• PDF

Konsert í Smæruni 1. juni 2017

Hósdagin 1. juni 2017 kl 20 høvdu vit várkonsert í "Smæruni", sum er tann nýggja høllin. sum Starsmannafelagið hevur umbygt. Í ár var meiningin at vera við á mentanarnáttini, men tað misseydnaðist. Tí fluttu vit konsertina ein dag fram, frá 2. juni til 1. juni - og vit vóru so hepnir at kunna flyta konsertina frá Müllers Pakkhúsi til nýggju høllina í Smæruni, sum Starvsmannafelagi hevur "umvælt", ella rættari: bygt av nýggjum. Ein spennandi høll, sum kanska kann blíva ein alternativ konserthøll.

Tíðindaskriv

Várkonsert  við Tórshavnar Manskóri í Smæruni

Hesi seinastu mongu árini hevur Tórshavnar Manskór havt eina árliga várkonsert, tá sangárið er við at nærkast endanum. Undanfarin ár hevur konsertin millum annað verið hildin í Norðurlandahúsinum og í fjør var konsertin hildin saman við sveisiska Männerstimmen Basel.

Í ár verður Tórshavnar Manskór tó einsamalt á palli, tá konsertin byrjar í nýggju hølunum hjá Starvsmannafelagnum í Smæruni klokkan 20.00 í annaðkvøld 1. juni.

Kórið hevur 16 ymiskar sangir á skránni í annaðkvøld, og spenna teir á allan hátt rættiliga viða.

Tórshavnar Manskór hevur nú 31 ár á baki. Tað varð stovnað av Bjarna Restorff og Kára av Reyni í 1986 og hevur líka síðan vant og framført regluliga. Bæði her heima og uttanlands. Kórið hevur verið á nógvum uttanlandsferðum, tann seinasta var í fjør, tá kórið var við til 100 ára haldið hjá íslendska manskórinum Fostbræður. Tá skipaði íslendska kórið fyri stórum tiltaki í Hørpu í Reykjavík, har 23 manskór luttóku, og eitt av teimum var Tórshavnar Manskór.

Várkonsertin í annaðkvøld er onnur konsertin hjá Tórshavnar Manskóri í ár. Tann fyrra konsertin var, tá Tórshavnar Manskór og Havnar Hornorkestur skipaðu fyri felags konsert í Læraraskúlanum seinast í februar mánaði. Eitt tiltak, sum eydnaðist serstakliga væl.

Tað ger várkonsertin vónandi eisini. Teir báðir kórleiðararnir, Bjarni Restorff og Kári Bæk, hava sett saman eina rættiliga fjølbroytta og áhugaverda skrá, og hana sleppa áhoyrararnir at hoyra í Smæruni í annaðkvøld. 

Við kórkvøðu

Tórshavnar Manskór

Eg og Kári Bæk høvdu funnið 16 sangir sum vit skuldu framføra og inn ímillum sangirnar segði Mads A. Winther nøkur orð. Av tí, at høllin fyrst og fremst er er til fyrilestrar, og tí hevur sera lítlan eftirklang, máttu vit fáa Hans Andor Johannesen at seta eitt sindur av elektriskum klangi á. Úrslitið var bara heilt hampuligt, tað søgdu í hvussu so er fleiri av teim 120 áhoyrarunum sum vóru í salinum og lurtaðu.

Her er onkur mynd úr høllini

View this photo set on Flickr

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

og skráin sæst her:

A picture

Joomla Templates: from JoomlaShack
Myndir á Flickr
Elt onkran á Twitter
Musikkur á YouTube