• PDF

Konsert við »Studenter-Sangforeningen« í Norðurlandahúsinum 8. juni 2019

Konsert við Studentersangerne úr Danmark og Tórshavnar Manskóri verður leygardagin 8. juni 2019 í Stóra salinum í Norðurlandahúsinum.

Í døgunum frá 7 juni til 10 juni  2019  fær Tórshavnar Manskór vitjan úr Danmark. Tað eru kenda danska manskórið, "Studentersangerne", sum vit skulu vera  vertir fyri. Longu í 2012 hittu vit  nakrar av sangarunum í Tallin  í Estlandi, har teir vóru bidnir at syngja á Valdemarsdag 15. juni (danska flaggið datt niður í Estlandi henda dag í 1219). Síðani tá hevur verið tingast aftur og fram, men nú er altso staðfest, at Studentasangararnir úr Danmark hava konsert í Norðurlandahúsinum 8. juni 2019 saman við Tórshavnar Manskóri. Til tiltakið hava vit fingið fatur á einum av teim bestu sangaranum, sum Føroyar nakrantíð hava átt, men sum av ymsum grundum ikki hevur verið so nógv frammi her á landi, - tað er Rúni Brattaberg. Á konsertini skal Rúni Brattaberg syngja solo í "Landkjending" hjá Edvard Grieg saman við Studentersangerne og okkum, umframt okkurt annað. Tað skal vera sagt beinanvegin, at áhoyrararnir kunnu vera heilt vísir í at vit fara at  gera sera nógv burturúr hesi konsertini!



Sum sagt kunnu áhoyrararnir vera heilt vísir í at, umframt at hoyra góðan manskórssang, sum ikki er oftani at hoyra í miðlunum okkara annars, kunnu áhoyrararnir vænta okkurt forkunnugt, - í hvussu so er!

Joomla Templates: from JoomlaShack
Myndir á Flickr
Elt onkran á Twitter
Musikkur á YouTube