Jólakonsert við »Karlakór Reykjavíkur« og »Tórshavnar Manskóri« í Føroyum 3. og 4. december 2022
- TÝSDAGIN, 07 AUGUST 2012 01:43
- DAGFØRD SUNNUDAGIN, 20 NOVEMBER 2022 16:51
- SKRIVAÐ AV Administrator
Jólakonsert við »Karlakór Reykjavíkur« og »Tórshavnar Manskóri« í Lívdini, Fríðrikskikjuni og Vesturkirkjuni.
Í døgunum 3. december til 4. december fáa vit vitjan av »Karlakór Reykjavíkur«, og vit skulu saman hava tríggjar jólakonsertir: í Lívdini 3.dec. klokkan 17:00, í Fríðrikskirkjuni 4. december klokkan 16:00 og í Vesturkirkjuni 4. december klokkan 19:30. Kórini bæði hava hvør sítt sítt programm og umframt nakrar sangir, sum vit syngja saman.
Sum sæst á myndini, eru teir nógvir í tali: einir 60 mans eru við á Føroyaferðini.
Fyrsta konsertin verður leygardagin 3. decemberl kl 17:00 í Lívdini í Hoyvík, onnur konsertin verður sunnudagin 4. december klokkan 16:00 í Fríðrikskirkjuni á Toftum, meðan triðja og seinasta konsertin verður 4. december klokkan 19:30 í Vesturkirkjuni í Havn. Meiningin er so at vit vikuna eftir fara til Íslands, har vit, tað eruTórshavnar Manskór og Karlakór Reykjavíkur, hava tríggjar konsertir saman, millum annað í Hallgrímkirkjuni, so tað verur spennandi at vita, hvussu tað fer at rigga. Dirigentur hjá Karlakór Reykjavíkur er Friðrik S. Kristinsson, meðan Bjarni Restorff er dirigentur hjá Tórshavnar Manskóri.
Komið og njótið friðsæluna, í hesum ófriðarligu tíðum!