• PDF

Tiltøk 1991 til 1995

Her skal standa eitt yvirlit yvir farin tiltøk frá 1987 til 2013, tíverri mangla nógv tiltøk!

Tiltøk í 1991

15. januar 1991

15. januar 1991 sungu vit tá bókmentavirðislønir M.A. Jacobsens vóru lætnar D. P. Danielsen og Svenning Tausen í Kommunuskúlaaulini.

16. februar 1991

16. februar 1991 sungu vit til eina guðstænastu í Havnar kirkju í sambandi við, at Havnin var 125 ár sum keypstaður.

24. februar 1991

24. februar 1991 vóru vit við í Carmina Burana, sum bleiv framført í Norðurlandahúsinum við tveimum flyglum. Leiðari var Willy Gohl, og Útvarp Føroya tók konsertina upp.

17. apríl 1991

17. apríl 1991 sungu vit til eina konsert saman við G.H.M. í Norðurlandahúsinum.

20. apríl 1991

20. apríl 1991 høvdu vit sjálvir konsert í Kommunuskúlaauluni. Á konsertini var eisini Knút Olsen leiðari. Gunnar tók konsertina upp á video.

9. mai 1991

9. mai 1991 sungu vit við á kórstevnukonsertini, sum bleiv hildin úti í Læraraskúlahøllini. Útvarp Føroya tók konsertina upp á band.

17. september 1991

17. september 1991 sungu vit enn einaferð í Kommunuskúlaauluni til Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsen, sum hesu ferð fór til Bárð Jákupsson og Jóan Hendrik Winther Poulsen.

7. desember 1991

7. desember 1991 høvdu vit konsert í Kommunuskúlaauluni saman við Tórshavnar Kamarkóri, og Gunnar tók konsertina upp á video.

?. ? 1991

?. ? 1991 sungu vit saman við G.H.M. í Norðurlandahúsinum millum annað Spiritual Rapsody, Prúða land, og okkurt annað.

24. desember 1991

24. desember 1991 sungu vit sum vanligt uppi á Lágargarði til jólaguðstænastu og jólahugna.

 

Tiltøk í 1992

24. desember 1992

24. desember 1992 sungu vit sum vanligt uppi á Lágargarði til Jólaguðstænastu og jólahugna. Vit sungu millum aðrar Kvøldljómur, Lítið yvir Føroyaland og Føgur er foldin.

 

Tiltøk í 1993

14. februar 1993

14. februar 1993 sungu vit á eini konsert í Fuglafirði, har vit royndu íslandsskránna hjá okkum.

18. februar 1993

18. februar 1993 kl. 19:30 luttóku vit í einum »Norðurlendskum Mentanarkvøldi« í Norðurlandahúsinum. Vit møttu kl. 18.

21. februar 1993

21. februar 1993 sungu vit Þakkarbæn, Jesus til várt sálargagn, Ísland ögrum skorið til eina íslendska guðstænastu í Havnar kirkju. Útvarpið tók tíverri upp, og tað verur sagt tí vit fingu skeivan tóna, og tí bleiv sangurin so lágur, at sjálvt Eivind A. Hansen ikki rakk niður á tónan.

21. februar 1993

21. februar 1993 sungu vit á eini konsert í Vestmanna Skúla, har vit royndu íslandsskránna nakað broytta í mun til ta í Fuglafirði. Konsertin var rættiliga góð.

28. februar 1993

28. februar 1993 høvdu vit konsert í Norðurlandahúsinum, har vit høvdu generalprøva upp á íslandstúrin. Ein góð konsert sigst. Útvarpið tók konsertina upp.

4. mars 1993

Komnir til íslands 4. mars 1993 høvdu vit okkara fyrstu konsert í Keflavík. Konsertin var í einari bio-høll, har teppir vóru um tað heila, - og í hvussu so er eingin akkustikkur av nøkrum slag. Okkara redningur var, at vit, áðrenn ferðina til íslands, høvdu øvað í einum ljóðdeyðum rúmi í Útvarp Føroya. Men tey søgdu, at tað gekk toluliga væl. Vit vóru flest allir troyttir.

5. mars 1993

5. mars 1993 sungu vit á konsert í Neskirkju í Reykjavík. Vit sungu eisini nakrar sangir saman við Karlakór Reykjavíkur. Konsertin hepnaðist væl. Útvarp Føroya hevði biðjið um eina upptøku, tað fingu teir, men hon var út av lagi vánalig.

6. mars 1993

6. mars 1993 sungu til setanina av føroysku døgunum í norðurlandahúsinum í íslandi. »Ódn«, »Føroyar mítt land«, »Skygni«, »Regin Smiður«, »ísland ögrum skorið«. Svf. tók brot upp á band.

7. mars 1993

7. mars 1993 sungu saman við Reykjavíkar Manskóri til eina føroyska guðstænastu í Reykjavíkar dómkirkju. Guðstænastan bleiv tikin upp og útvarpað eina viku seinni í føroyum. Onkur sjóðmaður ringdi (Magni Petersen) og segði, at tað var gott! Vit sungu »Jesus til várt sálargagn«, »Harra guð títt dýra navn og æra«, »Þakkarbæn«, og »ísland ögrum skorið«.

Myndirnar frá ferðini 4. til 8. mars 1993 kunnu síggjast her:

View this photo set on Flickr

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

8. mai 1993

8. mai 1993 sungu vit á 80 ára føðingardegnum hjá Eivind A. Hansen heima hjá honum.

31. oktober 1993

31. oktober 1993 sungu vit til eina konsert í Norðurlandahúsinum til eina Grieg-konsert, sjálvt um allir møguligir komponistar váru umboðaðir. Havnarkórið var við 13 Grieg sangum og Brúgvum hjá Vagn Holmboe og Karsten Hoydal, meðan vit sungu Dýrd á vík og vág, Sangerhilsen, Min dejligste tanke, Eitt snjóhvítt herlið, Bådnlåt og Landkjending. Okkara solistar vóru Janus Trúgvasson í Bådnlåt og Kári av Reyni í Landkjending.

24. desember 1993

24. desember 1993 sungu vit á Lágargarði til guðstænastu.

28. desember 1993

28. desember 1993 høvdu vit jólakonsert í Leirvíkar kirkju saman við felagskórinum Gøta/Leirvík. Konsertin skuldi upprunaliga vera í Fuglafjarðar kirkju beint áðrenn jól, men tann konsertin var avlýst vegna veður, og í staðin fyri bleiv konsertin hildin í Leirvíkar kirkju týskvøldið kl 20:00.

 

Tiltøk í 1994

20. mars 1994

20. mars 1994 sungu vit á einari konsert hjá Føroya Synfoniorkestur. Tað sum vit sungu, var Pílagrímskórið úr Tannhäuser hjá Wagner og Soldatarkórið úr Faust hjá Gounod. Altso vit sungu fyrst á týskum og síðani á fronskum!

6. juli 1994

6. juli 1994 vóru vit á veg til kappingina í Llangollen í Wales. Á vegnum høvdu vit eina konsert í tí føroysku kirkjuni í Keypmannahavn, Samuels Kirken, áðrenn vit fóru víðari. Samuels Kirken, har Petur Andrew Petersen starvaðist, var stúgvandi full av fólki. Við á ferðini var eisini útvarpsmaðurin Kári Olsen, sum við útvarpsins Nagra bandupptakara festi alla konsertina upp á band, og ein av sangunum, »Føroyar mítt land«, var so mikið góður, at hann bleiv brúktur á tí fyrstu fløguni hjá okkum.

9. juli 1994

9. juli 1994 sungu vit til eina kapping í Wales, har vit blivu nr. 6 av 13 luttakand manskórum. Vit sungu í einum stórum teltútbygningi, sum tók fleiri túsund fólk. Vit sungu sum kunnugt With a Voice of Singing, Landkjending og Regin smið. Solistar vóru Kári av Reyni og Heri Kragesteen.

Myndirnar frá ferðini 6. til 17. juli 1994 kunnu síggjast her:

View this photo set on Flickr

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

23. september 1994

23. september 1994 undirhildu vit við kórsangi­ í klubbanum í Klakksvík. Vit vóru boðin til Klakksvíkar at avrunda Englandstúrin hjá okkum. Karl Martin og Súsanna skipaðu fyri. Vit vóru har í tríggjar dagar. Ein dejligur túrur.

24. september 1994

24. september 1994 høvdu vit eina góða konsert í Christianskirkjuni. Tað vóru trupulleikar við solistinum í Landkjending, hann hevði lovað at vera tøkur til konsertina, men kom álíkavæl ikki til konsertina, men sat uppi á í kirkjuni og lúrdi (hann hevði leiga sær speedbát úr Havn) Janus Trúgvasson sang soloina. Stamen Stantshev spældi klaver.

25. november 1994

25. november 1994 sungu vit til 10 ára haldið  hjá SVF uppi í Norðurlandahúsinum. Vit sungu eisini saman við  GHM. Vit sungu gott. SVF tók upp, og tað  var eisini rímuliga gott (eg fylti 39 ár sama dag). Vit høvdu øvað nógv.

27. november 1994

27. november 1994 sungu vit á 50 ára føðingardegi hjá Viggo Akraberg Hansen, sum bleiv hildin antin leygardagin 26 november ella 3 december 1994 úti á Grønlandsvegnum.

24. desember 1994

24. desember 1994 sungu vit á Lágargarði til Guðstænastu og jólahald.

 

Tiltøk í 1995

25. mai 1995

25. mai 1995 sungu vit í Sólarmagn á Velbastað. Ólavur Dalgarð hevði biðið okkum syngja til fundin, møttir vóru 13 mans Magnus Hansen, Bogi Hansen, Óla Hans Olsen, Heri Kragesteen, Trúgvi Hansen, Stein Fossá, Suni Rasmussen, Kenneth Samuelsen, Petur Nielsen, Úlvur við Høgadalsá, Hugo Samuelsen og Heðin Johannesen. vit sungu Føroyar mítt land, Jesus til várt sálargagn, Prúða land, Tjarnareyga, Ódn, Ísland ögrum skorið , Sangerhilsen, I østen stiger solen op, Klara stjärna. Sera hugtakandi løta hjá 30 áhoyrarum skrivar Ingeborg Frýdal í dagbókina hjá felagnum.

24. desember 1995

24. desember 1995 sungu vit á Lágargarði til Guðstænastu og jólahald.

 

end faq

Joomla Template: by JoomlaShack
Myndir á Flickr
Elt onkran á Twitter
Musikkur á YouTube