførsla í Havnar Klubba
19. desember 2004
Konsert saman við Felagskórinum Gøta/Leirvík og Eivør í Gøtu Kirkju
22. desember 2004
Konsert saman við Felagskórinum Gøta/Leirvík og Eivør í Vesturkirkjuni
24. desember 2004
Jólahald á Lágargarði.
Tiltøk í 2005
9. januar 2005
Nýggjárskonsert í Norðurlandahúsinum saman við Symfoniorkestrinum
29. januar 2005
Vetrarveitsla í hølunum hjá Starvsmannafelagnum
31. mars 2005
31. mars 2005 klokkan hálgun átta um morgunin, sungu vit í Rosságøtu 6 á Argjum fyri Hans Paula Joensen, sum tá fylti háltrýss ár. Vt sungu »Eg elski teg land«, »I østen stiger solen op« og »Jeg har så græsselig ondt i min mave«, og aftan á blivu vit bodnir inn til rundstykkir, kaffi, te ella okkurt gott fyri magan.
8. apríl 2005
Fríggjadagin 8. apríl 2005 sungu vit úti á lærskúlanum har sum lærara íbúðirnar eru, tí Árni Hansen fylti 65 ár. Vit møttu kl 16:30 har vit sungu nakar sangir fyri honum, og innbodnum vinfólkum
5. juni 2005
Sunnudagin 5. juni 2005 kl. 16:00 var konsert við Karlakór Rangæinga og Tórshavnar Manskóri í Vesturkirkjuni. teir 40 sangaranir í Karlakór Rangæinga komu til Føroyar tann 3. juni og fóru 4. juni á Norðoyarstevnu í Klaksvík har teir høvdu konsert við løgum eftir Sigfús Halldórsson. Á konsertini í Havn høvdu vit hvør sína helvt umframt at vit sungu nakrar sangir saman. Eftir konsertina, tað vil siga um sjey tíðina, var okkurt til matna v.m. og hugni í Havnar Klubba fyri okkum og Karlakóri Rangæinga.
22. oktober 2005
Konsert í Norðurlandahúsinum
26. - 31. oktober 2005
Konsertferð og Landsmót Karlakóra í Íslandi. Her er ein mynd tá øll manskórini sungu saman við íslendska Symfoniorkestrinum.
Myndirnar frá ferðini 26. til 31. oktober 2005 kunnu síggjast her:
{flickr set=72157627362995767 photo=7}
Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!
18. november 2005
18. november 2005 sungu vit fyri Fótbóltsamband Føroya vanliga stytt FSF á Hotel Hafnia og orsøkin var at FSF hevði fingið vitja av Michel Platini, sum promoveraði seg sjálvan sum eitt gott formansvalevni í UEFA. Tað lukkaðist vist til fullnar, tí hann blev seinni valdur til formann, men hann fekk vist ikki nakra stemmu úr føroyum. Á myndini eru Michel Platini og Óli Holm, sum var formaður (presidentur ella forseti) í FSF frá 2004 til 2008.
16. desember 2005
Framførsla í Havnar Klubba
17. desember 2005
Matiné í Havnar Kirkju
24. desember 2005
Jólahald á Lágargarði.
Tiltøk í 2006
25. januar 2006
Sungu á Dimmalætting til »Ársins fløgu«, »Ársins ítróttarbragd« og »Ársins føroyingur«.
26. januar 2006
Konsert í Miðlahúsinum í Vágsbotni
1. apríl 2006
Veitsla í hølinum hjá Føroya Ríðingarfelag har Blackbirds spældu
23. apríl 2006
Povl Dissing, Benny Andersen og Manskórið í Norðurlandahúsinum. Manskórið hevði øvað áðrenn teir báðir komu til Føroyar, og saman við teimum báðum úrmælingunum øvaðu vit fleiri ferðir. Her eru nakrar myndir úr Norðurlandahúsinum, og í millum myndirnar er ein stuttlig heilsan frá Benny Andersen og Povl Dissing.
{flickr set=72157628165862935 photo=7}
Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!
10. mai 2006
Sungu og kvóðu vit fyri norðurlendskum lærarum á Læraraskúlanum
20. mai 2006
Leygarkvøldið 20. mai 2006 sungu vit fyri Pensionistafelagnum í Havn. Tiltakið var uppi í B.36 húsinum, og vit skuldu syngja um hálvgum níggju tíðina, vit sungu hesar sangirnar, sum eisini blivu brúktir á Læraraskúlanum: »Nú andar suðri sæla«, »Kom du ljuva hjärteven«, »I østen stiger solen op«, »Sangerhilsen«, (Regin smiður?) og »Jeg vil mig Herren love«.
25. mai 2006
Sungu við Vox Femina, kvinnukór úr Svøríki, í Gøtu kirkju
27. mai 2006
Sungu við Vox Femina í Vesturkirkjuni
6. juni 2006
Týsdagin ella rættari týskvøldið 6. juni 2006 kl. 20:30 sungu vit fyri einum brúðarpari á Parnassinum á Hotel Hafnia í Havn. Tað er soleiðis, at tað er blivið modernað at giftast har dato, mánaðin og ár hava somu ciffur, og soleiðis var tað eisini her: null sex, null sex og aftur null sex. Tað var dóttir Oddvør Skarðhamar sum fyrr um dagin bleiv vígd, og vit høvdu játtað at syngja hesar sangir fyri brúðarparinum: »Matlepin«, »Kom du ljuva hjärteven«, »Dýrd á vík og vág«, »Kom drekki vínreyða skál við mær«
24. juni 2006
Konsert í Hattarvíkar kirkju. 35 áhoyrarar (myndir)
24. juni 2006
Konsert í Svínoyar kirkju. 40 áhoyrarar
10. juli 2006
Summartónar í NLH. 40 áhoyrarar kl. 14. 80 áhoyrarar kl.16
16. september 2006
Leygarkvøldið 16. september sungu vit úti á Læraraskúlanum, har tjóðveldisflokkurin hevði eitt trýss ára minningarhald í samband við fólkaatkvøðuna í 1946. Teir høvdu heitt á okkum um luttaka við nøkrum mergjaðum sangum, og vit sungu hesar mergjaðu sangirnar: »Regin smiður«, »Boðar tú til allar tjóðir«, »Føroyar mítt land« og »Jeg vil mig herren lofve«. Annars hevði tiltakið eina áhugaverda og, til tíðir, skemtiliga skrá: 1) Høgni Hoydal bjóðar vælkomin. 2) Annfinnur í Skála hevur fyrilestur um fólkaatkvøðuna. 3) Jóannes Jacobsen og vinfólk spæla. 4) Karl Johan Jensen lesur. 5) Annlis Bjarkhamar heldur røðu. 6) Tórshavnar Manskór (steðgur) 7) Bergljót av Skarði um fólkaatkvøðuna. 8) Marna Jacobsen heldur røðu. 9) Jóannes Nielsen lesur yrkingar. 10) Kári Sverrisson spælur. 11) Tórbjørn Jacobsen heldur røðu. Vit endaðu øll við tjóðsanginum.
16. desember 2006
Leygardagin 16. desember 2006 kl. 11:30 var jólamatine í Havnar Kirkju. Sum vanligt sluppu vit at vera við við hesum sangum: 1. Ave Maria 2. Agnus Dei 3. Stemning 4. White Christmas 5. Gleðilig jól. Solistar vóru Andrias Reinert, Peter H. Niclasen og Berghild Poulsen.
21. desember 2006
Jólakonsert í Müllers Pakkhúsi við kakao og holukøkum
22. desember 2006
Jólahugni í Havnar Klubba
24. desember 2006
Jólahald á Lágargarði.
Tiltøk í 2007
3. februar 2007
20 ára jubileumskonsert við fullsettum Norðurlandahúsi. (myndir)
{flickr set=72157627783312438 photo=7}
Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!
3. februar 2007
20 ára jubileumsveitsla í B36-húsinum.
16. mars 2007
Fríggjakvøldið 16. mars 2007 kl 21:30 sungu vit í Müllers Pakkhúsi fyri starvsfólkum á býráðnum. Vit sungu hesar sangirnar: »Kvæði fremsta framtakskappa landsins«
»Føroyar mítt land«, »Ave Maria«, »Tell me why«, »Tú ert so deilig«.
17. mars 2007
Fløguupptøka
Leygarkvøldið 17. mars 2007 kl 20:30 sungu vit á matstovuni »Gourmet«. Hetta var eitt tiltak sum var fyri starvsfólkunum hjá bilasøluni »Ivan Johannesen«, vit vóru bidnir at syngja beint aftaná forrættin. Vit sungu eina lítla løtu - ikki ov langa - so gestirnir kundu sádna forrættin, og tey sum enn vóru svang skuldu ikki líða neyð av maktarsloysi. Vit sungu: »Tú ert so deilig«, »Poor man Lazarus«, »Nú andar suðrið sæla«. Solistar vóru Tór Verland Johansen, Peter H. Niclasen og Andrias Reinert.
21. mars 2007
Fløguupptøka í Vesturkirkjuni
22. mars 2007
Fløguupptøka í Vesturkirkjuni.
24. mars 2007
Hugnakvøld í Bygdarhúsinum í Leirvík.
7. mai 2007
Ársaðalfundur
10. mai 2007
Fløguupptøka í Vesturkirkjuni (Stemning, Jeg vil mig Herren lofve)
7. juni 2007
Fløguupptøka í Vesturkirkjuni (Páskamorgun, Prúða land)
25. august 2007
Leygarkvøldið 25. august 2007 sungu vit til eina gallaveitslu uppi í ítrottarhøllini á NABB, tað var Føroya Sparikassi, sum helt sín 175 ára føðingardag. Vit vóru við sum kór, men vit høvdu fingið aðrar uppgávur eisini. Til dømis vóru vit bidnir at syngja onkran nýggjan sang, sum Heri Nolsøe hevði skrivað til høvið, og Kim Hansen spældi klaver til hann. Starvsfólkini í Sparikassanum vóru øll í stívasta puss, og tað vóru vit so sanniliga eisini, tí vit vóru allir í føroyskum búnum. Vit stóðu á einari scenu við glasbúrið mitt fyri. Vit sungu sum nevnt ein hjá Hera Nolsøe, nakrar vanligar sangir og sum rosinan í pilsuendanum sang Tór Verland Johansen »Tú ert so deilig« saman við okkum, og tað var sera væl fagnað av øllum gestunum.
2. desember 2007
Karlakór Reykjavíkur hevur 2 konsertir í Vesturkirkjuni - Tórshavnar Manskór luttekur. Her er eitt link til heimasíðu teirra: www.kkor.is
21. desember 2007
Jólahugni í Havnar Klubba
22. desember 2007
Jólamatiné í Havnar Kirkju
24. desember 2007
Jólahald á Lágargarði.
Tiltøk í 2008
7. februar 2008
Fløguupptøka í Vesturkirkjuni (Prúða land)
11. februar 2008
Ársaðalfundur
21. februar 2008
Hóskvøldi tann 21. februar 2008 vóru vit í Vesturkirkjuni og tóku upp á band, sum tað eitur, men í grundini tóku vit upp á eina farteldu, og í millum telduna og mikrofonirnar høvdu vit eitt rættiliga gott interface. Mikrofonirnar og interfacið eigur Manskórið, og tað bleiv brúkt til hvørja upptøku hjá okkum.
5. apríl 2008
Ársveitsla í hølunum hjá Starvsmannafelagnum
27. apríl 2008
Konsert í bygdarhúsinum í Húsvík. 35 áhoyrarar
4. mai 2008
Sunnudagin 4. mai 2008 høvdu vit konsert í Müllers Pakkhúsi. Tað var av eini hvørjari orsøk sera torført at fáa lýsing í Útvarp Føroya, og fyri ikki at siga ómøguligt at koma við í morgunsendingina hjá útvarpinum, so okkara redningur varð, at vit fingu portalin at skriva um konsertina nakrar tímar áðrenn konsertina, og tað riggaði væl, so mikið væl, at har møttu einir 90 áhoyrar. Skráin til konsertina var henda:
17. mai 2008
Konsert í Svínoy. 35 áhoyrarar
21. august 2008
Konsert saman við Sønderborg Mandskor í NLH (Klingruni). Her er eitt link til heimasíðu teirra: www.mandskoret.dk
28. september 2008
Sunnudagin 28.september kl. 19:30 høvdu vit konsert í Sandavágs kirkju. Tórshavnar Manskór hevur roynt at sungi úti á teim smærru og størru bygdunum í Føroyum, sum td. Skúvoy, Húsavík, Húsum, Nólsoy, Mikladali og so framvegis. Hesuferð var túrurin komin at vitja Vágarnar enn einaferð, men vit høvdu so ongantíð roynt kirkjuna hjá Magnus á Kamarinum í Sandavági fyrr. Til konsertina vóru einir 80 áhoyrarar møttir. Skráin var henda:
30. november 2008
Fyrsta sunnudag í advent tann 30. november 2008 sungu vit í Kvívíkar kirkju í umleið ein heilan tíma. Kirkjuráðið við Grækaris Joensen og presturin Teodor Olsen skipaði soleiðis fyri at eftir inngangsbønina vildu teir hava okkum at syngja nakrar sangir, síðani segði Heri Joensen nøkur orð. Ikki eina heila prædiku, bert einar fimm minuttir. Síðani sungu vit aftur, og tað bleiv endað við einari útgangsbøn. Einir 70 áhoyrarar vóru møttir.
7. desember 2008
Jólakonsert saman við Eystanljóð og Eivør í Gøtu kirkju. 400 áhoyrarar
7. desember 2008
Jólakonsert saman við Eystanljóð og Eivør í Vesturkirkjuni. 1000 áhoyrarar
14. desember 2008
Jólakonsert í Christianskirkjuni við Klaksvíkar Hornorkestri. 400 áhoyrarar
19. desember 2008
Jólahugni í Havnar Klubba
20. desember 2008
Jólamatine í Havnar Kirkju
24. desember 2008
Jólahald á Lágargarði.
Tiltøk í 2009
26. januar 2009
Ársaðalfundur
21. januar 2009
Mikukvøldi 21. januar 2009 kl 20:30 sungu vit á Blindastovninum fyri Sigmund í Dali. Sigmundur í Dali hátíðarhelt sín 90 ára dag á Blindastovninum, har vit sungu sjey íslendskar og føroyskar sangir. Tað var mikið hugnaligt, og eg haldi at Sigmundur var glaður fyri sangin, sum var føðingargávan frá børnunum til pápa teirra.
29. januar 2009
Hósdagin 29. januar 2009 kom bókin, sum Heri Kragesteen hevur stríðst við í fleiri ár, út. Í bókini eru gamlar frásagnir um ymisk viðurskiftir í Havnini, sum hevur siðsøguligt virði, sum Heri vildi hava út í bók. Til høvið sungu vit tríggjar sangir »Tjarnareyga«, »Stemning« og »Love me Tender« har Egon Hansen sang solo. Tiltakið ella bókaútgávan var í Posthúskjallaranum klokkan fýra, og vit sungu klokkan 16:20 allir pent ílætnir.
7. februar 2009
Ársveitsla í AB-húsinum.
24. apríl 2009
Fríggjakvøldi 24. apríl 2009 vóru vit bidnir um at syngja úti í Tólvthøllini í Havnadali. Tað var Atlantic Airway, ið hevi biðið okkum um at syngja til eitt tiltak teir høvdu har beint eftir ein fund í nevndini. Til høvið høvdu teir sett eitt stórt telt upp í Tólvthøllini har vit sungu »Ódn«, »Jeg vil mig Herren love«, »Sommarpsalm« og »Poor Man Lazarus«. Tað ljóðaði sera væl í teltinum. Vit vóru í føroyskum búna, og vit hitaðu upp í Skúlanum á Trøðni kl 20:30.
16. mai 2009
Fóru vit eina útferð til Suðuroynna at syngja fyrst og fremst. Vit sungu á seglhúsloftinum.
17. juni 2009
17. juni er tjóðardagurin hjá íslendingum, og í tí sambandi varð heitt á okkum um at syngja. Fríggjadagur var og kl. 17:15 sungu vit nakrar íslendskar sangir og sjálvandi eisini tjóðsangin hjá teimum. Úti á fløtuni á Frælsinum vóru telt sett upp, har man kundi fáað sær bollar, kaffi ella pylsur.
25. september 2009
Fríggjadagin 25. september 2009 kl 16:30 vóru vit settir rættiliga upp á prøva, tí Norðurlandahúsið hevði givið innivist fyri »vinnudagnum« har røður blivu hildnar og leiðarar bliv kosnir, og í tí sambandi skuldi vit uttan at nakar visti av tí koma inn og syngja »Fast stóð í fonnum« sum bleiv gjørdur til høvið, og sum vit høvdu øvað í fleiri dagar. Vit vóru yvir tjúgu mans, og tað ljóðaði væl úr vestara hjørni í konsertsalinum í Norðurlandahúsinum. Onkur helt at vit skuldu sungið fleiri sangir.
14. november 2009
14. november 2009 sungu vit til veitslu hjá Effo, sum bleiv hildin uppi á Hotel Føroyum leygarkvøldið. Vit sungu fýra sangir umleið kl. 21:15, og tað gekk vist ikki so galið. Andrias sang solo í »Poor Man Lazarus«, meðan Kenneth spældi guitar í »Eg minnist úr gomlum søgum«.
28. november 2009
28. november 2009 sungu vit eftir áheitan frá Býráðnum í Havn undir jolatrænum á Tinghúsvøllinum. Tiltakið var sett til kl. 16:00, har Heðin Morensen fyrst skuldi halda røðu, síðani skuldi jólamaðurin, sum bleiv lorðaður niður úr stigabilinum hjá Brandstøðini, tendra jólatræið. í samráð við Ingigerð á Trøðni stóðu vit har tað hoyrdist best. Tað var bítandi kald tann dagin, men tað hoyrdist og ljóðaði væl.
6. desember 2009
Jólakonsert saman við Ursula Bambuch og Peter H. Niclasen í Vesturkirkjuni. 450 áhoyrarar
12. desember 2009
Upptøka av jólakonsert í Vesturkirkjuni til Útvarpið
18. desember 2009
Jólahugni í Havnar Klubba
19. desember 2009
Jólamatine í Havnar Kirkju
22. desember 2009
Týsdagin tann 22. desember kl.14:00 sungu vit í kantinuni á Dimmalætting. Tað var Terje Nielsen, sum hevði biðið okkum syngja fyri starvsfólkunum á Dimmalætting. Vit vóru væl mannaðir og teir fingu nakrar føroyskar jólasangir og onkran sang á latíni, - tað ljóðaði væl í kantinuni. Bygningarnir hjá Dimmalætting blivu stutt eftir seldir til Nærverkið.
Her eru nakrar myndir úr kantinuni á Dimmalætting 22. desember, sum Kjartan Madsen hevur tikið.
{flickr set=72157631945421253 photo=8 order=random}
Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!
24. desember 2009
Jólahald á Lágargarði.
Tiltøk í 2010
15. januar 2010
Sungu vit í Listaskálanum til eitt tiltak, sum Mentamálaráðið skipaði fyri. Tað vóru tey bæði Kári p. og Laura Joensen, sum blivu heiðrað fyri teirra listaligu gávur. Til høvið spældu vit sangin »Skygni« hjá Kára p. soleiðis, sum hann eigur at spælast: við trummum (Jónleif Jensen), guitar (Leivur Thomsen), bassguitar (Kolbein Simonsen), saxofon (Oddur Hentze), solosang (Fróði Sandoy) og annars vit. Tað gekk rímuligt, ÚF var har og sendi beinleiðis, tað kundi verið verri, men eisini betri. Tá fólk komu spældi Árni Hansen í einar 15 minuttir løg hjá Kára p.
10. apríl 2010
10. apríl 2010 sungu vit í Skálanum í Klaksvík. Høvið var at ísak Mikladal helt sín trýss ára føðingardag har, og vit vóru bidnir at syngja, og tað gjørdu vit. Vit vóru einir 12 mans, sum møttust við Norðurlandahúsið, har vit fyltu nakrar bilar og koyrdu so til Klaksvíkar har vit kl 22:30 sungu nakrar sangir fyri Ísak og føðingargestunum, og eftir ein drekkamunn ella eina øl fóru vit aftur til Havnar.
16. mai 2010 kl. 19.30
Konsert í Müllers Pakkhúsi, Tórshavn
Konsertskráin sæst her:
19. mai 2010 kl. 19.30
Ársveitsla í AB-húsinum
25. mai 2010 kl. 19.30
Koncert i Samuelskirken, København
26. mai 2010 kl. 19.30
Koncert i Sorø Klosterkirke, Sorø.
27. mai 2010 kl. 19.30
Koncert i Christianskirken, Fredericia
28. mai 2010 kl. 20.00
Koncert i Alsion, Sønderborg
29. mai 2010 kl. 15.00
Felagskonsert í konsertsalinum í Alsion, Sønderborg, har øll manskórini sum vóru við til stevnuna, sungu nakrar felagssangir saman við Danfoss-orkestrinum. Millum aðrar bleiv »I Danmark er jeg født« sungin. Fyrr um dagin fóru øll manskórini í skrúðgongu inn í miðbýin í Sønderborg, har røður vórðu hildnar. Síðani fóru kórini hvør sær ymsastaðin í býnum fyri at syngja nakrar sangir, vit sungu Regin Smið meðan Fróði Sandoy stjórnaði. Tað gekk væl.
Myndir frá Danmarkartúrinum
{flickr set=72157627372551187 photo=7}
Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!
5. juni 2010
Á noroyðarstevnu tann 5. juni sungu vit í Klaksvík. Tað var enn einaferð Jógvan Andrias, sum heitti á okkum um at syngja við ellivutíðina um kvøldi har sum felagssangurin tey síðstu árini hevur verið. Vit sungu einsamallir í einar 20 minuttir intil klokkan bleiv tólv, og tá tóku vit undir við felagssanginum í eina løtu, inntil bussurin hjá okkum skuldi aftur til Havnar. Tað var gott lag í bussinum aftur til Havnar.
9. juni 2010
Mikudagin 9. juni kl. 12:30 høvdu vit eina mini konsert úti á molanum í Havn. Tórshavnar Havn hevði biðið okkum syngja í samband við at Cruise-skip á fyrsta sinni var á Havnini. Tað gjørdu vit so aftanfyri Schengenhegnið mitt í arbeiðstíð. Vit sungu einar fimm »Fortefortissimo« sangir fyri skipinum og einari broyt, sum flutti containarar. Eitt sindur illa fyriskipað! Gott at vit ikki vóru í føroyskum búna!!!
12. juni 2010
Leygarkvøldi 12. juni 2010 sungu vit í Norðurlandahúsinum til eitt tiltak hjá Bank Nordic.
19. juni 2010
Gjørdi Tórshavnar Manskór eina útferð til Mykinesar. Í Mykinesi var ein mentanarstevna har millum annað varð lýst við Kirkjukonsert í Mykinesi, og at sangarindurnar Lív Dam og Joanna Johansen sungu ymsastaðni í bygdini. Har var eisini lýst við føroyskum dansi. Í hólmanum var sjónleikur framførdur, meðan tað við brúnna til Hólman var mótashow. Uppi við minnisvarðan var fólkafundur har Steinbjørn B. Jacobsen helt røðu. Eftir áheitan frá fyriskiparunum av stevnuni, luttók Tórshavnar Manskór á fólkafundinum við minnisvarðan, og á mótashowinum við brúnna til Hólman, og vit luttóku eisini við eini konsert í Kirkjuni, sum var stúgvandi full.
21. august 2010
21. august var stór konsert í ítróttarhøllini í Klaksvík fyri Hanus G. Johansen. Jógvan Andrias og Rudolf Joensen skipaðu fyri at fáa Tórshavnar Manskór við til tiltakið. Konsertin byrjaði kl 20:30, og vit sungu » Marita« og »Saknur« "a cappella", tað vil siga uttan instrument, og tað riggaði vist væl. Í »Saknur« var Fróði Sandoy solistur. Vit høvdu ein góðan busstúr heim um náttina.
22. august 2010
22. august helt Kári p. trýss ára føðingardag í Sjónleikarhúsinum í Havn. Sjálvt um vit høvdu sungið fyri Hanusi G. í Klaksvík dagin fyri, so vóru vit í Sjónleikarhúsinum og sungu »Skygni« fyri Kára p. Fróði Sandoy var solistur, og Árni Hansen spældi klaver.
7. november 2010
Sunnudagin 7. november kl. 11:00 sungu vit til eina Guðstænastu í Hoyvíkar kirkju. Oddvør Johansen hevði spurt okkum um vit kundu syngja tveir sangir, og tað gjørdi vit. Tað ljóðaði vist helt væl har sum vit stóðu.
5. desember 2010
5. desember kl. 19:30 høvdu vit okkara vanligu jólakonsert úti í Vesturkirkjuni, og til hetta høvið, høvdu vit fingið Ernst Sondum Dalsgarð at vitja Tórshavnar Manskór. Hann sang nakrar sangir sjálvir saman við Bjarna Restorff upp á klaver, og nakrar sangir saman við manskórinum. Vit høvdu eisini ein anna solist, og tað var okkara egni kórlimur Andrias Reinert, sum sang brot burturúr »Showboat« saman við Manskórinum og Árna Hansen upp á klaver. Skráin var henda:
15. desember 2010
Sungu vit í Müllers pakkhúsi kl 17:00, og orsøkin var at Óli Jacobsen legði bókina »Petur Alberg - Maðurin, sum gav okkum lagið til tjóðsangin« fram í Müllers Pakhúsi. Samstundis var tað eitt 125 ára minningarhald fyri Peter Alberg og sagt bleiv frá ymiskum. Vit sungu » Eg elski teg land« og sjálvandi tjóðsangin, soleiðis sum hann eigur at vera, og onkran annan sang. Sangarin Peter H. Niclasen framførdi einar tveir sangir hjá Peter Alberg, meðan Bjarni Restorff spældi upp á klaver.
15. desember 2010
Eftir sangin í Müllers Pakhúsi fóru vit oman á Hotel Hafnia at syngja víðari. Vit sungu tá fyri pensionistafelagnum, sum fekk ein betri bita nú tað stundaði móti jólum, og fyri teimum sungu vit onkran av teim somu sangunum, sum vit sungu í Müller Pakhúsi, umframt nakrar jólasangir og »Eg minnist úr gomlum søgum«. Formaðurin í pensionistafelagnum, Finnur Johansen, takkaði fyri.
18. desember 2010 kl. 14.00
Tann 18. desember vóru vit við á Jólamatinéini, sum Konsertfelagið plagar at skipa fyri. Rættiliga fitt av fólki plagar at vitja. Á konsertini sang Andrias Reinert solo, meðan Árni Hansen spældi upp á klaver. Skráin var henda:
24. desember 2010 kl. 14.00
Jólahald á Lágargarði. Heimasíðan hjá Lágargarði skrivar: "Jólaaftanshaldið byrjaði sera há¡tíðarliga við guðstænastu fyri húsfólk, avvarðandi og starvsfólk. Yvir 100 fólk vóru savnað, har Uni Næs, dómpróstur, prædikaði og Tórshavnar Manskór sang so yndisliga fyri okkum. Tað hava teir gjørt øll 24 árini, húsið hevur verið opið, teir høvdu tveir solistar við, Berghild Poulsen og Andrias Reinert, og gjørdi tað løtuna ikki minni góða. Býráðsformaðurin bar eisini eina heilsu fram."
Tiltøk í 2011
15. januar 2011
Tann 15. januar 2011, eitt leygarkvøld kl. 18:00, sungu vit í Ólavskirkjuni í Kirkjubø. Vit vóru nokk so væl mannaðir í tí gomlu kirkjuni, har vit sungu fyri okkara »fjeppara« Axel Hansen, sum tað kvøldi var í centrum, tí øll hansara nærmastu vóru boðin til ein betri bita í Stokkastovuni eftir eina stutta konsert í Kirkjuni. Vit sungu einar sjey føroyskar og íslendskar sangir fyri honum og gestunum.
19. februar 2011
Tann 19. februar 2011 høvdu vit ársveitslu upp i í Bridgehúsinum í Gundadali. Ársveitslan var sera væl skipa við nógvum góðum undirhaldi, millum annað var Hilmar Jan Hansen.
23. februar 2011
Tann 23. februar 2011 sungu vit á hvíldarheiminum Naina, sum fylti 75 ár. Til høvið sungu vit ein sang upprunaliga yrktan til vígsluna hjá hvíldarheiminum Nainu fyri 75 árum síðani, til lagi »Påskeklokken kimed mildt«, sum er ein gomul føroysk vísa upptekna eftir eini nólsoyarkonu búðsitandi í Keypmannahavn, sum gjørdist ein landaplága í Danmark um tað mundi. Vit sungu sjálvandi nakrar aðrar sangir eisini. Vit vóru umleið 16 sangarar.
Mynd: Jógvan á Dul.
3. apríl 2011
Sunnudagin tann 3. apríl 2011 kl. 17:00 sungu vit í Nólsoyar kirkju, har Anne Mette Clementsen hevði sína fyrstu tænastu, og í tí sambandi høvdu vit einki í móti at fjálga um løtuna við at syngja nakrar sangir. Vit sungu fimm sangir »Alta Trinta«, »Jeg vil mig Herren love«, »Boðar tú til allar tjóðir«, » Upp alt, ið Harrin hevur gjørt« og »Locus Iste«. Uppmøtingin var nokk so góð, og vit blivu bodnir til ein drekkamunn upp í missiónshúsinum.
14. apríl 2011
Tann 14. apríl 2011 sungu vit uppi í Hoyvíkar kirkju til eina guðstænastu. Organisturin, Oddvør Johansen, skipaði fyri, at vit kundu koma niðan at syngja, og uppmøtingin var góð, og tað ljóðaði eisini væl.
25. apríl 2011
Tann 25. apríl 2011 sungu vit í Vesturkirkjuni til eina guðstænastu har, og tað er næstan altíð eitt fragd at syngja í Vesturkirkjuni, har vit hava gjørt tær flestu upptøkurnar til fløgurnar hjá okkum. Heri Joensen var prestur og uppmøtingin hjá monnunum var sera góð.
15. mai 2011
Tann 15. mai 2011 høvdu vit konsert í Skopunar Kirkju, og orsøkin til tað var, at Elis Poulsen fyrst í árinum spurdi um vit kundu koma hagar at syngja. Tað vildu vit gjarna bara vit ikki høvdu ov nógvar útreiðslur av tiltakinum. Kirkjuráðið bjóðaði kaffi og bollar. Við til konsertina høvdu vit fingið guitarspælaran og leiðaran á musikkskúlanum á Sandoynni Ragnar Olsen at spæla við á konsertini. Skráin var henda:
28. mai 2011
Tann 28. mai 2011 høvdu vit konsert í klingruni í Norðurlandahúsinum, og orsøkin til tess, var at Nordisk Sanger Forbund stytt NSF, sum vit eru limir í, hevði fund í Havn tað vikuskiftið, og í tí sambandi høvdu vit konsertina. Men, sum so ofta so var eisini konsert við Tarira tann dagin, og fyri at tað ikki skal vera lygn, so var Champion League Finalan eisini tá, men álíkavæl møtti fitt av fólki til konsertina eini 70. Eftir konsertina fór nevndin í NSF oman á Norðlýsið har teir fingu ein betri bita. Her er skráin:
9. juni 2011
Tann 9. juni 2011 bleiv fyrsta bind av føroyskari bókmentasøgu hjá Malan Marnersdóttir og Turið Sigurðardóttir løgd fram í konsertsalinum í Norðurlandahúsinum, og í tí sambandi bað Nám okkum um at syngja nakrar sangir. Sangirnir vit sungu vóru: »Ein skógvaferð« (Upp fró og kvøðið tit Føroya børn) hjá Billu Hansen, og »Orðini« hjá Róa Patursson og Bjarna Restorff. Sangurin gekk væl, kanska eina mest tí vit stóðu ikki í miðjuni, men rættuliga nógv til vinstru sæð frá áskoðarunum.
29. juli 2011
Tann 29. juli 2011 kl. 10:00 møttu vit í Havnar Kirkju, og orsøkin var tann at vit kl 11:00 skuldu syngja við til felagssangin og kórsvørini í ólavsøkuguðstænastuni, har umframt sungu vit tveir sálmar sjálvir nevniliga »Boðar tú....« og »Jeg vil mig..«, Fróði Sandoy sang solo. Sjálvt Heri Eysturlíð úr Svøríki helt, at tað ljóðaði væl!
15. november 2011
Tann 15. november 2011 sungu vit í hølunum hjá Fiskimannafelagnum á Bryggjubakka, og orsøkin var tann at Musikklærarafelagið hevði aðalfund tann dagin. Seinni um dagin varð so ein Jubileumsdøgurði fyri limirnar og har sungu vit so nakrar sangir millum annað »Gubben er gammal« og »Matlepan«. Vit vóru ikki so nógvir, men tað gekk væl.
30. november 2011
Tann 30. november 2011 kl. 20:00 verður »Kirkjuárið verður sungið inn« í Dómkirkjuni. Helgi í Brekkunum, sum situr í kirkjuráðnum stendur fyri tiltakinum, eins og hann eisini stendur fyri tí tiltakinum, sum eitur »aftankvirra«. Tiltakið stendur í andsøgn til ta tíðina, vit liva í: aftur og fram sum fluga í fløsku, akkompagnerað av »óspecifiseraðum« ljóði. í Havnar Kirkju 30. november 2011 kanst tú í eini trý korter ella so njóta friðin í kirkjuni, men samstundis er høvið at syngja seks friðarligar sálmar, sum eisini standa í andsøgn til tann musikkin, sum fjølmiðlarnir hjá okkum umboða. Sálmarnir, ið sungnir verða, umboða høvuðstættirnar í kirkjuárinum. í tiltakinum luttekur, umframt Tórshavnar Manskór eisini Kristiliga Sangkórið, og kórini bæði fara at syngja einar tveir sangir í part, og eisini fer dómprósturin Uni Næs at sigur nøkur væl vald orð. Vit sungu Kyrie og Jag vet en dejlig rosa
2. desember 2011
Tann 2. desember 2011 sungu vit í Hoyvíkar kirkju, og orsøkin var tann at okkara sangari Torleif Samuelsen, sum fyrr í vikuni doyði, fór til gravar henda dag. Prestur var Sonja Klein og Manskórið sang »Niður sólin fór« (Angelus) eftir Knud Jeppesen (Jóhannes A. Næs týddi) beint eftir præludium, meðan Kristiliga Sangkóri sang Bach beint eftir prædikuna. Tað ljóðaði gott uppi frá orglinum.
4. desember 2011
4. desember 2011 hevði Tórshavnar Manskór jólakonsert í Gøtu kirkju kl. 16:00 saman við einum nýstovnaðum ungdómskóri og Eystanljóð, sum bæði hoyra til í Gøtu. Gestasolistur á konsertini var Petsi Tvørfoss og eisini var Anna Maria Olsen við. Skráin úr Gøtu kirkju sæst her:
4. desember 2011
4. desember 2011 kl 19:30 endurtóku vit ein part av jólakonsertini, sum vit høvdu í Gøtu, í Vesturkirkjuni. Prestur var Bergur D. Joensen. Manskórið hevur undanfarnu árini havt gestasolistar, sum til dømis, Ernst Sondum Dalsgarð, Andrias Reinert, Eivør Pállsdóttir, Peter H. Niclasen, Ursula Bambuch og fleiri, og henda jólakonsertin varð heldur einki undartak í so máta, tí okkara gestasolistur á konsertini 4. desember varð eingin mætari enn Petsi Tvørfoss, sum er ættað úr Gøtu! Við á konsertini varð sangkórið Eystanljóð úr Gøtu, sum Leif Hansen stjórnaði, og tey brúkta Petsi Tvørfoss og Onnu Mariu Olsen sum solistar í ávikavist »Halga nátt« og »Fra himlen hátt«. Sama konsert varð hildin fyrr um dagin kl. 16:00 í Gøtu Kirkju. í Gøtu komu um 400 fólk at lurta, meðan tað í Havn komu um 700 áhoyrarar.
Her eru tvær stuttligar myndir: í erva eru mennirnir í tí yvirnattúrliga Kubistiska hjørninum, meðan Petsi er í einari heilt nattúrilgari »actió« niðanfyri.
14. desember 2011
Tann 14. desember 2011 kl. 21:00 sungu vit í Kirkjubø, og orsøkin var tann at nevndin fyri Tryggingina »Lív« hevði eina hugnaløtu í Stokkastovuni. Poul Hansen, sum var formaður í nevndini bað okkum um at syngja kvøldið fyri og vit játtaðu. Tað var ikki møguligt at fáa alt manskórið við upp á so stutta tíð, so vit vórðu bert 9 mans: Helgi, Birgir, Áki, Høgni Højgaard, Stein, Kenneth, Hugo, Mads, Christian Andreasen og eg. Vit sungu fýra sangir og tað var so nøkunlunda OK.
16. desember 2011
Tann 16. desember 2011 kl. 19:30 sungu vit í Havnar Klubba, og skráin var sum hon plagar at vera: sera fjølbroytt. Havnar Klubbi er eitt sera hugnaligt stað og har hava vit einki í móti at vera . Hetta kvøldið sungu vit: Love me tender (Egon Hansen sang solo), Kom drekkið vínreyða skál, I østen, Nú hnígur sól. Tell me why, Jeg vet en dejlig rosa, Eg rósu upp sá næla, Føgur er foldin og Gleðilig jól.
16. desember 2011
Tann 16. desember 2011 kl. 20:20 sungu vit fyri advokatunum á Advokatvirkinum í Jónas Bronck á Frúutrøð. Tey høvdu jóladøgurða har , tað gekk sera væl tí rúmið ljóðar væl, og vit sungu einar seks sangir: Love me tender, Kom drekkið vínreyða skál við mær, Tell me Why, Jag vet en dejlig rosa, gleðilig jól, og Kom du ljuva.
16. desember 2011
Tann 16. desember 2011 kl. 21:20 sungu vit í Norðurlandahúsinum har starvsfólkini høvdu jólborðhald. Tað gekk sera væl tí rúmið ljóðar væl, og vit sungu einar seks sangir: Love me tender, Kom drekkið vínreyða skál við mær, Tell me Why, Jag vet en dejlig rosa, Gleðilig jól, og Kom du ljuva. Tað var bert eitt keðiligt, og tað var at Andrias Reinert í myrkrinum datt um ein bonk.
23. desember 2011
Tollaksmessudag 23. desember sang Tórshavnar Manskór á jólamatiné í Havnar Kirkju, sum Konsertfelagið nú í nógv ár hevur skipað fyri. Á konsertini sang eisini sangarindan Drifa Hansen nakrar sangir. Hon er føroyingur og býr og virkar sum sangari í Berlin í Týsklandi. Hesaferð var jólamatinéin liður í eini røð av tónleikatiltøkum, sum vóru í Havnar kirkju, hvørt kvøld kl. 20 líka frá 26. november til 23. desember. Hetta varð sostatt tað seinasta tiltakið í røðini. Skráin var henda:
24. desember 2011
Tann 24. desember sungu vit uppi á Lágargarði enn einaferð. Tað hava vit gjørt øll árini síðani 1987. Kl 13:30 setti Sonja Klein jólahaldi á Lágargarði í gongd við einari lítlari Guðstænastu har fjøldin slapp at syngja nakrar jólasálmar afturvið orgulspælinum hjá ívar Iversen, aftaná sungu vit einar seks sangir fyri samkomuni, og tað var liðugt dansaðu børnini, og tey sum annars vildu, runt um jólatræðið. Tá var búðfólkið farið inn á »eindirnar« har tey saman við familjuni síni hava hugna sær, og fingið okkurt gott at eta.
Tiltøk í 2012
6. januar 2012
Tann 6. januar kl. 20:00 sungu vit í Starvsmannafelaghúsinum fyri gullbrúðarparinum Sólrun (fødd Mohr) og Hans Holm. Tað stuttliga er at starvsmannafelaghúsini upprunaliga var »Pf/Leif Mohr«, áðrenn virkið flutti niðan á Hoyvíksvegin, og at Leif Mohr, pápi Sólrun, var virkin innan sang, og tá serliga manskórsang í Havnini í sínum ungu døgum. Vit kundu ikki manna alt Manskórið, men teir ið sungu vóru hesir: Helgi Nielsen, Mouritz Mohr, Kjartan Mohr, Áki Davidsen, Jónfinn Petursson, Suni Rasmussen, Andrias Reinert, Sjúrður Norðbúð, Niels Hóvshólm meðan Hanus Joensen var dirigentur. Teir sungu: »Eg minnist úr gomlum søgum« (Kjartan spældi guitar), »Kom du ljuva«, »Kom drekkið vínreyða skál við mær« og »Tell me Why«. Tað gekk vist rættiliga væl við framførsluni, og ikki minst aftaná hjá Lauru Joensen, - har tað bleiv fýrt væl uppundir.
18. februar 2012
Leygardagin 18. februar millum kl. 11 og kl. 15 høvdu Halla og Kenneth Samuelsen brunch úti á skúlanum á Trøðni. Tað var teirra silvurbrúdleypsdagur, og Leivur, sonur teirra bað okkum um at syngja fyri teimum, og tað gjørdu vit fegnir. Vit møttu seinnapartin onkuntíð við 2 tíðina har vit sungu Kom du ljuva, I østen, ísland ögrum skorið og onkran føroyskan sang. 1.tenorar vóru Helgi Nielsen, Mouritz Mohr og Peter H. Niclasen. 2. tenorar vóru Kjartan Mohr og Áki Davidsen. 1. bassar vóru Jónfinn Petursson og Suni Rasmussen. 2. bassar vóru Mads A. Winther Niels Hóvshólm, Andrias Reinert, Sjúrður Norðbú.
19. februar 2012
Sunnudagin 19. februar kl. 19:00 vóru vit bidnir at syngja vesturi í Vágunum, har Lionsfelagsskapurin hevur eitt tiltak við skúlan á Giljanesi. Av tí, at tað ikki var inniverandi á Skúlanum á Giljanesi, fyri blámusopp, varð tiltakið í ítrottarhøllini, sum stendur nærindis skúlan. Vit vóru bidnir um at syngja í einar 20 minuttir til hálvan tíma, og tað gjørdu vit so, - 50 mans við bili til høllina á Giljanesi fyri at syngja! Vit fingu, um ikki annað,sungið »Sangerhilsen«, »Ódn«, »Olaf Trygvason«, »Locus iste«, »Now is the month of maying«, »Kyrie«, »Tell me why«, »Eg minnist úr gomlum søgum« fyri teimum, sum vóru í ítrottarhøllini.
17. mars 2012
Leygardagin 17. mars høvdu vit 25 ára jubileumskonsert úti í Framsýningarhøllini á Tórshavnar Skipasmiðju. Vit brutu upp úr nýggjum, fyrst við at halda konsertina í framsýningarhølinum á Tórshavnar Skipasmiðju, og síðani á allarbesta hátt at lata áhoyrararnar lýða á eitt forkunnugt repertoire, sum ikki er nógv at hoyra í miðlum okkara. Framsýningarhølini verða vanliga brúkt sum arbeiðsrúm hjá Heystframsýningarbólkinum (frá 2005), ið telur hesu 16 mentafólk: Andrias Andreassen, Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, Hanni Bjartalíð, Hjørdis Haack, Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Bárður Jákupsson, Rannvá Kunoy, Anker Mortensen, Olivur við Neyst, Marius Olsen, Torbjørn Olsen, Brandur Patursson, Trøndur Patursson, Bjarne Werner Sørensen, Tummas Jákup Thomsen. Framsýningarhøllin hevur tað luksus, at hava ein elevator til tey, ið eru illa gongd, - ella tey, ið halda at trappurnar eru ov tungar at ganga. Fyri at gera konsertina eitt sindur meira forkunnuga hongdi Tróndur Patursson nakrar málningar upp, sum áhoyraranir kundu njóta ella keypa, um teimum listir. Uppmøtingin í Framsýningarhøllini á Tórshavnar Skipasmiðju kl. 17 var góð, vit høvdu lánt yvir 100 stólar frá býráðnum og har mátti setast einir hálvtrýss stólar afturat, - so tað var ikki so galið. Frásøgumaður á konsertini, sum vardi ein góðan tíma, var Robert Mc Birnie.
17. mars 2012
Leygardagin 17. mars um kvøldi høvdu vit ársveitsluna hjá okkum. Og hesa ferð hevði veitslunevndin Viggo, Elias og Helgi gjørt sera nógv burturúr: góðan mat frá Oddvør Skarðhamar, gott undirhald frá Robert Mc Birnie og okkum sjálvum, góðar talur, okkurt at tyggja uppá og so framvegis!
23. mars 2012
Fríggjakvøldi 23. mars sungu vit fyri sálarfrøðingum uppi á Hotel Føroyum, har teir fingu ein betri bita í matstovuni, har vit eisini sungu fyri teimum. Sálarfrøðingarnir - ella psykologarnir - høvdu sett sær sjálvum stevnu í Norðurlandahúsinum fyrr um dagin við gestum sum hildu fyrilestur. Vit vóru ikki nógvir sangarar: Peter, Birgir, Jógvan Elias, Jón, Elias, Jákup, Mads, Niels, Hugo og onkur annar. Og vit sungu ?, Tjarnareyga, I østen stiger solen op, ísland ögrum skorið, Kom du ljuva hjärteven og AB-mjólk gevur javnvág.
7. apríl 2012
Leygarkvøldi 7. apríl sungu vit í Maritugøtu nr. 30 í Hoyvík fyri Elin Winther Poulsen, sum fylti 45 ár (vikuna eftir) og, sum í tí samanhangi hevði eitt konufólkaparty. Har fóru vit so niðan at syngja tí Jógvan Elias bað okkum. Tað gjørdu vit gjarna! 1. tenorar vóru: Hans Pauli, Jógvan Elias, Birgir. 1. bassar vóru: Elias, Jón. 2. tenorar vóru: Kári, Áki, og 2. bassar vóru: Petur, Christian, Mads og Niels. Vit sungu: Boðar tú.., ísland ögrum skorið og Kom du ljuva hjärteven.
7. mai 2012
Mánadagin 7. mai kl. 16:15 sungu vit í Læraraskúlahøllini fýra sangir: »Boðar tú til allar tjóðir«, »ísland ögrum skorið«, »Kom du ljuva« og »Poor man Lazarus«. Teir, sum sungu vóru Helgi, Hans Pauli, Jógvan Elias, Áki, Kjartan, Jákup, Jónfinn, Petur, Hugo, Niels, Sjúrður og sjálvandi Andrias, sum sang solo. Tað var Elisabeth Holm, sum hevði heitt á okkum um syngja til »Vegleiðararáðstevna í Føroyum mánadagin 7. mai 2012«, við yvirskriftini Vegleiðing fyri øll - hvar sum helst, nær sum helst. Tað gekk vist ikki so galið.
17. mai 2012
Hósdagin 17. mai kl. 21:20 sungu vit allir í Müllers pakkhúsi til ein galladøgurða fyri Jens Stoltenberg, forsætismálaráðharran í Norra. Tað var okkara løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen, sum hevði boðið Jens Stoltenberg til Føroyar. Uppi í Norðurlandahúsinum var, fyrr um dagin, konsert fyri honum, har millum annað Hanus G. Johannsen, barnakórið hjá Tórshavnar Musikkskúla og Eivør luttóku. Har sluppu vit so ikki við. Men um kvøldið sluppu vit so at syngja fyri honum í Müllers Pakkhúsi, og tað gekk vist rættiliga væl, tí vit komu úr erva, tá vit murraðu sangin »Alta Trinita Beata«, og tá allir vóru komnir uppá pláss sungu vit hann lidnan. Eftir hann sungu vit tann norska sangin »Olaf Trygvason« eftir Reissiger og Bjørnson, og tað var vist væl valt tá 17. mai er tjóðardagurin í Norra. Eftir hann sungu vit »Tú ert so deilig«, sum Tór Verland Johansen og Janus Trúgvason hava gjørt, og tað var eisini eitt gott væl, tí í honum syngja menninir: er lívið ikki herligt at liva! Eitt gott alternativ til beistagerðirnar hjá Breivik, sum pressan kanska fór at válka sær í.
24. mai 2012
Hósdagin 24. mai kl. 21:30 sungu vit allir (48 mans) í Müllers Pakkhúsi til ein døgurða, sum Tórshavnar Býráð skipaði fyri. Býráði var alla vikuna vertur fyri umboðum úr øllum teim norðurlendsku høvuðstøðunum: Tað vóru fyrilestrar um mentan, visiónir, útferðir og ymiskt annað og hóskvøldið var býráðið vertur fyri eina betri máltíð við undirhaldi, har vóru millum aðrar Edvard N. Debes og Finnur Hansen, sum spældi, dansifelagið vísti gestunum føroyskan dans og vit sungu Alta Trinita Beata, Olaf Trygvason, I østen stiger solen op, Kom du ljuva, Nu andar, og Orðini. Á hesu samkomu fingu vit eisini eina forsinkaða føðingardagsgávu, ein kekk, frá Heðini Mortensen áðrenn tann síðsta sangin, Orðini. Tað gekk bara væl og gestirnir vóru væl nøgdir. Niðanfyri eru tvær myndir frá tiltakinum.
27. mai 2012
Sunnumorgunin 27. mai kl. 11:00 sungu vit í Hoyvíkar kirkju tveir sangir: fyrst »Kyrie« hjá Konstantin Türnpu í staðin fyri præludium og síðani sungu vit »Locus iste« hjá Anton Bruckner eftir prædikuna. Tað var presturin Uni Næss sum bað okkum koma at syngja fyri at gera hvítusunnudagin eitt sindur meiri festligari enn vanligt, og tí at Sjónvarp Føroya skuldi senda guðtænastuna seinni um dagin. At styðja sálmasanginum hevði organisturin Arnold Pætursson fingið Ernst Remmel og Trónda Enni at spæla uppá trompet. Guðstænastan gekk vist rímuliga væl.
28. mai 2012
Mánadagin 28. mai kl. 18:30 sungu nakrir av okkum uppi á Hotel Føroyum fyri beiggja Elias, sum eitur Hans Edvard. Vit sungu einar fimm sangir: Gubben är gammal (Fredmans epistel nr. 27 hjá C.M Bellman , Kom du ljuva hjärteven, I østen stiger solen, Boðar tú til allar tjóðir, Føroyar mítt land. Teir sum sungu vóru Helgi, Oskar, Peter, Bárður, Áki, Ole, Elias, Jónfinn, Christian, Niels, Andrias, Mads og Sjúrður. Sangurin gekk vist væl og føðingarbarnið, sum fylti 70 ár, var vist væl nøgdur, sjálvt um tað ikki sást á honum.
29. mai 2012
Týsdagin 29. mai kl. 17:00 sungu nakrir av okkum til eina kórseting úti í Vesturkirkjuni. Tað var fyri Bergur í Garði, sum dagin eftir skuldi jarðast á Strondum. Prestur var Jógvan Fríðriksson, sum segði nøkur vælvald orð. Vit vóru bidnir at syngja, og vit sungu fyrst »Niður sólin fór« hjá Knud Jeppesen við tí upprunaliga heitinum »Angelus«, og síðani »Boðar tú til allar tjóðir«. Teir sum sungu vóru: Helgi, Peter, Oskar, Bent Tommy, Bárður, Jørgin, Áki, Ole, Kenneth, Elias, Mads, Andrias, Sjúrður, Christian og Niels, og sangurin var á góðari leið
7. juni 2012
Hósdagin 7. juni kl. 20:00 høvdu vit eina »fráfaringarroynd« í Müllers Pakkhúsi í sambandi við uttanlandferðina til Skt. Pætursborg, Tallinn og Tartu. Fráfaringarroyndin var ikki lýst í miðlunum, tí hon var serliga fyri teimum, sum høvdu stuðla okkum á ein hvønn hátt. Miðlarnir vóru bodnir við og av teimum kom so okkara trúðfasti Heri Simonsen frá Rás2. Hann gjørdi upptøkur, sum hann brúkti í sending sínari. Gestirnir - og fleiri óvantaðir gestir - vóru og lurtaði, og teir lótu allir væl at. So tað má hava verið á einari leið. Programm?
10. juni 2012
Sunnudagin 10. juni kl. 11:00 sungu vit tveir sálmar til eina anglikanska guðstænastu í Skt. Pætursborg, har vit eina løtu seinni skuldu hava eina konsert. Til guðstænastuna vóru fá fólk: presturin, tað sum vit kalla degnurin, organisturin, sangarindan, eini fimm úr meinigheitini og so vit, sum fyltu væl í tí niðurløgdu fimleikarhøllini. Vit sungu tveir sálmar til guðstænastuna og teir vóru: Boðar tú til allar tjóðir (J. Patursson/J. Schop. Arr.: B. Restorff) og I østen stiger solen op (B.S. Ingemann/ N.W. Gade).
10. juni 2012
Sunnudagin 10. juni kl. 12:30 høvdu vit konsert í Skt. Katarinu kirkjuni í Skt. Pætursborg. Programmið var upp á ein hálvan tíma til trý korter. Har var fitt av fólki. Okkara programm var 1) Alta Trinita Beata (gamal processiónssangur. Arr.:Göte Widlund) 2) Boðar tú til allar tjóðir (J. Patursson/ Schop. Arr.: B. Restorff) 3) Kyrie (K. Türnpu) 4) Locus iste (A. Bruckner. Arr.: Ferd. Habel) 5) Sverige (Wilhelm Stenhammar) 6) Kom du ljuva hjärteven (Adam de la Hale. Arr.: Carl Schreiber) 7) Olaf Trygvason (B. Bjørnson/F.A. Reissiger) 8) Nú andar Suðrið sæla (Ingi T. Lárusson. Solo: Peter H. Niclasen) og til síðst tvey vers av Nú hnígur sól (D. Bortniansky), fyrsta vers sungu vit á íslendskum, síðsta vers sungu vit á russiskum!
10. juni 2012
Sunnudagin 10. juni kl. 16:00 høvdu vit tað tey kalla gallakonsert í Lomonosov, og tað var ein longri konsert, har vit vóru fyrstir, og sum gekk sera væl. Tíverri sluppu vit ikki at hoyra alla konsertina, tí vit skuldu aftur í bussin til Skt. Pætursborg.
14. juni 2012
Hósdagin 14. juni kl. 7:30!!!! sungu vit í tí Estiska sjónvarpinum Føroyar mítt land. Tað var naka tíðliga, men tað mátti bara verða so, og tað gekk vist ikki so illa, sjálvt um menninir fóru í bussin frá hotellinum kl 7:00 í føroyskum búna. - sig so tað!!! Mads A. Winther bleiv annars spurdur um ymiskt í tí Estiska sjónvarpinum, sum neyvan hevur betri pláss enn SVF, men kanska eru teir bara dugnaligari. Her er adressan til sendingina, sum Mads tosaði í (kopiera adressuna, set hana inn í browsar bjálkan): http://etv.err.ee/arhiiv.php?id=128437
14. juni 2012
Hósdagin 14. juni kl. 19:00 høvdu vit konsert í Skt Michael kirkjuni(Rootsi-Mihkli kirikus) í Tallinn saman við Eesti Teaduste Akadeemi Meeskoor. Konsertin gekk sera væl, og enntá var tann danski ambassadørurin í Tallin á konsertini saman við dirigentinum, formanninum og nøkrum sangarum hjá Studentersangerne í Keypmannahavn. Studentersangerne skuldu dagin eftir syngja á tí donsku ambassaduni í samband við at tað danska flaggi datt niður í Tallinn Valdermarsdag 15. juni (flaggdagurin hjá dønum) í 1219.
15. juni 2012
Fríggjadagin 15. juni kl. 19:30 høvdu vit konsert einar 40 kilometrar eystan fyri Tartu í Estlandi. Staðið har vit skuldu syngja var Mooste Manor (Mooste Mõis Folgikoda) har vit skuldu hava konsert saman við Backens Manskör og kvinnukórinum Domina, sum eisini var vertur hjá okkum. Fyrst sungu kvinnurnar úr Domina, Backens Manskör, vit, og til allar síðst sungu vit saman við Backens Manskör sangirnar 1) Sverige (Wilhelm Stenhammar) og 2) Kom du ljuva hjärteven (Adam de la Hale. Arr.: Carl Schreiber) har vit til síðst kastaðu ein koss til til okkara vertir. Konsertin gekk væl, og har var fitt av fólki. Niðanfyri sært tú plakatina, sum varð gjørd til høvið. Okkara programm var 1) Olaf Trygvason (B. Bjørnson/F. A. Reissiger) 2) Nú andar suðrið sæla (Ingi T. Lárusson. Solo: Peter H. Niclasen) 3) I østen stiger solen op (B.S. Ingemann/ N.W. Gade) 4) Orðini (R. Patursson/B. Restorff) 5) Vit eru føroyingar (R. Dahl/K. Bæk. Soli: Peter H. Niclasen og Fróði Sandoy) 6) Razboinika (P. Dinev. Solo: Fróði Sandoy).
16. juni 2012
Leygardagin 16. juni kl. 18:00 var so tað upprunaliga málið við ferðini: tann Norðurlendska - Baltiska manskórstevnan. 2.700 mans sungu saman, og eitt dreingjakór við 1.700 dreingjum, eitt symfoniorkestur og fleiri hornorkestur vóru við. Á áhoyraraplássunum sótu eini 8.000 fólk og lurtaðu. Vit luttóku í skúðgonguni har Jákup Wardum, Rógvi Dalsgarð og Hendrik Rubekksen skiftist um at vera flaggberarar. Vit luttóku í felags sangunum. Konsertin var eitt sindur drúgv, tí hon endaði ikki fyrr enn kl 22:30, - fýra og ein hálvan tíma!!! Programm?
Myndir frá ferðini 9. til 18. juni til Skt. Pætursborg, Tallinn og Tartu kunnu síggjast her:
{flickr set=72157630334705770 photo=7}
Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!
19. juni 2012
Týsdagin 19. juni kl. 17:00 sungu vit í kappellinum á Landssjúkrahúsinum, har bønarhald var fyri Peter Jacobsen, pápa Jófinn Petursson, sum syngur við í kórinum. Møttir vóru Peter H. Niclasen, Egon Hansen, Suni Christiansen og Helgi Nielsen. Viggo A. Hansen, Áki Davidsen. Ole Jensen, Suni Rasmussen, Kenneth Samuelsen. Mads A. Winther og Niels Hóvshólm. Tað gekk vist ikki so galið tá vit sungu "Boðar tú ......"
21. juni 2012
Hósdagin 21. juni kl. 21:00 sungu vit fyri í tiltakinum, sum Tórshavnar Kommuna plagar at hava hvørt ár: summarsólstøður úti í Sandágerði. Tað eigur sjálvsagt at vera longsta dag, men í ár valdi kommuna at hava tiltakið henda dagin. Alt var sum tað plagar: Tað var kalt, Eyðun á Borg var har, dansifelagið var har, ríðifelagið var har, Niels var har, onkur helt røðu, skótarnir vóru har og seldu kaka, og so framvegis. Vit vóru rímuliga væl mannaðir, og sangirnir, vit sungu, vóru sum teir plaga at vera.
29. juni 2012
Fríggjadagin 29. juni kl 20:15 sungu vit úti á Bjarnoyarvegi 15, tí Leivur Samulelsen var júst blivin liðugur sum HF - ari ella var tað HH - ari?, og í tí sambandi bað Halla Samuelsen okkum um at syngja nakrar sangir við átta tíðina, og tað gjørdu vit so. Við vóru Helgi Nielsen, Peter H. Niclasen, Eyvind Emil Joensen, Áki Davidsen, Høgni Mikkelsen, Kenneth Samuelsen, Rógvi Dalsgarð, Jákup Wardum, Mads A. Winther, Andrias Reinert, Niels Hóvshólm og Petur Nielsen. Vit sungu tríggjar sangir: Tjarnareyga, Kom du ljuva hjärteven og Side by side. Tann síðsta framførdu vit fyri fyrstu ferð. Har var smekkfult av fólki, men tað gekk álíkavæl.
29. august 2012
Mikudagin 29. august kl 14:00 sungu vit í Hoyvíkar kirkju tveir sangir: "Dýrd á vík og vág" hjá Jens Dam Jacobsen/Gunnar Mikkelsen og "Nú andar suðrið sæla" hjá Inga T Lárusson, har Peter H. Niclasen sang solo. Orsøkin var at vit sungu til jarðarferðina hjá fyrrverandi løgmanni okkara Paula Ellefsen. Eg haldi at vit vóru væl mannaðir eftir sum tað var okkara fyrsta tiltak eftir summarferiuna, einir 26 mans vóru møttir, og eg haldi, at tað eisini gekk rímuliga væl at syngja í einari stúgvandi fullari Hoyvíkar kirkju. Umframt at Manskórið sang í Hoyvíkar kirkju, sungu vit eisini fyri í "Tíðin rennur sum streymur í á" og "Nærri mín Guð til tín" úti á grøvini, tað gekk vist OK, og har var eisini stúgvandi fult av fólki, eins og tað var til ervi.
31. august 2012
Fríggjadagin 31. august kl. á leið 15:50 sungu vit í Útvarp Føroyum, har tað almenna stjóraskiftið í Kringvarp Føroya fór fram, tá Dia Midjord tók yvir eftir Anniku Mittún. Í ódnarveðrinum var fitt av fólki komið niðan fyri at fáa sær okkurt leskiligt í munni og fyri at lurta eftir teim mergjaðu røðunum, sum td. Rúni Heinesen, tann nýggi aðalstjóranum í mentamálum Poul Gert og fleiri onnur mentafólk hildu. - Vit hava so altíð fingið rímuliga góða sømdir frá ÚF, og vit sungu gleðiliga tveir sangir fyri gestunum. Kári Bæk dirigeraði »Dýrd á vík og vág« og Bjarni Restorff dirigeraði »Side by side«. Vit vóru nokk so væl mannaðir, og tað gekk vist eisini nokk so væl. Niðafyri er ein mynd frá tá vit sungu í trappuni, sum Birgir Sondum hevur tikið.
2. oktober 2012
Mikudagin 2. oktober vóru vit nakrir fáir og sungu Millum Gilja 111 har Anna Dahl-Olsen hevur adressu. Orsøkin var tann einfalda, at hon, sum fylti háltrýss, og Jóannes Jensen sama kvøld komu aftir úr útlondum og vit skuldi verða føðingargávan til hennara. Vit møttu á Frúutrøð kl 20:00 har vit vandu, og tá klokkan nærkaðist 9:00 fingu vit at vita at tey vóru komin heim frá flogvøllinum, so vit fóru niða at syngja nakrar sangir fyri henni. Vit vóru Birgir Krossteig, Jógavn Elias Winther Poulsen, Peter Hentze Niclasen og Helgi Nielsen, Kári Justinusen, Áki Davidsen Høgni Højgaard, Martin Petersen, Jón Kragesteen, Elias Simonsen,Niels Hovshólm, Brynjálvur Johansen og Hugo Samuelsen. Tað ljóðaði væl í húsinum.
5. oktober 2012
Fríggjadagin 5. oktober høvdu vit konsert í fabrikkini hjá Öström á Skálatrøð. Við á konsertini vóru okkara íslendsku gestir »Karlakór Kópavog« undir leiðslu Garðar Cortes og Hanus G. Johansen. Vit deildu konsertina í millum okkara.
Karlakór Kópavogs (myndin omanfyri) varð stovnað í oktober mánað í 2002, og sum teir sjálvir siga, so hevur kórið ikki slitið sínar barnaskógvar enn, men tó eru nógvir sangarar við í kórinum, tí tað telur um hálvtrýss mans, við á túrinum til Føroyar vóru um tretivu mans. Leiðari hjá Karlakór Kópavogs er Garðar Cortes. Karlakór Kópavogs hevur luttikið regluliga við sangi gjøgnum øll árini og eisini luttikið á manskórsstevnum eitt nú SIKK (Sambandi Íslendskra KarlaKóra), sum er manskórsstevna fyri øll manskórini í Íslandi, og tey eru ikki fá. Á vitjani í Føroyum sungu teir, sum nevnt, saman við okkum tann 5. oktober kl. 21:00 í fabrikkini hjá Öström á Skálatrøð, kostnaðurin var einans 150,- kr. (Tá Kópavogur er vinarbýur hjá Klaksvík sungu teir sjálvandi dagin eftir í Klaksvík saman við 17 sangarum.)
Hanus G. Johansen er kendur fyri síni góðu einmansavrik og tað var einki undantak hesuferð, og enntá fingu í vit manskórinum høvið at syngja sangin »Saknur« saman við honum, - tað var ein deilig løta! Løtan var eisini spennandi, tí vit fingu prøvað eitt nýtt høli, sum ongantíð fyrr er blivið brúkt til kórsang, og tað riggaði sera væl!
Her eru nakrar myndir frá konsertini í Fabrikkini hjá Öström 5. oktober, saman við Karlakór Kópavogs og Hanus G. Johansen.
{flickr set=72157631725020853 photo=8 order=random}
Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!
10. oktober 2012
Mikudagin 10. oktober sungu vit í Müller Pakhusi kl 13:30 ( mitt í døgurðatímanum) tí Tórshavnar Býráð hevði prominentar gestir frá ÍSF og FIFA, nevniliga Sepp Blatter og Christian Andreasen.Tað var sjálvandi flottur døgurði í Müllers Pakhúsi við býráðslimum, limum í ÍSF og so sjálvandi Sepp Blatter, sum skulu spræna eitt sindur av peningi í okkurt project. Vit møttu stórt sæð allar mans í stívasta puss (svørtun jakka, hvíta skjúrtu, svartar buksur, svartar skógvar, svartar hosur, svarta mappu og svarta butterfly) í Müllers Pahhúsi har vit oman eftir trappunum sungu Alta Trinita Beata, Olaf Trygvason, Summarkvøld, og Side by side. Bjarni Restorff dirigeraði tveir teir fyrstu meðan Kári Bæk dirigeraði teir síðstu, - og tað gekk so mikið væl, at bæði Óskar Eirikson "Aftaná Tórshavnar Manskór var liðugt at syngja, fór Sepp Blatter upp á talarastólin. Sepp Blatter segði at hann helt, at hann var í einari stórari kirkju tá manskórið sang, og sangurin fór, sum hann segði, heilt inn undir húðina." Tað vil siga at maðurin var rørdur, sum Christaian Andreasen eisini seinni váttaði. Her fara at koma nakrar myndir, sum Alan Brockie hevur tikið fyri býráðið, sum vit hava fingið loyvið at brúka.
2. november 2012
Fríggjadagin 2. november sungu vit á Hotel Føroyum í samband við at Boðanesheimið alment bleiv tikið í brúk. Um kvøldi vórðu allir partar bodnir til ein betri bita uppi á Hotel Føroyum, har vóru arbeiðsmenn, leverandørar, býráðslimir, løgtingslimir, landsstýrismenn og øll møgulig, sum á einhvønn hátt hava havt við byggingina at gera, við, - eini 180 fólk. Vit sungu fýra sangir ein íslendsan "Tu alfvu vorrar yngsta land" ein føroyskan "Boðar tú til allar tjóðir" og tveir eingilska "Tell me Why" og "Side by side" og teir vórðu væl mótiknir av publikum, og enntá klappaðu tey til Side by side. Við vóru Egon Hansen, Jógvan Elias Winther Poulsen, Birgir Krossteig, Peter Hentze Niclasen, Áki Davidsen,Kjartan Mohr, Høgni Mikkelsen, Elias Simonsen, Martin Petersen, Stein Fossá, Niels Hovshólm, Brynjálvur Johansen, Hugo Samuelsen og Petur Nielsen.
2. desember 2012
Sunnudagin 2. desember - tað vil siga fyrsta sunnudag í advent - høvdu vit, saman við Karlakór Reykjavíkur, ikki færrin enn tvær konsertir í einari stúgvandi fullari Vesturkirkju! Karlakór Reykjavíkur, sum vit hava samskiftið við kom longu fríggjadagin 30. november á vitjan. Leygardagin 1. desember høvdu teir konsert fyri umleið 400 áhoyrarum í Fríðrikskirkjuni inni á Toftum og sunnudagin høvdu vit sum sagt tvær konsertir í Vesturkirkjuni kl. 17:00 og kl. 19:30. Eftir konsertirnar hugnaði vit okkum saman í Havnar Klubba, har vit fingu okkurt leskiligt og okkurt til matna, - tað sociala skal haldast við líka!.
Niðanfyri er ein mynd við Karlakór Reykjavíkur 27. oktober 2011 í Hørpuni.
Tórshavnar Manskór vitjaðu Karlakór Reykjavíkur í 1993 og teir vitjaðu okkum í 1995, tá teir høvdu fleiri konsertir í Norðurlandahúsinum fyri fullsettum húsum. Tórshavnar Manskór var aftur í Íslandi í 2005, har vit millum annað stukku inn á gólvið hjá Karlakór Reykjavíkur, og teir vitjaðu Tórshavn Manskór um jóltíðir 2007 og nú aftur í 2012. Skráin var henda:
Her eru nakar myndir við Karlakór Reykjavíkur og Tórshavnar Manskór í Vesturkirkjuni 2. desember 2012.
{flickr set=72157632211688814 photo=8 order=random}
Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!
7. desember 2012
Fríggjadagin 7. desember klokkan 20:30 møttu allir mans, sum kundu møta, á Frúutrøð har vit vandu í umleið ein tíma, og tá klokkan nærkaðist 21:30 fóru vit allir oman á Parnassið á Hotel Hafnia, har FSF hevði jólaborðhald fyri starvsfólkum sínum. Vit sungu Gleðilig jól, Eg rósu upp sá næla, Eg minnist úr gomlum søgum, Side by side, og fyri kvinnunum sungu vit Kom du ljuva. Løtan var sera góð og festilig.
8. desember 2012
Leygardagin 8. desember klokkan 21:30 sungu vit á Hotel Føroyum til eitt jólaborðhald, sum Skipamiðjan Mest hevði fyri kontórfólkunum hjá sær. Vit møttu manssterkir upp, so at vit illa nokk passaðu inn í rúmið har jólaborðhaldið var, - men tað gekk álíkavæl! Vit sungu teir somu sangirnar, sum dagin fyri: Gleðilig jól, Eg rósu upp sá næla, Eg minnist úr gomlum søgum, Side by side og fyri kvinnunum sungu vit Kom du ljuva.
8. desember 2012
Leygardagin 8. desember klokkan 21:50 sungu vit á Hotel Føroyum til eitt annað borðhald, - fyri Jákupi Simonsen. Tað vóru nakrir fáir vinir, sum skipaðu fyri borðhaldinum í samband við at Jákup Simonsen fyri stuttum fylti trýss ár, vinirnir vóru: Jógvan Elias Winther Poulsen, Rúni Abrahamsen, Helgi Fossádal, Michael Viderø. Tað passaði væl at syngja einar tríggjar sangir fyri teimum: Gleðilig jól, Side by side og Kom du ljuva. Eg haldi at løtan var góð!
14. desember 2012
Fríggjadagin 8. desember klokkan 20:15 sungu vit í Havnar Klubba fyri limum teirra. Uppmøtingin hjá limunum í Havnar Klubba var bara heilt góð, meðan uppmøtingin hjá okkum kundi verið betri hjá tenorunum. Líkamikið, tað var ein sera hugnalig løta har Kári Bæk stjórnaði nakrar sangir og eg stjórnaði nakrar sangir.
22. desember 2012
Leygardagin 22. desember klokkan 11:30 sungu vit í Havnar Kirkju har konsertfelagið skipaði fyri. Fyrst á skránni bleiv »Cantique de Jean Racine« hjá Gabriel Faure framført. Tær, sum framførdu vóru: Durita L. Jóansdóttir, Una Djurhuus Christiansen á floytu, meðan Birgitte Schnakenburg spældi klaver. Síðan sungu vit »Maria var moyggin«, »Tveir enskar Christmas carols«, »Ave Maria«, »Locus iste«. Eftir tað spældi ein trio eitt verk eftir Joseph Bodin de Boismortier »Sonata op. 7«, og tær sum spældu floytu vóru: Durita L. Jóansdóttir, Valborg Joensen og Una Djurhuus Christiansen. Síðani endaðu eg og Kári Bæk konsertina við »Necitis Vos«, »Føgur er foldin« og »Gleðilig jól«
24. desember 2012
Mánadagin 24. desember klokkan 13:30 sungu vit á Lágargarði til tað vanligu jólaguðstænastuna, sum plagar at vera fyri búðfólkunum. Ann Dahl Mikkelsen var prestur meðan Ívar Iversen spældi uppá orgul. Eftir guðstænastuna stjórnaði eg og Kári Bæk nakrar sangir fyri búðfólkunum.
Tiltøk í 2013
18. januar 2013
Fríggjakvøldi 18. januar klokkan 20:00 møtti Tórshavnar Manskór í Havnar kirkju har vit um níggju tíðina skuldu syngja saman við tungmálmsbólkinum Hamferð. Longu í oktober mánaðin spurdi Theodor Kapnas um vit høvdu hug at syngja saman við Hamferð, og tað søgdu vit sjálvandi ja til, tí vit hava sungið saman við Kára p, Jógvan Andrias, Hanus G. Johansen, MC-Hár, og sjálvir hava vit sungi Bohemian Rhapsody við rytmugruppu, so hví ikki syngja saman við Hamferð? Tað gjørdu vit so í "Harra Guð títt dýra navn og æra", og tað riggaði bara væl saman við teim dugnaligu musikarunum í Havnar kirkju. Skráin fyri tiltakið sæst niðanfyri.
19. januar 2013
Leygardagin 19. januar kl 21:30 sungu vit uppi í B36 húsinum til eitt gullbrúdleyp. Brúdleypið hildu hjá Anna Suffía Durhuus og Hilbert Durhuus, sum hevur starvast á Tórshavnar Skipasmiðju í hálvtrýss ár. Hann er Vestmenningur og hon úr Havn, men eru nú búsitandi í Havn. B36 húsið var stúgvandi fult av fólki, sum vit sungu einar tríggjar sangir fyri: Eg minnist úr gomlum søgum (Kjartan spældi upp á guitar), Kom du ljuva og Side by side.
1. februar 2013
Fríggjadagin 1. februar kl 16:00 til 18:00 hátíðarhelt Tórshavnar Býráð í hølunum hjá Dansifrøði, at Heðin Mortensen hevði sitið 40 ár í býráðnum, og Tórshavnar Manskór vóru bidnir, at syngja nakrar sangir kl 16:30, og vit sungu "Eg minnist úr gomlum søgum", "Summarkvøld" og "Side by side". Uppmøtingin var góð, og tað ekk væl.
2. februar 2013
Leygardagin 2. februar kl 8:45 fóru nógvir í manskórinum við Teistanum av Gomlurætt til Húsavíkar at syngja. Grundin var tann einfalda, at Ungmannafelagið "Sólaris" í Húsavík hátíðarhelt sín 70 ára stovningar dag, og mær vitandi vóru tríggir av stovnarunum enn á lívi, millum annað Margreta Hansen, sum var gift við Ásmund Hansen. Eftir eitt gott morgunmatarborð í Sólaris fóru vit yvir í Húsavíkar Kirkju har vit høvdu konsert kl. 11:00 har vit sungu einar 11 sangir. Tað vóru nokkso nógvir áhoyrarar møttir. Vit fóru aftir til Havnar við Teistanum kl. 12:30, har Tórshavnar Manskór kl. 19:00 um kvøldi hevði ársveitslu í hølunum hjá Starvsmanafelagnum.
24. februar 2013
Sunnudagin 24. februar kl 14:00 sungu flestu okkara í Havnar Kirkju til jarðarferðina hjá Katrin Petersen, konu okkara trúðfasta 2. tenori í nógv ár Hera Kragesteen, sum doyði fríggjadagin 22. februar 64 ára gomul. Vit vóru nógvir manns, og eftir ynski frá Hera Kragesteen sungu vit manskórssangin Tjarnareyga í kirkjuni, og annars sungu vit fyri bæði í kirkjuni og úti á grøvini. Sangurin gekk sera væl. Eftir jarðarferðina var ervi í húsunum hjá Dansifrøði.
16. mars 2013
Leygardagin 16. mars kl. 11:30 møttust vit uppi í HB-húsinum fyri at hita upp. Orsøkin var tann at vit skuldu syngja í B36-húsinum við 12 tíðina, har Katrin og Sjúrður Norðbúð høvdu »brunch« í samband við at tey bæði vóru bliv trýss ár. Vit vóru bodnir við, og vit takkaðu fyri við fýra sangum eftir teirra ynski: Ódn, Nú andar suðrið sæla (Peter H. Niclasen sang solo), Sverige og til síðst: Side by side. Uppmøting var bara heilt góð, og tað ljóðaði bara rímuliga væl, men ikki líka væl sum í HB-húsinum, tá vit hitaðu upp!!!
1. apríl 2013
Sunnudagin 1. apríl kl. 11 sungu vit páskamorgun til Guðstænastu í Hoyvíkar kirkju. Uni Næs hevði biðið okkum um at syngja til Guðstænastuna og vit sungu tveir sangir uppi við orglið: Kyrie av Türnpu áðrenn prædikuna og Páskamorgun hjá K. Olsen eftir prædikuna, tann fyrra stjórnaði B. Restorff meðan Kári Bæk stjórnaði tann seinna. Prædikuna páskadagin í Hoyvíkar kirkju hevði Jógvan Fríðriksson.
20. apríl 2013
Leygardagin 20. apríl kl. 14:00 sungu vit til eina jarðarferð úr Havnar kirkju, prestur var Uni Næs. Tann sum skuldi jarðast var Odmar Rasmussen, bróður okkara sangara Suna Rasmussen, fyrrverandi lærari í Tekniska skúla, sum síðani 20002 búðleikaðist í Aalborg. Vit sungu, saman við teim føstu sangarunum, fyri í felagssanginum, og áðrenn prestur segði nøkur orð, sungu vit sangin "Tjarnarega", - tað gekk væl. Ólavur Jakobsen spældi eitt stykki fyri guitar eftir prædikuna, tað ljóðaði eisini væl. Sangararnir vóru teir somu, sum sungu seinni um kvøldi í Grønlendingahúsinum.
20. apríl 2013
Leygarkvøldið 20. apríl kl. 21:00, sungu vit til ein trýss ára føðingardag hjá Torben Schneider, sum bleiv hildin fyri innbodnum gestum úti í Grønlendingahúsinum. Tað kom soleiðis í lag, at ein starvsfelagi, Óli Heri Joensen, bað okkum um at syngja, og vit so gjørdu. Vit øvaðu á Frúutrøð fríggjadagin sangirnar, sum hann (Óli Heri Joensen) helt vera hóskandi: "Gübben er gammal", "I østen stiger solen op", "Boðar tú til allar tjóðir" og "Side by side". Vit sungu uppi á balkonuni í Grønlendinahúsinum, tað riggaði væl, og áhoyrararnir vóru eisini glaðir fyri sangin. Teir sum sungu við vóru hesir: Birgir Krosteig, Helgi Nielsen, Peter H. Niclasen, Jógvan Elias Winther Poulsen, Egon Hansen og Óli Heri Joensen. Jørgin Pauli Johannesen, Áki Davidsen og Viggo A. Hansen. Jónfinn Peturson, Elias Simonsen Ole Jensen og Martin Petersen. Mads A. Winther, Kaj Kallsberg, Michael K. Jacboæus, Sjúrður Norðbúð, Hugo Samuelsen og Niels Hovshólm.
27. apríl 2013
Leygardagin 27. apríl kl. 17:00 var kórstevnukonsert í Gøtu kirkju. Vit luttóku á konsertini við fýra sangum, sum eg haldi gingu rættiliga væl. Teir vóru 1) Summarkvøld hjá Kára Bæk og Regin Dahl, 2) Sverige av Wilhelm Stenhammar og V. v. Heidenstam, 3) Orðini hjá Bjarna Restorff og Róa Patursson og til síðst sungu vit I furuskogen hjá Wilhelm Peterson-Berger og Helena Nyblom. Báðar teir síðstu sangirnar dirigeraði Kári Bæk. Meginparturin av kórstevnuni í ár var hildin í studentaskúlanumaulini á Kambsdali og gestadirigentur var Robert Sund, sum oftani fyrr hevur staðið fyri felagskórinum, og onkuntíð man felagskórið hava verið størri. Sjálvt um vit ikki vóru so væl mannaðir sum vit plaga, tí fleiri vóru í Danmark, til dansistevnu, FM í hondbólti og so framvegis, so gjørdu vit tað so gott, sum vit kundu, og tað var heilt sikkurt ein góð løta. Teir sum sungu við vóru hesir: Andrias, Áki, Óli Jákup, Óskar, Bárður, Bent Tommy, Egon, Elias, Hans Pauli, Helgi, Hugo, Jørgin Pauli, Johan R, Kári, Martin, Mouritz, Niels, Petur, Sjúrður N, Stein, Viggo, Kaj, Brynjálvur, Tór Verland, Martin Andreas og Kári Bæk.
3. mai 2013
Fríggjadain 3. mai kl. 13:00 sungu vit til eina jarðarferð hjá Jenny Kragesteen móður okkara sangara: Jón Kragesteen. Vit sungu eina tveir sangir í Vesturkirkjuni (I østen og Kyrie) har Sverri Steinhólm var prestur. Annars stuðlaðu vit sanginum bæði í kirkjuni og úti á grøvini. Tað var góð uppmøting hjá monnunum.
16. mai 2013
Hósdagin 16. mai kl. 21:00 Møttust nakrir av okkum niðri á Musikkskúlanum á Frúutrøð, har vit vandu í ein tíma ella so. Orsøkin var tann einfalda, at FøroyaTele skipaði fyri eini samskiftisráðstevnu fyri smátjóðir, og allir luttakararnir á ráðstevnuni, einir trýss í tali frá millum annað Malta, Andorra, KapVerde, Surinam og so fram vegis, vórðu hósdagin bodnir til ein betri bita niðri á »Öström«, og til tað tiltakið vóru vit bidnir at syngja nakrar sangir og tað gjørdu vit so. Bjarni tók »Summarkvøld« og »Sverige«, meðan Kári tók »I østen« og »Side by side«. Vit vóru Jógvan Elias, Peter, Bent Tommy, Mouritz og Helgi. Jørgin Pauli, Áki, Bárður og Viggo. Óli Jákup, Jófinn, Sjúrður, Martin, Elias. Mads, Sjúrður, Hugo, Christian, Niels og Petur P. Og so sjálvandi Kári og Bjarni!
24. mai 2013
Fríggjadagin 24. mai kl. 20:00 høvdu vit okkara várkonsert í Müllers Pakkhúsi. Fitt av fólki hevði leitað sær oman í Müllers Pakkhús at lurta, eini 85. við á konsertina høvdu vit fingið Rókur Jákupsson at syngja einar fimm sangir, og at hjálpa sær hevði Rókur fingið Johann Ziskason. Tað riggaði vist bara heilt væl, - fólk vóru í hvussu so er glað! Kári stjórnaði sangirnar 1, 2, 3, 4, 8, 9 og 12, meðan Bjarni stjórnaði hinum. Niðanfyri síggja tit programmið og plakatina, sum varð gjørd til høvið:
25. mai 2013
Leygardagin 25. mai kl. 16:20 fór Tórshavnar Manskór til Nósoyar at hava konsert út í Royndarhúsinum kl 18:30. Nólsoyar Manskór luttók eisini við tveimum sangum einsamallir og tveimum saman við okkum, og tað riggaði bara heilt væl. Uppmøtingin var heilt góð, tí har vóru eini 58 bilettir seldar, og tey eru vist ikki nógv fleiri enn 210 fólk í Nólsoy! Kári stjórnaði sangirnar 1, 2, 3, 4, 8, 9 og 12, meðan Bjarni stjórnaði hinum. Aftan á vóru nólsoyingar blíðir. Vit fóru inn aftur til Havnar við Ternuni kl. 22:25 sama kvøld. Niðanfyri síggja tit programmið og plakatina, sum varð gjørd til høvið:
7. juni 2013
Fríggjadagin 7. juni kl. 19:30 sungu vit í Boysensgarði í sambandi við mentanarnáttina. Pætur M. Dahl spurdi, um vit vildu syngja nakrar sangir úr Føroya Fólks Songbók, nú tað í ár júst eru hundrað ár síðani, hon kom út á fyrsta sinni á forlagnum hjá Gamla Bókhandlinum. Vit sungu Tjóðsangin, Dimmið, Summarkvøld, Boðar tú til allar tjóðir, Tjarnareyga og til síðst Eg minnist úr gomlum søgum. Aftan á fingu vit kakur, kaffi og okkurt annað í íbúðini hjá Karl í Bókhandlinum, eitt stað, sum tey fægstu kenna. Niðanfyri er ein mynd frá tiltakinum.
8. juni 2013
Leygardagin 8. juni kl. 17:00 hevði íslendska manskórið "Stefnir" konsert í Vesturkirkjuni. Solistar á ferðini vóru Jógvan Hansen og Kristín Sigurðardóttir. Okkara leiklutur var fyrst og fremst at hjálpa teimum við tí praktiska sum td. konsertstaðnum, lýsingar í bløðum, íslendingafeløgum, portalum og at hanga plakatir upp. Vit sungu "Sverige" strax eftir steðgin, í tí drúgvu skránni, og síðani endaðu vit konsertina við at syngja "Þú álfu vorrar yngsta land" saman vit teimum. Henda fagra summardag møttu um 300 áhoyrarar. Eftir konsertina var Poul Hansen so beinasamur at lána okkum Havnar Klubba, har vit kundu bjóða teimum eitt hvørt leskiligt. Her er plakatin teir gjørdu til konserferðina:
15. juni 2013
Leygardagin 15. juni kl. 17:00 hevði Tórshavnar Manskór konsert í Viðurbyrgi í Bø. Vit fóru við bussi úr Havn kl. 15:30 til Bíggjar har vit vóru um kl. 16:30. Komnir til Bíggjar fóru vit beina leið í Pakkhúsið at hita upp, har Óla Jákup Guttesen segði okkum frá søguni hjá Pakkhúsinum síðani 1861. Síðani gekk leiðin niðan í Viðurbyrgi, sum er eitt øki har runnar eru settir niður, gøtur gjørdar og enntá er eitt lítið amfiteatur nærindis Bjarnafossi, so har var "idylliskt" í tí góða veðrinum. Vit høvdu eina konsert upp á ein knappan tíma. Skráin var tann sama, sum á várkonsertini 24. mai, uttan "Orðini", "Kyrie" og "Forelluna" hjá Wagner, sum blivu tiknir av skránni, men aftur fyri fingu áhoyrarnir tveir eyka sangir "Eg minnist úr gomlum søgum" og "Boðar tú til allar tjóðir". Eftir konsertina sum Kári Bæk og Bjarni Restorff stjórnaði, fóru vit niðan til Jens Mohr, har vit sungu tveir íslendskar sangir aftur við onkrum góðum. Uttanfyri hjá Jens Mohr stóð ein løgin kvinna, sum líktist einari "ballerina" við nøkrum reyðum bállónum. Tað vísti seg at at vera "polterabend", og sjálvandi máttu vit syngja fyri henni. Vit sungu kærleiksangin "Kom du ljuva" fyri henni, meðan ein ballón brast, og í móti endanum á sanginum løgdu vit allir 38 mans okkum á knæ og blástu 38 mussar eftir henni (Anna Sofía Hvítklett, giftast við Bergur Jacobsen 20. juli). Eftir tað fóru vit oman í skúlan har vit fingu okkurt til matna og okkurt leskiligt afturvið. Klokkan knapt átta fór bussurin aftur til Havnar, har flestu okkara fóru beina leið út til Mouritz Mohr.
Myndir frá ferðini til "Viðurbyrgi" í Bø
{flickr set=72157634167385222 photo=7}
Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!
21. juni 2013
Fríggjadagin 21. juni kl. 21:00 sungu vit fyri í tiltakinum, sum Tórshavnar Kommuna plagar at hava hvørt ár: summarsólstøður úti í Sandágerði. Í ár valdi kommuna at hava tiltakið henda fríggjadagindagin, sjálvt um teir helst vilju hava tiltakið árenn vikuskifti, men veðrið hósdagin fyri var vánaligt, so fríggjadaguin var ein góð neyðloysn. Næstan alt var sum tað plagar: Tað var ikki kalt, Eyðun á Borg var har, dansifelagið var har, men ponnyríðingin var avlýst, Niels var har, onkur helt røðu, skótarnir vóru har og seldu kaku, og so framvegis. Vit vóru rímuliga væl mannaðir, og sangirnir, vit sungu, vóru sum teir plaga at vera.28. juni 2013
Fríggjadagin 28. juni kl. 16:00 sungu vit úti á Umhvørvisstovuni (gomlu Frímerkjadeidini) har tvey av starvsfólkunum høvdu hálvtrýss ára starvsdag. Tað vóru Antines Iversen og Mona Wang, sum byrjaðu ávikavist á Matrikullstovuni og Tinglýsingini í 1963. Tey fingu nøkur góð orð frá løgmanni og "Fortjenstmedaljen" frá drotning Margrethu. Til receptiónina sungu vit fýra sangir: Føroyar mítt land, Dimmið, Kom du ljuva og Side by side. Uppmøtingin hjá okkum var góð, og har var ikki so galið at syngja.
19. juli 2013
Fríggjadagin 19. juni kl. 18:45 møttu nakrir sangarar úr manskórinum í Ólavskirkjuni í Kirkjubø, vit møttu kl. 18:00 á Frúutrøð fyri at øva og hita upp. Orsøkin var, at Steen Balle varð heiðraður á sínum 80 ára føðingardegi við eini lítlari konsert í kirkjuni fyri teim nærmastu, har Jóannes eisini greiddi frá ymiskum í Krkjubø. Sangirnir vit sungu vóru "Gubben är gammal", "Dimmið", "Nú andar","I østen" og "Side by side". Kirkjan er sera deilig at syngja í og 1. tenorar vóru Peter H. Niclasen, Birgir Krossteig, Helgi Nielsen og Mouritz Mohr. 2. tenorar vóru Jørgin P. Johannssen, Viggo A. Hansen og Kjartan Mohr. 1. Bassar vóru Nicolei Balle, Elias Simonsen, Stein Fossá og Martin Petersen. 2. bassar vóru Andrias Reinert, Mads A. Winther, Sjúrður Norðbú,Hugo Samuelsen, Niels Hovshólm og Hanus Joensen. Eftir konsertina fór fylgið niðan í Stokkastovuna at fáa sær ein betri bita.3. august 2013
Leygardagin 3. august kl. 19:30 møttu nakrir sangarar úr manskórinum á Hotel Føroyum fyri at hita upp og syngja. Oddvør Skarðhamar hevði biðið okkum syngja fyri einum brúðarpari, sum júst vóru blivin vígd. Brúðarparið, Anna Joensen og ein portugisi, hildu eina stóra veitslu fyri 130 fólkum og mitt í rokanum skuldu vit syngja. Vit sungu fýra sangir: "Boðar tú til allar tjóðir", "Jeg vil mig Herren love" (Peter Niclasen sang solo), "Kom du ljuva hjärteven" og "Side by side". Tað gekk vist útmerka uttan kanska nakrir fáir tónar í "Jeg vil mig Herren love". 1. tenorar vóru Peter H. Niclasen, Birgir Krossteig, Jógvan Elias W. P. og Mouritz Mohr. 2. tenorar vóru Jørgin P. Johannssen, Viggo A. Hansen og Kjartan Mohr. 1. Bassar vóru Jónfinn Petursson, Elias Simonsen, Georg Egholm og Martin Petersen. 2. bassar vóru Andrias Reinert, Mads A. Winther, Sjúrður Norðbúð, Hugo Samuelsen, Niels Hovshólm og Hanus Joensen og Petur Nielsen. Fólk vóru væl nøgd.4. august 2013
Sunnudagin 4. august kl. 20:00 møttu nakrir sangarar úr manskórinum á Frúutrøð fyri at hita upp. Orsøkin var, at Petur Dahl og Katrin Dahl høvdu gullbrúdleyp, sum tey hildu - fyri eini trýss vinum og kenningum - á Parnassinum á Hotel Hafnia. Vit vóru gávan frá Peturi til Katrina, og vit skuldu syngja á Parnassinum kl. 20:30. Sangirnir vit sungu vóru "Boðar tú til allar tjóðir", "Jeg vil mig Herren love" (Peter Niclasen sang solo), "Kom du ljuva hjärteven" og "Side by side". 1. tenorar vóru Peter H. Niclasen, Birgir Krossteig, Hans Pauli Joensen Jógvan, Elias W. P. og Mouritz Mohr. 2. tenorar vóru Jørgin P. Johannssen, Viggo A. Hansen og Kjartan Mohr. 1. Bassar vóru Jónfinn Petursson, Elias Simonsen, Georg Egholm og Martin Petersen. 2. bassar vóru Andrias Reinert, Mads A. Winther, Sjúrður Norðbúð, Hugo Samuelsen, Niels Hovshólm og Hanus Joensen og Petur Nielsen. Tað gekk vist bara heilt væl.21. august 2013
Mikudagin 21. august 2013 kl. 19:00 sang kórið í stórari sjeyti ára føðingardagsveitslu hjá Óla Jacobsen, rithøvundi og fyrrverandi fiskimannafelagsformanni 1971-2007. Sangskráin var merkt av, Óli Jacobsen m.a. hevur skrivað og savnað nógv um Petur Alberg, tónaskald. Hetta varð givið út í bók, 125 ár eftir at Petur Alberg varð borin í heim, 15. des. 1885. Fyrst varð tjóðsangurin, ið Símun av Skarði hevur yrkt, og Petur Alberg gjørt lag til, sungin. Útsetingina fyri manskór hevur Bjarni Restorff gjørt. Hendan er øðrvísi enn tað, vit eru von at hoyra. Fyri tað fyrsta er lagið neyvt sum Petur skrivaði tað í 1907 (tað eru hinar útsetingarnar ikki), og haraftrat er hesin satsurin litfagrari enn tað, vit eru von at hoyra. Eitt virðiligt frábrigdi av tjóðsangi okkara.Næst á skránni var Eg elski teg land, orð Hans Andreas Djurhuus og lag Petur Alberg. Vit sungu ørindini 1, 4, 5 og 6. 3. sangurin var Prúða land, orð Hans Andreas Djurhuus og lag Óla Jákup Hansen, ørindini 1, 3 og 6. 'Blíðum, ljósum náttum, stillu summarstund..', og haðani fluttu vit okkum inn í hin romantiska heimin. Kona Óla, Kirstin Jacobsen, hevði nevnliga føðingardag hendan sama dag, so vit nýttu høvið at syngja yndisliga og viðkomandi til høvið orðini 'Kom, du ljuva hjärtevän', orðini eftir Einar Ralf og tónum hjá Adam de la Hale. Arr: David Wikander. Og sum kontrasti til mjúku framførsluna 'Kom du' fóru vit til lands í Íslandi saman við fyrrverandi fiskimannafelagsformanninum, har hann seinastu árini hevur staðið fyri sera væl umtóktum túrum á fornum gøtum forfedra okkara, við rungandi satsinum hjá Hannesi Hafstein og Sigfúsi Einarsson 'Þú álfu vorrar yngsta land', sum fekk snøggu kaffikopparnar á borðunum at skelva. Góð og fjølbroytt framførsla! Hanus Joensen stjórnaði manskórinum hetta kvøldið.Her er nakrar myndir frá føðingardegnum, sum Óli Jákup hevur sent mær:
{flickr set=72157637350570335 photo=7}
Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!
1. september 2013
Sunnudagin 1. september kl. 16:00 sungu vit uppi í Norðurlndahúsinum har tiltakið Erlendu 100 ár var. Tiltakið var nakað langt, tí har vóru fyrilestrar av einum hvørjum slag, upplestur og sangur. Vit sluppu fram at fyrst í seinnu helvt og vit sungu tríggjar sangir »Boðar tú til allar tjóðir«, »Orðini« og »Var tað so tú segði« við heitinum »Til konu mína«. Sangirnar høvdu Jóanes Patursson og Rói Patursson (Orðini) skrivað, meðan Johan Schop, Bjarni Restorff og Kári Poulsen høvdu gjørt løgini. Klingran var stúgvandi full - eini 300 fólk lýddu á, og tað gekk væl.15. september 2013
Sunnudagin 15. september kl. 18:00 sungu vit í Kvívíkar kirkju í sambandi við at tað vóru liðin hundrað ár síðani Kvívíkar Kommuna varð til. Til Kvívíkar Kommununa eru Válur (í Vestmanna) Skælingur, Leynar og Stykki. Kvívíkar kommuna hevur hátíðarhildið hesi hundrað árini við ymsum tiltøkum leygardagin 14. september og sunnudagin 15. september, við millum annað eini Guðstænastu kl 18:00 í kirkjuni í Kvívík, har vit luttóku við trimum sangum: Zum Sanctus, Jeg vil mig Herren love, og Upp alt, ið Harrin hevur gjørt. Prestur var Theodor Olsen, - og sum hann segði, so var hetta ein guðstænasta við altargongd og "dipp" afturvið. Kirkjan, sum var hálvfull er góð at syngja í, tí klangurin er sera klárur. Myndin í neðra er av Kvívíkar kirkju, og hon er tikin av heimasíðuni hjá Kvívíkar Kommunu á http://www.kvivik.fo/21. september 2013
Leygardagindagin 21. september kl. 22:00 sungu vit upp í húsinum hjá Dansifrøði á ítróttarøkinum í Gundadali. Har helt Helgi Brekku og konan eina megnar veitslu fyri vinum og kenningum, - har munnu hava verið eini 200 - 300 fólk, ikki bert úr Føroyum, men eisini úr Íslandi. Helgi bað okkum um at syngja, og tað gjørdu vit soleiðis: Hóskvøldi møttu vit í Kommunuskúlanum í Kongagøtu, har vit tóku allar sangirnar í gjøgnum: "Dýrd á vík og vág", "Var tað so tú segði", "Ísland ögrum skorið", "Dimmið" og til síðst "Side by side". Leygardagin møttu vit á Frúutrøð kl 21:00 fyri at hita upp og gjøgnumganga sangirnar, og síðani fóru vit niðan í Dansifrøði fyri at syngja, - og fyri at tað ikki skal vera lygn so sluppu vit framat áðrenn tíðina nevniliga kl 21:45, har vit sungu fyrr nevndu sangirnar fyri gestunum hjá Helga og konuni. Man kundi hoyra at tey dugdu at klappa. Vit vóru sera væl mannaðir, og tað gekk eisini væl.10. oktober 2013
Hósdagin 10. oktober kl. 13:00 sungu vit í kirkjuni á Argjum til eina jarðaferð hjá Maritu Joensen, sum var mamma okkara 1. tenori Hans Pauli Joensen. Hans Pauli bað okkum syngja einar tveir sangir í Argja kirkju og tað gjørdu vit sjálvandi (Sanctus og Boðar tú...). Kirkjan, sum ikki er so stór, var stúgvandi full, men eg haldi at tað ljóðaði ikki so galið á líka væl. Uppmøtingim var sera góð. Teir sum kundu, stuðlaðu eisini sanginum úti í kirkjugarðinum.
30. oktober 2013
Mikudagin 30. oktober kl. 15:00 sungu vit sum liður í "tit ringja vit syngja" í Havnar kirkju. Grundin var tann, at Viljormur Tórsheim, sum andaðist mánadagin, fór úr Havnar kirkju út á grøvina tá, og dóttirin Vilbjørg Eikholm vildi hava okkum at syngja. Kári Bæk dirigeraði monnunum í triðmum sangum: "Niður sólin fór", "Eg saðlaði mær ein vítan hest" og "Boðar tú til allar tjóðir". Annars stuðlaðu mennirnir teim vanligu kirkjusangarunum í sálmasanginum. Uppmøtingin var góð, einir fimm fyrstu tenorar, sjey annar tenorar, fimm fyrstu bassar og einir seks annar bassar! Morgunin eftir ringdi Regin Eikholm (svigarsonur Viljorm) og at rósti sanginum, so tað gekst vist væl.
3. november 2013
Sunnudagin 3. november kl. 11:00 sungu vit í Hoyvíkar kirkju í sambandi við at kirkjan varð seks ár. Prestur var Uni Næss, Organistur var Albert Pætursson, klokkari var Per Hansen og degnur var Annika Højgaard. Har vóru møtt um fimm hundrað fólk til guðstænastuna við barnadópi, - so nógv, at eyka stólar mátti setast inn í kirkjurúmið. Undrunarvert tí føroyameistarnir HB, bóltfelagið B36 og fleiri onnur feløg, høvdu veitslu kvøldi fyri. Kári Bæk og Bjarni Restorff dirigeraði Tórshavnar Manskór, sum sungu tríggjar sangir: "Upp alt, ið Harrin hevur gjørt" í staðin fyri præludium, "Sanctus" eftir prædikuna og "Boðar tú til allar tjóðir" eftir útgangsbønina. Sangurin gekk væl, okkurt kundi verið betri í Sanctus, men tað var í grundini OK.Tað var Jákup Símun Simonsen sum bað okkum koma, at syngja.
14. november 2013
Hósdagin 14. november vóru vit úti í Vesturkirkjuni og tóku upp á "band", sum tað eitur, sjálvt um vit tóku upp á telduna. Manskórið var nøkunlunda væl mannað, - kanska kundi fleiri 2. bassar verið við! Vit møttu kl. 20, meðan Bjarni Restorff og Finnur Hansen møttu ein hálvan tíma fyrr, fyri at stilla upp og annars gera klárt til upptøkunar. Meinigin er at geva eina jólafløgu út næsta ár, so tann fyrsti sangurin var "Maria var moyggin" sum Kári Bæk sjórnaði, og sum hann eisini hevur lagt til rættis fyri manskór. Tann næsti sangurin var "White Christmas" hjá Irving Berlin, sum Bjarni stjórnaði. Tað gekk hampuliga væl, at taka upp, og vit góðust um gott og væl tíggju tíðina. Men spurningurin er so, um tað er vert at brúka pening uppá eina fløguútgávu, tá almennu miðlarnir ikki spæla tónleikin, sum okkum dáma og umboða!?
Her eru nakrar myndir frá upptøkunum, sum Viggo A. Hansen og Finur Hansen hava tikið:
{flickr set=72157637747846576 photo=7}
Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!
7. desember 2013
Leygarkvøldi 7. desember vóru vit uppi á Apotekinum, har jólaborðhald var fyri starvsfólkum á Apotekinum. Tey vóru eini 80 í tali, so har var rættiliga trongt, - men tað gekk álíkavæl. Vit sungu fýra sangir: “White Christmas“ har Andrias Reinert sang solo, “Gleðilig jól“, har starvsfólkini sluppu, at syngja við á síðsta vers, “Kom du ljuva“ og “Side by side“. Tað var vist á einari góðari leið.
8. desember 2013
Sunnugagin 8. desember vóru í Vesturkirkjuni til eina jarðarferð. Tað var Heðin Samuelsen sum fór úr Vesturkirkjuni. Familjan hevði biðið okkum, at syngja B36 sangin hjá Louis Zachariassen og Gunnar Mikkelsen "Rennið dreingir yvir eingir". Vit, sum sungu høvdu øvað sangin kvøldi fyri, og møttu um tólv tíðina fyri at fáa tað síðsta upp á pláss og tað haldi eg gekk væl.
8. desember 2013
Sunnukvøldi 8. desember høvdu vit, Tórshavnar Manskór, okkara árligu jólakonsert í Vesturkirkjuni. Hanus Joensen setti hetta tíðindaskrivið saman:
»Jólakonsert við Tórshavnar Manskóri, kórinum Sólarmagn og barnakórinum Cantus verður sunnudagin 8. desember 2013 kl. 19:30 í Vesturkirkjuni.
Árliga konsertin hjá Tórshavnar Manskóri verður sunnukvøldið, 8. des. kl. 19.30 í Vesturkirkjuni. Manskórið hevur í løtuni 2 sangstjórar, Bjarna Restorff, ið hevur leitt kórið, síðani tað varð stovnað í 1986, og Kári Bæk, ið hevur arbeitt sum kórleiðari í ymsum kórum á bygd og bý í mong Harrans ár, er nú á øðrum ári kórleiðari saman við Bjarna í Manskórinum. Kórið er samansett av monnum í øllum aldri og hevur í seinastuni onkusvegna fingið eina øðrvísi litta ljóðmynd.
Manskórsangur hevur sum kunnugt drúgva siðvenju í høvuðsstaðnum og hevur sum heild altíð havt stóran áhuga millum fólk kring landið. Manskór hava sannlíkt verið í Havnini umleið eina øld, tó hava brot verið nøkur skifti. Kórið sunnukvøldið telur 45 menn. Sangskráin hjá kórinum hesa ferð er frá gomlum føroyskum sálmalagi til franska Fauré, kend og minni kend hátíðarstykki. Orgulfylgispæl er við onkrum av satsunum, Hanus Joensen og Gudmund Mortensen spæla undir.
Hesaferð verða tvinni gestakór við í framførsluni, nevnliga kórið Sólarmagn av Velbastað við Fróða Sandoy sum kórleiðara og barnakór Musikkskúlans ’Cantus’ við Kára Bæk og Joanna Johansen sum leiðara. Kórið Sólarmagn hevur sera áhugaverda skrá til hesa jólakonsertina, td. Ecce Homo - behold the man who is a bean, modernað stykki eftir Howard Goodall og The Lord bless you eftir John Rutter. Barnakórið Cantus framførir kend jólaløg og saman við Manskórinum kenda ‘Vit rætta várar hendur’ eftir Dagfinni Rimestad, sangurin kom fyri kortum í norsku sálmabókina. Bjarni Restorff hevur skipað hesa kompositiónina fyri barna- og manskór.
Árliga jólaløtan í Vesturkirkjuni endar við, at øll kórini saman við áhoyrarum syngja í felag Føgur er foldin!«
Sum tað stendur í tíðindaskrivinum vóru ikki bara vit sum sungu, men eisini barnakórið Cantus hjá Tórshavnar Musikkskúla og kórið Sólarmagn av Vebastað. Leiðarar vóru Bjarni Restorff, Kári Bæk, Joanna Johansen og Fróði D. Sandoy. Tað vóru nakrir solistar við á konsertini, nevniliga Andrias Reinert, Jakobina Ellingsgaard og ikki minst lítli kúllurin Ludvig Petersen. Akkompagnartørar vóru upp á orgul: Gudmund Mortensen, Hanus Joensen, meðan Bjarni Restorff spældi uppá klaver. Konsertin varð væl vitjað, tí kirkjan var so at siga stúgvandi full, - tað var deiligt. Konsertin gekk eisini heilt væl. Skráin var henda:
Her eru myndir frá Jólakonserini í Vesturkirkjuni, sum Ólavur Frederiksen hevur tikið:
{flickr set=72157638552884526 photo=7}
Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!
13. desember 2013
Fríggjakvøldi 13. desember 19:45 sungu vit, sum vanligt er undan jólum, í Havnar Klubba. Tað var stak hugnaligt, sjálvt um Kári Bæk ikki var við, tí hann skuldi spæla "Messias". Vit sungu einar tíggju sangir fyri limunum, áðrenn vit fóru oman í Öström at syngja fyri teimum, sum umsita Öström, tey høvdu eisini jólaborðhald. Vit sungu einar fýra sangir hjá Öström, og tað ljóðaði sera væl í rúminum, sum vit sungu í. Eftir tað fóru fleiri av okkum niðan aftur í Klubban, har vit hugnaðu okkum eina løtu ella kanska tvær.
15. desember 2013
Sunnukvøldi 15. desember kl 17:00 sungu vit einar fýra fimm sangir uppi í SMS. Veðrið var av tí allar ringasta, men tað darvaði ikki Manskórinum at syngja. Vit sungu har trappan endar á ovastu hædd og trúgv mær ella lat vera - tað ljóðaði sera væl har uppi á!!!!Fá fólk vóru í SMS, tí veðrið var so vánaligt. Kári Bæk var tíverri ikki við, tí hann skuldi aftur spæla "Messias", og tað gjørdi hann vist í myrkri, - tað er modernað fyri tíðina, - hesaferð var tað eitt óhapp: elveitingini slitaði í ódnarveðrinum.
21. desember 2013
Leygardagin 21. desember kl. 11:30 sungu vit á einari Matiné í Havnar kirkju. Matinéina skipaði Konsertfelagið fyri, og tey høvdu biðið okkum og Ernst Somdum Dalsgarð, at luttaka og tað gjørdu vit so. Skráin hjá okkum var stórt tann sama, sum á Jólakonsertini í Vesturkirkjuni 8. desember, tó so at vit sungu nakrar sangir saman við Ernst "Funiculi, funicula" og "Lovið Drotni"
24. desember 2013
Jólaaftan 24. desember kl 13:20 sungu vit á Guðstænastuni, sum á hvørjum ári er á Lágargarði. Búðfólkið er boðið við familju at luttaka á eini mini Guðstænastu, og prestur í ár var Uni Næs og organistur var Ívar Iversen. Eftir Guðstænastuna sungu vit einar seks ella sjey sangir fyri øllum, sum vóru har, síðani dansaði búðfólkið við familju um jólatræðið, meðan vit fingu eina kaku og ein kaffimunn.
Tiltøk í 2014
4. januar 2014
Leygarkvøldi 4. januar klokkan 20:45 sungu vit tríggjar sangir fyri Bjørn á Heygum í hølunum hjá dansifrøði. AdvokaturinBjørn á Heygum helt sín trýss-ára føðingardag, har. Kona hansara Beatrice hevði biðið okkum um at syngja tríggjar sangir, sum samstundis skuldi verða hennar gáva til gemalin. Tað gjørdu vit, og tað riggaði vist heilt væl. Eftirsum vit hava fleiri advokatar í kórinum, og Bjørn á Heygum eisini er advakatur, so var Christian Abdreasen conferencier tað kvøldið, og tað riggaði vist bara væl.
18. januar 2014
Leygarkvøldi 18. januar klokkan 18:00 sungu vit í Vestmanna fyri einum gullbrúðarpari. Vit møttu á Frúutrøð kl 16:30 har vit hitaðu upp og vandu nakra sangir. Kl 15:15 fyltu vit bilarnar, og vendu síðani nøsina móti Missiónshúsinum í Vestmanna, har nógv fólk var komið saman fyri at heiðra gullbrúðarparinum,Hilda og Kári Nielsen, á teirra stóra degi. Synirnir hjá gullbrúðarparinum Herálvur, Benny, Uni og Jógvan Emil vistu ikki hvat teir skuldu geva foreldrum teirra í gávu, so teir spurdu okkum um vit kundu syngja nakrar sangir fyri teimum, og sjálvandi kundu vit tað. Vit sungu eftir teirra ynski "Boðar tú til allar tjóðir","Til konu mína", "Dimmið", "Side by side" og eitt eykanummar. Fólk vóru væl nøgd.
21. januar 2014
Týsdagin 21. januar klokkan 13:00 sungu nakrir av okkum í havnar kirkju til jarðarferðina hjá Sámal Rubeksen vanliga nevndur KrúlluSámal, sum doyði síðsta fríggjadag. Oskar bað okkum um at syngja, og tað gjørdu vit so. Kári Bæk tók Tjarnareyga í fýra røddum, og skipaði fyri sanginum á grøvini.
22. januar 2014
Mikudagin 22. januar klokkan 13:00 vóru fleiri av okkum í Havnar kirkju og sungu fyri mammu Mads Winther, Dagmar, sum andaðist 102 ára gomul. Organisturin, Gudmund, spældi eitt prealudium yvir Dronning Dagmar, og tað riggaði væl. Síðani royndu vit at syngja teir sangirnar sum stóðu í heftinum sum fragast bæði í kirkjuni og úti á grøvini.
15. februar 2014
Leygardagin 15. februar klokkan 19:10 sungu vit, so gott sum allir menninir, uppi á Hotel Føroyum til frama fyri krabbamein rakt børn í Føroyum. Tiltakið var skipað á tann hátt, at Juice producenturin Rynkeby, sum í staðin fyri at brúka pening til teir vanligu miðlarnar fyri reklamur, brúkar peningin til krabbarakt børn, og á henda hátt sláa teir "tvær flugur við eitt smekk", tí miðlaheimurin fylgir Rynkeby óansæð hvat, í jagstranini eftir tíðindum, og í hesum føri skipaðu teir fyri einum Galladøgurða uppi á Hotellinum við vælkomsti, forrætti, høvuðsrætti, dessert og kaffe. Umframt var ein ørgrynna av undirhaldi: klaverspæl (Jósef Zachariasen og fleiri), sangur (Birita Poulsen, Petsy Tvørfoss, Signar í Homrum og fleiri) skemt við "Pipar og Salt" og mangt annað. Á Hotel Føroyum vóru um 200 kuvertar, sum vóru seldir fyri 1.000,- kr. hvør, og peningurin fór allir óskerdir til børn við krabbameini. Tað var í hesum samahangi at vit sungu tríggjar sangir í forhøllini har, gestirnir fingu ein vælkomstdrink. Bjarni Restorff og Kári Bæk dirigeraðu Tórshavnar Manskóri meðan teir sungu "Saknur" hjá Poul F. (Petsy Tvørfoss sang solo), "Jarðareygað" hjá K. Bæk og TonglaTummas og til síðst, áðrenn vit fóru á okkara egnu ársveitslu, sungu vit Mighty Quinn hjá Dob Dylan/Manfred Mann. Tað eydnaðist sera væl og fólk vóru glað, tá vit gingu syngjandi út í bussin hjá Mogens Wraae, sum síðani koyrdi okkum oman aftur í Starvsmannafelagshølini, har vit høvdu okkara ársveitslu! Her eru tríggjar myndir, sum Mikkel Dahlqvist frá Team Rynkeby Danmark hevur tikið:
21. februar 2014
Fríggjadagin 21. februar klokkan 12:30 vóru fleiri av okkum í Sands kirkju og sungu fyri okkara fyrrverandi manskórslimi Finnbjørn Dam, sum andaðist týsdagin. Hann sang við okkum í eini týggju ár, og var við okkum í Englandi í 1994 og eisini í Baltikum í 1997 og Eysturríki í 2000, og eftir tað var hann ikki so væl fyri. Pápi hansar Hákun, bróður P.M. Dam, var lærari á Sandi, har Finnbjørn vaks upp, seinni flutti hann til Havnar og varð giftur við Fanny Mouritsen, tey áttu trý børn. Jákup Reinert Hansen, sum var við Manskórinum bæði í Baltikum í 1997 og Eysturríki í 2000 var prestur. Vit sungu fyri bæði í kirkjuni, har vit eisini sungu "Boðar tú til allar tjóðir" í fleiri røddum, og á grøvini í oysandi regni. Tað gekk vist ikki so galið
1. mars 2014
Leygardagin 1. mars klokkan 19:25!! stóðu teir flestu í Tórshavnar Manskóri klárir, at syngja niðri hjá Öström, ella rættari: í tí "nýggja" tilbygninginum hjá Valdemar Lützen á Skálatrøð/Sigmundargøta. Tað var "Faroe Ship" (upprunaliga "Skipafelag Føroya"), sum helt sin 95 ára stovningardag hetta fríggjakvøldið. Har vóru eini 400 innboðin, sum fingu alt teimum lysti serverað á plattum ella serverað á truckum við plattum akkompagnerað av einum ljósshowi, sum "Ljóð og Tøkni" leveraði. Eitt sindur spennandi, minnir ikki sørt um fløguhúsan á "Væl má gagnast", sum Tórshavnar Manskór gav út síðst í 2008!!! Gestirnir fingu eisini eitt sindur av andaligari føði, tí, millum annað, kórið Cantabile, Tórshavnar Kamarkór, Byrta, Finnur Koba og fleiri framførdu. Okkara uppgáva var at syngja fýra sangir tá gestirnir blivu bjóðaðir til "platts" (tí, har var einki borð, bara plattar) og hurðarnar blivu lætnar upp inn í "nýggju" høllina, sum mest av øllum líktist einum pakkhúsi. Tað var deiligt at syngja har aftur! Hesar flottu myndirnar niðanfyri hevur Eirikur Meitilberg tikið.
{flickr set=72157642104334773 photo=6 order=random}
Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!
1. apríl 2014
Týsdagin 1. apríl klokkan 12:00!! stóðu, so gott sum allir í Manskórinum, klárir at syngja úti í "Albert Hall" á Argjum. Tað vóru liðin 75 ár síðani Gjaldstovan varð sett á stovn, og dagurin varð hátíðarhildin við móttøku klokkan 14:00. Av tí, at vit vóru gávan frá Fíggjarmálaráðnum til Gjaldstovuna, vórðu vit bidnir um at syngja í døgurðasteðginum fyri starvsfólkunum. Tað var álagt okkum at syngja føroyskt so vit sungu einar tríggjar føroyskar sangir og ein útlendskan. Tað gekk vist ikki so galið.
1. apríl 2014
Týsdagin 1. apríl klokkan 16:15 stóðu, so gott sum allir í Manskórinum, klárir at syngja niðri hjá Öström, tí Landsbyggifelagið (LBF), sum varð stovnað 1. apríl í 1964 helt sín 50 ára stovningardag hjá Öström. Har vórðu røður hildnar, Kári Sverrisson sang og vit sluppu eisini upp í part. Vit sungu tveir Føroyskar sangir og so endaðu vit við Mighty Quinn meðan vit gingu út. Tað gekk vist ikki so galið. Sissal Christiansen skipaði fyri tiltakinum, niðafyri eru nakrar myndir, sum HeinesensMyndir hevur tikið:
{flickr set=72157644022474303 photo=6 order=random}
Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!
9. apríl 2014
Mikudagin 9. apríl klokkan 17:00 stóðu átta bassar klárir í BlockStudio at taka upp á band. Tað var ein íslendingur Ólafur, sum hevði biðið okkum um at luttaka í einum grønlendskum/føroyskum/íslendskum projekti. Hvat projektið gongur út uppá veit eg ikki, men vit vórðu lidnir við tey tólv stigini kl. 19:30.
12. apríl 2014
Leygardagin 12. apríl klokkan 21:15 sang manskórið uppi á í heilsøluni hjá p/f Poul Michelsen. Orsøkin var tann, at Heilsølan hátíðarhelt 40 ára stovningardag teirra, við einum døgurða, har veitarar hjá fyritøkuni PM vóru bodnir við. Ein av gestunum Poul Clementsen, sum umsitur Öström, bað okkum um at syngja fyri selskapinum. Tað gjørdu vit fegnir, vit sungu tríggjar sangir, og tað eydnaðist vist væl. Niðanfyri eru nakrar myndir, sum Gunnar Mohr sendi mær, hvør hevur tikið myndirnar veit eg ikki:
{flickr set=72157644383715703 photo=6 order=random}
Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!
21. apríl 2014
Mánadagin 21. apríl, annan páskadag, klokkan 11 sungu vit til Guðstænastu í Hoyvíkar kirkju. Uni Næss hevði biðið okkum um at syngja til Guðstænastuna og vit sungu tveir sangir uppi við orglið: Alta Trinita Beata beint eftir praeludium og Jarðareyga hjá Kára Bæk beint eftir prædikuna. Prædikuna annan páskadag í Hoyvíkar kirkju hevði Uni Næs, tað gekk ikki so galið. Sólin skein bæði oman og niðan, henda fagra summardag.
24. apríl 2014
Hósdagin 24. apríl klokkan 19:45!! stóðu teir flestu í Tórshavnar Manskóri klárir, at syngja niðri hjá Öström, ella rættari: í tí "nýggja" tilbygninginum hjá Valdemar Lützen á Skálatrøð/Sigmundargøta. Tað var Landssjúkrahúsið, sum helt sin 90 ára stovningardag hetta hóskvøldið. Har vóru eini fleiri hundrað gestir, sum fingu alt teimum lysti serverað í reagensgløsum, pissifløskum, meðan maturin bleiv serveraður á hospitalssongum akkompagnerað av einum ljósshowi, sum "Ljóð og Tøkni" leveraði. Spennandi! Gestirnir fingu eisini annað: Pipar & salt var har, Byrta var har og fleiri onnur. Okkara uppgáva var at syngja fimm sangir tá gestirnir blivu bjóðaðir í "hospitalssongina" (tí, maturin bleiv serveraður í hospitalsseingjum, - einki borð var har!) og hurðarnar blivu lætnar upp inn í "nýggju" høllina, sum mest av øllum líktist einari sjúkrastovu. Tað var deiligt at syngja har!
Niðanfyri eru nakrar flottar myndr frá tiltakinum, sum Eirikur Meitilberg hevur tikið:
{flickr set=72157644822970316 photo=7}
Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!
2. mai 2014
Fríggjadagin 2. mai klokkan 20:45!! vóru teir flestu í Tórshavnar Manskóri klárir, at syngja úti í róðraneystinum á Argjum. Har vóru yvir hundrað fólk frá Løgtingins miðfyrisiting, sum høvdu ein S-dag, sum endaði við einari veitslu í róðrarneystinum á Argjum. Okkara uppgáva var at syngja einar fýra sangir fyri veitslulutakarunum, og tað gjørdu vit so, allir mennirnir vóru í stívasta "puss" uttan dirigenturin, tí hansara klæðir vóru til reins. Tað gekk vist ikki so galið, við sanginum!
13. mai 2014
Týsdagin 13. mai klokkan 19:30, vóru teir flestu í Tórshavnar Manskóri klárir, at syngja uppi í Listaskálanum við Plantaguna í Havn. Orsøkin var, at Landsverk í ár var vertur fyri einari norðulendskari stevnu, har Landsverk og línandi stovnar í hinum norðurlondum hvørt ár hittast.Eini 40 fók vóru komin til Føroyar har tey millum annað fingu eina rundvísing í Listaskálanum, sum endaði einum betri bita og undirhaldi, áðrenn leiðin, dagin eftir, gekk til Tindhólm. Okkara uppgáva var at syngja einar tríggjar sangir fyri lutakarunum, og tað gjørdu vit so, allir mennirnir vóru í stívasta "puss" eisini dirigenturin, sum var Kári Bæk. Tað gekk væl at við syngja!
17. mai 2014
Leygardagin 17. mai klokkan 20:40, vóru einir tjúgu mans úr Tórshavnar Manskóri klárir, at syngja uppi á Kráarvegi 9 uppi við Dalagøtu í Havn. Orsøkin var, at maður Hildur Arge helt sín hálvtrýss- ára dag. Hildur Arge vildi hava okkum at syngja, og tað gjørdu vit so, einar fýra sangir sungu vit fyri selskabinum, og eg haldi, at tey vóru væl nøgd.
23. mai 2014
Fríggjadagin 23. mai kl. 19:30 høvdu vit okkara várkonsert í Klingruni í Norðurlandahúsinum, Upprunaliga skuldi konsertin verða í Müllers Pakkhúsi, men av ymsum viðurskiftum bar tað ikki til. Eitt sindur av fólki hevði leitað sær niðan í Norðurlandahúsið at lurta, eini 100. Vit plaga at hava onkran troubadour við á konsertina, men tað høvdu vit ikki hesa ferðina, men haraftur í móti høvdu vit Mads Winther, sum gav okkum dømir uppá skilaleysan manskórsstatistikk. Tað riggaði vist bara heilt væl, - fólk vóru í hvussu so er glað! Kári Bæk dirigeraði helvtina av sangunum, meðan Bjarni Restorff dirigeraði hina helvtina. Niðanfyri síggja tit programmið og plakatina, sum varð gjørd til høvið:
24. mai 2014
Leygardagin 24. mai kl. 15:40 og kl. 16:20 fór Tórshavnar Manskór við makum til Nólsoyar at hava konsert úti í Royndarhúsinum. Konsertin varð kl 18:00. Nólsoyar Manskór luttók eisini við fýra sangum einsamallir og tveimum saman við okkum, og tað riggaði bara heilt væl, so teir eru við at verða klárir til Íslandstúrin. Uppmøtingin var heilt góð, tí har varð fult hús, og tey eru vist ikki nógv fleiri enn 210 fólk í Nólsoy! Kári stjórnaði helvtina av sangunum, meðan Bjarni stjórnaði hinum, meðan Jógvan Thomsen dirigeraði Nólsoyingunum og ein sang í felag. Aftan á vóru nólsoyingar blíðir og bjóðaðu okkurt til matna og okkurt at skola niður við. Vit fóru inn aftur til Havnar við Silju Star kl. 22:45 sama kvøld. Fleiri av okkum fóru oman á Hvonn har vit blivu smidaði út við "fuld musik" bara tí vit vóru í góðum lag og sungu, so fóru vit á Irish Pub í staðin!!!!!
Omanfyri er plakatin, sum nólsoyingar høvdu gjørt til høvið, meðan myndirnar frá konsertini í Norðurlandahúsinum 23. mai og ferðini til Nólsoyar 24 mai 2014 eru niðanfyri:
{myFlickr}feed=photoset,photoset_id=72157644846429675,displaymode=gallery{/myFlickr}{flickr set=72157644846429675 photo=7}
Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!
29. mai 2014
Hósdagin 29. mai (Kristihimmalfartsdagur) sungu vit kl 22:00 uppi í Dansifrøði til "aftersinging" í samband við "Nordisk Kirkesangfest", sum varð hildin í Føroyum í døgunum 29. mai til og við 1. juni. Vit sungu fýra sangir Kári Bæk tók tveir sagir og eg tók tveir sangir, og tað gekk væl, fólk vóru í hvussu so er vælnøgd.
6. juni 2014
Fríggjadagin 6. juni var "Mentanarnátt", við tiltøkum av einum hvørjum slag, í Havn , og í tí sambandi spurdi Barbara Samuelsen, sum er programmleiðari í "Krinvarp Føroyar", um vit kundu syngja í Útvarpinum, tí tey ætlaðu, at hava "opið hús" við og nøkrum stuttum konsertum við ma. Marius Ziska, Birtu, Lenu og Niclas og Greta Svabo Bech. Vit hava altíð fingið góðar sømdir frá ÚF, so tað var ein sjálvfylgja, at vit sungu nakrar sangir á trappuni í ÚF kl. 20:30 og kl. 21:30. Tað gekk vist ikki so galið!.
7. juni 2014
Leygardagin 7. juni dagin eftir "Mentanarnáttina" høvdu vit konsert kl. 17:00 úti í Vesturkirkjuni í Havn saman við Gamlir Fostbræður úr íslandi. Teir vóru komnir til Føroyar dagin fyri og luttóku eisini á "Mentanarnáttini", men sum sagt høvdu teir konsert leygardagin kl 17:00 í Vesturkirkjuni saman við okkum. Teirra programm var rúgvismikið, heilir 17 sangir - 10 áðrenn pausuna og 7 eftir pausuna. Vit sungu tríggjar sangir Dimmið, Summarkvøld og Sverige einsammallir eftir pausuna, og alt tiltakið endaði við, at allir sungu "Ísland ögrum skorið" og "Þakkarbæn" saman. Vit vóru ikki so væl mannaðir sum vit plaga, men tað var vist okey álíkavæl. Eftir konsertina bjóðaðu vit oman í Öström til eina hugnaløtu við onkrum til matna og okkurt at skola niður við. Um hálvgunntólvtíðina fóru teir á Hotel Hafnia, har teir búðu, tí teir skuldu hava konsert í Klaksvíkar dagin eftir. Fostbræður hevur annars vitja í Føroyum í 1926 á veg heimaftur av konsertferð í Norra, og í 2003, tá teir vóru gestir hjá Klaksvíkar Kommunu.
19. juni 2014
Hósdagin 19. juni vóru fleiri av okkum úti í Sandágerði fyri at syngja fyri til tiltakið »Summarsólstøður«, sum Býráðið hevur skipað fyri í nógv, nógv ár. Vit plaga at møta klokkan trý korter til níggju, og har plagar at vera eitt einmansorkestur og í ár var tað Finnur Koba Jensen. Frásøgumaður var aftur í ár Eyðun á Borg. Sum nakað nýtt sungu vit bert tveir sangir áðrenn Høgni Reistrup helt sína talu, og nakrar fáar áðrenn skótarnir kyndu bálið. Kakkao, bollar, heilsugóður matur, føroyskur dansur, ponnyríðing, - ja, snøgt sagt alt var, sum tað skuldi verða. Vit vóru um átjan mans.
28. juni 2014
Leygarkvøldi 28. juni kl. 00:15 vóru níggju av okkum til tiltakið »Voxbotn«, og tað komst av tí, at bólkurin »Swangah« via facebooksíðuna hjá okkum, spurdi okkum um vit kundu luttaka í einum av løgunum hjá teimum »Undirgangstónar«. Og sjálvandi søgdu vit ja, sjálvt um áheitanin bert kom tveir dagar frammanundan. Síðani var fari at samla nakrar mans saman og síðani var farið at øva ein nýggjan rap-sang heima hjá mær. Bólkurin »Swangah« vóru við til tað síðstu venjingina leygardagin kl 20:00 heima hjá mær, og teir lótu væl at, so kl. 00:15 fóru vit saman við »Swangah« á pall niðri í Voxbotn, og vónandi var tað OK, vit gjørdu í hvussu so er okkara allarbesta - og tað var øgiliga hart. Vit vóru Helgi Nielsen, Peter H. Niclasen, Birgir Krossteig, Jørgin Pauli Johannessen, Mouritz Mohr Martin Petersen, Hugo Samuelsen Mads A. Winther og Bjarni Restorff.
18. juni 2014
Fríggjakvøldi 18. juli vóru níggju av okkum til tiltakið »G«, og tað komst av tí, at bólkurin »Swangah«, sum vit sungu saman við á »Voxbotn«, spurdi okkum um vit kundu luttaka við teimum á »G« í lagnum »Undirgangstónar«. Og sjálvandi søgdu vit ja, sjálvt um fleiri frá »Voxbotn« ikki kundu luttaka. Vi funnu nakrar aðrar mans og so trenaðu vit týsdagin og hósdagin áðrenn. Fríggjadagin kl 20:00 fóru allir úr Havn og møttist í Gøtu kl. 21:00, tá vit fóru oman á Tøting har vit fingu atgongumerkir. Vit høvdu ein generalprøva um 22:30 tíðina og vit sungu umleið kl 00:30 á spæliplássinum. Hvusuu gekk? Tað gekk fínt inntil ein scenumaður stakk eina roykmaskinu upp í gronina á mær, soleiðis at eg mundi doy í royki og fór at hosta - úrslitið var at eg viltist í sanginum í vers 2, men til alla lukku omu vit rætt inn aftur eftir "breakið", og so var sloppið. Gunnar segði, at tað riggaði væl hjá okkum og at Swangah annars var nógv tað besta orkestrið! Aftan á fóru sjey av okkum aftur til Havnar, og við tógvi stríð var eg aftur í Havn kl. 4. Vit vóru Helgi Nielsen, Jón Kragesteen, Áki Davidsen, Jørgin Pauli Johannessen, Mouritz Mohr, Martin Petersen, Hugo Samuelsen Mads A. Winther og Bjarni Restorff. Sera spennandi!!
2. august 2014
Leygarkvøldi 2. august kl. 21:00 møttu rættiliga nógvir mans til ein hálvtrýssára føðingardag, sum bleiv hildin á Hotel Føroyum. Tað vóru hjúnini Niels Winther Poulsen og konan Annika, ið bæði hildu háltrýssára føðingardag fyri umleið 270 gestum, við røðum og undirhaldi millum annað sang Hallelujia Sofus einar tveir sangir, somuleiðis gjørdi Cantabile og Hanus G. Johansen og onkur annar við. Vit skuldu kl 21:25 syngja Summarkvøld hjá Regin Dahl og Kára Bæk og Side by side, Kári Bæk dirigeraði tann fyrra, meðan eg dirigeraði tann seinna, tað var vist OK.
8. august 2014
Fríggjakvøldi 8. august kl. 19:00 møttu nakrir mans í Kommunuskúlanum í Kongagøtu til ein stutta venjing, áðrenn vit skuldu út í Müllers Pakkhús at syngja. Klokkan 20:20 sungu vit fýra sangir í Müllers Pakkhúsi fyri orienteringrennarum úr Wales, Canada, Skotlandi, Australia, Norra, Svøríki, Danmark, Finnlandi og Føroyum. Tiltakinum skipaði Randi Kúrberg, vegna ítrottarfelagið "Hvirlan" fyri, - eini hálfjers fólk vóru við í Müllers. Vit vóru eitt sindur sperdir, tí fleiri vóru í summafrí, og fleiri vóru eisini á Summarfestivalinum í Klaksvík, men við tógvi stríð fingu vit savnað fýra 1. tenorar: Birgir Krossteig, Eivind Emil Joensen, Egon Hansen og Dávid á Brúnni. 2. tenorar: Viggo A. Hansen, Áki Davidsen, Bárður í Bainastovu. 1. bassar: Jákup Wardum, Jónfinn Petursson, Elias Simonsen, Martin Petersen, Suni Rasmussen, stein Fossá. 2. bassar: Andias Reinert, Petur Nielsen, Sjúrður Norðbúð, Jóhan R. Jacobsen og Hugo Samuelsen. Við so lítlari manning, gekk tað barasera væl, at syngja Boðar tú, I østen, Side by side og Sverige. Jákup Wardum var frásøgumaður, og tað riggaði sera væl!
11. august 2014
Mánadagin 11. august hendi tað ótrúðliga, at Dorit Hansen, sum er ritstjóri á NÁM, spurdi um loyvi at brúka tveir sangir hjá Tórshavnar manskóri, "Harra Guð títt dýra navn og æra" og "Boðar tú til allar tjóðir", í einari nýggjari sBók, - tað er ein nettøk, samvirkin útgáva, - í lærugreinini føroyskt á miðnámi. Sjálvandi bleiv givið loyvi til tess. Her eru tvær myndir av teimum aktuellu støðunum í sBókini:
23. august 2014
Leygardagin 23. kl. 20:30 møttu allir menn úr Manskórinum, sum kundu, uppi í kjallaranum í Gamla Svimjihylinum (Bortennisfelagið og Badtmintonfelagið heldur til har). Vit hitaðu upp og øvaðu tríggjar sangir Dimmið, Kom du ljuva og Side by side, og síðani fóru vit til gongu yvir í HB-húsið, har Erla Mikkelsen helt hálvtrýssára føðingardag fyri umleið 180 gestum. Eyvind Emil Joensen, maður hennarar og einum av okkara sangarum, hevði biðið okkum um at syngja fyri henni kl. 21:30 og tað gjørdu vit fegnir, men, sum so oftani fyrr, so helt tíðin ikki reiðuliga, so vit sluppu ikki framat fyrr enn 21:50 tá gemalurin hevði hildið sína røðu. Tá fóru vit inn at syngja fyrrnevndu sangir, og eg helt, at tað gekk væl! Í hvussu so er vóru tey eg tosaði við væl nøgd. Uppmøtingim var av tí besta: 2. bassar vóru Johan R Jacobsen, Michael Kjøller Jacobæus, Sjúrður Norðbúð, Mads A. Winther, Andrias Reinert, Petur Nielsen, Petur Petersen og Hugo Samuelsen. 1. bassar vóru Jónfinn Petursson, Elias Simonsen, Georg Egholm, Suni Rasmussen, Stein Fossá, Jákup Wardum, Christian Kruse, Kenneth Samuelsen, Jón Kragesteenog Martin Petersen 2. tenorar vóru Áki Davidsen, Viggo A. Hansen, Høgni Mikkelsen, Bárður í Bajanstovu og Sveinur Tróndarson.20. september 2014
Leygardagin 20. september kl. 19:45 møttu allir menn úr Manskórinum, sum kundu, uppi í Kommunuskílanum í Kongagøtu fyri at hita upp, tí kl 20:30 skuldu vit syngja í Sjónleikarhúsinum fyri Elin Næss og Finbjørn, sum bæði hildu sín trýss ára føðingardag, fyri vinum og kenningum, har.Vit vóru bidnir, at syngja, so vit sungu eina tríggjar sangir fyri selskapinum, og eg vóni, at tey vóru væl nøgd. Eini 100 gestir vóru í Sjónleikarhúsinum. Av óvart fekk eg, at vita, at Sveinur Tróndarson helt sín hálvtrýss ára føðingardag uppi á Sandvíkarhjalla 7 A fyri innbodnum. Meiningin var, at eingin skuldi vita av okkum, men tað bar ikki rættiliga til tí bygningurin er tað bera glas. Men vit fóru inn og sungu tveir sangir fyri skaranum, sum taldi um 170 fólk. Tað gekk bara væl, og vónandi vóru fólk nøgd. Uppmøtingin í kórinum var sera góð. Kl 21:30 var eg heima aftur.4. oktober 2014
Leygardagin 4. oktober eitt sindur áðrenn kl. 11 ringdi Helgi Nielsen til mín, hann spurdi meg um vit kundu syngja til eitt brúdleyp í býráðsalinum kl 14:15 sama dag. Hann segði at Kenneth Samuelsen hevði spurt um tað kundi latað seg gera. Eg helt at freistin var nakað stutt, men eg segði at eg kundi ringja til 2. tenorar og 2. bassar, um hann kundi ringjað til 1. tenorar og 1. bassar alt fyri eitt. Eitt sindur áðrenn døgurðatíð høvdu vit fingið samla eitt lítið kór: Birgir Krosteig, Jógvan Elias Winther Poulsen og Helgi Nielsen. Áki Davidsen og Kári Justinussen. Kenneth Samuelsen og Jákup Wardum. Mads A. Winther, Sjúrður Norðbúð, Niels Hóvshólm og eg. Vit møttu á Frúutrøð kl 13:45, hitaðu upp fóru síðani oman í býráðssalin har vit sungu "Kom du ljuva" og "Side by side" fyri brúðarparinum kl. 14:10. Tað var vist OK. Brúðarparið var Durita Kristoffersen úr Vestmanna og ein serbi úr Serbia.18. oktober 2014
Leygardagin 18. oktober kl. 12:45 møttust allir úr manskórinum, sum kundu, á Frúutrøð at venja. Grundin til hetta var, at Michael Jacobæus, sum syngur við í kórinum, hevði ein døgurða fyri vinum og kenningum uppi á Hotel Føroyum, í sambandi við at hann sjálvur fylti trýss mikudagin tann 15. oktober og at eitt abbabarn, fríggjadagin 17. oktober, varð blivið doypt úti Vesturkirkjuni. Vit sungu kl. 13:35 tríggjar sangir "I østen", "Gübben hann er gammal" og "Side by side" fyri selskapinum uppi á Hotel Føroyum, og uppmøtingin var sera góð, einir 30 mans . Sangurin gekk heilt OK.10. november 2014
Mánadagin 10. november kl. 12:00 møttu nakrir av limunum í Tórshavnar Manskóri í Vesturkirkjuni fyri at hita upp og øva "Dýrd á vík og vág". Tað var tí, at Torbjørn Poulsen andaðist fríggjadagin 7. oktober og skuldi fara úr Vesturkirkjuni kl 13:00 í dag 10. oktober. Familjan ynksti at vit sungu Dýrd á vík og vág, og tað gjørdu vit so, meðan vit eisini stuðlaðu sanginum bæði í kirkjuni og á grøvini. Henda dagin var Hanus Joensen leiðari hjá monnunum samstundis, sum hann eisini var organistur. Sangurin gekk vist væl undir leiðsluni hjá Hanussi. Teir vóru ikki so nógvir: Birgir, Bent Tommy, Jógvan Elias, Dánjal Davidsen, àki Davidsen Høgni Højgaard Jørgin Pauli Ole Jensen, Georg, Martin, Hugo, Petur P, Mads, Sjúrður, Brynjálvur og Jóhan R. J.20. november 2014
Hósdagin 20. november kl. 20:00 møttu nakrir av limunum í Tórshavnar Manskóri í Kommunuskúlanum í Kongagøtu fyri at hita upp og øva nakrar sangir, tí vit skuldu út at syngja eitt sindur seinni. Sangirnir, sum vit øvaðu vóru "Love Me tender", "Kom du ljuva", "Side by side","Eg minnist úr gomlum søgum", "Kom drekkið vínreyga skál" og "Eg rósu upp sá næla". Síðani fóru vit oman til advokatarnar har allir advokatskrivararnir í Havnini vóru samlaðir til eina hugnaløtu, sum advokatskrivarnir á Frúutrøð í ár skipaði fyri. Løtan var vist góð, tí Hanus Joensen helt fyrst eina mergjaða røðu fyri "damunum" áðrenn hann fór í holt við at dirigera teir 6 sangirnar, sum mennirnir sungu. Sangararnir, sum vóru við vóru: Jógvan Elias Winther Poulsen, Helgi Nielsen, Oskár Eiriksson og Birgir Krossteig. Kjartan Mohr og Áki Davidsen. Suni Rasmussen, Jákup Wardum (hann sang solo í Love Me tender), Christian Kruse, Martin Petersen og Sjúrður Johansen. Sjúrður Norðbúð, Christian Andreasen (hann spældi guitar í "Eg minnist úr gomlum søgum"), Brynjálvur Johansen, Niels Hovshólm og Hugo Samuelsen.21. november 2014
Fríggjadagin 21. november kl. 19:45 møttu so nógvir í manskórinum, sum kundu møta upp, á Frúutrøð, fyri at hita upp og øva nakrar sangir, tí vit skuldu út at syngja fyri fólki eitt sindur seinni. Sangirnir, sum vit øvaðu vóru "Føroyar mítt land", "Love Me tender" (Jákup Wardum sang solo), "Kom du ljuva" og "Side by side". Síðani fóru vit kl 21:30 oman á Parnassið á Hotel Hafnia, har vit sungu fyri brúðarparinum Alina og Jóan Pauli Jespersen, sum blivu vígd í kirkjuni fyrr um dagin. Løtan var vist góð, tí tey klappaðu í hvussu so er óført.22. november 2014
Leygardagin 22. november kl. 19:45 møttu so nógvir mans úr manskórinum, sum kundu møta upp, á Frúutrøð, fyri at hita upp og øva nakrar sangir, tí vit skuldu syngja til eitt jólaborðhald eina løtu seinni. Sangirnir, sum vit øvaðu vóru "Love Me tender" (Jákup Wardum sang solo), "Kom du ljuva", "Side by side" og "Mighty Quinn" (Birgir Krossteig sang solo). Síðani fóru vit kl 21:40 út á Sendistovuna, har NEMA skipaði fyri jólaborðhaldi fyri øllum sínum starvsfólki í samtakinum, og har var vist nógv undirhald á skránni, men vit vóru so fyrstir. Har var skemt, Hanus Johansen og vist mangt annað! Eg haldi, at tað gekk væl.27. november 2014
Hósdagin 27. november kl. 18:30 møttu nakrir mans á Frúutrøð fyri at øva. Orsøkin var, at okkara sangari Viggo A. Hansen, sum býr úti við Jóannes Paturssonargøtu, fylti 70 ár. Føðingardagurin varð hildin heima saman við familjuni, og av tí at har ikki er nógv pláss vóru vit bert: Poul Müller, Birgir Krossteig og Peter H. Niclasen. Áki Davidsen og Høgni Mikkelsen. Jónfinn Petursson, Kenneth Samuelsen og Martin Petersen. Mads Winther, Petur Nielsen, Petur Petersen, Hugo Samuelsen og so Bjarni. Sangurin gekk hampuliga, og Viggo var blíður.6. desember 2014
Leygardagin 6. desember kl. 13:00 møttu fleiri mans í Vesturkirkjuni fyri at syngja til eina jarðarferð. Tað var Otto Reinert, bróður Anrias Reinert, sum hevur sungið við okkum, sum fór úr Vesturkirkjuni tann dagin. Otto hevur í nógv ár verið á Lágargarði har vit hava sungið fyri honum jólaaftan, og tað dámdi honum væl, og sonur hansara Oddur vildi gjarna hava okkum at syngja einar tveir sangir í kirkjuni, og tað gjørdu vit. Vit sungu "Eg rósu upp sá næla" og "Boðar tú til allar tjóðir" og tað gekk vist væl. Teir sum kundu fara út á grøvuna gjørdu tað.7. desember 2014
Sunnudagin 7. desember kl. 13:00 møttu allir mans uppi í Norðurlandahúsinum, tí bussurin hjá Mogens Wraae fór avstað kl 13:00 til Gøtu har vit saman við kórinum Eystanljóð og Eivør skuldu hava skuldu hava okkara Jólakonsert í Gøtu kirkju. Vit vóru í Gøtu eitt sindu yvir kl 14:00 og har alt møguligt gott var at fáa: Kaffe, kakur, breyð og annað. Vit hitaðu upp eina løtu, og øvaðu eitt sindur fyri okkum sjálvar og saman við Eivør og Árna Hansen, sum spældi klaver hjá okkum. Klokkan 16:00 rindu klokkurnar og konsertin byrjaði við eini inngangsbøn og einum præludium, sum Leif Hansen spældi. Konsertin vardi umleið hálvanannan tíma við øllum, men hon var ongantíð keðilig sjálvt um konsertin var so long. Gøtu kirkja var stúgvandi full, og øll - haldi eg - vóru væl nøgd tá tey fóru til hús!!!!!! Her sýggja tit skránna:7. desember 2014
Sunnudagin 7. desember kl. 20:00 endurtóku vit tað somu konsertina, sum vit høvdu í Gøtu kirkju, í Vesturkirkjuni. Har var alt tað sama: Eivør var har, Martin Restorff Jacobsen og Árni Hansen vóru har, Arnold Ludvig og Jónas Bloch vóru har, Leif Hansen og Hanus Joensen vóru har, Tórshavnar Manskór og Eystanljóð vóru eisini har. Snøgt sagt var alt tað sama uttan tó: Julia sum læs inn- og útgangsbønina í Gøtu kirkjun var skift út við Hera Joensen, og vit høvdu okkara buss og tey høvdu sín egna buss. Konsertin gekk sera væl og Vesturkirkjan var í stúgvandi full við fólki, - minst 800 fólk - sum øll fóru væl nøgd til hús. Konsertin vardi umleið ein tíma og 25 minuttir. Beint eftir konsertina fóru vit øll oman til Kjartan har vit fingu okkurt til hálsin og eftir tað fóru gøtufólkini norður aftur við bussinum, meðan vit sótu eina løtu afturat. Konsertin í Havn bleiv tikin upp, tað var Jón Jensen, sum tók hana upp. Vit fingu eisini Martin Sirkovsky at taka nakrar myndir fyri okkum. Eitt herligur dagur!!!! Her sýggja tit skránna:Her eru nakrar myndir frá Jólakonserini í Vesturkirkjuni, sum Martin Sirkovsky hevur tikið:
{flickr set=72157649784604625 photo=7}
Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!
19. desember 2014
Fríggjakvøldið 19. desember kl. 19:15 møttu allir, sum kundu, upp í REX, tað er gamla veitsluhøllin í Havnar Klubba. Vit hitaðu upp eina løtu, sungu nakrar sangir, og tá klokkan nærkaðist átta fóru vit uppá í Havnar Klubba at syngja fyri øllum limunum, sum vóru møttir upp til hugnaløtuna. Uppmøtingin til hesa hugnaløtu við Gløgg var sera góð. Manskórið sang, - eftir at Poul Hansen hevði bjoða okkum vælkomnum, - í ein hálvan tíma ella so, við alskyns viðmerkingum. Poul Hansen takkaði fyri, og vit kundu fáa okkum eina øl ella gløgg og okkurt afturvið. Ein deilig løta inntil klokkan tólv. Vit sungu: Maria var moyggin, Eg rósu upp sá næla, Gleðilig jól, Snjólýsi, Kyrie, Kom drekkið vínreyga skál við mær, Love me tender (Jákup Wardum sang solo) Side by side, Mighty Quinn og Kom du ljuva.24. desember 2014
Mikudagin 24. desember kl. 13:30, sungu vit sum vanligt á Lágargarði til Guðstænastuna, sum Lágargarður plagar, at hava jólaftan, fyri familju og kenningum. Fyrst segði fyristøðukvinnan nøkur orð, síðani segði borgmeistarin, Heðin Mortensen, nøkur orð og tástani tá slapp prestur, Theodor Olsen, framat við jólagleðiboðskapinum. Við orglið sat Ívar Iversen. Manskórið sang Maria var moyggin, Eg rósu upp sá næla, Gleðilig jól, Snjólýsi, Love Me tender (Jákup Wardum sang solo) og Side by side. Eftir tað var Jólatræ fyri børnunum áðrenn búfólkið fór inn á eindirnar við sínari familju til ein drekkamunn. Vit, 37 mans fingu eisini ein drekkamunn.29. desember 2014
Mánadagin 29. desember kl. 13:00 sungu vit í Vesturkrkjuni til jarðarferðina hjá Elni Hansen fødd Tausen. Maður hennara Viggo A. Hansen, sum syngur við í Tórshavnar Manskóri, spurdi um vit kundu skipað fyri sanginum, og tað gjørdu vit. Vit sungu kórsangin "Eg rósu upp sá næla" áðrenn Heri Joensen helt sína prædiku, og vit sungu "Boðar tú til allar tjóðir" eftir prædikuna. Sangurin gekk eftir minum tykki væl, - onkur helt at sangurin var ov spakur. Vit stuðlaðu felagssanginum bæði í kirkjuni og úti á grøvini. Eftir jarðarferðina skuldu fleiri av okkum syngja í nýggjárskórinum á læraraskúlanum frá kl. 14:00 til kl. 17:00, so har var eitt sindur tepurt við tíð.29. desember 2014
Mánadagin 29. desember kl 21:15 møttu allir menninir, sum kundu á Hotel Føroyum, har stór veitsla varð hildin. Tað var Ati Gregersen og konan, Eydna, sum hildu silvurbrúdleyp fyri vinum og kenningum, og har vóru um 400 fólk boðin við. Har var nógv undirhald, millum annað var Lena & Niclas har, Guðrið Hansdóttir var har, og sjálvandi vóru vit eisini har. Vit sungu kl. 22:05 fýra sangir: "Boðar tú", "Love me tender" (Jákup Wardum sang solo) "Kom du ljuva" og til síðst sungu vit "Side by side". Eftir tað ynkstu vit brúðarparinum tillukku og vit takkaðu fyri okkum. Sangurin var vist á góðari leið (ein dama sendi henda teldupostin: Takk fyri sera góðan sang í gjárakvøldið til silvurbrúdleypið hjá Atla og Eydnu. Vit vóru mong ið hildu at tað ljóðaði heilt fantastiskt), Hans Andor Johannesen skipaði fyri tí tekniska (mikrofonir og annað), meðan Árni Gregersen var toastmeistari. Samanumtikið ein langur, men góður mánadagur.
Tiltøk í 2015
3. januar 2015
Tann 3. januar kl. 13:00 sungu vit í Ólavskirkjuni í Kirkjubø til eina jarðarferð. Tað var Ólavur Dalsgarð sum fór úr kirkjuni. Hann var við Tórshavnar Manskóri av fyrstani tíð, tað vil siga, at hann er við á tí fyrstu myndini frá 1987, og enntá sang hann saman við Johan R. Jacobsen eisini við í Havnar Manskóri undir Gunnar Mikkelsen inntil 1956-57. Familjan vildi hava okkum at syngja, so tað gjørdi vit fegnir, men av tí, at Ólavskirkjan er lítil noyddist eg at velja tíggju sangarar burturúr, og teir vóru; Hans Pauli, Egon, Peter, Áki, Kjartan, Suni, Kenneth, Petur, Hugo og Niels. Av hesum vóru Egon og Niels eisini við á tí fyrstu myndini av Tórshavnr Manskóri saman við Ólavi, meðan hinir komu við stutt eftir. Kórið Sólamagn sang fyrst eitt præludium, síðani blivu tveir sálmar sungnir, síðani helt Heri prestur sína prædiku, síðani sungu vit "Eg rósu upp sá næla" og "Boðar tú til allar tjóðir", síðani segði Bergur Arnbjarnarson nøkur orð, síðani sungu vit tveir sálmar áðrenn kistan bleiv borðin út og oman í kirkjugarðin. Sangurin hjá okkum riggaði bara væl.
23. januar 2015
Fríggjadagin 23. januar kl. 20:30 møttu so nógvir sum kundu á Frúutrøð fyri at hita upp og øva eitt sindur: "Gübben hann är gammal", "Boðar tú til alar tjóðir", "Love me tender" og "Side by side". Orsøkin var, at vit seinni tvs. kl. 21:00 skuldu niðan á Sólteig har Stein Fossá og konan Mortina búgva, tað er á Lützenstrøð. Stein fylti trýss, og kona hansara bað okkum koma at syngja fyri honum og teim innbodnu gestunum, og tað gjørdu vit so. Uppmøtingin var sera góð og sangurin gekk væl, kanska uttan "Gübben är gammal" tí vit stóðu ov illa í tí lítla køkinum. Stein sigur, at tað skal hann nokk gera nakað við!!!!
7. februar 2015
Leygardagin 7. februar kl. 19:00 høvdu vit okkara ársveitslu í HB-húsinum. Petur Petersen, Jógvan Elias Winther Poulsen og Sjúrður Johannesen skipaðu fyri við mati frá Oddvør Skarðhamar: laksasúpan, seyðakjøt og dessert, - fantastiskur matur og fantastiskt undirhald. Karl Martin Samelsen's trio spældi til dans, ogtað riggaði væl. Veitslan endaði kl. 5 - 6 um morgunin!!!
10. februar 2015
Týsdagin 10. februar kl. 18:30 møttu allir, sum kundu,uppi við Norðurlandahúsið. Orsøkin var tann, at Mogens Wraae stóð har við bussinum hjá sær og bíðaði eftir okkum. Hann skuldi koyra okkum til Fuglafjarðar Mentanarhús har stórur 70 ára føðingardagur hjá Signar á Brúnni. Har vóru í hvussu so er ein fullur konsertsalur við minst 250 gestum. David á Brúnni hevði lokka okkum í kolandi stormi noður at syngja fyri honum og tað gjørdu vit so. Vit hitaðu upp á John's Cafee og so fóru vit yvir í Mentanarhúsið at syngja, vit stóðu líkasum á balkonuni og sungu niður á gestirnar og høvdu vit ikki verið so nógvir, so hevði tað nokk ikki gingið so væl sum tað gjørdi. Vit sungu "Boðar tú....", "Love Me tender", "Kom du ljuva" og "Side by side" og síðstnevndi endar við einum braki!!!!!
14. februar 2015
Leygardagin 14. februar klokkan 19:10 sungu vit, - so gott sum allir menninir -, uppi á Hotel Føroyum til frama fyri krabbamein rakt børn í Føroyum. Tiltakið var skipað á tann hátt, at Juice producenturin Rynkeby, sum í staðin fyri at brúka pening til vanligar reklamur, brúkar peningin til krabbarakt børn, og á henda hátt sláa teir "tvær flugur við eitt smekk", tí miðlaheimurin fylgir Rynkeby óansæð hvat, í jagstranini eftir tíðindum, og í hesum føri skipaðu teir fyri einum Galladøgurða uppi á Hotellinum við vælkomsti, forrætti, høvuðsrætti, dessert og kaffe. Umframt var ein ørgrynna av undirhaldi: millum annað undirhelt Jóhannes Andreasen og Operasangarin Ernst Sondum Dalsgarð og fleiri. Á Hotellinum vórðu um 210 kuvertar seldir fyri 1.250,- kr. hvør, og peningurin fór allir óskerdir til børn við krabbameini. Tað var í hesum samahangi at vit sungu tríggjar sangir í forhøllini, tá gestirnir fingu ein vælkomstdrink. Tað eydnaðist væl og eg haldi, at fólk vóru glað. Síðani fóru vit til Havnar aftur við bussinum hjá Mogens Wraae. Myndirnar hava vit fingi frá Team Rynkeby.
7. mars 2015
Leygardagin 7. mars kl. 19:15 møttu allir, sum kundu, yviri hjá Birgir Krossteig í Jónas Broncksgøtu. Har hitaðu vit upp, og tóku nakrar sangir ígjøgnum, tí vit skuldu niðan á Fróðskaparsetrið (gamli bygningurin hjá Tummas Dam) at syngja fyri Jørgin Meitilberg, sum helt sín 40 ára føðingardag fyri vinum og kenningum á niðastu hædd. Tað var eitt rættiligt mannfólkaball, tí har var einki konufólk at síggja nú dagin fyri altjóða kvinnudagin 8. mars. Vit sungu fýra sangir fyri honum, og hann(Jørgin) var væl nøgdur. Vit sungu "Gübben er gammal", "Boðar tú..", "Side by side" og Mighty Quinn fyri eini 40 fólkum.
21. mars 2015
Leygardagin 21. mars kl. 12:00 vóru allir úr Tórhavnar Manskóri, sum kundu, møttir uppi í HB-húsinum. Grundin til tess, var, at inkarneraði HB-arin Heri Mohr tann dagin helt sín 90-ára føðingardag, fyri vinum og kenningum, og sjálvandi í HB-húsinum. Vit blivu spurdir um vit vildu syngja nakar sangir á hátíðardegi hansara klokkan 12:30, og tað gjørdu vit so. Vit sungu fýra sangir "Gübben är gammal", "Føroyar mítt land", "Ódn" og "Side by side". Nummar 2 og 3 hevði Jnaus Djurhuus yrkt og tað var passandi, tí Janus Djurhuus var gubbi Hera Mohr. Eg haldi at tað riggaði bara væl í tí fullsetta HB-húsinum.
22. mars 2015
Sunnudagin 22. mars kl. 20:15 møttu allir í manskórinum, sum kundu, uppi á Hotel Føroyum. Grundin var, at eitt amerikansk ferðalið var komið til Føroyar fyri at hyggja at sólamyrkingina og tey vildu so upplivað okkurt annað eisini. Fyri okkurt um trimum árum síðani blivu vit bílagdir til hetta høvið. Vit Sungu nakrar manskórssangir fyri teimum: eitt nú Føroyar mítt land og Jarðareyga, sum Kári Bæk dirigeraði og til síðst sungu vit Side by side. Vit vóru væl mannaðir til hetta borðhaldið, tí vóru um 40 mans í føroyskum búna, og at enda tók Mads Andreas Winther "Flóðin Bænadiktson" og fólkini úr California og teir fýra úr Australia vóru so sera glað øll somul. Fyriskiparin Sonja Johannesen segði aftaná:"Tey vóru púra vekk í tykkum, og spurdu eftir fløgum osv. / Ordiliga stuttligt opplivilsi bæði fyri tey, og okkum fyriskiparar. Og vónandi eisini fyri tykkum :) Takk fyri!"
29. mars 2015
Sunnudagin 29. mars kl. 11:15 sungu nakrir av okkum uppi hjá Mogens Wraae í Óluvugøtu, tí tey (brúðarparið) hevði diamanbrúdleyp. Tað var eitt "morgunparty" ella brunch - frá kl 10 av - bert fyri tey nærmastu. Klokkan skifti til summartíð, men háðast tað (vit fingu ein tíma minni), so sungu vit "Boðar tú", "I østen stiger solen op", "Kom du ljuva" og "Side by side" fyri teimum og eg haldi, at tey vóru glað fyri tað. Av tí at pláss ikki var fyri øllum manskórinum, bað eg Birgir, Helga, Peter, Jógvan Elias, Høgna M., Áka, Kenneth, Martin, Stein, Mads, Kaj, Petur og Hugo um at syngja, og tað gjørdu teir so.
2. apríl 2015
Skírisdag 2. apríl kl 16:00 hevði Tórshavnar Manskór konsert í Sandavágs kirkju, sum Magnus á Kamarinum hevur bygt. Til konsertina vóru komin rættiliga fitt av fólki og kórið var eisini væl mannað, og tó, - Kjartan Mohr, Áki Davidsen og Høgni Mikkelsen og Høgni Højgaard manglaðu í øðrum tenorunum, so har var eitt øgiligt mannfall. Men tað gekk bara væl hjá teimum, sum møttu upp. Fyrst bleiv ringt inn, síðani bjóðaði Inga Dam prestur okkum øllum vælkomnum og bað eina inngangsbøn. Eftir tað dirigeraði Kári Bæk "I østen stiger solen op" og "Stíg seggur oman Golgata", Síðani dirigeraði Bjarni "Lux Aurumgue" og "Jeg vil mig Herren love" og Peter H. Niclasen sang solo í báðum sangunum. Síðani stjórnaði Kári Bæk "Páskamorgun" og "Angus Dei", í síðstnevnda sanginum sang Peter Niclasen aftur solo, meðan Bjarni royndi at navigera millum teir hvítu og svørtu tangentarnar á klaverinum. Síðani hugleiddi Marjun Kálvalíð um páskirnar áðrenn Tórshavnar Manskóri sang "Kyrie" og "die Nacht" við Bjarna, sum dirigenti. Teir síðstu sangirnar: "Sommarpsalm", "Summarkvøld" og "Jarðareyga" dirigeraði Kári Bæk. So var konsertin fyri so vítt liðug, men vit skuldu líka hava eina útgangsbøn og biðisløgini við áðrenn vit Kári og eg endaðu við sanginum "I furuskogen" og "Side by side". Fólk fóru væl nøgd heim at fáa sær náttura! Mogens Wraae, sum koyrdi okkum aftur og framm við bussi sínum.
14. apríl 2015
Týsdagin 14. apríl kl 13:00 møttu so nógvir úr Manskórinum, sum kundu, til eina jarðarferð úr Vesturkirkjuni. Tað var Anna Poulina Davidsen, mamma Áka Davidsen, sum henda dagin bleiv jarðað. Áki, sum syngur við í Manskórinum, spurdi, um vit kundu syngja onkran sang og stuðla sanginum í kirkjuni og á grøvini, og tað gjørdu vit so. Kári Bæk dirigeraði Jarðareyga uppi við orglinum, og tað var vist OK! Úti á grøvini var sum vanligt nógvur vindur, og vit vóru enntá so hepnir at tað ikki fór at pissa niður fyrr enn presturin Heri Joensen hevði sagt AMEN.
16. apríl 2015
Hósdagin 16. apríl kl 18:15 møttu vit í húsinum hjá SMS á Tinghúsvegnum, har vit hitaðau upp eina løtu áårenn vit skuldu í SMS fyri at syngja nakrar "maskulinar" sangir á pallinum har. Har var ikki so nógv fólk komin kl 19:00 so vit spurdu um vit kundu fara upp í trappuna at syngja. Vit loyvi til tess og kl 19:10 sungu vit einar fimm sangir í trappuni, teir vóru "Føroyar mítt land", "Eg minnist úr gomlum søgum", "Jarðareyga", "Love me Tender" og "Side by side", Jákup Wardum sang solo í "Love me Tender" og Høgni Mikkelsen spældi guitar í "Eg minnist úr gomlum søgum". Tað ljóðar heilt væl at syngja í trappuni í SMS, og tað søgdu tey í vóru har eisini.
18. apríl 2015
Leygardagin 18. apríl kl 11:00 møtti manskórið til ljóðroynd í Eysturskúlanum. Tað er nemliga so, at tann árliga kórstevnan, varð umskipað eitt sindur, og hevur fingið navnið "kórfestivalurin" 2015, vardi bara henda dagin, prøvarnir vóru við 11 tíðina, felagsvenjingin við 13 tíðina, meðan konsertin var kl. 16:00 tíðina. Vit stóðu á programminum sum nr. trý, og vit sungu "Alta trinita beata" meðan vit gingu inn, síðani "Lux aurumque" (Peter H. Niclasen sang solo), "Kung liljekonvalje" og "Jarðareyga", Bjarni dirigeraði báðar teir fyrstu og Kári Bæk dirigeraði teir báðar seinnu, og tað gekk bara heilt væl, sjálvt um vit vóru illa mannaðir í fyrstu tenorunum, nakrir fyrstu tenorar høvdu meldað avboð, meðan onkur slettis ikki møtti upp. Um kórstevnuna kann sigast at fyriskipararnir høvdu lagt tríggjar kappingar inn í stevnuna, sum eg ikki haldi vóru væl umhugsaðar, uttan tann eina har musikkurin varð prioriteraður fyrst. Veitslan var úti í róðrarneystinum á Argjum og skuldi byrja kl 18:30, men tað var ikki hugsingur um, tí konsertin var ikki liðug tá, so tey flestu komu til veitsluna ein tíma seinni, veitslan var vist góð.
24. apríl 2015
Fríggjadagin 24. apríl kl 15:15 møttu teir flestu í manskórinum úti hjá Blika (har sum Føroya Bjór er) fyri at hita upp og líka taka onkran sang ígjøgnum áðrenn vit gingu yvir í Mykinesgøtu. Orsøkin var tann, at Bárður Simonsen fyri langari tíð síðani spurdi um vit kundu syngja tá Sveisingahandilin og Fønix alment løgdu saman í eina fyritøku, og tað gjørdu vit so. Vit sungu fýra sangir Ódn, Eg minnist úr gomlum søgum, Jarðareyga og Side by side og tað gekk vist væl. Vit vóru nokk so væl mannaðir (tó ikki í 1. tenorunum) tá hugsað verður um, at sungið varð mitt í arbeiðstíð!! Minnist eg rætt vóru 1. tenorarnir hesir: Egon, Eyvind Emil, Dávid, Jóan Pauli. 2. tenor: Jørgin, Kjartan, Áki, Høgni Mikkelsen, Bárður. 1 Bassar: Jónfinn, Christian, Elias, Georg, Martin. 2. Bassar: Andrias, Mads, Petur Petersen, Hugo, Hanus Joensen, Sjúrður Norðbúð og Jacobæus. Har var nógv fólk møtt upp til góðan mat og eina "mini" konsert, har Hallur Joensen, Kristina Bærentsen og vit sungu. Sum sagt var maturin ótrúliga lekkur og umframt helt Hera Joensen prestur eina góða røðu afturvið.
28. apríl 2015
Týsdagin 28. apríl kl 15:30 møttu átta av okkum úti í kappellinum á Landsskjútrahúsinum fyri at hita upp, teir vóru Bjarni, Mads, Elias, Jónfinn, Áki, Høgni Mikkelsen, Jógvan Elias, Mouritz og Helgi Nielsen, sum fekk okkum at syngja sangin "Boðar tú…" fyri einari 51 ára ungari kvinnu (Sólvá Reynskor Hansen) úr Sørvági, sum fór úr Kappellinum kl 16:00. Tað var ein syrgilig løta, og ikki minni syrgilig tá Bergur Joensen, prestur, hevði sagt nøkur orð. Vit gjørdu tað so gott, sum vit kundu, og tað var vist ikki vánaligt.
30. apríl 2015
Hósdagin 30. apríl kl 12:50 sungu nakrir av okkum uppi á Hotel Føroyum fyri Jóan Paula Joensen, professarar, sum tá fylti 70 ár. Annikka Sølvará spurdu um vit kundu syngja fyri Jóan Paula til eina høgtíðsløtu við einum góðum bita, og hon vildi hava "Matlepan" sungnan, tí Jóan Pauli eisini gav samstundis, sum hann fylti, eina bók út um Føroyska Matmentan við heitinum Ból og biti. Vit sungu "Matlepan", "Boðar tú til allar tjóðir", "Eg minnist úr gomlum søgum" og "Side by side". Teir, sum sungu vóru Bent Tommy, Hans Pauli, Helgi, Áki, Kjartan, Elias, Stein, Christian Kruse, Mads, Christian Andreasen (spældi guittar), Andrias og Hugo. Tað gekk vist útmerka, burturfrá at samkoman larmaði nakað illa, tí tey vóru ótolin (talurnar vóru nakað drúgvar og fólk høvdu fingið ríkiligt niðurum) at fáa okkurt at eta
30. apríl 2015
Hósdagin 30. apríl kl 13:00 sungu fleiri av okkum til eina jarðarferð hjá Hannufíu Næs (Jóhanna Sofía Jacobsen úr Fugloy), sum fór úr Vesturkirkjuni. Egon Hansen Jón Kragesteen, Sjúrður Norðbúð, Hendrik Akurstein, Jóhan Petur Johansen skipaðu fyri sanginum í kirkjuni. Tá Presturin Heri Joensen helt prædikuna komu vit fýra við: Hugo, Bjarni, Kjartan og Helgi, Á grøvini sungu vit fyri, og tað var vist OK.
30. apríl 2015
Hósdagin 30. apríl kl 15:45 sungu vit fyri triðju ferð sama dag. Hesaferð var tað á Öström har J & k Petersen hildu sítt 40 ára hald. Har var, sum til hinu tiltøkini, stúgvandi fult av fólki, har vórðu røður hildnar, filmar blivu vístir og massar av musikki, milum annað spældi Hallur Joensen og makkarin hjá honum. Vit sluppu eisini í part. Vit sungu "Matlepan", "Eg minnist úr gomlum søgum" og "Side by side". Teir, sum sungu vóru Bent Tommy, Hans Pauli, Helgi, Áki, Kjartan, Elias, Stein, Christian Kruse, Mads, Christian Andreasen (spældu guittar), Andrias og Hugo. Tað gekk vist útmerka. Fólk vóru glað, tí har var alt møguligt gott at fáa.
2. mai 2015
Leygardagin 2. mai kl 21:00 møttu nógv teir lestu menninir á Frúutrøð, minnast skal á, tað vóru nógv tiltøk í býnum annars: "Meðan vit bíða" minst tvey brúdleyp, "Showmenn" og alt møguligt annað. Vit hitaðu upp og tóku nakrar sangir ígjøgnum, og síðani fóru vit niðan í B36-húsið, har J & K Petersen hevði teirra 40-ára hátíðarveitslu fyri felagnum og starvsfólkum (Tað bleiv sagt at 140 fólk fóru at koma í veitslu, men eitt er sikkurt, og tað er, at har vóru minst 210 fólk, tí har var sera, sera trongt) . Vit vóru bidnir um at syngja nakar sangir og tað gjørdu vit so: "Ódn", "Love me tender" og "Mighty Quinn", solistar vóru Jákup Wardum. Mouritz Mohr og Birgir Krossteig. Sangurin gekk væl og tey nógvu fólkini klappaðu óført.
14. mai 2015
Hósdagin 14. mai kl 20:15 møttu nakrir fáir mans á Frúutrøð, har vit hitaðu upp og sungu nakrar sangir. Tað var Mouritz Mohr, sum bað okkum koma at syngja fyri innbodnum gestum hjá MEST í sambandi við sølustevnuna Atlantic Fair 2015, sum varð hildið í døgunum 12. til 14. mai í Klaksvík, har MEST eisini luttók. Viðskiftafólkini hjá MEST, bæði føroysk og útlendsk, vórðu boðin til ein betri bita í Roykstovuni í Kirkjubø, og av tí at plásstrot er í Roykstovuni vóru vit bert 14. mans: Birgir, Mouritz, Jógvan Elias, Áki, Kjartan við sínum guitara, Óli Jákup, Kenneth, Jákup, Mads, Andrias, Hugo, Petur N., Christian og eg. Vit sungu "Sangerhilsen", "I østen stiger solen op", "Eg minnist úr gomlum søgum" og "Side by side". Sjálvt um tað var trongt so haldi eg at tað gekk væl, og sum Mouritz sigur: Innslagið hjá manskórinum var sera væl umtókt, tað fekk eg hetta at vita fleiri ferðir um kvøldið.
16. mai 2015
Leygardagin 16. mai kl 20:30 møttu allir menninir, sum kundu, á Frúutrøð, har vit hitaðu upp og øvaðu nakrar sangir. Orsøkin var, at Eyð Strøm vildi hava okkum oman í húsið hjá Bátafelagnum í Havn at syngja fyri mammu síni, Beintu Danielsen, sum helt sín trýss ára føðingar dag fyri vinum og kennigum har. At vit skuldu syngja, komst av at vit í 1990 sungu tríggjar sangir afturvið einari fimleikaseriu hjá táverandi Grand Prix liðnum hjá Havnar Fimleikafelag. Seriurnar, sum vóru sera flottar, hevði Beinta gjørt til sangirnar "My Evalaine", "Last Supper" og "Joshua fit de Battle ob Jericho", í síðstnevnda sang Andrias Reinert solo. Vit framførdu seriurnar saman til eina fimlakaframsýning í høllini NABB (eg minnist ikki nær), - fyri Kjørbreyt 20. apríl - og á einari konsert hjá Mankórinum í Norðurlandahúsinum 21. apríl - og aftur í Norðulandahúsinum til ein stevnu um handlæknafrøði 7. juni 1990. Dóttirin, Eyð, vildi hava okkum at syngja nakrar av teim somu sangunum og vit sungu "My Evalaine", "Last Supper" og so afturat, sungu vit í samráð við Eyð, "Dimmið" og "Lover Me Tender" og Jákup Wardum sang solo. Tað gjørdu vit so kl 21:15, og sangurin gekk vist nokk so væl og vónandi vóru teir hálvthundrað gestirnir nøgdir.
11. juni 2015
Hósdagin 11. juni kl. 20:00 høvdu vit okkara várkonsert ella summarkonsert (vit hava neyvan havt ein lýggjan dag enn, nú vit nærkast longsta dag) í høllini í Eysturskúlanum. Nakað av fólki hevði leitað sær í Eysturskúlan at lurta, - eini 70 gjaldandi og eini 100 fólk tilsamans. Vit plaga at hava onkran troubadour við á konsertina, men tað høvdu vit ikki hesaferð, men harafturímóti høvdu vit fleiri solistar úr kórinum og tvey minni kór, og tað riggaði bara væl. Mads Winther var frásøgumaður, og tað kláraði hann sum altíð væl. Konsertin, sum vardi ein knappan tíma riggaði vist bara heilt væl, - fólk vóru í hvussu so er glað! Kári Bæk dirigeraði helvtina av sangunum - so nøkunlunda, meðan Bjarni Restorff dirigeraði hina helvtina, - so nøkunlunda. Niðanfyri síggja tit programmið, sum varð gjørd til høvið:
19. juni 2015
Fríggjadagin 19. juni kl. 21:00 sungu vit fyri í tiltakinum, sum Tórshavnar Kommuna plagar at hava hvørt ár: Summarsólstøðurúti í Sandágerði. Í ár valdi kommuna at hava tiltakið henda fríggjadagin, sjálvt um teir helst vilju hava tiltakið árenn vikuskifti, men veðrið í vár og í summar hevur verið stak vánaligt so hetta var ein brúkilig loysn. Næstan alt var sum tað plagar: Tað var kalt, Tróndur Enni og Lív Næs sungu, Eyðun á Borg var har, dansifelagið var har, ponnyríðingin var har, cacao sølan var har, Niels var har, Jóan Petur Hentze helt røðu og so framvegis. Vit vóru rímuliga væl mannaðir, og sangirnir, vit sungu, vóru sum teir plaga at vera. Eitt var ikki sum tað plagar, tí vanliga plagar Tórshavnar Kommuna at vísa sítt takksemi á onkran hátt, eitt takkarkorti, ein bók ella ein reyðvínfløska, men so varð ikki í ár.20. juni 2015
Leygardagin 20. juni kl. 16:15 møttu allir, sum kundu, á Frúutrøð fyri at hita upp og syngja nakrar sangir, tí vit høvdu játtað, at stuðla Føroya Fólkaháskula við at syngja úti á Háskúlanum millum 17:00 og 18:00. Eftir upphitingina fóru vit út á skúlan og sungu fýra sangir Føroyar mítt land, Dimmið, Love me tender og Side by side. Vit sungu úttandura í krókinum millum gamla bygningin og fimleikarhøllina. Tað gekk vist væl sjálvt um vit ikki vóru so nógvir: Einir fimm 1. tenorara, einir tríggir 2. tenorar, einir seks 1. bassar og einir sjey 2. bassar. "Frammanundan høvdu Lív Næs, Dánjal á Neystabø, GHM og onnur spælt og sungið. Eftir okkum spældi Havnar Hornorkestur og Halleluia Sofus og børnini sluppu at ríða á føroysku rossum. Kanska háskúlina klárar at savna so mikið av peningi saman at skúlin far nýtt tak.18. juli 2015
Leygardagin 18. juli kl. 15:00 møttu allir, sum kundu, á Frúutrøð fyri at hita upp og syngja nakrar sangir, tí vit høvdu játtað, at syngja uppi í høllini hjá Dansifrøði, har Evy Toftegaard og Anfinn Nielsen hildu silvurbrúdleyp. Tað var nakað serligt, tí Evy Toftegaard bað okkum syngja ein sang, sum Anfinn hevði gjørt, »Eg elski teg Føroyar«. Tað var ikki bara at siga tað, tí hann mátti gerast um til manskór, og tað tók sína tíð. Vit fingu hjálp frá Arbjørn Sivertsen, sum saman við Høgna Mikkaelsen spældi guitar afturvið sanginum, sum vit høvdu øvað hósdagin framannundan úti á Atga Skúla. Nú skudi hann uppfrískast áðrenn vit fóru niðan í dansifrøði har vit sungu hann, "Boðar tú..." og "Side by side" fyri gestunum kl 15:45. Tað gekk vist hampuliga væl sjálvt um vit ikki vóru so nógvir: 1. tenorara: Egon, Helgi , Bent Tommy, Oskar og Dánjal Pauli. Tríggir 2: Viggo, Áki og Høgni Mikkelsen. Bass1: Jónfinn, Elias, Georg, Stein, Sjúrður Johansen, Martin og Suni. Bass 2: Brynjálvur, Hugo, Mads, Petur Nielsen, Andrias og Kaj.18. juli 2015
Leygardagin 18. juli kl. 21:30 møttu allir teir somu mennirnir, í Kantinuni í Hoydølum fyri at hita upp og syngja nakrar sangir, tí kl. 20:00 skuldu vit syngja í samkomuhøllini í Hoydølum fyri gullbrúðarparinum Elsu og Johnhard Glerfoss. Eftir upphitingina fóru vit inn á scenuna har vit sungu "Boðar tú..", "Kom du ljuva" og síðani sungu vit "Love me Tender" har íslendski tenorurin Kristján Jónsson sang solo, og eftir tað sang hann solo í "Nú andar suðrið sæla", og tað var tað!! Kristján og vit høvdu øvað sangin fyrr um dagin á Frúutrøð við hálvgum fimm tíðina, har hann eisini tók nakar sangir saman við Jóhannes Andreasen uppá klaver. Tað gekk vist hampuliga væl sjálvt um vit ikki vóru so nógvir. Samanlagt brúktu vit um tríggjar og ein hálvan tíma uppá sang bara leygardagin og harumframt tveir tímar hósdagin, - ikki heilt einki!!31. juli 2015
Leygardagin 31. juli kl. 20:00 møttu allir mans, sum kundu møta nú beint eftir ólavsøkuna, niðri á Musikkskúlanum á Frúutrøð fyri at hita upp og syngja nakrar sangir. Peter Østergaard hevði spurt um vit kundu syngja fyri Bjørt Samuelsen niðri á REX í Havnar Klubba klokkan 21:07, har hon helt sín hálvtrýss ára føðingardag (2. mars) fyri vinum og kenningum. Vit søgdu sjálvandi "ja", sjálvt um tað er ringt at samla mennirnar í hægstu feriutíð. Vit vóru illa mannaðir í tenorunum, meðan uppmøtingin varð munandi betri í bassunum. Ná men, vit sungu "Boðar tú…..", sum líkasum hoyrir til í hennara politiska umhvørvi. Síðani sungu vit "Kom drekkið vínreyga skál við mær", "Side by side" og "Kom du ljuva". Sangurin gekk hampuliga væl, og vónandi vóru áhoyrararnir nøgdir. 1. tenor: Egon Hansen, Dánjal Pauli Davidsen, David á Brúnni og Tór Verlan Johansen. 2. tenor: Áki Davidsen. 1. Bassar: Georg Egholm, Stein Fossá, Suni Rasmussen, Jónfinn Petursson, Jón Kragesteen, Ole Jensen, og Nicolaj Balle. 2. bassar: Petur Petersen, Andrias Reinert, Christian Andreasen, Brynjálvur Johansen, Hugo Samuelsen og Michael Jacobæus.22. august 2015
Leygardagin 22. august kl. 20:00 møttu allir mans, sum kundu møta, úti á timburdeildini hjá MEST fyri at hita upp og syngja nakrar sangir. FSF forsetin, Christian Andreasen, sum eisini syngur við í manskórinum, hevði, fyri umleið trimum mánaðum síðani, spurt um vit kundu syngja úti í Müllers Pakkhúsi fyri norðurlendskum fótbóltsforsetum - við makum og øðrum páhengi. Sjálvandi vildu vit tað! Tá vit nú hava sungið fyri Sepp Blatter, Michael Platini og Ísak Mikladal, so vildu vit heilt bestemt eisini syngja fyri teim norðurlendsku "fóltbóltsforsetunum". "Forsetarnir" umboðaðu seks norðurlond: Norra, Danmark, Finnlandi, Svøríki, Íslandi og Føroyar. Okkara forseti, Christian, vildi hava ein sang úr hvørjum landi, so vit sungu ávikavist:" Sangerhilsen", "I østen stiger solen op", "Finlandia-hymnuna", "Sverige", "Ísland øgrum skorið", "Føroyar mítt land", og so ótrúðligt tað ljóðar so máttu vit syngja "Side by side" sum eykanummar. Tað gekk vist bara heilt væl sjálvt um "Finlandia" var nakað feskur!!. Kári Bæk dirigeraði "I østen", "Finlandia", "Ísland" og "Føroyar mítt land"; og eg dirigeraði hinar. Av tí, at vit hava sungið nógv í summar, var hugurin at luttaka í kórinum, ikki serlga stórur fyri fýra døgum síðani, so eg brúkti TELEFONINA og ringdi til ALLAR í manskórinum, sum høvdu dagført síni telefonnummur - ein og ein, og spurdi um teir kundu koma við; undirtøkan bleiv so við og við sera góð, sjálvt um fleiri skuldi bæði "ditt og datt". Hesir vóru við: 1. tenorar: Hendrik Rubeksen, Egon Hansen, Helgi Nielsen, David á Brúnni, Tór Verland Johansen, Mouritz Mohr , Birgir Krossteig, Óskar Eiriksson, Peter H. Niclasen, Poul Müller, Evind Emil Joensen 2. tenorar: Viggo A. Hansen Kári Justinusen og Jørgin Pauli Johanessen. 1. Bassar: Jákup Wardum, Óli Jákup Tvørfoss, Stein Fossá, Eias Simonsen, Suni Rasmussen, Jónfinn Petursson, Christian Kruse, Ole Jensen, og Nicolaj Balle. 2. bassar: Petur Petersen, Petur Nielsen, Kaj Kallsberg, Rói Næss, Niels Hóvshólm, Andrias Reinert, Christian Andreasen, Brynjálvur Johansen, Hanus Joensen og Michael Jacobæus. Sum fyrr sagt so eydnaðist tiltaki væl, Ria Tórgarð var har, Lena og Niclas vóru har og vit vóru har og um okkara framførslu segði Christian dagin eftir: »Sangurin í Müllers Pakkhúsi leygarkvøldið eydnaðist sera væl. Gestirnir vóru fullkomuliga tikinir á bóli. Íslendsku gestirnir hildu okkum vera ikki verri enn Karlakór Reykjavíkur, gestirnir úr Finnlandi stóðu uppi og grótu, tá vit sungu finska tjóðsangin, fleiri spurdu um vit høvdu givið fløgur út o.s.fr. - Stóra takk fyri innsatsin«.26. august 2015
Mikudagin 26. august kl. 18:00 møttu allir mans, sum kundu, í bygninginum hjá SMS á Tinghúsvegnum fyri at hita upp og syngja nakrar sangir. Tað var Regin Dalsgaard, sum hevði biðið okkum koma at syngja til ein politiskan valfund, sum skuldi verða á Torginum í SMS kl 19:00. Vit fóru síðani yvir í SMS har vit fóru í holt við at syngja uppi í trappununi kl. fimm minuttir í sjey. Uppmøtingin var sera góð, ja enntá eisini hjá 2. tenorunum. sangirnir 1) Føroyar mítt land, 2) Eg minnist úr gomlum søgum, 3) Boðar tú til allar tjóðir og 4) Side by side gingu allir væl. Christian Andreasen spældi guitar í nummar 2). Sum sagt var tað eitt politiskt panel við umboðum úr øllum flokkum og kjakið var um skúlan í síni heild. Árni Gregersen var orðstýrari, og tað gekk vist hampuligt, tað eg hoyrdi.7. oktober 2015
Mikudagin 7. oktober kl. 20:30 møttu nakrir fáir mans á Musikkskúlanum á Frúutrøð fyri at venja og hita upp, tí teir skuldu út at syngja fyri "fínum", kendum fólki. Kári Bæk var einsamallur dirigentur hetta kvøldið, tí eg hevði keypt ein nýggjan ovn, sum skuldi setast upp. Sangarar hetta kvøldið vóru Birgir Krossteig, Mouritz Mohr, Jógvan Elias Winther Poulsen, Høgni Mikkelsen, Áki Davidsen, Kenneth Samuelsen, Jákup Wardum, Jón Kragesteen Mads Winther, Jan Arge, Petur Nielsen og Sjúrður Norðbúð. Teir høvdu eina bundna uppgávu, og tað var at syngja okkurt føroyskt og okkurt íslendskt. Valið fall á "Jarðareygað", sum Kári Bæk hevur gjørt, "Ísland øgrum skorðið" og "Side by side". Tey "fínu" fólkini vóðru: fyrrverandi presindenturin í Íslandi, Vígdis Finnbogadóttir, Katrin Kallsberg, Sigurd í Jákupsstovu, Turið Sigurðardóttir og fleiri. Tey vórðu boðin til ein betri bita hjá íslendska sendimanninum í Føroyum uppí Hanusargøtu nr. 2. Brynja, sum er hjálparfólk, skipaði fyri selskapinum og um níggju tíðina ringdi hon og bað okkum koman niðan at syngja, tí tá var høvuðsrætturin um at verða liðugur. Kári Bæk og sangararnir sungu kl 21:30, og á veg út aftur reisti Vígdis Finnbogadóttir seg og segði nøkur pen orð um sangin, og eftir tað sluppu sangararnir heim til sín sjálvs. Sum sagt sangurin gekk vist sera væl!!!!