Tann 12. mai 2011. Hetta er forsíðan á heimasíðuni hjá Tórshavnar Manskóri. Á heimasíðu okkara finna tygum ymiskt tilfar um kórið, skrivligt tilfar, myndir, ljóðupptøkur við og uttan myndir (videoløg) og ymiskt annað, - og enntá kunnu tygum gera viðmerkingar í gestabók okkara, so - væl komin!
Tórshavnar Manskór hevur givið fýra fløgur út.
Niðanfyri er eitt yvirlit yvir fløgurnar.
Fyrsta fløgan
Fyrsta fløgan hjá Tórshavnar Manskóri kom út í 1997, og eitur rætt og slætt »Tórshavnar Manskór«, og á hesi fløgu eru millum aðrar teir mergjaðu sangirnir »Føroyar mítt land« og »Við strondina stóð eg tá ódnin brast á«, sum hevur heitið »Ódn«, eisini er tann gamli føroyski sálmurin »Som den gyldne sol frembryder«, sum Jákup Dahl týddi og sum Heri Eysturlíð arrangeraði fyri manskór, - umframt fleiri aðrir góðir sangir á ymsum tungumálum.
Her er perman til fløguhúsan, vilt tú síggja fløguhúsan í góðari góðsku skalt tú trýsta á myndina - hav tol, tað kann taka eina løtu!
Fløgan er til keyps hjá tutlrecords.com ella hjá power.fo
Onnur fløgan
Onnur fløgan hjá Tórshavnar Manskóri kom út í 1999, og eitur »Vit eru Føroyingar«, eftir fyrstu reglu í tí ironisku yrkingini »Kvæði fremsta framtakskappa landsins« (Orð: Regin Dahl/Lag: Kári Bæk) um at vera mentaður føroyingur. Á hesu fløgu eru fleiri sangir frá eini melodikapping, sum vit høvdu 25. mai 1996, og eisini fleiri sangir á eitt nú íslendskum og donskum. Síðsta lagið er tjóðsangur okkara soleiðis sum Peter Alberg, vanliga nevndur Petur í Geil, skrivaði hann.
Her er perman til fløguhúsan, vilt tú síggja fløguhúsan í góðari góðsku skalt tú trýsta á myndina - hav tol, tað kann taka eina løtu!
Fløgan er til keyps hjá tutlrecords.com ella hjá power.fo
Triðja fløgan
Triðja fløgan hjá Tórshavnar Manskóri kom út í 2008, og eitur »Væl má gagnast!« eftir síðstu reglu í tí skemtiliga sanginum »Matlepin« hjá Nyholm Debes. Harnæst er fløgan tann fyrsta føroyskt frammleidda fløgan í »surround«, tað vil siga, at lurtarin verður umgirdur av ljóði eins og í einum góðum konsertsali. Á fløguni eru trý løg av ljóði: 1) Super Audio 5.1 »surround« 2) Super Audio Stereo, og 3) vanligt stereo. Á fløguni eru sangir úr Bulgaria, Danmark, Íslandi, Amerika og eisini eru fleiri góðir solistar við á fløguni: Andrias Reinert, Peter H. Niclasen, Fróði D. Sandoy, Birgir Krossteig og aðrir.
Her er perman til fløguhúsan, vilt tú síggja fløguhúsan í góðari góðsku skalt tú trýsta á myndina - hav tol, tað kann taka eina løtu!
Fløgan er til keyps hjá tutlrecords.com ella hjá power.fo
Fjórða fløgan
Fjórða fløgan hjá Tórshavnar Manskóri kom út í 2009, og eitur »KANTATA TIL 900 ÁRA ÓLAVSØKUHÁTÍÐINA« vanliga nevnd »Ólavsøkukantatan«, sum Edw. Mitens og J. Waagstein gjørdu til Ólavsøkuhaldið í 1930, til minnis um Ólav Kong Haraldsson, sum fall í 1030. Á fløguni eru allir sjey partarnir í kantatuni, umframt inngangssangurin »Fjallprúða heim« og útgangssálmurin »Harra Guð títt dýra navn og æra«. Solistar eru Peter H. Niclasen og Mouritz Mohr. Eftir inngangssangin er ein sera hittinorðað røða, sum Petur Øster hevur skrivað og sum Uni Arge lesur.
Her er perman til fløguhúsan, vilt tú síggja fløguhúsan í góðari góðsku skalt tú trýsta á myndina - hav tol, tað kann taka eina løtu!
Fløgan er til keyps hjá tutlrecords.com ella hjá power.fo
end faq
Til ber at fáa Tórshavnar Manskór at syngja til ymisk privat tiltøk, so sum føðingardagar og líknandi. Støddin av kórinum veldst um, hvussu nógv pláss er. Talan kann vera um eitt lítið kór (12 - 16 mans), eitt stórt kór (30 - 36 mans) ella onkrastaðni har ímillum. Sungið kann vera í millum 2 - 8 sangir úr sangskrá kórsins. NB.: Tað ber ikki til hjá kórinum at syngja í vanligari arbeiðstíð.