Tiltøk 2001 til 2005
- TÝSDAGIN, 28 FEBRUAR 2012 18:25
- DAGFØRD HÓSDAGIN, 23 JUNI 2016 22:00
- SKRIVAÐ AV Administrator
Her skal standa eitt yvirlit yvir farin tiltøk frá 1987 til 2013, tíverri mangla nógv tiltøk!
Tiltøk í 2001
9. januar 2001
9. januar 2001 vóru vit líkasum bidnir, at standa fyri sanginum til nýggjárskonsertina, tí nýggjárskórið skuldi vera - ikki blandað kór - men manskór. Vit 30 til 40 mans maktaðu ikki nógv móti einum heilum symfoniorkestri, so vit máttu út at finna sangarar, sum kundu stuðla undir. Á hesu konsertini hevði prgrammnevndin set tey mergjaðu kórverkini »Landkjending« og »Soldatakórið« hjá verdi á skránna. Solistur í »Landkjending« var eingin annar enn Úlvur við Høgadalsá, sum megnaði uppgávuna til lítar. Tíverri noyddist vit at syngja oftani, tí Eimskip hevði keypt eina konsert leygardagin, har innboðin skuldu møta kl. 18:00, meðan vit aftur sunnudagin skuldu syngja kl 16:00 og kl. 19:30, so tað var ein ordans umgangur fyri solist, kór og orkestur!
10. februar 2001
10. februar 2001 helt okkara sangari Georg Egholm trýss ára føðingardag uppi í Sjónleikarhúsinum. Og blíður sum hann var og er, bjóðaði hann sangarunum við til haldið, og afturfyri sungu vit sjálvandi nakrar sangir, sum hóskaðu til eina veitslu. Bæði hann og vit vóru væl nøgdir aftaná.
12. mars 2001
Mánadagin 12. mars 2001 kl. 20:00 vóru vit sum vant í ÚF. Men hetta kvøldið hevði Sjónvarp Føroya biðið okkum um at syngja sangin »Kristoffur Kolumbus« uppá band fyri teir, tí SVF hevði planir um vísa eina italska seriu. Serian skuldi hava føroyska talu, og fyrireikararnir hildu eisini at tittullagið skuldi syngjast á føroyskum, og tað bleiv Jón Svein Heinesen, sum fekk uppgávuna at taka okkum upp á band, og tað gekk vist væl, - serian var í hvussu so er væl dámd.
21. apríl 2001
Leygarkvøldið 21. apríl 2001 var Prix Føroyar uppi í Norðurlandahúsinum. Tiltakið Prix Føroyar varð við okkara luttøku. Vit sungu ein sang saman við bólkinum "All that rain". Konsertin bleiv send beinleiðis í sjónvarpinum og útvarpinum.
5. mai 2001
Fríggjakvødið 5. mai 2001 vóru vit uppi á Hotel Føroyum og sungu »Sangerhilsen«, »I østen«, »Klara stjärna«, »Ísland« og »Føroyar mítt land« og umframt kvóðu vit »Stolt Signild«. Grundin var tann, at »Team Norden« hevði fund 3. til 6. mai í Føroyum við fyrilestrum og øðrum. Torfinn Høgaard var ein av teimum, sum stóðu fyri tiltakinum, og hann bað okkum um at syngja - í føroyskum búna! - norðurlendskar sangir og kvøða fyri gestum sínum kl 20:30. Vit møttu allir kl 21:30 í rúmi 117 fyri at hita upp. Mads og Heri og skipaðu.
29. apríl 2001
Sunnudagin 29. apríl 2001 kl. 16:00 høvdu vit konsert uppi í Norðurlandahúsinum. Upprunaliga skuldi konsertin vera 28. apríl, men av tí, at tað enn ikki var ruddað eftir PRIX Føroyar, mátti konsertin útsetast. Konsertin var sera fjøllbroyt, tí fyrst sang Janus Trúgvasson einar tveir sangir(»Longsul« og »Gluggaop«), sum hann sjálvur hevði gjørt, síðani spældu Árni Hansen og Bjarni Restorff tvey stykkir fyri tjúgu fingrar (ella fýra hendur) eftir Fr. Schubert og Edv. Grieg (»March Miltaire« og »Norskan dans no. 1«), Manskórið sang nakrar sangir einsamallir og einar tveir sangir saman við solistinum Gunhild Andreasen (»Nobody knows the troubles I've seen« og »Swing low, sweet chariot«) meðan Árni Hansen og Peter H. Niclasen framførdu »Ständchen« hjá Fr. Schubert. Og eisini sang Barbershop kvartettin »Tell me why«. Her er skráin:
19. mai 2001
Leygardagin 19. mai 2001 kl 11:30 sungu vit til eina Matiné í Havnar kirkju. Tað var organisturin í Havnar kirkju Oddvør Johansen, sum skipaði soleiðis fyri, at vit kundu syngja í kirkjuni í einar 30 minuttir. Sangirnir vóru hesir:
26. mai 2001
26. mai 2001 var eitt harmonikatreff uppi í ítrottar høllini á Hálsi, sum vit luttóku í.
10. juni 2001
Frá 6. juni til 11. juni høvdu vit vitja av tí norska Manskórinum Breistein, sum dagliga heldur til í útkantinum við Bergen. Samstundis sum teir vitjaðu okkum, høvdu vit í Føroyum eina heldur forkunniga vitja av fyrrverðandi heimsmeistaranum í talvi Kasparov. Hann telvaði móti øllum teim bestu telvarunum hjá okkum, og flest allir vóru teir við skerdan lut. Fyri at vísa fyrrverðandi heimsmeistaranum eitt sindur av Føroyum - uttan talv - var ein mentanarløta uppi í Norðurlandahúsinum sunnudagin kl 16:00, har, millum annað, Tórshavnar Manskór í føroyskum klæðum sungu einar 5 sangir, og gestir okkara manskórið Breistein sang eisini. Vit royndu at syngja á russiskum og kórini bæði sungu »Konglijekonvalje« saman. Tað riggaði vist útmerka og vit fingu allir eitt smíl frá heimsmeistaranum tá vit sungu á russiskum!?
10. juni 2001
Sunnukvøldið kl. 20:00 hevði Tórshavnar Manskór saman vit manskórsgestunum Breistein úr Voss, konsert í Kommunuskúlaauluni, har vit framførdu í gott og væl ein tíma. Vit sungu hvør sær og einar tveir sangir saman, og eftir tað, høvdu vit eina hugnaløtu saman áðrenn teir dagin eftir skuldu heim aftur til Norra við Norrønu.
26. juli 2001
26. juli 2001 høvdu umleið 25 mans eina framførslu uppi í veitsluhøllini á Hotel Føroyum. Tað var Eyðun Poulsen sum vegna Smyril Line, hevði heitt á okkum um at syngja fyri einum norskum bóndafelagi úr bygdini Voss, sum var og ferðaðist í Føroyum um tað mundi. Við í ferðaliðnum var føroyingurin Sniðálvur Jóanesarson, sum var frásøgumaður hetta kvøldi og hevði lagt dent á, at Tórshavnar Manskór skuldu syngja fyri teimum í 20 minuttir. Størstu ynskjini vóru, at vit sungu í føroyskum klæðum, og at vit millum annað sungu »Dýrd á vík og vág«, tað gjørdu vit so kl. 20:30. Eftir okkum kom Havnar Dansifelag.
18. august 2001
Leygardkvøldið 18. juli 2001 vóru vit í høllini á Hálsi. Kiwanis felagsskapurin hevði heitt á okkum at syngja nakrar sangir fyri sínum 600 gestum, sum vóru til eitt tiltakið, teir høvdu uppi á Hálsi. Vit sungu í 20 minuttir bæði á føroyskum, íslendskum og norskum, og fólk vóru væl nøgd.
20. oktober 2001
Leygardagin 20. oktober 2001 kl. 16:00 var konsert í Gøtu kirkju. Orsøkin til hesa konsert var, at Tórshavnar Manskór í eina heila viku hevði havt Erik Kamp Hansen sum gestadirigent. Vit høvdu boðið honum til Føroyar frá 12. til 21. oktober (innkvarteraður privat hjá Mads Winther, Aksel Haraldsen og Birgir Krossteig) við tí fyri eyga, at geva okkum inspiratión. Við sær hevði hann nógvar góðar sangir, sum vit øvaðu hvønn einasta dag Erik vitjaði okkum, og sum áhoyrarnir kundu hoyra á konsertini í Gøtu kirkju. Útvarpið gjørdi nakrar upptøkur, sum teir sendu sunnudagin eftir, og eitt sindur av reklamu fingu vit, tí útvarpið hevði eina beinleiðis samrøðu við Erik Kamp Hansen fríggjadagin áðrenn konsertina. Vit vóru í Gøtu frá kl 13.00 inntil vit fóru til Havnar aftur kl. 18.00, og direkta í Gamla Realskúlan, har ein lítil samkoma var fyri Erik Kamp Hansen - og okkum!
21. oktober 2001
Sunnudagin 21. oktober 2001 helt bygdin Elduvík ein rundan føðingardag, og tað var kikjan sum helt sín trýss ára føðingardag. Í tí sambandi sungu vit nakrar sangir í kirkjuni.
2. november 2001
Fríggjakvøldið 2. november 2001 vóru vit í einari beinleiðis sending í Útvarp Føroya. Tá royndi ÚF at hava »live« musikk hvørt fríggjakvøld, og nú var so túrurin komin til okkara. Vit sungu okkurt sum Edvard Nyholm Debes hevði langt til rættis, og vit sungu onkuntíð millum kl. 19:00 og kl. 20:00.
??. ? 2001
Framførsla í Havnar Klubba
24. desember 2001
Mánadagin 24. desember 2001 vóru vit sum vanligt er, uppi á Lágargarði. Har var tað enn einaferð jólahald fyri búðfólkunum og teim nærmastu, - eisini børnunum! Har hevur prestur jólaguðstænastu, búðfólkið syngur sálmar, aftaná syngja vit, og tá vit eru lidnir, dansa børnini um jólatræðið og fáa ein jólapakka. Eftir tað fer búðfólki inn á »eindirnar« við sínum skildfólkum har tey hugna sær. Vit sungu hesaferð hesar sangir: »Mítt hjarta tilhald hevur«, »Jólaklokkan«, »Gleðilig Jól«, »Nú andar«, »I dit Rige« og »Furuskogen«.
Tiltøk í 2002
14. mars 2002
Hósdagin 14. mars 2002 vildi Sjónvarp Føroya hava okkum í studio at gera eina sending við Manskórinum. Sendingin skuldi vera ein vangamynd av manskórinum og tí lívinum, sum fylgir við, men tað bleiv tað ongantíð. Men vit gjørdi so sendingina við solistum sum td. Kára p. í »Skygni«, Peter H. Niclasen í »I dit rige« og fleiri øðrum. Sendingin bleiv gjørd í Vørðsluni har millum annað Ragnar C. Jacobsen stóð fyri upptøkunum, meðan Edward Fuglø stóð fyri kolissunum.
4. juni 2002
Týsdagin 4. juni 2002 voru fleiri av limunum í Tórshavnar Manskóri uppi á Hotel Føroyum og sungu. Tað var Fiskimálastýrið sum hevði ráðstevnuna NASCO í døgunum frá 3. til 7. juni við umboðan úr fleiri tjóðum og henda týsdagin vildu fyrireikararnir av tiltakinum, Green Gate Incomming, hava okkum niðan at syngja fyri gestunum kl. 9 um morgunin í 15 minuttir, beint eftir at Jørgin Niclasen hevði sett stevnuna. Vit sungu sum avtalað varð í føroyskum klæðum kl. níggju um morgunin!!!
9. juni 2002
Sunnudagin 9. juni 2002 høvdu vit konsert í Vesturkirkjuni við okkara gestadirigenti Hans Iversen. Hans Iversen sum vanliga býr í Norra, starvaðist í Føroyum um hetta mundi, og tað gjørdu vit okkum dælt av, so hann undirvísti ikki bara børnum í sangi, men eisini okkum í ein heilan vetur. Úrslitið av hesi undirvísing skuldi vísast fram á eini konsert, upprunaliga í Norðurlandahúsinum, men har kom alt møguligt í vegin, so við góðum vilja frá starvsfólkunum í Vesturkirkjuni sluppu vit at hava konsertina har kl.?. Konsertina tók Finnur Hansen upp á band fyri Útvarp Føroya. Á konsertini var alt møguligt á skránni, sum tygum kunnu síggja her:
3. august 2002
Leygardagin 3. august 2002 luttóku vit á Listastevnuni, sum Norðurlandahúsið skipaði fyri. Vit skuldu vera við tá stevnan varð sett í konsertsalinum í Norðurlandahúsinum. Tróndur B. Hansen hevði skrivað musikk til setanina, og Ernst Sondum Dalsgarð framførdi. Fyri at fáa okkurt annað bóðu tey Tórshavnar Manskór um at framføra Regin Smið fyri manskór soleiðis, sum hann skuldi framførast við guitar, paukum, solisti og manskóri. Vit høvdu styrkt Manskórið eitt sindur, øvað nógv, og so høvdu vit fingið Ólavur Jakobsen at spæla guitar í føroyskum klæðum, Kára Olsen at spæla paukur í føroyskum klæðum, Fróða Sandoy at syngja solo í føroyskum klæðum og eitt styrkt Tórshavnar Manskór sang Regin Smið í føroyskum klæðum. Tað gekk vist rættiliga væl, tí øllum áhoyrarunum dámdu væl framførsluna.
10. august 2002
Leygardagin 10. august 2002 sungu vit tíverri til jarðarferðina hjá Kára D. Petersen, sum í nógv ár var sangari í manskórinum. Vit møttust í útvarpinum kl. 11:30 fyri at øva tað vit skuldu syngja til jararferðina úr Vesturkirkjuni kl. 13:00.
21. september 2002
Leygarkvøldið 21. september 2002 sungu vit nakrar sangir til eitt tiltak, sum ítróttar Samband Føroya (íSF) hevði í Müllers Pakkhúsi. Áheitan var komin frá ferðaskrivstovuni Grenn Gate Incomming um at fáa okkum at syngja fyri teim trýss útlendskum gestunum, sum vóru við til tiltakið. Kl 21:00 skuldu vit syngja fyri gestunum í einar 15 minuttir í føroyskum klæðum, umframt at tveir av okkum skuldi skeinkja tá gestirnir komu kl. 19:45. Hilmar Jan Hansen, sum var »Toastmaster«, presenteraði okkum pent árenn vit sungu, og álitið, at skeinkja við inngongdina tá gestirnir komu, fingu Oskar Eirikson og Finnur Joensen.
28. oktober 2002
vóru vit uppi í útvarpinum og gjørdu fleiri upptøkur av "Eitt dýpi av dýrari tíð" hjá Jens Paula Heinesen og Elin Heinesen. Upptøkurnar skuldu brúkast í filminum um Jens Paula Heinesen. Gulla Øregaard bað okkum um at syngja, og tað var vist hon, sum var »primus motor« soleiðis, at filmurin bleiv til veruleika.
2. november 2002
Framførsla í SMS, sum fylti 25 ár
14. desember 2002
Jólaveitsla á Háskúlanum
20. desember 2002
Framførsla í Havnar Klubba
24. desember 2002
Jólahald á Lágargarði.
Tiltøk í 2003
23. mars 2003
Várkonsert í Norðurlandahúsinum. Bjarni Restorff og Sunleif Rasmussen.
1. mai 2003
1. mai 2003 kl 19:45 høvdu vit okkara fyrstu konsert á Conwallsferðini frá 30. apríl til 7. mai 2003, har vit skuldu luttaka á eini internationalari manskórsfestival og -kapping. Konsertin var í Launcheston Central Methodist Church.
2. mai 2003
2. mai 2003 kl 19:45 høvdu vit okkara næstu konsert á Cornwallsferðini, og hesaferð var konsertin í Truro Cathedral.
3. mai 2003
3. mai 2003 kl 12:00 var so sjálv kappingin, og hon fór fram í einari stórari høll, »Hall for Cornwall« í býnum Truro. í kappingini fyri færri enn 40 manskórssangarar, sum vit luttóku í blivu vit nummar 3 av 12 luttakandi kórum, - so tað gekk bara heilt væl! Allur dagurin var settur av til luttøkuna, tí har vóru fleiri aðrar kappingar, sum vóru áhugaverdar.
Omanfyri síggja tygum eina mynd við Tórshavnar Manskóri frá kappingini í »Hall for Cornwall« og myndir av skreytbløðunum, vit fingu fyri luttøkuna.
3. mai 2003
3. mai 2003 kl 19:45 eftir kappingina, fóru tey ymsu kórini út at syngja fyri fólkinum, sum búðu har um leiðir, og vit fóru til eitt stað, sum eitur St. Pol-De-Leon í bygdini Penzance, har vit høvdu konsert.
4. mai 2003
4. mai 2003 kl 14:30 sungu vit í Marquee í Eden Project. Tað er eitt stað við kunstigum tropiskum klima, við tí sermerkta plantu og - djóralívi, sum har er.
4. mai 2003
4. mai 2003 kl 19:45 seinni um dagin, fóru vit til St. Germans Church í Torpoint fyri at syngja fyri bygdarfólkunum har.
5. mai 2003
5. mai 2003 kl 19:45 høvdu vit so okkara seinastu konsert á Cornwallsferðini í »Hall for Cornwall« í Truro, áðrenn ferðin gekk heimaftur, eftir eina væleydnaða ferð.
Myndirnar frá ferðini til Cornwall kunnu síggjast her:
View this photo set on Flickr
http://manskor.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=47&Itemid=58&lang=fo#sigProIde7141c361d
Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!
18. mai 2003
Sungu saman við íslendska Karlakórinum Jøkull í Vesturkirkjuni
1. juli 2003
Samvenjing og -vera við Karlakórinn Fóstbræður úr Íslandi. Her er eitt link til heimasíðu teirra: www.fostbraedur.is
17. des. 2003
Framførsla í Havnar Klubba
18. des. 2003
Matiné í Havnar Kirkju
24. des. 2003
Jólahald á Lágargarði.
Tiltøk í 2004
11. januar 2004
Nýggjárskonsert í Norðurlandahúsinum saman við Symfoniorkestrinum
31. januar 2004
Vetrarveitsla í hølunum hjá Starvsmannafelagnum
6. mars 2004
Konsert í Royndarhúsinum í Nólsoy. Umleið 80 áhoyrarar.
21. mars 2004
Konsert í Húsavíkar kirkju. Umleið 100 áhoyrarar. Her er ein mynd í allar besta veðri frá ferðini í Húsavík.
1. mai 2004
Sungu í Fuglafirði saman við íslendska karlakórinum Ernir. Her er eitt link til heimasíðu teirra: www.ernir.it.is
2. mai 2004
Sungu í Norðurlandahúsinum saman við Ernir. Samvera í Havnar Klubba
1. juni 2004
1. juni gjørdu vit, sum ikki einaferð, eina upptøku til fløguna »Væl má gagnast«, sum kom út í desenmber 2008. Her er ein mynd frá upptøkuni í Vesturkirkjuni:
9. juni 2004
Fløguupptøka í Vesturkirkjuni
11. desember 2004
Matine í Havnar Kirkju kl. 11:00. Vit sungu »Laudate Dominum«, »Razboinika«, »Orðini«, »Kvøldljómur« og »Gleðilig jól«. Solistar vóru Berghild Poulsen, Fróði Sandoy og Peter H. Niclasen, meðan Árni Hansen spældi kaver.
17. desember 2004
Framførsla í Havnar Klubba
19. desember 2004
Konsert saman við Felagskórinum Gøta/Leirvík og Eivør í Gøtu Kirkju
22. desember 2004
Konsert saman við Felagskórinum Gøta/Leirvík og Eivør í Vesturkirkjuni
24. desember 2004
Jólahald á Lágargarði.
Tiltøk í 2005
9. januar 2005
Nýggjárskonsert í Norðurlandahúsinum saman við Symfoniorkestrinum
29. januar 2005
Vetrarveitsla í hølunum hjá Starvsmannafelagnum
31. mars 2005
31. mars 2005 klokkan hálgun átta um morgunin, sungu vit í Rosságøtu 6 á Argjum fyri Hans Paula Joensen, sum tá fylti háltrýss ár. Vt sungu »Eg elski teg land«, »I østen stiger solen op« og »Jeg har så græsselig ondt i min mave«, og aftan á blivu vit bodnir inn til rundstykkir, kaffi, te ella okkurt gott fyri magan.
8. apríl 2005
Fríggjadagin 8. apríl 2005 sungu vit úti á lærskúlanum har sum lærara íbúðirnar eru, tí Árni Hansen fylti 65 ár. Vit møttu kl 16:30 har vit sungu nakar sangir fyri honum, og innbodnum vinfólkum
5. juni 2005
Sunnudagin 5. juni 2005 kl. 16:00 var konsert við Karlakór Rangæinga og Tórshavnar Manskóri í Vesturkirkjuni. teir 40 sangaranir í Karlakór Rangæinga komu til Føroyar tann 3. juni og fóru 4. juni á Norðoyarstevnu í Klaksvík har teir høvdu konsert við løgum eftir Sigfús Halldórsson. Á konsertini í Havn høvdu vit hvør sína helvt umframt at vit sungu nakrar sangir saman. Eftir konsertina, tað vil siga um sjey tíðina, var okkurt til matna v.m. og hugni í Havnar Klubba fyri okkum og Karlakóri Rangæinga.
22. oktober 2005
Konsert í Norðurlandahúsinum
26. - 31. oktober 2005
Konsertferð og Landsmót Karlakóra í Íslandi. Her er ein mynd tá øll manskórini sungu saman við íslendska Symfoniorkestrinum.
Myndirnar frá ferðini 26. til 31. oktober 2005 kunnu síggjast her:
View this photo set on Flickr
http://manskor.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=47&Itemid=58&lang=fo#sigProId8123937197
Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!
18. november 2005
18. november 2005 sungu vit fyri Fótbóltsamband Føroya vanliga stytt FSF á Hotel Hafnia og orsøkin var at FSF hevði fingið vitja av Michel Platini, sum promoveraði seg sjálvan sum eitt gott formansvalevni í UEFA. Tað lukkaðist vist til fullnar, tí hann blev seinni valdur til formann, men hann fekk vist ikki nakra stemmu úr føroyum. Á myndini eru Michel Platini og Óli Holm, sum var formaður (presidentur ella forseti) í FSF frá 2004 til 2008.
16. desember 2005
Framførsla í Havnar Klubba
17. desember 2005
Matiné í Havnar Kirkju
24. desember 2005
Jólahald á Lágargarði.