• PDF

Konsert við »Karlakór Hreppamanna« í Vesturkirkjuni Pálmasunnudag 14. apríl 2019 kl. 16:00.

Konsert við »Karlakór Hreppamanna« í Vesturkirkjuni Pálmasunnudag 14. apríl 2019 kl. 16:00.

Í døgunum 12. til 15. apríl fáa føroyingar vitjan av einum íslendskum manskóri »Karlakór Hreppamanna«, ið varð stovnað 1. apríl í 1997 og sum síðani tá hava verið fleiri konsertferðir innanlands í Íslandi, men eisini nakrar uttanlandstúrar millum annað í Bilbao í Spania og Rom í Italiu, München í Týsklandi, og í ár vitja teir so Føroyar.

Sum sæst á myndini, eru teir nógvir í tali: einir 30 – 40 mans eru við á Føroyaferðini.

Fyrsta konsert teirra er leygardagin 13. apríl kl 15:00, og hon verður í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík, og har fara 17 sangarar við Jógvan við Keldu, sum leiðara, at luttaka. Tann seinna konsertin verður sunnudagin kl 16:00 í Vesturkirkjuni. Á skránni eru sangir um tað íslendsku nátúruna, populerir íslendskir manskórssangir, meðan nakrir av sangunum eru komponeraðir specielt til Føroyaferðina.

Til dagligt er Guðmundur Óli Gunnarsson dirigentur hjá »Karlakór Hreppamanna«, (tað er hann, ið stendur í miðjuni á felagsmyndini), og tað verður hann eisini á Føroyaferðini. Annars er Guðmundur Óli Gunnarsson stjóri á musikkskúlanum á Akranesi. Ein klaverspælari er fast knýttur at kórinum, og tað verður einki undantak á Føroyaferðini og tað er Einar Bjartur Egilsson.

Meinigin er, at vit í Tórshavnar Manskóri skulu syngja einar tveir íslendskar sangir saman við teimum. - Tað verður spennandi at hoyra hvat forvitnisligt teir hava á skránni!

Joomla Template: from JoomlaShack
Myndir á Flickr
Elt onkran á Twitter
Musikkur á YouTube