• PDF

Skt. Pætursborg, Tallinn og Tartu 2012

Konsertferð til Skt. Pætursborg, Tallinn og Tartu 9. til 18. juni 2012

Baltikum 2012

Í døgunum 9. til 17. juni fer Tórshavnar Manskór fyrst til Sankta Pætursborg og síðani til eina Norðurlendska/Baltiska Manskórsstevnu, sum verður hildin í Tartu í Estlandi.

Stevnan er skipað soleiðis at øll kórini syngja eitt felags programm, sum er givið frammanundan, og sum er øvað bæði væl og virðiliga. Sangirnir eru hesir: »Koit«, »Nescitis vos«, »Varoni gaidiet«, »Sverige«, »Finlandia«, »Coro degli schiavi ebrei dall'opera Nabucco«, »Landkjending«, »Hakkame mehed minema« og »Kodumaa«.

Tað skal syngjast á einari rættiliga stórari scenu, sum er úti, og av tí at scenan og konsertøkið er so stórt, sum tað sæðst á myndunum, er tað meiningsleyst at tey einstøku kórini við bert 30 - 40 monnum syngja einsamøll á hesi scenu. Í staðin eru tey flestu luttakandi kórini deild í natiónir, sum syngja eitt nationalt repertoire. Vit eru eru ikki bólkaðir saman við nøkrum teirra, so vit kunnu ístaðin leggja herslu á tiltøkini, har tey ymsu kórini fara út á bygd, at syngja fyri bygdafólkunum har, og tá verða tað eini tvey, trý kór, sum syngja úr síni vanligu skrá. So tað verður spennandi um vit klára at læra allar sangirnar: felagsprogrammið, okkara egna programm, og tá vit eisini skulu til Sankta Pætursborg, at luttaka á einari kórstevnu, skulu vit læra enn fleiri sangir, so, - sum Rói Patursson sigur í yrkingini »Orðini« - eg havi nógv at læra.

Dagbók fyri konsertferð til Skt. Pætursborg, Tallinn og Tartu 9. til 18. juni 2012

Leygardagur 9.juni

Kl. 07:00 Bussar fara úr Havn av Farstøðini.

Kl. 09:00 Flúgva 3½ tí­ma við Atlantic Airways til Skt. Pætursborg.

Kl. 17:00 Bussur til Rossiya Hotel.

Kl. 18:00 Fráferð við bussi til Nicolaevsky Palace "Vernissage".

Kl. 19:00 Døgurði á sama stað.

Kl. 21:00 Folklore undirhald á sama stað í­ 1½ tí­ma.

Kl. 23:00 Bussur aftur til Rossiya Hotel.

 

Sunnudagur 10. juni

Kl. 09:30 Bussur til svensku Skt. Katarina kirkjuna/upphiting og sangroynd.

Kl. 11:00 Anglikansk guðstænasta í Skt. Katrina kirkjuni. Vit syngja tveir sangir.

Kl. 12:00 Ábit.

Kl. 12:30 Kirkjukonsert í­ o. u. ein hálvan tíma á sama stað.

Kl. 13:30 Við bussi Lomonosov.

Kl. 14:30 Í Lomonosov har vit hita upp og hava sangroynd.

Kl. 16:00 Galakonsert í Lomonosov. Festivalurin.

Kl. 18:30 Við bussi til Skt. Pætursborg

Kl. 20.00 Við báti eftir ánni Neva. Vit eta døgurða við øllum góðum afturvið.

 

Mánadagur 11. juni

Kl. 09:30 Við bussi til miðbýin.

Kl. 10:30 Við báti til summarpalassið Peterhof.

Kl. 13:00 Aftur til miðbýin við báti.

Kl. 14:00 Máltíð.

Kl. 15:00 Vit vitja kirkjuna Savior on Blood. Frí til kl 18:00. So varð aftur eti.

Kl. 20:00 Balett í The Grand Palace Theater. Swan Lake eftir P. Tjakovsky.

Kl. 24:00 Bussur til hotellið.

 

Týsdagur 12. juni

Kl. 10:00 Bussur til Vetrarpalassið.

Kl. 11:30 Vetrarpalassið og Hermitagan.

Kl. 14:30 Máltíð.

Kl. 17:00 Check-inn á farstøðini á Lenekspo havnini.

Kl. 19:00 Við ferðamannaskipinum Princess Maria til Helsinki ella Helsingfors.

Kl. 20:30 Døgurði (Buffet) á Seven Seas matstovuni á 8. dekki.

 

Mikudagur 13. juni

Kl. 8:00 Í Helsinki. Vit fara ein busstúr við guide, síðani vitja vit miðbýin.

Kl. 15:00 Vit fara við bussum úr miðbýnum til bátin.

Kl. 16:30 Við ferðamannaskipi til Tallinn í­ Estlandi.

Kl. 18:30 Bussar koyra okkum á hotellið har vit skulu gista.

 

Hósdagur 14. juni

Kl. 06:50 Manskórið fer við bussi til sjónvarpstøðina Etv har vit skulu luttaka í morgunsendingini.

Kl. 07:30 Etv hevur samrøðu við Mads A. Winther. Manskórið syngur Føroyar mítt land.

Kl. 11:00 Túr í býnum við Guide, sum fortelur um hann.

Kl. 19:00 Konsert í Skt. Micheal's kirkjuni saman við einum Estiskum manskóri.

 

Fríggjadagur 15. juni

Kl. 11:00 Við bussi til Tartu. Túrurin tekur um tríggjar tí­mar.

Kl. 14:00 Í Tartu gista vit á fýra góðum hotellum.

Kl. 16:00 Tann Norðurlendska - Baltiska Manskórstevnan byrjar.

Kl. 19:30 Koyra 40 km til Mooste, har vit hava konsert saman við Backens Manskor og kvinnukórinum Domina, sum er vertur, og sum byrjar konsertina.

 

Leygardagur 16. juni

Kl. 11:00 Venjing á sjálvari Tartu Festival Arena har øll kórini - 2.700 mans - vóru við.

Kl. 17:00 Øll kórini í skrúðgongu 2,5 km gjøgnum býin til Tartu Festival Arena, við føroyskum flaggi og í føroyskum búnum.

Kl. 18:00 Festivalkonsertin byrjar. Har luttaka 2.700 menn, 1.700 dreingir, symfoniorkestur, hornorkestrum og harmoniorkestur.

Kl. 22:30 Konsertin er at enda komin og vit fara í veitslu í tveimum framsýningarhøllum nærindis.

 

Sunnudagur 17. juni og mánadagur 18. juni

Kl. 11:00 Sova leingi eftir ein drúgvan og harðan leygardag. Vertirnir eru so vinarligir, at lata okkum hava kømrini til vit fara avstað.

Kl. 21:30 Fara vit til flogvøllin í Tartu, har Atlantic Airways skuldi heinta okkum kl. 21:30. Teir vóru 1½ tíma seinkaðir.

Kl. 03:50 Mánamorgunin lenda vit, umvegis Oslo, í Vágunum. Bussar koyra okkum til Havnar, har vit eru kl. 05:00.

 

end faq

Við á ferðini til Skt. Pætursborg, Tallinn og Tartu vóru:

1. tenorar: Bent Tommy Linklett (Marianna Eysturoy), Egon Hansen (Katrina Hansen), Eyvind Emil Joensen (Erla Mikkelsen), Hans Pauli Joensen (Katrin Joensen), Helgi Nielsen, Hendrik Rubeksen, Birgir Krossteig (Birita Krossteig), Jógvan Elias Winther Poulsen (Birta Bistopstø og Rógvi Hansen), Mouritz Mohr (Sølvá Vang), Oskar Eiriksson, Peter H. Niclasen, Suni Christiansen (Dorthe Pedersen), Tór Verland Johansen (Erika Hayfield).

2. tenorar: Áki Davidsen (Turið Joensen), Bárður í Baianstovu (Dania Danielsen), Høgni Mikkelsen, Jørgin Pauli Johannessen, Kári Justinussen (Malan Jusitinussen), Kjartan Mohr (Mona Mohr), Jóhannis Joensen (Katrin Nolsøe), Trúgvi Hansen (Eyðbjørg Hansen), Viggo A. Hansen (Elni Hansen).

1. bassar: Christian Kruse (Hjørdis Johansen), Elias Simonsen, Fróði Sandoy, Jákup Wardum, Georg Egholm, Jón Kragesteen (Augusta Mikkelsen), Jónfinn Petursson (Sónja Petersen), Kenneth Samuelsen (Halla Samuelsen), Martin Petersen (Marjun Petersen), Ole Jensen (Sigrid Arge), Nicolai Balle (Oddbjørg Balle), Óli Jákup Tvørfoss (Heidi Tvørfoss), Rógvi Dalsgarð, Stein Fossá (Mortina Fossá), Suni Rasmussen (Anna Maria Rasmussen).

2. bassar: Andrias Reinert (Tóra Reinert), Brynjálvur Johansen, Christian Andreasen (Nella Festirstein), Hanus Joensen (Brynhild Mohr Joensen), Hugo Samuelsen (Sanna Samuelsen), Johan R. Jacobsen (Marjun Jacobsen), Kaj Kallsberg (Olga Kalsberg), Mads Andrias Winther (Anne Lise Winther), Michael Jacobæus (Sólrun Jacobæus), Niels Hóvshólm, Petur Nielsen (Erika Egholm), Peter Gram (Hildur Gram), Sjúrður Norðbúð.

Umframt: Bjarni Restorff (Poula Johansen) Brynhild Arge, Halgir Winther Poulsen (Ása Ellefsen), Jenny Kragesteen, Kári Olsen, Siri Eysturoy,

Myndir frá ferðini til Skt. Pætursborg, Tallinn og Tartu

View this photo set on Flickr

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

Faldarin frá Russlands- og Estlandsferðini

Get Adobe Flash player

Joomla Template: from JoomlaShack
Myndir á Flickr
Elt onkran á Twitter
Musikkur á YouTube